Frágreiðing um fiskivinnupolitikk


101-4  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um fiskivinnupolitikk


FISKIVINNURÁÐIÐ Yviri við Strond 17, 100 Tórshavn, tlf 353030, fax 320822, Email: eydfinnurf@fisk.fl.fo

Skjal 1

 

Fiskimálastýrið
Yviri við Strond 17
100 Tórshavn

 

Viðv. Fiskivinnupolitikkur, fyritreytir og stevnumið.

Fiskivinnuráðið hevur týsdagin 20. mars 2001 viðgjørt tilfarið "Fiskivinnupolitikkur, fyritreytir og stevnumið".

Á fundi vóru Maria F. Róin (form.), Marita Rasmussen (Ráfiskakeyparafelagið), Óli Jacobsen (Føroya Fiskimannafelag), Auðunn Konradsson (Meginfelag Útróðrarmanna), Gunnbjørn Joensen (Føroya Reiðararfelag), Osmund Justinussen (Føroya Reiðararfelag) og Eyðfinnur Finnsson, skr.

Sambært fundarfrágreiðingini vóru niðurstøður ráðsins hesar:

Landsstýrismaðurin hevur lagt tilfarið "Fiskivinnupolitikkur, fyritreytir og stevnumið" sum ætlanin er at leggja til aðalorðaskiftis í Løgtinginum, fyri Fiskivinnuráðið til ummælis.

Fiskivinnuráðið hevur viðgjørt tilfarið. Sigast kann, at tilfarið "signaliserar stabilitet", soleiðis at skilja, at lagt verður ikki upp til kollveltandi broytingar í fiskivinnupolitikkinum. Fiskivinnuráðið metir, at tilfarið er eitt gott yvirlit yvir, hvørjar reglur og viðurskifti annars eru galdandi í fiskivinnuni. Í onkrum broti kann tó vera eitt sindur trupult at finna greiðu á, hvat ið er galdandi reglur, og hvat er stevnumið.

Landstýrismaðurin mælir í tilfarinum til ávísar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Serligur áhugi varð vístur teimum brotum, sum hava við umsetiligheit at gera. Semja er ikki í ráðnum um umsetiligheit, onkrir limir ynskja størri umsetiligheit, aðrir ikki, onkur limur tekur undir við uppskotinum um, at markið fyri umsetiligheit millum bólkar verður flutt úr 40 tonsum niður í 15 tons, onkur mælir til, at einki mark skal vera fyri umsetiligheit millum bólkar, meðan umboðið fyri Meginfelag Útróðrarmanna mælir til, at markið verður flutt uppá 110 tons soleiðis, at skott verður millum útróðrarflotan og skipini.

Viðvíkjandi fiskivinnuni á landi varð ført fram, at tað ikki er samanhang millum orðingina í samgonguskjalinum og orðingina av politikkinum fyri fiskivinnuna á landi, hvat viðvíkur hagreiðingarskipanum, góðsku og at virka skal verða fyri, at meiri fiskur verður virkaður í Føroyum.

Nevnt varð, at eini 17.000 tons av heilum feskum fiski fóru av landinum árliga í 1999 og í 2000, sum kundu givið hægri virðisøking til føroyska samfelagið. Hinvegin varð eisini nevnt, at nevniliga útflutningurin av feskum fiski og landingar uttanlands halda dynamikkinum uppi, sum hevur ført til, at Føroyar hava eitt tað mest kappingarføra virkisliðið í Norðuratlantshavi.

Í fiskivinnupolitikkinum verður heldur einki nevnt um, at dentur eigur at verða lagdur á, at fiskur skal hagreiðast soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð skal kunna fáast sum mest burturúr. Hetta eigur at verða ein partur av stevnumiðinum fyri fiskivinnupolitikkin.

Víst varð á, at "umhvørvismerking" av fiski er viðgjørt undir partinum um fiskivinnuna á landi. "Umhvørvismerking" av fiski í hesum høpi snýr seg bert um, um fiskiskapurin er burðardyggur og hevur sum so einki við virkisliðið at gera. Treytirnar fyri at kunna brúka "umhvørvismerking" á fiskavørum verða m.a.:

 

Onkur vísti tó á, at tað helst verður virkisliðið sum kemur at seta "Umhvørvismerkið" á pakningin, tá til stykkis kemur.

Fiskivinnan á landi tekur fult út undir við at støri dentur verður lagdur á gransking og menning í framtíðini, og at vinnan sær fram til at síggja fiskivinnupolitikkin á hesum øki at verða framdan í verki. Viðmerkjast kann, at biotøkni, sum helst er eitt vakstrarøki í fiskivinnuni framyvir, ikki er nevnt í álitinum. 

Tórshavn, 9. apríl 2001 

Maria F. Róin, form.