Orðalagið á løgtingi

Nr. 2

Komið til tingið 08.08.2000

 

STARVSMANNAFELAGIÐ

 

 

Føroya Løgting
E. Jalsgøta 6
boks 208
110 Tórshavn
att.: Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður

 

Tórshavn t. 07.08.2000

 

 

Løgtingspallurin og virðingin ella vantandi virðingin fyri honum.

Løgmaður hevur hildið sína ólavsøkurøðu og løgtingsfólk hava viðgjørt hana á drúgvum fundi. Bæði í røðuni og viðgerðini koma mangt áhugavert og týdningarmikið fram, sum uttan iva kemur at hava stóran og avgerðandi týdning fyri framtíðina hjá flestu okkara her á landi.

Tað eru ikki hesi viðurskiftir, sum skulu takast fram her, - tað verður ivaleyst gjørt á annan hátt og mótvegis røttu viðkomandi, men enn einaferð vóru vit vitni til, at løgtingsins røðarapallur, kann verða drigin niður á eitt sera lágt støði, tá løgtingsfólk missa tamarhaldið á sær sjálvum og loypa á fólk og stovnar, og sum ikki hava høvi til at luttaka og svara aftur, og uttan at hetta verður átalað av formannskapinum. Tað skortar annars ikki uppá átalur, tá løgtingsfólk ikki nýta røttu nøvnini og eftirnøvnini mótvegis hvørjum øðrum ella tá okkurt "illavorið" verður sagt um løgtingsfólk sjálvi, - og soleiðis eigur tað eisini helst at verða.

Vit hava áður gjørt vart við hesi viðurskiftir, samstundis sum áherðsla er løgd á, at vit ikki leggja okkum út í hvussu politikkari annars ætlar at føra sín politikk út í lívið, sum hann hevur rætt og skyldu til gera greiðan. Eru vit annars ósamd við hesar politikkarar og hendan politikk, so er tað á øðrum støðum og jøvnum føti, enn einvíst frá løgtingsins røðarapalli, at hetta stríð skal fara fram. Lat tað verða greitt.

Fullveldismálið fekk sum vera man eina drúgva og ofta áhugaverda viðgerð og tá so Bjarni Djurholm, formaður í Fíggjarnevndini kom við einum uppskoti um at venda viðgerðini av hesum málið á høvdið, ja, so vóru hetta stórtíðindir, sum sjálvsagt eisini høvdu áhuga hjá einari aktivari og viðkomandi pressu og tók SVF hendan táttin upp í Degi og Viku og royndi at lýsa hetta uppskot nærri og sjálvsagt við at fara "afturum" og spyrja uppskotstillarin og onnur hvat meira lá í hesum. Og hetta varð gjørt væl og grundiga av sjónvarpsfólkunum.

Men hendan greiða og upplýsandi tíðindasending hóvaði ikki hesum løgtingsmanni (og onkrum øðrum við), og seinni um kvøldið fóru hann (og aðrir) á røðararpallin og løgdu eftir SVF og tíðindafólkunum, sum vórðu skuldsett fyri líkt og ólíkt, ml.a. at tey vóru partísk og royndu at manipulera við tíðindunum, og sum krúnan á verkinum, hótti formaðurin í fíggjarnevnd løgtingsins SVF og harvið eisini tíðindafólkini, at nú var tolið uppi og at nú var endi á vælvildini frá løgtinginum mótvegis hesum "almenna tíðindastovni ", sum røðaranir mettu at vera ein bága fyri óheftum tíðindafluttningi.

Her varð gjørt eitt so grovt og niðursetandi álop ein stovn og tíðindafólk, at orð eru ikki fyri hesum og hesi skelkandi og órógvandi orð frá løgtingsins røðarapalli sluppu at standa eftir, uttan at hetta við einum einasta orði varð átalað av formannskapinum og tí kann ein spyrja, um slíkur máti at loypa á og hótta bæði stovn og starvsfólk frá hesum palli, er í tráð við tingskipanina, ella talan var um gáloysni ella líkasælu frá formannskapinum.

Seinni undir viðgerðini av røðu løgmanns, varð komið inná ætlanirnar at leggja uppskot fram um útlendinga- og flóttafólkapolitikk. Hesin spurningur hevur nógv frammi í seinastuni, og tók seg upp, tá stig vórðu tikin til, at vit skuldu hýsa flóttafólkum úr gamla Jugoslavia, hesum fólkum, sum høvdu ligið eina so syndarliga og ómennskjaliga lagnu og í allari neyðini vildu royna at skapa sær eina framtíð her hjá okkum og sum eisini vórðu væl mótikin her hjá okkum.

Men onkur tingmaður kundi ikki bara sær, men byrjaði við at vísa á vandan við, at fólk við fremmandun hugsanum og mentanum, soleiðis kundu "gera seg inn á" okkara "reinleika" og dróg so samanum og koyrdi alt í ein posa, at vit ikki máttu gerast eitt stað fyri "heimsins avlopi", sum hann málbar seg.

Heldur ikki her hoyrdist eitt kis til átalu frá formannskapinum til slíkan niðursetandi og óhugnaligan málburð,- bert smáflenn og fnis úr salinum til hendan "stuttleika". Var aftur her talan um gáloysni ella líkasælu frá formannskapinum?

At skapa virðing fyri okkara høga tingið, átti at verið ein uppgáva, sum vit øll kundu tikið undir við og roynt at bøtt uppá, ikki minst frá teimum sum starvast og hava ábyrgdina innanveggja í løgtinginum og at politiski myndugleikin hevur brúk fyri hesi virðing, átti ikki at verið ivi um.

Ferð aftaná ferð verður víst á, at umstøðurnar mugu gerast betri hjá løgtingsfólkum at arbeiða undir, ikki minnst útfrá tí sjónarmiði, at skapa virðing fyri politiska myndugleikanum. Kannska er hetta rætt, men hugburðslyndi hevur onki við góðar fysiskar karmar at gera,- sómi og spekt eigur eisini at trívast væl í tí minstu "smáttuni".

Vinarliga

Gunnleivur Dalsgarð