Frágreiðing um uttanlandsmál 2000-2001


101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um uttanlandsmál 2000-2001

Aðalorðaskifti


Ár 2001, 22. mars, legði , Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Við hesum verða hjáløgd send Løgtinginum fimti eintøk av frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 2000/2001 til aðalorðaskiftis.

Harumframt er hjálagt eitt eintak av frágreiðingunum "Føroyar í kalda krígnum" (Svarta bók) og ískoytisfrágreiðing "Hernaðarmál og Politikkur". Tinglimir og floksformenn hava áður fingið nevndu frágreiðingar.  

FRÁGREIÐING FRÁ LØGMANNI

UM UTTANLANDSMÁL 2000/2001

INNIHALDSYVIRLIT

FORMÆLI *

FØROYSKT SJÁLVSTÝRI *

TRYGDARMÁL *
HERNAÐARKANNINGAR *
Hernaðarkanningin vestanfyri *
Hernaðarkanningin eystanfyri *

TRYGDARPOLITIKKUR FØROYA Í FRAMTÍÐINI *

HANDILSSAMSTARV *
HANDILSSÁTTMÁLIN VIÐ EF *
Tollframíhjárættindi *
Heilsufrøðiligt samstarv *

FRAMTÍÐAR SAMSTARV VIÐ EVROPASAMVELDIÐ *

MARKNAMÁL *

MILLUMLANDASAMSTARV UM BURÐARDYGGA MENNING *

ARKTISKA RÁÐIÐ *

MILLUMLANDA SÁTTMÁLAR UM UMHVØRVISVERND *

ALTJÓÐA RÁKIÐ INNAN HVALAVEIÐI *

FISKI- OG SJÓVINNUMÁL *

MILLUMTJÓÐASAMSTARV UM FISKIVEIÐIRÆTTINDI *

NAMMCO *

SJÓVINNUMÁL OG TRYGGLEIKIN Á SJÓNUM *

Føroyska altjóða skipaskrásetingin (FAS) *

Skipaeftirlitið *

SEMJUR UM FISKIVEIÐIRÆTTINDI FYRI 2001 *

FØROYAR - GRØNLAND *

FØROYAR - ÍSLAND *

FØROYAR - NOREG *

FØROYAR - RUSSLAND *

FØROYAR – BALTISKU LONDINI *

FØROYAR - ES *

STRANDALANDASAMRÁÐINGAR *

Strandalandasamráðingar um norðhavssild í norðurhøvum *

Strandalandasamráðingar um makrel í norðurhøvum *

Strandalanda samráðingar um svartkjaft í Norðuratlantshavi *

Trípartasamráðingar um felagsstovnar *

FISKIVEIÐIRÆTTINDAYVIRLIT *

STAVORÐ *

FORMÆLI

Føroya løgmaður leggur við hesum á fimta sinni frágreiðing um uttanlandsmál fyri Løgtingið. Frágreiðingin hevur, sum áður fráboðað, til endamáls at kunna Løgtingið um gongdina í uttanlandsmálum. Harumframt vóni eg, at orðaskiftið um frágreiðingina fer at geva eina ábending um tær uttanlandspolitisku avgerðir, sum landsstýrið ætlar at taka saman við Løgtinginum í næstum.

Í hesi frágreiðing hava trygdarmál fingið serstaka umrøðu í mun til undanfarnar frágreiðingar. Lagt verður upp til, at hernaðarkanningin vestanfyri, ið er at skilja sum fylgiskjal til hesa frágreiðing, og sum áður er latin Løgtinginum, verður gjølla viðgjørd á tingi. Eisini verður nomið við trygdarpolitikk Føroya í framtíðini. Einki er at ivast í, at einar sjálvstøðugar Føroyar verða noyddar at taka trygdarpolitiskar avgerðir, ið gagna landinum best bæði við atliti at egnari trygd og trygdini hjá grannalondunum í Norðurhøvum. Við øðrum orðum, neyðugt verður at hava okkara felags norðuratlantisku trygd í huga, tá ið trygdarpolitiskar avgerðir verða tiknar.

Í undanfarnum frágreiðingum er nógv gjørt burturúr framtíðar samstarvi við Evropasamveldið. Hesuferð er ætlanin, at greitt verður meira út í æsir frá, hvat ein nýggj samstarvsskipan við Evropasamveldið kundi fevnt um, og hvussu hon kundi verðið fyriskipað. Vónandi fer eitt orðaskifti um framtíðar samstarv við Evropasamveldið sum endurgivið í hesi frágreiðing at geva eina greiða mynd av tingsins vilja í hesum sera týdningarmikla máli.

Sjálvstýri til Føroya fólk eru uttan iva størsta mál, ið er viðgjørt á Løgtingi í nýggjari tíð. Gongdin í málinum gevur greiðar ábendingar um, at heimastýrislógin einans kann skiljast sum ein fyribilsskipan á veg móti fullum sjálvstýri. Havast skal í huga, at meirilutin á Løgtingi, ið samtykti heimastýrislógina í 1948, tekur ikki undir við henni longur.

Omanfyri eru nevnd tey málini, ið gjølla verða viðgjørd í frágreiðingini. Frágreiðingin nemur eisini við eina røð av øðrum málum. Flestu av hesum eru mál, ið ganga aftur, og eru Løgtinginum kunnug.

Nú frágreiðingin um uttanlandsmál verður løgd fram, er tað við teirri vón, at hon verður grundarlag undir einum uppbyggjandi orðaskifti á Løgtingi.

Í Tinganesi 15. mars 2001

Anfinn Kallsberg
løgmaður

FØROYSKT SJÁLVSTÝRI

Um miðan mars mánað í fjør fóru Føroya Landsstýri og danska stjórnin undir samráðingar um fult sjálvstýri til Føroya fólk. Tey fýra samráðingarumførini hava váttað, at Danmark er ikki sinnað til at gera sáttmála við Føroyar, ið skipar Føroyar sum fullveldisríki í frælsum felagsskapi við Danmark samsvarandi setningi landsstýrisins. Støðan hjá donsku stjórnini er í andsøgn við semjuna frá 10. juni 1998, har hon viðurkendi Føroya fólk sum altjóðarættarligan part við rætti til fult sjálvstýri umframt búskaparligar og fyrisitingarligar skiftisskipanir.

Við hesum í huga er landsstýrið, samsvarandi meginreglunum í løgtingssamtyktini frá 2. oktober 1998, vorðið samt um at royna nýggjar leiðir til tess at vinna Føroya fólki fult sjálvstýri. Fullveldisætlan landsstýrisins verður síðani skipað samsvarandi niðan fyri standandi.

Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks er lagt fyri Løgtingið. Uppskotið umfatar ásetingar um niðan fyri standandi viðurskifti.

Í seinasta lagi 1. januar 2002 koma málsøki undir føroyskt ræði og heildarveitingin verður minkað fyri eina upphædd upp á tilsamans í minsta lagi 300-400 milliónir.

Í seinasta lagi 1. januar 2002 verða málsøkini fólkakirkja, skúlamál, revsirættarmál, persónsrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál, fíggjarrættarmál, havumhvørvisvernd, íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Vága Floghavn løgd undir føroyskt málsræði.

Í seinasta lagi 1. januar 2004 verða málsøkini dómstólar, ákæruvald, fongsulsmyndugleikar, kriminalforsorg og almannamál løgd undir føroyskt málsræði.

Í seinasta lagi 1. januar 2006 verða málsøkini løgverja, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi, sjóvinnumál, flogferðslumál, kortlegging og fjarskiftismál løgd undir føroyskt málsræði.

Í seinasta lagi 1. januar 2008 verða málsøkini tilbúgving og heilsumál løgd undir føroyskt málsræði.

Øll onnur málsøki, undantikin tey, ið knýta seg beinleiðis afturat fullveldistøku, verða løgd undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 2012.

Heildarveitingin úr Danmark verður sett í Búskapargrunn Føroya og verður minkað burtur eftir eini skipaðari ætlan.

Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn við tí endamáli at tryggja neyva búskaparliga stýring, meðan Føroyar fara frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap. Hann skal seta politikarum greiðar karmar fyri búskaparstýring og skal forða fyri ovurnýtslu. Hetta verður gjørt á tann hátt, at serligar inntøkur til landskassan verða bundnar í grunninum og nýttar eftir greiðum reglum, sum tryggja føroyska búskapin langt fram í tíð.

Ognirnar hjá búskapargrunninum verða inntøkur frá oljuvinnu, inntøkur frá møguligari sølu av fyritøkum hjá landinum, yvirskotsgjaldføri í Landsbanka Føroya, heildarveitingar úr Danmark og aðrar serinntøkur.

Nýskipanin í rættarliga sambandinum millum Føroya og Danmarkar gongur fram at sjálvari fullveldisgáttini vegna tess, at einans málsøki, sum leggja seg beinleiðis afturat fullveldistøkuni, verða framvegis undir danska ríkisvaldinum. Við øðrum orðum verða Føroyar fyrisitingarliga mest sum leysar av Danmark.

Tá ið tilgongdin er fullliðin samsvarandi oman fyri umrødda leisti, er landsstýrið samt um, at tíðin er búgvin til fólkaatkvøðu í Føroyum um at skipa Føroyar sum fullveldisríki.

Ætlan landsstýrisins hevur til endamáls at skipa eina miðvísa tilgongd, ið hevur við sær, at føroyski búskapurin gerst sjálvberandi, og at Føroya fólk verður sjálvstýrandi.

TRYGDARMÁL

Trygdarpolitikkur fevnir upprunaliga um tann politikk, tær skipanir og tey tiltøk, ið lond skipa fyri til at tryggja og varðveita sjálvræði og fullveldi. Trygdarmál verða vanliga fyrisitin av uttanríkismálaráðharranum. Uppi í trygdarmálum eru verjumál, sum kunnu lýsast sum ítøkilig útinnan av trygdarmálum landsins. Til tess hava lond aloftast ein verjumálaráðharra.

Í nýggjari tíð er trygdarpolitikkurin hjá framkomnum londum farin at fevna um "nýggj øki", millum onnur at tryggja mannarættindi, umhvørvisvernd og at fremja tiltøk í móti skipaðum brotsmannaliðum. Henda gongd hevur tikið dik á seg við altjóðagerðini seinastu áratíggjuni, og serstakliga aftaná at kalda kríggið endaði.

Trygdarpolitikkur í meiri hernaðarkendu merkingini er ikki føroyskt málsøki undir heimastýrisskipanini. Á hesum øki ráða danskir myndugleikar. Tó hava bæði Løgting og landsstýri fleiri ferðir lagt seg út í trygdarpolitisk mál Føroyum viðvíkjandi, tá ið hildið hevur verið, at umboð Føroya fólks eisini áttu at verið tikin við upp á ráð. Dømi eru ymsu tingsamtyktirnar  móti hervaldi á føroyskum øki.

Afturat hesum hava føroyskir myndugleikar ávíst málsræði á pørtum av tí, sum kann sigast at hoyra til eina meira nútíðar trygdarpolitiska fatan, so sum fiskiveiðieftirlit, leiting og bjarging og nú við ætlanini at stovna eina føroyska havbjargingarmiðstøð – Marine Rescue Coordination Center (MRCC).

Í hesum parti av frágreiðingini verða føroysk trygdarmál viðgjørd í tveimum. Undir yvirskriftini "Hernaðarkanningar" verður støða Føroya í kalda krígnum umrødd, og undir yvirskriftini "Føroyskur trygdarpolitikkur í framtíðini" verður víst á tær avbjóðingar, einar sjálvstøðugar Føroyar kunnu væntast at verða fyri.

HERNAÐARKANNINGAR

Løgmaður hevur fingið frágreiðingar um hernaðarmál Føroyum viðvíkjandi. Í september mánaði 1999 kom út frágreiðingin "Føroyar í Kalda Krígnum". Í mars mánaði 2000 kom ískoytisfrágreiðing, nevnd "Hernaðarmál og Politikkur".

Hesar frágreiðingar eru einans gjørdar við støði í skjalarannsóknum vestanfyri. Sostatt kann sigast, at hernaðarkanningarnar hava higartil ikki verið fullførdar.

Til tess at fáa til vega eina fullfíggjaða mynd av støðu Føroya í kalda krígnum er nú skjøtil settur á hernaðarkanning eystanfyri.

Hernaðarkanningin vestanfyri

Hin yvirskipaði setningurin fyri hernaðarkanningini vestanfyri var í høvuðsheitum hesin:

    1. At geva eina heildarmynd av trygdarpolitisku støðu Føroya undir kalda krígnum og í hesum sambandi at lýsa hernaðarligu viðurskiftini í Føroyum.
    2. At lýsa politisku síðurnar av herstøðunum og hernaðarmálinum úr føroyskum, donskum og USA/NATO sjónarhorni.
    3. At savna inn heimildartilfar í viðkomandi skjalasøvnum, í fyrstu atløgu í USA og Danmark, sum støði undir rannsóknunum.
    4. At rannsóknirnar skuldu fevna um tíðarskeiðið umleið 1945-1967.

Frágreiðingin, ið varð gjørd samsvarandi omanfyri endurgivna setningi, varð beinanvegin nevnd "Svartabók", helst í dupultari merking, við tað at kápan er svørt, og innihaldið heldur dapur lesnaður.

Seinni var ískoytisfrágreiðing latin úr hondum, nevnd "Hernaðarmál og Politikkur". Henda frágreiðing er grundað á kanningar av skjølum í Føroyum og lýsir mest ymisk føroysk viðurskifti viðvíkjandi hernaðarligum útbyggingum og ætlanum í Føroyum undir kalda krígnum.

Málið um at fara undir slíkar hernaðarkanningar hevur sín uppruna í Løgtinginum. Tí er tað eisini rætt og rímiligt, at tingið fær lagt hesar frágreiðingar fram fyri seg til umrøðu, og hevur løgmaður valt at gera tað í sambandi við hesa uttanlandsfrágreiðing. Í sama viðfeingi fer løgmaður at nýta høvið til at gera nakrar viðmerkingar til tað, ið er komið fram í hesum frágreiðingum.

Frágreiðingarnar lýsa eitt tíðarskeið í søgu okkara, sum óloysiliga er knýtt at tí serstaka tíðarskeiðnum í heimssøguni, ið vit kenna sum hitt kalda kríggið. Vit fáa her lýst ein part av hesi søgu. Vit fara møguliga ongantíð at kenna allan sannleikan. Tó er her somikið komið undan kavi, at nakrar niðurstøður kunnu gerast.

Tað er ikki ætlan løgmans við hesi framløgu at elva til orðaskifti um, hvørt politiski høgravongurin ella vinstravongurin hevði rætt. Uttan mun til politiskan lit annars, munnu føroyingar kenna seg sum part av vesturheiminum. Í hesi fatan liggur eisini undirtøka okkara fyri grundleggjandi virðum í okkara felags vesturlendsku mentan sum fólkaræði, mannarættindum og frælsum marknaðarbúskapi. Tað er tí ikki ein spurningur um at vera fyri ella í móti NATO í sjálvum sær, sum her verður settur.

Hesar frágreiðingar seta nakrar grundleggjandi spurningar viðvíkjandi okkara politisku støðu og rættindum, serliga rættindum okkara sum fólk, heruppií rættin til eftirlit við trygdarmálum Føroya.

Frágreiðingarnar lýsa eina støðu, har danskir myndugleikar saman við myndugleikum í øðrum londum í fleiri førum hava dult týdningarmikil mál fyri Løgtingi og landsstýri. Talan er um mál, sum høvdu stóran týdning fyri okkara land og fólk. Í øðrum førum hava løgmenn verið tiknir í eið av donskum myndugleikum fyri at tryggja ávísar hernaðarútbyggingar her á landi, sum hvørki Føroya fólk ella tess kosnu umboð máttu fáa kunnleika um.

Eitt framkomið fólkaræði kann ikki góðtaka at verða viðfarið á slíkan hátt. Eyðvitað eru viðurskifti, tá um trygdarmál ræður, sum ikki kunnu vera almenn. Einki atfinningarsamt er í sjálvum sær við at halda ávís viðurskifti í trúnaði fyri at verja landsins trygd og álvarsomu áhugamál. Tað gera øll lond og hava fullan rætt til tess.

Tað ber sjálvsagt eisini til á fólkaræðisligan hátt og innan tryggar stjórnarskipanarligar karmar at skipa handfaringina av slíkum málum soleiðis, at bæði neyðug trúnaðaratlit og ábyrgd yvir fyri egnum fólki og landi verða tryggjað. Hetta verður jú gjørt í øðrum framkomnum fólkaræðisligum londum. Men tá er talan um lond, sum undir fullari ábyrgd ráða sær sjálvum. Føroyar eru ikki sjálvstøðugt land og hava tí trupult við at hevda eina sjálvstøðuga rættarstøðu mótvegis eindarríkisfatanini hjá danska ríkisvaldinum.

Tað er ein álvarsamur trupulleiki, at Føroya fólk gjøgnum sítt fólkaræði, Løgting og landsstýri, hevur so lítið innlit í og lítla ella onga ávirkan á trygdarmál í egnum landi. Eisini er tað óvirðiligt, at løgmenn verða settir í slíka trongstøðu, at teir skulu verja loynidómar hjá útlendskum valdi í okkara egna landi, uttan at málini eru viðgjørd á landsins egnu stovnum.

Eisini verður staðfest, at landsstýrið í ávísum førum hevur sagt frá, at tað ikki tók undir við teim tiltøkum, ið danska stjórnin vildi fremja. Men støða Føroya heimilaði snøgt sagt ikki føroyskum myndugleikum at taka trygdarpolitiskar avgerðir. Støðan er í grundini tann sama. Eitt nógv umrøtt dømi var, tá ið danski uttanríkismálaráðharrin herfyri forðaði løgmanni at fáa í lag fund við NATO aðalskrivaran, hóast báðir vóru hjástaddir á somu ráðstevnu.

Hetta er ein ómyndug støða, ið ikki sømir seg einum framkomnum fólki, ið setir fólkaræðið og sjálvsvirðingina høgt. Tað er trupult at rættvísgera, at kosnu umboðini hjá einari tjóð, sum vil verða sett ájavnt við aðrar tjóðir, skulu lata sær henda leiklut lynda. Øðrvísi var, um vit einans sóu okkum sum ein landslut. Men slík áskoðan er neyvan sambærlig við hugsanina hjá tí stóra meirilutanum av Føroya fólki. Tað má vera so hjá landsins myndugleikum, at trúskapurin mótvegis egnum fólki vigar tyngri enn onnur atlit.

Eingin skal vera í iva um, at hetta landsstýrið kennir ábyrgd fyri støðu landsins og vil røkja hesa ábyrgd við skili, eisini tá ið um ræður at leggja okkara trygdarpolitisku viðurskifti soleiðis til rættis, at Føroya fólk kann kenna seg trygt. Ein skilagóður politikkur hesum viðvíkjandi er ein politikkur, sum viðurkennir, at trygd okkara er óloysiliga knýtt at trygdini hjá grannum okkara.

Vegna vantandi myndugleika á hesum øki verða vit kortini noydd at liva við teim verjupolitisku ætlanum, sum onnur seta í verk í landi okkara. Hesa støðu vil landsstýrið sum kunnugt broyta. Tá ið fólkið hevur tikið við fullu ábyrgdini av landinum, kunnu vit, við virðing fyri okkum sjálvum, á fólkaræðisligum grundarlagi og í góðum samstarvi við grannar okkara í Norðurhøvum, vera við til at leggja okkara trygdarpolitisku viðurskifti til rættis.

Hernaðarkanningin eystanfyri

Nú hernaðarkanningin vestanfyri er fyribils lokin, verður farið undir skjalarannsóknir eystanfyri við høvuðsatliti at skjalasøvnum í Russlandi.

Í hesum sambandi er Bent Jensen, professari við lærda háskúlan í Odense í Danmark, settur at fremja hernaðarkanningina eystanfyri í verki samsvarandi hesum setningi:

    1. At lýsa trygdarpolitisku støðu Føroya í kalda krígnum, sum Sovjetsamveldið og tess sameindu (Varsjavasamgongan) mettu hana.
    2. At lýsa hernaðarligt virksemi hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu á landi í Føroyum, á føroyskum havleiðum og í føroyskum loftrúmi.
    3. At lýsa, í hvønn mun Sovjetsamveldið og tess sameindu høvdu eina serstaka hernaðarliga ætlan (strategi) mótvegis Føroyum, eins og tey eyðvitað høvdu mótvegis Danmark.
    4. At lýsa fregnarvirksemið hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu í Føroyum umframt uttanlands Føroyum viðvíkjandi.
    5. At lýsa, í hvønn mun føroyingar, føroysk feløg og føroyskir myndugleikar luttóku tilvitað og/ella ótilvitað sum umboðsmenn, njósnarar ella loyniumboð hjá Sovjetsamveldinum og tess sameindu.
    6. At savna saman viðkomandi skjalatilfar í skjalasøvnum hjá Sovjetsamveldinum og, um umstøðurnar tala fyri tí, eisini í Eysturtýsklandi og á NATO høvuðsstøðini í Brússel til tess at greiða tann yvirskipaða setningin.

Skjalarannsóknir í Russlandi eru torførar at fremja í verki vegna tess, at russiskir myndugleikar einans loyva søgugranskarum at skriva skjøl á søvnum teirra av við hond. Sostatt er ikki loyvt at taka avrit av skjølum. Bent Jensen, professari, er leiðari á slavisku deildini við Lærda Háskúlan í Odense og er kønur í russiskum máli og politiskum viðurskiftum í Russlandi. Harumframt hevur hann drúgvar royndir av skjalarannsóknum í Russlandi.

TRYGDARPOLITIKKUR FØROYA Í FRAMTÍÐINI

Áðurnevndu hernaðarkanningar hava lýst støðu Føroya í Norðurhøvum sum eina ósjálvstøðuga tjóð, har landsins myndugleikar hvørki hava havt innlit ella ávirkan á trygdarpolitiskar avgerðir og tiltøk Føroyum viðvíkjandi.

Nú Føroyar eru á einum vegamóti, har vit seta kós fram móti fullum sjálvræði, er neyðugt at gera sær greitt, hvønn trygdarpolitikk landsins myndugleikar eiga at reka í framtíðini.

Í hesum sambandi hevur landsstýrið sæð tað sum sína náttúrligu uppgávu og skyldu at útvega sær kunnleika um okkara trygdarpolitisku støðu og møguleikar. Tí hevur landsstýrið spurt seg fyri bæði hjá donskum myndugleikum og hjá óheftum serfrøðingum, eins og roynt hevur verið at fáa samband við NATO aðalskrivaran um málið.

Støðan er nógv broytt síðan kalda kríggið. Vit liva ikki longur í støðugum ótta fyri einum altoyðandi kjarnorkukríggi. Í samsvari við hesa gongd er NATO broytt nógv og hevur átikið sær nýggjar uppgávur. Umframt at vera ein verjufelagsskapur, sum støðugt stendur tilbúgvin at verja fólkaræði, mannarættindi og frælsu marknaðarbúskaparskipan hjá limalondunum, leggur felagsskapurin nógva orku í at menna sín førleika at samskipa trygdarbygnaðin í øllum Evropa, bæði við upptøku av nýggjum limalondum og innan karmin á "Samstarvsskipanini fyri Friði" – Partnership for Peace (PfP) – har at kalla øll lond í Evropa, eisini Russland, eru við umframt øll NATO-lond. Sum nakað nýtt hevur NATO eisini tikið uppá seg friðarvarðveitandi og humaniterar uppgávur.

Við hesi gongd fyri eygað og serstakliga havandi í huga, at einar sjálvstøðugar Føroyar noyðast at taka sín part av ábyrgdini fyri trygd og góðum viðurskiftum í norðurhøvum, metir landsstýrið tað vera neyðugt at taka trygdarpolitisku støðu Føroya upp til nýggja viðgerð.

Tá ið Føroyar gerast sjálvstøðugt land, skulu vit hava eina greiða støðu til, hvussu vit skipa okkum viðvíkjandi trygd og verju landsins. Í tí sambandi verða niðanfyri nevnd nøkur viðurskifti, sum støði fyri føroyskum orðaskifti um, hvussu vit kunnu skipa okkum á trygdarpolitiska økinum.

Útgangsstøðið er, at vit skulu taka við fullu ábyrgdini av økinum, og at vit á hesum støði samstarva við onnur til frama fyri okkara felags trygd og frælsi. Hóast útgangsstøðið er tann fulla sjálvstøðan, forðar tað ikki fyri, at vit eisini sum ósjálvstøðugt land royna at virka á hesum øki við umhugsni og royna at fáa so stóra ávirkan, sum nú einaferð er møguligt í verandi rættarstøðu. Ein slíkur hugburður vil eisini menna okkum, so vit verða betur fyri, tá ið vit sjálvi skulu umsita ábyrgdina á økinum.

Í hesum viðfangi kann verða nevnt, at landsstýrið er vorðið kunnað um, at NATO ætlar at seta upp nýggj radarsamskiftistól í Føroyum. Eftir at hava ráðført seg við uttanlandsnevnd Løgtingsins, hevur løgmaður biðið danskar myndugleikar um fleiri upplýsingar í málinum.

Sum landsstýrið áður hevur nevnt í uppriti, sum latið er uttanlandsnevnd Løgtingsins, eru ávísar fyritreytir, ið skilagott er at hava fyri eygað, tá ið støða verður tikin til at skipa okkum á trygdarapolitiska økinum:

    1. Sum er, hevur Danmark allan myndugleika viðvíkjandi trygdarmálum og verjumálum á føroyskum øki. Danmark er limur í NATO, og limaskapur Danmarkar fevnir um Føroyar.
    2. Føroyar fara ikki at taka stig, ið órógva trygdarbygnaðin í Norðurhøvum. Við øðrum orðum verður Mjørkadalsstøðin verandi, so leingi tørvur er á henni.
    3. Føroyskur trygdarpolitikkur og føroyskar trygdarskipanir skulu, møguliga í samstarvi við eitt ella fleiri grannalond, kunna varðveita og verja serlig føroysk áhugamál innan uppgávuøkini:
    1. Verja land og fólk móti álopi og ágangi uttaneftir.
    2. Eftirlit við markinum, heruppií eftirlit við ferðandi fólki og fullveldishevd alment.
    3. Fiskiveiðieftirlit.
    4. Verja rættindini í undirgrundini, heruppií tryggja kolvetnisútbúnað.
    5. Tilbúgvingarskipan í sambandi við leiting og bjarging á sjógvi og landi, fyribyrging og handfaring av vanlukkum, eitt nú fyri at kunna handfara vanda fyri møguligari oljudálking.
    6. Tilbúgvingarskipan móti yvirgangi og skipaðum brotsmannavirksemi.

Báðir donsku hernaðarmyndugleikarnir í Føroyum eru nú sameindir undir heitinum Færøernes Kommando, og fara fólk hjá loftverjuni og herflotanum at húsast í Mjørkadali. Loftverjuparturin av støðini er partur av einum NATO kervi, ið gongur frá bretsku oyggjunum yvir Føroyum, Íslandi og Grønlandi til Norðuramerika. Danska verjan rekur støðina, hóast loftverjuparturin av henni er samrunnin partur av bretskari skipan.

Orsøkin til donsku hernaðarligu hjáveruna er fyrst og fremst fullveldishevd. Meðan støðin sum loftverjuskipan er partur av bretskari skipan, er hennara virksemi á sivila loftferðsluøkinum undirskipað tí íslendska loftferðslumyndugleikanum, av tí at føroyska loftrúmið sambært ásetingum hjá ICAO er partur av íslendska loftrúminum. Tískil veitir Mjørkadalsstøðin eisini tænastur í sambandi við øll tey mongu sivilu flogfør, ið dagliga flúgva í føroyskum loftrúmi. Orsakað av ófullfíggjaðari kunning frá viðkomandi donskum myndugleikum, ber ikki til at útiloka, at støðin eisini kann hava annan týdning.

Føroyskir myndugleikar standa ikki á berum viðvíkjandi eftirliti við føroyskum havøki og tilbúgving sum heild. Vit hava longu eina væl útbygda Vaktar- og Bjargingartænastu, seinast styrkt við nýggja vaktarskipinum Brimli, og ein nýggj bjargingartyrla fer at koma til Føroya í næstu framtíð. Ein tilbúgvingarskipan er í umbúna undir samskipan Fiskimálastýrisins, sum eisini fevnir um eina føroyska havbjargingarmiðstøð.

Sambært ráðgeving uttaneftir, hevur føroyskt fullveldi við sær, at Føroyar fáa tørv á

Tað kann verða ynskiligt, at einstakir føroyskir yvirmenn fáa ávísa hernaðarliga ella aðra serstaka útbúgving. Eitt nú hevur Ísland gjørt semju við Noreg um sjóverjuútbúgving av yvirmonnum til íslendsku vaktarskipini og semju við Danmark um serútbúgving av løgverjufólki til uppgávur hjá Sameindu tjóðum í truplum økjum.

Einar sjálvstøðugar Føroyar fara at hava fyri neyðini at fáa í lag samstarv við onnur lond um verju landsins og um annað samstarv á trygdarpolitiska økinum. Her skal skiljast ímillum veruligar sáttmálar á hægsta stigi um verju, sum vit kunnu nevna sáttmálar um verjusamstarv, og aðrar semjur á nærri tilskilaðum økjum. Hesar seinnu kunnu vera á stjórnarstigi, men kunnu eisini vera á lægri stigi og verða meira ella minni formligar – vit kunnu nevna hesar umsitingarligar semjur.

Ábendingar eru um, at NATO londini ikki eru fegin um tvítjóða trygdarveitingar, tí NATO er ein fleirtjóða verjusamgonga. Tað er tó ov tíðliga longu nú fullkomiliga at útiloka henda møguleika. Vituliga eru bert tvey lond, ið hava førleika at veita Føroyum tvítjóða trygd, nevniliga Bretland og USA.

Kunnugt er, at bretskir myndugleikar uttan mun til, hvør hevur fullveldi yvir Føroyum, rokna Føroyar sum part av tí bretska økinum, sum teir hava skyldu til at verja. Av geopolitiskum ávum broytist hetta ikki, um Føroyar gerast fullveldisríki. Tískil er í veruleikanum eitt slag av ósagdari trygdarváttan altíð til staðar. Hetta eiga føroyskir myndugleikar at verða greiðir um, tá ið mett verður um trygdarvandan.

Norðuratlantiski sáttmálin frá 1949 hevur umveldisgildi í Føroyum. Sostatt eru Føroyar umfevndar av Norðuratlantiska Sáttmálafelagsskapinum – North Atlantic Treaty Organization (NATO).

Tá ið avgerð verður tikin um framtíðar trygdarpolitikk Føroya, er neyðugt at hava í huga strategisku støðu Føroya í Norðurhøvum. Harumframt er neyðugt at hava í huga tær trygdarpolitisku skipanir, Føroyar longu eru partar av.

Tað er ein sannroynd, at NATO hevur síðan sín stovningardag verið sjálvur grundvøllurin undir trygd og varandi friði í Vesturheiminum. Tað trygdarpolitiska støðufestið, sum í hesum sambandi er skapt í Norðurhøvum, er komið Føroyum til góðar.

Tískil talar alt fyri, at einar sjálvstøðugar Føroyar fara at heita á NATO londini um at taka undir við, at umveldisgildið hjá norðuratlantiska sáttmálanum frá 1949 heldur fram.

Um so verður, at NATO lond í fyrstu syftu fara at himprast við at taka undir við, at einar sjálvstøðugar Føroyar halda fram sum NATO land, eru tó ikki allar súðir syftar. Sambært ráðum frá útlendskum serfrøðingum kunnu einar sjálvstøðugar Føroyar alt fyri eitt gerast partur í Samstarvsskipanini fyri Friði - Partnership for Peace (PfP) – sum NATO hevur fyriskipað.

Samstarvsskipanin fyri Friði virkar í stóran mun sum fyrireikingarskipan móti fullum NATO limaskapi. Nevndu serfrøðingar siga, at Føroyar kunnu í øllum førum ikki rokna við NATO limaskapi tey fyrstu fimm árini.

Ímóti hesum kann verða hildið, at Føroyar eru kortini longu NATO land, og at verjutrygdarváttanin í grein 5 í norðuratlantiska sáttmálanum frá 1949 longu fevnir um Føroyar. Tískil hevur tað ongan eyka kostnað við sær fyri NATO, um einar sjálvstøðugar Føroyar gerast limaland. Hesin spurningur kann helst bert verða greiddur í møguligum samráðingum við NATO, um Føroyar skuldu søkt um limaskap.

Sum áður nevnt, skuldi góður møguleiki verið hjá Føroyum at verið við í Samstarvsskipanini fyri Friði. Um so verður, kann tað verða ynskiligt harafturat at gera semjur við ávís NATO lond um ítøkiligt samstarv innan útbúgving, fiskiveiðieftirlit, veðurfrøði, tilbúgving í sambandi við vanlukkur og tilbúgving í sambandi við yvirgang.

Tílíkt samstarv hevur virðismiklar royndir við sær viðvíkjandi framkomnari og skynsamari skipan og menning av starvsfólki, stovnum og mannagongdum innan trygdarøkið og tilbúgvingarøkið í Føroyum.

Umframt Samstarvsskipanina fyri Friði, hava serfrøðingar mælt til, at einar sjálvstøðugar Føroyar søkja um limaskap í Sameindu tjóðum (ST), Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi í Evropa (OSCE) og Evroparáðnum. At kalla øll lond, smá sum stór, í Evropa hava limaskap í hesum felagsskapum.

HANDILSSAMSTARV

Síðan 1992 hava Føroyar havt handilssáttmálar við onnur lond. Í løtuni hava Føroyar handilssáttmálar við EF, Ísland, Noreg, Sveis, Estland og Pólland. Hildið verður miðvíst fram við at gera handilssáttmálar við fleiri lond. Týdningurin av hesum sáttmálum er stórur. Teir eru við til at tryggja vinnulívinum frægastu útflutningssømdir. Harumframt fær brúkarin fjølbroyttari og bíligari vørur, umframt at samfelagsbúskapurin fær eitt breiðari innflutningsstøði og útflutningsstøði.

HANDILSSÁTTMÁLIN VIÐ EF

Tollframíhjárættindi

Handilssáttmáli Føroya við EF frá 1996 varð broyttur 1. august 1999. Broytingin hevði við sær, at umleið 97% av verandi handli við ES ongar tollforðingar hevur longur.

Enn eru tó vørubólkar, ið ikki hava nóg góðar treytir, tá ið hugsað verður um útflutning til ES marknaðin. Serliga verður hugsað um pilkaðar rækjur og fiskafóður. Føroyski parturin av felagsnevndini, sum dagliga umsitur handilssáttmálan, nýtir allar møguleikar til at fáa tollkvoturnar fyri hesar vørur hækkaðar. Í næstum verða fundir við ES nevndina um júst hesar vørur, og vónandi fara hesir fundir at føra til ávísar betringar.

Hóast vit í ár fáa hækka tollkvoturnar á hesum vørum, kunnu vit neyvan vænta, at kvoturnar fara at verða hækkaðar so mikið, at føroyski tørvurin verður gingin á møti. Tað hevur tí stóran týdning, at orka verður løgd í málið, so hvørt høvi er til tess.

Stór orka hevur verið og verður enn løgd í at fáa Føroyar við í skipanina við alevropiska upprunaøkinum. Sum nevnt í uttanlandsfrágreiðingini í fjør hevur luttøka í hesari skipan alstóran týdning fyri føroysku vinnuna. Eru vit ikki við í skipanini, verður føroysk vinna verandi eitt fet aftanfyri eitt nú norsku og íslendsku vinnuna, tá ið tað snýr seg um kappingarføri og menningarmøguleikar. Vóru Føroyar partur av skipanini, høvdu føroyskar fyritøkur havt møguleikan at innflutt eitt nú íslendskan og norskan ráfisk og fiskavørur annars til víðari virking í Føroyum, sum síðani varð seld ES samsvarandi tollframíhjárættindunum í sínámillum handilssáttmálanum.

Líkt er til, at tað verður trupult hjá ES av politiskum grundum at nokta føroyska luttøku í hesum samstarvi í framtíðini. Føroyar eru einasta land frá Turkalandi í landsynningi til Ísland í útnyrðingi, ið ikki er góðkent av ES at luttaka í alevropiska upprunaøkininum.

Føroyar hava undir samráðingunum um handilssáttmálar við Mið- og Eysturevropa lagt stóran dent á, at upprunareglurnar í hesum sáttmálum eru sambærligar við tær í alevropiska upprunaøkinum. Teir sonevndu EFTA sáttmálarnir (Noreg, Ísland, Sveis) skulu dagførast fyri at vera sambærligir, og er hetta arbeiðið væl áligið.

Heilsufrøðiligt samstarv

Innihaldið í heilsufrøðiliga samstarvinum við ES kom í gildi 1. februar í ár, eftir at Føroyar/EF felagsnevndin hevði samtykt tilmælið frá heilsufrøðiligu undirnevndini, sum varð undirskrivað í mars og samtykt á tingi í 9. mai í fjør. Hetta ber sum kunnugt í sær, at heilsufrøðilig krøv og eftirlitsskipanir í Føroyum skulu samsvara teimum í ES, soleiðis at tað á markinum til ES lond ikki longur verður neyðugt við heilsufrøðiligum eftirliti av fiskavørum úr Føroyum, sum tað er við vørum úr øðrum triðjalondum.

Sambært heilsufrøðiliga frumskjalinum í handilssáttmálanum er ein fastur heilsufrøðiligur undirbólkur stovnaður partanna millum, har virkan og broytingar í samstarvinum á økinum verða regluliga viðgjørd. Um ynski verður í framtíðini at víðka um samstarvið til eisini at fevna um útflutning av landbúnaðarvørum úr Føroyum til ES, so hava Føroyar nú í handilsáttmálanum ein fastan karm fyri at samskifta beinleiðis við heilsufrøðiligu myndugleikarnar í ES um slíkar spurningar.

Ein annar táttur í nýggja samstarvinum á hesum øki er ikki minst møguleikin hjá Føroyum at luttaka sum eygleiðari á fundum í arbeiðsbólkum í ES, har spurningar um heilsufrøðilig krøv til fiskivinnu verða viðgjørdir. Ætlanin um at kunna fylgja við í gongdini innanhýsis í ES hevur til endamáls at fyrireika seg frammanundan og møguliga ávirka gongdina, áðrenn nýggjar ásetingar ella broytingar verða framdar.

FRAMTÍÐAR SAMSTARV VIÐ EVROPASAMVELDIÐ

Í undanfarnu uttanlandsfrágreiðing hevur løgmaður greitt Løgtinginum frá, at besta leiðin móti tættari samstarvi millum Føroyar og Evropasamveldið er við ískoytissáttmálum at víðka handilssáttmálan frá 1996 til eisini at fevna um samstarvsøki, ið eru ásett í EBS sáttmálanum.

Hesin møguleiki hevur tí verið nágreiniliga kannaður og niðan fyri verður greitt frá, hvussu ein tílík samstarvsskipan kundi hugsast at farið at sæð út. Hesin myndil er gjørdur við grundarlagið í verandi sáttmálum millum Føroyar og ES, EBS sáttmálanum, teim føroysku álitunum um tættari samstarv við ES og teim óformligu fundum, ið hava verið millum embætisfólk úr Føroyum og ES.

Samstarvið millum Føroyar og ES er í løtuni skipað í tveimum sáttmálum. Sáttmálin frá 1977 ásetur, hvussu farast skal fram, tá ið tingast verður um tey árligu sínámillum fiskiveiðirættindini hjá sáttmálapørtunum. Sáttmálin frá 1996 ásetur reglur fyri atgongd til innmarknaðirnar hjá sáttmálapørtunum viðvíkjandi sínámillum vøruhandli.

Rættarstøða Føroya forðar fyri, at EBS sáttmálin verður settur í gildi í Føroyum. Sjálvt um rættarstøða Føroya verður broytt grundleggjandi í næstum, soleiðis at EBS sáttmálin kann setast í gildi í Føroyum, kann ein víðkaður sáttmáli frá 1996 hava ávísar fyrimunir við sær í mun til EBS sáttmálan.

EBS sáttmálin og samstarvi partanna millum eru skipað á ein hátt, ið var best hóskandi fyri øll tey sjey EFTA londini, sum í síni tíð fóru undir samráðingar við ES um EBS sáttmálan. Harumframt var EBS sáttmálin av mongum ætlaður sum ein fyribils tillagingarskipan undan ES limaskapi EFTA landanna. Samanumtikið verður mett, at ein víðkaður sáttmáli frá 1996 betri kann skipast við atliti at serstøkum føroyskum viðurskiftum. Sáttmálatøkniliga fordømið eru teir sjey sáttmálarnir um sínámillum samstarv, ið Sveis hevur gjørt við ES.

Ein nýggj samstarvsskipan millum Føroyar og ES kann verða gjørd við støði í EBS sáttmálanum og verða skipað við ískoytissáttmálum til sáttmálan frá 1996 umframt sáttmálanum frá 1977 um fiskiveiðirættindi. Skipanin kundi fevnt um niðanfyri nevndu samstarvsøki.

1) Vørufrælsi, stovnsligur bygnaður og samstarvsmannagongdir (sáttmálin frá 1996)

  1. Heilsufrøðilig viðurskifti (ískoytissáttmáli frá 2000)

  2. Frælsi fyri persónar, tænastur og kapital (nýggjur ískoytissáttmáli)

  3. Kappingarreglur og aðrar felags reglur (nýggjur ískoytissáttmáli)

  4. Vatnrætt samstarv, sum er viðkomandi fyri tey fýra frælsini (nýggjur ískoytissáttmáli)

  5. Samstarv uttan fyri tey fýra frælsini (nýggjur ískoytissáttmáli)

2) Fiskiveiðirættindi (sáttmálin frá 1977)

Sáttmálin frá 1996, sum sambært omanfyri standandi kundi verið meginsáttmálin í eini nýggjari samstarvsskipan millum Føroyar og ES, fevnir sum áður nevnt um reglur fyri atgongd til innmarknaðirnar hjá Føroyum og ES viðvíkjandi sínámillum vøruhandli. Harumframt eru ásetingar um stovnsligan bygnað og samstarvsmannagongdir í sáttmálanum. Her verður hugsað um felagsnevnd og undirbólkar.

Ískoytissáttmálin um heilsufrøðilig viðurskifti hevur við sær, at Føroyar eru ein samrunnin partur av ES viðvíkjandi heilsufrøðiligum viðurskiftum.

Ein ískoytissáttmáli um frælsi fyri persónar, tænastur og kapital hevði fevnt um meginregluna um javnstøðu í tjóðskapi. Við øðrum orðum, eingin mismunur hevði verið gjørdur á arbeiðstakarum og virkjum úr Føroyum og ES við atliti at tjóðskapi.

Ein føroyskur borgari hevði fingið rætt til at taka á seg arbeiði, seta á stovn virki ella at veita tænastur í ES. Eisini hevði hann við húski fingið rætt til at búseta seg í ES áðrenn og aftaná arbeiðstøkuna. Somuleiðis hevði hann fingið rætt til somu samfelagsligu veitingar sum ES borgarar. Hendan regla hevði eisini verið galdandi hinvegin.

Ein føroysk fyritøka, sum er sett á stovn samsvarandi galdandi reglum í Føroyum, kundi sett á stovn fyritøku í ES. Fyritøkan skuldi tó havt eitt búskaparligt endamál, skuldi havt høvuðsstøð í ella verið miðstýrd úr Føroyum ella ES. Hendan regla hevði eisini verið galdandi hinvegin.

Innan flutningsøkið, bankavirksemið og tryggingarvirksemið kundu serstakar ásetingar verið gjørdar.

Ongar forðingar skuldu verið fyri, at føroyskur kapitalur frælst kundi flutt til ES og øvugt. Ásetingar kundu tó verið gjørdar um, nær og hvussu frávik kundu verið gjørd frá meginregluni um javnstøðu í tjóðskapi.

Um viðkomandi persónur ella fyritøka var at meta sum ein hóttan móti samfelagsgagni, samfelagstrygd ella almannaheilsu (public policy, public security and public health) kundu avmarkingar verið framdar í meginregluni um javnstøðu í tjóðskapi. Harumframt hevði meginreglan um javnstøðu í tjóðskapi ikki verið galdandi fyri ávís almenn størv.

Til tess, at tey fýra frælsini skuldu kunna virkað eftir ætlan og sostatt verið ein veruligur rættur hjá avvarðandi borgarum, hevði í ávísan mun verið neyðugt at samskipa partar av tjóðarrættinum hjá sáttmálapørtunum. Millum annað skuldu ásetingar verið gjørdar viðvíkjandi sosialu trygdini hjá verkafólkum og húskjum teirra. Harumframt skuldu prógv og viðurkenningar hjá sáttmálapørtunum verið samskipað.

Ískoytissáttmálin um kappingarreglur og aðrar felags reglur hevði bannað fyritøkum at gjørt sínámillum semjur, ið kundu virkað kappingaravlagandi ella á annan hátt ávirkað handilin millum Føroyar og ES. Eisini hevði verið bannað fyritøkum at gjørt sær dælt av eini sterkari støðu á marknaðinum. Almennur stuðul, sum kundi ávirkað kapping og handil millum Føroyar og ES, hevði ikki verið loyvdur. Undantøk kundu tó verið gjørd á hesum øki. Ásetingar skuldu verið gjørdar um alment innkeyp og mentanarliga, ídnaðarliga og vinnuliga ogn (intellectual, industrial and commercial property).

Eftir ískoytissáttmálanum um vatnrætt samstarv, sum hevði verið viðkomandi fyri tey fýra frælsini, skuldi tørvurin at betra um arbeiðsviðurskifti, livikor hjá verkafólkum, arbeiðsumhvørvi, arbeiðsrætt og javnstøðu verið eftirkannaður. Ásetingar skuldu verið gjørdar um brúkaravernd. Ásetingar skuldu verið gjørdar um umhvørvi við tí endamáli at varðveita, verja og betra umhvørvið, at verja almannaheilsu og at tryggja burðardygga nýtslu av náttúrutilfeinginum. Samstarvast skuldi um hagtøl og um vinnulívsrætt.

Ískoytissáttmálin um samstarv uttan fyri tey fýra frælsini hevði fevnt um stuðulsskipanir fyri smáar og miðalstórar fyritøkur, gransking, útbúgving, ungdómsviðurskifti, kunningartøkni, tøkniliga menning, útvarpsmál, sjónvarpsmál, umhvørvi og ferðavinnu. Um Føroyar høvdu rindað sín lutfalsliga part av samlaðu játtanini, kundu Føroyar verið partur í ES rammuætlanum og verkætlanum á jøvnum føti við ES londini. Sum dømi kann nevnast, at føroyskir granskarar og onnur áhugað kundu á jøvnum føti við samsvarandi ES borgarar luttikið í granskingarbólkum og samstarvsbólkum í ES. Eisini hevði verið møguleiki fyri í felag at tikið stig til nýggj granskingartiltøk ella samstarvsøki. Føroysk lesandi kundu tikið lut í ES umbýtingarskipanum á jøvnum føti við lesandi úr ES.

Viðvíkjandi fiskiveiðirættindum, so verða hesi viðurskifti skipað í sáttmálanum frá 1977, og er hetta partur av samstarvinum millum Føroyar og ES. Miðað átti at verið eftir, at sáttmálin ikki varð partur av eini nýggjari samstarvsskipan millum Føroyar og ES.

Ikki er óhugsandi, at ES, um farið varð undir samráðingar, hevði mælt til aðra samanseting av ískoytissáttmálum enn nevnt omanfyri. Tískil er neyðugt við eini gjøllari viðgerð av málinum, soleiðis at greiða fæst á, hvar okkara størstu áhugamál á teimum ymsu økjunum liggja.

Um farið verður undir eina slíka ætlan í framtíðini, fer tað at seta stór krøv til føroyskar myndugleikar. Serstakliga verður hugsað um tillagingar av føroyska tjóðarrættinum við tí í hyggju at samskipa og samansjóða hann við felagsskapsrættin (l’acquis communautaire). Tað er tí av stórum týdningi, um farið verður undir ætlanina, at hon verður gjørd í tøttum samstarvi millum Landstýrið og Løgtingið.

MARKNAMÁL

Á havrættarliga økinum er tað hent, at løgmansskrivstovan á vári 2000 frá danska uttanríkismálaráðnum fekk fyrispurning um at seta í gildi fyri Føroyar lógina um 12 fjórðinga umveldismark, ið kom í gildi í Danmark tann 7. apríl 1999, soleiðis at sjóumveldismarkið um Danmark varð flutt út á 12 fjórðingar tann 1. mai 1999. Løgmaður legði herfyri málið fyri Løgtingið. Løgtingið hevur samtykt málið, og løgmaður hevur boðað danska uttanríkisráðharranum frá hesum.

Móti Íslandi hava Føroyar havt miðlinjumark síðan 1977, men partarnir hava ikki verið samdir um, hvussu miðlinjan skal roknast. Ísland roknar miðlinjuna úr skerinum Hvalsbaki, sum Føroyar ikki hava hildið vera rætt. Millum Føroya og Íslands er sostatt eitt øki, teprar 4.000 ferkilometrar til víddar, har báðir partar kanna sær løgdømi fiskiskapi viðvíkjandi.

Tað er komið fyri, at skip, ið hava fiskað har við føroyskum loyvi, hava verið órógvað av íslendskum myndugleikum. Eftir at Danmark vegna Grønland í 1998 samdist við Ísland og Noreg um markini millum Grønland, Ísland og Jan Mayen, og vit í 1999 samdust við bretar um havmørkini innanfyri 200 fjórðingar, er ósemja okkara við Ísland tann einasta, sum stendur eftir hjá báðum londum innanfyri 200 fjórðingar. Hugur er at loysa hetta mál, og samband er millum føroysk og íslendsk umboð til tess at kanna møguleikarnar fyri at loysa málið á ein hátt, ið báðir partar kunnu vera nøgdir við. Vónandi verður ein slík loysn rokkin, áðrenn langt um líður.

Uttanfyri 200 fjórðingar stendur spurningurin um tey umskarandi krøvini hjá okkum, Íslandi, Bretlandi og Írlandi um landgrunn á Rockall Hatton leiðini framvegis óloystur. Føroyar halda seg betur enn onnur strandalond megna at prógva yvir fyri altjóða samfelagnum, at landgrunnur Føroya røkkur út um 200 fjórðingar á hesum leiðum. Landsstýrið roynir at fylgja við í altjóða gongdini í málum sum hesum.

MILLUMLANDASAMSTARV UM BURÐARDYGGA MENNING

Frágreiðingin frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000 greiddi frá, at Føroyar royna at hava ein virknan lut í millumlandasamstarvi bæði í arktiskum og norðurlendskum høpi, har ið felagsætlanir og meginreglur fyri burðardygga menning í framtíðini verða gjørdar. Eisini varð tikið fram, at føroyska luttøkan í hesum millumlandasamstarvi gevur okkum høvi og íblástur at arbeiða meira miðvíst við at útgreina felagssjónarmið okkara sum tjóð.

Sum týðandi fiskivinnutjóð í Norðuratlantshavinum eiga Føroyar eisini at kunna fremja síni sjónarmið í einum breiðari altjóða høpi, har neyðugt er at leggja dent á týdningin av at gagnnýta havtilfeingið á burðardyggan hátt og at verja um havumhvørvið til tess at tryggja møguleikarnar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørv. Undir verandi skipan er tað tó bert í norðurlendska samstarvinum og beinleiðis fiskivinnusamráðingum, at Føroyar veruliga hava eina rødd sum hoyrist.

Trupulleikin við at verða virknari í einum breiðari sambandi er, at í teimum týdningarmestu altjóða felagskapunum, har ið gagnligt hevði verið at gjørt vart við egin sjónarmið, eru Føroyar partur av danska limaskapinum. Bæði í handils-, fiskivinnu- og umhvørvishøpi verður støða Danmarkar samskipað sum partur av einari felagsstøðu hjá ES í altjóðahøpi. Føroyar hava sum vera man sera ringt við at gera síni sjónarmið galdandi undir slíkum fortreytum.

Hóast hesar avmarkingar verður kortini roynt at arbeiða innan verandi politiska karmin við at útvega meira beinleiðis kunnleika um millumlandarákið á fleiri týðandi økjum, soleiðis at vit í framtíðini verða betur før fyri at røkja okkara áhugamál, har ið tað umræður. Nevnast kann m.a. sambandið millum handil og umhvørvi, sum verður eitt av høvuðsevnunum á skránni hjá heimshandilsfelagskapinum WTO komandi tíðina, samskiftið millum OECD limalond um búskap og vinnumenning, serliga við atlit at fiskivinnu, og áhaldandi tjakið í øðrum stovnum og stevnum, sum eru við til tulka og raðfesta skyldurnar hjá londum í altjóða samstarvi um tilfeingisumsiting og umhvørvisvernd.

Sum matvøruframleiðandi land verður neyðugt hjá Føroyum at gera sær greitt, at sambandið millum marknaðarkrøv til matvørur og meginreglur fyri umhvørvisvernd og gagnnýtslu av tilfeingi fer at styrkjast alsamt meira í tíðini, sum kemur.

Innan norðurlendska fiskivinnusamstarvið hevur í fleiri ár verið arbeitt við eini felagsætlan um umhvørvismerking á fiski og fiskaúrdráttum. Síðani 1996 hevur ein norðurlendskur arbeiðsbólkur við umboðum frá umsiting og vinnuni arbeitt við tekniskum ásetingum fyri eini felags merkisskipan, sum norðurlond kunnu standa saman um. Úrslitið av hesum arbeiði var á fundi á Svalbarð seinasta summar viðgjørt av norðurlendsku fiskimálaráðharrunum. Avgjørt varð at arbeiða víðari við málinum, soleiðis sum arbeiðsbólkurin hevði mælt til, og at norðurlond ikki skuldu hava eitt felags umhvørvismerki, men nýta hvør sítt eftir einum leisti, sum arbeiðsbólkurin vísti á. Eisini var avgjørt, at Ísland skuldi kunnað víðari um norðurlendska arbeiði við umhvørvismerking, og hevur fundur verið millum ES, Føroyar og Ísland um felags sjónarmið.

ARKTISKA RÁÐIÐ

Arktiska Ráðið hevur sín uppruna í arktiska samstarvinum um umhvørvisvernd, sum byrjaði í 1991. Ráðið varð sett á stovn í 1996 og við hesum varð undanfarna umhvørvissamstarvið broytt til eitt víðkað arktiskt samstarv á uttanríkispolitiskum stigi við verkætlanini um burðardygga menning sum tað nýggja liðið. Umframt Danmark eru limalondini Kanada, USA, Russland, Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland.

Føroyar hava gjøgnum danska limaskapin í ráðnum verið umboðaðar á fundum í Arktiska Ráðnum og verkætlanum tess farna árið. Í oktober 2000 varð ein ráðharrafundur hildin í Barrow, Alaska, har landsstýrisformaður Grønlands, Jonathan Motzfeldt, umboðaði danska ríkið vegna danska uttanríkismálaráðharran. Føroyar vóru umboðaðar á embætismannastigi.

Hóast Føroyar eru sjónligar í navninum á sendinevndini (Danmark/Grønland/Føroyar), so verður støða Føroya og Grønlands til tey ymisku evnini á skránni samansjóðaðar við meiningarnar hjá danska umhvørismálaráðnum til eina felags danska støðu, sum bert verður borin fram av donskum embætismonnum. Í mun til DFG skipanina, sum vit kenna hana frá t.d. NAFO and NASCO, ella talurættin og sjálvstøguðu umboðanina hjá Føroyum í norðurlendska samstarvinum, er møguleikin hjá Føroyum at hava ein beinleiðis politiskan leiklut í arktiska samstarvinum sera avmarkaður.

Ráðharrafundurin, har ið ráðharrarnir hjá limalondunum samtykkja eina yvirlýsing, sum góðkennir felagssjónarmið og framtíðararbeiðsætlanir hjá ráðnum, verður hildin annaðhvørt ár. Á Barrow fundinum tók Finnland við formansskapinum eftir USA tey næstu tvey árini. Í mun til USA boðar formansskapur Finnlands longu frá einum meira virknum kunningarvirksemi bæði millum limalondini og í sambandi við at kunna um arktisk áhugamál í øðrum millumlandafelagsskapum (sí http://www.arctic-council.org/). Flestu limalondini halda, at samstarvið hevði verið sterkari, um ráðið hevði eina fasta skrivsstovu, men USA vil framvegis ikki taka undir við einari fastari fígging av felagsskapinum.

Barrow ráðharrayvirlýsiningin samtykti m.a. eina rammuætlan fyri samstarv um burðardygga menning, eina virkisætlan móti dálking og eina umfevnandi verkætlan til at kanna heilsu- umhvørvis- og samfelagsárin av verðurlagsbroytingum í arktiska økinum. Føroyskir serfrøðingar eru við í fleiri av teimum vísindaligu verkætlanunum, sum verða samskipaðar undir Arktiska Ráðnum.

MILLUMLANDA SÁTTMÁLAR UM UMHVØRVISVERND

Afturat norðurlendska og arktiska umhvørvissamstarvinum, sum Føroyar taka lut í, er eitt ørgrynni av millumlandasáttmálum um umhvørvisvernd á fleiri økjum. Nakrir eru galdandi fyri Føroyar, men í øðrum førum vantar støðutakan Føroya. Arbeitt verður í løtuni við at gera eitt yvirlit yvir slíkar sáttmálar og tær skyldur, sum Føroyar hava sambært teimum. Miðað verður ímóti at gera eina raðfesting av teimum sáttmálum, sum eru mest viðkomandi at binda seg til. Hetta arbeiðið hevur eisini samband við arbeiðssetningin hjá umhvørvisnevdnini, sum landsstýrissmaðurin í umhvørvismálum setti í august í fjør.

Millum altjóðabindingarnar á umhvørvisøkinum, sum Føroyar skjótast gjørligt eiga at taka støðu til, eru frumskjølini um tungmetal og POP-evni (seinhvørvandi lívrunnin dálkingarevni), sum Danmark undirritaði tann 24. juni 1998 á eini evropiskari umhvørvisráðstevnu í Århus. Hesi frumskjøl eru gjørd sambært ST/ECE (United Nations Economic Commission for Europe) sáttmálanum frá 1979 um víðferðandi luftdálking (LRTAP-sáttmálin).

Hesi frumskjøl eru fyrst og fremst ætlað at fáa altjóða bindingar í lag í mun til tey stóru ídnaðarlondini, sum í dag standa fyri meginpartinum av framleiðslu og útleiðingum av tungmetallum og POP-evnum. Frumskjølini verða tó ikki fólkarættarliga bindandi fyrr enn 16 lond hava boðað frá staðfesting. Higartil hava bert 6 lond boðað frá hesum (har ímillum Noreg, Svøríki og Finnland).

Í norðurlendskum og altjóða sambondum verður ofta víst á týdningin av, at fleiri lond staðfesta hesi frumskjøl, soleiðis at tey skjótari kunnu koma í gildi. Víst verður serliga á tørvin í sambandi við ta staðfestu dálkingina av hesum evnum í arktiskum øki, ikki minst í havi og havsúgdjórum. Hetta kenna vit eisini til í Føroyum frá kanningum av tungmetalum og POP-evnum í grindahvalum og tilhoyrandi vandanum fyri árini á fólkaheilsuna av hesum. Tí hevur Føroya landsstýri fleiri ferðir gjørt vart við tørvin á bindandi sáttmálum, sum hava til endamáls at minka hesi evni heilt burtur.

Málið hevur í heyst verið til viðgerðar í Landsstýrinum og í uttanlandsnevnd Løgtingsins. Ætlanin er at leggja málið fyri tingið til endaliga samtykt í hesi tingsetu.

ALTJÓÐA RÁKIÐ INNAN HVALAVEIÐI

Landsstýrið fylgir framvegis neyvt við gongdini í altjóða hvalaveiðiráðnum IWC, hóast eingin beinleiðis føroysk luttøka hevur verið á fundum í IWC seinastu tvey árini. Arbeitt verður í IWC við at loysa seinasta knútin, sum er eftir til tess, at ráðið aftur kann virka sum veruligur millumlanda umsitingarstovnur fyri vinnuliga stórhvalaveiði. Knúturin er at finna eina semja um eina skipan fyri eftirlit av hvalaveiði, men hann er framvegis so fast knýttur, at tað tykist enn líka langt millum sjónarmiðini, sum tað so leingi hevur verið í hesum samstarvinum.

Eitt annað mál, sum hevur eins stóran týdning fyri framtíðar menningarmøguleikar í sambandi við burðardygga gangnýtslu av stórhvalum, er høvið hjá hvalaveiðilondum at útflyta hvalatvøst og -spik. Víst verður á, at felagsskapurin CITES (sáttmálin um milllumlandahandil við hóttum djóra- og plantusløgum) samtykti ikki uppskotini hjá Noregi og Japan á partsfundinum í 2000 um at taka sildrekastovnarnar í norðurhøvum og í suðuríshavinum av listanum yvir hótt djórasløg. Allir stórhvalastovnar eru tí sambært CITES-reglum framvegis á listanum yvir hótt djórasløg. Tað ber í sær, at allur millumlandahandil við vørum, framleiddum úr hesum djórum, er bannaður. Hetta hevur leingi verið ein politisk forðing í hvalaveiðimálinum yvirhøvur.

Tó hevur Noreg nýliga tikið eina avgerð um aftur at loyva útflutningi av hvalavørum. Avgerðin er grundað á fyrivarni tess til CITES listingar. Hetta stig fer óivað at skapa ein vissan mótgang í øðrum londum. Landsstýrið fegnast um hesa djørvu avgerð hjá norsku stjórnini. Tað er í fullum samsvari við meginregluna um burðardygga nýtslu av havtilfeingi.

Støða Danmarkar, sum er limur í CITES, er samskipað í ES-høpi í samsvari við ES umhvørvisverndarreglur. Føroyar hava ikki staðfest CITES sáttmálan. Hóast Danmark stuðlar royndini at finna eina varandi loysn í IWC, soleiðis at vinnulig stórhvalaveiði aftur verður góðkend, setur Danmark seg kortini ímóti niðurlistingum av stórhvalum sambært CITES reglum, hóast viðkomandi hvalastovnar ikki eru at rokna sum hóttir sambært egnum ásetingum CITES.

Eyðsýnt er, at áhaldandi kunning um hvalaveiði og virkið samstarv millum lond um gransking, umsiting og veiðihættir eru við til at bøta um kunnleikan um týdningin, hvalaveiði hevur fyri mentan og búskap hjá nógvum londum og fólkum um allan heim. Grindadráp hevur sum kunnugt gjørt Føroyar kendar uttanlands. Vit hava av ringum royndum lyndi til at trúgva, at umtalan av hvalaveiði okkara er ring, men hetta er í veruleikanum als ikki beint. Vit uppliva í dag ofta ein sera positivan áhuga fyri grindaveiðimentan okkara.

Tí leggur landsstýrið framvegis stóran dent á at kunna um hvalaveiði og serfrøði okkara sum hvalaveiðifólk og at røkja sambond við onnur hvalaveiðisamfeløg, bæði í útnorði og víða um í heiminum. Millum annað kann nevnast sambandið, sum Føroyar hava fingið við felagsskapin fyri hvalaveiðifólk og hvalaveiðisamfeløg um allan heim, ið nevnist heimsráð fyri hvalaveiðifólk (World Council of Whalers). Føroysk umboð hava havt eitt virkið samband við hendan felagskap, síðan hann varð stovnaður í 1996. Umboð úr Føroyum luttóku á aðalfundinum í Nýsælandi í november í fjør, har kunnað varð um grind í Føroyum og fleiri nýggj sambond vórðu knýtt. Landsstýrið fegnast um at kunna bjóða hesum felagsskapi at halda næsta aðalfundin í Føroyum í 2002.

FISKI- OG SJÓVINNUMÁL

ST sáttmálin um ferðandi fiskastovnar varð í fjør staðfestur á Føroya Løgtingi. Sáttmálin leggur dent á at styrkja millumtjóðasamstarvið gjøgnum økissamstarvsfelagsskapir fyri umsiting av ferðandi fiskastovnum. Tað er tí sera umráðandi at hava ein virknan lut í øllum teimum felagsskapum, sum viðgera teir fiskastovnar, sum hava ella fara at fáa týdning fyri okkum.

Umframt samstarv Føroya við onnur lond um tilfeingi havsins gjøgnum hesar millumtjóðafelagsskapir eru eins og undanfarin ár nýggjar sínámillum fiskiveiðiavtalur og strandalandaavtalur gjørdar. Hesar verða viðgjørdar í partinum, sum viðvíkjur semjum um fiskiveiðirættindi.

MILLUMTJÓÐASAMSTARV UM FISKIVEIÐIRÆTTINDI

Felagsskapurin fyri fiskiskap í Útnyrðingsatlantshavinum, NAFO, hevur í fleiri ár havt eina dygga umsiting og munagott eftirlit við fiskiskapinum eftir fiskastovnum á økinum. Avgerðir tiknar í NAFO høpi ávirka serliga umstøðurnar hjá rækjuskipunum at fiska á Flemish Cap og annars umstøðurnar hjá føroyskum skipum at fiska svartkalva í NAFO øki. Í løtuni er toskabann á Flemish Cap, men tað hevur eydnast at víðka rækjuleiðirnar nakað.

Føroyska royndarveiðan eftir rækjum á NAFO økinum hevur havt stóran týdning fyri at varðveita veiðimøguleikan á økinum og fyri at tryggja besta vísindaliga grundarlagið, tá ið avgerð verður at taka á fundum í næstum um eina heildarkvotu ístaðin fyri verandi fiskidagaskipan á økinum. Henda royndarveiða er nú liðug.

Felagsskapurin fyri fiskiskap í Landnyrðingsatlantshavinum, NEAFC, hevur seinastu árini ment seg at vera ein felagsskapur, sum í samsvar við altjóða uppgávur fyri fiskiveiðifelagsskapir, fer at vera miðdepilin í sambandi við umsiting og eftirlit við fiskiveiðini eftir so týðandi fiskastovnum sum norðhavssild, kongafiski, svartkjafti og makreli í Norðuratlantshavi.

Eftir nógv fundarvirksemi eru avgerðir tiknar í NEAFC, sum ávirka fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum og eftir svartkjafti, sild og makreli í altjóða sjógvi. Grundað á, at strandalondini fyrst semjast um eina heildarveiði og veiðireglur fyri hvønn einstakan ferðandi fiskastovn, eru skipanir samtyktar, sum binda limalondini at fremja burðardygga fiskiveiði, og sum forða londum, sum ikki eru limir, at taka sær rætt á víðum havi ímóti fyriskipanum hjá NEAFC. Ein felags fráboðanarskipan og skipan um eftirlit um fylgisvein er sett í verk.

Sáttmálin um at varðveita laksin í Norðuratlantshavi, NASCO, kom í gildi 1. oktober 1983 og varð staðfestur av Danmark vegna Føroyar og Grønland. Í NASCO eru Føroyar limur í nevndini fyri Landnyrðingsatlantshav, og Grønland limur í nevndini fyri Vesturgrønland. Londini skiftast um formansskapin. Føroyar hava seinastu árini bert havt royndarveiði eftir laksi, men hava á ársfundinum boðað frá, at vit halda fast við rætt okkara at veiða laks og sostatt gagnnýta okkara kvotu til eina og hvørja tíð grundað á bestu vísindaligu tilráðing.

Fiskiskapur eftir tunfiski í Atlantshavi verður umsitin av felagsskapinum fyri fiskiskap eftir tunfiski í Atlantshavi, ICCAT. Stórur áhugi tykist at vera fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi ein part av árinum, tó er veiðin minkað í føroyskum sjógvi. Føroysk skip fiskaðu eisini í altjóða sjógvi í fjør. Í 1997, 1998 og 1999 fingu japonsk skip loyvi frá føroyskum myndugleikum í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna til royndarveiði eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Í 2000 varð avgerð tikin um ikki at loyva japonskum skipum at halda fram við royndarveiði í føroyskum sjógvi.

Grundað á stóra áhugan fyri tunfiskiskapi í føroyskum sjógvi, hevur landsstýrið verið eygleiðari seinastu trý árini á ársfundum hjá ICCAT. Gjørt hevur verið vart við, at Føroyar sum strandaland hava rætt at gagnnýta tilfeingið heruppií tunfiskin í føroyskum sjógvi. Á seinasta ársfundi gjørdi ICCAT hinvegin vart við, at Føroyar kundu ikki góðtakast sum tunaveiðitjóð uttan so, at Føroyar gerast limur í ICCAT. Føroyska støðan higartil er at samstarva við ongum limaskapi. ICCAT hevur svarað, at samstarv er ikki nóg mikið, Føroyar mugu ganga undir tær fyriskipanir og kvotaásetingar, sum felagsskapurin ásetur. Stórt trýst verður lagt á Føroyar fyri at gerast limur í ICCAT fyri at sleppa undan tiltøkum ásett av limalondunum.

Felagsskapurin fyri fiskiskapi í Suðuratlantshavi og Antarktis, CCAMLR (Commission for the Conservation of Antarctic Marine Living Resources), varð stovnaður í 1982 og hevur sítt høvuðssæti í Hobart, Tasmania, Avstralia. Felagsskapurin umsitur 33 mió. ferkilometrar av havøkinum sunnan fyri 50 stig suður, serstakliga við atliti at dálking og at verja vistskipanina. Felagsskapurin ásetur eisini reglur um fiskiskap, MLV, kvotur, royndarfiskiskap og reglur fyri fiskiskapi eftir krill, ymiskum fiskasløgum, krabba og høgguslokki á økinum grundað á tilráðingina frá vísindaligu nevndini. Einki føroyskt skip hevur roynt í hesum fiskiskapi í seinastuni.

NAMMCO

Í farnu árum hevur samstarvið í NAMMCO m.a. fevnt um vísindaligar metingar av nebbafiska-, hvít- og náhvalastovnunum í Norðuratlantshavinum og um ymsar kópastovnar í Barentshavinum og eystan fyri Grønland. Eygleiðaraskipanin hevur verið roynd í 3 ár, nú við fullu luttøku Føroya. Sostatt verður grindadráp eygleitt gjøgnum hesa skipanina, samstundis sum føroyskir serfrøðingar eru góðtiknir av NAMMCO sum millumlandaeygleiðarar í øðrum limalondum.

NAMMCO ráðið hevur samtykt fleiri tilmæli at bøta um drápsháttin og tey amboð, sum verða nýtt. Farið er eisini undir at viðgera sambandið millum vísindi og kunnleikan hjá veiðifólki, og hvussu henda vitan kann verða nýtt, tá ið ráðgivið verður um burðardygga gagnnýtslu.

Limalondini fara at hyggja nærri at, hvussu úrdráttir frá súgdjórum kunnu verða gagnnýttir við atliti at handli og marknaðarføring millum limalondini.

Limaskapur Føroya í NAMMCO nevndini fyri økisbundið samstarv um gransking, umsiting og vernd av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum gevur okkum besta karmin at lúka krøvini í ST havrættarsáttmálanum. Har er ásett, at lond skulu samstarva um umsiting av hvalastovnum gjøgnum hóskandi millumtjóðafelagsskapir.

Samstarvið hevur eisini víst seg at geva møguleika fyri at viðgera ikki bert vísindaligar, men alt fleiri tøkniligar, samfelagsligar og búskaparligar spurningar, ið eru knýttir at gagnnýtsluni av súgdjórum á okkara havleiðum. Vónað verður, at Russland og Kanada gerast limir í NAMMCO. Støða NAMMCO sum viðurkendur millumlandastovnur varð munandi styrkt farna árið, tá ið vertslandsavtalan millum NAMMCO og Noreg endaliga varð undirskrivað á ársfundinum í Sandejord í september mánaði.

SJÓVINNUMÁL OG TRYGGLEIKIN Á SJÓNUM

Til tess at lúka nýggj IMO krøv og tað vaksandi eftirlitið við handils- og fiskiskipum eru broytingarnar í manningarlógini og tilhoyrandi fyriskipanum framdar. Eisini eru komnar nýggjar reglur um vaktarhald á skipum og um serlig útbúgvingarkrøv hjá teimum, ið sigla við ferðamannaskipum. Skipanin um trygdarskeið fyri sjómenn er sett í verk við trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Føroyska altjóða skipaskrásetingin (FAS)

Ávísar broytingar eru gjørdar í FAS-skipanini. Vaksandi áhugi er at skráseta útlendsk skip undir føroyskum flaggi til eitt nú frálandavinnu. Skipanin kann gerast uppaftur betri, um ávísar reguleringar í skatta- og avgjaldstreytum verða framdar.

Skipaeftirlitið

Landsstýrið setti sær sum mál í 1998 at fyrireika yvirtøkuna av skipaeftirlitinum. Ein nevnd hevur síðani arbeitt við málinum at gera uppskot um, hvussu hetta kann gerast. Nevndin hevur kannað, hvussu viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar kunnu skipast, soleiðis at Føroyar fáa sjálvstøðuga umboðan í IMO og rættindi sum sjálvstøðugt limaland ella í eina tíð saman við Danmark.

Nevndin legði sína frágreiðing og tilmæli fram í september mánaði, og Løgtingið hevur tikið undir við, at samráðingar verða tiknir upp við danir um yvirtøkuna. Fiskimálastýrið fyrireikar í løtuni hesar samráðingar.

SEMJUR UM FISKIVEIÐIRÆTTINDI FYRI 2001

Samráðingar um fiskiveiðirættindini fyri 2001 eru lidnar. Undantiknar eru tó árligu avtalurnar við tey trý baltisku londini, har støðan hjá toskastovninum í Eystursjónum og fiskivinnumynstrið hjá Estlandi, Lettlandi og Litava á fjarleiðum er broytt. Úrslitini eru betri enn væntað serstakliga tí, at vandi var fyri stórum niðurskurði í Barentshavinum.

Javnvágin í sínámillum fiskiveiðiavtalunum er sum heild hægri, og eisini krónuvirðið í hvørjari avtalu er hægri samanborið við 2000. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av hægri fiskaprísum og betri atgongd í uppsjóvarveiðuni. Skaptir eru møguleikar fyri víðkaðum fiskivinnusamstarvi í vinnuni.

Grundað á betri samstarv í altjóða økjum er fiskiveiðieftirlitið munandi betri, og fylgisveinaeftirlit er vorðin ein meira vanligur partur í samstarvinum landanna millum bæði í altjóða øki og innan strandamørk.

Stovnsrøktartiltøk hava vaksandi týdning fyri varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum, og hava strandalondini sett veiðisetningar fyri sild og makrel. Hesir eru grundaðir á ST- sáttmálan frá 10. desember 1982, og sum Løgtingið staðfestið í fjør.

Fiskiveiðisamráðingarnar í 2000 fyri fiskiskap í 2001 endaðu við hesum semjum:

FØROYAR - GRØNLAND

Rammusáttmálin millum Grønland og Føroyar áleggur pørtunum at samráðast hvørt ár um eitt kvotabýti. Partarnir endurskoðaðu fiskiveiðiavtaluna fyri 2000 og komu ásamt um, at fyri 2001 kunnu føroysk skip fiska 3.400 tons av uppsjóvar kongafiski burturav felags Føroyar/Grønland NEAFC-kvotuni í Irmingarhavinum ella í grønlendskum sjógvi. Grønlendsk skip kunnu fiska 2000 tons av norðhavssild burturav føroysku strandalanda kvotuni í føroyskum sjógvi ella í altjóða øki. Henda nøgd kann eisini verða fiskað við Jan Mayen, um Noreg og Grønland semjast um tað, og verða avreidd í Føroyum.

Partarnir vóru samdir at halda fram við royndarveiðu í ávikavist grønlendskum og føroyskum sjóøki soleiðis, at føroysk skip kunnu við troli ella línu fiska 150 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi norðanfyri 68 stig norður. Eisini kunnu upp til 3 skip í senn fiska við troli ella línu eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í upp til 100 fiskidagar tilsamans. Hjáveiðan av kalva og svartkalva er sett til 100 tons tilsamans.

Ein grønlendskur trolari kann fiska upp til 250 tons av botnfiski í føroyskum sjógvi á uttaru fiskidagaleiðini. Hjáveiðan av toski og hýsu kann í mesta lagi verða 30% av botnfiskaveiðini. Eisini kann eitt grønlendskt skip royndarveiða eftir krabba á ytru fiskidagaleiðuni. Grønland fær 300 tons av makreli í føroyskum sjógvi.

Partarnir komu ásamt um, at aftur í 2001 skal vera møguligt at býta fiskidagar eftir rækjum á NAFO-økinum, og um Grønland hevur lodnu eftir í Eysturgrønlandi, skulu føroysk skip kunna keypa burturav hesi. Eisini kunnu føroysk skip fiska 50% av teirra íslendsku lodnukvotu í grønlendskum sjógvi. Eins og undanfarna ár kunnu føroysk verksmiðjuskip taka ímóti fiski í Grønlandi, um toskafiskiskapurin skuldi byrja aftur, og um grønlendsk virki fáa ikki tikið ímóti.

Partarnir eru samdir um at virka fyri vaksandi fiskivinnusamstarvi í vinnuni hjá báðum londunum.

Partanir umrøddu samstarvið í NAFO, NEAFC og í norðurlanda høpi. Eisini var ætlanin um eina trílandaavtalu millum Føroyar, Grønland og Ísland umrødd, herundir at halda fram við felags kanningum av kongafiski í Irmingarhavinum.

FØROYAR - ÍSLAND

Fiskiveiðisamráðingarnar við Ísland vóru 1. februar í ár. Har vórðu samráðingarpartarnir samdir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi varð 5.600 tons. Av hesi heildarkvotu verður toskakvotan 1.200 tons og kalvakvotan 80 tons galdandi fyri tíðarskeiðið 1. juni til 31. august. Ongar avmarkingar eru í brosmuveiðini, sum verður endurskoðað næsta ár.

Partarnir samdust um at halda fram við semjuni um uppsjóvarfiskasløg. Íslendsk skip kunnu veiða svartkjaft, 2.000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, og føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi. Umframt hetta kunnu føroysk skip veiða ta grønlendsku kvotuna uppá 10.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

FØROYAR - NOREG

Noreg og Russland gjørdu av ikki at minka heildarveiðuna av toski í Barentshavinum í 2001. Heildarkvotan av toski hækkar úr 390.000 tons í 2000 upp í 395.000 tons í 2001, av hesum er triðjalandskvotan hækkað úr 55.200 tons upp í 55.900 tons. Norski parturin av triðjalandskvotuni er 23.300 tons, og við Svalbarð er triðjalands kvotan hækkað upp í 15.800.

Heildarkvotan av hýsu hækkar úr 62.000 tonsum í 2000 upp í 85.000 tons í 2001. Triðjalandskvotan av hýsu fer úr 3.200 tonsum í 2000 upp í 4.400 í 2001. Lodnuveiða verður aftur loyvd í 2001 og er mest loyvda veiða sett til 630.000 tons við einum býtislykli 60% til Noreg og 40% til Russland. Av hesum eru sett 15.000 tons av til triðjalond.

Føroyska kvotan verður 1.700 tons av toski, 395 tons av hýsu, 250 tons av upsa norðanfyri 62 stig norður. Loyvt er eisini at flyta 3.300 tons av russiskum botnfiski og 7.000 av lodnu at fiska í norskum sjógvi. Makrelkvotan er 1.690 tons, men harumframt kunnu 7.535 tons av føroysku strandalandakvotuni fiskast í norskum sjógvi. Svartkjaftakvotan er 2.000 tons sum royndarveiða og 250 tons við Jan Mayen. Ídnaðarkvotan er aftur 25.000 tons. Lodnukvotan er 7.000 tons, og sildakvotan er óbroytt 1.200 tons í 2001. Upsakvotan sunnanfyri 62 stig norður er nú 1.400 tons. Eisini kunnu 2.000 tons av rossamakreli verða fiskað og 100 tons av rækjum við Jan Mayen. Føroyska kvotan við Svalbarð verður 818 tons av toski og 197 tons av øðrum fiskasløgum. Rækjudagatalið er óbroytt 1.317 fiskidagar.

Norska botnfiskakvotan við Føroyar í ár verður 5.222 tons við avmarkingum fyri veiði á Føroya Banka. Svartkjaftakvotan hjá norðmonnum í føroyskum sjógvi í ár verður 47.000 tons og makrelkvotan 4.100 tons.

Spurningurin um føroyska rækjuveiði við Svalbarð var frammi aftur. Føroyar mótmæltu norsku avgerðini at skipa fiskiskapin sambært norskari kunngerð, sum ásetir avmarkingar fyri føroyskum rækjufiskiskapi við Svalbarð.

Partarnir hava gjørt semju um betri eftirlit og eina royndarverkætlan um sjálvvirkandi fylgisveinafráboðan á skipum. Partarnir hava loyst trupulleikarnar við tvinnanda fráboðanum á felagsøkinum millum Føroya og Bretlands.

FØROYAR - RUSSLAND

Fiskifrøðiligu viðurskiftini í Barentshavinum eru nevnd í brotinum um Noreg. Undir samráðingunum í Russlandi vóru ábendingar um eina minni hækking í kvotunum hjá báðum pørtum, men av tí at russar ikki fingu broytt støðuna undir samráðingunum, samdust partarnir um at hava somu kvotuásetingar fyri 2001 sum galdandi í 2000. Partarnir skulu samráðast víðari um víðkaðar møguleikar fyri 2001.

Semjan millum partarnar hevur sostatt við sær, at føroysk skip veiða í russiskum sjógvi 8.200 tons av toski, 800 tons av hýsu, 1.000 tons av flatfiski og 2000 tons av rækjum. Haraftrat kunnu føroysk skip nú aftur veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5.000 tons kunnu verða fiskað í norskum sjógvi.

Russisk skip kunnu veiða í føroyskum sjógvi 105.000 tons av svartkjafti íroknað 3% av sild. Haraftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiði á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu. Makrelveiðan hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi verður aftur 10.000 tons.

Makrelspurningurin hevði frammanundan elvt til nógv stríð millum Føroyar og ES sínámillum og Føroyar og Noreg sínámillum. Eftir at strandalondini ES, Føroyar og Noreg aftur gjørdu semju í fjør er partur okkara av heildarkvotuni nú 30.750 tons. NEAFC hevur ásett mest loyvdu veiðu í altjóða økinum til 55.000 tons, og Russland er nú partur í hesi semju.

Føroyar og Russland hava haraftrat gjørt semju um meira samstarv um toskakeyp í Barentshavinum og Eystursjónum umframt samstarv um svartkjaft í føroyskum sjógvi. Eisini eru partarnir samdir um at kanna møguleikan fyri nærri samstarvi um rækjur í Kyrrahavinum (Kamsjatka) og á NAFO økinum (Flemish Cap).

FØROYAR – BALTISKU LONDINI

Á fiskiveiðisamráðingunum við tey Baltisku londini Estland, Lettland og Litava fyri 1999 var semja um at halda karmarnar á hvørjum ári, tó soleiðis at bert um báðir partar hava skip tøk, verður semja gjørd. Ongin semja er higartil gjørd um fiskiskap fyri 2001.

FØROYAR - ES

Samráðingarnar millum Føroyar og ES um sínámillum fiskirættindasáttmála fyri 2001 endaðu við, at avtala varð gjørd fyri 2001 um veiðirættindi á júst sama støði sum fyri 2000. Allar kvotunøgdir hjá føroyskum skipum í ES og grønlendskum sjógvi eru óbroyttar, og kvotunøgdirnar hjá ES skipum í føroyskum sjógvi eru tær somu. Tó varð tann broyting gjørd, at ES skip í 2001, sum eina roynd, fáa møguleika at veiða meira av langasporli og stinglaksi burtur av tí samlaðu longu- og blálongukvotuni. Heildarkvotan, 3.600 tons, er óbroytt. Hesin møguleikin verður endurskoðaður undir samráðingunum næsta ár við atliti at møguleikum hjá føroyskum skipum at fáa rúmari atgongd at fiska tær kvotur, sum verða avtalaðar millum partarnar.

Tann óbroytta avtalan merkir, at føroysk skip eisini í 2001 kunnu fiska ávísa nøgd av makreli burtur av tí føroysku strandarlandakvotuni í ES sjógvi. Hetta var trætumál í samráðingunum fyri 2000, sum varð loyst eftir næsta samráðingarumfar.

Triðjalond, serliga Noreg, sum fiska í tí áður umstríddu leiðini á markinum millum Føroyar og Bretland, hava fleiri ferðir heitt á Føroyar og ES um at fáa eina greiða skipan fyri, hvussu fráboðanarreglurnar eru á hesi leiðini. Higartil hava skipini boðað báðum pørtum frá, og sama veiðinøgd er tikin burturav hjá hvørjum parti. Nú ein endaliga avtala er gjørd við Bretland um fiskimarkið har á leiðini, er greitt grundarlag hjá Føroyum og ES í fiskirættindahøpi at taka henda spurningin til viðgerðar.

STRANDALANDASAMRÁÐINGAR

Strandalandasamráðingar um norðhavssild í norðurhøvum

Samráðingarnar millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fiskiskap eftir norðhavssild endaðu við, at mest loyvda veiða varð sett til 851.500 tons fyri 2001. Býtið millum londini er sum ásett í sama mun sum í fjør við sama niðurskurði í heildarveiðuni, sum er 32% í 2001, tó minkaði hon minni enn tað, ICES hevði mælt til, men sum var tað, sum londini at enda kundu semjast um.

Við hesum í huga samdust partarnir um at avmarka teirra veiði úr sildastovninum í 2001 til í mesta lagi 850.000 tons við hesum kvotum:

Evropiska Samveldið 71.260 tons
Føroyar 46.420 tons
Ísland 132.080 tons
Noreg 484.500 tons
Russland 115.740 tons

Somuleiðis vórðu samtyktar sínámillum avtalur um atgongd til veiði á fiskiøkinum hjá pørtunum og aðrar treytir, sum eru ásettar í sínámillum avtalum. Skipanin fyri fiskiskapi er óbroytt, tó er kvotan minkað 32%.

Partarnir samdust um at seta í verk eina langtíðar fyrisitingarætlan fyri sildastovnin (atlanto-skandisku sildina), sum er í samljóði við eina fyrivarnis meginreglu, ætlað at avmarka fiskiskapin at vera innan fyri tryggar lívfrøðiligar karmar og ætlað sum grundarlag undir burðardyggum fiskiskapi. Ætlanin skal fevna um fylgjandi:

    1. Øll orka skal leggjast í at varðveita gýtingarstovnin omanfyri tað kritiska støðið (Blim) upp á 2.500.000 tons.
    2. Fyri 2002 og næstu árini samdust partarnir um at avmarka teirra fiskiskap grundað á eina heildarveiðu (MLV) ásett í samljóði við eitt fiskideyðatal minni enn 0,125 fyri viðkomandi aldursbólkar, sum ásett av ICES, uttan so at vísindalig ráðgeving í framtíðini mælir til broytingar í fiskideyðatalinum.
    3. Um gýtingarstovnurin minkar niður um tilvísingarvirðið Bpa 5.000.000 tons, skal fiskideyðatalið, sum víst er til í grein 2 omanfyri, verða tillagað sambært vísindaligu metingini av tá galdandi viðurskiftum. Ein slík tillaging skal veita vissu fyri eini tryggari og skjótari menning av gýtingarstovninum upp á eitt støði oman fyri 5.000.000 tons. Avtalað varð í fjør, at eftir umstøðunum skuldu partarnir endurskoða og broyta hesi fyrisitingartiltøk og ætlanir grundaðar á møguliga nýggja ráðgeving frá ICES. Ráðgevingin varð viðgjørd á fundinum. ICES hevur eisini givið veiðiforsagnir fyri 2001 grundað á fiskideyðatal (veiðutrýst) frá F=0,08 til 0,15.

Strandalandasamráðingar um makrel í norðurhøvum

Á tí fimta strandalanda fundinum millum ES, Føroyar og Noreg samdust londini aftur um somu veiðireglur um eina langtíðarætlan fyri makrelfiskiskapinum. Hetta eru tær somu, sum vóru samtyktar í løgtinginum í fjør, løgtingsmál nr. 78/1999. Sambært hesi avtalu eiga Føroyar ein strandalandapart, sum svarar til 5, 3% av ásetta MLV´num fyri norðan. Hetta verður endurtikið fyri føroyska úrslitið fyri 2001, sum gevur Føroyum 30.750 tons av makreli.

Fyrimunurin við strandalandaavtaluni er, at nú eru Føroyar viðurkendar sum strandaland, og okkara rættur er ikki longur treytaður av, um vit koma til eina semju við ES á hvørjum ári ella ikki. Vit eiga strandalandarættindini saman við Noreg og ES. Tær kvotur, sum føroysk skip kunnu fiska í 2001, skulu tí samanberast við tær kvotur, sum vit kundu fiska í 1999/2000 (nettoúrslitið).

Strandalandaavtalan um makrel lýkir tey krøv, sum verða sett veiðiumsitingarskipanum (§§9-10) í ST avtaluni (UNFA) um varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum á sama hátt sum sildaavtalan. Noreg og Føroyar vilja tó, at avtalan skal fevna um allan makrelin í Norðeysturatlantshavinum og ikki bert um norðasta partin av makrelstovninum, sum sambært ICES er ein stovnur. Tað verður hesin spurningur, sum fer at elva til ósemju millum strandalondini hesaferð. ES heldur uppá, at tann sunnari parturin er teirra burturav.

ICES mælti fyri 2001 til eitt MLV uppá 665.000 tons fyri allar 3 komponentarnar (Norðsjógvin, vestmakrelin og sunnara partin). Seinasta ár var tilvísingar MLV´ið sett til 560.000 tons fyri norðara partin. Fyri 2001 svarar hetta til 622.000 tons. Av hesum kunnu Føroyar krevja rættin til 5,3%.

Strandalanda samráðingar um svartkjaft í Norðuratlantshavi

Tað fiskaslagið, sum mest orka varð nýtt til í fiskiveiðusamráðingum í 2000, var svartkjaftin. Heili fýra samráðingarumfør vóru millum strandarlondini í 2000, men enn er ongin sjónlig loysn í ljósmála.

NEAFC hevur seinastu árini á hvørjum ársfundi tikið avgerð um at avmarka veiðina av svartkjafti til 650.000 tons árliga. Hetta er umleið sama nøgd, sum ICES hevur mælt til og er umleið javnt við miðalveiðina yvir eitt longri tíðarskeið. Síðani 1998 hevur veiðan tó verið tvífalt hesa nøgd.

Ásannandi at ein regulering av svartkjaftafiskiskapinum ikki fæst í NEAFC einans, hava strandarlondini (t. e. ES, Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg) tikið stig til samráðingar teirra millum. Málið er at koma til semju teirra millum fyrst og síðani at leggja loysnina fyri NEAFC, so ein endalig millumlandasamtykt verður gjørd um regulering av svartkjaftafiskiskapinum. Hetta er sami framferðarháttur, sum verður nýttur í sambandi við norðurhavssild og makrel.

Allir partarnir í samráðingunum viðurkenna, at neyðugt er at avmarka fiskiskapin, men teir leggja dent á ymisk viðurskifti fyri, hvussu ein heildarkvota skal verða býtt millum partarnar. Noreg og Ísland leggja serliga dent á útbreiðsluna av svartkjaftinum, meðan ES heldur seg til tey søguligu veiðitølini. Føroyar hava lagt dent á at grunda býtið á ymisk viðurskifti - søgulig veiðitøl í heimasjógvi, útbreiðslu, hvønn leiklut svartkjaftafiskiskapurin búskaparliga hevur fyri hvønn partin, vísindaligt arbeiði í sambandi við svartkjaft og í hvussu stóran mun, svartkjaftur verður veiddur í heimasjógvi av øðrum enn partinum sjálvum.

Í hesum hálvári verða tvey samráðingarumfør svartkjafti viðvíkjandi. Tað fyrra verður í Reykjavík í februar mánaði og tað seinna í London í mars. Samstundis við tí seinna umfarinum verður eisini eykafundur í NEAFC at viðgera eina møguliga niðurstøðu í strandarlandasamráðingunum.

Russland hevur ikki verið viðurkent sum strandarland, men hevur tó verið boðið við til tey bæði seinnu umførini í 2000. Strandarlondini hava játtað Russlandi at luttaka grundað á ta serligu støðu, sum Russland hevur í fiskiskapinum eftir svartkjafti.

Trípartasamráðingar um felagsstovnar

Føroyar, Ísland og Grønland hava tey seinastu árini roynt at gera eina trílanda fiskiveiðisemju um umsitingina av kongafiskinum í Irmingarhavinum og av svartkalvastovninum. Svartkalvastovnurin er ein felagsstovnur og okkurt bendir á, at ein partur av djúphavskongafiskinum (deep sea mentella) er tann sami, sum er inni á landgrunninum hjá londunum.

Semjan varð greið til undirskrivingar í 1998, men ávísir trupulleikar stungu seg upp, hvørt Føroyar og Grønland sum partar av danska ríkinum kundu gera semjur av hesum slagi, uttan at Danmark skuldi góðkenna semjuna. Við tað at Ísland ikki var partur av semjuni í NEAFC um kongafiskin, bendir mangt á, at trílandasemjan millum strandarlondini verður drúgv. Víst verður annars til brotið í frágreiðingini um NEAFC.

 

FISKIVEIÐIRÆTTINDAYVIRLIT

Kvotur í tonsum

 

Føroysk rættindi í

fremmandum sjógvi (tons)

Rættindi hjá øðrum tjóðum

í føroyskum sjógvi (tons)

 

2000

 

2001

 

2000

 

2001

 
Russland                
Toskur

8.200

1)

8.200

3)        
Hýsa

800

1)

800

3)        
Flatfiskur

1.000

 

1.000

 

200

5)

200

5)
Svartkjaftur        

105.000

6)

105.000

6)
Makrelur        

10.000

 

10.000

 
Norðhavssild        

6.250

39)

4.250

39)
Lodna

10.000

2)

10.000

4)        
Rækjur

2.000

 

2.000

         
Tilsamans

22.000

 

22.000

 

121.450

 

119.450

 
                 
Noreg                
Toskur

1.700

 

1.700

         
Hýsa

280

 

395

         
Annar botnfiskur

1.580

7)

1.690

7)

5.000

15)

5.222

17)
Makrelur

8.185

8)

9.225

13)

4.000

 

4.100

 
Rossamakrelur

3.000

 

2.000

 

1.250

 

250

 
Sild

1.200

 

1.200

         
Hvít.br., nebbasild

25.000

9)

25.000

9)        
Svartkjaftur

2.500

10)

2.250

14)

42.000

 

47.000

 
Norðhavssild

30.900

37)

20.900

37)

30.900

39)

20.900

39)
Lodna

5.000

 

7.000

         
Rækjur

150

11)

100

11)        
Annað

300

12)

300

12)

575

16)

400

18)
Tilsamans

79.795

 

70.760

 

83.725

 

77.872

 
                 
Ísland                
Toskur

1.200

 

1.200

         
Annar botnfiskur

4.400

19)

4.400

21)        
Sild        

2.000

 

2.000

 
Makrelur        

1.300

 

1.300

 
Norðhavssild

66.370

37)

45.140

37)

194.230

39)

132.080

39)
Lodna

30.000

20)

30.000

22)        
Tilsamans

101.970

 

80.740

 

197.530

 

135.380

 
                 
Grønland                
Kongafiskur

4.000

 

3.400

         
Norðhavssild        

2.500

 

2.000

 
Makrelur        

300

 

300

 
Royndarveiða

150

23)

150

23)

250

24)

250

24)
Tilsamans

4.150

 

3.550

 

3.050

 

2.550

 
                 
ES                
Toskur og hýsa        

500

 

500

 
Annar botnfiskur

3.065

25)

3.065

25)

14.860

31)

14.860

32)
Makrelur

9.600

26)

9.840

30)

4.360

 

4.469

 
Sild

1.160

27)

1.160

27)        
Norðhavssild

10.600

37)

7.210

37)

10.600

39)

7.210

39)
Lodna

10.000

28)

10.000

28)        
Brisling, rossam.

9.000

29)

9.000

29)        
Hvít.br., nebbasild

18.000

 

18.000

         
Svartkjaftur

62.000

 

62.000

 

25.000

 

25.000

 
Rækjur

1.150

28)

1.150

28)        
Tilsamans

124.575

 

121.425

 

55.320

 

52.039

 
                 
Rættindi í altjóða sjógvi                
Toskur

808

33)

818

33)        
Annar botnfiskur

263

34)

266

38)        
Rækjur – fiskidagar

2.923 dagar

35)

2.923 dagar

34)        
Rækjur – kvotur

33,5

36)

33,5

         
Norðhavssild

66.370

37)

45.140

37)        
Tilsamans

67.474,5

 

46.257,5

         
  + 2.923 dagar + 2.923 dagar        

Kelda: Fiskimálastýrið/Fiskivinnustovan

Russland

  1. Partur av russisku kvotuni – 1.500 tons av toski, 250 tons av hýsu og 100 tons av øðrum - er fluttur í norskan sjógv.

  2. Herav kunnu 5.000 tons verða fiskað í norskan sjógv

  3. Partur av russisku kvotuni – 2.600 tons av toski, 400 tons av hýsu og 300 tons av øðrum - er fluttur í norskan sjógv.

  4. Herav kunnu 7.000 tons verða fiskað í norskan sjógv

  5. Royndarfiskiskapur á djúpum vatni við 3(5) skipum, har veiðan í mesta lagi má vera 200 tons.

  6. Herav í mesta lagi sum hjáveiða: 3% av sild.

Noreg

  1. Av hesum eru 1.400 tons upsi, sum kunnu fiskast sunnan fyri 62°N, íroknað sum hjáveiða í ídnaðarfiskiskapinum

  2. Norðan fyri 57°30N. Kvota tillutað frá Noreg er 1.650 tons og 6.535 tons eru av føroysku makrelkvotuni, sum eru flutt at kunna verða fiskað í norskum sjógvi.

  3. Herav í mesta lagi 2.000 tons brislingur.

  4. Av hesum 2.000 tons sum royndarveiða í norskum sjógvi og 500 tons við Jan Mayen.

  5. Við Jan Mayen

  6. Hemari/hávur.

  7. Norðan fyri 57°30N. Kvota tillutað frá Noreg er 1.690 tons og 7.535 tons eru av føroysku makrelkvotuni, sum eru flutt at kunna verða fiskað í norskum sjógvi.

  8. Av hesum 2.000 tons sum royndarveiða í norskum sjógvi og 250 tons við Jan Mayen.

  9. Í mesta lagi 1.000 tons av upsa. Onnur veiða av botnfiski enn longa, brosma, upsi og blálonga í mesta lagi 1.200 tons tilsamans, tó í mesta lagi upp til 35% hvønn túr.

  10. Brugdulivur (100 tons), hávur/hemari (300 tons), royndarveiða eftir svartkalva í mesta lagi 75 tons, og royndarveiða eftir havtasku í mesta lagi 100 tons.

  11. Í mesta lagi 1.000 tons av upsa. Onnur veiða av botnfiski enn longa, brosma, upsi og blálonga í mesta lagi 1.200 tons tilsamans, tó í mesta lagi upp til 30% hvønn túr. Avmarkað fiskidagatal á Føroya Banka.

  12. Hávur/hemari (300 tons), royndarveiða eftir svartkalva í mesta lagi 75 tons og royndarveiða eftir havtasku í mesta lagi 25 tons.

Ísland

  1. Av hesum í mesta lagi 100 tons kalvi og í mesta lagi 1.700 tons brosma.

  2. Hetta er fyri tíðarskeiðið 1. juli 2000 til 30. apríl 2001.

  3. Av hesum í mesta lagi 80 tons kalvi .

  4. Fyribils væntað kvota fyri tíðarskeiðið 1. juli 2001 til 30. apríl 2002. Endalig avgerð verður tikin fyri 1. juli 2000.

Grønland

  1. Royndarveiða eftir svartkalva í Norðurvesturgrønlandi. Harumframt kunnu 3 føroysk línuskip royndarveiða í Eysturgrønlandi eftir toski, brosmu og steinbíti.

  2. Royndarveiða hjá einum grønlendskum línuskipi eftir brosmu og longu. Harumframt royndarveiða eftir krabba í føroyskum sjógvi.

ES

  1. Av hesum: 1.740 tons longa, blálonga og brosma, 400 tons annað (sum hjáveiða), 125 tons hemari, 150 tons svartkalvi við Vesturgrønland, 150 tons svartkalvi við Eysturgrønland, 500 tons kongafiskur við Eysturgrønland

  2. Av hesum eru tey 4.360 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.580 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N).

  3. 660 tons vestan fyri Skotland og 500 tons í Skagerakk

  4. Við Eysturgrønland

  5. 2.000 tons av brislingi og 7.000 tons av rossamakreli

  6. Av hesum eru tey 4.469 tonsini av føroysku makrelkvotuni, sum er flutt at kunna verða fiskað í ES sjógvi (ICES øki VIa. Frá 1.oktober til 31. desember kunnu 1.620 tons veiðast eystan fyri 4°W (ICES øki IVa norðan fyri 59°N).

  7. Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga og longa, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað.

  8. Av hesum: 2.500 tons upsi, 7.000 tons kongafiskur, 3.600 tons blálonga og longa íroknað upp til 1.080 tons av stinglaksi og langasporli, 1.000 tons flatfiskur (svartkalvi íroknaður), 760 tons annað.

Rættindi í altjóða sjógvi/Strandalandaavtalur

  1. Við Svalbard

  2. 194 tons við Svalbard. Og í NAFO-økinum: 69 tons av kongafiski, umframt lut í 1.725 tonsum av svartkalva (others kvota).

  3. Rækjuveiðan við Svalbard og á Flemish Cap er avmarkað við mest loyvdum tali av fiskidøgum. Talið við Svalbard er er 1.317 dagar og á Flemish Cap 1.606 dagar. Í mesta lagi 11 skip kunnu fiska í í senn á hvørjari leið sær.

  4. Rækjukvota í NAFO øki 3L

  5. Hetta er partur av strandarlandaavtalunum um norðhavssild. Henda kvota kann øll verða fiskað í føroyskum, íslendskum ella altjóða sjógvi. Tey 20.900 tons í norskum sjógvi og Jan Mayen av hesum upp til 17.000 tons í norskum øki. Eisini kunnu 7.210 tons verða fiskað í ES sjógvi.

  6. 197 tons við Svalbard. Og í NAFO-økinum: 69 tons av kongafiski, umframt lut í 1.971 tonsum av svartkalva (others kvota).

  7. Hetta er partur av strandarlandaavtalunum um norðhavssild, sum onnur lond kunnu fiska í føroyskum sjógvi.

 

STAVORÐ

CCAMLR Commission for the Conservation of Antarctic Marine Living Resources http://www.ccamlr.org/
CITES Convention on International Trade in Endangered Species of Wild Fauna and Flora http://www.cites.org/
DFG Denmark in Respect of the Faroe Islands and Greenland
EBS Evropiska Búskaparliga Samstarvið http://secretariat.efta.int/library/legal/EEA/
EFTA European Free Trade Association http://secretariat.efta.int/
ICAO International Civil Aviation Organisation
ICCAT International Commission for the Conservation of Atlantic Tuna http://www.iccat.org/
ICES International Commission for the Exploration of the Sea http://www.ices.dk/
IMO International Maritime Organisation http://www.imo.org/
IWC International Whaling Commission http://ourworld.compuserve.com/homepages/iwcoffice/iwc.htm#Home
MLV Mest Loyvda Veiða
MRCC Marine Rescue Coordination Center
NAFO Northwest Atlantic Fisheries Organization http://www.nafo.ca/
NAMMCO North Atlantic Marine Mammal Commission http://www.nammco.no/
NASCO North Atlantic Salmon Conservation Organization http://www.nasco.org.uk/
NATO North Atlantic Treaty Organisation http://www.nato.int/
NEAFC North East Atlantic Fisheries Commission http://www.neafc.org/
OECD Organisation for Economic Co-operation and Development http://www.oecd.org/
OSCE Organisation for Security and Cooperation in Europe http://www.osce.org/
PfP Partnership for Peace
SAR Search and Rescue
UN/ECE United Nations Economic Commission for Europe
UNFA Agreement for the Implementation of the Provisions of the 1982 United Nations Convention on the Law of the Sea relating to the Conservation and Management of Straddling Fish Stocks and Highly Migratory Fish Stocks
WCW World Council of Whalers http://www.worldcouncilofwhalers.com/
WTO World Trade Organisation http://www.wto.org/
Løgmansskrivstovan www.fl.fo  

 

Á tingfundi 29. mars 2001 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.