Frágreiðing um útoyggjaálitið


101-7  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um útoyggjaálitið


Ár 2001, 24. apríl, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

 

Føroya Løgmaður leggur við hesum Útoyggjaálitið til tingsins viðgerð.

Í samgonguskjalinum verður fráboðað at: "Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað".

Til tess at viðgera hesi viðurskifti setti løgmaður á vári í fjør eina nevnd at arbeiða við útoyggjaviðurskiftum, soleiðis at politiski myndugleikin hevur eina dagførda lýsing at taka støðu til, tá útoyggjapolitikkur okkara skal setast út í kortið.

Til tess at avmarka og gera arbeiðið so ítøkiligt sum til ber varð avrátt, at útoyggjaálitið skuldi fevna um tær smáu oyggjarnar, sum ikki hava fast samband við meginøkið. Hesar eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Stóra Dímun, Koltur, Hestur, Skúvoy og Nólsoy. Harumframt er Gásadalur, sum enn ikki hevur fast vegasamband, við í álitinum.

Útoyggjaálitið er gjørt saman við íbúgvunum á staðnum og flestu av nevndarlimunum eru júst tey, sum kenna útoyggjaviðurskiftini í roynd og veru. Harumframt hevur verið skipað fyri borgarafundum á hvørjum staði sær, har borgarar og bygdarráð hava havt høvið til at sagt sína hugsan í skrift og talu.

Tað er ætlanin, at tey hugskot og uppskot, sum verða løgd fram í hesum áliti, ikki einans skulu fevna um tey nevndu plássini, men eins væl kunnu nýtast á øðrum smáplássum í Føroyum.

Útoyggjapolitikkur

Høvuðsmálið við einum útoyggjapolitikki eigur at verða at varðveita og menna búsetingarmynstrið í Føroyum. Hetta gerst einans við at føra ein miðvísan útoyggjapolitikk, soleiðis at nøktandi karmar verða skaptir fyri vakstrarmøguleikum á øllum økjum.

Í hesum høpi er tað umráðandi at leggja dent á spjaðing og at viðurkenna ymiskleikan á hvørjum øki sær.

Álitið lýsir neyvt viðurskiftini á nevndu plássum og vísir á nakrar leiðir, sum vit sum politikkarar eiga at viðgera og taka støðu til. Í høvuðsheitium verða hesar leiðir flokkaðar út frá trimum sjónarhornum. Hesi eru:

  1. búskaparsjónarhornið, har høvuðsevnini eru undirstøðukervi og vinnuligar umstøður
  2. mentanarsjónarhornið, sum viðger mentan, frítíð og skúla og
  3. sosiala sjónarhornið, sum viðger almanna- og heilsuviðurskifti

Viðvíkjandi búskaparsjónarhorninum verður ásannað, at skulu nýggjar vinnur taka seg upp, er tað ein treyt at samferðslu- og samskiftismøguleikar eru góðir. Eitt av teim mest viðbreknu evnunum innan búskaparsjónarhornið er helst jarðarviðurskiftini. Vilja vit útoyggjunum gott, er alneyðugt at finna loysnir á jarðarviðurskiftunum á útoyggj.

Mentan- og frítíðarlív hevur stóran týdning fyri smáu bygdirnar og neyðugt er tí at skipa mentanina og skapa karmar og samkomustøð, har bygdafólkið kann virka saman, eins og fólk uttaneftir kunnu koma til. Samskipan innan skúlaøkið hevur sera stóran týdning. Tað hevur m.a. víst seg, at ein av orsøkunum til fráflyting er, at familjurnar flyta við børnunum, tá tey fara í framhaldsskúla á meginøkinum.

Innan almanna- og heilsutænastuna vísir tað seg at vera stórir veikleikar. Dentur má her leggjast á at hugsa breitt og at samskipa allar heilsutænastur á smáu støðunum.

Tað er umráðandi at hesi trý sjónarhornini verða viðgjørd undir einum, tí tey eru óloysiliga knýtt saman.

Útoyggjapolitikkur hevur stóran áhuga millum fólk eins og millum politikkarar, og tað hevur eisini víst seg, at arbeiðið við hesum áliti hevur fingið stóran ans bæði frá fyrisitingarstovnum og bygdafólki.

Undir tilgongdini hevur nevndin lagt dent á at arbeiða við ítøkiligum uppskotum og hevur móttikið fleiri uppskot um tiltøk at seta í verk, sum eisini eru við í álitinum.

Samskipan

Tað er soleiðis, at málsøkið útoyggjapolitikkur fevnur um sera nógv og ymisk fakøki. Nøkur av fakøkjunum eru tyngri og víðfevndari enn onnur. Tó er umráðandi at gera sær greitt, at øll fakøkini eru partur av einari heild.

Skulu vit fáa nakað munagott á skaftið útoyggjapolitiskt, er neyðugt at politiski myndugleikin samstarvar og raðfestir økini í tøttum samstarvi.

Tað er mín vón, at orðaskiftið um álitið fer at geva eina ábending um tær útoyggjapolitisku avgerðir, sum landsstýrið ætlar at taka saman við Løgtinginum í næstum.

Tað er einki at ivast í, at Føroyar verða ríkari, um allar oyggjar okkara eru búsettar, og tað er í hesum sambandi umráðandi at gera sær greitt, at vit kunnu læra av teim royndum, sum londini rundan um okkum hava gjørt í økispolitiskum høpi.

Omanfyri eru tey høvuðsmálini nevnd, ið gjølla verða viðgjørd í frágreiðingini. Frágreiðingin nemur eisini við eina røð av øðrum málum.

Nú útoyggjaálitið verður lagt fram, er tað við teirri vón, at tað verður grundarlag undir einum uppbyggjandi orðaskifti á Løgtingi.

Aðalorðaskifti 30. apríl 2001. Málið avgreitt.