Vinna

 

106  Uppskot til  løgtingslóg um vinnu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2001, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

um

løgtingslóg um vinnu

 

Kapittul 1
Øki lógarinnar

§ 1. Henda lóg er galdandi fyri sjálvstøðugt vinnuvirksemi, sum:

  1. Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi
  2. Bileigarar

Stk. 2. Lógin er galdandi fyri lutafeløg í tann mun, virksemi teirra úteftir er eyðkent sum vinnuvirksemi.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri vinnuvirksemi hjá almennum stovnum.

Kapittul 2
Vanligar reglur

§ 2. Einstaklingar hava rætt at reka vinnur, sum nevndar í § 1, stk. 1, tá ið teir:

  1. hava bústað í Føroyum
  2. eru myndugir ella eftir lógini um ómyndingar hava fingið loyvi til sjálvir at reka viðkomandi vinnu

§ 3. Skráseting Føroya kann undantaka frá treytunum í § 2. Landsstýrismaðurin í vinnumálum kann áseta reglur um hetta. Verður loyvi latið einstaklingi, sum ikki býr í Føroyum, skal fyri virkinum standa persónur, sum lúkar treytirnar í § 2 fyri at reka avvarðandi vinnu.

§ 4. Í íognarfeløgum við samábyrgd í og kommandittfeløgum skulu allir luttakarar, ið ábyrgjast persónliga, lúka treytirnar, sum lógin setir fyri at reka viðkomandi vinnu, sbr. § 3.

§ 5. Partafeløg og smápartafeløg hava rætt at reka vinnuvirksemi, sum nevnt í § 1, stk. 1, um tey eru skrásett í Skráseting Føroya ella fráboðað til Skráseting Føroya sum undir stovnan.
Stk. 2. Onnur feløg, heimahoyrandi í Føroyum, sum hava avmarkaða ábyrgd, íroknað feløg við skiftandi limatali ella skiftandi ogn, felagsskapir, sjálveigandi stovnar við alment góðgerandi endamáli og aðrir sjálvsognarstovnar hava rætt at reka vinnur, sum nevndar í § 1, stk. 1, um stjórarnir og meirilutin av nevndarlimunum lúka treytirnar í § 2, sbr. § 3, fyri at reka viðkomandi vinnu.
Stk. 3. Deildir hjá útlendskum feløgum v.m. av tí slagi, sum nevnd eru í stk. 1-2, kunnu bert reka vinnu, sum nevnt í § 1, stk. 1, um Skráseting Føroya hevur givið loyvi. Deildarstjórar skulu kortini lúka treytirnar í § 2, sbr. § 3, fyri at reka avvarðandi vinnu.

§ 6. Rætturin at reka vinnu fellur burtur, tá ið viðkomandi ikki longur lúkar treytirnar, sum lógin setir fyri at reka vinnu, sbr. tó § 7.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann geva undantaksloyvi frá ásetingunum í stk. 1.

§ 7. Deyðsbúgv, hjúnafelagi, sum situr í óskiftum búgvi, ella verji hjá persóni, ið er gjørdur ómyndugur, kann halda áfram við virkinum við tí fyri eyga at avtaka virkið, avhenda tað ella tílíkt. Hetta er loyvt upp til eitt ár eftir deyða ella frá tí, at persónur er gjørdur ómyndugur. Í serligum førum kann Skiftirætturin leingja freistina.

§ 8. Undantaksloyvi ella loyvi frá Skráseting Føroya sambært lógini kunnu avmarkast og treytast.
Stk. 2. Avgerðir hjá Skráseting Føroya kunnu kærast til Vinnumálastýrið. Avgerðir Vinnumálastýrisins eru endaligar.

Kapittul 3
Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi

§ 9. Vørur kunnu bert seljast frá føstum handilsplássi, sbr. tó §§ 11 og 12.
Stk. 2. Fast handilspláss eru: støðuføst útsølupláss, virkis- og verkstaðshøli og sjálvsølur (automatir).
Stk. 3. Sjálvsølur, ið ikki beinleiðis eru settar upp í sambandi við støðufast útsølupláss, skulu vera merktar við navninum á tí vinnurekandi (firma) og handilsadressu.

§ 10. Handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi kunnu ikki uttan áheitan um hetta frammanundan venda sær persónliga ella í telefon til brúkara á bústaði hansara, arbeiðsplássi ella øðrum stað, har tað ikki er vanlig atgongd, við tí fyri eyga beinanvegin ella seinni at fáa tilboð ella at fáa tílíkt tilboð góðtikið um gerð av avtalu.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi fyri áheitanir um sølu ella bílegging av vørum, sum eftir § 11, stk. 1, litra a, og stk. 2, og § 12, kunnu seljast í umfarssølu.

§ 11. Tá talan er um umfarssølu kunnu einstaklingar, hóast treytirnar fyri at reka vinnu sum handilsfólk, handverkari og ídnaðarrekandi ikki eru loknar, selja

  1. matfeingi (naturalframleiðslu) frá landbúnaði, húsdýrahaldi, útróðri, fiskiskapi, mjólk og róma
  2. dagbløð, vikubløð og tíðarrit, tó bert á gøtum og torgum

Stk. 2. Tann, sum rekur handils-, handverkara- og ídnaðarvinnu, kann sum umfarssøla selja vørur til vinnurekandi, ið nýta slíkar vørur í sínum virki.
Stk. 3. Aðrarmátar er umfarssøla ikki loyvd.

§ 12. Í serligum førum kann Skráseting Føroya geva einstaklingum og feløgum v.m. loyvi til í einum avmarkaðum tíðarskeiði í senn at útinna umfarssølu og bjóða nærri tilskilaðar vørur út til sølu.

§ 13. Skráseting Føroya kann undantaka vinnuvirksemi á sølustevnum og framsýningum frá ásetingunum í hesi lóg.
Stk. 2. Handils-, handverkara- og ídnaðarrekandi kunnu sýna fram og kunnu taka móti bíleggingum í framsýningarhølunum – eisini í vanligari afturlatingartíð. Framsýningarhølið kann bert vera opið fyri og tikið kann bert verða í móti bíleggingum frá vinnurekandi, ið nýta slíkar vørur í sínum virki.
Stk. 3. Framsýningar, sum nevndar í stk. 2, kunnu ikki vera í handlum v. m., sum koma undir løgtingslógina um afturlatingartíðir (afturlatingarlógin).

Kapittul 4
Bileigarar

§ 14. Bileigaravirksemi eftir hesi lóg er fólka- ella vøruflutningur í motorakførum.

Kapittul 5
Revsiásetingar

§ 15. Tann, sum av órøttum rekur eina av teimum í § 1, stk. 1, nevndu vinnugreinum, og tann, sum brýtur ásetingarnar í § 4, § 6, § 9, stk. 1 og stk. 3, § 10, stk. 1, § 11, stk. 3, § 13, stk. 2, pkt. 2, og stk. 3, ella sum skúgvar til viks treytirnar fyri givnum loyvum sbrt. lógini, verður revsaður við bót.
Stk. 2. Er brotið framt av einum partafelag, smápartafelag, lutafelag e.l., kann verða álagt felagnum sum slíkum revsiábyrgd.

Kapittul 6
Gildiskoma og ásetingar um skiftistíð v.m.

§ 16. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2001.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi

  1. løgtingslóg nr. 33 frá 20. desember 1955 um vinnu v.m. og løgtingslóg nr. 8 frá 19. mars 1969 um broyting í reglunum um vinnu v.m., sum seinast broyttar við løgtingslóg nr. 41 frá 10 mai 1984.
  2. lóg nr. 361 frá 13. mars 1933 for Færøerne om handelsrejsende, sum seinast broytt við lóg nr. 186 frá 7. juni 1958

§ 17. Rættindi og skyldur, sum eftir aðrari lóggávu eru knýtt at virksemi, treytað av vinnubrævi sum handilsfólk, handverkari og ídnaðarrekandi ella bileigari, verða, aftan á at lógin hevur fingið gildi, knýtt at útinningini av vinnuvirkseminum.

Viðmerkingar til lógaruppskotið:

Almennar viðmerkingar

  1. Endamálið við lógaruppskotinum
  2. Uppskotið miðar eftir at einfalda galdandi vinnulóggávu, sum, umframt at einfalda umsitingina, veitir teimum vinnurekandi rúmligari ræsur, so at ein natúrlig tillaging kann fara fram til menningina, sum er í framleiðslu- og sølutøkni, og sum aftur mennir bæði kapping og produktivitet. Eisini verður miðað eftir at gera ávísar ásetingar neyvari, m.a. viðvíkjandi rættinum hjá útlendingum at reka vinnuvirksemi í Føroyum og at fáa samljóð í millum ásetingarnar í vinnulógini og tær í partafelagslógini og smápartafelagslógini.

  3. Galdandi ásetingar í vinnurættinum
  4. Galdandi ásetingar eru løgtingslóg nr. 33 frá 20. desember 1955 um vinnu v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 8 frá 19. mars 1969, løgtingslóg nr. 39 frá 1. juni 1978 og løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 1984, umframt kunngerð frá landsstýrinum nr. 34 frá 20. desember 1955 um handverkara- og ídnaðarfyritøkur.

    Harafturat er galdandi lóg nr. 361 frá 13. desember 1933 for Færøerne om Handelsrejsende, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. februar 1950 og lóg nr. 186 frá 7. juni 1958.

    Hesar vinnurættarligu ásetingar eru hjálagdar sum skjøl.

    Uppskotið hevur eisini samband við uppskotið, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt fram um at seta í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan lov om erhvervsdrivende virksomheder – lovbekendtgørelse nr. nr. 546 fra 20. juni 1996 ið setir úr gildi lóg nr. 23 frá 1. mars 1889 um handilsskráseting, firma og prokura (Firmalógin), sum er ótíðarhóskandi. Við hesum er skrásetingin av teimum fyritøkum, sum komu undir 1889-lógina, munandi skerd, og skrásetingin verður flutt frá Landfútanum til Skráseting Føroya.

  5. Lógarøkið
  6. Galdandi vinnulóg snýr seg um sjálvstøðugt vinnuvirksemi, so sum ídnað, handverk, handil, umboðssølur, flutningsvirksmi, innleggingarvirksemi, hárskering og hárfríðkan.

    Eftir uppskotinum er lógin galdandi fyri sjálvstøðugt vinnuvirksemi sum handilsfólk, handverkari, ídnaðarrekandi og bileigari. Nýggja vinnulógin er sostatt galdandi á nærum somu økjum, sum galdandi vinnulóg.

    Tað verður hildið óneyðugt staðiliga at nevna, at lógin er galdandi fyri sjálvstøðug vinnurekandi handilsumboð. Við handilsumboð skal skiljast tann, sum – fyri onkran annan – hevur átikið sær at arbeiða fyri at selja vørur við at taka í móti bíleggingum fyri viðkomandi, ella sum selur vørur í hansara navni og kortini ikki er í starvi hjá honum, men útinnir virksemi sum sjálvstøðugur vinnurekandi við egnum handilsstað. Slík handilsumboð eru at rokna sum sjálvstøðug handilsfólk.

    Viðvíkjandi spurninginum um, hvussu tað í lógini nevnda vinnuvirksemi skal skiljast, verður víst til definisjónirnar í viðkomandi ásetingum og viðmerkingarnar, sum hoyra til.

    Sjálvstøðug vinnurekandi, sum t.d. uppboðshaldarar, speditørar (persónur, sum í egnum navni, men fyri annans rokning, átekur sær at gera flutningsavtalur), ognarseljarar, skipsmeklarar, vigarar og mátarar, týðarar og sjóskaðametarar, eru ikki tikin við í lógina, av tí at fyri hesar vinnur eiga í stóran mun aðrar ásetingar at galda enn tær, sum hoyra heima í einari almennari vinnulóg. Tað eigur at verða umhugsað, um tørvur er á at regulera hesar vinnur í serligum lógum.

    Herumframt fellur eisini utan fyri lógina annað vinnuvirksemi, ið er regulerað í aðrari lóggávu, t.d. banka- og sparikassavirksemi, biografvirksemi, tryggingarvirksemi, grannskoðaravirkir, advokatar, apotek, læknar, tannlæknar og djóralæknar.

  7. Høvuðsbroytingarnar í mun til verandi lóggávu
    4.1.Vinnubrævið


    Eftir galdandi vinnulóg skal tann, ið ætlar at reka eina av teimum í lógini tilskilaðu vinnum, søkja til landfútan, ið síðani skrivar út vinnubræv, sum gevur rætt at reka vinnu í viðkomandi kommunu.

Um viðkomandi ætlar at reka fleiri vinnur av teimum, ið lógin fevnir um, skal søkjast um vinnubræv til hvørt einstakt vinnuvirksemi. Sama er galdandi, um viðkomandi ætlar at reka vinnuvirksemi sum handverkari og ætlar at fevna um fleiri handverksfak.

Einstaklingar rinda eitt gjald upp á kr. 200,00 fyri hvørja einstaka fyritøku og fak. Tilsvarandi rinda feløg og felagsskapir eitt gjald upp á kr. 500,00. Gjøldini fara í landskassan.

Við nýggju vinnulógini verður vinnubrævið tikið av.

Grundgevingin fyri hesum er, at vinnurekandi skulu boða øðrum almennum myndugleikum frá sínum virksemi - Toll- og Skattstovu Føroya - og til Skráseting Føroya, tá ið fyritøkan verður rikin av ávísum felagsskapum. Framhaldandi skráseting hjá Landfútanum hevur við sær óhenta dupultskráseting.

Í staðin fyri eftirlitið, sum eftir galdandi lóg eftir umsókn um vinnubræv verður útint frammanundan, at farið verður undir vinnuvirksemi, verður ásett revsiábyrgd fyri at reka vinnuvirksemi í stríð við lógina, og fyri at lata vera við at fráboða virkið til nevndu almennu myndugleikar.

4.2. Vanligar treytir fyri einstaklingar at reka vinnu

Eftir galdandi vinnulóg hava einstaklingar rætt at fáa vinnubræv, tá teir 1) hava danskan heimarætt 2) hava bústað í Føroyum 3) eru fyltir 18 ár og ikki eru gjørdir ómyndugir og 4) hava ræði á búgvi sínum.

Einstaklingar, ið ikki hava danskan heimarætt, kunnu, um teir annars lúka hinar treytirnar, fáa vinnubræv, um møguleiki tá er fyri hesum eftir millumtjóða sáttmálum.

Umframt hetta kann landsstýrið eftir ummæli frá myndugleikunum á staðnum geva undantaksloyvi frá treytunum. Vinnubrøv, ið eru útskrivað sbrt. hesi regluni um undantaksloyvi, kunnu avmarkast til at galda í 5 ár í senn og kunnu avmarkast og treytast, sum hildið verður neyðugt.

4.2.1. Treytin um danskan heimarætt

Eftir lógaruppskotinum fellur kravið um danskan heimarætt burtur.

Grundgevingin er, at útlendingar – sæð burtur frá norðurlendskum ríkisborgarum – skulu hava arbeiðsloyvi fyri at kunna reka vinnuvirksemi í Føroyum. Arbeiðsloyvi verða givin av Útlendingastýrinum í Danmark, um so er, at landsstýrið (Vinnumálastýrið), ið fær málini til ummælis, ikki setir seg ímóti, at umsóknin verður gingin á møti.

Tá talan er um norðurlendskar statsborgarar, ið hava loyvi at vera í Føroyum og at arbeiða her uttan uppihalds- og arbeiðsloyvi, verður ikki hildið rímiligt, at hesir – sambært galdandi praksis – skulu noyðast at útvega sær undantaksloyvi sambært vinnulógini fyri reka vinnuvirksemi á lógligan hátt.

Krøvini í galdandi vinnulóg um danskan heimarætt eru óhent og føra við sær dupultumsiting og eiga tí at fella burtur í samsvari við endamálið við lógaruppskotinum at einfalda umsitingina.

4.2.2. Treytin um bústað í Føroyum

Treytin verður framvegis galdandi, men við heimild til Skráseting Føroya at veita undantaksloyvi. Verður undantaksloyvi veitt, skal virkið hava ein stjóra, sum hevur bústað í Føroyum.

4.2.3. Treytin um at hava ræði á búgvi sínum

Kravið sipar til, at viðkomandi ikki hevur ræðið á búnum orsakað av fíggjartroti.

Eftir lógaruppskotinum dettur kravið um, at viðkomandi skal hava ræðið á búnum, burtur.

Hetta er lutvíst grundað á, at kravið tykist lítið natúrligt, og lutvíst á, at tað sbrt. galdandi lóg ikki hevur serligan praktiskan týdning, av tí at tað ikki forðar persónum, sum hava verið undir trotaviðgerð, og trotaviðgerðin er endað, ella persónum, ið hava gjørt neyðskuldarsemju ella sjálvbodna skuldarsemju, at fáa vinnubræv. Harafturat kann kravið tykjast tilvildarligt, av tí at tað ofta kemst av serligum umstøðum ella av tilvildum, at virkið verður tikið til trotaviðgerð.

4.3.Treytin fyri at feløg kunnu reka vinnu

Eftir galdandi vinnulóg kunnu partafeløg og onnur feløg við avmarkaðari ábyrgd fáa vinnubræv, tá stjórin (stjórarnir) og meirilutin av nevndarlimunum lúka treytirnar, nevndar undir í pkt. 4.2 omanfyri.

Tað tykist ivasamt, um heimild er at veita fráviksloyvi frá omanfyrinevndu treytum.

4.3.1 Treytin um danskan heimarætt

Eftir § 52 í partafelagslógini og § 34 í smápartafelagslógini skulu nevndarlimir og stjórar vera myndugir. Stjórin og í minsta lagi helvtin av nevndarlimunum skulu búgva her á landi uttan í førum, har Skráseting Føroya hevur givið undantaksloyvi. Eingi krøv eru um danskan heimarætt.

Við somu grundgeving, sum nevnd undir pkt. 4.2.1, verður skotið upp, at kravið um danskan heimarætt til tess at reka vinnuvirksemi fellur burtur. Tá fæst samsvar millum treytirnar fyri stjórar og nevndarlimir í vinnulógini og treytirnar í partafelagslógini og smápartafelagslógini.

Kravið um danskan heimarætt eigur somuleiðis at falla burtur við atliti at øðrum feløgum við avmarkaðari ábyrgd.

4.3.2 Treytin um bústað í Føroyum

Sum nevnt undir pkt. 4.3. kunnu partafeløg og onnur feløg við avmarkaðari ábyrgd fáa vinnubræv, tá stjórin (stjórarnir) og meirilutin av nevndarlimunum búgva í Føroyum.

Partafelagslógin og smápartafelagslógin seta krøv um, at stjórin í felagnum og í minsta lagi helvtin av nevndarlimunum skulu búgva "her á landi", uttan so at Skráseting Føroya hevur givið undantaksloyvi. Áðurnevndu lógir eru ríkislógir, og bústaðarkravið er sostatt lúkað, um viðkomandi býr í Føroyum, Danmark ella Grønlandi. Møguleikin hjá Skráseting Føroya at veita undantøk viðkemur sostatt bert stjórum og nevndarlimum, ið búgva uttanlands. Tað tykist lítið rímiligt, um eitt partafelag ella smápartafelag, sum ætlar sær at útinna vinnuvirksemi eftir vinnulógini, og sum eftir ásetingunum í partafelagslógini og smápartafelagslógini lúkar treytirnar at verða skrásett í Føroyum, skal lúka uppaftur fleiri krøv eftir vinnulógini.

Tí verður skotið upp, at partafeløg og smápartafeløg hava rætt at reka vinnuvirksemi, um so er tey eru skrásett hjá Skráseting Føroya ella fráboðað til Skráseting Føroya sum feløg undir stovnan.

Tá talan er um rættin at reka vinnuvirksemi fyri onnur feløg við avmarkaðari ábyrgd, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, eigur framvegis at verða kravt, at meirilutin av nevndarlimunum - og um stjórar eru, so eisini hesir - skulu lúka persónligu treytirnar fyri at reka vinnu, eisini hvat bústaði í Føroyum viðvíkur. Grundgevingarnar eru, at firmalógin og lógin um vinnurekandi fyritøkur, sum ætlandi skal koma í staðin fyri firmalógina, sbr. undir pkt. 2 frammanfyri, sum er tann lóggávan hesi feløgini verða skrásett eftir, ikki innihalda materiellar ásetingar um persónligu treytirnar fyri stjórar og nevndarlimir at reka vinnuvirksemi.

Eitt minni tal av fyritøkum við avmarkaðari ábyrgd verða skrásett eftir galdandi firmalóg, og eyðkent fyri hesar er, at eigararnir eru fólk, sum búgva í Føroyum.

Skotið verður upp, at Skráseting Føroya fær loyvi at gera undantøk frá hesum treytum, ið settar verða einstaklingum.

4.3.3. Treytin um ræði á egnum búgvi

Við somu grundgevingum, sum nevndar eru undir pkt. 4.2.3., verður skotið upp, at persónliga kravið, ið sett verður stjórum og nevndarlimum í feløgum við avmarkaðari ábyrgd, fellur burtur. Viðmerkjast kann, at í partafelagslógini og smápartafelagslógini eru ongar treytir um ræði á egnum búgvi.

4.4. Vinnuøkið

Vinnuøkið er tann kommuna, sum vinnubrævið nevnir. Tað ber til at fáa vinnubrøv í fleiri kommununum. Eftir galdandi vinnulóg hava handilsfólk rætt at selja øll sløg av vørum frá krambúð ella aðrari fastari sølubúð, tó hava handilsfólk ikki loyvi at hava meira enn eina fasta sølubúð í einari kommunu.

Landsstýrið kann geva undantaksloyvi frá hesi áseting.

Skipanin við einari fastari sølubúð hevur í royndum avmarkaðan týdning, partvíst tí fráviksloyvi kunnu gevast, og partvíst tí farast kann uttan um reglurnar við at stovna partafelag ella hava uppsitara.

Handverkarar og ídnaðarrekandi hava rætt at halda verksmiðjur ella annan fastan vinnustað í kommunum og at røkja vinnnuna í og frá viðkomandi kommunu.

Vinnulógin hevur ongar serliga ásetingar um vinnuøkið hjá bileigarum.

Eitt sindur av iva hevur tískil staðist um, í hvønn mun kravt skal verða av bileigarum, at teir skulu hava vinnubræv í meira enn einari kommunu. Føst mannagongd hevur verið, at tann, ið hevur vinnubræv sum bileigari í einari kommunu, uttan eyka vinnubræv eisini hevur rætt at taka túrar í øðrum kommunum enn teirri, hann hevur vinnubræv í, um so er, at túrurin er bílagdur hjá eini støð ella líknandi í tí kommununi, har bileigarin hevur vinnubræv.

Fyri hýruvognskoyring eru harumframt galdandi ásetingarnar í § 62 í ferðslulógini, hareftir hvørt akfar, sum hevur góðkenning til vinnuligan fólkaflutning, hevur frítt at søkja hýru á veg, t.v.s. í tí kommununi, har bileigarin hevur vinnubræv. Tó er tann avmarking í hesum, at rætturin frítt at søkja hýru ikki er galdandi í kommununum, har hýruvognsreglugerðin er sett í gildi við heimild í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring. Í hesum kommunum – nú í Tórshavn og í Klaksvík – krevst umframt vinnubræv serligt loyvi at reka vinnuligan fólkaflutning. Loyvið verður annaðhvørt givið av bý- ella bygdaráðnum, ella av eini hýruvognsnevnd, sum kommunan hevur sett.

Eftir lógaruppskotinum verður vinnuøkið broytt frá at vera ein kommuna til at vera alt landið.

Broytingin er ein natúrlig fylgja av uppskotinum um avtøku av vinnubrævinum og samsvarar eisini almenna endamálinum við lógaruppskotinum. Harafturat kann nevnast tann grundgeving, at vinnurekandi eftir galdandi reglum kunnu fáa vinnubræv í fleiri kommunum og viðvíkjandi skipanini við einari sølubúð, undantøkumøguleikunum í galdandi lóg og møguleikunum at fara uttan um lógina.

Fyri bileigaravinnurekandi ber broytingin við sær, at tað slepst undan óneyðugari koyring við ongum fólki ella farmi, og at tað slepst undan formellu forðingunum, hvat viðvíkur spurninginum um, í hvørjum vinnuøki bileigari skal hava vinnubræv.

Serligu ásetingarnar um vinnuligan fólkaflutning í kommunum, sum hava egnar hýruvognsreglur, verða óbroyttar.

4.5. Serstakliga viðv. ferðandi handilsfólkum

Vinnulógin viðvíkur sjálvstøðugt vinnurekandi.

Ferðandi handilsfólk útinna ikki sjálvstøðugt vinnuvirksemi, av tí tey eru í starvi hjá øðrum sjálvstøðugt vinnurekandi og handla teirra vegna.

Ferðandi handilsfólk koma tí ikki undir reglurnar í vinnulógini, men undir serliga lóg – lóg nr. 136 frá 13. desember 1933 for Færøerne om handelsrejsende við seinni broytingum.

Eftir lógini mugu ferðandi handilsfólk, t.v.s. bæði føroysk og útlendsk firma-umboð, bert bjóða til sølu ella avhenda vørur til einstaklingar, ið hava vinnubræv sum handilsfólk. Tó er loyvt teimum at bjóða virkiseigarum, handverkarum og øðrum vinnurekandi tær vørur til sølu/avhending, sum hesi hava fyri neyðini í sínum vinnurakstri.

Tann, sum ætlar at vera ferðandi handilsfólk, skal fyrst útvega sær góðkenning frá landfútanum.

Góðkenningar fyri innlendsk firma hava gildi í eitt ár. Gjaldið er kr. 300,- fyri fyrsta firmaið, sum ferðandi handilsfólkið ætlar at arbeiða fyri, og kr. 150,- fyri hvørt av teimum, sum eftir koma.

Góðkenningar fyri útlendsk firma hava gildi í 15 dagar, 45 dagar ella eitt ár. Gjaldið er ávikavist kr. 40,-, kr. 100,- og kr. 300,-, um so er, at góðkenningin bert viðvíkur einum útlendskum firma. Um viðkomandi skal umboða fleiri útlendsk firma, skulu rindast ávikavist kr. 20,-, kr. 50,- og kr. 150,- aftrat fyri hvørt av teimum firmaum, sum eftir koma.

Gjøldini fara í landskassan.

Lógin er sostatt galdandi fyri bæði tey ferðandi handilsfólk, sum búgva í Føroyum, og tey, sum búgva uttanlands.

Skotið verður upp at taka av lógina av hesum grundum:

Lógin er vernd fyri borgararnar. Ásetingin um, at ferðandi handilsfólk bert mugu bjóða til sølu og selja vørur til vinnurekandi, er eitt alment, óbeinleiðis forboð móti at venda sær persónliga til brúkaran viðv. bílegging av vørum og umfarssølu av vørum. Henda verjandi ásetingin er sett í uppskotið til nýggju vinnulógina.

Sum natúrlig fylgja av tí avtøkuni av vinnubrøvum, sum er í lógaruppskotinum, eigur kravið um góðkenning av ferðandi handilsfólkum eisini at falla burtur.

4.6 Onnur viðurskifti

Ásetingarnar í galdandi vinnulóg § 10 um lutafeløg eru torgreiddar, óneyðugar og harafturat truplar at umsita. Tí eru tær ikki tiknar við í uppskotinum. Ístaðin er áseting, hareftir lógin er galdandi fyri lutafeløg í tann mun, virksemi teirra úteftir er eyðkent sum vinnuvirksemi.

§ 19 í galdandi vinnulóg um prísavtalur v. m. er ikki tikin við í uppskotinum, av tí at hetta er regulerað í aðrari lóggávu.

  1. Fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum

Nú kravið um vinnubræv og góðkenning fyri ferðandi handilsfólk er tikið av, merkir hetta eina minni inntøku av gjøldum upp á umleið kr. 50.000 um árið.

Sum tað sæst av viðmerkingunum frammanfyri, fer lógaruppskotið á fleiri økjum at hava við sær einfaldari umsiting.

Avleiðingar av lógaruppskotinum

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
Minni inntøka upp á uml. kr. 50.000/ár Nei Nei Nei Minni útr. upp á uml. kr. 50.000/ár
Umsitingarligar avleiðingar Ja
Minni og einfaldari umsiting
Ja
Minni umsiting.
Vinnuøkið verður alt landið í staðin fyri ein kommuna
Nei Nei Ja
Minni og einfaldari umsiting og rúmari ræsir at reka vinnu
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til
altjóða avtalur
og reglur
Nei
Lóggávan verður betri í samsvari við norðurlendska sáttmálan um felags norðurl.
arbeiðsmarknaðin
Nei Nei Ja
Norðurlendskir
ríkisborgarar kunnu reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi, uttan at neyðugt er við undantaksloyvi
Nei
Sosialar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei

6. Hoyrdir myndugleikar v.m.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Føroya Landfúta, Skráseting Føroya, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Reiðarafelag, Felagnum hjá grannskoðarum, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og Advokatfelag Føroya. Fútin hevði nakrar lógartekniskar viðmerkingar, sum eru tiknar við í uppskotið. Føroya Arbeiðsgevarafelag, felagið hjá grannskoðarunum, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya og Skráseting Føroya høvdu ikki viðmerkingar til lógina. Advokatfelag Føroya hevði sum so heldur ongar viðmerkingar, men Jógvan P. Lassen, advokatur, hevði tó ta viðmerking, at § 5, stk, 1, eigur at verða strikað, tí feløg undir stovnan kunnu ikki vera partur í nøkrum aktiviteti, fyrr enn tey eru stovnað (skrásett) sbrt. § 12, stk. 1, í partafelagslógini. Til tað, ið ført er fram av Jógvani P. Lassen, advokati, skal viðmerkjast, at eftir § 12, stk. 1, í partafelagslógini kunnu onnur felagsins vegna gera avtalur soleiðis, at felagið fær ein treytaðan rætt, sbr. § 12, stk. 3, í partafelagslógini, ella átekur sær skyldur eftir reglunum í stk. 2 í partafelagslógini. Skuldi tað hent, at felagið av einihvørji orsøk ikki verður skrásett, kann felagið ikki reka vinnu. Tað er tí ikki rímiligt, at felagið skal steðga við øllum virksemi til tað er skrásett, og § 5, stk. 1, eigur tí ikki at verða strikað.

Viðmerkingar til tær einstøku ásetingarnar

Til § 1.

Ásetingin í stk. 1 viðvíkur nýtsluøki lógarinnar.

Fyri at vinnuvirki skal vera fevnt av lógini, skal tað kunna roknast sum sjálvstøðugt vinnuvirksemi sum handilsfólk, handverkari, ídnaðarrekandi ella bileigari.

Tá tað verður skotið upp eins og higartil í lógini at áseta, at viðkomandi vinnuvirksemi skal vera sjálvstøðugt, er hetta fyri at gera greitt, at virksemi, gjørt í tænastu fyri onkran annan, ikki kemur undir lógina.

Við vinnuvirksemi eftir hesi lóg er at skilja virksemi, sum varir í ávísa tíð vinnuliga, og sum verður útint fyri onnur. Virksemi skal undir øllum umstøðum hava vart í eina tíð – stakir tilburðir eru sostatt ikki fevndir av lógini. At virksemið skal vera vinnuligt vil siga, at tað annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis miðar í móti fíggjarligum vinningi. At virksemið verður útint fyri onnur merkir, at virksemið verður gjørt til tess at nøkta ein tørv hjá øðrum. Framleiðsla og keyp til egna, persónliga nýtslu og til brúk í egnum vinnuvirki fellur uttan fyri lógina.

Við handilsfólk er at skilja tey, sum keypa vørur við tí fyri eyga at selja tær aftur. Søla av føstum eigindómi fellur uttan fyri handilshugtakið.

Handverk og ídnaður fevna um framleiðslu við sølu fyri eyga.

Víst verður til viðmerkingarnar í pkt. 3 í almennu viðmerkingunum.

Ásetingin, sum skotin verður upp í stk. 2, hareftir lógin fevnir um lutafeløg í tann mun, virksemi teirra úteftir er eyðkent sum vinnuvirksemi, er ein broyting í mun til § 10 í galdandi lóg. Víst verður í hesum sambandi til pkt. 6 í almennu viðmerkingunum.

Stk. 3 í ásetingini svarar til grein 18 í galdandi lóg við tað, at tann ásetingin, eins og hendan, ásetir, at vinnuvirksemi hjá tí almenna kemur ikki undir lógina.

Til § 2.

Ásetingin, sum skotin er upp, hevur í sær persónligu treytirnar fyri at kunna útinna slíkt vinnuvirksemi, sum lógin fevnir um - krav um bústað í Føroyum og krav um, at viðkomandi er myndugur.

Víst verður til pkt. 4.2 í almennu viðmerkingunum.

Til § 3.

Ásetingin inniheldur reglur um undantaksloyvi frá persónligu treytunum.

Eftir grein 6 í galdandi lóg er tað landsstýrið, sum hevur rætt at geva undantaksloyvi. Skotið verður upp, at rætturin at geva undantaksloyvi verður lagdur til Skráseting Føroya, og at landsstýrismaðurin í vinnumálum kann áseta reglur um hetta.

Harafturat verður skotið upp - í teimum førum, har persónur, sum ikki býr í Føroyum, fær undantaksloyvi – at tær treytir verða lagdar á í undantaksloyvinum, at virkið skal hava leiðara, ið lúkar persónligu treytirnar um bústað í Føroyum, og at hann skal vera myndugur.

Rætturin at geva undantaksloyvi frá kravinum um, at umsøkjarin er myndugur, hevur bert týdning í teimum førum, har tann ómyndugi ikki sjálvur skal reka virksemi.

Til § 4.

Ásetingin hevur í sær reglur um treytirnar fyri rættinum hjá íognarfeløgum og samløguíognarfeløgum at reka vinnu. Ásetingin svarar til § 7 í galdandi lóg, við tað at hon ásetir, at øll luttakandi við persónligari ábyrgd skulu lúka persónligu treytirnar.

Tilvísingin til § 3 ber í sær, at Skráseting Føroya kann geva undantaksloyvi frá hesi vanligu regluni.

Til § 5.

Ásetingin í stk. 1, sum skotin er upp, viðvíkur rættinum hjá partafeløgunum og smápartafeløgum at reka vinnu.

Eftir § 8 í galdandi lóg kunnu innlendsk partafeløg v.m. fáa vinnubræv, um so er, at stjórin (stjórarnir) og meirilutin av nevndarlimunum lúka persónligu treytirnar fyri at reka vinnuvirksemi.

Skotið verður upp, at partafeløg og smápartafeløg fáa rætt at reka vinnu, tá tey eru skrásett í Skráseting Føroya ella eru fráboðað til Skráseting Føroya sum undir stovnan.

Víst verður til pkt. 4.3 í almennu viðmerkingunum.

Stk. 2 viðvíkur rættinum hjá øðrum feløgum við avmarkaðari ábyrgd, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, at reka vinnuvirksemi. Greinin svarar til § 8 í galdandi lóg, við tað at hon ásetir, at stjórarnir og meirilutin av nevndarlimunum skulu lúka persónligu treytirnar fyri at kunna reka vinnuvirksemi.

Tilvísingin til § 3 hevur við sær, at Skráseting Føroya kann geva undantaksloyvi frá hesi vanligu reglu.

Víst verður til pkt. 4.3 í almennu viðmerkingunum.

Stk. 3 viðvíkur deildum hjá útlendskum feløgum v.m. við avmarkaðari ábyrgd. Ásetingin svarar innihaldsliga til núgaldandi § 9. Slíkar deildir skulu hava serligt loyvi til at reka vinnuvirksemi. Eftir galdandi lóg gevur landsstýrið hesi loyvi. Sambært lógaruppskotinum verður málsræðið lagt til Skráseting Føroya. Deildarleiðarar skulu lúka persónligu treytirnar fyri at kunna reka vinnuvirksemi.

Tilvísingin til § 3 hevur við sær, at Skráseting Føroya kann geva undantaksloyvi frá hesi vanligu reglu.

Til § 6.

Ásetingin, sum skotin er upp, svarar í einføldum líki innihaldsliga til tann partin av § 11 í galdandi lóg, sum viðvíkur uppathaldi av vinnurætti sum avleiðing av, at viðkomandi ikki longur lúkar treytirnar fyri at reka vinnu.

Skotið verður upp, at málsræðið til at geva fráviksloyvi frá hesi vanligu reglu, sum eftir galdandi lóg er hjá landsstýrinum, nú verður lagt til Skráseting Føroya.

Til § 7.

Ásetingin er nýggj. Um tann vinnurekandi doyr ella verður ómynduggjørdur tykist rímiligt, at rættur verður givin deyðsbúgvi, hjúnafelaga, sum situr eftir í óskiftum búgvi, ella tí, ið er verji fyri einum ómynduggjørdum, at halda fram við virkseminum við tí í hyggju at taka av virksemið, avhenda tað ella tílíkt. Skotið verður upp, at rætturin at halda fram við virkseminum skal galda í upp til 1 ár frá andlátinum ella ómynduggeringini, tó skal Skiftirætturin í serligum førum kunna leingja freistina.

Til § 8.

Ásetingin, sum er í uppskoti, inniheldur í stk. 1 eina vanliga reglu um, at tey fráviksloyvi og loyvi, ið Skráseting Føroya eftir lógini gevur, kunnu avmarkast og treytast. Ásetingin inniheldur reglur, sum, hvat fráviksloyvum viðvíkur, svara til § 6 í galdandi lóg um ávís fráviksloyvi.

Í stk. 2 er ein áseting, sum gevur rætt at kæra avgerðirnar hjá Skráseting Føroya. Kærustovnur er Vinnumálastýrið. Eisini verður skotið upp, at avgerðir Vinnumálastýrisins í kærumálum eru endaligar.

Til § 9.

Ásetingin inniheldur reglur um rættin hjá handilsfólkum, handverkarum og ídnaðarrekandi at selja. Fyrisett verður sum meginregla, at tey vinnurekandi hava frían rætt at selja vørur av einum og hvørjum slag í øllum landinum við fyrivarni um aðra lóggavu v.m, heruppií ásetingar um afturlatingartíðir, fyriskipanir um heilsu-og politiviðurskifti v.m.

Víst verður til pkt. 4.4 í serligu viðmerkingunum og til viðmerkingarnar til § 1.

Lógaruppskotið varðveitir ta avmarkingina í rættinum at selja, sum er í galdandi lóg um, at seljast má bert frá føstum handilsplássi. Einasta undantak frá hesum er søla, sum fer fram eftir §§ 11 og 12 í uppskotinum - umfarssøla av vørum.

Endamálið við at seta krøv um, at seljast má bert frá føstum handilsplássi, sbr. definitiónina í stk. 2, er m.a. at tryggja, at handilin fer fram á ein fyri brúkaran tryggan hátt, so at hesin altíð veit, hvagar hann skal fara, bæði tá hann ætlar sær at keypa ávísa vøru, og tá hann ætlar sær at klaga um manglar við keyptum vørum.

Ætlanin við at definera "fast handilspláss" í stk. 2 er at staðfesta, at søla ikki vanliga er lóglig frá t.d. einum hotellrúmi.

Kravið um fast handilspláss er ikki til hindurs fyri, at vørur kunnu seljast við at bera tær út á ítróttarpláss ella onnur tílík støð, sum týðiliga eru avmarkað øki.

Mótsett § 15, stk. 2, í galdandi lóg, har sjálvsølur bert mugu setast í beinleiðis tilknýti til fast handilspláss, verður skotið upp, at sjálvsølur eru at skilja sum føst handilspláss soleiðis, at handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi hava rætt at selja vørur frá sjálvsølum, sjálvt um tey annars ikki hava nakað fast handilspláss.

Stk. 3 í ásetingini, hareftir sjálvsølur, ið ikki eru settar upp í beinleiðis tilknýti til varandi sølupláss, skulu vera merktar við navni eigarans (firma) og bústaði, er sett í lógina av umhugsni fyri brúkaranum.

Til § 10.

Ásetingin, sum skotin er upp, er nýggj og inniheldur generelt bann móti, at handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi, uttan at vera biðin um tað, venda sær til brúkaran á bústaði hansara, arbeiðsplássi hansara ella á øðrum stað, har tað ikki er vanlig atgongd, við tí fyri eyga beinanvegin ella seinni at fáa tilboð um avtalu ella at fáa tílíkt tilboð góðtikið.

Hetta bann, ið er galdandi bæði fyri persónligar áheitanir og áheitanir í telefon, er sett í lógina av umhugsni fyri brúkaranum.

Bannið er ikki galdandi í teimum førum, har áheitanirnar snúgva seg um sølu ella bílegging av vørum, sum eftir § 11, stk. 1, litra a, og stk. 2, og § 12 í uppskotinum, kunnu seljast við umfarssølu.

Til §§ 11 og 12.

Í hesum ásetingunum eru savnaðar vinnurættarligu fyriskipanirnar um umfarssølu av vørum.

Tað er umfarssøla, tá seljarin (ella ein, ið umboðar hann) vendir sær persónliga til brúkaran við sølu fyri eyga og hevur við sær tær vørur, hann ætlar at selja, og eisini tá vørur verða seldar frá ikki føstum handilsplássi, t.d. einum vogni á gøtuni.

Galdandi ásetingar um umfarssølu er lóg nr. 361 om handelsrejsende og løgtingslóg nr. 8 frá 19. mars 1969 um broyting í reglunum um vinnu v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 1984.

Sambært hesum ásetingunum er loyvt at selja fisk, mjólk og róma við umfarssølu. Sum undantak kann landsstýrið veita loyvi til umfarssølu og upptøku av bíleggingum av bókum, bløðum og tíðarritum. Eisini er loyvt við umfarssølu at gera avtalur um hjálparveiting. Um viðurskiftini hjá ferðandi handilsfólkum verður víst til pkt. 4.5 í vanligu viðmerkingunum.

Í § 11, stk. 1, í uppskotinum verður út í æsir tilskilað, hvørjar vørur kunnu seljast við umfarssølu. Vøruflokkingin er broytt í mun til galdandi lóg soleiðis, at umframt fisk, mjólk og róma, kann nú eisini framleiðsla frá landbúnaði og húsdjórahaldi seljast við umfarssølu. Eisini kunnu dagbløð, vikubløð og tíðarrit seljast við umfarssølu, tó bert á gøtum og torgum.

Galdandi áseting, ið loyvir sum umfarssølu at gera avtalur um hjálparveitingar, er ikki við í lógaruppskotinum, av tí at innihaldið í reglunum er ógreitt.

§ 11, stk. 2, tilskilar út í æsir, í hvønn mun umfarssøla annars kann verða loyvd.

Henda áseting, hildin saman við § 10, stk. 2, í lógaruppskotinum, regulerar viðurskiftini hjá ferðandi handilsfólkum. Eftir hesum reglum kann tann, ið rekur vinnu sum handilsfólk, handverkari og ídnaðarrekandi (ella ein, ið umboðar hesi), uttan frammanundan at hava boðað frá, venda sær til vinnurekandi, sum nýta hesar vørur í sínum virksemi, um bílegging og umfarssølu av hesum vørum. Í mun til galdandi ásetingar fevna hesar ásetingar eisini um vinnurekandi, ið ikki koma undir vinnulógina, t.d. bankar, tryggingarfeløg, advokatar, læknar, fiskimenn og jarðarbrúkarar.

§ 11, stk. 3, ásetir, at umfarssøla í øðrum førum enn teimum, ið nevnd eru í stk. 1-2 ikki er loyvd.

Sum frammanfyri nevnt kann landsstýrið eftir galdandi reglum í serligum førum veita fráviksloyvi til umfarssølu og til at taka ímóti bíleggingum av bókum, bløðum og tíðarritum.

Henda áseting stendur í § 12 í lógaruppskotinum við teirri broyting, at loyvi eisini kann gevast til umfarssølu og at útbjóða aðrar vørur, og at málsræðið at geva loyvi er lagt til Skráseting Føroya.

Til § 13.

Ásetingin í uppskotinum er nýggj.

Eftir stk. 1 í ásetingini kann Skráseting Føroya undantaka vinnuvirksemi á keypsstevnum og framsýningum frá ásetingunum í vinnulógini.

Í sambandi við slík fráviksloyvi kunnu neyvari reglur verða settar fyri, í hvønn mun søla skal fara fram, sbr. § 8 í lógaruppskotinum.

Grundgevingin fyri hesi áseting er, at treytaleyst bann móti slíkari sølu kann vera óheppið, hinvegin eigur slík søla kortini at verða regulerað, so at keypsstevnur og framsýningar ikki geva teimum vinnurekandi á staðnum órímiliga kapping.

Sýningar, har einans er talan um framsýning og ikki sølu, heruppií upptøku av bíleggingum, koma ikki undir vinnulógina, og sostatt er einumhvørjum frítt at hava slíkar framsýningar. Tá vinnurekandi, sum ikki eru fevnd av vinnulógini, halda framsýningar, kunnu tílíkar framsýningar haldast uttan loyvi.

Ásetingin í stk. 2 snýr seg um framsýningar, har einans tey vinnurekandi, sum nýta vørurnar í virksemi sínum, hava atgongd. Tílíkar framsýningar kunnu haldast uttan loyvi, tó bert tá talan er um handilsfólk, handverkarar og ídnaðarrekandi (ella fólk, ið umboða hesi). Grundgevingin fyri hesum reglum er eitt ynski um, at ferðandi handilsfólk, ið royna at fáa sær bíleggingar við at venda sær beinleiðis til vinnurekandi, sum í sínum virki hava brúk fyri slíkum vørum, eiga at hava møguleika at leiga høli á teimum støðum, sum tey vitja, og har sýna fram vøruúrvalið og bjóða vinnurekandi at vitja framsýningina og gera bíleggingar.

Eftir stk. 3 í ásetingini skulu tær í stk. 2 nevndu framsýningar ikki haldast í teimum sølubúðum v.m., sum koma undir lógina um afturlatingartiðir.

Til § 14.

Í ásetingini, sum er skotin upp, er bileigaravirksemi definerað. Hetta svarar – í nútímans sniði – til § 17 í galdandi lóg.

Til § 15.

Í hesi áseting standa revsiásetingarnar í lógaruppskotinum. Eftir uppskotinum kann verða revsað við bót.

Møguligur inndráttur av vinningi, sum er fingin við at bróta lógina, kann fremjast eftir vanligu inndráttarásetingunum í revsilógini. Møguligur vinningur kann somuleiðis dragast inn við at økja bótina lutfalsliga eftir vinninginum.

Til § 16.

Ásetingin hevur í sær gildiskomuásetingarnar í lógaruppskotinum.

Til § 17.

Ásetingin hevur í sær skiftisásetingarnar, sum fylgja av, at vinnubrævið verður tikið av.

Hjálagt:

  1. Løgtingslóg nr. 33 frá 10. desember 1955 um vinnu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 1984
  2. Kunngerð frá landsstýrinum nr. 34 frá 20. desember 1955 um handverks- og ídnaðarvinnu
  3. Lóg nr. 361 frá 13. desember 1933 for Færøerne om Handelsrejsende, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. februar 1950 og lóg nr. 186 frá 7. juni 1958.

1. viðgerð 14. mars 2001. Tingmálini 106 og 107/2000 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mars 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22. og 23. mars 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Landsstýrismaðurin hevur mælt nevndini til at strika § 8, stk. 2, í lógaruppskotinum. Sum grundgeving hevur landsstýrismaðurin víst á, at Skráseting Føroya nú verður lagt undir Vinnumálastýrið. Nevndin tekur undir við, at hendan broyting verður framd.

Ivi hevur í nevndini verið um, hvørji vinnubrøv detta burtur við hesum lógaruppskoti. Tað er greitt, at vinnubrøv/loyvisbrøv til vinnuvirksemi sambært galdandi løgtingslóg um vinnu v.m. detta burtur, við tað at hendan lógin fer úr gildi, uttan at ásetingarnar hesum viðvíkjandi eru endurtiknar í nýggja lógaruppskotinum. Hetta merkir, at tey vinnubrøv, ið fútin higartil hevur veitt sambært galdandi løgtingslóg um vinnu v.m., ikki longur eru neyðug. Gjørt skal verða greitt, at hetta eisini fevnir um vinnubrøv til t.d. handverk, ídnað, hotel og matstovur, hýru- og skúlavognar o.a., har tað frameftir ikki verður neyðugt við nøkrum vinnubrævi fyri at kunna reka hesar vinnur. Tað finnast tó eisini í aðrari lóggávu, ásetingar um loyvisbræv sum treyt fyri at reka ávísa vinnu. Tað, ið nevndin hevur verið í iva um, er, hvørt ætlanin við § 17 í fyriliggjandi lógaruppskoti eisini er at taka av hesi vinnubrøv/loyvisbrøv til vinnuvirksemi. Frá Vinnumálastýrinum og fútanum hevur nevndin fingið upplýst, at ætlanin við § 17 ikki var at taka av hesi vinnuloyvi, men bert at gera greitt, at møgulig rættindi og skyldur, ið onnur lóggáva knýtir at virksemi, treytað av vinnubrævi sambært núgaldandi vinnulóg, frameftir skulu vera knýtt at útinningini av vinnuvirkseminum. Nevndin mælir tí til, at hetta verður greitt ásett í § 17.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

  1. § 8, stk. 2 verður strikað.
  2. Í § 17 verða orðini ",jbr. løgtingslóg nr. 33 frá 20. desember 1955 um vinnu v.m.," sett inn aftaná orðið "vinnubrævi".

2. viðgerð 4. apríl 2001. Broytingaruppskot frá vinnunevndini til §§ 8 og 17 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 524-0043/2001
Ll.nr. 64 frá 27.04.2001