Fast samband um Vestmannasund

Nr. 1

Komiš til tingiš 30.07.2000

FŲROYA FISKIMANNAFELAG

FŲROYA REIŠARAFELAG

MEGINFELAG ŚTRÓŠRARMANNA

26.juli 2000

Fųroya Lųgting
her


Harra Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur,
Fiskimįlastżriš
her

Višvķkjandi umbošan ķ Skipanarnevndini.

Undirritašu felųg hava ķ dag havt fund um umbošanina hjį vinnuni ķ Skipanarnevndini. Felųgini meta framvegis taš hava tżdning, eisini fyri politiska myndugleikan, at taš finst eitt forum sum Skipanarnevndin, sum kann geva landsstżrinum holla rįšgeving į hesum ųki, nevniliga umsitingina av fiskidagaskipanini. Men vinnufelųgini meta samstundis, at taš arbeiši, sum veršur gjųrt ķ Skipanarnevndini er meiningsleyst, tį taš ferš eftir ferš hendir, at landsstżriš frammanundan višgeršini av įlitinunum frį Skipanararnevndini, og enntį eisini įšrenn višgeršin ķ Skipanarnevndini yvirhųvur er byrjaš, bošar frį sķni stųšutakan til fiskidagatališ fyri eitt fylgjandi fiskiįr.

Felųgini, sum umbošašu vinnuna ķ Skipanarnevndina, meta eisini, at taš ikki er til nakra nyttu at virka ķ hesi nevnd uttan so, at vinnan greitt kann fįa at vita, hvųr iš hennara leiklutur skal vera ķ nevndini og ķ umsitingini av fiskidagaskipanini. Fyri at kunna taka stųšu til evt. luttųku framyvir ķ hesum arbeiši er tķ neyšugt at fįa śtgreinaš fylgjandi spurningar:

  1. Greiša skal fįast į, um landsstżriš višurkennir ta lżsing av fiskidagaskipanini, sum er lżst į sķšu 6 og 7 ķ seinasta tilmęlinum hjį Skipanarnevndini. Her er stašfest taš, sum allir partar ķ fyrireikingunum til fiskidagarskipanina vóru samdir um frį byrjan, nevniliga at fiskidagaskipanin er ein "sjįlvregulerandi" skipan, sum uppį forhond tekur hędd fyri broytingum ķ stųšuni hjį fiskastovnunum. Og har broytingar ķ dagatalinum ķ prinsippinum bert skulu gerast ķ tann mun stašfestar eru broytingar ķ teirri veišuorku, sum er grundarlagiš fyri skipanini.
  2. Greiša mį fįast į leiklutinum hjį Fiskirannsóknarstovuni ķ samband viš fiskidagaskipanini. Hetta merkir, at nevndin krevur at vita, um rįšgevingin hjį Fiskirannsóknarstovuni skal vera grundaš į fiskidagaskipanina, og um limaskapurin hjį stovninum ķ Skipanarnevndini skal verša tengdur at virkseminum hjį nevndini. Hetta vil m.a. merkja, at spurningar til skip og bįtar višvķkjandi veišuorku o.l. verša gjųrdir ķ samrįš viš Skipanarnevndina. Her vilja vit leggja afturat, at formašurin ķ Skipanarnevndini eisini alment hevur giviš til kennar, at taš tykist sum at virksemiš hjį Fiskirannsóknarstovuni tykist at ganga pśra leyst av fiskidagaskipanini.
  3. Greiša mį fįast į, um taš er uppgįvan hjį landsstżrinum ella hjį Skipanarnevndini at gera upp broytingar ķ veišuorkuni, sum eru grundarlagiš fyri įsetan av ella broyting ķ dagatalinum. Her vilja vit gera vart viš, at taš var og er okkara fatan, at jśst hetta skuldi veriš ein av hųvušsuppgįvunum hjį Skipanarnevndini.
  4. Um landsstżriš tekur undir viš hesum sjónarmiši er neyšugt at fįa greišar heimildir at gera hetta arbeiši. M.a. viš at nevndin kann fįa til taks taš tilfar, sum hevur tżdning fyri hetta arbeišiš, og sum almennir stovnar annars liggja inni viš. Og at nevndin kann fįa heimild at gera tęr kanningar, sum eru neyšugar ķ hesum sambandi.
  5. Greiša mį fįast į ętlaša mannagongd viš įsetan av fiskidagatali įr śt ķ framtķšina. Serliga mį greiša fįast į ķ hvųnn mun fiskidagatališ skal grundast į, at fiskidagaskipanin er ein skipan viš įsettum fyritreytum, og ķ hvųnn mun dagatališ skal įsetast eftir reint politiskum fyritreytum. Uttan at fįa greišu į hesum er taš ómųguligt hjį vinnuni at gera ętlanir fyri mųguligum samanleggingum av veišuloyvum, sum jś annars eru ķ samsvar viš politikkin hjį landsstżrinum.

Sostatt vilja felųgini fegin hava greišar linjur at virka eftir, og tį vit hava fingiš svar frį landsstżrinum , vilja vit taka spurningin um umbošan ķ Skipanarnevndini uppaftur.

Viš heilsan

MEGINFELAG ŚTRÓŠRARMANNA

FŲROYA REIŠARAFELAG

FŲROYA FISKIMANNAFELAG