Frágreiðing um fiskivinnupolitikk


101-4  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um fiskivinnupolitikk

 

 

Fiskivinnupolitikkur

 

 

 

 

Fyritreytir

og

stevnumið

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Frágreiðing til aðalorðaskiftis

sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini

 

 

Løgtingsmál nr. 101-04/2000

 

 

 

 

 

 

FORMÆLI

Landsstýrimaðurin í fiskivinnumálum leggur við hesum fram frágreiðing um fyritreytir og stevnumið í fiskivinnupolitikkinum.

Endamálið við hesari frágreiðing er, at birta upp undir eitt fiskivinnupolitiskt orðaskifti. Í frágreiðingini verður dentur lagdur á at lýsa tær fyritreytir, sum vinnan virkar undir, bæði við atliti at tí regluverki, ið føroyskir myndugleikar hava smíðað, og við teimum ytru umstøðum, sum ávirka vinnuna, t.e. marknaðarviðurskifti og náttúruviðurskifti, og sum vit lítla ella onga ávirkan hava á.

Verandi politisku karmar og regluverk verða umrøddir, og mett verður um tørvin á ábótum. Grundað á hetta verða høvuðsstevnumiðini í fiskivinnupolitikkinum orðaði og amboð at røkka hesum málum umrødd.

Frágreiðingin er ætlað, sum ein stevnuskrá fyri framtíðina, ið saman við niðurstøðunum frá orðaskiftinum í Løgtinginum, verður grundarlagið undir at seta fiskivinnupolitisku kósina framyvir.

 

 

 

 

INNIHALDSYVIRLIT

1. Inngangur og samandráttur *

1.1 Inngangur *

1.2 Samandráttur og stevnumið *

 

2. Fiskiskapurin á føroysku landleiðunum -tilfeingi og skipan *

2.1 Tilfeingisgrundarlag og veiðimøguleikar á landleiðunum *

2.2 Fyrivarnisreglan og tilvísingarmørk *

2.3 Lógin um vinnuligan fiskiskap *

2.4 Fiskiloyvi á føroysku á landleiðunum *

 

3. Fiskiskapur uttan fyri føroysku landleiðirnar og millumlanda samstarv *

3.1 Inngangur *

3.2 Altjóða fiskiveiðiavtalur *

3.3 Yvirlit yvir veiðimøguleikarnar uttan fyri føroysku landleiðirnar *

3.4 Sínámillum fiskiveiðisáttmálar *

3.5 Fleirtjóðasamstarv um fiskiveiði *

3.6 Stevna *

 

4. Umsetilig fiskirættindi *

4.1 Inngangur *

4.2 Fyrimunir og vansar við umsetiligum fiskirættinum *

4.3 Møguleikar fyri umseting í verandi skipan *

4.4 Umseting og rættindi *

4.5 Stevna *

 

5. Eigaraviðurskifti í fiskiflotanum *

5.1 Verandi lógarkarmar *

5.2 Stevna *

 

6. Ráðgeving og grundarlagið undir fiskivinnupolitiskum avgerðum *

6.1 Inngangur *

6.2 Fiskivinnuráðið *

6.3 Áseting av fiskidøgum *

6.4 Hagtalsskipan fyri fiskivinnuna *

6.5 Stevna *

 

7. Virking umborð *

7.1 Heimaleiðirnar *

7.2 Fjarleiðirnar *

 

8. Fiskiveiðieftirlit og trygd á sjónum *

8.1 Inngangur *

8.2 Skipanin í dag og í framtíðini *

8.3 Trygd á sjónum og fylgissveinaeftirlit *

8.4 Eygleiðarar á fiskiførum *

 

9. Brot og revsireglur *

 

10. Útskifting og nýíløgur í fiskiflotanum *

10.1 Tørvur á útskifting *

10.2 Fyritreytir fyri útskifting *

10.3 Nýíløgur og fiskiorka *

10.4 Stevna - leikluturin hjá tí almenna *

 

11. Fiskivinnan á landi *

11.1 Inngangur *

11.2 Stutt søguligt baksýni og høvuðsgongdin í vinnuni seinnu árini *

11.3 Stuðulsskipanir *

11.4 Marknaðarviðurskifti *

11.5 Stevna *

 

12. VinnuGransking, -menning og -førleiki *

12.1 Inngangur *

12.2 Verandi karmar fyri fiskivinnugransking og -menning *

12.3 Endamál og skipan í fiskivinnugransking og –menning framyvir *

12.4 Stevna *

 

stavorð *

 

1. Inngangur og samandráttur

1.1 Inngangur

Sjógvurin eigur lívið í føroyinginum. Føroyingurin hevur lívbjargað sær av tí, ið sjógvurin gevur; frá áttamannafarinum, ið Mikkjal á Ryggi kvað um og nú við fiskiførum, ið umboða nútíðina og framtíðina saman við øllum teimum hentleikum, ið nútímans tøkni hevur at bjóða.

Fram til 1970-árini kundu føroyingar frítt troytað at kalla allar leiðir í Norðurhøvum. Lítlar og ongar avmarkingar vóru fyri, hvussu fiskiskapur kundi fara fram, uttan tær, ið náttúran setti. Úrtøkan hjá fiskivinnuni var og er harafturat nógv ávirkað av støðuni í keyparalondunum.

Í kjalarvørrinum av stóru tøkniligu og búskaparligu framgongdini í árunum eftir seinna heimsbardaga, vórðu íløgur gjørdar í framkomin fiskiskip at troyta fiskiríkidømi, ið lá at kalla opið fyri øllum. Treytað av fígging, kundu øll útvegað sær fiskifar og fara at fiska. Ikki bert við Føroyar, men eisini, hvar ein vildi í Norðuratlantshavi.

Sum frá leið gjørdist tó greitt, at fríi fiskiskapurin førdi til trároynd av fiskastovnunum. Alsamt fleiri lond ásannaðu, at neyðugt var at avmarka fiskiskapin. Síðani seinna heimsbardaga hevur gongdin verið, at møguleikarnir fyri frítt at troyta grunnarnar støðugt eru skerdir. Fiskimørkini eru stigvíst flutt út, og meginparturin av fiskileiðunum eru komnar undir yvirvaldsrætt hjá strandarlondum. Millumlanda fiskiveiðifelagsskapir, so sum NEAFC og NAFO, stýra fiskiskapinum í altjóða sjógvi.

Londini í Norðuratlantshavi fluttu fiskimarkið út á 200 fjórðingar í 1970-árunum. Fyri føroyska fiskivinnu, ið hevði dúvað uppá fjarleiðir síðani havfiskiskapurin av álvara tók seg upp um 1900-talið, var hetta ein kollveltandi broyting. Øðrumegin minkaðu møguleikar okkara á fjarleiðum. Fiskiskapurin á fjarleiðum hevur síðana tá verið reguleraður við fiskveiðisáttmálum við avvarðandi land ella í millumlanda fiskiveiðifelagsskapum.

Hinumegin førdi henda gongdin við sær, at vit fingu yvirvaldsrættin til grunnarnar á heimaleiðum. Seinastu 20-30 árini hava føroyskir myndugleikar nýtt ymisk amboð, til tess at stýra fiskiskapinum á føroysku landleiðunum. Gongdin hevur verið, at alsamt fleiri avmarkingar eru settar í verk í fiskiveiðini. Tekniskar reguleringar, økisfriðingar, veiði- og fiskiloyvi og kvotur.

Í dag er fiskidagaskipanin høvuðsamboðið í stýringini av botnfiskiveiðini, saman við loyvisskipanini og økisfriðingum. Tær skipanir, ið hava verið settar í verk, eru ikki og verða valla lýtaleysar. Vit eiga tó at læra av mistøkum og óhepnum avleiðingum og eiga at broyta og bøta um verandi skipanir

Tað mesta av tí, ið verður veitt og virkað, verður útflutt. Tí hava viðurskiftini í millumtjóða handli og politiska og búskapaliga støðan í keyparlondunum eisini týdning fyri úrtøkuna hjá vinnuni. Seinastu árini eru karmarnir fyri heimshandlinum broyttir. Forðingar fyri handli millum lond eru vorðnar færri ella beindar burtur. Hetta hevur eisini ávirkað handilin við fiski og fiskavørum og kemur m.a. til sjóndar við tað, at teir stóru fiskainnflytararnir (Japan, USA og ES) hava givið innfluttum fiski betri tollsømdir. Gomlu landamørkini eru ikki sama forðingin fyri handilssamskifti. Harafturat eru forðingarnar fyri flyting av kapitali og arbeiðsmegi um landmørk vorðnar minni. Eisini í fiskivinnuni er kapitalurin í størri mun farin at leita sær hagar, ið møguleikarnir eru bestir. Innlendis fyritøkur kasta saman fyri at standa sterkari í altjóða gerðini og gera íløgur uttanlands.

Broyttu leikreglurnar í heimshandlinum og kapitalmarknaðinum ávirka eisini fiskivinnuna, sum nógvastaðni hevur livað eina varda tilveru handan tollverju og almennan studning. Samanumtikið ger økta kappingin á marknaðunum, at tær fyritøkur, ið virka í altjóða umhvørvi, støðugt noyðast at laga seg til broyttar umstøður. Hetta setir øðrvísi og størri krøv til virkini, eitt nú, tá um virkisføri, vitan og kunnleika, vágafýsni og fíggjarorku ræður.

Fyri Føroyar sum matvøruframleiðandi land er somuleiðis neyðugt at gera sær greitt, at samantvinningin av marknaðarkrøvum til matvørur, umhvørvisvernd og umsiting av egnum fiskatilfeingi fer at styrkjast í tíðini sum kemur.

Alheimsgerðin, og støðugt broyttar fyritreytir fyri handlinum við fiski og fiskavørum, setur eisini krøv til okkara fiskivinnupolitikk.

 

Í samgonguskjalinum dagfest 9. mai 1998 millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin verður í partinum um fiskivinnu sagt:

 

Ein greiður fiskivinnupolitikkur verður orðaður, eisini fyri menning av fiskiídnaðinum á landi og marknaðaratgongd.

Dentur verður lagdur á økismenning, arbeiðsumhvørvi, góðskukrøv og hagreiðingarskipanir.

Víðari verður sagt:

Fiskastovnarnir undir Føroyum skulu gagnnýtast skynsamt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Teir stovnar, ið flotin hevur atgongd til, skulu gagnnýtast við neyðugum varsemi eftir tilmæltum fiskidøgum og kvotum, so teir geva sum mest íkast til búskapin. Fiskastovnum, sum eru ovurveiddir, verða veittir møguleikar at menna seg. Hildið verður fast við økisfriðingarpolitikkin. Stødd og røtt samanseting av veiðiflotanum má lagast eftir hesum møguleikum og verður best tryggjað við, at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt. Undantikin er tó útróðrarflotin undir 15 tons.

Arbeitt verður fyri, at meiri fiskur verður virkaður í Føroyum.

 

 

 

1.2 Samandráttur og stevnumið

Grundað á orðingarnar í samgonguskjalinum og endamálsorðingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, verður niðanfyri tikið samanum í fiskivinnupolitisku stevnumiðunum, ið vera nærri lýst seinni í frágreiðingini.

 

Fiskiskapurin á føroysku landleiðunum

Tilfeingið í sjónum er grundlagið undir fiskiskapinum á føroysku landleiðunum. Fiskivinnan er bundin at náttúruni og tískil ávirkað av náttúrugivnum broytingum.

Føroyar hava ábyrgdina av tilfeinginum í sjónum kring Føroyar og av at tryggja burðardygga menning á hesum leiðum. Fiskatilfeingið skal umsitast og troytast øllum samfelagnum at frama.

Eitt av høvuðsstevnumiðunum í umsitingini av fiskastovnunum í føroyskum sjógvi er at tryggja, at teir verða gagnnýttir skynsamt.

Vantandi vitan um tilfeingisgrundarlagið og havumhvørvið ger at farast eigur varliga fram í umsitingini av tilfeinginum. Samsvarandi altjóða avtalum skal støðið undir umsitingini av fiskatilfeinginum tí vera fyrivarnisreglan.

Hjá Føroyum, har fiskivinna er so stórur partur av búskapinum, kann fyrivarnisreglan ikki bert virka eftir lívfrøðiligum metingum. Samfelagsbúskapurin er viðbrekin, og tí mugu útsvingini ikki vera ov stór. Samfelagslig og lívfrøðilig fyrivarni eiga tí at samspæla, tá tosa verður um fyrivarnisregluna.

Fiskastovnarnir skulu gagnnýtast við neyðugum varsemi eftir tilmæltum fiskidøgum og kvotum, so teir geva sum mest íkast til búskapin. Fiskastovnum, sum eru ovurveiddir, verða veittir møguleikar at menna seg. Økisfriðingar eru ein liður í hesum, og hildið verður tí fast við meginreglurnar í verandi økisfriðingarpolitikki.

Hildið verður fast um fiskidagaskipanina sum høvuðsamboð í stýringini av botnfiskaveiðini á landleiðunum. Málið er, at allir skipabólkar koma undir dagaskipanina.

Vegleiðandi býtið í lógini, sum upprunaliga stavar frá kvotuskipanini frá 1994, eigur at umrøðast. Undir kvotuskipanini bar til at umsita tað, men tá farið varð yvir til fiskidagaskipan, broyttist støðan. Fiskiskapurin undir Føroyum er blandaður, og veiðisamansetingin kann vera skiftandi, bæði innan høvuðsbólkarnar og millum bólkarnar av fiskiførum.

 

Fiskiskapur uttan fyri føroysku landleiðirnar og millumtjóða samstarv

Ein týdningarmikil partur at inntøkugrundarlagnum hjá fiskivinnuni, eru tey rættindi, ið føroyskir myndugleikar samráða seg fram til við onnur lond, bæði sínámillum og í millumlandahøpi. Nógvir av fiskastovnunum vit troyta, eru felagsstovnar, og hetta krevur samstarv við onnur lond um umsiting av hesum stovnum.

Umleið helmingurin av føroysku veiðini verður fiskað uttan fyri føroysku landleiðirnar, og umsitingin av nógvum av hesum stovnum fer fram í samstarvi við onnur lond. Bindandi millumtjóða samstarv er tí treytin fyri burðardyggari umsiting av ferðandi fiskastovnum. Tí er umráðandi, at vit hava ein virknan lut í teimum felagsskapum, sum viðgera teir fiskastovnar, ið hava ella kunnu koma at hava týdning fyri okkum, á ein hátt, sum í longdini tænir føroyskum áhugamálum.

Frá náttúrunar hond er fiskiskapur skiftandi, góður og minni góður. Men ringur fiskiskapur er ikki á øllum leiðum í senn. Tí er tað av alstórum týdningi at hava sínámillum fiskiveiðisáttmálar við onnur lond á høgum støði, so at útsving í fiskiskapi á einum øki ávirka samfelagið sum minst.

 

Umsetilig fiskirættindi

Stødd og røtt samanseting av veiðiflotanum má lagast eftir veiðimøguleikunum og verður best tryggjað við, at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt. Undantikin er tó útróðrarflotin undir 15 tons.

Í verandi skipan eru møguleikar fyri at keypa og selja fiskirættindi. Í fyrsta lagi kunnu fiskirættindi skifta eigara, tá veiðiloyvi verða flutt ella løgd saman. Tó er skott sett í soleiðis, at veiðiloyvi ikki kunnu flytast frá førum undir 40 tons til før størri enn 40 tons og øvugt. Í øðrum lagi kunnu fiskirættindi lænast ella leigast innan fyri høvuðsbólkarnar upp til 10 ár í senn. Í triðja lagi kunnu fiskidagar flytast millum høvuðsbólkarnar, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Loyvt er tó ikki at flyta dagar frá húki til trol.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at virka fyri, at møguleikar vera fyri at leggja saman og flyta veiðiloyvi og at umseta fiskirættindi innan bólkar av fiskiførum. Skipanin skal tó broytast soleiðis, at trolbátar, partrolarar og møguliga lemmatrolarar frítt kunnu keypa og selja fiskirættindi sínámillum. Fiskifør omanfyri 15 tons, ið royna við húki, kunnu frítt keypa og selja sínámillum.

Markið, í sambandi við flyting og samanlegging av veiðiloyvum, verður flutt niður á 15 tons, soleiðis at tað ikki skal bera til at flyta fiskidagar frá fiskiførum undir 15 tons til fiskifør størri enn 15 tons og øvugt. 10 ára markið fyri at læna ella leiga fiskidagar og kvotur, verður tikið burtur. Skipanin við at læna ella leiga fiskidagar á landleiðunum, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum, verður varðveitt.

Við hesum verður miðað eftir at laga flotan til veiðimøguleikarnar, og á tann hátt røkka lívfrøðiligu og búskaparligu endamálunum í fiskivinnupolitikkinum. Kappingarføri og lønsemi skulu sum frá líður verða tryggjað við at tey útgerðarfeløgini, sum verða best rikin, umsita veiðirættindini. Dentur skal leggjast á, at tillagingin í størst møguligan mun fer fram eftir marknaðarbúskaparligum leikreglum, leys av politiskari smálutastýring. Uppgávan hjá tí almenna er at tryggja skynsama umsiting av fiskastovnunum og at seta karmarnar fyri umseting av fiskirættindum.

Ein skipan við umsetiligum fiskirættindum hevur nógvar fyrimunir, eins og hon kann hava óhepnar samfelagsligar avleiðingar við sær. Eitt nú at fiskirættindini verða miðsavnaði. Tí er umráðandi, at skipanin verður lagað soleiðis, at fyrimunirnir gerast sjónligari enn vansarnir.

Til tess at mótvirka óhepnu avleiðingunum, verður útróðrarflotin hildin uttan fyri umseting, og lógarreglur verða settar í verk sum áseta, at eingin kann eiga meira enn ávísan part av fiskiflotanum.

Dentur fer somuleiðis at vera lagdur á at fáa ein skipaðan marknað fyri fiskirættindi. Endamálið er m.a. at tryggja opinleika og gjøgnumskygni, tá fiskirættindi skifta eigara.

 

Eigaraviðurskifti í fiskiflotanum

Verandi reglur sum viðvíkja eigaraviðurskiftum í fiskiflotanum snúgva seg fyrst og fremst um, hvør kann eiga fiskifør undir føroyskum flaggi. Lógarverkið leggur stóran dent á, at tað skulu vera føroyingar, ið eiga og hava avgerðarrættin í fiskiflotanum. Endamálið við hesum ásetingum er at tryggja, at rætturin til fiskatilfeingið á føroysku landleiðunum, og rættindi aðrastaðni, eru á føroyskum hondum.

Haldast eigur fast um hesar ásetingar soleiðis, at úrtøkan av tilfeinginum í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til góðar.

 

Ráðgeving og grundarlagið undir avgerðum

Ein fyritreyt fyri skynsomum og nøktandi avgerðum á fiskivinnuøkinum er, at málini eru væl fyrireikað, og at umsiting og landsstýrismaður hava leitað sær ráð hjá sakkunnleikanum. Í verandi umsiting av fiskivinnuni eru tí stovnar, nevndir og ráð, sum ráðgeva landsstýrismanninum og umsiting í fiskivinnumálum.

Endamálið við hesum skipanum er m.a. at tryggja, at avvarðandi partar í málunum hava møguleika at føra síni sjónarmið fram.

Tann ráðgeving, ið verður fingin til vega í ráðum og stovnum, er av alstórum týdningi og eigur framhaldandi at verða ein partur av avgerðargrundarlagnum hjá umsiting og landsstýrismanni.

Men hetta merkir kortini ikki, at verandi skipanir við nevndum og ráðum eru lítaleysar. Virkast eigur fyri at gera neyðugar ábøtur, so skipanirnar eru smidligar og tæna sínum endamáli. Í tí sambandi umhugsar Fiskimálastýrið at broyta skipanina og mannagongdirnar í sambandi við áseting av fiskidøgum.

 

Virking umborð

Eftir lógini um vinnuligan fiskiskap er virking av veiði umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðunum bert loyvd eftir góðkenning frá landsstýrismanninum. Virking umborð er, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur. Higartil hevur landssýrismaðurin at kalla ongar umsóknir fingið um loyvi at virka fisk umborð á føroysku landleiðunum.

Hildið verður, at í summum førum er skilagott at virka veiðina umborð. Landsstýrismaðurin eigur tí framhaldandi at hava hesa heimild. Tað er tó umráðandi støðugt at meta um, hvør virking kann verða loyvd umborð á fiskiførum, uttan at hetta nervar aðalmálið um virking og arbeiðspláss á landi.

 

Trygd á sjónum og fiskiveiðieftirlit

Fiskimálastýrið er farið undir fyrireikingar at seta í verk eina fylgisveinaskipan at nýta í sambandi við trygd og eftirlit á sjónum á føroysku landleiðunum. Hetta er eisini ein liður í at fáa eina tilbúgvingarætlan upp at standa í sambandi við kolvetnisvirksemi í føroyskum sjóøki.

Gongdin seinastu árini hevur verið, at føroysk skip, ið fiska aðrastaðni, eru komin undir fylgisveinaeftirlit. Føroysk rækjuskip, sum fiska á Flemish Cap, hava verið undir eini skipan við støðugum fráboðanum um fylgisvein í nøkur ár.

Í 1999 kom í gildi fyriskipan innan fyri NEAFC, har kravt verður, at øll skip, sum fiska í NEAFC sjóøki, skulu vera undir eftirliti um fylgisvein. Eisini eru, ella verða, avtalur gjørdar við onnur lond (Noreg, ES og Russland), har føroysk skip koma undir eftirlit um fylgisvein, tá fiskað verður í teirra sjógvi.

Í NAFO-økinum er álagt rækjuskipum at hava eygleiðarar umborð. Fiskimálastýrið miðar eftir at fáa greiðari reglur um eygleiðarar, eitt nú um samsýningar og kostnaðir, og hvussu skipanin skal fíggjast. Talan kann eisini verða um at lata privatum hesa skipan at røkja.

 

Brot og revsireglur

Í lógini um vinnuligan fiskiskap eru revsireglur, ið áseta revsing í sambandi við brot á lógina. Í onkrum førum er staðfest, at ásetingarnar ikki eru nóg neyvar. Tí eigur at umhugsast, hvar tørvur møguliga er á broytingum í revsireglunum ella siðvenju.

Eitt nú hava nøkur mál verið fyri í rættinum, har ógreiða hevur verið um, hvussu hjáveiðan skal roknast. Hetta verður tikið upp til endurskoðan, soleiðis at neyðugu broytingarnar verða gjørdar.

Fiskimálastýrið fer at fyrireika broytingar av tí partinum í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum ásetir revsireglur.

Endamálið við revsireglum eigur at vera fyribyrgjandi, og tí er umráðandi at skipa revsireglurnar soleiðis, at tær veruliga tæna sínum endamáli.

 

Útskifting og nýíløgur í fiskiflotan

Miðalaldurin á fiskiførum er í flestu skipabólkum rættiliga høgur. Tørvur er tí á útskifting og nýíløgum í flotanum. Hetta hevur samanhang við fiskifør sum ein liður í matvøruframleiðslu, men ikki minst við fysiskar arbeiðsumstøður og trivnað umborð, sum aftur hevur týdning fyri kappingarstøðuna hjá flotanum á arbeiðsmarknaðinum.

Avgerandi fyritreytin fyri nýíløgum í heimaflotanum er, at raksturin í longdini er lønandi. Leikluturin hjá tí almenna í hesum høpi er ikki at veita beinleiðis stuðul til nýíløgur. Tað almenna eigur ístaðin at leggja høvuðsdentin á at umsita fiskatilfeingið, at býta veiðimøguleikar og at laga lógarkarmarnar hjá vinnuni á ein hátt, sum í størst møguligan mun ger tað møguligt hjá vinnuni at hava lønsaman rakstur, uttan studning ella onnur beinleiðis almenn inntriv.

Ein liður í at bøta um møguleikarnar fyri nýíløgum og útskifting er at gera møguleikarnar fyri keyp og sølu av fiskirættindum rúmari. Ein slík skipan kann gera, at teir ið sleppa úr vinnuni fáa pening, sum eftirverandi vinna skal gjalda. Tí eigur at umhugsast, at vinningur av sølu av veiðiloyvum skal setast í egnan íløgugrunn, sum innan ávíst tíðarskeið skal brúkast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Um ikki, verður avgjald lagt á. Hetta kann gera, at søla av veiðiloyvum kann vera við til at endurnýggja flotan ella, at sølan eisini kemur samfelagnum til góðar, tí avgjaldið fer í landskassan.

Hóast ein slík skipan kanska ikki í fyrsta umfari førir við sær kostnaðareffektiviseringar, eitt nú tí at høgir prísir á veiðitólum og fiskirættindum kann gera raksturin dýrari, so verður roknað við, at skipanin sum frálíður fer at gera, at vinnan kastar somikið av sær, at størri avlop er til nýíløgur.

Ein onnur uppgáva hjá myndugleikunum er at síggja til, at útskiftingin ikki førir við sær størri fiskiorku í flotanum. Hetta er serliga umráðandi í stýringini á føroysku landleiðunum, har grundvøllurin í fiskidagaskipanini er fiskiorkað og veiðievnini hjá fiskiførum og skipabólkum. Til tess at tryggja, at fiskidagaskipanin skal tæna sínum lívfrøðiliga og búskaparliga endamáli, er neyðugt at hava tamarhald á samlaðu fiskiorkuni.

 

Fiskivinnan á landi

Fiskivinnan á landi í Føroyum hevur verið fyri stórum broytingum í 1990-árunum. Høvuðsgongdin hevur verið, at farið er frá eini vinnu, sum í stóran mun varð rikin við fíggjarligum stuðli úr landskassanum, til eina vinnu sum í størri mun hvílir í sær sjálvari.

Burtursæð frá løggildingaruppgávum og eftirliti í tí sambandi, hevur almenni leikluturin í fiskivinnuni verið avmarkaður í 1990-árunum. Hetta avspeglar seg eisini í tí lutfalsliga lítla talinum av fyriskipanum, ið beinleiðis hava við henda partin av vinnuni at gera.

Tað almenna eigur ígjøgnum Framtaksgrunnin partapeningin í Føroya Fiskavirking. Stevnumiðið eigur at vera, at almenni leikluturin í fiskivinnuni verður niðurlagaður. Tí eigur at miðast eftir, at almenni partapeningurin í fiskivinnuni á landi verður seldur. Tílík søla eigur tó at fara varisliga fram.

Lønsemið í fiskivinnuni á landi er ein av fyritreytunum fyri at tryggja støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar um alt landið. Íkastið frá fiskivinnuni til at varðveita og menna burðardygg lokalsamfeløg er tí fyrst og fremst treytað av, at vinnan á landi kastar pengar av sær.

Tey komandi árini eigur dentur at leggjast á at menna og bjóða fólki áhugaverd og avbjóðandi arbeiðspláss í fiskivinnuni, og á tann hátt gera fiskivinnuna til eitt lokkandi arbeiðspláss, eisini hjá ungdóminum. Ein liður í hesum er at leggja størri dent á útbúgving, gransking og menning og førleika í vinnuni.

Stevnumiðið í fiskivinnupolitikkinum er, at vinnan á landi skal hvíla í sær sjálvari. Tað almenna skal stuðla vinnuni við at bøta um karmarnar fyri fiskiídnaðargransking, sum kann vera ein liður í at menna vinnuna og bøta um kappingarførið.

Tað almenna fer framhaldandi at virka fyri, at vinnuni verður veitt marknaðaratgongd, sum í minsta lagi er eins góð, sum hjá kappingarneytunum.

 

Gransking, menning og førleiki

Ein av størstu avbjóðingunum hjá føroyskari fiskivinnu tey komandi árini er at vaksa um virðisøkingina, t.e. at fáa meiri burturúr somu nøgd. Nýskapan og evni at tillaga seg broytiligar umstøður er ein fyritreyt fyri at varðveita og menna kappingarføri á marknaðunum. Dentur eigur tí at leggjast á at menna førleikastigið.

Fiskimálastýrið fer tí tey komandi árini at leggja seg eftir at bøta um karmarnar fyri gransking og menning innan fiskivinnuna. Hetta skal fara fram í tøttum samstarvi við vinnuna. Tað skal fyrst og fremst vera vinnan sjálv, sum tekur stig til verkætlanir, grundað á egnan tørv.

 

Ein liður í hesum er at leggja eina miðvísa ætlan fyri nýtslu av tí peningi, ið verður játtaður á fíggjarlógini til fiskivinnugransking- og menning. Peningurin eigur í størri mun enn higartil at verða markaður til ymisk øki, sum granskarar og vinnan meta vera tey mest áhugaverdu at satsa uppá. Samstarv og samskipan eru fyritreytirnar fyri at røkka málinum um gransking og menning, sum ein liður í at fáa virðisøking í vinnuni.

Fiskivinnan er fjøltáttað, og tað eru nógv ymiskt viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvussu leikur fer í vinnuni. Granskingar- og menningarvirksemi eigur tí at fevna um øll lið og allar tættir í vinnuni, tvs. livandi tilfeingið í sjónum og umhvørvið tess, fiskiveiði, fiskiídnað, marknað og onnur viðurskifti í sambandi við fiskivinnu.

 

2. Fiskiskapurin á føroysku landleiðunum -tilfeingi og skipan

2.1 Tilfeingisgrundarlag og veiðimøguleikar á landleiðunum

Høvuðsgrundarlagið undir fiskiskapinum hjá føroyskum skipum á føroysku landleiðunum er:

 

Botnfiskur undir Føroyum

Veiðan av botnfiski undir Føroyum hjá føroyskum skipum, í høvuðsheitinum eftir 16 fiskasløgum, minkaði úr 125 túsund tonsum í 1985 niður í 64 túsund tons í 1994, og er síðani vaksin aftur til 94 túsund tons í 1997. Nøgdirnar av hvørjum fiskaslagi eru broyttar lutfalsliga meira enn veiðan í alt. Gongdin í fiskiskapinum hesi árini vísir, at stovnarnir eru fullnýttir, og roknast kann ikki við størri heildarveiði av vanligastu botnfiskasløgunum enn innan hesi mørk.

 

Uppsjóvarfiskastovnar

Føroyar eiga strandarlandarætt í uppsjóvarfiskastovnunum svartkjafti, norðhavssild og makrelinum. Um makrel og norðhavssild er semja millum strandarlondini um býtið av eini heildarkvotu, og eisini um meginreglur fyri ásetan av heildarkvotum -"Harvest Controle Rules". Um svartkjaft er enn eingin semja millum strandarlondini um býti av eini heildarkvotu, og heldur ikki um, hvussu hon skal setast.

Støðan í uppsjóvarstovnunum í løtuni er, at gýtingarstovnurin av norðhavssild er í minking og tí eisini heildarkvotan (úr 1.250.000 tonsum í 2000 niður í 850.000 tons í 2001). Søguliga hevur gongdin í norðhavssildini verið, at tað hava verið fleiri ár við vánaligari tilgongd, og síðani við einum millumbili uppá 8-10 ár, eru 1-2 góðir árgangir komnir undan. Árini við vánaligari tilgongd minkar stovnurin av náttúrligum ávum og fiskiskapi, og meginreglan fyri ásetanini av heildarkvotu miðar eftir at halda stovnin á eini forsvarligari stødd, til góðir árgangir eru komnir undan aftur.

Gýtingarstovnurin av makreli er hampuliga væl fyri sum er, og meginreglan fyri ásetan av heildarkvotuni miðar eftir at halda stovnin á sama støði framyvir. Strandarlondini, Føroyar, Noreg og ES, komu ásamt um at áseta heildarkvotuna fyri 2001 til 574.000 tons. Heildarkvotan fyri 2000 var 560.000 tons.

Vegna sera góða tilgongd í árunum 1995-1997 hevur gýtingarstovnurin av svartkjafti verið sera væl fyri seinnu árini. Fiskiskapurin hevur verið góður bæði í ES, føroyskum, íslendskum og altjóða sjógvi, og tilsamans eru síðstu trý árini fiskaðið millum 1 og 1,3 mió. tons hvørt árið. Út frá fiskiskapinum eftir svarftkjafti síðstu 20-25 árini er tó mest sannlíkt, at stovnurin ikki ber ein fiskiskap í miðal uppá meiri enn 600-650 tús. tons um árið, og NEAFC hevur út frá hesum sett eina heildarkvotu uppá 650 tús. tons. Tilgongdin til stovnin síðstu trý árini tykist at vera undir miðal, og við verandi veiðitrýsti er mest sannlíkt, at stovnurin kemur at minka skjótt komandi árini. Fiskiskapur eftir svartkjafti hevur verið øll árini undir Føroyum, eisini tá stovnurin hevur verið lítil. Men lønsemi í fiskiskapinum er munandi verri tá, enn tá stovnurin er væl fyri.

 

 

2.2 Fyrivarnisreglan og tilvísingarmørk

 

Eitt av stýringsamboðunum í framkomnari fiskiveiðiumsiting er meginreglan um fyrivarni. Henda er allýst í grein 6 í ST-avtaluni frá 10. desember 1982, um varveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum. Avtalan er staðfest á Føroya Løgtingi 28. apríl 2000. Grein 6 ásetur, at fyrivarnismeginreglan skal nýtast í breiðum høpi, til tess at tryggja livandi tilfeingi í havinum, og at trot á haldgóðum vísindaligum upplýsingum ikki skal nýtast sum grundgeving fyri at lata vera við at fara undir varðveitingar- og umsitingartiltøk. Luttakaralondini hava skyldu at nýta tær vegleiðingar, sum eru í ískoytinum til avtaluna.

Fyrivarnisreglan hevur bæði eina lívfrøðiliga og samfelagsliga síðu. Lívfrøðiliga miðar hon eftir, at gýtingarføri parturin av einum fiskastovni altíð er nóg stórur til, at hann er førur fyri at endurnýggja seg sjálvan. Fyri samfelagið, og búskaparliga, er endamálið at tryggja so langt sum gjørligt, at inntøkurnar og veiðigrundarlagið eru so støðug sum gjørligt.

Ein treyt fyri fyrivarnisregluni er, at ein veiðisetningur (catch control rule) verður settur um, hvussu stóran part av hvørjum fiskastovni sær, ráðiligt er at fiska í miðal hvørt árið, og at veiðiorkan verður lagað til hesa nøgd. Fyri tosk og hýsu undir Føroyum er hesin í løtuni 33% í tali.

Grundarlagið undir ásetan av einum veiðisetningi er vísindaliga grundaðar stovnsmetingar saman við metingum av samfelagsliga tørvinum í eitt ávíst áramál fram í tíðina. Í Føroyum hevur fiskivinnan so stóran týdning fyri búskapin, at fyrivarnisreglan kann ikki bert virka eftir lívfrøðiligum metingum. Samfelagið er so viðbrekið, at tað tolir ikki ov stór útsving. Tess vegna mugu samfelagsligu og lívfrøðiligu fyrivarnini samspæla.

Stovnsmetingar byggja á vitan um gongdina í fiskastovnunum út frá tilfari savnað inn av fiskrannsóknarstovum, frá fiskiskapinum og frá havrannsóknarskipum. Fyri týdningarmestu fiskastovnarnar verður tilfarið viðgjørt og góðskumett av altjóða ráðnum fyri havgransking (ICES).

Aftur til 1960 eru talgreinaðar stovnsmetingar av toski, hýsu og upsa undir Føroyum. Hetta er veiðan í tali í aldursbólkum, roknað frá sýnum frá avreiddari veiði, veiða uppá veiðiorku frá dagbókum og yvirlitstrolingum, broytingar í vøkstri og búning ár um ár.

Stovnsmetingarnar kunnu vísa, hvussu hart stovnarnir hava verið troyttir (veiðitrýstið), hvussu stórir gýtingarstovnarnir hava verið, úrslitið av gýtingunum (tilgongdin) og vøkstur. Fyri hinar stovnarnar byggja metingarnar á gongdina í fiskiskapinum og tilfar frá yvirlitstrolingunum við Magnusi Heinasyni.

Metingar um útlitini byggja á yngulkanningar og yvirlitstrolingar, fortreytir um vøkstur og búning (ofta søgulig tøl) og fiskiskapin í árinum

Útrokningar, ið byggja á sýni, hava størri og minni óvissu við sær, alt eftir hvussu gott tilfarið er, og hvussu náttúrligu umstøðurnar víkja frá fortreytunum, sum vórðu nýttar í útrokningunum. Hetta er serliga óvissan um, hvussu góð ella ring tilgongdin er og munir í vøkstri og kynsbúning frá einum ári til annað.

 

 

Á hvørjum ári verður umframt støðuna í árinum eisini gjørd ein nýggj meting fyri øll árini, tøl eru fyri. Hesar vísa, at meðan nýggju metingarnar av seinastu 2-4 árunum av óvissunum kunnu broytast nakað, so broytast metingarnar av, hvussu støðan í stovnunum var 4-5 ár aftur í tíðina einki. Til taks er sostatt vitan fyri 35-36 ár um broytingarnar í gýtingarstovni, tilgongd, veiðitrýsti, kynsbúning og vøkstri. Í umsitingini av fiskastovnunum er neyðugt at taka hædd fyri óvissuni í stovnsmetingunum, og hetta er serliga galdandi, tá veiðitrýstið er stórt.

Fiskifrøðin (ICES) hevur fyri hvønn fiskastovn, sum metingarnar eru um, roknað tilvísingarmørk, ið kunnu nýtast til eina trygga umsiting av avvarðandi stovni. Hesi eru at rokna sum ávaringarskelti, ið mæla til at tátta í ferðina ella heilt at steðga. Eitt av hesum er tað minsta gýtingarstovnurin kann vera, áðrenn fiskiskapurin má halda uppat (Blim). Hetta verður vanliga sett til tað minsta, gýtingarstovnurin hevur verið roknaður til nakrantíð í stovnsmetingunum. Eitt annað er, tá gýtingarstovnurin er mettur so lítil, at óvissan í stovnsmetingunum ger, at hann kann vera í vanda (Bpa). Í hesi støðu verður mælt til fyrivarni við at tátta í fiskiskapin og at leggja eina ætlan fyri at menna gýtingarstovnin aftur yvir nøkur ár. Eitt triðja mark er um veiðitrýstið (Flim). Hetta sigur út frá søguligu gongdini, hvussu hart tað ber til at troyta stovnin, uttan at møguleikin verður ov stórur, fyri at gýtingarstovnurin verður minni enn Bpa.

Tilvísingarmørkini byggja á søgulig tøl frá stovnsmetingunum um gýtingarstovn, tilgongd, vøkstur og búning, og tey eru tí ymisk frá stovni til stovn, og eisini fyri somu fiskasløg í ymiskum økjum. T.d. tosk undir Føroyum, Íslandi og í Barentshavinum. Meiri og meiri verður vanligt út frá hesum at gera veiðisetningar. Hetta hava strandarlondini gjørt fyri norðhavssild og makrel.

 

Í botnfiskaveiðini undir Føroyum verða fleiri fiskasløg fiskaði saman í størri og minni nøgdum. Samansetingin broytist við øki, stødd á stovnum og reiðskapi. Fiskidagaskipanin, ið mest stýrir fiskiskapinum eftir toski, hýsu og upsa, miðar eftir yvir eitt áramál at røkka veiðisamansetingini fyri hvørt av hesum fiskasløgum sær, hóast frávik í hvørjum einstøkum ári. Endamálið er so hvørt at laga dagaskipanina til, so at fiskiorkan verður hóskandi ella optimal.

 

Í eini skipan, har fiskiskapurin verður avmarkaður í roynd mótvegis nøgd, má loyvda royndin stillast til ta sannroynd, at tað altíð fer fram ein effektivisering av fiskiskapinum, bæði líðandi og viðhvørt í lopum. Yvir tíð sæst henda effektivisering aftur í stovnsmetingunum, men fyri at kanna og fylgja við henni ár um ár krevst, at fylgt verður gjølla við broytingunum í mannagongdunum í fiskiskapinum (dagbøkur) og í veiðitøkni. Effektiviseringin sæst ikki fyrr enn hon er framd, og veiðitrýstið er vorðið hægri enn ætlað. Skipanin krevur tí, at fyrivarni er tikið fyri hesum.

 

Ein lívfrøðiliga burðardyggur fiskiskapur undir Føroyum í framtíðini krevur tí, at fylgt verður væl við í gongdini í fiskastovnum og fiskiskapi.

Landsstýrið fer at halda fram við arbeiðnum at finna eina fiskiorku í veiðini eftir botnfiski undir Føroyum, sum í longdini gevur lønsemi.

 

 

2.3 Lógin um vinnuligan fiskiskap

Søguligt baksýni

Spurningurin um fiskiveiðistýring á føroysku landleiðunum kom ikki av álvara á politisku dagsskránna fyrrenn eftir, at fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977. Sjálv fiskimarks-útflytingin í 1977 var eitt framstig, men stóra avbjóðingin var at finna tey stýringsamboð, ið kundu tryggjað skynsama gagnnýtslu av fiskastovnunum á heimaleiðunum. Síðani miðskeiðis í 1970-árunum hava fleiri sløg av stýringsamboðum verið nýtt í fiskivinnupolitikkinum.

Í fyrstuni vóru høvuðsamboðini økisfriðingar og tekniskar reguleringar (meskar, minstamát o.t.). Hesar skipanir eru við tíðini broyttar og víðkaðar.

Í 1987 kom fyrsta kunngerðin um veiðiloyvi. Eftir kunngerðini, sum varð broytt í 1993, er ásett, at fyri at reka vinnuligan fiskiskap við fiskifari undir føroyskum flaggi, krevst veiðiloyvi. Frammanundan kundu øll, ið vildu, fara undir vinnuligan fiskiskap.

Til tess at tálma veiðitrýstinum varð í 1982/83 sett forboð móti innflutningi av fiskiførum. Eina tíð var ein skipan við legudøgum galdandi.

Eitt, ið hevði alstóran týdning fyri gongdina í vinnuni, vóru stuðulsveitingarnar úr landskassanum til fiskivinnuna. Talan var um rættiliga stórar upphæddir, sum t.d. í 1984 svaraðu til ein góðan triðing av fíggjarlógini ella 9-10% av BTÚ. Í tíðarskeiðnum 1980-1990 vórðu tilsamans játtaðar o.u. 3,8 mia. kr. til fiskivinnuna á fíggjarlógini, effektivu veðhaldini ikki íroknað.

Tann skipan, sum helst hevði størstu beinleiðis ávirkan á troytanina av fiskastovnunum á føroysku landleiðunum var Ráfiskagrunnurin og aðrir prís-, rakstrar- og manningarstudningar.
Ráfiskagrunnurin, sum var ein partur av sonevndu heildarloysnini í 1975, bar í sær, at nevndin fyri grunnin ásetti minstuprísir á ráfiskinum, ið varð avreiddur í Føroyum. Eydnaðist keyparanum ikki at veita henda minstaprís, var munurin goldin úr grunninum, og um avreiðingarprísurin lá omanfyri, varð goldið inn í grunnin. Í 1983 varð lógin fyri grunnin broytt soleiðis, at ein við prísásetingini eisini kundi stýra fiskiorkuni frá hýsu og toski yvir á bíligari og lítið troytt fiskasløg (upsa, kongafisk og blálongu).

Í 1985 kom Studningsnevndin afturat. Uppgávan hjá hesi nevndini var at umsita hinar játtanirnar á fíggjarlógini til studning til manning og rakstur av føroyskum fiskiførum.

Á heysti 1990, tá tað var farið at sansa at í fíggjarorku landskassans, og tær óhepnu avleiðingarnar av studningsveitingunum gjørdust sjónligari, vórðu fleiri nýggjar lógir fyri fiskivinnuna samtyktar, sum m.a. bóru í sær, at skipanin við Ráfiskagrunninum og Studningsnevndini vórðu avtiknar. Íløgustuðulin var í gildi í nøkur ár fyrst í 1990-árunum, men sum frá leið minkaði studningurin til fiskivinnuna, og í dag verður lítil og eingin beinleiðis studningur veittur vinnuni.

Fram til endan á 1980-árunum átti tað almenna ein stóran lut í fíggingini av fiskiflotanum. Umframt privata fígging í bankum o.t. var nýbygging og umbygging av fiskiførum í flestu førum stuðlað við lagaligum lánum og veðhaldum úr landskassanum. Lán vórðu veitt fiskiførum úr grunninum til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, sum stuðulslán, kurstapslán og likviditetslán. Í øðrum førum vórðu veitt serlig kreppulán.

Sum ein liður í at laga fiskiorkuna til tað, ið grunnarnir kundu bera, veittu myndugleikarnir upphøggingarstuðul til fiskifør. Í figgjarárunum 1988-1990 vórðu einar 274 mió. kr. útgoldnar og 55 fiskifør (svarandi til o.u. 7.800 BRT) fingu upphøggingarstuðul. Hetta svaraði til umleið 90% av samlaða niðurskurðinum í bruttotonsatalinum í flotanum í tíðarskeiðinum. Tey fiskifør, ið fingu upphøggingarstuðul vóru yvirhøvur eldri skip við einum miðaldri millum 28 og 30 ár. Upphøggingarstuðulin førdi við sær, at bruttotonsatalið í fiskiskipaflotanum minkaði við 10% í tey tvey árini, upphøggingarstuðul varð latin.

Tá farið var inn í 1990-árini broyttust umstøðurnar hjá feskfiskavinnuni nógv. Prís- og rakstrarstuðul varð avtikin, uppboðssølurnar komu, útflutningsprísirnir á fiski og fiskavørum vóru yvirhøvur lágir, og minni var at fáa av vanligu botnfiskasløgunum á landleiðunum.

Ringa støðan hjá feskfiskavinnuni var ein av orsøkunum til, at grundarlagið varð tikið undan bankaskipanini í 1992/93. Og tað, ið hendi í kjalarvørrinum av bankaskrædlinum fekk eisini týdning fyri fiskiveiðistýringina á føroysku landleiðunum. Ein av treytunum fyri, at danska stjórnin vildi átaka sær at fíggja endurreisingina av bankaskipanini, og endurfígging av uttanlandsskuld landskassans var, at landsstýrið bant seg til at fremja broytingar í fiskivinnupolitikkinum. Úrslitið varð, at lógin um vinnuligan fiskiskap varð sett í gildi í mars 1994.

Lógin var ein rammulóg, sum fevndi um at kalla øll viðurskifti, ið høvdu týdning fyri skipanina av fiskiskapinum á føroysku landleiðunum og uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Tann mest kollveltandi broytingin, tá lógin kom í 1994, vóru ásetingarnar um, at mest loyvd veiða (MLV) skuldi setast í fiskiskapinum eftir toski, hýsu, upsa og kongafiski á landleiðunum. MLV’ið skuldi síðani býtast sundur í kvotur fyri skipabólkar og skip eftir einum nærri ásettum býtislykli.

Kvotuskipanin kom ongantíð at virka. Og í 1995 var misnøgdin við skipanina so stór, at vinnan á sjónum setti fram krav um, at kvotuskipanin varð avtikin. Úrslitið av hesum varð, at landsstýrið í november 1995 setti eina nevnd, sum skuldi koma við tilmæli um eina nýggja reguleringsskipan. Ein samd nevnd legði tilmæli fram í februar 1996 um eina skipan við fiskidøgum.

 

Á vári 1996 varð uppskot lagt fyri tingið um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum í høvuðsheitum fylgdi tilmælinum frá Skipanarnevndini. Við einstøkum broytingum tók ein meiriluti á Løgtingi undir við uppskoti landsstýrisins, og fiskidagaskipanin avloysti kvotuskipanina 1. juni 1996.

 

Virkisøki og endamál lógarinnar

Lógin um vinnuligan fiskiskap fevnir um vinnuligt at gagnnýta livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, sum Føroyar hava uttan fyri føroysku landleiðirnar. Lógin fevnir somuleiðis um at gagnnýta livandi tilfeingið í føroyskum áum og vøtnum. Lógin fevnir ikki um at gagnnýta hval, kóp, fugl og alifisk.

Fyri stovnar, sum ferðast um fiskimark ella bert ferðast í altjóða sjógvi, verður dentur lagdur á millumlandasamstarv í samljóði við altjóða havrættin, og á at samstarva við onnur lond um skipan fyri fiskiskapi á ávísum havleiðum og eftir ávísum fiskasløgum, fyri at tryggja somu endamál, sum nevnd eru í stk. 1 í hesi grein.

Í umsitingini av lógini verður dentur lagdur á, … at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið (§ 2).

Endamálini eru sostatt fleiri:

Greitt er, at tey trý høvuðsendamálini, kunnu vera í andsøgn hvørt við annað og, kunnu ikki røkkast til fulnar samstundis.

 

Fiskivinnupolitikkurin kemur til sjóndar í samanspælinum millum tey ymisku málini, hvussu málini verða raðfest, og hvørji stýringsamboð verða nýtt fyri at røkka málunum.

 

Meginreglur og stýringsamboð

Til tess at røkka teimum ymisku endamálunum í lógini um vinnuligan fiskiskap eru fleiri sløg av reguleringum settar í verk, bæði í sjálvari lógini og í kunngerðum við heimild í lógini:

 

Veiðiloyvi og fiskiloyvi

Veiðiloyvi er góðkenning, ið verður veitt fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar. Veiðiloyvið er ein góðkenning av einum skipi til at reka fiskiskap. Veiðiloyvið sigur, hvar viðkomandi fiskifar hevur loyvið at fiska og í ávísum føri við hvørjum reiðskapi. Haraftrat er veiðiloyvið treytað av løggilding sambært matvørulógini..

Ein kunngerð er galdandi á hesum økinum, sum ásetur tey ymisku sløgini av veiðiloyvum (kunngerð nr. 54 frá 26.03.1993 um veiðiloyvi til føroysk fiskiskip).Veiðiloyvið fylgir vanliga við skipinum í sølu millum føroysk reiðarí. Veiðiloyvir kunnu leggjast saman smb. § 8 í lógini. Høvuðsendamálið við veiðiloyvisskipanini er at avmarka fiskiorkuna ella talið av fiskiførum. Í § 31 í lógini um vinnuligan fiskiskap er ásett, at talið av veiðiloyvum, ið koma undir fiskidagaskipan og skipan við hjáveiði eftir botnfiskasløgum á føroysku landleiðunum í hvørjum bólki av fiskiførum, er talið av veiðiloyvum, sum var útskrivað frá landsstýrinum 1. januar 1995.

 

Fiskiloyvi verður latið eigara av fiskifari og tilskilar, hvussu nógvar fiskidagar ella, hvussu stóra kvotu fiskifarið hevur av ávísum fiskasløgum á ávísum leiðum. Høvuðsreglan er, at viðkomandi fiskifar skal hava veiðiloyvi, men í lógini er eisini heimild at lata eigara av fiskifari, sum ikki hevur veiðiloyvið, fiskiloyvi, soleiðis at veitt verða fyribils ella avmarkað rættindir at veiða ávísa nøgd/dagatal úr fiskastovnum á ávísum leiðum í ávísum fiskiári. Eigari av fiskifari við veiðiloyvi kann hava fleiri fiskiloyvi til ymiskan fiskiskap.

 

 

Í sambandi við loyvisskipanina, skal vera lagt afturat, at í § 13 í lógini um vinnuligan fiskiskap er ásett, at rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiði, hevur gildi í 10 ár í senn. Í viðmerkingum til uppskotið til broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum varð lagt fyri Løgtingið í august 1998, skal ásetingin í § 13 skiljast soleiðis, at játtan um fiskirættindi til fiskifør 15 tons og størri verður latin fyri 10 ár í senn galdandi frá fiskiársins byrjan. Í fiskiloyvi verða rættindini fyri inniverandi fiskiár talfest, tvs. at kvotan ella fiskidagatalið hjá loyvishavara kann verða broytt samsvarandi broytingum í MLV’num ella broytingum í samlaða talinum av fiskidøgum á føroysku landleiðunum. Árið eftir verða rættindini aftur givin fyri næstu 10 árini, og fiskirættindini tað árið talfest o.s.fr.

 

 

Fiskidagar

Fiskidagar er høvuðsamboðið í stýringini av botnfiskiskapinum á føroysku landleiðunum. Endamálið við fiskidagaskipanini er at tálma royndina, mótsett fiskikvotum, sum seta hámark fyri, hvussu nógv kann fiskast. Grundarlagið undir fiskidagaskipanini eru útrokningar av, hvussu stórt veiðitrýst eitt miðalfiskifar í hvørjum skipabólki fremur hvønn dag. Fyri hvørt fiskiár verður tillutað skipabólkum ella einstøkum fiskiførum í hvørjum bólki eitt ávíst dagatal.

 

 

Felags kvotupartar, egin kvotupartur, hjáveiðipartar og egin hjáveiðikvota (fiskikvotur)

Fiskikvotur hava sum endamál at avmarka, hvussu nógv verður fiskað úr fiskastovnunum. Kvotuskipanir verða fyrst og fremst nýttar í føroyskum fiskiskapi á fjarleiðum, bæði sum felagskvotur og sum egnar kvotur. Tær verða eisini brúktar í stýringini av fiskiskapinum í føroyskum øki. Í hummaraveiði á firðum og sundum verður sett árskvota, sum síðani verður býtt út á bátarnar sum egnar kvotur. Í seinastuni hava lemmatrolarar verið undir eini skipan við egnari hjáveiðikvotu.

 

 

Økisfriðingar, hjáveiðireglur og tekniskar reguleringar

Sambært §§ 9 og 9a og kunngerðum við heimild í hesum greinum verða ásettar økisfriðingar, tekniskar reguleringar, herundir reglur um minstamát á fiski og mest loyvdu hjáveiði av ávísum fiskasløgum. Økisfriðingar hava tvinni endamál. Í summum førum er høvuðsendamálið lívfrøðiligt. Her kann talan vera um gýtingarfriðingar, steinging av leiðum við ungfiski ella, at beinleiðis veiða eftir ávísum fiskasløgum bert er loyvd uttan fyri ávísa dýpdarlinjur. Í øðrum førum er endamálið at halda ymiskan reiðskap atskildan, eitt nú húk og trol.

Tekniskar reguleringar er tann stýringshættur, sum hevur verið nýttur longst í fiskiskapinum undir Føroyum og í fiskiskapi yvirhøvur. Tekniskar reguleringar fevna fyrst og fremst um ásetingar um reiðskap (meskar o.t.) og minstamát á fiski. Tær eru grundaðar á eina fatan um, at úrtøkan í veiðini gerst størri, um fiskurin ikki verður veiddur, fyrrenn hann hevur rokkið eini stødd.

 

Teknisku reguleringarnar, ið galda á føroysku landleiðunum, eru ásettar í kunngerðum.

 

 

Áseting av fiskidøgum og vegleiðandi býtið av rættinum til tilfeingið á landleiðunum

Sambært §§ 27-29 verða ásettir fiskidagar og vegleiðandi býtið av rættinum til tilfeingið á føroysku landleiðunum.

Vegleiðandi býtið av rættinum til tilfeingið millum bólkar av fiskiførum, ið royna á føroysku landleiðunum, er ásett í § 28 í lógini. Síðani býtið gjørdist vegleiðandi, er týdningurin broyttur.

 

Tær økisfriðingar, ið galda á føroysku landleiðunum eru ásettar í sjálvari lógini og í kunngerðum, sum hava heimild í lógini. Økisfriðingar hava til endamáls at stýra býtinum av høvuðsfiska-sløgunum tosk, hýsu og upsa við stongdu leiðunum. Økisfriðingarnar eru inni í lógini, og sum er, kunnu stongdu økini bara víðkast.

 

 

 

Umsetilig fiskirættindi

Umseting av fiskidøgum og kvotum er loyvd sambært lógini um vinnuligan fiskiskap (§ 8 og §§ 12-17). Í fyrsta lagi ber til at flyta fiskidagar ella kvotur í sambandi við samanlegging ella flyting av veiðiloyvum (§ 8). Her er talan um varandi flyting av fiskimøguleikum. Í øðrum lagi kunnu fiskidagar og kvotur umsetast millum fiskifør í sama skipabólki upp til 10 ár í senn (§ 14 og § 15). Sambært § 13 verða umsett fiskirættindi latin fyri 10 ár í senn og verða endurnýggjað árið eftir, fyri næstu 10 árini, og verða fiskirættindini talfest á hvørjum ári. Í triðja lagi er loyvt at umseta fiskidagar millum bólkar av fiskiførum, tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum (§ 14).

 

 

2.4 Fiskiloyvi á føroysku landleiðunum

Fiskiloyvi og fiskidagaskipanin

Høvuðsamboðið í stýringini av botnfiskaveiðini á føroysku landleiðunum er fiskidagaskipanin, sum varð sett í verk í 1996. Skipanin ber í sær, at løgtingið ásetir fiskidagatal fyri hvørt fiskiár (1.sept. til 31.aug.). Dagarnir verða síðani tillutaðir bólkum av fiskiførum. Í bólkunum verða dagarnir býttir javnt millum fiskiførini í bólkinum, smærru útróðrarbátarnir undantiknir.

Talva 2.1 Tillutaðir og brúktir fiskidagar á føroysku landleiðunum 1997/98, 1998/99 og 1999/00
 

1997/1998

1998/1999

1999/2000

Tal av fiski-loyvum

Fiskidagar

Tal av fiski-loyvum

Fiskidagar

Tal av fiski-loyvum

Fiskidagar

Tillutað

Brúkt

Tillutað

Brúktir

Tillutað

Brúktir

Partrolarar

34

7.199

6.450

31

6.839

5.923

33

6.839

6.519

Línuskip

19

2.660

2.535

19

2.527

2.299

19

2.527

2.193

Útróðrarbátar 15-40

56

4.696

2.523

56

4.461

2.332

46

4.461

2.357

Útróðrarbátar yvir 40

45

4.632

4.197

45

4.400

3.789

43

4.400

3.915

Útróðrarbátar undir 15

877

23.625

16.464

1267

22.444

9.231

742

22.444

13.717

Føroya Banki

69

1.980

1.095

84

2.310

966

68

1.905

700

Sum tað sæst á talvu 2.1 eru summir bólkar, sum at kalla fullnýta tillutaðar dagar, meðan talið av avlopsdøgum er stórt í øðrum bólkum. Til tess at gera skipanina smidligari, verður miðað eftir at laga lóggávuna soleiðis, at hon forðar fyri, at tillutaði rættindi liggja óbrúkt. Hetta kann m.a. gerast við at seta sum treyt, at um eigari av fiskifari ikki hevur brúkt ella latið øðrum ein ávísan part av tillutaðum veiðimøguleikum í eitt nærri tilskila tíðarskeið, fella rættindini aftur til bólkin. Ella um eigari ikki nýtir tillutaði rættindi, hevur viðkomandi skyldu at bjóða tey fram til sølu á einum marknaði fyri fiskirættindi.

 

 

Vegleiðandi býtið

§ 28, stk. 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at rætturin til tilfeingið á føroysku landleiðunum verður roknað vegleiðandi hvørjum høvuðsbólki sær, eftir prosentbýti av fiskastovnunum toski, hýsu, upsa og kongafiski. Hetta býtið varð upprunaliga nýtt sum grundarlag undir býtinum av kvotum millum bólkarnar av fiskiførum í 1994. Síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi, er býtið gjørt vegleiðandi.

Talva 2.2 vísir hetta býtið saman við einum yvirliti yvir, hvussu veiðan varð býtt millum skipabólkarnar fiskiárini 1997/98 til 1999/2000.

Talva 2.2: Vegleiðandi býtið og veiðan 1997/1998, 1998/1999 og 1999/2000
Bólkur Heiti

Fiskiár

Toskur

Hýsa

Upsi

Í lóg

veiða

Í lóg

veiða

Í lóg

veiða

1

Lemmatrolarar 1997/98

4

5,1

1,75

2

13

16,6

    1998/99

4

8,3

1,75

4,8

13

15,2

    1999/00

4

13,9

1,75

5,4

13

12,3

2

Partrolarar 1997/98

21

16,5

10,25

18,3

69

73

    1998/99

21

18,2

10,25

17,4

69

76,3

    1999/00

21

23,0

10,25

25,0

69

82,2

3

Línuskip 1997/98

23

29,4

28

39,9

0

0,2

    1998/99

23

28,7

28

41,4

0

0,3

    1999/00

23

16,2

28

34,8

0

0,2

4

Útróðrarbátar yvir 15 tons 1997/98

31

30

34,5

23,6

11,5

8,9

    1998/99

31

27,9

34,5

24,2

11,5

7,8

    1999/00

31

31,9

34,5

25,8

11,5

4,8

5

Útróðrarbátar undir 15 tons 1997/98

20

17,9

23,5

16,2

6

1,3

    1998/99

20

15,6

23,5

12,2

6

0,4

    1999/00

20

13,1

23,5

9,0

6

0,6

6

Onnur 1997/98

1

1,1

2

0

0,5

0

    1998/99

1

0

2

0

0,5

0

    1999/00

1

1,9

2

0

0,5

0

 

Vegleiðandi býtið av fiskasløgum millum skipabólkar í lógini um vinnuligan fiskiskap, stavar sum nevnt frá tíðini, tá kvotuskipanin var í gildi. Undir kvotuskipanini bar til at halda seg til býtið. Men í fiskidagaskipanini eru ongar reguleringar av veiðinøgdum. Fiskiskapurin og býti av fiskasløgum í veiðini kann vera ójavnt frá einum ári til næsta. Hetta ger, at tá gjørt verður upp fyri fiskiárið, eru vanliga frávik millum veiðisamansetingina og býtið millum bólkarnar og fyriskrivaða býtið. Í verandi regluverki eru ongar nærri ásetingar um, hvussu stór frávikini kunnu vera, áðrenn tiltøk skulu setast í verk ella, hvussu fram skal farast fyri at rætta býtið uppaftur.

Við økisfriðingum ber til at regulera býtið millum skipabólkarnar. Men hildið verður ikki, at hetta stýringsamboð er serliga hóskandi at nýta til at regulera býtið. Hetta kemst av, at nógvar av økisfriðingunum eru ásettar við lóg (trolfríu økini). Umsitingarligu heimildirnar eftir lógini at gera broytingar, eru avmarkaðar til at víðka friðingarnar við tíðaravmarkingum fyri allar veiðihættir hjá øllum fiskiførum (§ 9a, stk. 2). Sostatt ber ikki til at víðka ella skerja rásarúmið hjá einum einstøkum bólki av fiskiførum, til tess at halda seg til vegleiðandi prosentbýtið í lógini, tí allir veiðihættir skulu viðgerast eins. Harafturat – og grundað á stevnumiðið um, at fiskiveiðireglurnar skulu vera støðugar – er tað óheppið at broyta økisfriðingarnar, ásettar í kunngerðum, frá einum ári til annað.

Tað eru eisini onnur viðurskifti, ið gera, at skeivleikar og frávik kunnu koma í býtið. Eitt nú er hugsandi, at rúmari møguleikar at keypa og selja fiskirættindi millum skipabólkar sum frá líður fer at gera, at torført verður at halda seg innan fyri leiðbeinandi býtið í lógini. Vegleiðandi býtið kann í tí sambandi eisini gerast ein forðing fyri, at búskaparliga tillagingin av flotanum kann fara fram eftir marknaðartreytum.

Ein grundleggjandi fortreyt fyri at reka lønandi vinnuvirksemi er, at ávísir møguleikar alla tíðina eru fyri at laga virksemið eftir broyttum marknaðarumstøðum og broytingum í fiskatilfeinginum. Vegleiðandi býtið, sum í stóran mun er grundað á eitt søguligt veiðimynstur, er í sjálvum sær eingin trygd fyri lønsemi ella størstu samfelagsligu úrtøkuni úr tilfeinginum. Í ringasta føri kann fyriskrivaða býtið vera við til at læsa bygnaðin í fiskiflotanum á heimaleiðum fastan.

Hesi viðurskifti gera samanumtikið, at spurningurin um leiðbeinandi býtið í lógini eigur at umrøðast. Býtið stavar sum nevnt frá kvotuskipanini miðskeiðis í 1990-árunum. Men tá farið var yvir til fiskidagaskipan, broyttist støðan. Ein av grundgevingunum fyri fiskidagaskipanini var, at fiskiskapurin undir Føroyum er blandaður, og at veiðisamansetingin kann vera skiftandi, bæði innan høvuðsbólkarnar og millum bólkarnar av fiskiførum. Harafturat fara víðkaðir møguleikar, fyri keyp og sølu millum bólkarnar, ivaleyst at gera, at sum frá líður verður býtið í fiskiskapinum øðrvísi enn fyriskrivaða býtið. Somuleiðis er eitt lógarásett leiðbeinandi býtið ikki í samsvar við ein fiskivinnupolitikk, ið leggur upp til, at ábyrgdin av úrsliti og býti skal liggja hjá vinnuni sjálvari.

 

Onnur fiskiloyvi á føroysku landleiðunum

Tað mesta av fiskiskapinum á føroysku landleiðunum er undir fiskidagaskipanini, og tað er eisini í hesi skipan nógv tey flestu fiskiloyvini verða útskrivaðið.

Men á føroysku landleiðunum er eisini fiskiskapur, sum ikki er undir dagaskipanini. Yvirlitið í talvu 2.3 vísir eitt yvirlit yvir hesi fiskiloyvi.

Talva 2.3. Útskrivaðið fiskiloyvi til fiskiskap í føroyskum sjógvi, sum ikki er undir fiskidagaskipan í 2000
Fiskslag/fiskiskapur

Tal

Stýringsamboð
Botnfiskur o.a. Hummari

52

Fiskiloyvi, bátakvotur, leiðir, avmarkað loyvistal
  Gulllaksur

4

Fiskiloyvi, leiðir, avmarkað loyvistal
  Havtaska og svartkalvi við gørnum

8

Fiskiloyvi, hjáveiðireglur, dýpi, avmarkað loyvistal
  Jákupsskel

1

Fiskiloyvi, leiðir, avmarkað loyvistal
  Troling innan fyri 12 fjórðingar

14

Fiskiloyvi, árstíð, leiðir, avmarkað loyvistal
  Rækjur

1

Fiskiloyvi
Uppsjóvarfiskur Svartkjaftur

5

Fiskiloyvi, leiðir
  Svartkjaftur til matna

1

Fiskiloyvi, leiðir
  Makrelur

10

Fiskiloyvi, skipakvotur, leiðir
  Norðhavssild

11

Fiskiloyvi, skipakvotur, leiðir
  Laksur

1

Fiskiloyvi, heildarkvota
  Tunfiskur

1

Royndarfiskiskapur

 

 

 

3. Fiskiskapur uttan fyri føroysku landleiðirnar og millumlanda samstarv

 

3.1 Inngangur

Ein stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá føroyska fiskiflotanum hevur verið og er framvegis fiskiskapur á leiðum, sum liggja uttan fyri føroyskt økið. Talan er um fiskiskap sambært sínámillum fiskiveiðiavtalur við onnur lond, fiskiskap í altjóða sjógvi, sambært samtyktum í millumtjóða fiskiveiðifelagsskapum og veiði av ferðandi fiskastovnum, samsvarandi avtalum millum strandarlond.

Hesin fiskiskapur er ein týdningarmikil partur av inntøkuni hjá samfelagnum og gevur búskapinum fleiri bein at standa á. Tí er eitt aðalmál í fiskivinnupolitikkinum at halda fast um og bøta um fiskiveiðisamstarvið við onnur lond á ein hátt, sum í longdini gagnar føroyskari vinnu og samfelag.

Meginreglurnar, ið eru karmurin um sínámillum sáttmálar okkara við onnur lond og samstarvið í fleirtjóða felagskapum, eru festar á blað í millumtjóða sáttmálum. Talan er fyrst og fremst um havrættarsáttmálan frá 1982, sum formliga kom í gildi 1994. Hóast Danmark ikki hevur ratifiserað hendan sáttmála, og sáttmálin ikki er lagdur fyri føroyskar myndugleikar, eru ásetingarnar í honum, sum viðvíkja livandi tilfeinginum í sjónum, í dag ein partur av vanligu siðvenjuni í havrættinum.

Ein annar sáttmáli er ST-avtalan um umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum. Hesin sáttmálin varð samtyktur í 1994, og staðfestur av Løgtinginum í 2000.

Niðanfyri verður fyrst komið inn á teir altjóða sáttmálar, sum hava týdning fyri føroyska fiskiveiði. Síðani verður sínamillum fiskiveiðisamstarvið Føroya við onnur lond lýst. Samstarvið í millumtjóða, regiónalum felagsskapum, ið hava týdning fyri føroyskan fiskiskap, og fiskirættindi verður viðgjørt.

 

 

 

3.2 Altjóða fiskiveiðiavtalur

Inngangur

Orðini hjá Thomas Huxley, tá hann setti altjóða fiskivinnustevnuna í London í 1883 um, at ríkidømi havsins var ótømandi, vóru í stóran mun vanliga fatanin og grundarlagið undir umsitingini av fiskiveiðini langt inn í 20. øld. Havið var frítt, og fiskiskapurin gjørdist nógvastaðni ein kapprenning eftir tilfeinginum. Luttakarnir gjørdust fleiri, og veiðievnini vuksu. Hetta førdi sum frá leið til, at veiðitrýstið gjørdist ov stórt.

Hendan gongdin skundaði undir eitt altjóða rák, sum bar í sær, at tað í størri og størri mun gjørdust strandarlondini, sum fingu eftirlitið við fiskatilfeinginum. Í tíðini eftir seinna heimsbardaga hava strandarlondini stigvíst víðkað yvirvaldsrættin til havøkið og fiskatilfeingið á sínum nærleiðum.

Búskaparliga og tøkniliga framgongdin í 1950- og 1960-árunum førdi við sær, at møguleikarnir fyri at troyta livandi tilfeingið í sjónum gjørdust betri. Men sum frá leið gjørdist greitt, at veiðitrýstið á nógvum fiskastovnum í Norðuratlantshavinum var ov stórt. Gamli havrætturin, sum var grundaðar á, at nóg mikið av plássi og fiski var til øll, hevði ikki sama gildið longur.

Í 1958 og 1960 vórðu tvær ST-havrættarráðstevnur hildnar. Hóast hesar ráðstevnur samtyktu týdningarmiklar sáttmálar viðvíkjandi havrætti, so fekst ikki semja um teir truplu spurningarnar um støddina á sjóøkinum og fiskiveiðiøkinum hjá strandarlondunum.

Í tíðini frá seinast í fimtiárunum og til fyrst í sjeytiárunum vórðu fleiri økisbundnir fiskiveiði-felagsskapir stovnaðir. Fyri okkara fiskiskap í Norðuratlantshavi vóru tað serliga NEAFC og ICNAF, sum høvdu týdning. Hesir felagsskapir høvdu myndugleika at áseta hámarksveiði og kvotur, men tað var ikki fyrrenn fyrst í 1970-árunum, at teir brúktu henda myndugleika. Hetta tóktist tó ikki at tálma veiðitrýstinum, tí í flestu førum vórðu kvoturnar settar so høgt, at tær høvdu lítla regulerandi ávirkan.

Tvørrandi møguleikarnir at leggja skynsama fiskiveiði til rættis í økisbundnu felagsskapunum, komst fyrst og fremst av, at samtyktir í nevndunum ikki vóru bindandi fyri limalond, ið mótmæltu teimum.

Henda gongdin í fiskiveiðini fram til 1970-árini gjørdi sítt til, at álitið á, at umsiting og býti av fiskastovnum kundi fara fram í millumlanda fiskiveiðifelagsskapunum, minkaði. Hugsanin hjá nógvum var, at av tí, at øll frítt kundu troyta ríkidømi havsins, hevði eingin ábyrgd, og úrslitið gjørdist vantandi umsiting og ov stórt veiðitrýst. Loysnin varð at víðka yvirvaldsrætt og eftirlitsmyndugleika strandarlandanna soleiðis, at hvørt strandarland sær fekk ábyrgdina av at tryggja skynsama umsiting av fiskastovnunum á sínum nærleiðum.

Á triðju havrættarstevnuni hjá ST (1973-82) tók meirilutin av luttakaralondunum undir við meginregluni um 200 fjórðinga búskaparligt øki og víðkaðan yvirvaldsrætt hjá strandarlondum til livandi tilfeingið í sjónum. Í 1977 høvdu flestu lond á okkara leiðum flutt fiskimørk síni út á 200 fj.

 

 

Havrættarsáttmálin frá 1982

Meginreglurnar um 200 fjórðinga mørk og livandi tilfeingið í sjónum vórðu festar á blað í Havrættarsáttmálanum frá 1982 og bera í sær, at ábyrgdin av at umsita eitt stórt tal av stovnum varð flutt yvir á eitt ella fleiri lond. Økisbundnu felagsskapirnir skuldu framvegis taka sær av stovnum, sum vóru á altjóða øki, og um strandarlondini og londini í nevndunum annars kundu semjast um tað, av stovnum, sum vóru bæði innan og uttan fyri fiskimørk.

Ásetingarnar í havrættarsáttmálanum um heimildir strandarlandanna at stýra gagnnýtsluni av livandi tilfeinginum í sjónum innan fyri 200 fj. eru í stuttum hesar:

Ásetingarnar í Havrættarsáttmálanum um búskaparøki vóru ein fólkarættarlig nýskapan við eini rættarligari skipan, ið veitir bæði strandarlondum og øðrum londum ávís rættindi. Orðingarnar í sáttmálanum eru tó í nógvum førum veikar og ikki neyvar. Tískil geva tær strandarlondunum lítið ítøkiligt at halda seg til, tá fiskivinnupolitiska kósin skal setast. Rásarúmið hjá londunum er tí stórt.

Havrættarsáttmálin varð undirskrivaður í 1982, men kom ikki formliga í gildi fyrrenn í 1994, tá neyðuga talið av londum høvdu ratifiserað hann. Danmark hevur ikki ratifiserað sáttmálan.

 

Avtalan um varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum

Útflytingin av fiskimørkunum til 200 fjórðingar bar í sær, at meginparturin av fiskigrunnunum komu undir yvirvaldsrætt strandarlandanna. Onkrar fiskileiðir lógu tó uttan fyri fiskimørkini. Miðskeiðis í 1970-árunum var umleið eitt prosent av samlaðu veiðini í heiminum fiskað í altjóða sjógvi. Gongdin síðani tá hevur verið, at áhugin at troyta fiskastovnarnar í altjóða sjógvi hevur verið støðugt vaksandi.

Eftir at havrættarsáttmálin varð undirskrivaður í 1982, hevur verið virkað fyri at fáa skipaðið viðurskifti í fiskiskapinum uttan fyri 200 fjórðingar. Tað hevur gingið fyri seg í millumlanda økisfelagsskapunum fyri fiskiveiði, sum NAFO og NEAFC. Laksur, hvalur og kópur hava eina serstøðu í UNCLOS. Umsitingina av hesum tilfeingi hava felagsskapir sum NASCO og NAMMCO.

Ein avleiðing av Rio-ráðstevnuni var ráðstevna Sameindu Tjóða um ferðandi fiskastovnar. Henda ráðstevna viðgjørdi, hvussu stovnar, sum ferðast um fiskimørk ella um víðar havleiðir, skuldu umsitast.

Avtalan, sum semja fekst um, setir í verk ásetingarnar í havrættarsáttmálanum um varðveiting og umsiting av ferðandi fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum.

Avtalan fevnir um:

 

 

Avtalan ásetir reglur fyri altjóða samstarvi um at umsita fiskiveiðina í altjóða sjógvi, við tí endamáli at tryggja samanhangandi og burðardygga umsiting av víðferðandi stovnum. Dentur verður lagdur á, at bæði strandarlond og fjarfiskilond skulu taka lut og samstarva um umsitingina. Avtalan umfatar allar partar av nútímans fiskiveiðiumsiting í grein 5 m.a.

Í grein 6 er ásett, at londini í fiskiveiðiumsiting síni skulu nýta fyrivarnisregluna ("the precautionary approach"). Henda mannagongd ásetir, at varisliga skal farast fram, tá upplýsingar um fiskastovnar eru óvissar, óálítandi ella ófullfíggjaðar. Vantandi vitan skal ikki nýtast sum undanførsla, fyri ikki at seta reglur og varðveitandi tiltøk í verk.

Í grein 7 eru ásetingar um umsitingina uttan- og innan fyri 200 fj. markið. Samanhangur skal vera millum umsitingina innan- og uttan fyri fiskimark.

Í grein 10 er ásett, hvønn myndugleika tær økisbundnu fiskiveiðinevndirnar hava. Fyrst er at nevna heimild at áseta varðveitingar- og umsitingartiltøk. Felagsskapirnir kunnu áseta tekniskar reguleringar, hámarksveiði og heildarkvotur fyri limalondini. Teir kunnu eisini skipa fyri felags eftirlitsreglum o.t. Dømi um hetta eru tey umsitingartiltøk, sum NAFO og NEAFC hava sett í verk.

Tey ítøkiligu umsitingartiltøkini og tað eftirlit, sum er tengt at hesum, skal fara fram í regionalum felagsskapum. Um eingin regionalur felagsskapur er, so skulu áhugaðir partar stovna tílíkan. Regionalu felagsskapirnir skulu vera opnir fyri londum, sum hava verulig - "real" - fiskiveiði-áhugamál. Lond skulu antin gerast limir í ella í minsta lagi fylgja reglunum, sum regionali felagsskapurin setir, fyri at hava møguleika at fáa fiskirættindi. (grein 8. stk. 3 og 4.)

Týdningarmiklar eru reglurnar um fiskiveiðieftirlit í parti VI, serstakliga grein 21. Flagglandið fær størri skyldur at hava eftirliti við sínum fiskiskipum í altjóða sjógvi og at samstarva við onnur lond um eftirlit við fiskiskapi. Eftirlit undir egnum flaggi kann latast øðrum londum, sum eru luttakarar í avtaluni. Reglan er, at hevur flagglandið ikki tikið stig til at steðga ólógligum fiskiskapi innan stutt tíðarskeið, so kann annað land yvirtaka eftirlitið. Flagglandið hevur skyldu til, innan 3 arbeiðsdagar, at taka neyðug stig í førum við ólógligum fiskiskapi.

Í roynd og veru merkir hetta, at eftirlitsreglurnar eru við at koma á eitt felags støði, sum hjá flestu strandarlondum, og røkir eitt land ikki skyldur sínar, so kann annað land taka yvir. Tað er tó greitt, at rættarsókn bert kann fyriganga í flagglandinum, men ásetingar í avtaluni loyva, at skip verður tikið, fyri at tryggja prógv um ólógliga veiði, og eisini, at tað kann førast til lands.

Avtalan, um varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum, varð staðfest av Føroya Løgtingi 28. apríl 2000.

 

 

3.3 Yvirlit yvir veiðimøguleikarnar uttan fyri føroysku landleiðirnar

Í talvu 3.1 er yvirlit yvir veiðimøguleikar hjá føroyskum skipum uttan fyri føroysku landleiðirnar í 2000 og 2001. Yvirlitið vísir eisini, hvat vit lata afturfyri í føroyskum sjógvi.

 

 

Talva 3.1: Fiskirættindi 2000 og 2001, kvotur í tonsum

Føroysk rættindi aðrastaðni (tons)

Rættindi hjá øðrum í føroyskum sjógvi

2000

2001

2000

2001

Russland

Toskur

8.200

1)

8.200

3)

Hýsa

800

1)

800

3)

Flatfiskur

1.000

1.000

200

5)

200

5)

Svartkjaftur

105.000

6)

105.000

6)

Makrelur

10.000

10.000

Norðhavssild

6.250

39)

4.250

39)

Lodna

10.000

2)

10.000

4)

Rækjur

2.000

2.000

Tilsamans

22.000

22.000

12145000

119.450

Noreg

Toskur

1.700

1.700

Hýsa

280

395

Annar botnfiskur

1.580

7)

1.690

7)

5.000

15)

5.222

17)

Makrelur

8.185

8)

9.225

13)

4.000

4.100

Rossamakrelur

3.000

2.000

1.250

250

Sild

1.200

1.200

Hvít.br., nebbasild

25.000

9)

25.000

9)

Svartkjaftur

2.500

10)

2.250

14)

42.000

47.000

Norðhavssild

30.900

37)

20.900

37)

30.900

39)

20.900

39)

Lodna

5.000

7.000

Rækjur

150

11)

100

11)

Annað

300

12)

300

12)

575

16)

400

18)
Tilsamans

79.795

71.760

83.725

77.872

Ísland

Toskur

1.200

1.200

Annar botnfiskur

4.400

19)

4.400

21)

Sild

2.000

2.000

Makrelur

1.300

1.300

Norðhavssild

66.370

37)

45.140

37)

194230

39)

132.080

39)

Lodna

30.000

20)

30.000

22)
Tilsamans

101.970

80.740

197530

135.380

Grønland

Kongafiskur

4.000

3.400

Norðhavssild

2.500

2.000

Makrelur

300

300

Royndarveiða

150

23)

150

23)

250

24)

250

24)
Tilsamans

4.150

3.550

3.050

2.550

ES

Toskur og hýsa

500

500

Annar botnfiskur

3.065

25)

3.065

25)

14.860

31)

14.860

32)

Makrelur

9.600

26)

9.840

30)

4.360

4.469

Sild

1.160

27)

1.160

27)

Norðhavssild

10.600

37)

7.210

37)

10.600

39)

7.210

39)

Lodna

10.000

28)

10.000

28)

Brisling, rossam.

9.000

29)

9.000

29)

Hvít.br., nebbasild

18.000

18.000

Svartkjaftur

62.000

62.000

25.000

25.000

Rækjur

1.150

28)

1.150

28)
Tilsamans

124.575

121.425

55.320

52.039

 

 

 

Rættindi í altjóða sjógvi

Toskur

808

33)

818

33)

Annar botnfiskur

263

34)

266

38)

Rækjur – fiskidagar

2.923 dagar

35)

2.923 dagar

34)

Rækjur – kvotur

33,5

36)

33,5

Norðhavssild

66.370

37)

45.140

37)
Tilsamans

67.474,5

46.257,5

+ 2.923 dagar + 2.923 dagar
Kelda: Fiskimálastýrið/Fiskivinnustovan

 

 

 

Viðmerkingar til talvu 3.1.

Russland

1) Partur av russisku kvotuni – 1.500 tons av toski, 250 tons av hýsu og 100 tons av øðrum - er fluttur í norskan sjógv.

2) Herav kunnu 5.000 tons verða fiskað í norskum sjógvi.

3) Partur av russisku kvotuni – 2.600 tons av toski, 400 tons av hýsu og 300 tons av øðrum - er fluttur í norskan sjógv.

4) Herav kunnu 7.000 tons verða fiskað í norskum sjógvi.

5) Royndarfiskiskapur á djúpum vatni við 3(5) skipum, har veiðan í mesta lagi má vera 200 tons.

6) Herav í mesta lagi sum hjáveiða: 3% av sild.

 

Noreg

7) Av hesum eru 1.400 tons upsi, sum kunnu fiskast sunnan fyri 62°N, íroknað sum hjáveiða í ídnaðarfiskiskapinum

8) Norðan fyri 57°30N. Kvota tillutað frá Noregi er 1.650 tons, og 6.535 tons eru av føroysku makrelkvotuni, sum flutt at kunna verða fiskað í norskum sjógvi.

9) Herav í mesta lagi 2.000 tons brislingur.

10) Av hesum 2.000 tons sum royndarveiða í norskum sjógvi og 500 tons við Jan Mayen.

11) Við Jan Mayen

12) Hemari/hávur.

13) Norðan fyri 57°30N. Kvota tillutað frá Noregi er 1.690 tons og 7.535 tons eru av føroysku makrelkvotuni, sum eru flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi

14) Av hesum 2.000 tons sum royndarveiða í norskum sjógvi og 250 tons við Jan Mayen.

15) Í mesta lagi 1.000 tons av upsa. Onnur veiða av botnfiski enn longa, brosma, upsi og blálonga í mesta lagi 1.200 tons tilsamans, tó í mesta lagi upp til 35% hvønn túr.

16) Brugdulivur (100 tons), hávur/hemari (300 tons), royndarveiða eftir svartkalva í mesta lagi 75 tons, og royndarveiða eftir havtasku í mesta lagi 100 tons.

17) Í mesta lagi 1.000 tons av upsa. Onnur veiða av botnfiski enn longa, brosma, upsi og blálonga í mesta lagi 1.200 tons tilsamans, tó í mesta lagi upp til 30% hvønn túr. Avmarkað fiskidagatal á Føroya Banka.

18) Hávur/hemari (300 tons), royndarveiða eftir svartkalva í mesta lagi 75 tons og royndarveiða eftir havtasku í mesta lagi 25 tons.

 

Ísland

19) Av hesum í mesta lagi 100 tons kalvi og í mesta lagi 1.700 tons brosma.

20) Hetta er fyri tíðarskeiðið 1. juli 2000 til 30. apríl 2001.

21) Av hesum í mesta lagi 80 tons kalvi .

22) Fyribils væntað kvota fyri tíðarskeiðið 1. juli 2001 til 30. apríl 2002. Endalig avgerð verður tikin fyri 1. juli 2000.

 

Grønland

23) Royndarveiða eftir svartkalva í Norðurvesturgrønlandi. Harumframt kunnu 3 føroysk línuskip royndarveiða í Eysturgrønlandi eftir toski, brosmu og steinbíti.

24) Royndarveiða hjá einum grønlendskum línuskipi eftir brosmu og longu. Harumframt royndarveiða eftir krabba í føroyskum sjógvi.

 

ES

25) Av hesum: 1.740 tons longa, blálonga og brosma, 400 tons annað (sum hjáveiða), 125 tons hemari, 150 tons svartkalvi við Vesturgrønland, 150 tons svartkalvi við Eysturgrønland, 500 tons kongafiskur við Eysturgrønland

26) Av hesum eru tey 4.360 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.580 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N).

27) 660 tons vestan fyri Skotland og 500 tons í Skagerakk

28) Við Eysturgrønland

29) 2.000 tons av brislingi og 7.000 tons av rossamakreli

30) Av hesum eru tey 4.469 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.620 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N).

31) Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga og longa, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað.

32) Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga og longa íroknað upp til 1.080 tons av stinglaksi og langasporli, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað.

 

Rættindi í altjóða sjógvi/Strandarlandaavtalur

33) Við Svalbard

34) 194 tons við Svalbard. Og í NAFO-økinum: 69 tons av kongafiski, umframt lut í 1.725 tonsum av svartkalva (others kvota).

35) Rækjuveiðan við Svalbard og á Flemish Cap er avmarkað við mest loyvdum tali av fiskidøgum. Talið við Svalbard er 1.317 dagar og á Flemish Cap 1.606 dagar. Í mesta lagi 11 skip kunnu fiska í senn á hvørjari leið sær.

36) Rækjukvota í NAFO øki 3L

37) Hetta er partur av strandarlandaavtalunum um norðhavssild. Henda kvota kann øll verða fiskað í føroyskum, íslendskum ella altjóða sjógvi. Tey 20.900 tons í norskum sjógvi og Jan Mayen av hesum upp til 17.000 tons í norskum øki. Eisini kunnu 7.210 tons verða fiskað í ES sjógvi.

38) 197 tons við Svalbard. Og í NAFO-økinum: 69 tons av kongafiski, umframt lut í 1.971 tonsum av svartkalva (others kvota).

39) Hetta er partur av strandarlandaavtalunum um norðhavssild, sum onnur lond kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

3.4 Sínámillum fiskiveiðisáttmálar

Inngangur

Gongdin, sum førdi við sær, at londini í Norðuratlantshavi fluttu fiskimørkini út á 200 fjórðingar, broytti fyritreytirnar hjá føroyska fiskiflotanum. Hesin flotin var í stóran mun bygdur at fiska á fjarleiðum. Til tess at varðveita veiðimøguleikarnar á fjarleiðum og/ella at fáa eina skipaða tillagingartíð, løgdu føroyskir myndugleikar seg eftir at fáa avtalur við tey lond, sum fingu yvirvaldsrættin til fiskileiðirnar hjá føroyskum fiskiførum.

Føroyar hava í dag rammusáttmálar um fiskiveiði við Russland, Noreg, ES, Ísland, Grønland og Baltalond. Grundað á hesar rammusáttmálar eru árligar samráðingar um sínámillum fiskiveiði landanna millum. Í flestu árligu avtalunum er grundreglan, at javnvág skal vera í sínámillum fiskimøguleikum, tvs. at fyri at sleppa at fiska aðrastaðni, mugu Føroyar loyva øðrum at fiska í føroyskum sjógvi afturfyri. Hetta er galdandi fyri árligu avtalurnar við Noreg, Russland, ES og Baltalond. Í avtalunum við Ísland hevur javnvágin vanliga verið Føroyum til fyrimun.

Niðanfyri verður komið inn á gongdina í fiskiskapinum á ymiskum leiðum eftir teimum fiskiveiðiavtalum vit hava við onnur lond. Høvuðsdentur verður lagdur á at lýsa veiðimøguleikarnar hjá pørtunum og gagnnýtslu av hesum. Í frágreiðingum løgmans um uttanlandsmál eru ymisk viðurskifti í samband við árligu sáttmálarnar seinastu árini umrødd nærri.

 

Føroyar – Russland

Føroyar og Russland hava havt fiskiveiðisamstarv síðani 1977. Tey rættindi, hesin sáttmáli veitir okkum í Barentshavinum, hava seinastu árini serliga havt týdning fyri flakatrolararnar. Talva 3.2 vísir kvoturættindini og veiðina hjá føroyskum skipum í russiskum sjógvi.

 

Talva 3.2: Kvotur og veiða hjá føroyskum skipum sambært sáttmálanum við Russland

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Toskur

16.500

15.245

12.100

8.506

11.000

5.030

8.200

5.316

8.200

Hýsa

3.600

2.916

1.900

779

1.100

390

800

548

800

Flatfiskur

2.500

757

2.000

1.059

2.500

190

1.000

196

1.000

Annað

*

113 

*

225

*

105

*

129

*

Botnfiskur tilsamans

22.600

18.918

16.000

10.344

14.600

5.715

10.000

6.189

10.000

Lodna

0

 0

0

0

0

 0

10.000

3.375 

10.000

Rækjur

1.500

335

3.000

214

3.000

878

2.000

 860

 2.000

Viðm. Á hvørjum ári verður ein partur av botnfiskakvotunum fluttur til norskan sjógv. * Vanlig hjáveiða

Grundað á fiskifrøðilig viðurskifti gjørdu Noreg og Russland av at minka toskakvotuna í Barents-havinum í 2000 munandi. Heildarkvotan av toski lækkaði 18,75% úr 480.000 tons í 1999 niður í 390.000 tons í 2000, av hesum er triðjalandskvotan lækkað úr 59.000 tons niður í 55.200 tons. Fyri 2001 er heildarkvotan av toski hækkað upp í 395.000 tons. Triðjalandskvotan er tó óbroytt.

Eftir semjuni við Russland fyri 2001 kunnu føroysk skip veiða 8.200 tons av toski, 800 tons av hýsu, 1.000 tons av flatfiski og 2.000 tons av rækjum. Føroysk skip kunnu somuleiðis veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5.000 tons kunnu fiskast í norskum sjógvi.

 

Afturfyri rættindini í Barentshavinum lata vit russum svartkjaft og makrel í føroyskum sjógvi, umframt eina minni flatfiskakvotu sum royndarveiða á djúpum vatni (sí talvu 3.3).

 

 

Talva 3.3: Kvotur og veiða hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Svartkjaftur

135.000

93.718

110.000

92.971

120.000

112.822

105.000

84.838

105.000

Makrelur

*

23.934

*

19.460

*

11.608

10.000

8.643

10.000

Sild

**

2.842

**

5.485

**

855

**

2

**

Annað***

200

55

200

162

200

68

200

4.484

200

*Til og við 1999, sum hjáveiða í svartkjafti. ** Í mesta lagi 3% av svartkjaftaveiðini. *** Royndarveiða á djúpum vatni

 

 

 

Føroyar - Noreg

Sáttmáli okkara við Noreg gevur okkum møguleikar at veiða botnfisk av triðjalandskvotuni í Barentshavinum og við Svalbard. Fyri Føroyar hevur toskafiskiskapurin í Barentshavinum, og makrelfiskiskapurin í norskum sjógvi, stóran týdning.

Viðvíkjandi heildarkvotunum í Barentshavinum verður víst til umrøðuna av avtalunum millum Føroyar og Russland. Undir samráðingunum við Noreg hava Føroyar lagt stóran dent á, at lækkingin av toski ikki gjørdist so stór sum lækkingin í heildarkvotuni, og at Føroyum varð veittur fastur partur av MLV´num, sum samsvarar við tað søguliga veiðimynstrið í Barentshavinum.

Talva 3.4 vísir kvotur og veiði hjá føroyskum skipum í norskum sjógvi og við Svalbard, sambært sínámillum fiskiveiðisáttmálunum fyri 1997-2001.

 

Talva 3.4: Kvotur og veiða hjá føroyskum skipum, sambært avtaluni við Noreg 1997-2000

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Norðan fyri 62° N:
Toskur*

3.200

3.485

2.600

4.115

2.000

5.264

1.700

4.302

1.700

Hýsa

1.000

355

550

788

350

396

280

519

280

Upsi

-

150

-

-

-

181

-

228

-

Annar botnfiskur

300

250

503

200

210

180

87

180

Lodna

0

0

0

0

0

0

5.000

5.005

5.000

Svalbard:
Toskur

1.760

1.344

1.355

929

994

526

808

813

808

Annað

425

99

325

20

239

47

194

127

194

Jan Mayen
Svartkjaftur

5.000

1.000

1.000

500

500

Rækjur (royndarveiða)

500

200

150

150

Sunnan fyri 62° N:
Ídnaðarfiskur

20.000

4.782

29.000

1.656

29.000

2.284

25.000

6.026

25.000

Upsi

1.900

150

1.600

1.065

1.800

542

1.400

644

1.400

Sild

500

444

900

54

1.200

4

1.200

200

1.200

Makrelur

3.000

3.950

3.950

4.165

8.185

8.262

8.185

Brislingur

2.000

0

2.000

0

2.000

450

2.000

0

2.000

Rossamakrelur

5.000

231

5.000

14

6.000

0

3.000

234

3.000

* Á hvørjum ári verður ein partur av russisku kvotuni fluttur til norskan sjógv

 

Spurningurin um føroyska rækjuveiði við Svalbard hevur verið frammi undir samráðingunum við Noreg seinastu árini. Føroyar hava eitt nú mótmælt norsku avgerðini at skipa fiskiskapin sambært norskari kunngerð, sum ásetir avmarkingar fyri føroyskum rækjufiskiskapi við Svalbard. Føroyar hava víst til mótmælini frá føroyskum myndugleikum, og frá donskum myndugleikum vegna Føroyar og Grønland.

Sum tað sæst á talvu 3.5 hava føroysku rækjumøguleikarnir við Svalbard annars verið lítið troyttir, síðani rækjuskipini fóru á Flemish Cap at royna fyrst í 1990-árunum. Politikkurin hjá Fiskimálastýrinum hevur verið, at eingi nýggj rækjuloyvi verða útskrivað. Til tess at gagnnýta møguleikarnar við Svalbard hava avmarkaðið fiskiloyvi verið latin, sum geva skipum møguleika at royna við Svalbard ein túr ella eitt ár í senn.

 

Talva 3.5: Føroysk rækjurættindi, daganýtsla og veiða við Svalbard 1996-2000

1996

1997

1998

1999

2000

Tillutaðir dagar íalt

1.317

1.317

1.317

1.317

1.317

Fráboðaðir dagar íalt

218

373

323

509

474

Avlopsdagar

1.099

944

994

808

836

Nýtsluprosent

17

28

25

38

36

Veiða

843

1.498

2.049

 2.698

 2.899

Fyri Noreg hevur fiskiskapur á djúpum vatni eftir serliga brosmu og longu umframt svartkjaftafiskiskapur stóran týdning í samvinnuni við Føroyar. Noreg hevur undir samráðingunum hildið fast um, at øll botnfiskakvotan varð standandi á sama støði, og at heildarúrslitið í semjuni javnvigaði.

Talva 3.6 vísir kvotur og veiði hjá norskum skipum í føroyskum sjógvi 1997-2000.

 

Talva 3.6: Kvotur og veiða hjá norskum skipum undir Føroyum 1997-2000

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða*

Kvota

Botnfiskur

5.150

3.391

5.100

5.055

5.000

4.969

5.000

5.008

5.222

Makrelur

9.000

9.600

0

9.600

0

4.000

8.643

4.100

Svartkjaftur

27.000

30.525

36.000

37.325

39.000

39.180

42.000

41.929

47.000

Brugdulivur

100

0

100

0

100

0

100

0

0

Rossamakrelur

5.000

0

5.000

0

2.500

0

1.250

0

250

Hávur/hemari

300

0

300

0

300

0

300

0

300

Royndarveiða

400

0

200

152

175

0

175

29

100

Í samstarvinum hava partarnir gjørt semju um betri eftirlit og eina royndarverkætlan um sjálvvirkandi fylgisveinafráboðan á skipum. Partarnir eru samdur um at loysa trupulleikarnar við tvinnanda fráboðanum á felagsøkinum millum Føroya og Bretlands.

 

 

Føroyar – Ísland

Í árligu fiskiveiðiavtalunum millum Ísland og Føroyar hevur ikki verið talan um javnvág í sínamillum fiskimøguleikum. Føroyingar hava vanliga havt størri rættindi í íslendskum sjógvi, enn íslendingar í føroyskum sjógvi. Seinastu árini er lutfallið kortini broytt, serliga tí, at íslendsk skip í størri mun eru farin at fiska svartkjaft og sild í føroyskum sjógvi.

Seinnu árini hevur verið ein serlig semja um uppsjóvarfiskasløg. Eftir hesum kunnu íslendsk skip veiða svartkjaft, heystgýtandi sild og makrel í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi. Umframt hetta kunnu føroysk skip veiða ta grønlendsku kvotuna uppá 10.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti inni hjá hvørjum øðrum hevur ikki verið reguleraður við kvotum. Í avtaluni er tó tilskilað, at partarnir kunnu áseta mest loyvda skipatal, sum kunnu veiða á svartkjaftaleiðini samstundis.

Talva 3.7 niðanfyri vísir kvotur og veiði hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi 1997-2000.

Talva 3.7: Kvotur og veiða hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Toskur

700

408

1.000

1.060

1.150

1.163

2.000

1.089

1.200

Annar botnfiskur

4.300

2.449

4.500

3.748

4.450

3.817

4.400

3.082

4.400

Lodna

30.000

35.308

45.000

32.046

30.000

22.650

30.000

27.195

30.000

Svartkjaftur

*

0

*

29.280

*

13.230

*

4.003

*

* Sí viðmerkingar í teksti

 

Fyri Ísland er tað serliga svartkjaftur, sum hevur havt áhuga seinastu árini (talva 3.8).

Talva 3.8: Kvotur og veiða hjá íslendskum skipum í føroyskum sjógvi

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Svartkjaftur

*

55

*

7.009

*

54.062

*

75.650

*

Heystgýtandi sild

2.000

0

2.000

0

2.000

0

2.000

0

2.000

Makrelur

1.000

1.008

1.300

0

1.300

30

1.300

0

1.300

*sí viðmerkingar í teksti.

 

Føroyar – ES

Føroyar og ES hava havt fiskiveiðisamstarv síðani 1977. Meginreglan í samstarvinum er, at ein nøktandi javnvág skal vera í árligu avtaluni um sínámillum fiskirættindi. Tey fyrstu árini hevði samstarvið stóran týdning fyri báðar partar. Men longu, tá komið var inn í 1980, var javnvágin í avtaluni komin niður á eitt støði, ið svaraði til helvtina av 1977-støðinum.

Seinastu árini hava Føroyar havt størri fyrimun av fiskiveiðisamstarvinum, við tað at vit í størri mun hava gagnnýtt kvoturnar.

Hjá føroyskum skipum er tað serliga makrelur og svartkjaftur, sum hevur havt áhuga seinastu árini (talva 3.9). Hinvegin hevur kvotan av ídnaðarfiski og botnfiski ikki verið gagnnýtt til fulnar.

 

 

 

 

 

 

Talva 3.9: Kvotur og veiða hjá føroyskum skipum sambært sáttmálanum við ES 1997-2000

Kvota

Veiða

1997-2001

1997

1998

1999

2000

Botnfiskur

3.065

224

300

230

169

Makrelur

*

2.518

4.440

4.200

7.970

Sild

1.160

712

1.354

610

205

Svartkjaftur

62.000

22.086

26.270

52.690

60.248

Ídnaðarfiskur:
Rossamakrelur

7.000

65

14

3.423

1.190

Hvítingsbróður

18.000

4.782

3.051

875

345

Nebbasild

10.189

10.112

8.343

4.246

Brislingur

2.000

0

695

1.996

1.680

Ídnaðarfiskur tilsamans

27.000

15.036

13.872

14.637

7.711

Lodna, Eystur-Grønland

10.000

8.158

9.920

1.400

4.240

Rækjur, Eystur-Grønland

1.150

995

974

1.156

1.058

Kongafiskur, Eystur-Grønland

500

-

-

1.039

5

Svartkalvi, Eystur-Grønland

150

-

126

125

102

Svartkalvi, Vestur-Grønland

150

127

118

131

150

*Føroyskir veiðimøguleikar eftir makreli í ES-sjógvi vóru í 1997 3.930 tons, 1998-2000:4.680.

Fyri 2001 er kvotan í ES-sjógvi 9.840 tons, av hesum eru tey 4.469 tonsini flutt at kunna verða fiskað í ES-sjógvi.

 

 

ES hevur í minni mun enn Føroyar gagnnýtt tey rættindi, ið árliga fiskiveiðiavtalan geva teimum (talva 3.10).

 

Talva 3.10: Kvotur og veiða hjá ES-skipum undir Føroyum 1997-2000

Kvota

Veiða

1997-2001

1997

1998

1999

2000

Botnfiskur:
Toskur og hýsa

500

424

460

502

440

Upsi

2.500

450

369

560

789

Kongafiskur

7.000

82

78

149

433

Blálonga og longa

3.600

250

1.582

3.105

548

Flatfiskur

1.000

19

22

27

122

Annað

760

935

505

966

1970*

Botnfiskur tilsamans

15.360

2.160

3.016

5.309

2.332

Makrelur

3.270

2.691

3.005

3.936

3.635

Svartkjaftur

25.000

1.517

13.619

9.035

11.828

* Av hesum 1843 tons av langasporli, sum verður mótroknað kvotuni av blálongu/longu

 

Samráðingarnar millum Føroyar og ES hava seinastu árini verið merktar av, at spurningurin um makrelfiskiskapin ikki hevur verið loystur. Ein stórur partur av samráðingartíðini er vanliga farin at skifta orð um henda fiskiskapin og tann mátan, sum partarnir hvør í sínum lagi hava umsitið hann.

 

Eftir at strandarlondini ES, Føroyar og Noreg í november 1999 gjørdu eina semju um makrelfiskiskapin eydnaðist, eftir tvey samráðingarumfør um avtalu við ES fyri 2001, at koma ásamt um, at føroysk skip fáa betri møguleikar at veiða makrel í ES sjógvi av tí samlaðu føroysku kvotuni. Ein líknandi avtala varð eisini gjørd við Noreg hesum viðvíkjandi.

 

Føroyar – Grønland

Rammusáttmálin millum Grønland og Føroyar áleggur pørtunum at samráðast hvørt ár um kvotubýti.

Seinastu árini hava føroysk skip havt loyvi at veiða kongafisk í Irmingarhavinum og grønlendskum sjógvi. Sum royndarveiða í Vesturgrønlandi kunnu í 2001 veiðast 150 tons av svartkalva, og í Eysturgrønlandi hava trý føroysk skip í senn kunna veitt tosk og onnur botnfiskasløg í tilsamans 100 dagar. Kalvi, og svartkalvi sum hjáveiða, hevur verið avmarkað til 100 tons.

 

Talva 3.11: Kvotur og veiða hjá føroyskum skipum í grønlendskum sjógvi, sambært avtaluni við Grønland

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Kongafiskur

 -

 -

4.500

4.659 

4.500

3.616 

4.000

2.507 

3.400

Royndarveiða*

 -

-

115

117

130

0

200

103

150

*Royndarveiða eftir svartkalva í Vestur-Grønlandi

Í 2001 kunnu grønlendsk skip veiða 2.000 tons av norðhavssild og ein trolari kann royndarfiska eftir brosmu og longu á ytru fiskidagaleiðini upp til 250 tons, harav í mesta lagi 30% kunnu vera toskur og hýsa.

 

Talva 3.12: Kvotur og veiða hjá grønlendskum skipum í føroyskum sjógvi, sambært avtaluni við Grønland

1997

1998

1999

2000

2001

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Veiða

Kvota

Makrelur

 -

 -

-

-

300

 0

300

0

300

Norðhavssild

 -

-

3.000

0

3.000

 0

2.500

0

2.000

Royndarveiða*

 -

200

 97

250

159

250

76

250

*Royndarveiða hjá einum skipi eftir brosmu og longu

 

Í avtaluni fyri 2001 komu partarnir ásamt um, at tað skal vera møguligt at býta fiskidagar eftir rækjum á Flemish Cap, og at um Grønland hevur lodnu eftir í Eysturgrønlandi, so skal tað vera møguligt hjá føroyskum skipum at keypa burturav. Eisini kunnu føroysk skip fiska 50% av lodnukvotuni frá íslendingum í grønlendskum sjógvi. Partarnir vilja virka fyri øktum samstarvi í vinnuni.

 

Føroyar - Baltisku londini

Á fiskiveiðisamráðingunum við tey Baltisku londini, Estland, Lettland og Litava fyri 1999, var semja um at halda karmarnar á hvørjum ári tó soleiðis, at bert um báðir partar hava skip tøk, verður semja gjørd. Ongin semja varð gjørd í fjør, og ongar samráðingar hava verið um fiskiskap í ár.

 

3.5 Fleirtjóðasamstarv um fiskiveiði

NAFO

NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) tekur sær av fiskiskapinum í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Mynd 3.1 vísir myndugleikaøkið hjá NAFO

Mynd 3.1 Myndugleikaøkið hjá NAFO

Føroyar fiskaðu í nógv ár tosk í NAFO-økinum 3M (Flemish Cap), men av tí at stovnurin hevur verið so illa fyri seinastu árini, er bann sett móti beinleiðis toskaveiði.

Síðani 1993 hava føroyingar veitt rækjur á Flemish Cap. Rækjufiskiskapurin er ikki reguleraður við kvotum, men hevur síðani 1996 verið stýrdur við fiskidøgum. Ísland hevur sum einasta limaland í NAFO mótmælt hesi skipan, og hevur seinnu árini sett sær sína egnu kvotu.

 

Serliga Ísland og Kanada hava talað fyri at fara burtur frá fiskidagaskipanini, men Danmark (vegna Føroyar og Grønland) saman við teimum Baltisku londunum og Noregi hava vart skipanina.

Tað eru tó viðurskifti, sum kunnu tala fyri, at tíðin er farin frá hesi skipan. Veruleikin er tann, at einstøk lond, sum fingu nógvar fiskidagar tillutaðar, tá skipanin varð sett í verk, nú hava loyvt nógvum fremmandum og lutfalsliga effektivum rækjuskipum undir teirra flagg. Á henda hátt er veiðiorkan hjá hesum londunum økt sera nógv og kann væntast at økjast enn meiri komandi árini.

Henda gongdin heldur fram samstundis, sum fiskifrøðingarnir tala fyri einum munandi niðurskurði í fiskidagatalinum, tí veiðitrýstið er ov stórt.

Grundað á hesa støðuna hevur Danmark (vegna Føroyar og Grønland) skotið upp at hava ein serligan fund í fiskiveiðinevndini hjá NAFO at viðgera rækjufiskiskapin burturav. Fundurin verður í Keypmannahavn í mars 2001, har viðgerast skal, hvussu ein møgulig kvotuskipan kann setast í verk, og hvussu kvotabýtið skal verða.

Talva 3.13 vísir veiðimøguleikar og veiði eftir rækjum í NAFO-økinum 1996-2000.

 

Talva 3.13: Fiskidagar til rækjur á Flemish Cap 1996-2000

1996

1997

1998

1999

2000

Fráboðaðir dagar íalt

1.831

1.250

1.292

1.051

934

Tillutaðir dagar íalt

1.785

1.606

1.606

1.606

1.606

Avlopsdagar

-46

356

314

555

672

Gagnnýtt (%)

103

78

80

65

58

 

Við gildi frá 1. januar 1996 varð sett krav um 100% eygleiðaraskipan í fiskiskapinum í NAFO-økinum. Eisini varð sett í verk ein royndarskipan við 35% fylgisveinaeftirliti í NAFO-økinum. Síðani er henda skipan víðkað og longd. Á ársfundinum hjá NAFO í 2000 varð samtykt at seta í verk eina royndarskipan við 100% fylgisveinaeftirliti og 100% eygleiðarum NAFO-økinum, sum skal endurskoðast í seinasta lagi 1. januar 2003.

Í NAFO eru arbeiðsbólkar, ið arbeiða við spurningum í sambandi við meginreglur fyri kvotubýti og leiguskráseting av fiskiførum, fyrivarnisregluna og skipanir fyri loysn av trætum.

 

NEAFC

Myndugleikaøkið (regulatory area) hjá NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) eru leiðirnar uttan fyri 200 fj. fiskimørkini í landnyrðringspartinum av Atlantshavinum (mynd 3.2).

 

 

Mynd 3.2: Myndugleikaøkið hjá NEAFC

Tá talan er um tiltøk viðvíkjandi veiði av fiskastovnum, ið ferðast bæði innan fyri og uttan fyri 200 fj. mørkini hevur felagsskapurin í fyrstu atløgu eina samskipandi uppgávu. NEAFC kann tó gera viðtøkur um tiltøk innan fyri fiskimørkini, um so er, at eitt limaland biður um tað og tekur undir við, at tiltøkini verða sett í verk. Av fiskastovnum, sum eisini eru í altjóða sjógvi, eru tað serliga svartkjaftur, makrelur, kongafiskur og norðhavssild, ið hava týdning.

Síðani 1998 hevur NEAFC sett eina heildarkvotu uppá 650.000 tons fyri svartkjaft.

NEAFC hevur síðani 1996 ásett heildarkvotur fyri kongafisk í Irmingarhavinum. Í 1998 og 1999 var heildarkvotan 153.000 tons. Fyri 2001 er TAC’ið sett til 95.000 tons. Russland og Póland hava sett seg í móti hesum tiltøkum í NEAFC í 1998 og 1999, meðan Russland og Ísland mótmæltu skipani fyri 2000. Einasta landið, ið ikki atkvøddi fyri uppskotinum um eina heildarkvotu av kongafiski í Irmingarhavinum fyri 2001, var Ísland. Eftir samtyktunum í NEAFC hevði Danmark (vegna Føroyar og Grønland) eina kongafiskakvotu uppá 40.000 tons í 1998 og 1999. Av hesum fingu Føroyar 4.000 tons. Kvotan hjá Danmark (vegna Føroyar og Grønland) er fyri 2001 24.169 tons. Av hesum fáa Føroyar 3.400 tons

NEAFC hevur seinnu árini eisini gjørt samtyktir, ið avmarka fiskiskapin eftir norðhavssild í altjóða sjógvi. Henda kvota er sett saman av teimum kvotunum, ið strandarlondini (ES, Føroyar, Ísland, Noreg og Russland) kunnu fiska í altjóða sjógvi av egnum kvotum á sínum landleiðum, og eini kvotu til Póland. Kvotan í altjóða sjógvi er ein partur av tí heildarkvotu av norðhavssild, sum tey árliga eru komin ásamt um. Fyri 2001 er kvotan av norðhavssild í altjóða sjógvi 76.500 tons. Tey fimm strandarlondini fáa 15.000 tons í part, meðan kvotan hjá Pólandi er 1.500 tons.

NEAFC setti ein arbeiðsbólk fyri svartkjaft og makrel. Arbeiðsbólkurin skuldi kanna lívfrøðiligt og annað tilfar viðvíkjandi hesum báðum stovnum, við tí í hyggju at hava betur grundarlag fyri at seta í verk reguleringar uttan fyri fiskimørkini hjá strandarlondunum.

Strandarlandasamstarvið millum Føroyar, ES og Noreg ber í sær, at umframt strandarlandakvotuna verður ein ávís kvota sett av til altjóða sjógv, sum verður regulerað í NEAFC. Fyri 2001 vórðu 65.000 tons sett av til altjóða sjógv. Á ársfundinum í NEAFC varð samtykt at býta makrelkvotuna í altjóða sjógvi soleiðis, at strandarlondini fingu 22.000 tons, Russland 38.000 tons og 5.000 vórðu sett av til triðjalond. Á ársfundinum í NEAFC atkvøddu øll londini uttan Ísland fyri skipanini við makrelfiskiskapinum í altjóða sjógvi í 2001. Ísland krevur strandarlandastøðu viðvíkjandi makrelinum og tekur tí ikki undir við semjuni.

Arbeiðsbólkurin heldur fram við at arbeiða við svartkjaftinum. Í NEAFC er tó gjørt av, at einki verður gjørt við svartkjaftafiskiskapin í altjóða sjógvi, fyrrenn strandarlandalondini, Føroyar, ES, Noreg, Ísland og Grønland, eru komin ásamt um eina skipan í sínum økjum.

Í 1998 samtykti NEAFC, at ein felags eftirlits- og hondhevjingarskipan skuldi setast í verk í 1999. Skipanin ber m.a. í sær felags veiðifráboðanir. Somuleiðis er ein skipan sett í verk við fylgisveinaeftirliti fyri øll fiskifør uttan fyri 200 fj. fiskimørkini. Sambært skipanini skulu øll fiskifør hjá limalondunum, sum royna í altjóða sjógvi, hava sjálvvirkandi sendiútgerð til fylgisveinaeftirlit. Í NEAFC-skipanini eru serligar ásetingar um trygd og trúnaðarviðgerð í sambandi við teir upplýsingar, sum verða sendir felagskapinum. NEAFC-skipanin verður roknað sum ein hin mest framkomna av sínum slagi, og aðrir økisfelagsskapir fyri fiskiveiði sýna skipanini stóran áhuga.

 

 

Strandarlandasamstarv um norðhavssild

Í 1996 komu tey fýra strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg og Russland ásamt um eina heildarveiði fyri norðhavssild. Í 1996 setti ES sína egnu sildakvotu. Í desember 1996 varð ein 5-landa avtala gjørd millum strandarlondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES, um eina fyrisiting av fiskiskapinum fyri 1997. Síðani tá hava hesi somu lond árliga gjørt avtalu um fyrisiting av norðhavssild. Býtið av heildarkvotuni hevur øll árini verið gjørt eftir sama býtislykli. Talva 3.14 vísir heildarkvotuna og býtið av henni millum strandarlondini.

 

Talva 3.14: Heildarkvotan av norðhavssild og býtið millum strandarlondini 1998-2001

1998

1999

2000

2001

Heildarkvota

1.300.000

1.300.000

1.250.000

850.000

Føroyar

71.000

71.000

68.270

46.420

ES

109.000

109.000

104.800

71.260

Ísland

202.000

202.000

194.230

132.080

Noreg

741.000

741.000

712.500

484.500

Russland

177.000

177.000

170.200

115.740

Fyri at skerja heildarkvotuna var undir samráðingunum um fiskiskapin í 2000 mett, at lívfrøðiliga er ikki haldgott grundarlag at fiska eins nógv og árini undan. Fiskifrøðiliga ráðgevingin mælir til, at ikki meira enn 1 mió. tons árliga verður fiskað næstu árini. Á henda hátt verður betri trygd fyri, at líkinda góðir árgangir kunnu koma undan einstøk ár upp ímillum.

Partarnir kundu ikki semjast um at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini undir samráðingunum um avtaluna fyri 2000. Londini bundu seg tó til, at í 2001 skal veiðitrýstið ikki fara upp um 0.125. Fyri 2000 var tað 0.15. Fer gýtingarstovnurin niður um 5 mió. tons, bundu londini seg til at skerja veiðitrýstið uppaftur meir.

Semjan frá 2000 ber eisini í sær, at fer gýtingarstovnurin niður um 2,5 mió. tons, skal allur fiskiskapur eftir norðhavssild steðga. Hetta var ein týðandi avgerð, har partarnir átóku sær eina skyldu, sum tengir fyrisitingina av sildastovninum nærri at fiskifrøðiligu ráðgevingini næstu árini.

Hetta var samstundis á fyrsta sinni, at strandarlond hava álagt sær sjálvum slíkar bindingar innan fyri karmin av fyrivarnisregluni um fiskiskap.

Undir samráðingunum um sildaavtaluna fyri 2001 samdust strandarlondini um at áseta heildarkvotuna sett til 850.000 tons. Hetta svarar til ein niðurskurð uppá 32% í mun til árið fyri.

Ein týðandi partur í samráðingunum eru sínámillum semjurnar. Føroyar kunnu aftur í ár fiska alla sína kvotu í íslendskum sjógvi og íslendingar í føroyskum sjógvi. Í norskum sjógvi, íroknað Jan Mayen øki kunnu føroysk skip fiska sild. Aðrar sínámillum semjur vórðu eisini gjørdar eins og árini frammanundan. Ongar munandi broytingar vóru í sínámillum semjunum.

Talva 3.15 vísir veiðina av norðshavssild hjá føroyskum skipum býtt á øki 1998 til 2000.

 

Talva 3.15: Veiða hjá føroyskum skipum av norðhavssild 1998-2000

1998

1999

2000

Føroysk kvota

71.000

71.000

68.270

Fráboðað veiða tilsamans

67.849

56.410

64.152

 

 

Strandarlandasamstarv um makrel

Á fjórða strandarlandafundinum millum Føroyar, ES og Noreg um makrel í november 1999 eydnaðist at semjast um eina heildarveiði (reference TAC) á 560.000 tons fyri 2000. Føroyska strandarlandakvotan er sett til 30.000 tons.

Partarnir samdust um at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini, og veiðitrýstið skal liggja um 0,15-0,20. Fer gýtingarstovnurin niður um 2,3 mió. tons, skal veiðitrýstið skerjast uppaftur meir alt fyri eitt.

Tilmælið frá fiskifrøðingunum fyri makrelfiskiskapin í 2001 var, at samlaða veiðan ikki skal fara upp um 665.000 tons. Samráðingarnar um makrelavtaluna fyri 2001 endaðu við eini semju um, at strandarlandakvotan hjá Noreg, Føroyum og ES skal vera 574.000 tons. Føroyski parturin er 30.750 tons.

Umframt strandarlandakvotuna vórðu 65.000 tons sett av til altjóða sjógv. Á ársfundinum í NEAFC í 2000 varð samtykt at býta makrelkvotuna í altjóða sjógvi soleiðis, at strandarlondini fingu 22.000 tons, Russland 38.000 tons og 5.000 vórðu sett av til triðjalond.

Av týdningi fyri strandarlandasamstarvið um makrel kann nevnast, at á ársfundinum í NEAFC í 2000 og 2001 tóku øll londini, uttan Ísland, undir við eini semju um makrelfiskiskapin í altjóða sjógvi í 2001. Ísland krevur strandarlandastøðu viðvíkjandi makrelinum.

 

Trípartasamráðingar um felagsstovnar

Føroyar, Ísland og Grønland hava trý tey seinastu árini roynt at gera eina trílanda fiskiveiðisemju um umsitingina av kongafiskinum í Irmingarhavinum og svartkalvastovninum. Svartkalvastovnurin er ein felagsstovnur og okkurt bendir á, at ein partur av djúphavskongafiskinum (deep sea mentella) er tann sami, sum er inni á landgrunninum hjá londunum.

Semjan var greið til undirskrivingar í 1998, men ávísir trupulleikar stungu seg upp í sambandi við mannagongdir, um Føroyar og Grønland, sum partur av danska ríkinum, kundu gera semjur av hesum slagi, uttan at Danmark skuldi góðkenna semjuna.

Við tað at Ísland ikki var við í semjuni í NEAFC um kongafiskiskapin í Irmingarhavinum fyri 2000, og setti sær sína egnu kvotu, er óvist, hvussu verður við tingingunum um eina trípartaavtalu um felagsstovnarnar av kongafiski og svartkalva. Víst verður annars til brotið um NEAFC.

 

Strandarlandasamráðingar um svartkjaft

Svartkjafturin á okkara leiðum er felagsstovnur, sum ferðast millum sjóøkini hjá ES, Føroyum, Noreg og Íslandi, umframt at hann er í altjóða sjógvi. Síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum varð svartkjaftur eisini veiddur í grønlendskum sjógvi.

Higartil hava strandarlondini ikki samstarvað um svartkjaftin, sínámillum fiskiveiðiavtalur undantiknar. Nevnast kann tó, at NEAFC tey seinastu árini hevur ásett eitt óbýtt TAC uppá 650.000 tons. Sum tað sæst á talvu 3.16, hevur veiðan síðani 1998 verið omanfyri hetta TAC’ið.

Strandarlondini, ES, Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg, fóru í februar 2000 undir samráðingar, fyri at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti. Higartil hava fimm samráðingarumfør verið. Tað fyrsta var í Brússel í februar, annað í Oslo í mars, triðja var í Tórshavn í juni, fjórða var í Brússel fyrst í oktober og fimta var í Reykjavík í februar 2001. Á ársfundinum hjá NEAFC í november 2000 varð avtalað at hava ein fund afturat millum strandarlondini í mars 2001, samstundis sum NEAFC hevur ein eykafund. Soleiðis sum úrslitið av fundinum í Reykjavík gjørdist, er ikki vist, um nakað samráðingarumfar verður í mars 2001.

Síðani fundin í Tórshavn hevur Russland luttikið sum serligur eygleiðari.

 

Talva 3.16: Heildarveiða av svartkjafti 1995-2000

1995

1996

1997

1998

1999

2000*

Føroyar

25.936

20.094

28.773

68.984

109.560

145.222

ES

96.250

99.819

120.288

258.490

228.082

183.673

Noreg

261.362

356.054

348.250

571.300

533.940

527.056

Ísland

369

513

10.464

65.692

160.530

260.183

Russland

93.824

87.310

118.656

130.042

178.179

222.507

Tilsamans

477.741

563.790

626.431

1.094.508

1.210.291

1.359.041

* fyribilstøl

Allir partar í samráðingunum viðurkenna, at neyðugt er at avmarka fiskiskapin, men teir leggja dent á ymisk viðurskifti fyri, hvussu ein heildarkvota skal verða býtt millum partarnar. Noreg og Ísland leggja serliga dent á útbreiðsluna av svartkjaftinum, meðan ES heldur seg til tey søguligu veiðitølini. Føroyar hava lagt dent á at grunda býtið á ymisk viðurskifti - søgulig veiðitøl í heimasjógvi, útbreiðslu, hvønn leiklut svartkjaftafiskiskapurin búskaparliga hevur fyri hvønn partin, vísindaligt arbeiði í sambandi við svartkjaft, og í hvussu stóran mun svartkjaftur verður veiddur í heimasjógvi av øðrum enn partinum sjálvum. Grønland tekur undir við føroyska uppskotinum.

Undir samráðingunum higartil hava partarnir hvør sær tvíhildið um ávísan prosentpart í teirra lut. Krøvini hava verið hesi frá hvørjum : ES 66%, Føroyar 37%, Noreg 37%, Ísland 22% og Grønland 2%. Umframt hevur verið roknað við einum 5% at seta av til fiskiskapin í altjóða sjógvi. Tilsamans hava krøvini sostatt verið um 170%.

 

Á fundinum í Reykjavík tók ES stig til at koma við einum uppskoti aftan á at hava ráðført seg við allar partar. ES skeyt hetta býtið upp : ES 58%, Føroyar 21%, Noreg 12% og Ísland, Grønland og altjóða sjógvur 9% tilsamans. Kvotan hjá Russlandi væntast at koma burtur úr tí partinum, sum verður avsettur til altjóða sjógv. Uppskotið frá ES varð grundað á søgulig veiðuhagtøl umframt onnur viðurskifti, sum tó ikki kundu talfestast.

Bert Grønland kundi taka undir við uppskotinum frá ES sum samráðingargrundarlag. Serstakliga Noreg og Ísland tóku harðliga til orðanna ímóti uppskotinum. Tann føroyska støðan er, at parturin skotin upp til Føroyar als ikki kann góðtakast, tí uppskotið ikki tekur hædd fyri tí týdningi, sum svartkjaftatilfeingið hevur fyri tað føroyska samfelagið og heldur ikki fyri øðrum viðurskiftum, sum Føroyar leggja dent á í sínum uppleggi.

 

Ósemjan millum partarnar var so stór, at fundurin slitnaði uttan at nakað nýtt samráðingarumfar varð avtalað. Tvørturímóti varð ivi sáddur um nyttuna at møtast aftur í mars í sambandi við eykafundin hjá NEAFC.

 

Í samráðingunum eru strandarlondini tó vorðin samd um, at stýringin av svartkjaftaveiðini skal skipast eftir einum tví-súlu-leisti, tvs., at skipanin verður sett saman av eini strandarlandasemju øðrumegin og eini samtykt í NEAFC um fiskiskapin eftir svartkjafti í altjóða sjógvi hinumegin. Hetta er sami leistur, ið verður nýttur fyri norðhavssild og makrel.

Fyri Føroyar er tað av alstórum týdningi at fáa fiskiskapin eftir svartkjafti skipaðan. Svartkjafturin verður fiskaður í føroyskum sjógvi meginpartin av árinum, og tískil hava vit sum strandarland skyldu at gera okkara til, at fiskiskapurin fer fram undir skipaðum viðurskiftum. Svartkjafturin í føroyskum sjógvi er harafturat ein týdningarmikil táttur í sínámillum fiskiveiðisamstarvi okkara við onnur lond. Hetta er serliga galdandi fyri fiskiveiðisáttmálan við Russland, har vit loyva russiskum skipum at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, afturfyri at føroysk fiskifør sleppa í Barentshavið at veiða tosk. Svartkjaftur er eisini ein partur av sáttmálum okkara við Noreg, ES og Ísland.

 

ICCAT

Fiskiskapur eftir tunfiski í Atlantshavi verður umsitin av felagsskapinum fyri fiskiskap eftir tunfiski í Atlantshavi, ICCAT. Stórur áhugi tykist at vera fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi ein part av árinum, tó er veiðan minkað í føroyskum sjógvi. Føroysk skip fiskaðu eisini í altjóða sjógvi í fjør. Í 1997, 1998 og 1999 fingu japonsk skip loyvi frá føroyskum myndugleikum, í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna, at royndarveiða eftir tunfiski í føroyskum sjógvi.

 

Grundað á stóra áhugan fyri tunfiskiskapi í føroyskum sjógvi, hevur landsstýrið verið eygleiðari seinastu trý árini á ársfundum hjá ICCAT. Gjørt hevur verið vart við, at Føroyar sum strandarland hava rætt at gagnnýta tilfeingið, heruppií tunfiskin, í føroyskum sjógvi. Á seinasta ársfundi gjørdi ICCAT hinvegin vart við, at Føroyar kundu ikki góðtakast sum tunaveiðitjóð uttan so, at Føroyar gerast limur í ICCAT. Føroyska støðan higartil er at samstarva við ongum limaskapi. ICCAT hevur svarað, at samstarv er ikki nóg mikið, Føroyar mugu ganga undir tær fyriskipanir og kvotaásetingar, sum felagsskapurin ásetur. Stórt trýst verður lagt á Føroyar, fyri at gerast limur í ICCAT fyri at sleppa undan tiltøkum ásett av limalondunum.

 

CCMLAR

CCMLAR-nevndin kemur á hvørjum ári við tilmælum um heildarkvotur fyri ymisku fiskasløgini í økinum hjá nevndini, ið fevnir um tað mesta av Suður-Íshavinum.

Føroysk fiskifør royna ikki á leiðunum í løtuni, men skip undir føroyskum flaggi hava eitt skifti roynt har. Føroysk áhugamál hava eisini verið inni í fiskiskapinum í CCAMLR-økinum. Á ársfundinum hjá CCAMLR í 1999 luttóku Føroyar sum eygleiðari.

 

NASCO

Sáttmálin, um at varðveita laksin í Norðuratlantshavi, NASCO, kom í gildi 1. oktober 1983, og varð staðfestur av Danmark, vegna Føroyar og Grønland. Í NASCO eru Føroyar limur í nevndini fyri Landnyrðingsatlantshavið, og Grønland limur í nevndini fyri Vesturgrønland. Londini skiftast um formansskapin.

Tað vóru bara Føroyar og Grønland, sum høvdu kvotu á sínum havøki, men kvoturnar eru lækkaðar ár undan ári. Føroyar høvdu í 1999 eina laksakvotu uppá 330 tons, sum 10 skip kundu veiða í 150 fiskidagar í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 30. apríl og frá 1. november til 31. desember.

Royndin eftir laksi hevur verið lítil seinastu árini. Í 2000 royndi eitt skip. Føroyar hava ikki longur kvotuáseting við tekniskum reguleringum, men hava á ársfundinum í NASCO boðað frá, at vit halda fast við rætt okkara at veiða laks og sostatt gagnnýta okkara rætt at veiða til eina og hvørja tíð grundað á bestu vísundaligu tilráðingina.

 

Millumtjóða samstarv um hvalaveiði

Føroysk luttøka í millumtjóða samstarvi um hvalaveiði fer fram í NAMMCO og IWC. Afturat hesum hevur CITES týdning fyri hvalaveiði.

North Atlantic Marine Mammals Commission (NAMMCO) varð stovnað sambært eini semju millum Noreg, Ísland, Føroyar og Grønland. Endamálið er samskifta og samstarva um umsiting og gransking í sambandi við havsúgdjór í Norðuratlantshavinum.

Samstarvið í NAMMCO fevnir m.a. um vísindiligar metingar av nebbafiska-, hvít- og náhvalastovnunum í Norðuratlantshavinum, og um ymsar kópastovnar í Barentshavinum og eystan fyri Grønland. Eygleiðaraskipanin hjá NAMMCO hevur verið roynd í 2 ár, nú við fullari luttøku Føroya. Sostatt verður grindadráp eygleitt gjøgnum hesa skipanina, samstundis sum føroyskir serfrøðingar eru góðtiknir av NAMMCO, sum millumlanda eygleiðarar í øðrum NAMMCO londum.

NAMMCO er eisini farin at viðgera sambandið millum vísindi og kunnleikan hjá veiðifólki, og hvussu henda vitan kann verða nýtt, tá ið ráðgivið verður um burðardygga gagnnýtslu.

NAMMCO limalondini fara at hyggja nærri at, hvussu úrdráttir frá súgdjórum kunnu verða gagnnýttar við atliti at handli og marknaðarføring millum limalondini.

Limaskapur Føroya í NAMMCO gevur okkum besta karmin fyri at lúka krøvini í ST havrættarsáttmálanum, har ásett er, at lond skulu samstarva gjøgnum hóskandi millumtjóða felagsskapir um umsiting av hvalastovnum.

Altjóða hvalaveiðinevndin (IWC) varð stovnað í 1946 at umsita vinnuliga stórhvalaveiði. Støða landsstýrisins er, at IWC hevur ikki heimild at umsita smáhval, og tí hava vit NAMMCO til at samstarva um m.a. grind.

Danmark er limur í IWC vegna allar tríggjar ríkispartarnar, men av tí at Danmark tekur lutvíst undir við altjóða rákinum ímóti stórhvalaveiði, samsvara føroysku sjónarmiðini ikki altíð við tey alment donsku í IWC.

Ein annar felagsskapur, sum eisini hevur týdning fyri hvalaveiði, er CITES (Sáttmálin um millumlandahandil við hóttum djóra- og plantusløgum). Sambært CITES reglum eru í løtuni allir stórhvalastovnar á listanum yvir hótt djórasløg. Tað førir við sær, at allur millumtjóða handil við vørum framleiddum úr hesum djórum er bannaður. Hetta hevur leingi verið ein politisk forðing í hvalaveiðimálinum yvirhøvur. Seinastu árini hava Noreg og Japan á limafundum í CITES sett fram uppskot um at taka sildrekastovnarnar í norðurhøvum og í Suðuríshavinum av listanum yvir hótt djórasløg. Danmark er limur í CITES, men Føroyar hava ikki staðfest sáttmálan, og hann er sostatt ikki galdandi fyri Føroyar.

Støða landsstýrisins er, at vit sum hvalaveiðitjóð eiga at halda fram við at røkja og styrkja samstarvið við onnur lond og sínámillum kunning um gransking, umsiting og politiska støðutakan í ymsum londum. Tí eiga vit at vísa samhuga og stuðul, tá ið onnur lond stríðast fyri at varðveita rættindi síni til at gagnnýta hval og kóp sum tilfeingi á ein burðardyggan hátt. Hvalamálið snýr seg í grundini um at halda fast við altjóða meginreglur fyri burðardyggari menning, har hvørki havsúgdjór, fiskur ella annað tilfeingi eru undantikin.

 

3.6 Stevna

Fiskiskapur uttan fyri føroysku landleiðirnar er ein týdningarmikil partur av inntøkuni hjá samfelagnum og gevur viðbrekna føroyska búskapinum fleiri bein at standa á.

Tí fer eitt aðalmál í fiskivinnupolitikkinum framhaldandi at vera at halda fast um, og bøta um, fiskiveiðisamstarvið við onnur lond á ein hátt, sum tænir føroyskum áhugamálum. Hetta snýr seg bæði um at hava sínámillum fiskiveiðisáttmálar við onnur lond á høgum støði, og at Føroyar hava ein virknan lut í teimum felagsskapum, sum viðgera teir fiskastovnar, ið hava ella kunnu koma at hava týdning fyri okkum.

 

 

4. Umsetilig fiskirættindi

4.1 Inngangur

Grundgevingarnar fyri skipanum við umsetiligum fiskirættindum eru sprotnar úr sjónarmiðunum um, at tá ein marknaður sleppur at virka frítt, førir hetta við sær, at samfelagstilfeingið verður gagnnýtt á búskaparliga skynsamasta hátt.

Við at geva vinnuni møguleikar at keypa og selja tillutaðar kvotur ella fiskidagar, hugsar ein sær, at sum frá líður verður flotin í størri mun lagaður til veiðimøguleikarnar.

Kappingarføri og lønsemi skal tryggjast við, at tey útgerðarfeløg, ið vera best rikin, umsita veiðirættindini. Tillagingin skal fara fram eftir marknaðarbúskaparligum leikreglum. Høvuðsuppgávan hjá myndugleikunum er at tryggja skynsama røkt av fiskastovnunum, og at seta karmarnar fyri umsitingina av fiskirættindunum.

Landsstýrismaðurin fer at virka fyri, at møguleikar framhaldandi vera fyri, at fiskirættindi kunnu keypast og seljast. Hildið verður, at hetta er frægasta amboð at nýta, til tess at røkka búskaparligu endamálunum í fiskivinnupolitikkinum.

Ásannað verður tó, at hóast ein skipan við fríum handli við fiskirættindum hevur sínar fyrimunir, so kann hon hava óhepnar avleiðingar. Eitt nú, at fiskirættindini verða miðsavnaðið. Tí vera avmarkingar lagdar á møguleikarnar at keypa og selja, og á tann hátt tryggja, at fyrimunirnir við skipanini gerast sjónligari enn vansarnir.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at virka fyri, at møguleikar vera fyri at leggja saman og flyta veiðiloyvi, og at umseta fiskirættindi innan bólkar av fiskiførum. Skipanin skal tó broytast soleiðis, at trolbátar, partrolarar og møguliga lemmatrolarar frítt kunnu keypa og selja fiskirættindi sínámillum. Fiskifør omanfyri 15 tons, ið royna við húki, kunnu frítt keypa og selja sínámillum.

Markið í sambandi við flyting og samanlegging av veiðiloyvum verður flutt niður á 15 tons, soleiðis at tað ikki skal bera til at flyta fiskidagar frá fiskiførum undir 15 tons til fiskifør størri enn 15 tons og øvugt. 10 ára markið, fyri at læna ella leiga fiskidagar og kvotur, verður tikið burtur. Skipanin við at læna ella leiga fiskidagar á landleiðunum, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum, verður varðveitt.

Til tess at forða fyri miðsavning av fiskirættindum verður umhugsað at seta lógarreglur í verk sum áseta, at eingin kann eiga meir enn ávísan part av fiskiflotanum ella av fiskirættindunum.

Harafturat fer dentur at vera lagdur á, at fáa ein skipaðan marknað fyri fiskirættindi. Endamálið er m.a. at tryggja opinleika og gjøgnumskygni.

 

 

4.2 Fyrimunir og vansar við umsetiligum fiskirættinum

Ein skipan við umsetiligum fiskirættindum hevur nógvar fyrimunir. Men samstundis kann ein slík skipan hava óhepnar avleiðingar við sær. Niðanfyri verður tikið samanum fyrimunir og vansar við umsetiligum fiskirættindum.

Fyrimunir

Vansar

 

 

 

4.3 Møguleikar fyri umseting í verandi skipan

Seinastu árini hevur lógin um vinnuligan fiskiskap verið broytt soleiðis, at møguleikarnir fyri umseting av fiskirættindum eru vorðnir rúmari. Eftir galdandi reglum er tó ikki talan um fría umsetiligheit millum fiskifør ella bólkar av fiskiførum. Eitt nú er skott sett millum útróðrarflotan og størru førini og millum húk og trol.

Sum longu nevnt kunnu fiskirættindi skifta eigara varandi, ella í avmarkað tíðarskeið, við heimild í trimum ásetingum í lógini:

  1. Eftir § 8 kunnu fiskirættindi verða flutt millum fiskifør, tá veiðiloyvi verða flutt ella løgd saman. Tó er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi frá fiskifar, ið er minni enn 40 tons til fiskifar størri enn 40 tons og øvugt. Í hesum føri fylgja fiskirættindini endaliga við.
  2. Fiskidagar og kvotur kunnu sambært §§ 14 og 15 í lógini umsetast upp til 10 ár í senn innan fyri undirbólkarnar t.e. bólkarnir 2, 3, 4A, 4B og 5.
  3.  

  4. Fiskidagar kunnu vera læntir ella leigaðir í sama fiskiári millum høvuðsbólkarnar, t.e. bólkarnir 2, 3, 4 og 5, undantikið frá bólki 5 til hinar bólkarnar, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum. Fiskidagar í høvuðsbólki 4 kunnu ikki latast frá húki til trol.

 

 

4.4 Umseting og rættindi

Sambært § 2, stk. 1, 1. pkt. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap verður staðfest, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið, ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, er ogn Føroya fólks.

Í § 3, stk. 2 verður harafturat sagt, at … fiskirættindi latin sambært hesi lóg veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu.

Tá skipanin við veiðiloyvum varð sett í gildi í 1987, staðfesti hetta rættin hjá summum at fáa skip og rættin til at veiða á føroysku landleiðunum, og til tey rættindi, sum Føroyar hava samráðst seg til.

Hóast útgangsstøðið sostatt er, at fiskatilfeingið á føroysku landleiðunum og føroysk rættindi aðrastaðni er ogn Føroya fólks, so hevur landsstýrið, av Føroya Løgtingi, fingið heimild at umsita ogn Føroya fólks sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.

Til tess at tryggja, at tilfeingið verður skynsamiliga gagnnýtt, er tí neyðugt at avmarka atgongdina til vinnuna og seta hámark fyri, hvussu nógv verður fiskað ella avmarkað royndina við fiskidøgum o.ø. Fiskirættindini verða tí latin einstaklingum ella feløgum sum serlig loyvi, har tilskilað er, hvar loyvishavarin kann fiska, hvørji fiskasløg, hvussu nógv ella hvussu nógvar dagar. Fiskiloyvini eru tí at roknað sum ein nýtslurættur.

Hetta kemur eisini til sjóndar aðrastaðni í lógini m.a., at kvotur og fiskidagar ikki kunnu setast í veð (jbr. § 14, stk. 4 og § 15, stk. 3). Harumframt verður hetta týðuligari sagt í viðmerkingunum í fyrsta uppskotinum til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (løgtingsmál nr. 51/1993).

Seinastu árini er lógin um vinnuligan fiskiskap broytt soleiðis, at møguleikarnir fyri handli við fiskidøgum og kvotum eru vorðnir rúmari. Sitandi samgonga hevur harafturat gjørt semju í samgonguskjalinum um, at stødd og røtt samanseting av veiðiflotanum (…) verður best tryggjað við, at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt. Undantikin er tó útróðrarflotin undir 15 tons.

Spurningurin um ræðisrættin til fiskiloyvið, sum myndugleikarnir útskriva, hevur týdning fyri at fáa ein marknað við fiskirættindum at virka. Tað er umráðandi, at keypari og seljari hava ræðisrættin yvir tillutaðum ella útvegaðum fiskidøgum/kvotum. Eru viðurskiftini við fiskiloyvum ógreið, kann hetta í sjálvum sær verða ein forðing fyri, at skipanin kann virka eftir ætlan.

 

4.5 Stevna

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at virka fyri, at semjan í samgonguskjalinum um, at stødd og røtt samanseting av veiðiflotanum (…) verður best tryggjað við, at fiskidagar og kvotur verða so umsetilig sum gjørligt, verður sett í verk, soleiðis at fiskirættindi frítt kunnu umsetast millum bólkar av fiskiførum, útróðrarflotin undir 15 tons undantikin.

Miðað verður við hesum ímóti at røkka búskaparligu stevnumiðini í fiskivinnupolitikkum, og at tillagingin í flotanum, í so stóran mun sum gjørligt, fer fram undir marknaðartreytum og leys av politiskari smálutastýring.

Karmarnir um skipanina við keyp og sølu av fiskirættindum verða broyttir. Endamálið er at gera skipanina greiðari og at tryggja, at vansarnir ikki gerast sjónligari enn fyrimunirnir. Hetta skal gerast við hesum tiltøkum:

Markið í sambandi við flyting og samanlegging av veiðiloyvum verður flutt niður á 15 tons, soleiðis at tað ikki skal bera til at flyta fiskidagar frá fiskiførum undir 15 tons til fiskifør størri enn 15 tons og øvugt. 10 ára markið, fyri at læna ella leiga fiskidagar og kvotur, verður tikið burtur. Skipanin við at læna ella leiga fiskidagar á landleiðunum, tá 3 mánaðir eru eftir av fiskiárinum, verður varðveitt.

 

 

 

5. Eigaraviðurskifti í fiskiflotanum

Verandi reglur um eigaraviðurskifti í fiskiflotanum snúgva seg fyrst og fremst um, hvør kann eiga fiskifør undir føroyskum flaggi. Lógarverkið leggur stóran dent á, at tað skulu vera føroyingar, ið eiga og hava avgerðarrættin í fiskiflotanum. Endamálið við hesum ásetingum er fyrst og fremst at tryggja, at rætturin til fiskatilfeingið á føroysku landleiðunum og rættindi aðrastaðni eru á føroyskum hondum.

Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur áður havt reglur sum ásettu, at einstaklingar ella einstøk feløg bert kundu hava ræðið yvir einum ávísum parti av øllum heildarkvotunum á føroysku landleiðunum. Í sambandi við at gera møguleikarnar fyri umseting av fiskidøgum og kvotum rúmari, er ætlanin at seta í verk reglur sum forða fyri, at einstaklingar ella einstøk feløg eiga ov stóran part av fiskiflotanum.

 

5.1 Verandi lógarkarmar

Reglurnar fyri at skráseta skip í Føroyum eru, sambært løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, at fyri at skip kann metast sum føroyskt og sigla undir føroyskum flaggi, má eigarin vera føroyskur. Sum føroyskur eigari vera mettir: Føroyingar, føroyskir landsstovnar og kommunur, stovnanargrunnar og har bara føroyingar eru í leiðsluni, partsreiðarí, har føroyingar eiga í minsta lagi 2/3, og har fyrisitandi reiðarin er føroyingur, partafeløg og onnur vinnufeløg við avmarkaðari ábyrgd, sum hava valt eina nevnd, har í minsta lagi 2/3 av hesari eru føroyingar, ella onnur vinnufeløg, sum hava valt eina nevnd, har í minsta lagi 2/3 av hesari eru føroyingar. Um stovnanargrunnar, feløg ella vinnufeløg eru luttakarar í partsreiðarí ella í øðrum vinnufeløgum, má hvør einstakur luttakari lúka treytirnar, fyri at vera mettur sum føroyskur eigari.

Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap kann fiskiskapur bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðiloyvi. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum flaggi krevst, at eigararnir eru einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónliga, solidariskt og beinleiðis. Teir skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini og skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Fyri feløg er ásett, at tað skal vera partafelag, smápartafelag, lutafelag ella partsreiðarí, har partabrøvini skulu vera navnapartabrøv. Eigararnir skulu lúka somu treytir sum galda fyri einkultpersónar.

Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar um at hava fast tilknýti til Føroyar, og allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini og skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.

Samanumtikið hevur føroyska lógarverkið sostatt lutfalsliga strangar reglur fyri at eiga fiskifar og at fáa veiðirættindi í Føroyum. Stórur dentur verður lagdur á tjóðskap, soleiðis at tey fiskifør, sum kunnu hava veiðirættindi eru føroysk, og at eigararnir hava mest møguligt tilknýti til Føroyar. Høvuðsendamálið við ásetingunum er fyrst og fremst at tryggja, at rætturin at troyta fiskatilfeingið á føroysku landleiðunum og teir veiðimøguleikar, ið eru fingnir til vega aðrastaðni, vera á føroyskum hondum.

Sambært løgtingslóg nr. 62 frá 10.05.2000 um broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur landsstýrismaðurin í § 7, stk. 6 fingið heimild til við kunngerð at áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, parta- og ábyrgdarpeningi, herundir støddini av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari. Lutfallið eigur at verða ásett grundað á eitt vinnuligt metingargrundarlag, t.d. eftir sama leisti, sum fíggingarstovnarnir. Til tess at greina hetta nærri kann Fiskimálastýrið biðja um grannskoðarakanningar av eigarunum hvør sær, fyri at staðfesta teirra íløguførleika sammett við teirra lutfalsliga part av íløguni.

 

 

5.2 Stevna

Sjónarmið Fiskimálastýrisins er, at haldast eigur fast um hesar ásetingar, sum avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at eiga fiskifør undir føroyskum flaggi. Høvuðsendamálið við hesum er at tryggja, at rætturin at troyta fiskatilfeingið á føroysku landleiðunum og veiðimøguleikar aðrastaðni vera á føroyskum hondum, og úrtøkan av hesum í størst møguligan mun kemur føroyska samfelagnum til góðar.

Í sambandi við at gera møguleikarnar fyri umseting av fiskidøgum og kvotum rúmari er ætlanin at seta í verk reglur sum forða fyri, at einstaklingar ella einstøk feløg eiga ov stóran part av fiskiflotanum.

 

 

6. Ráðgeving og grundarlagið undir fiskivinnupolitiskum avgerðum

6.1 Inngangur

Ein avgerandi fyritreyt fyri skynsomum og nøktandi avgerðum á fiskivinnuøkinum er, at málini eru væl fyrireikað, og umsiting og landsstýrismaður hava leita sær ráð hjá sakkunnleikanum. Í verandi umsiting av fiskivinnuni eru tí stovnar, nevndir og ráð, sum ráðgeva landsstýrismanninum og umsiting í fiskivinnumálum.

Endamálið við hesum skipanum er, at avvarðandi partar í málunum fáa møguleika at føra síni sjónarmið fram. Fyriskipanir í t.d. fiskiskapinum gerast ongantíð betur, enn vinnan loyvir teimum at verða. Treytin fyri, at veiðireguleringar skulu virka eftir ætlan er, at fiski- og útróðrarmenn eru við, frá tí kjølurin til fyriskipanirnar verður strektur, til endalig uppskot verða løgd fyri politisku skipanina til støðutakan.

Tann ráðgeving og tey ummæli, ið verða fingin í ráðum og frá stovnum, uttan fyri Fiskimálastýrið, eru av alstórum týdningi og eiga framhaldandi at vera ein partur av avgerðargrundarlagnum hjá umsiting og landsstýrismanni. Men hetta merkir kortini ikki, at verandi skipanir eru lítaleysar. Virkast eigur tí fyri at gera neyðugar ábøtur, so skipanirnar tæna sínum endamáli.

Í hesum umfari er ikki ætlanin at fara út í æsir við spurninginum um ráðgeving í samband við umsitingina av fyriskipanum í fiskivinnuni. Niðanfyri verður mest gjørt burturúr skipanini í sambandi við áseting av fiskidøgum.

 

6.2 Fiskivinnuráðið

Fiskivinnuráðið er sett við løgtingslóg nr. 61 frá 10. mai 2000 um fiskivinnuráð. Ráðið, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hevur átta limir, sum umboða ráfiskakeyparar, ráfiskaseljarar, Reiðarafelagið, manningarfeløgini og arbeiðsfólk á flakavirkjum. Landsstýrið velur ein lim, sum samstundis er formaður.

Landstýrismaðurin leggur øll týðandi fiskivinnumál, og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri Fiskivinnuráðið til ummælis.

 

6.3 Áseting av fiskidøgum

Mannagongdin viðvíkjandi áseting av fiskidøgum er ásett í § 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Áðrenn 15. juni skulu Fiskirannsóknarstovan og Stovnsrøktarnevndin lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum frágreiðing um støðuna hjá fiskastovnunum. Frágreiðingarnar eru síðani ein partur av grundarlagnum fyri tilmælinum frá Skipanarnevndini til landsstýrismannin.

Skipanarnevndin er sett av landsstýrismanninum við heimild í § 2, stk. 4 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sambært lógini skal nevndin vera samansett av umboðum frá vinnuni og Fiskimála-stýrinum, herundir Fiskirannsóknarstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Heimilað er landsstýrismanninum at gera reglugerð um val og virki nevndarinnar.

Sambært lógini skal Skipanarnevndin á hvørjum ári fyri 15. juli lata landsstýrismanninum tilmæli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiárið, her undir møguligar broytingar í fiskidagatalinum. Hetta skal vera grundað á eina meting um mest hóskandi veiði fyri fiskiárið. Ásett er, at broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. Skipanarnevndin skal eisini meta, um galdandi fyriskipanir fyri fiskiveiði í føroyskum sjógvi yvirhøvur tryggja, at endamálini við lógini vera rokkin.

Bygnaðurin og mannagondin í verandi skipan kann lýsast soleiðis:

Skipanin hevur stundum víst seg at virka illa. Hetta kemur m.a. til sjóndar við at vinnuumboðini hava sagt seg úr nevndini og Fiskirannsóknarstovan hevur biðið um at sleppa úr nevndini.

Ásannað verður samstundis, at summi viðurskifti við sjálvari skipanini gera, at tað kann vera torført at fáa hana at virka eftir ætlan. T.d. skal Stovnrøktarnevndin, sum er samansett av umboðum fyri vinnuna, lata tilmæli til landsstýrismannin, sum síðani leggur tilmæli fyri Skipanarnevndina. Hóast vinnuumboðanin í Skipanarnevndini er eitt sindur øðrvísi enn í Stovnsrøktarnevndini, so kann roknast við, at tað sjáldan er stórvegis munur á sjónarmiðunum hjá vinnuni í Skipanarnevndini og niðurstøðurnar í tilmælinum frá Stovnsrøktarnevndini.

Støðan er á leið tann sama hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum eisini letur tilmæli til landstýrismannin, ið síðani leggur tilmælið fyri Skipanarnevndina. Umboðið hjá Fiskirannsóknarstovuni í Skipanarnevndini skal tá viðgera tilmælið hjá sínum egna stovni, og tað er torført at ímynda sær, at sjónarmiðini og niðurstøðurnar í Skipanarnevndini vera munandi øðrvísi enn í upprunaliga tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni.

Tí verða reglurnar broyttar soleiðis, at ein nýggj nevnd – Fiskidaganevndin, sum er Stovnrøktar-nevndin í broyttari og víðkaðari samanseting - og Fiskirannsóknarstovan framhaldandi lata landsstýrismanninum tilmæli eina ferð um árið. Ístaðin fyri sum nú at senda hesi tilmæli til Skipanarnevndina, ger Fiskimálastýrið - við støði í m.a. tilmælunum - eitt uppskot um fiskidagatal fyri komandi fiskiár, og hetta uppskot verður síðani lagt fyri Fiskivinnuráðið til ummælis, áðrenn tað verður sent Tinginum. Bygnaðurin og mannagongdirnar í broyttu skipanini er hesin:

Nógv bendir á, at nógvir at teimum trupulleikum, ið eru umrøddir omanfyri, í roynd og veru botna í einum misáliti í vinnuni á fiskifrøðiligu ráðgevingina. Ein gongd leið at bøta um samskiftið millum vinnu og Fiskirannsóknarstovuna er, at Fiskirannsóknarstovan fær eitt ráð, har m.o. vinnan er umboðað.

 

6.4 Hagtalsskipan fyri fiskivinnuna

Ein fyritreyt fyri at kunna taka nøktandi fiskivinnupolitiskar avgerðir, og støðugt hava vaki eyga við gongdini í vinnuni er, at møguligt er at útvega dagførd hagtøl. Fiskimálastýrið og tey, ið dagliga hava brúk fyri fiskivinnuhagtølum hava ásannað, at verandi skipanir eru ótíðarhóskandi, bæði viðvíkjandi innsavnan av tilfari og møguleikanum fyri lætt og skjótt at fáa dagførd hagtøl.

Fiskimálastýrið hevur tí sett av til eina verkætlan við tí endamáli, at gera eina tíðarhóskandi skipan, soleiðis at tær uppgávur og skrásetingar, sum í dag eru spjaddar út á fleiri stovnar, verða samskipaðar í ein felags dátugrunn. Í fyrstu atløgu verður høvuðsdentur lagdur á veiðitølini, t.e. tær upplýsingar, ið fáast frá veiðidagbókum og avreiðingarseðlum, men sum frá líður er ætlanin, at flestu upplýsingar um fiskivinnuna skulu leggjast inn í grunnin. Ætlanin er at skipa so fyri, at tað skipanin verður tøk á alnetinum.

 

6.5 Stevna

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer framhaldandi at tryggja, at allir avvarðandi partar koma til orðanna, tá fyriskipanir á fiskivinnuøkinum verða evnaðar til og settar í verk. Ásannað verður kortini, at partar av verandi skipan ikki eru lýtaleysir, og at tørvur er á ábótum til tess at tryggja, at skipanirnar skulu tæna sínum endamáli.

 

 

 

7. Virking umborð

7.1 Heimaleiðirnar

Sambært § 10 í lógini um vinnuligan fiskiskap er virking av veiði umborð á fiskiførum undir føroyskum flaggi á føroysku landleiðunum bert loyvd eftir góðkenning frá landsstýrismanninum. Virking umborð er, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur. Eftir hesum er loyvt at frysta heilan fisk umborð á føroysku landleiðunum, meðan serligt loyvi krevst t.d. til virking av frystum flaki og saltfiski.

Upplýsast kann, at seinastu árini hevur eingin fyrispurningur verið lagdur fyri myndugleikarnar viðvíkandi virking umborð av traditiónellu botnfiskasløgunum á landleiðunum.

Meginparturin av vanligu botnfiskasløgunum, ið føroysk fiskifør hava fiskað á føroysku landleiðunum, hevur verið førdur til lands og virkaður á fiskivirkjum í Føroyum ella seldur óvirkaður til fiskakeyparar aðrastaðni. Endamálsorðingin í lógini um vinnuligan fiskiskap um støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið, leggur eisini upp til, at so stórur partur av fiskinum av Føroyaleiðini sum gjørligt skal virkast á landi.

Tað verður kortini hildið, at í summum førum er skilagott at virka veiðina umborð. Landsstýrismaðurin eigur tí framhaldandi at hava hesa heimild. Tað er tó umráðandi støðugt at meta um, hvør virking kann verða loyvd umborð á fiskiførum, uttan at hetta nervar aðalmálið um virking á landi. Her kann t.d. talan verða um tilvirking av úrdráttum, tí sum verður blakað í havið aftur, og fiskisløg, sum halda sær stutt.

 

7.2 Fjarleiðirnar

Ein týdningarmikil táttur í fiskiskapinum hjá føroyskum skipum, ið fiska av kvotum á fjarleiðum og virka fongin umborð eru umrokningarfaktorar, t.e. virði at umrokna vektina á lidnu vøruni til rundan fisk. Higartil hava verksmiðjuskipini í Barentshavinum nýtt teir umrokningarfaktorar, ið norskir og russiskir myndugleikar hava álagt teimum at nýta.

Í øðrum førum – eitt nú í kongafiska fiskiskapinum á Reykjanesrygginum - eru eingir felags umrokningarfaktorar ásettir. Fiskimálastýrið fer at leggja dent á at skipa viðurskiftini soleiðis, at umrokningarfaktorarnir fyri ymisk fiskasløg og framleiðslur verða standardiseraðir. Upplýsast kann, at í NEAFC verður miðað eftir at harmonisera umrokningarfaktorarnar hjá limalondunum í fiskiskapinum í altjóða sjógvi. Føroyar fara at virka fyri, at ítøkilig úrslit spyrjast burtur úr hesum arbeiði skjótast gjørligt.

 

 

 

8. Fiskiveiðieftirlit og trygd á sjónum

8.1 Inngangur

Hjá eini tjóð, har nógv av vinnuliga virkseminum er á sjónum, er umráðandi at hava skipanir, ið veita fiski- og útróðrarmonnum neyðugu trygdina. Skuldi óhapp borist á, er altavgerandi at hjálpin kemur fram skjótast gjørligt. Ein vælvirkandi trygdar- og tilbúgvingarskipan er ikki minni neyðug, tá oljuvirksemi verður í føroyskum sjógvi.

 

Ein partur av umsitingini av fiskiveiðini er at ansa eftir, at fyriskipanirnar vera hildnar. Eitt av endamálunum við fiskiveiðieftirliti er at ansa eftir, at fiskifør halda seg innan fyri tillutaðar fiskidagar og kvotur á heimaleiðum og fjarleiðum. Hetta eftirlit fer í dag fram bæði á sjógvi og landi.

Seinastu árini eru myndugleikarnir í nógvum londum komnir eftir, at fylgisveinaeftirlit er eitt amboð, ið kann nýtast í sambandi við tryggleika á sjónum og veiðieftirlitinum. Føroysk fiskiskip, ið royna aðrastaðni, eru longu undir ella koma í nærmastu framtíð undir fylgisveinaeftirlit.

Til tess at bøta um verandi skipanir fyri trygd og eftirlit á sjónum, er Fiskimálastýrið farið undir fyrireikingar at seta í verk fylgisveinaskipan.

 

 

8.2 Skipanin í dag og í framtíðini

Fiskiveiðieftirlitið, ið er skipað í Fiskimálastýrinum, hevur ábyrgdina av, at ásetingarnar um fiskiveiðistýring o.a. verða hildnar. Eitt av endamálunum við fiskiveiðieftirliti er at ansa eftir, at fiskifør halda seg innan fyri tillutaðar fiskidagar og kvotur á heimaleiðum og fjarleiðum. Harafturat er uppgávan hjá eftirlitinum at ansa eftir, at reglur um reiðskap, minstamát o.t., eins og økis-friðingarnar verða hildnar.

Eftirlitið á sjónum fer fram við skipum, tyrlum og flogførum. Eftirlitið fevnir eisini um altjóða sjógv, har mannagongdir o.a. í høvuðsheitum verða lagdar í altjóða fiskiveiðifelagsskapum, t.d. NEAFC og NAFO.

Eftirlit við fiskidøgum, kvotum, tekniskum reguleringum og økisfriðingum verður eisini ein týdningarmikil táttur í eftirlitsskipanini í framtíðini.

Sambært altjóða fiskiveiðiavtalum hava Føroyar og onnur lond eina størru skyldu at ansa eftir, hvat verður fiskað, ikki bert av teimum fiskasløgum, sum hava størstan vinnuligan týdning, ella fiskasløg, har vísindalig tilmæli eru tøk.

Av tí at vit eisini troyta fiskastovnar, ið verða umsitnir saman við øðrum londum, eigur dentur framhaldandi at leggjast á at samskipa og samstarva við myndugleikar aðrastaðni um veiðieftirlit. Somuleiðis eigur at virkast fyri, at regluverkið verður samskipað, soleiðis at eftirlitið, er so eins sum gjørligt í ymiskum londum.

Til tess at bøta um verandi skipanir fyri trygd og eftirlit á sjónum, er Fiskimálastýrið farið undir fyrireikingar at seta í verk eina fylgisveinaskipan.

Miðað verður eftir at menna telduskipanir, sum kunnu tryggja skynsamari og munadyggari handfaring av dátumongdunum í eftirlitinum. Fiskimálastýrið fer tí at virka fyri, at arbeiðið við at bøta um mannagongdir í sambandi við innsavnan og skráseting av veiðitølum o.ø. heldur fram. Hetta er eisini ein liður í at gera hagtalsskipanina fyri fiskivinnuna tíðarhóskandi.

 

8.3 Trygd á sjónum og fylgisveinaeftirlit

Í nógv ár hevur tøkni verið tøk, sum ger tað gjørligt at fylgja við skipum um fylgisvein og fáa neyvar upplýsingar um navn og knattstøður hjá skipum. Seinastu árini eru myndugleikarnir í nógvum londum komnir eftir, at fylgisveinaeftirlit er eitt amboð, ið kann nýtast í sambandi við tryggleika á sjónum og veiðieftirlitinum.

Eftirlit við fiskiskipum um fylgisvein hevur tikið seg nógv fram tey seinastu árini. Orðaskifti er um hetta mál í fleiri av okkara grannalondum og í millumlanda felagsskapum, sum Føroyar virka innanfyri. Millumlanda felagsskapir, og hvørt land sær, hava ella eru komin væl ávegis at skipa lógarverk teirra, so slíkt eftirlit kann verða framt.

Fleiri grundgevingar kunnu vera givnar fyri at skipa eitt slíkt eftirlit. Við støðugum fráboðanum um neyva knattstøðu til støð á landi (Fiskiveiðieftirlitið og skip tess) er lagt grundarlag undir eina munadygga trygdarskipan fyri øll skip og før annars. Um leiting verður sett í verk, ber til at fáa at vita seinastu knattstøðu, sum er send Fiskiveiðieftirlitinum. Henda upplýsing kann hava sera stóran týdning fyri møguliga leiting ella hjálparveiting.

Eisini leggur hetta grundarlag undir einum munandi betri eftirliti við fiskiførunum. Nógvar fiskiveiðireguleringar eru bygdar á staðfesting av fiskileiðum. Her kann t.d. verða nevnt, allar tær stongdu leiðirnar, sum eru ein sera týðandi partur av reguleringunum av fiskiskapinum efir botnfiski í føroyskum sjógvi. Eisini fyri fiskiskap í fremmandum og í altjóða sjógvi eru slíkar reguleringar. Við einum støðugum eftirliti yvir fylgisvein kann Fiskiveiðieftirlitið til eina og hvørja tíð staðfesta, hvar fiskiførini fiska.

Tað kemur fyri, at bólkar av fiskiførum, ella einstøk fiskifør manna millum, verða løgd undir at hava fiskað á annars stongdum leiðum, hóast ongi prógv verða løgd fram. Hetta í sjálvum sær birtir undir eina fatan av fiskiflotanum sum lógbrótarar, tó uttan at hetta er grundað á nakra próvførslu. Um eftirlit um fylgisvein verður sett í verk, kunnu slík ógrundað uppáhald, grundað á tær støðugu fráboðanirnar frá fiskifarinum um fiskileið, vísast av vegnum.

Føroysk rækjuskip, sum fiska á Flemish Cap, hava verið undir eini skipan við støðugum fráboðanum um fylgisvein í nøkur ár, sum partur av eini royndarverkætlan innan fyri NAFO. Í 1999 kom í gildi fyriskipan innan fyri NEAFC, har kravt verður, at øll skip, sum fiska í NEAFC sjóøki, skulu vera undir eftirliti um fylgisvein. Eisini eru avtalur gjørdar við onnur lond (Noreg, ES og Russland), um at føroysk skip skulu vera undir eftirliti um fylgisvein, tá fiskað verður í teirra sjógvi.

Fiskimálastýrið miðar ímóti, at øll fiskifør skulu koma undir slíkt eftirlit. Fyri fyrst er mest hugsað um skip, sum samstundis eisini eru í fremmandum sjógvi, har eftirlit um fylgisvein verður kravt frammanundan.

Kravið um, at fiskifør eru útgjørd til at kunna virka undir eini slíkari skipan, verður mett javnt við, at sett verður skipum krav um samskiftisútgerð. Tí verða skipini sjálvi at gjalda útreiðslurnar fyri útgerð og nýtslu.

 

 

8.4 Eygleiðarar á fiskiførum

Ein spurningur, ið verður umrøddur í altjóða fiskivinnuumsiting er eygleiðarar umborð á fiskiførum. Semja tykist tó at vera um, at eygleiðaraskipanir í veiðieftirlitinum bert kunnu koma upp á tal, har aðrar skipanir ikki eru nøktandi.

Higartil hava eygleiðarar ikki verið nýttir umborð á fiskiførum í føroyskum sjógvi, royndarveiða eftir tunfiski undantikin.

Føroyskum rækjutrolararum, ið royna á Flemish Cap í NAFO-økinum, hevur seinastu árini verið álagt at hava eygleiðarar umborð. Føroyska fiskiveiðieftirlitið setir eygleiðarar og ber kostnaðin av teimum, herundir løn og ferðakostnaðir.

Fiskimálastýrið miðar eftir at fáa greiðari reglur um eygleiðarar, eitt nú um samsýningar og kostnaðir, og hvussu skipanin skal fíggjast. Talan kann eisini verða um at lata privatum hesa skipan at røkja.

 

 

 

 

 

 

9. Brot og revsireglur

Endamálið við revsireglum eigur at vera fyribyrgjandi, og tí er umráðandi at skipa revsireglurnar soleiðis, at tær veruliga tæna sínum endamáli.

Ætlanin við hesum kapitli er ikki at fara út í æsir við revsireglunum í §§ 40-49 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Í staðin verður víst á viðurskifti í sambandi við brot á lógina, har broytingar í revsireglunum ella siðvenju møguliga eiga at broytast.

Sambært viðmerkingunum til upprunaliga uppskotið (um løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap) hevur landsstýrið í tveimum førum lagt upp til harðastu revsing, sum er bót, og at allur fiskireiðskapur og fongur kemur undir konfiskatión, tá skip veiða á stongdari leið, og tá brot verður framt á forboðið um útblaking av veiði. Í seinna førinum verður veiði- og fiskiloyvið harafturat tikið inn treytaleyst beinanvegin, um Fiskiveiðieftirlitið staðfestur brot á forboðið um útblaking av veiði. Landsstýrið kann eisini mótrokna virði á teirri mettu veiðini.

Fyri brot á reglurnar um veiði á stongdari leið, ella á friðaðum økjum o.s.fr., var vanlig siðvenja, at

øll veiða og reiðskapur varð inndrigin. Rættarsiðvenjan seinastu árini hevur borið tann vegin, at skip sum prógvast kann hava fiskað á stongdari leið, bert eru dømd fyri inndrátt av virðinum av teirri veiðini, sum er mett at vera fiska ólógliga, hóast ásetingina í § 42 í lógini um, at veiða ella virði av veiði kann verða inndrigið, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga. Hetta kann vera ein óheppin mannagongd, ið ikki virkar fyribyrgjandi, men heldur kann eggja fólki at bróta lógina. Spurningurin er tí, um tað ikki eigur at vera vent aftur til upprunaligu ásetingina um, at tá tílík grov brot á lógina verða framd, tá skal øll veiða og reiðskapur verða inndrigin.

Í sambandi við brot á reglurnar um vernd av ungfiski hevur siðvenjan verið, at Fiskiveiðieftirlitið inndregur fiskiloyvið beinanvegin í 14 dagar, um so er, at skip hevur brotið reglurnar um vernd av ungfiski. Sambært § 45, stk. 2 hevur Fiskiveiðieftirlitið heimild at taka fiskiloyvið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.

Verður brot framt á reglurnar um hjáveiðikvotu ella hjáveiðiprosent, hevur revsingin verið relativt lítil. Í sambandi við brot á hesar reglur, hevur Fiskiveiðieftirlitið ikki tikið aftur fiskiloyvi, hóast Fiskiveiðieftirlitið, sambært § 45, stk. 1, hevur heimild at taka fiskiloyvi aftur upp til 2 vikur hvørja ferð. Miðað verður í móti, at Fiskiveiðieftirlitið fer at taka aftur fiskiloyvi upp til 2 vikur, um brot er staðfest á reglurnar um hjáveiðikvotu ella hjáveiðiprosent.

Veiða útum egna árskvotu, egin hjáveiðikvotu ella felags árskvotu ella loyvdum fiskidøgum sambært fiskiloyvi, eigur at verða revsað við bót og inndrátti, og lógarverkið broytt samsvarandi.

 

10. Útskifting og nýíløgur í fiskiflotanum

10.1 Tørvur á útskifting

Miðalaldurin á fiskiførum er í flestu skipabólkum rættiliga høgur. Hetta er serliga galdandi í heimaflotanum. Útskiftingin í flotanum hevur yvirhøvur verið lítil í 1990-árunum. Í heimaflotanum er einki nýtt fiskifar komið í tíðarskeiðnum. Hetta hevur gjørt, at miðalaldurin í heimaflotanum er hækkaður við í hvussu so er einum ári um árið.

Nógvir trupulleikar kunnu standast av einum fiskiflota, merktum av elli. Ein týdningarmikil táttur er tilgongdin av fólki til fiskiflotan og at fáa hesi at støðast. Tað er lættari at fáa fólk til nýggj skip. Í eini støðu, har kappingin um arbeiðsmegi harðnar – eitt nú í sambandi við oljuvirksemi á føroysku landleiðunum - er greitt, at ein fiskifloti við gomlum skipum, kemur at standa seg illa. Tørvur er støðugt á fólki við neyðuga førleikanum í fiskiflotanum. Ein av fyritreytunum fyri at fáa fólk er, at fysisku arbeiðsumstøðurnar eru nøktandi.

Harafturat føra slit og ótíðarhóskandi tekniskar loysnir vanliga við sær høgar rakstrarkostnaðir, eitt nú til viðlíkahald og umvælingar. Fyrilitini til marknaðin og tørvurin á at hagreiða fongin á ein hátt, sum tryggjar frægastu góðsku, kunnu vera trupul at røkja umborð á eldri fiskiførum. Hugsandi er somuleiðis, at ein floti við høgum miðalaldri, sum frá líður kann fáa trupulleikar við at fáa løggilding.

Harafturat er treytin fyri at fáa meiri burtur úr somu nøgd – eitt nú fara undir hjáframleiðslur – at ein hevur ein tekniskt tíðarhóskandi fiskiflota.

Samanumtikið verður mett, at tørvur er á útskifting og nýíløgum í flotanum. Hetta hevur bæði samanhang við teknisk viðurskifti, fysiskar arbeiðsumstøður og trivna umborð, sum hevur týdning fyri kappingarstøðuna hjá flotanum á arbeiðsmarknaðinum. Fiskivinnupolitikkurin skal seta karmarnar soleiðis, at vinnan kastar so mikið av sær, at hetta kann verða grundarlagið undir nýíløgum í flotan.

 

10.2 Fyritreytir fyri útskifting

Tann lítla útskiftingin í flotanum er fyrst og fremst tengd at vágametingum hjá einstaka skipaeigaranum. Vágametingar hjá vinnuni eru tengdar at fyritreytum um kostnaðar- og inntøkumetingar, veiðiútlit, eginpening, inntøkur og skattaviðurskifti.

Tøl vísa, at seinastu 2-3 árini hevur úrtøkan hjá føroyska fiskiflotanum, áðrenn rentur og avdráttir, ligið um einar 240 mió. kr. um árið. Av hesum hevur heimaflotin staðið fyri 100-120 mió. kr. Hjá langfaraflotanum hevur úrtøkan, áðrenn rentur og avdráttir, ligið um eini 25% av bruttosøluni, meðan tilsvarandi tal fyri heimaflotan hevur verið millum 12 og 15%.

Hesi tøl benda á, at grundarlagið undir útskifting og nýíløgum er betri í langfaraflotanum enn í heimaflotanum. Hetta sæst eisini aftur í miðalaldrinum á fiskiførum í fjarfiskiflotanum, sum er lægri enn í heimaflotanum.

Við verandi avlopi, áðrenn rentur og avdráttir, megnar heimaflotin leystliga mett at forrenta íløgur, ið svara til millum 700 og 850 mió. kr. Hetta talið sigur okkum, at við verandi úrtøku er ikki grundarlag fyri serliga nógvum útskiftingum ella nýíløgum í heimaflotanum.

Eitt stevnumið í fiskivinnupolitikkinum er tí at laga karmarnar fyri fiskiveiðini soleiðis, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. Eitt amboð at røkka hesum máli er at gera møguleikarnar fyri keyp og sølu av fiskirættindum rúmari. Hóast ein slík skipan kanska ikki í fyrsta umfari førir við sær kostnaðareffektiviseringar, so er hugsandi, at skipanin sum frálíður fer at gera, at vinnan kastar somikið av sær, at grundarlagið fyri útskifting og nýíløgum verður betri.

 

10.3 Nýíløgur og fiskiorka

Ov stór fiskiorka førir við sær, at fiskatilfeingið verður troytt við óneyðuga høgum kostnaðum. Fyri samfelagið er hetta skeiv nýtsla av tilfeinginum. Ein avleiðing av ov stórari fiskiorku kann eisini vera, at órímuliga nógv orka verður brúkt til veiðistýring, eins og eftirlitskostnaðirnir kunnu gerast høgir.

Fiskiorkan er størst á nýggjum fiskiførum. Tí slepst ikki undan, at endurnýggjan av flotanum so ella so førir við sær økta fiskiorku. Hetta er í andsøgn við høvuðsregluna í lógini um vinnuligan fiskiskap um, at fiskiorkan ikki skal gerast størri, tá nýggj fiskifør koma í flotan. Tí er tað óforsvarligt at leggja viðurskiftini til rættis fyri endurnýggjan, uttan at tað samstundis verður ansað eftir, at samlaða fiskiorkan ikki veksur, og á tann hátt máa grundarlagið undan lønandi rakstri.

Stóra avbjóðingin hjá myndugleikunum er tí at tryggja, at nýíløgur í heimaflotanum ikki føra við sær størri fiskiorku. Hetta er serliga umráðandi í veiðistýringini á føroysku landleiðunum, har grundvøllurin í fiskidagaskipanini er fiskiorka og veiðievnini hjá fiskiførum. Til tess at tryggja, at fiskidagaskipanin skal tæna sínum lívfrøðiliga og búskaparliga endamáli, er alneyðugt at hava tamarhald á samlaðu fiskiorkuni.

 

10.4 Stevna - leikluturin hjá tí almenna

Avgerandi fyritreytin fyri endurnýggjan av heimaflotanum er, at raksturin í longdini er lønandi. Leikluturin hjá tí almenna í hesum høpi er ikki at veita beinleiðis stuðul til nýíløgur. Tað almenna eigur ístaðin at leggja høvuðsdentin á at umsita fiskatilfeingið, at býta veiðimøguleikar og at laga lógarkarmarnar hjá vinnuni á ein hátt, sum í størst møguligan mun ger tað møguligt hjá einstaka skipaeigarinum at hava lønsaman rakstur, uttan studning ella onnur beinleiðis fíggjarlig almenn inntriv.

Ein onnur høvuðsuppgáva hjá myndugleikunum er at síggja til, at útskiftingin ikki førir við sær størri fiskiorku, sum kann vera í stríð við lønsemisstevnumiðið og onnur mál í fiskivinnupolitikkinum. Størri fiskiorka førir við sær, at samlaðu kostnaðirnir í vinnuni vaksa og undirgrava møguleikarnar fyri, at endurnýggjanin verður grundað á tað, ið vinnan sjálv kastar av sær.

Ein av fyritreytunum fyri at fáa í lag nýíløgur í flotanum er nøktandi eginpeningur. Landsstýrið hevur í tí sambandi lækkað partafelagsskattin úr 27% niður í 20%. Hendan lækking kann eisini fáa týdning fyri fiskiflotan.

Landsstýrið hevur somuleiðis gjørt av, at ein virðisbrævamarknaður verður settur á stovn. Ein slíkur marknaður kann vera eitt amboð í royndunum at bøta um eginpeningin í vinnuni og líkindini fyri nýíløgum í fiskiflotan. Fyritreytin fyri at fáa fólk at seta pening í vinnuna er tó, at vinnan kastar pening av sær. Tí er tað av alstórum týdningi, at førdur verður ein fiskivinnupolitikkur, sum í longdini tryggjar skynsama røkt av fiskastovnunum og birtir upp undir lønsemi – bæði hjá vinnu og samfelag.

Ætlanin um at gera møguleikarnar fyri handli við fiskirættindum rúmari, miðar eftir at fáa størri lønsemi í flotan við bygnaðartillaging, og at flotin sum frá líður kastar so mikið av sær, at grundarlag er fyri nýíløgum uttan beinleiðis stuðul frá tí almenna.

 

Ein slík skipan kann tó gera, at teir ið sleppa úr vinnuni fáa pening, sum eftirverandi vinna skal gjalda. Tí eigur at umhugsast, at vinningur av sølu av veiðiloyvum skal setast í egnan íløgugrunn, sum innan ávíst tíðarskeið skal brúkast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Um ikki, verður avgjald lagt á. Hetta kann gera, at søla av veiðiloyvum kann vera við til at endurnýggja flotan, ella at sølan eisini kemur samfelagnum til góðar, tí avgjaldið fer í landskassan.

 

 

 

11. Fiskivinnan á landi

11.1 Inngangur

Fyritreytirnar hjá fiskivinnuni á landi eru nógv broyttar seinastu árini. Fyrst í 1990-árunum var politiska kósin broytt soleiðis, at minstuprísir og studningur varð avtikin, og uppboðssølurnar komu. Í kjalarvørrinum av bankaskrædlinum og kreditorstýrdu saneringunum hendu stórar bygnaðar-broytingar í fiskavirking á landi. Hendan gongdin hevur samanumtikið ført við sær, at vinnan á landi í størri mun hvílir í sær sjálvari.

Men umstøðurnar hjá vinnuni á landi eru eisini broyttar, sum ein avleiðing av alheimsgerð og deregulering av heimshandlinum. Landamørkini eru ikki longur sama forðing fyri handli við vørum. Hetta ger, at kappingin á marknaðunum innan flestu vinnugreinir er harðnað. Gongdin seinnu árini ger, at øðrvísi og størri krøv vera sett fyritøkunum.

Fiskur sum rávøra verður í størri og størri mun keyptur og seldur á einum alheimsmarknaði, sum er merktur av alsamt størri miðsavnan av fyritøkum, setur stór krøv um virkis- og kappingarføri hjá vinnuni á landi. Hendan gongdin setur øðrvísi og størri krøv til vinnuna á landi, og fær avleiðingar fyri, hvussu vinnan tillagar seg marknaðirnar. Fíggjarlig styrki, vitan og kunnleiki, vágafýsni og fíggjarorka er ein av fyritreytunum fyri, at vinnan skal megna at møta avbjóðingunum í marknaðinum.

Samanborið við fiskivinnuna á sjónum er virksemi hjá fiskivinnuni á landi í nógv minni mun regulerað. Galdandi lógarverk leggur seg í ógvuliga lítlan mun út í virksemið hjá fiskavirkjunum á landi. Tó eru kunngerðir galdandi, sum ávirka fiskivinnuna á landi. Hesar snúgva seg um viðurskifti um avreiðing í Føroyum og uppboðssølur.

Eitt høvuðsstevnumið í fiskivinnupolitikkurin er at veita fiskivinnuni á landi góðar umstøður at virka undir. Hetta skal ikki gerast við beinleiðis studningi av ymiskum slagi. Heldur verður dentur lagdur á at veita stuðul til gransking og menning, sum í longdini kann vera við til at styrkja vinnuna og bøta um kappingarførið. Virkast eigur somuleiðis fyri, at føroyskur fiskur og fiskavørur fáa atgongd til marknaðin, sum í minsta lagi er líka góð, sum hjá kappingarneytunum.

 

11.2 Stutt søguligt baksýni og høvuðsgongdin í vinnuni seinnu árini

Støðið undir tí fiskivinnu vit høvdu á landi í Føroyum í 1970- og 1980-árunum varð lagt í árunum eftir seinna heimsbardaga. Tey fyrstu flakavirkini, sum virkaðu frystar fiskavørur og saltfisk komu í 1950-unum. Tey fyrstu árini var framleiðslan og útflutningurin lítil. Umstøðurnar broyttust, tá fiskimarkið var flutt út á 12 fjórðingar í 1964. Ein avleiðing av fiskimarksútflytingini var, at møguleikarnir at flyta ísfisk á bretska marknaðin vórðu skerdir. Avreiðingar frá føroyskum fiskiførum á heimaleiðum vuksu, samstundis sum møguleikarnir at sleppa av við frystar vørur batnaðu. Hetta gjørdi sítt til, at talið av virkjum vaks. Í tíðarskeiðinum 1965 til 1975 vóru 16 nýggj virki latin upp.

Orsøkin til, at framgongdin í flakavinnuni av álvara tók dik á seg í 1970-árunum, var m.a., at tá fiskimørkini í Norðuratlantshavi vórðu flutt út á 200 fj. í 1977, vórðu føroyingar skerdir á fjarleiðum og komu í størri mun at royna í heimasjógvi. Ein onnur týðandi orsøk til vøksturin í feskfiskavinnuni var, at Ráfiskagrunnurin kom í 1975. Henda skipan tryggjaði teimum, ið avreiddu fisk til virkingar í Føroyum javnari og hægri prísir.

Tann vinnubygnaður, ið tók seg upp, bar í sær, at flestu størru bygdirnar fingu flakavirki. Nógv av teimum miðalstóru virkjunum vóru oftani ein liður í at útvega arbeiðspláss. Fólkið á staðnum, fakfeløg o.o. settu pening í virkini. Tað almenna luttók eisini við at seta partapening í og at veita íløgustuðul og stuðulslán.

Til tess at tryggja virkjunum støðuga rávørutilgongd, útvegaðu virkini ella eigarnir av virkjunum sær fiskifør. Í 1992 varð mett, at umleið 2/3 av størru ísfiskaskipunum beinleiðis ella óbeinleiðis vóru knýtt at flakavirkjunum.

Ein máti at lýsa gongdina í flakavinnuni er at hyggja at avreiðingunum til virkini. Sum tað sæst á mynd 11.1 vuksu avreiðingarar støðugt til miðskeiðis í 1980-árunum. Frá 1984 til 1993 fóru tær úr góðum 142.000 tonsum til 65.000 tons í rundum fiski.

Mynd 11.1 Avreiðingar til føroyskar fiskakeyparar 1980-1999

Fíggjarliga støðan hjá flakavinnuni miðskeiðis í 1980-árunum kemur m.a. til sjóndar í eini frágreiðing frá eini nevnd, sum landsstýrið setti í 1986 at kanna ymisk viðurskifti í flakavinnuni. Har er høvuðsniðurstøðan, at fleiri av virkjunum vóru illa fyri fíggjarliga. Nógv virki vóru skuldarbundin og koyrdu við negativum eginpeningi. Eginpeningsprosentið í vinnuni var yvirhøvur lágt. Fleiri virki vóru í støðugum likviditetstrupulleikum. Sambært nevndini var ein av høvuðs-orsøkunum til at virkini kortini kundu halda fram, at tað almenna í nógvum førum tók um endan og veitti virkjum í trongstøðu veðhald fyri kreppulánum og likviditetslán og rentu- og avdráttarskáa við landskassaveðhaldi.

Fíggjarliga støðan í flakavinnuni batnaði ikki sum tað leið út í 1980-árini. Avtøkan av prísískoytum, minkandi rávørutilgongd og størri kapping um rávøruna (uppboðssølur) gjørdu sítt til, at tað nógvastaðni av álvara fór at sansa at.

Fíggjarligu trupulleikarnir og vánaligu útlitini hjá stórum pørtum av flakavinnuni var ein av orsøkunum til, at bankaskipanin rapaði í 1992/93. Lániavtalan millum ríkisstjórnina og landsstýrið í mai 1993 í sambandi við bankabjargingarnar fingu eisini týdning fyri handfaringina av trupulleikunum í fiskivinnuni á landi. Í avtaluni bant landsstýrið seg til ikki at leggja forðingar fyri eini kreditorloysn í flakavinnuni. Kreditorloysnin bar í sær, at meginparturin av virkjunum komu við í eina felags skuldarsanering og vórðu løgd saman í eitt felag – P/F Føroya Fiskavirking.

Fiskiførini, ið beinleiðis ella óbeinleiðis vóru tengd at virkjunum, vórðu hildin uttan fyri skuldarsaneringina av vinnuni á landi, og kundu í útgangsstøðu halda fram við somu eigarum.

Gongdin í 1990-árunum hevur ført bygnaðarbroytingar við sær í vinnuni á landi, eins og fyritreytirnar hon virkar undir eru nógv broyttar samanborið við støðuna í 1980-árunum. Burtursæð frá, at tað almenna gjøgnum Framtaksgrunnin eigur partapeningin í P/F Føroya Fiskavirking, er tað almenna ikki við í fígging av íløgum og rakstri í vinnuni á landi.

Fyritreytirnar hjá vinnuni á landi broyttust nógv, tá ið Ráfiskagrunnurin, minstuprísir og prísískoyti vórðu tikin av, og uppboðssølurnar komu fyrst í 1990-árunum. Síðani tá er prísgerðin á fiski, avreiddur í Føroyum, í størri mun farin fram undir marknaðartreytum.

Hóast myndugleikarnir hava ein munandi minni leiklut í vinnuni enn frammanundan, so eru tvær kunngerðir, sum hava týdning fyri ráfiskamarknaðin. Í kunngerð nr. 148 frá 14. november 1997 um avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum er ásett, at øll veiða skal um eina innvigingarskipan í Føroyum. Tó kunnu 25% av veiðinøgdini avreiðast beinleiðis uttanlands. Hetta merkir, at heilur fiskur ikki sleppur av landinum uttan at hava verið um føroyska uppboðssølu.

Sambært kunngerð nr.85 frá 18.oktober 1999 um kravda avreiðing á uppboðssølu, skulu 30% av veiðinøgdini hjá hvørjum fiskifari seljast á uppboðssølu. Endamálið er m.a. at veita smærru fiskakeyparunum møguleikar at útvega sær rávøru.

 

11.3 Stuðulsskipanir

Í 1980-árunum vórðu nýttar lutfalsliga stórar nøgdir av fíggjarorku landskassans til beinleiðis ella umvegis studning til fiskivinnuna á landi. Fyrst í 1990-árunum vórðu nógvar av hesum studnings-skipanum tiknar av ella lagdar um. Gongdin síðani tá hevur yvirhøvur verið, at beinleiðis studningur til fiskivinnuna er minkaður.

Av játtanunum á fíggjarlógini, sum Fiskimálastýrið umsitir, og sum hava týdning fyri vinnuna á landi, skulu tvær nevnast:

 

Fiskivinnumenning á landi

Játtanin á hesum rakstrarstað verður nýtt sambært løgtingslóg nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til at menna fiskivinnu á landi, við seinni broytingum. Stuðul kann verða veittur fiskavirkjum til at 1) Virka vørur úr innfluttum fiski, 2) Vørumenning o.a. og 3) Stuðul til menning av innaneftirliti. Eisini verður játtanin nýtt til verkætlanir at menna fakliga førleikan hjá teimum, sum starvast á flakavirkjum og at gjalda fyri heilsuprógv hjá starvsfólkum á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum.

 

Flutningsstuðul

Flutningstuðul verður goldin eftir heimild í løgtingslóg nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski. Upphæddirnar fyri flutningstuðulin eru ásettar í kunngerð nr. 56 frá 31. mai 1999 um stuðul til flutning av fiski. Flutningsstuðul er settur í verk fyri at javnstilla allar fiskakeyparar kring landið. Flutningsstuðulin er tó soleiðis háttaður, at tað altíð kostar at flyta fiskin, men við hesum stuðli er kostnaðurin ikki stórur. Eisini sæð í ljósinum av kravinum um 30 % um uppboðssølu er flutningsstuðulin liður í at javnstilla og optimera kappingina, sum fyri samfelagið gevur besta samlaða úrslitið.

 

11.4 Marknaðarviðurskifti

Altjóða gongdin og fiskivinnan

Føroyska fiskivinnan virkar á einum altjóða marknaði. Tað, ið verður veitt og virkað, verður selt á altjóða marknaðinum. Tí hava viðurskiftini í millumtjóða handli, og politiska og búskaparliga støðan í keyparlondunum eisini týdning fyri úrtøkuna hjá vinnuni. Vinnan á landi er tann parturin av fiskivinnuni, ið er nærmast marknaðinum, og verður tí mest ávirkaður av gongdini har.

Seinastu árini hevur heimshandilin verið dereguleraður, soleiðis at forðingar fyri handli millum lond eru færri ella beindar burtur. Hetta hevur eisini ávirkað handilin við fiski og fiskavørum og kemur m.a. til sjóndar við, at teir stóru fiskainnflytararnir (Japan, USA og ES) hava givið innfluttum fiski betri tollsømdir.

Gomlu landamørkini eru ikki sama forðingin fyri handilssamskifti longur. Hendan gongdin ger samanumtikið, at kappingin á marknaðunum harðnar, og tær fyritøkur, ið virka í altjóða umhvørvi, noyðast støðugt at laga seg til broyttar umstøður. Hetta setir øðrvísi og størri krøv til virkini, eitt nú tá um virkisføri, vitan og kunnleika, vágafýsni og fíggjarorku ræður. Tí eru møguleikarnir hjá vinnuni ikki bert ein spurningur um gagnligastu marknaðaratgongd, men eisini ein spurningur um, hvussu vit megna at laga okkum til broyttar umstøður.

Marknaðaratgongd undir kappingarførum treytum er ein týdningarmikil fyritreyt í framhaldandi menning av vinnuni á sjógvi og landi. ES fer helst eisini tey komandi árini at vera týdningamesti marknaður okkara. Ein víðkan av ES-samstarvinum fer at ávirka marknaðarmøguleikarnar í teimum nýggju limalondunum. Gongdin í øðrum londum, eitt nú Japan, Kina og Russlandi, hevur eisini týdning.

Gongdin í verandi samráðingarumfarinum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, fer helst at fáa ávirkan á møguleikarnar fyri at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum fiski og fiskavørum á heimsmarknaðinum.

 

Marknaðaratgongd

Føroyar hava síðani 1992 havt handilssáttmálar við onnur lond. Í løtuni eru handilssáttmálar við ES, Ísland, Noreg, Sveis, Estland og Pólland. Harumframt eru samráðingar í gongd ella um at fara í gongd við onnur lond, serliga við tey lond, sum ES og EFTA lond hava fríhandilssáttmálar við.

 

Slíkir sáttmálar eru við til at økja um kappingarførið hjá vinnuni og tryggja henni nýggjar marknaðir. Sáttmálarnir við eysturevropisku londini kunnu harumframt tryggja vinnuni nýggjar marknaðir fyri m.a. uppisjóvarfiskasløg og Føroyum luttøku í alevropiska upprunaøkinum.

 

Týdningarmesti marknaður okkara eru ES-londini. Roynt verður støðugt at betra um føroysku atgongdina til evropiska marknaðin, bæði viðvíkjandi tollviðurskiftum og í øðrum førum, har vinna okkara ikki er fyri somu vælvild frá ES, sum eitt nú vinnurnar í grannalondum okkara Íslandi og Noregi.

Handilssáttmálin við ES ber við sær, at umleið 97% av verandi handli við ES ongar tollforðingar hevur.

 

Sambært handilssáttmálanum við ES eru framvegis tveir vørubólkar, ið hava stóran handilsligan týdning fyri Føroyar, ið eru fyri tollforðingum, tað eru pilkaðar rækjur og fiskafóður. Stórur dentur verður í løtuni lagdur á at fáa hesar avmarkingar burtur á komandi fundum í felagsnevndini.

 

Tað er ikki bert tollviðurskifti, sum hava týdning fyri marknaðaratgongdina til ES-marknaðin.

Heilsufrøðiliga samstarvið við ES fer eisini at lætta um hjá fiskaútflytarum. Tað ber í sær, at heilsufrøðilig krøv og eftirlitisskipanir í Føroyum skulu samsvara teimum í ES soleiðis, at ikki

verður neyðugt við heilsufrøðiligum eftirliti av fiski og fiskavørum úr Føroyum á markinum til ES lond – eins og úr øðrum triðjalondum.

 

Umhvørvismerking

Krøvini frá brúkarunum um umhvørvisvinarligar vørur og burðardygga gagnnýtlsu vaksa. Fyri summar vørubólkar hevur útslitið verið, at skipanir eru settar í verk við merking av vørum, sum eru góðkendar at hava verið framleiddar soleiðis, at tær lúka ávís umhvørviskrøv. Higartil hava slíkar skipanir havt lítla og onga ávirkan á fisk og fiskavørur.

Seinnu árini hava umhvørvisfelagsskapir sett í verk átøk ímóti fiskivinnuni, m.a. við krøvum um skjalprógv fyri burðardygga umsiting av fiskastovnunum. Eitt dømi um hetta er samstarvið millum WWF og stóru matvøruketuna Unilever um "Marine Stewardship Council", sum skal løggilda "umhvørvisvinarligan" fisk og fiskavørur.

Hetta ber í sær, at privatir felagsskapir longu hava lagt lunnar undir skipanir við umhvørvismerking, uttan at treytirnar fyri merkingini eru orðaðar í opnum orðaskifti. Lagt kann vera afturat, at ein aðalregla í altjóða handilsskipanini er, at handilstreytirnar skulu vera kendar frammanundan og skulu vera ikki-diskriminerandi. Hetta ber eisini í sær, at lond ikki kunnu snúgva sær uttan um altjóða handilsreglur við at lata privatar felagsskapir einsíðugt áseta treytir fyri umhvørvismerking.

Innan norðurlendska fiskivinnusamstarvið hava norðanlond í fleiri ár arbeitt við eini felags ætlan um umhvørvismerking á fiski og fiskaúrdráttum. Síðani 1996 hevur ein norðurlendskur arbeiðsbólkur við umboðum frá umsiting og vinnuni arbeitt við tekniskum ásetingum fyri eini felags merkisskipan, sum norðanlond kunnu standa saman um. Úrslitið av hesum arbeiði varð viðgjørt á fundi á Svalbard seinasta summar millum fiskimálaráðharrar úr norðanlondum. Avgjørt varð at arbeiða víðari við málinum eftir tí leisti, sum arbeiðsbólkurin hevði víst á, og at norðanlond ikki skuldu hava eitt felags umhvørvismerki, men nýta sítt egna eftir sama leisti, sum tilmælt av arbeiðsbólkinum. Eisini var gjørt av, at Ísland skuldi kunnað víðari um norðurlendska arbeiðið við umhvørvismerking, og hevur fundur verið millum ES, Føroyar og Ísland um felags sjónarmið.

 

 

11.5 Stevna

Eitt høvuðsstevnumið í fiskivinnupolitikkinum er, at fiskivinnan á landi skal hvíla í sær sjálvari, uttan studning ella onnur almenn inntriv.

Fiskimálastýrið skal, av játtanum á fíggjarlógini, vera við til at stuðla gransking og menning til frama fyri vinnuna á landi. Í tí sambandi eigur vinnan at vera meira við og at hava ein virknan lut í fyriskipanini av granskingar- og menningarætlanum.

Virkað verður fyri, at almenni leikluturin sum partaeigari í fiskavirkjum verður niðurlagaður.

Tað, at fiskur sum rávøra, í størri og størri mun verður keyptur og seldur á einum alheimsmarknaði, sum er merktur av alsamt størri miðsavnan av fyritøkum, setur stór krøv um virkis- og kappingarføri hjá vinnuni á landi. Hendan gongdin fær avleiðingar fyri, hvussu vinnan tillagar seg marknaðirnar. Fíggjarlig styrki er ein av fyritreytunum fyri, at vinnan skal megna at møta avbjóðingunum í marknaðinum.

Eitt aðalmál í fiskivinnupolitikkinum er framhaldandi at virka fyri, at føroyskur fiskur og fiskavørur fáa marknaðaratgongd, sum í hvussu so er er eins góð og hjá kappingarneytunum.

 

12. VinnuGransking, -menning og -førleiki

12.1 Inngangur

Føroyar hava við tí lutfalsliga stóra havøkinum, fiskiríkidømi og firðum og sundum góðar fyritreytir fyri fiskivinnu og havbúnað. Somuleiðis hava vit infrastruktur og royndir, sum gera tað møguligt at fáa meira burturúr hesum fyrimunum.

Tilfeingið á føroysku landleiðunum er við verandi vitan og tøkni fullnýtt. Størri virðisøking úr tí, ið fæst úr sjónum, er tí í fyrstu atløgu ein spurningur um at tryggja skynsama umsiting og røkt av tilfeinginum, og at fáa meira burturúr tí, íð fiskað verður.

Eftirspurningurin eftir fiski og fiskavørum veksur, og gevur hetta møguleikar fyri virðisøking. Men fría kappingin í handlinum við fiski fer at seta áhaldandi størri krøv til kappingarføri og nýskapan í vinnuni.

Gransking og útbúgving er ein týdningarmikil táttur, tá ið umræður at bøta um kappingarføri, møguleikarnar í marknaðinum og gagnnýtslu av øllum tilfeinginum. Besti stuðul til vinnuna er at menna gransking og útbúgving innan fiskivinnuna, og hetta verður ein týðandi táttur í framtíðar fiskivinnupolitikkinum.

Øll framleiðsluketan í fiskivinnuni er grundað á vitan, og tískil er støðugt tørvur á gransking og menning. Talan kann m.a. vera um marknaðargransking, vørumenning og skipa- og veiðitøkni.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at virka fyri at menna tann partin av vitanar-og førleikagrundarlagnum í vinnuni, sum hevur støði í gransking og útbúgving. Gransking er drívmegin í at troyta nýggjar møguleikar í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Stórur dentur eigur tí at leggjast á, at gransking og menning fer fram í tøttum samstarvi við vinnuna.

Vitan og førleiki eru avgerandi fyri menning í vinnuni. Evnini hjá vinnuni at føra seg fram er fyritreyt fyri at tryggja tilgongd av arbeiðsmegi við neyðuga kappingarføra førleikanum á arbeiðsmarknaðinum.

Fiskivinnan er fjøltáttað, og tað eru nógv ymiskt viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvussu leikur fer. Granskingar- og menningarvirksemið eigur tí at fevna um allar tættir, sum hava týdning fyri vinnuna, eitt nú livandi tilfeingið í sjónum og umhvørvi tess, fiskiveiði, fiskiídnað, marknað og samfelagslig viðurskifti í sambandi við fiskivinnu.

 

12.2 Verandi karmar fyri fiskivinnugransking og -menning

Tað, sum kann flokkast sum vinnurættað gransking, fer fram á Fiskirannsóknarstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

 

Fiskirannsóknarstovan

Endamálið hjá Fiskirannsóknarstovuni er at savna tilfar um livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og umhvørvi tess, og út frá hesum geva ráð í burðardyggari gagnnýtslu av sjóøkinum. Harumframt skal stovnurin eisini ráðgeva um burðardygga gagnnýtlsu av livandi tilfeingi á øðrum økjum, har føroyskir fiskimenn fiska og at savna inn tilfar til hetta endamál.

Fiskirannróknarstovan er, sambært endmálsorðingunum, sett at loysa ávísar uppgávur, og mesta arbeiðsorkan fer til hetta arbeiðið. Tann gransking, ið er á stovninum, er í stóran mun sprottin úr dagliga arbeiðinum, og fyri betur at loysa uppgávurnar, ið stovnurin er settur at loysa. Mett verður, at á Fiskirannsóknarstovuni er beinleiðis granskingarvirksemi mett til 25%.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Heilsufrøðiliga Starvsstovuni er, sum frá er liðið, litið upp í hendi eina røð av eftirlits- og umsitingarligum uppgávum. Hetta arbeiðið fer við mest sum allari orkuni hjá stovninum. Tó hevur rúm verið fyri at fremja eina røð av granskingarætlanum, sum hava við starvsøkið hjá stovninum at gera. Endamálið hevur verið at menna vitanina og/ella at kanna møguliga vinnuliga gagnnýtslu, eitt nú úrdráttir úr fiskasløgum. So at siga øll gransking og menning er fíggjað av við peningi uttanífrá.

 

Játtanir á fíggjarlógini

Almenni leikluturin í fiskivinnugransking- og menning kemur fyrst og fremst til sjóndar á fíggjarlógini. Á hvørjum ári verður játtaður peningur til gransking og menning innan fiskivinnu. Her skal heilt stutt verða trivið í tær játtanir á fíggjarlógini, sum Fiskimálastýrið umsitur.

Ein postur á fíggjarlógini innan gransking og menning innan fiskivinnu fevnir um rakstrarjáttan til Fiskirannsóknarstovuna og "Magnus Heinason".

 

Ein annar postur, ið Fiskimálastýrið umsitur, er "Fiskivinnuroyndir", sum verða fyriskipaðar í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna. Ætlanin er at fáa vinnuna meira við í hetta arbeiðið.

 

Peningur á játtanini "Fiskivinnuroyndir" verður nýttur til serligar royndir innan veiði, virking og sølu av fiski. Fyri 2001 eru játtaðar 8 mió. kr. til "Fiskivinnuroyndir".

Harafturat eru 5 mió. kr. játtaðar til granskingarætlanir fyri 2001.

Av játtanini "Fiskivinnumenning á landi" (tilsamans 10,7 mió.kr.), verður stuðul m.a. veittur fiskavirkjum til vørumenning og menning av innaneftirliti.

Peningurin eisini er játtaður á fíggjarlógini til hvalagransking .

 

12.3 Endamál og skipan í fiskivinnugransking og –menning framyvir

Hóast fiskivinna er høvuðsvinna okkara, hevur lítil og eingin skipað gransking verið gjørd her á landi í hesi vinnugrein, fiskifrøðilig og royndarfiskiskapur tó undantikin. Ongar miðvísar ætlanir hava verið lagdar, og at kalla eingin samskipan hevur verið millum vinnu og játtandi myndugleikar á granskingarøkinum. Somuleiðis hevur vinnan í lítlan mun sjálv verið við til at fíggja verkætlanir. Talan hevur í stóran mun verið um tilvildarlig tiltøk, sum fyrst og fremst eru úrslit av virkisfýsni og eldhuga hjá einstaklingum.

Grundað á endamálini í fiskivinnupolitikkinum er høvuðsendamálið við fiskivinnugransking at menna vísindaliga støðið undir burðardyggari gagnnýtslu av livandi tilfeinginum í sjónum, og birta upp undir vinnuvirksemi við støði í hesum tilfeingi. Undir høvuðsendamálinum verða sett neyvari mál fyri tey ymisku økini í vinnuni.

 

Somuleiðis skal dentur leggjast á gransking, ið kann gera sítt til, at føroysk fiskivinna gagnnýtir teir møguleikar, ið eru fyri virðisøking, við at í størri mun at virka fiskin á landi og umborð, og ikki í høvuðsheitum verður rávøruveitari á útflutningsmarknaðunum.

Endamálið er ein liður í at tryggja lønsemi, lokkandi arbeiðspláss og trivnað fyri tey, ið virka í vinnuni.

enH

Teir stovnar, sum fáast við fiskivinnugransking og -menning eru settir at loysa ávísar uppgávur, og mesta arbeiðsorkan fer til hetta arbeiðið. Granskingin á nevndu stovnum er í stóran mun sprottin úr dagliga arbeiðinum, og fyri betur at loysa uppgávurnar, ið stovnarnir eru settir at loysa. Men granskingin er eisini neyðug fyri áhaldandi at menna starvsfólkið í ástøði og í neyðuga forvitninum fyri at loysa uppgávurnar.

Í hesum høpi ber illa til at seta eintýðugt mark millum grundgransking og nýtslugransking; hesi eiga ístaðin at styðja og menna hvørja aðra. Hetta samspælið er ein av fyritreytunum fyri dygdargóðari vinnurættaðari nýtslugransking. Tey, ið taka sær av verkætlanum mugu hava neyðugu og dagførda fakligu barlastina. Hetta er serliga neyðugt í fiskivinnuni, har uppgávurnar eru so nógvar og fjøltáttaðar.

Altjóða samstarv er ein avgerandi fortreyt fyri, at føroyska granskingarumhvørvið hevur neyðuga samstarvið við starvsfelagar uttanlands (netverk), og gjøgnum hesar kann fáa dagførda vitan um, hvat fer fram á teirra øki, og bera hetta skjótt víðari til vinnuna. Granskingin má tí eisini vera á einum altjóða kappingarførum støði. Bert á henda hátt ber til at tryggja, at føroyskir granskarar fáa lut í altjóða samsarvi.

 

 

12.4 Stevna

Fiskimálastýrið fer at virka fyri, at fiskivinnugransking í Føroyum fær umstøður, sum kunnu vera við til at menna vitanarstøði og kappingarførið hjá vinnuni.

Tann peningur, ið árliga verður játtaður á fíggjarlógini til menning og gransking innan fiskivinnu, eigur at vera ein liður í eini ætlan, soleiðis at peningurin verður markaður til ymisk øki, sum granskarar og vinnan meta vera tey mest áhugaverdu at satsa uppá.

Góðar umstøður fyri gransking og menning er ein av fyritreytunum fyri at røkka málinum um gransking og menning, sum ein liður í at fáa virðisøking í vinnuni. Stórur dentur eigur tí at leggjast á, at vinnan verður meira við enn higartil, og at fiskivinnugransking og menning yvirhøvur fer fram í tøttum samstarvi við vinnuna. Tað skal fyrst og fremst vera vinnan sjálv, ið tekur stig til verkætlanir, eins og vinnan eigur at vera við til at fíggja verkætlanirnar.

 

stavorð

BTÚ Bruttotjóðarúrtøka
CCAMLR Commission for the Conservation of Antarctic Marine Living Resources
CITES Convention on International Trade in Endangered Species of Wild Fauna and Flora
DFG Denmark in Respect of the Faroe Islands and Greenland
EBS Evropiska Búskaparliga Samstarvið
EF

 

 

 

ef

Evropisku Felagsskapirnir
EFTA European Free Trade Association
ES Evropiska Samveldið
FAO United Nations Food and Agriculture Organization
GATT General Agreement on Trade and Tariffs
ICCAT International Commission for the Conservation of Atlantic Tuna
ICNAF International Convention for the Northwest Atlantic Fisheries
IWC International Whaling Commission
MLV Mest Loyvda Veiða
NAFO Northwest Atlantic Fisheries Organization
NAMMCO North Atlantic Marine Mammals Commission
NASCO North Atlantic Salmon Conservation Organization
NEAFC North East Atlantic Fisheries Commission
TAC Total Allowable Catch, MLV á føroyskum
UNCLOS United Nations Convention on the Law of the Sea
UNFA United Nations Fish Agreement
WTO World Trade Organization