Eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001

 

1-7  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2001, 16. januar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001

 

 

Innihaldsyvirlit 

Almennar viðmerkingar *

Høvuðsyvirlit *

§ 5. Fiskivinna *

Viðmerkingar *

5.11.1.30. Tilbúgvingarætlan (Løgujáttan) *

 

Almennar viðmerkingar 

Hjálagt er fyrsta eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum lagt verður fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2001.

Søkt verður um eykajáttan á 20 mió. kr. til MRCC-støð, sum er partur av tilbúgvingini í sambandi við oljuleiting og –framleiðslu við Føroyar. Í samráð við oljufeløgini er avrátt, at MRCC-støðin fæst at virka frá 1. apríl í ár. Hetta er ein treyt fyri, at oljufeløgini fara undir leiting longu í summar. Fyri at halda hesa tíðarfreist, sær Fiskimálastýrið ikki annan møguleika enn, at eykajáttan fæst til at keypa Telegrafstøðina. Telegrafstøðin hýsir longu Tórshavn Radio, sum ætlanin er skal verða partur av MRCC-støðini, saman við m.a. Fiskiveiðieftirlitinum og Vaktar- og bjargingartænastuni, sum seinni í ár eisini flyta inn í sama bygning. 

Høvuðsyvirlit

 

§ 5. Fiskivinna 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Túsund kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

20.000

20.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Felagsútreiðslur

20.000

-

5.11.1. Fyrisiting

20.000

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

Tús. kr.

5.11.1. Fyrisiting

5.11.1.30. Tilbúgvingarætlan (Løgujáttan)

J

2.000

EYJ

20.000

Viðmerkingar 

5.11.30.  Tilbúgvingarætlan (Løgujáttan)

Fiskimálastýrið hevur fingið tillutað málsøkið tilbúgving, sum er skipað sum serstakt øki í stýrinum. Ein partur av tilbúgvingini er verkætlan fyri MRCC (Maritime Rescue and Coordination Center), sum skal fyrst gerast liðug. Verkætlanin tekur hædd fyri, at oljuboringin kann byrja í summar. Eitt MRCC undir føroyskari leiðslu krevur eina forsvarliga loysn, og at neyðug manning og útgerð er tøk. Hetta er tengt at loyvunum til oljufeløgini. Eitt føroyskt MRCC skal innihalda, at neyðug tilbúgving á sjónum og tyrlutilbúgving er tøk til endamálið. Fiskimálastýrið hevur skip og nakað av útgerð, og arbeitt verður við at fáa tyrlutilbúgvingina lidna, men meira skal til. Tí er ætlanin at gera íløgur í bygningar og útgerð til MRCC.

Fiskimálastýrið hevur viðvíkjandi hesum verið í samband við stovnin IMO (International Maritime Organization), ið er stovnur undir ST, sum m.a. umsitur SAR (Search and Rescue) og trygd á sjónum (SOLAS) og dálking frá skipum á havinum (MARPOL). Sambært IMO so tekur tað fleiri ár at fáa eitt føroyskt SAR-øki góðkent á jøvnum føti við onnur lond, men at tað er møguligt at gera avtalur við tey lond, ið umsita okkara sjóøki í sambandi við SAR-uppgávur (Bretland og Ísland). Hetta kann gerast við "Memorandum of Understanding" millum londini.

Føroyska sjóøkið er í dag partur av bretskum SAR-øki sunnan fyri 610 N og íslendskum SAR-øki norðan fyri 610 N. MRCC-Aberdeen og MRCC-Reykjavík hava í dag sostatt altjóða skyldu og eftirlit við SAR økinum í føroyskum sjóøki.

Fyri at royndarboringar eftir olju í føroysku undirgrundini kunnu fara í gongd tíðliga í summar (í byrjanini av juni 2001), er tað neyðugt, at samráðingar verða tiknar upp millum Føroyar (saman við Uttanríkismálaráðnum í Danmark) og ávikavist Bretland og Ísland viðvíkjandi eini samstarvsavtalu (Memorandum of Understanding) um SAR (Search and Rescue) og MRCC í føroyskum sjóøki.

Færøernes Kommando (FRK) hevur higartil røkt uppgávuna at leiða leitingar- og bjargingarsamskipanina (LOB) eftir avtalu frá 1969 við Føroya Landsstýri. Fiskiveiðieftirlitið, herundir Vaktar- og bjargingartænastan síðan 1976, røkja saman við FRK hesa uppgávu. Landsstýrið hevur fingið tilsøgn frá danska Verjumálaráðnum um, at hesa uppgávuna fer FRK at halda áfram við, tó vil FRK ikki átaka sær at samskipa tiltøk í sambandi við havumhvørvisverndarlógina uttan eina serliga avtalu millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina.

Í sambandi við, at altjóða oljufeløg fara at gera royndarboringar í føroyskum havøki vil landsstýrið hava eina føroyska LOB/MRCC loysn.

Tann føroyska loysnin er, at MRCC verður løgd til Fiskiveiðieftirlitið, Vaktar- og bjargingartænastuna, at fyrisita. Onnur loysnin kundi verið, at FRK aftaná nærri samráðingar

millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina heldur áfram við at hava leiðsluna av LOB á sjónum, og at hetta verður víðkað til eisini at fevna um umhvørvið, til tess at uppfylla treytirnar í sambandi við komandi kolvetnisvinnuna. Triðja loysnin er, at MRCC-Aberdeen tekur yvir alla MRCC ábyrgdina í føroyskum sjóøki. Teir hava í dag ta altjóða ábyrgdina, um eingin samstarvsavtala verður gjørd.

Tilmælir og samtyktir higartil
Ein arbeiðsbólkur, við fólki frá Fiskiveiðieftirlitinum (FVE), kom í februar 2000 við einum tilmæli um, at føroyska MRCC-støðin í framtíðini verður skipað í samstarvi millum FVE, Tórshavn Radio (TR) og FRK (eftir samstarvsavtalu). Á heysti 2000 kom bretska ráðgevingarfyritøkan LINK, Associates International Ltd., við líknandi tilmæli.

Hervið eru tvey tilmælir komin frá serfrøðingum, ið mæla til, at føroyska MRCC-støðin verður skipað við hesum tveimum pørtunum (FVE og TR) undir somu lon og samskipað til eina vælvirkandi eind, ið m.a. kann nøkta tørvin fyri leiting og bjarging á føroyskum øki.

Landsstýrismaðurin í fiski- og sjóvinnumálum hevur tikið støðu til, at ein føroysk MRCC-loysn verður vald undir leiðslu av FVE, og landsstýrið hevur eisini tikið undir við eini føroyskari loysn.

Tórshavn Radio
TR heldur til í Telgrafstøðini við Tinghúsvegin og verður rikið av Føroya Tele, vegna TeleDanmark og danska Granskingarmálaráðið. Útgerðin hjá TR er gomul, upprunaliga sett upp í 50- og 60-árunum. Bæði radioútgerð og antennuskipan eru væl hildnar, men sambært viðlíkahaldsfólkunum neyvan egnað at flyta. Ein møgulig flyting av TR merkir tí keyp av nýggjari dýrari radio- og antennuútgerð. Í eini kreppustøðu er alneyðugt, at radiosamskiftisstøðin og bjargingarsamskipanin eru undir somu lon fyri á tann hátt at tryggja eitt beinleiðis og trygt samskifti. Hetta merkir, at hinir partarnir, tvs. FVE og V&B, mugu flytast undir somu lon sum TR. Samrakstrarfyrimunir metast at vera við einum samrakstri av TR og MRCC.

Hølismøguleikar
Ymiskir aðrir hølismøguleikar hava verið kannaðir, men ongin teirra lýkur somu krøv um trygd og frástøðu við bæði lands- og ríkismyndugleikar sum Telegrafstøðin. Slíkir bygningar skulu lúka strong trygdarkrøv, bæði móti atsóknum, herverki og veðri vm., so at støðin altíð er før fyri at virka sambært endamálinum. Fáir bygningar í Føroyum lúka hesi krøv í sama mun sum Telegrafstøðin. MRCC-støðin er ein skipan, sum í einari kreppustøðu hevur tørv á hjáveru av fakligum kunnleika og myndugleikum so sum løgregluni, umboðum fyri aðalstýrir og heilsumyndugleikar o.s.fr., og tað er sera týdningarmikið, at hesi fólk hava stutta ferðing til MRCC-støðina, fyri at støðin skal vera før fyri at røkja allar neyðugar uppgávur skjótt og væl.

Keyp av Telegrafstøðini
Eftir samráðingar við Føroya Tele er greitt, at Føroya Tele hevði aðrar ætlanir við Telegrafstøðini við Tinghúsvegin, og tískil má Føroya Tele finna aðra loysn, sum sambært Føroya Tele bert kann loysast við sølu av bygninginum. Fiskimálastýrið sær tí ikki aðra loysn enn at keypa bygningin frá Føroya Tele grundað á omanfyristandandi.

Stutt skotbrá
Tann 1. apríl 2001 skal MRCC-støðin vera fult virkin, tvs. kunna skipa fyri og samskipa møgulig bjargingartiltøk, ið kunnu væntast at standast av oljuleitingarvirkseminum sum heild. Oljufeløgini kunnu ikki byrja virksemið 1. juni 2001, um ikki trygdarfyriskipanirnar, so sum MRCC-viðurskiftini, eru greiðar og virknar. Hvør skipanin verður, og hvussu hendan skipanin skal virka, skulu oljufeløgini vera kunnað um í góðari tíð, so at skipanirnar hjá teimum og okkum kunnu tillagast.

Fiskimálastýrið hevur havt fund við oljufeløgini um hesi viðurskifti tann 11. januar 2001, og nógv bendir á, at oljufeløgini noyðast at brúka MRCC-Aberdeen, um ikki føroyska loysnin kemur beinanvegin.

Útbúgving av MRCC-starvsfólki
1. stig verður at manna MRCC-støðina. Hesi starvsfólk skulu vera sett í seinasta lagi tann 15. februar 2001, so at tey kunnu luttaka í kravdu útbúgvingini, ið MCA Training Center úr Bretlandi skipar fyri í Føroyum tann 19. – 24. februar 2001.

2. stig verður at senda MRCC-starvsfólkini til venjingar hjá MRCC-Aberdeen. Avtala er gjørd við MRCC-Aberdeen viðvíkjandi hesum, og tað er ivasamt, um tað er møguligt at útseta hesa venjing/útbúgving.

3. stig verða royndarvenjingar, har bæði starvsfólkini á føroysku MRCC-støðini og tøknin á støðini verða roynd. Hesar venjingar verða í mars mánaði 2001. Øll starvsfólkini á MRCC-støðini skulu lúka ávísar treytir fyri at kunna starvast á støðini.

Samlaða útbúgvingin av starvsfólkunum og endaliga skipanin av MRCC-støðini skal vera lokin áðrenn 1. apríl 2001.

Samstarv við oljufeløgini
Aftaná, at føroyska MRCC-støðin er klár tann 1. apríl 2001, verða venjingar. Tær fyrstu venjingarnar verða við luttøku av føroyskum myndugleikum og samstarvsfeløgum. Tá ið hesar venjingar eru framdar, og neyðugar tillagingar eru gjørdar, verða venjingar við oljufeløgunum. Hesar venjingar eru neyðugar fyri, at samskiftið millum oljufeløg og samlaðu føroysku tilbúgvingina kann fara fram á rættan hátt.

Tær fyrru venjingarnar verða ’small scale’ venjingar, meðan seinasta venjingin verður ein sokallað ’full scale’ við luttøku av øllum pørtum – bæði innanlands og uttanlands.

Rationaliseringsfyrimunir
Fiskimálastýrið hevur í dag 3 ymisk leigumál, og um stutta tíð verður Skipasýnið yvirtikið, og eru hølir í dag ikki tøk at hýsa hesum.

Telegrafstøðin við Tinghúsvegin kann við uppí- og umbygging í framtíðini hýsa øllum Fiskimálastýrinum, og hervið kunnu verandi 3 leigumál sigast upp, og óneyðugt verður at gera eitt fjórða leigumál til at hýsa Skipasýninum.

Niðurstøða
Um ein føroysk MRCC-støð skal vera klár til at loysa SAR-uppgávur, tá ið oljufeløgini í byrjanini av juni 2001 fara undir royndarboringar eftir olju, er tað eitt krav, at hølisviðurskiftini verða loyst beinanvegin. Tað er tí neyðugt, at Føroya Landsstýri beinanvegin tekur endaliga støðu til keyp av bygningi til MRCC-støðina. Fiskimálastýrið vil hervið mæla til, at einasta verandi loysn við atliti at omanfyristandandi grundgevingum er, at givin verður eykajáttan á 20 mió. kr. til keyp av Telegrafstøðini við Tinghúsvegin.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

2.000

20.000

22.000

10. Tilbúgvingarætlan

Útreiðslur

2.000

20.000

22.000

15. Keyp av útbúnaði, netto

1.000

-

1.000

32. Útvegan av løgu o.ø.

1.000

20.000

21.000

1. viðgerð 19. januar 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 12. januar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið, og sambært 24, stk. 3, í tingskipanini, varð málið sent vinnunevndini til ummælis. Ummæli frá vinnunevndini er hjálagt álitinum syn fylgiskjal I.

Í tilmælinum frá vinnunevndini mælir minnilutin (Alfred Olsen) fíggjarnevndini til m.a. at kanna:

Fíggjarnevndin hevur í skrivi, dagfest tann 1. februar 2001, sett hesar spurningar til Føroya Tele, sum í skrivi 5. februar 2001 svarar fyrispurningunum noktandi. (Skjøl D & E í málinum). Eisini hevur nevndin í skrivi, dagfest 1. februar 2001, spurt landsstýrismannin í vinnumálum, um Føroya Tele (P/F Telefonverkið) hevur loyvi at selja húsini Tinghúsvegur 64. Í svari frá landsstýrismanninum, dagfest 6. februar 2001, verður sagt, at Vinnumálastýrið metir, at Føroya Tele hevur loyvi at selja Telegrafstøðina við Tinghúsvegin (Skjøl C & F í málinum).

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund) vísir á ummælið frá vinnunevndini og viðmerkingarnar frá meirilutanum (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass). Meirilutin tekur undir við tí føroysku loysnini, sum skotin verður upp í málinum. Meirilutin vísir á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum er farin undir at fyrireika eina yvirtøku av radiogrundaðu neyð- og trygdartænastuni á havinum. Landsstýrismaðurin upplýsir í skrivinum til fíggjarnevndina (Skjal F), at leysliga verður mett, at samráðingartíðarskeiðið millum føroyskar og danskar myndugleikar verður eitt til tvey ár og síðani eitt hálvt ár at seta ætlanina í verk. Meirilutin heldur, at tað eru stórir fyrimunir at leggja MRCC-støðina í sama bygningi sum Tórshavn Radio, har sambært upplýsingum til vinnunevndina skal eftir avtalu við forskningsministeriet vera ein minstamanning upp á 12 mans. Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Joehannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á ummælið frá vinnunevndini og viðmerkingarnar frá minnilutanum (Henrik Old og Dan R. Petersen) og (Alfred Olsen). Eftir at fíggjarnevndin hevur kannað spurningar, ið settir eru í tilmælinum frá Alfred Olsen í vinnunevndini, og eftir at minnilutin hevur fingið upplýsingar um, at til ber soleiðis, sum nevnt er í spurningi 1) frá Alfred Olsen, um verandi MRCC-støð kann halda fram við broytingum, meðan endalig hølisloysn verður funnin, verður tikið undir við tilmælinum frá minnilutanum (Henrik Old og Dan R. Petersen) í vinnunevndini, sum mælir frá at nýta 20 mió. kr. til keyp av hesum bygningi, men í staðin nýta verandi MRCC-støð, meðan kannað verður, hvør rætta endaliga loysnin er.

Fylgiskjal 1

Ummæli frá vinnunevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-7/2000: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri januar 2001

Við skrivi, dagfest 22. januar 2001, hevur fíggjarnevndin biðið vinnunevndina um at ummæla nevnda uppskot.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 25. og 26. januar 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismenninar í fiskivinnu,- vinnu-, og olju- og umhvørvismálum. Harumframt hevur nevndin vitjað Tænastumiðstøðina hjá Føroya Tele og MRCC-støðina hjá Færøernes Kommando.

Frá Føroya Tele fekk nevndin avrit av tekningum yvir bygningin, og greitt varð nærri frá hesum.

Upplýst varð, at Post- og Telegrafvæsenet projekteraði bygningin í 1960, og er hann sostatt helst bygdur umleið 1962. Støddin á bygninginum er 700 m2 hvør hæddin.

Greitt varð eisini eitt sindur frá Tórshavn Radio. Tórshavn Radio kann býtast í tveir partar, annar er radiosamrøður, og hin er ein neyð- og trygdartænasta. Viðvíkjandi neyð- og trygdartænastuni fyriliggur ein avtala millum Føroya Tele vegna Føroya Landsstýri og Tele Danmark vegna donsku stjórnina um, at Føroya Tele skal røkja hesa tænastuna. Hetta letur danska stjórnin ein blokk fyri.

Bygningurin er bygdur sum eitt bumbuskýli, og fevna tryggjaðu rúmini eisini um ein part av ovaru hæddini, tann sokallaða kjarnin, rúm 1.11 og 1.12. Hini rúmini á ovaru hæddini hava veggir, ið kunnu flytast. Víst varð á, at bygningurin hevur eina sera væl útbygda el-útgerð.

Upplýst varð, at NMT-telefonsentralurin má verða standandi í sambandi við eina møguliga sølu, og tað fer at taka eina tíð hjá Føroya Tele at flyta úr hinum pørtunum av bygninginum eisini. Rúmini 1.06, 1.07 og 1.08 kunnu tó verða tøk beinanvegin, og er tað ætlanin, at MRCC-støðin skal vera her. Í 2006 skuldi Føroya Tele verið flutt endaliga út.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum varð spurdur, um ætlanin er at hava ein nýggjan stovn, ella um hetta skal verða ein partur av Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Nevndin fekk upplýst, at frá tí, at byrjað varð at fyrireika tilbúgvingarverkætlanina fyri 1½ ári síðani, hevur verið arbeitt fram í móti at fáa eina samlaða tilbúgvingarætlan, ið ætlandi skal vera liðug 1. juni. MRCC-støðin skal tó vera liðug, tá oljuvinnan byrjar, og tí er tíðarspurningurin avgerandi. Í Fiskimálastýrinum hava teir gjørt av, at uppgávan verður løgd til Fiskiveiðieftirlitið og verður ein integreraður partur av Fiskiveiðieftirlitinum og Vaktar- og Bjargingartænastuni, og verður hetta alt undir Fiskimálastýrinum. Talan er ikki um ein nýggjan stovn. Fiskimálastýrið hevur søkt eftir einum fólki at taka sær av at leiða MRCC-støðina. Men tað er, tá vanlukkan hendir, at brúk verður fyri at kunna nýta øll fólkini á Fiskiveiðieftirlitinum og Vaktar- og Bjargingartænastuni, ella við øðrum orðum fyri øllum í stýrinum. Hann greiddi frá, at ein partur av teknikkinum í bygninginum hjá tænastumiðstøðini verður verandi í bygninginum í óavmarkaða tíð, og tá Føroya Tele er har frammanundan, duga teir ikki at síggja nakra grund til at fáa sær sín egna teknikk.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum varð eisini spurdur, um man hevði umrøtt við myndugleikarnar fyri verandi MRCC-støð um at halda fram at røkja hetta, inntil vit sjálvi eru til reiðar at røkja hetta. Hann spurdi eisini, hvør við tí neyðuga førleikanum kann taka við hesum starvinum eftir so stuttari tíð.

Landsstýrismaðurin segði, at verandi MRCC-støð tekur sær av vanligari sjóbjarging, og førdi fram, at skal oljuvinnan við, so skal støðin uppgraderast, og tað mugu myndugleikarnir í Danmark taka støðu til. Hann vísti á, at bygningurin hjá teimum er eisini seldur.

Ført varð eisini fram, at tað er eingin rættilig MRCC-støð í Føroyum, sum lúkar treytirnar, tá oljuvinnan kemur. Sagt varð, at teir ikki hava kannað nærri, um Marinustøðin vil at taka sær av hesum, hetta tí at teir fyrst vilja kanna, um tað letur seg gera at gera eina føroyska støð.

Á Marinustøðini varð spurningur settur um, hvat skuldi til, um Marinustøðin framhaldandi skuldi taka sær av MRCC í sambandi við eina oljuvinnu.

Nevndin fekk upplýst, at sambært krøvunum, ið Vaktar- og Bjargingartænastan hevur sett upp, so var tað ikki serliga nógv. Talan varð um at fáa eitt rúm við telefonum og edv-útgerð, sum uttanfyristandandi kundu nýta í sambandi við eina møguliga vanlukku. Gjørt varð tó vart við, at hetta bara var møguligt í eitt styttri tíðarskeið til miðan næsta ár, tá Marinustøðin flytur sítt virksemi til Mjørkadal. Víst varð á, at tað ikki ber til at krevja, at teir relevantu partarnir skulu koma til Mjørkadal ein ringan vetrardag t.d. at samskipa bjargingina, skuldi ein vanlukka staðist. Neyðugt er tí helst, at ein slík MRCC-støð er í Havnini, men tað er tó ikki avgerandi, at Tórhavn Radio og MRCC-støðin eru á sama staði. Í Danmark er tað so, at høvuðsmiðstøðin fyri MRCC er í Århus, men her er tó eingin MRCC-støð, hesar liggja lokalt runt í landinum. Upplýst varð, at um talan var um reina sjóbjarging, so kundi hon rekast frá Marinustøðini eisini í sambandi við eina oljuvinnu, og krevur hetta ikki eyka manning í tí dagliga. Er talan hinvegin um eina víðkaða MRCC-tænastu, so krevur hetta eykaútgerð, um Færøernes Kommando skal taka sær av hesum. Teir vistu tó ikki, um hetta var eitt krav frá oljufeløgunum. Viðvíkjandi ætlanunum um at leggja eina MRCC-støð saman við Tórshavn Radio, so hildu teir hetta vera eina góða loysn.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum greiddi frá gongdini í sambandi við yvirtøkuna av uttanlandssamskiftinum og frá privatiseringini av Telefonverkinum. Í sambandi við apportinnskotið, sum varð gjørt í partafelagið, segði hann, var virðið á bygninginum sett til 11,5 mió. Íløgur eru síðani gjørdar í bygningin fyri 3,4 mió. Hann segði eisini, at bygningurin í dag stendur bókførdur til 12,5 mió., meðan tær 1,5 mió. er ein gomul upphædd, ið hevur ligið til grund fyri fyrrverandi sølu. Viðvíkjandi teimum 20 mió., segði hann, so er trupulleikin, at Føroya Tele hevur nakrar uppgávur, sum í dag verða røktar á telegrafstøðini, harumframt hava teir brúk fyri kapitali, so at teir royna at fáa eina góða loysn viðvíkjandi sølu, er skiljandi. Hann segði, at tær 20 mió. er ein upphædd, ið Fiskimálastýrið er komið við, og byggir virðisásetingin á eina meting frá landsarkitektinum.

Landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum segði, at myndugleikarnir í Føroyum hava sett sær sjálvum krav um, nær ein tilbúgvingarætlan skal vera klár, og fevnir hetta eisini um eina MRCC-støð. Hann førdi fram, at oljufeløgini ikki seta nøkur krøv, men tað er tó greitt, at oljufeløgini ikki fara at bora, fyrr enn ein tilbúgvingarætlan er klár.

Greitt varð eisini frá, at Oljumálastýrið hevði gjørt heilt greitt í tí regluverkinum, ið gjørt er fyri oljufeløgini, at oljufeløgini skulu hava eina tilbúgving, ið skal lúka ávís krøv. Hetta er ikki óvanligt, og setir skipanin somu krøv, sum t.d. Bretland og Danmark gera. Í hesa skipanina inngongur eisini ein bjargingarmiðstøð, har oljufeløgini kunnu ringja og biðja om hjálp. Hetta er ikki nakað óvanligt. Man hevði vóna, at tað læt seg gera at nýta verandi MRCC-støð, men hendan uppfyllir í dag ikke heilt krøvini, ið verða sett til eina sivila skipan, við tað at talan er um eina hernaðarligt skipan, og politiskt hevur tað ikki verið vilji til at fara hendan vegin. Tí er neyðugt, at vit seta á stovn eina MRCC-støð, men oljufeløgini seta ikki nøkur serlig krøv í hesum sambandi, tó at neyðugt sjálvsagt er, at støðin lýkur tey krøv, ið IMC setir. Í dag er tað so, at økið kann dekkast av Skotlandi, men um vit siga, at vit kunnu veita somu tænastu, so fyrihalda teir seg til tað. Skal støðin vera í Skotlandi, so vil tað gera tað eitt sindur truplari fyri myndugleikarnar í Føroyum, við tað at samskiftið skal fara millum lond, og neyðugt er sostatt, at fingin verður ein mannagongd fyri hesum samskiftinum. Serliga løgreglan kann fáa tað trupult við hesum, við tað at bjargingartilbúgvingin er eina aðra staðni enn har, sum t.d. avhoyringar og annað arbeiði hjá løgregluni skal gerast. Í leitifasuni er støðan tó øðrvísi, og spurningurin er, um man ikki tá eigur at brúka tað tilfeingi, ið man hevur.

Landsstýrismaðurin í orku- og umhvørvismálum varð spurdur, um tað passar, at man ikki kann fara at bora í summar, um hetta ikki er klárt.

Greitt varð frá, at vit hava eina skipan í dag, men trupulleikin er, at hon ikki er á føroyskum hondum. Tá vit hava eina altjóða viðurkenda skipan, feløgini hava fingið loyvir og hava fingið til vega borepallar o.s.fr., so verður tað trupult at steðga hesum politiskt. Víst varð á, at oljufeløgini longu arbeiða við tveimum loysnum, einari ætlan A, sum er tann føroyska loysnin, og einari ætlan B, ið er Aberdeen.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) hevur hesar viðmerkingar.

Meirilutin er samdur um, at tað eru stórir fyrimunir at leggja MRCC-støðina í sama bygningi sum Tórshavn Radio. Hetta ger meirilutin út frá omanfyri standandi upplýsingum. Tað, sum ikki er so nógv skrivað um, er tann tekniska útgerðin, sum er á Telegrafstøðini. Her verður serliga hugsað um, at støðin er sjálvhjálpin við el, um so skuldi verið, at streymurin frá SEV bleiv burtur. Harafturat kemur, at tað er nógvur teknikkur í bygninginum, sum MRCC-støðin kann gera brúk av.

Tað er eisini ein fyrimunur, at tey starvsfólk, sum arbeiða á Tórshavn Radio og kenna alla ta teknisku útgerðina, sum er í bygninginum frammanundan, verða verandi. Hesi eru eisini von við at samskifta í eini neyðstøðu.

Við at samskipa Vaktar- og Bjargingartænastuna, MRCC-støðina, og Tórshavn Radio í einum og sama bygningi, skuldi tað alt í alt verið møguleikar at spart upp á starvsfólk. Hesir stovnar hava allir við vaktarhald at gera.

Tann útgerð, sum er tøk í dag, er øll hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Vit kunnu nevna Tjaldrið og Brimil. Vinnunevndin hevur eisini stutt síðani viðgjørt uppskot um, at Vaktar- og Bjargingartænastan hevur møguleika at brúka eina tyrlu í sínum arbeiði. Hetta uppskot er samtykt í Løgtinginum. Tær oljusparringar, sum eru tøkar í Føroyum, eru eisini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Ein annar fyrimunur er, at MRCC-støðin kann koma í gongd beinanvegin í hóskandi umhvørvi.

Virðismetingin av bygninginum er hjáløgd. Tann stóri spurningurin er prísurin á bygninginum.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old og Dan R. Petersen) hevur hetta tilmælið til fíggjarnevndina:

Keyp av bygningi til MRCC-støð er eftir minnilutans tykki ein forhastað avgerð, tá hugsað verður um, at verandi MRCC-støð, sum frammanundan er í Føroyum, kann loysa hesa uppgávu.

Heldur eigur Fiskimálastýrið at brúka kreftir upp á at fáa sjálva tilbúgvingarætlanina (ið skal fevna um alt landið) at virka, tað verið seg samskipan av lokalu bjargingarfeløgunum, sjúkrahúsverki, sløkkiliðum, løgreglu, felags venjing og tað, sum annars skal til fyri, at tilbúgvingarætlanin skal vera til reiðar í summar.

Hvat ið viðvíkir oljuvinnuni, er talan um eitt stutt tíðarskeið, har royndarborast skal í summar – helst einar 3 til 4 mánaðir.

Um so verður, at tekin eru um, at olja finst við Føroyar (tað fæst greiði á út á heystið), so er minnilutin til reiðar at taka málið um nýggja MRCC-støð uppaftur til ta tíð. Samstundis skal spurningurin um, hvar ein MRCC-støð saman við øðrum stovnum í Fiskimálastýrinum skulu liggja.

Tá sagt verður í viðmerkingum til uppskotið, at við uppíbygging kann alt Fiskimálastýrið saman við einum yvirtiknum skipasýni flyta í henda bygning, so er hettar heilt við síðuna av.

Tað tykist sum, at fleiri og fleiri panikkloysninr koma úr Fiskimálastýrinum, søkt er jú longu eftir fólki til eina MRCC-støð. Í seinasta mánaði viðgjørdi vinnunevndin eina aðra panikkloysn úr Fiskimálastýrinum um keyp av einari tyrlu.

Verður fyriliggjandi loysn vald, verður frá somgongunnar síðu samstundis staðfest fyri eftirtíðina, at tílíkur stovnur einans kann samskipast og liggja í hjartanum av høvuðsstaðnum.

So niðurstøða minnilutans til fíggjarnevndina er púra greið. Minnilutin mælir frá at nýta 20 mió.kr. til keyp av hesum bygningi, men í staðin nýta verandi MRCC-støð, síðan kemur tíðin helst at vísa okkum, hvør rætta loysnin er.

Ein annar minniluti í nevndini (Alfred Olsen) mælir fíggjarnevndini til at umhugsa og kanna hesar møguleikar:

  1. At verandi MRCC-støð heldur fram við neyðugu broytingunum, meðan ein endalig hølisloysn verður funnin fyri MRCC-støðina, Fiskiveiðueftirlitið, Skipasýnið, Vaktar- og Bjargingartænastuna og Fiskimálastýrið.
  2. Eina føroyska loysn har Føroya Tele átekur sær uppgávuna at reka eina MRCC-støð í umrødda bygningi.
  3. Eina loysn har landið leigar umrøddu hølir (1.06, 1.07, og 1.08 smb. viðlagda yvirlitið yvir bygningin) frá Føroya Tele.
  4. At kanna um kostnaðurin upp á 20 mió. er tann rætti. Eisini verður mælt til, at kannað verður, um allar tær í 1. pkt. nevndu funktiónir kunnu og hava loyvi at verða í bygninginum og samskipast.

Vinnunevndin, 30. januar 2001 

Heini O. Heinesen, formaður
Alfred Olsen, næstformaður
Jógvan á Lakjuni
Jákup Suni Joensen
Henrik Old
Dan R. PetersenJákup
Sverri Kass

2. viðgerð 20. februar 2001. Uppskot landsstýrisins samtykt 18-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-14. Málið avgreitt.

Ll. nr. 20 frá 02.03.2001