Fyrispurningur um samferšsluvišurskiftini ķ Kallsoynni

100-1 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, um samferšsluvišurskiftini ķ Kallsoynni

 

Įr 2000, frķggjadagin 11. august, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Mamy Dahl Sųrensen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:


Fyrispurningur

1. Nęr verša tunnlarnir og vegirnir millum bygdirnar ķ Kallsoynni lišugtgjųrdir?
2. Nęr veršur fariš undir at gera ferjuleguna į Syšradali?
3. Hvųrjar ętlanir eru gjųrdar um vegin frį bryggjuni/ferjuleguni į Syšradali og nišan ķ bygdina, og hvar skal vegurin verša?


Višmerkingar
Fyri tólv įrum sķšan gleddust kallsoyingar og allir noršingar um, at loksins varš vegasamband bygdanna millum ķ Kallsoy.

Men tunnlarnir eru ongantķš alment tiknir ķ brśk, tķ teir als ikki eru bśnir til taš. Ķ grundini er koyribreytin at sammeta viš gomlu uppdyrkingarvegirnar, sum so dįnt kundu brśkast til rossavognar.

Į hvųrjum įri kemur tilfar ķ oynna og koyrt į vegin millum Hśsar og Knśksdal, men įšrenn asfalt kemur į, er tilfariš fokiš burtur til ampa fyri tey, iš skulu gera nżtslu av bųnum.

Seinasta summar kom asfalt ķ oynna, men taš liggur enn, sum taš varš lagt ķ dunga ķ Knśksdali.

Tį ferjulega er gjųrd į Syšradali, verša mųguleikarnir at bśleikast ķ Kallsoynni broyttir ķ avgerandi mun. Bęši vinnumųguleikarnir ķ oynni, og mųguleikarnir hjį teimum, sum hava sķtt arbeiši ella vinna sęr handliga- ella mišnįmsśtbśgving ašrastašni, bųtast so avgerandi, at Kallsoyggin veruliga fęr mųguleikar at mennast.

Vegur er ongantķš gjųrdur frį lendingini nišan ķ bygdina. Taš ber nóg illa til hjį einum ungum rųskum pįpa ella gubba at bjarga einum barnavogni frį "Barskor" nišan til hśsa. Koyristól er ikki hugsandi at fįa fram tann vegin, ķ hvussu er ikki į hjólunum.

Vegurin mį gerast beinanvegin, tķ taš kann ikki góštakast, at syšradalsfólk ikki sum onnur hava koyriveg, sum farandi er eftir. Taš er ikki meira enn rķmiligt, at vegasambandiš veršur frį lendingini sušur um og beinleišis nišan ķ sjįlva bygdina, sum er stytsta farleišin.

Taš er prógvaš ferš eftir ferš, at fólk hava sżnt dirvi og hegni at fara undir og reka vinnu, tį taš ber til. Men skal dirviš og hegniš ikki verša kųvt ķ fųšingini, so mį eitt minstamark av sambandi vera til stašar.

Hesin partur av śtoyggjapolitikkinum kann loysast fyri Kallsoynna, um omanfyrinevndu spurningar kunnu svarast positivt, og positivu svarini verša til veruleika og ikki sum so ofta til orš og orš og aftur orš, men einki hendir ķ verki.

 
Į lųgtingsfundi 15. august 2000 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispuringurin skal svarast.

Į lųgtingsfundi 19. september 2000 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Til spurning 1.
Arbeitt veršur framhaldandi viš at lišugtgera tunnlar og vegir ķ Kalsoynni, og nęr arbeišiš veršur lišugt, veldst um, hvųrjar upphęddir Lųgtingiš jįttar til hetta arbeišiš. Vegastrekkiš Hśsar til lendingina į Syšradali veršur gjųrt lišugt ķ įr, og ętlanin er ķ framhaldi av hesum at bųta um vegastrekkiš til bygdina Syšradal. Ętlanin er, at hetta arbeišiš skal verša lišugt ķ 2001. Sambęrt meting frį Landsverkfrųšingsstovninum veršur kostnašurin at gera hetta vegastrekkiš og at tryggja og lišugtgera tunnlar tilsamans 5 mió. kr. uttan MVG. Um peningur veršur jįttašur, fer alt hetta arbeišiš vęntandi at taka 2-3 įr. 

Til spurning 2.
Til kanningar og fyrireikingar av ferjulegu į Syšradali eru į fķggjarlógini fyri įr 2000 settar av 0,4 mió. kr. Nęr fariš veršur undir at gera sjįlva ferjuleguna, veldst um jįttanir frį Lųgtinginum. Sambęrt kostnašarmetingini fer ein ferjulega at kosta uml. 20 mió. kr. uttan MVG. Vanliga tekur taš uml. 2 įr at gera eina tķlķka ferjulegu. Veršur peningurin jįttašur, veršur fariš undir at gera ferjuleguna ķ 2001.

Til spurning 3.
Ętlanin er at gera vegin lidnan av Knśksdali og oman į lendingina į Syšradali ķ įr, og at gera ymsar įbųtur į verandi veg til bygdina ķ įr og ķ 2001. Ętlanin er at breiška verandi veg til bygdina, so hesin gerst 4 metrar breišur, at seta vegstokk upp ķ nišaru sķšu, og at gera vendi- og parkeringsplįss til stųrri akfųr noršan fyri gjónna. Ongar ętlanir eru um at gera nżggjan veg av ferjuleguni nišan ķ bygdina. Landsverkfrųšingsstovnurin upplżsir, at ein nżggjur vegur, iš gongur av ferjuleguni nišan gjųgnum bųin hevši kostaš umleiš 6-8 mió. kr. at gjųrt, umframt at arbeišiš hevši veriš trupult, m.a. orsakaš av stórum halli. Stovnurin heldur ikki hesa loysn vera skilagóša, hvųrki tekniskt ella fķggjarliga. Ętlanin er sostatt, at vegurin skal verša har, hann er ķ lųtuni.

Mįliš avgreitt.