Ábyrgdarbýti land - kommunur

Nr. 3

Komið til tingið 14.11.2000

 

KOMMUNUSAMSKIPAN FØROYA - KSF

Postsmoga 32, FO- 110 Tórshavn
Formaðurin : Telefon : 44 70 35, fax : 44 84 49
Skrivarin : Telefon : 31 51 60, fax : 31 48 60 & telefon/fax : 31 01 85

Tann 10. november 2000
lm - j. nr. : Uppgávu- og ábyrgdarbýtið I - KSF - 110 - 2000

Løgtingið
E. Jalsgøta 6
FO- 100 Tórshavn
 

 

Viðv. uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur.

Í skrivi frá Almanna- og Heilsumálastýrinum/landsstýrismanninum frá 25. september 2000 er Kommunusamskipan Føroya kunnað um, at útreiðslurnar til Hvíldarheimið Neina, Barnaforsorg (frípláss) og Tiltøk fyri ung verða tiknar (strikaðar) av løgtingsins fíggjarlógaruppskoti fyri árið 2001.

Henda bráddliga og heldur óskipaða uppgávuflyting tykist ikki rættuliga umhugsað nú fíggjarætlanirnar hjá kommununum eru lidnar, og við slíkari stigvísari mannagongd ber illa til at leggja ætlanir.

Viðmerkjast skal, at hvat viðvíkur avgerðarrætti og fíggjarligari ábyrgd á nevndu trimum uppgávuøkjum, so snýr tað seg um skiftandi býtisviðurskifti millum land, kommunur og sjúkrakassarnar, og hvat viðvíkur barnaverndar-málum o.t. eiga býirnir sjálvir at taka avgerðir eftir tilmæli frá barnaverndarnevndunum, og at sosialar nevndir eisini eiga at verða í kommunum við býarheiti.

Hesi uppgávu- og ábyrgdarviðurskifti verða eftir uppskotinum strikaði av løgtingsins fíggjarlóg, áðrenn ella samstundis sum landsstýrismaðurin í kommunumálum setur ein arbeiðsbólk at broyta/endurskoða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur.

Málið er tí enn ikki búgvið til hesa einvísu uppgávuflyting, og tað er ørkymblandi, at/um ikki verður bíðað eftir úrslitinum frá arbeiðsbólkinum, soleiðis at flytingarnar verða skipaðar eftir einum væl umhugsaðum leisti – og ikki sum nú í skundi.

Men við umrøddu ætlaðu avgerð lækka útreiðslurnar á løgtingsins fíggjarlóg, og útreiðslurnar hjá kommununum hækka samsvarandi hesum uppgávubroytingum; tað er tí umráðandi og ein sjálvfylgja, at peningur beinanvegin fylgir við uppgávuábyrgdunum, sum fyriskrivað í kommunuálitinum um at hækka kommunuskattin og at lækka landsskattin við tilsvarandi upphæddum.

Kommunusamskipan Føroya (KSF) tekur annars fult undir við uppgávuflytingum, men treytar sær, at hesar verða útreiðsluneutralar fyri borgaran, og heilt natúrliga verður kravt, at kommunurnar verða við til at seta skattaloft o.a., tá farið verður í holt við uppgávuflytingar/fíggjarætlanir soleiðis, at samlaða skattatrýstið verður hildið niðri.

KSF skal sostatt viðvíkjandi uppgávuflytingum undirstrika,

at kommunuskatturin hækkar so hvørt uppgávur verða lagdar út til kommunurnar,

at     grundleggjandi og avgerandi er neyðugt, at bæði lands- og kommunuskattir samstundis við uppgávuflytingum verða
       tilsvarandi broyttir.  Hetta merkir m.a., at landsskattastigin beinleiðis verður lækkaður lutfalsliga, so hvørt uppgávurnar verða fluttar.

Við ávísning til omanfyri standandi kann í høvuðsheitum sigast, at soleiðis slepst undan at herða samlaða skattatrýstið, sum annars kann fara av sporinum og harvið føra til ymiskar ikki ætlaðar "skattasnaringar".

Avrit av hesum skrivi er sent landsstýrinum, fíggjarmálastýrinum og fjølmiðlunum.

Vinarliga 

Jákup Lamhauge
formaður

Tórshavn - Klaksvík - Runavík - Tvøroyri - Vágur - Fuglafjørður