Fyrispurningur um SL og Bygdaleiðir

100-62 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi vantandi trygd og tænastu á Strandfaraskipum Landsins herundir Bygdaleiðum

Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hví forðar SL ikki fyri, at ferðafólk fara á bildekkið, áðrenn størstu bilarnir eru farnir í land ?
  2. Hví verða trailarar og tung akfør, ið skulu við Strandfaraskipum Landsins, ikki flutt seint á kvøldi ella um náttina ?
  3. Hví ber ikki til at bíleggja pláss til bilar hjá SL ?
  4. Hví ber ikki til at keypa ferðaseðlar á farstøðini?
  5. Hví koyra ikki størstu bussarnir á leið 400 teir túrar, flest ferðafólk eru?
  6. Hví ber ikki til at gjalda við gjaldskorti umborð á skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins?

Viðmerkingar:

Ad. 1. Herfyri koppaði ein trailari á bildekkinum umborð á Dúgvuni. Líknandi óhapp eru hend nakrar ferðir, men til alla Guds lukku er eingin mannskaði hendur. Ferðafólk hava mær vitandi ikki loyvi at vera á dekkinum undir sigling, men hóast tað, fara ferðafólk niður á dekkið, so skjótt skipið nærkast innsiglingini, t.v.s. langt áðrenn lagt er at. Tað er ikki óvanligt, at ferðafólk í hópatali, standa stúgvað saman á dekkinum í fleiri minuttir. Onkuntíð havi eg talt uppí eini hálvthundrað børn og ungdómar á dekkinum. Hvønn dag undrist eg á hetta og øtist. Tankin um, hvat hendir, um t.d. eldur kemur í, er ræðandi. Nú er farleiðin um Leirvíksfjørð tann leiðin, eg ferðist mest á, men eg havi skilt, at tað sama er galdandi umborð á øðrum ferjum hjá Strandfaraskipum Landsins. Ætlan mín við hesum fyrispurningi er avgjørt ikki at ákæra ella stoyta nakran. Heldur vil eg stuðla undir, at tær reglur, ið eru galdandi, verða hildnar av ferðafólki, so tey ikki seta bæði seg sjálvi og manning í lívsvanda.

Ad. 2. Flutningurin av stórum akførum, trailarum og øðrum, sum flyta farm um firðirnar, er vaksin ógvusligt. Bíðirøðirnar á ferjulegunum vaksa alsamt, meðan bíðitíðin gerst longri og longri. Hetta er til stóran ampa og er ótolandi, serliga hjá teimum sum ferðast dagliga til og frá arbeiði. Spilltíðin kostar bæði virkjum og ferðafólki. Tí er ilt at skilja, hví ikki verður siglt seint á kvøldi ella um náttina. Hóast vit nú kunnu síggja fram til ein undirsjóvartunnil, so vita vit, at tað fara at ganga nøkur ár, inntil hann verður veruleiki. Tað ber ikki til at lata standa til so leingi. Ruðuleikin t.d. á Leirvíksleiðini er vaksandi, og tað áliggur SL, so leingi flutningur má fara fram sjóvegis, at syrgja fyri, at flutningurin er nøktandi. 

Ad. 3. Sum eg longu havi nevnt, verður nógv tíð, ofta dýrir arbeiðstímar, burturspilt í bíðirøðum. Um møguligt varð at bíleggja pláss til bilar o.o. akfør við SL, høvdu fólk í størri mun sloppið undan óneyðugum seinkingum og harvið kunnað tilrættalagt tíðina betur. Í grannalondum okkara er tað heilt vanligt, at ein bíleggur ferðaseðlar, bæði til bilar og ferðafólk, langa tíð frammanundan. Hetta má eisini kunna lata seg gera í Føroyum. Sum dømi kann nevnast, at á ferjunum, sum sigla millum Esbjerg og Fanø, ber til at bílegja ferðaseðil. Teinurin er nakað tann sami sum um Leirvíksfjørð, áleið ½ tími.

Ad. 4. At tað ikki skal bera til at keypa ferðaseðil á farstøðini, man vera øðrum enn mær ein gáta.

Brúktar eru milliónir uppá at byggja ein teriminal, men mín sann, um ikki ferðafólk, ið skulu við bussunum, mugu standa í longum bíðirøðum í øllum veðrið. Tað tekur langa tíð hjá bussførarunum at krevja inn, klippa kort o.s.fr., tí eru fólk mangan stird og á kroppi, áðrenn tey sleppa inn í bussin.

Tað mátti verið so líkatil at ferðaseðlar verða seldir á farstøðini, ferðafólki og bussførarum til stóran lætta.

Ad. 5. Ferðafólk, sum koyra við bussinum millum Leirvík og Tórshavn, undrast á, hví størstu bussarnir ikki verða settir inn, tá mest ferðafólk eru. Tað er margháttligt at síggja eini 5 ferðafólk sita og breiða seg í einum av størstu bussunum, ið koyrir til eitt av smáplássunum nær Tórshavn, meðan ein heldur minni bussur koyrir til Leirvíkar, mangan yvirfyltur. Tað kemur meiri enn so fyri, at fólk mugu standa nærum allan vegin til Leirvíkar. Í onkrum føri havi eg talt uppí 8 ferðafólk, ið ikki fingu sess. Tað løgna er, at teir størstu bussarnir koyra á leið 400, tá fæst ferðafólk eru, og minnu bussarnir, tá flest fólk ferðast.

Ad. 6. Allastaðni í Føroyum, ja í vesturheiminum, kann gjaldskort nýtast, t.d. FR-kort, DAN-kort o.l. Í grannalondum okkara kunnu gjaldskort nýtast í taxabilum og flogførum. Men umborð á SL, ber ikki til at gjalda við gjaldskorti. Hetta má metast sum ónútímans og vánalig tænasta mótvegis brúkaranum.

Við vón um, at tænastustøðið og trygdin við Strandfaraskipum Landsins og Bygdaleiðum gerst betri, verða hesir fyrispurningar settir landstýrismanninum.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. apríl 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1.
Sambært galdandi reglum brúkar Strandfaraskip Landsins eina skipan við sonevndari tíðarsundurskiljing. Hetta merkir, at vanliga skulu fólk fyrst í land og síðan bilar og rullandi eindir. Annars velur manningin sjálv, hvør verður tikin fyrst. Tað er kortini trupult hjá manningini at fáa fólk at akta tey boð, sum givin verða.

Skipaeftirlitið hevur eftirlit við trygdini umborð á strandfaraskipunum, og Strandfaraskip Landsins ger alt fyri at halda tær reglur, sum gjørdar eru. Um so er, at fólk fara niður á dekkið undir sigling, er hetta brot á galdandi reglur.

Stór menning er farin fram innan samferðsluna, og trupulleikar standast av at brúka gamlar ferjur at nøkta nútíðar krøv og ynski frá vinnuni og borgarunum. Tað verða í dag flutt størri, tyngri og fleiri akfør, meðan kapasiteturin og umstøðurnar á ferjunum eru óbroyttar. Tað sigur seg sjálvt, at ferjurnar ikki eru egnaðar til slíkar nøgdir og trýst. Somuleiðis forða keiannleggini fyri, at ferðafólk og akfør kunnu koma ótarnað í land og umborð.

Til spurning 2.
Vinnan runt um í Føroyum framleiðir til útflutnings fastar dagar og til fastar tíðir. Nógv virki ynskja tí at framleiða til beint áðrenn fráferð hjá Smyril Line, Skipafelagnum og EIM-skip. Tað er til hesar føstu tíðir, at fløskuhálsar íkoma. Strandfaraskip Landsins metir tað tí ikki vera grundarlag fyri at flyta um náttina ella seint út á kvøldið.

Til spurning 3.
Vanliga verða atlit tikin til geografisku fjarstøðuna, kapasitetin og siglingartíðina, tá metast skal um tørvin fyri at seta á stovn eina bílegginarskipan. Harafturat má ein meting gerast, hvørt tað loysir seg at seta á stovn eina umsiting og útvega eina tøkniliga skipan, sum tryggjar, at bíleggingin altíð virkar.

Tær kanningar, sum Strandfaraskip Landsins hevur gjørt av nýtslu og kapasiteti, vísa, at nýtsluprosentini fyri ferðafólk eru í miðal sera lág. Nýtsluprosentini fyri tungan flutning eru nakað hægri í miðal. Trupulleikin er, at tað serliga eru til ávísar tíðir, at nógv fólk og nógvur farmur skal við, og eru ferjurnar tá ov lítlar.

Hinvegin er tað vanlig mannagongd, at virki og flutningsfeløg venda sær til ferjuna og fáa har at vita, nær tað er best at koma við. Á Leirvíksfjarðarleiðini og á Sandoyarleiðini verða gjørdir farmatúrar burturav á middegi.

Samanumtikið metir Strandfaraskip Landsins ikki, at tað, ið fæst burturúr at stovna eina bíleggingarskipan, stendur mát við kostnaðin av at reka eina slíka skipan, um hon skal virka væl.

Til spurning 4.
Strandfaraskip Landsins arbeiðir framhaldandi við at betra um umstøðurnar hjá ferðafólki, herundir eisini møguleikarnar at keypa ferðaseðlar. M.a. hevur verið arbeitt við at kanna skipanir við elektróniskum gjaldskorti, sum skuldi gjørt innkrevjingina lættari og skjótari fyri kundar og bussførarar um alt landið.

Til spurning 5.
SL og viðkomandi busseigari arbeiða við at umskipa koyringina og seta ein størri buss inn á hesa farleið.

Til spurning 6.
Strandfaraskip Landsins arbeiðir, sum áður nevnt, við at kanna eina skipan við elektróniskum gjaldskorti, og í hesum sambandi verða møguleikarnir fyri m.a. at brúka FR-kort eisini viðgjørdir. Tað eru kortini nógvir tøkniligir og umsitingarligir spurningar at umrøða, áðrenn FR-kort kunnu brúkast sum gjaldsmiðil hjá júst Strandfaraskipum Landsins. Orsøkin er fyrst og fremst, at siglingartíðin á flestu farleiðum er so mikið stutt, at tað verður torført at avgreiða øll ferðafólkini, og at tað orsakað av vantandi GSM-dekningi kann vera torført ella beinleiðis ógjørligt at kanna, um gjaldskortið er sperrað.

Á Suðuroyarfarleiðini hevur Strandfaraskip Landsins kortini ætlanir um at seta upp ein handilsterminal til FR-kort (í løtuni verður ein sleta brúkt til FR-kort). Hetta er møguligt, tí siglingartíðin er 2 tímar og sostatt nóg long at avgreiða ferðaseðlar, kombinerað við sølubúð umborð. Spurningurin er tó, um GSM-dekningurin er nóg góður á Suðuroyarfarleiðini til at brúka ein handilsterminal.

Harafturat eru lesandi í Føroyum fyri einum ári síðan farin at brúka serlig eletrónisk gjaldskort í bussunum, og virkar skipanin væl.

Málið avgreitt.