Frágreiðing um økismenning


101-6  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um økismenning


Ár 2001, 19. apríl, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

 

EIN STERKUR ÚTJAÐARI ER TAÐ SAMA SUM EINAR STERKAR FØROYAR !

FRAMLØGURIT TIL AÐALORÐASKIFTIÐ UM ØKISMENNINGARÁLITIÐ.

 

Í viðmerkingunum til kontu no. 7.23.6.19, sum fevnir um granskingarætlanir, í samtyktu fíggjarlógini fyri ár 2000, stendur soleiðis skrivað: Játtaðar verða 500.000 kr. til eina ítøkiliga verkætlan, sum skal lýsa grundarlagið undir einum økismenningarpolitikki, sum støða skal takast til á ólavsvøku 2000. Verkætlanin skal taka støðu í eini røð av ábótum á størru økini kring landið við atliti m.a. til trygg viðurskifti, samferðslukervi, aldursbýti og íbúgvasamanseting annars, almenn/privat arbeiðspláss, vinnulig kor, nýggjar vinnur, góða útbúgving samanhildið við avmarkandi almennum skrivstovuveldi.

Tað var táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Høgni K. Hoydal, sum setti ferð á málið. Valdur varð ein arbeiðsbólkur mannaður við 7 limum og ikki fyrr enn hin 6. juni 2000 hevði bólkurin sín fyrsta fund, og tá legði landsstýrismaðurin soljóðandi arbeiðssetning fyri bólkin:

Sum sæst, so var arbeiðssetningurin hjá økismenningarbólkinum rættiliga opin og breiður, og størsta avbjóðingin varð at seta mørkini fyri, hvussu ið lýsingin av støðuni skuldi skipast. Bólkurin valdi í størst møguligan mun at lata skrásett taltilfar lýsa støðuna og hartil hevur bólkurin vitja vinnulív, stovnar, kommunur v.m. kring landið alt. Munandi hjálp hava eksternir samfelagsfrøðingar veitt arbeiðinum og eisini setti Mentamálastýrið ein skrivara ella rættari ein samskipara, burturav, at verða bólkinum til hjálpar.

Av nógvum ymiskum orsøkum varð bólkurin ikki liðugur við álitið fyrrenn í mars mánaða 2001. Bogi Mortensen, formaður í økismenningarbólkinum, handaði núverandi landsstýrismanni álitið í VB-húsinum mánakvøldið hin 9. apríl 2001. Í sama viðfangi skipaði Mentamálastýrið fyri almennum tjakfundi um álitið, har ið m.a. umboð fyri allar teir politisku flokkarnar á tingi luttóku. Fundurin var væl møttur og tjakið var gevandi. Ætlanin er frameftir at skipa fyri fundum, av á leið sama slagi, aðrastaðir í landinum við.

Hóast Økismenningarálitið á mangan hátt er ein rættiliga góð støðulýsing av ymiskum lyklaviðurskiftum fyri útjaðaran, so er arbeiðið, sum lagt er í álitið, ikki nøktandi í sjálvum sær, um so er, at politiskur vilji er fyri eini veruligari økismenningartilgongd. Tað hevur alstóran týðning, at arbeiðið við hesum áliti verður fylgt upp, bæði táið talan er um ítøkilig tilmæli og eisini í sambandi við hin meiri politiska partin av økismenningarspurninginum. Bara fyri at nevna eitt dømi úr okkara egna grannalagi, so samtykti Fólkatingið í Danmørk, hin 25. februar 1999, at stjórnin eina ferð um árið skal koma við eini frágreiðing um, hvussuleiðis samtyktar lógir og fyrisitingarlig tiltøk ávirka arbeiðsmarknaðar- og búskapargongdina í danska útjaðaranum, og somuleiðis skal stjórnin vísa á, hvørji tiltøk ið kunna bøta um ávísar, staðfestar og óhepnar avleiðingar í donskum landspørtum.

Tað eigur at verða gjølla umhugsað, hvussu farast skal fram í hesum høpi, - hvør myndilin er skilabestur at nýta í Føroyum. Altavgerðandi er, at atlit til økismenning gerast ein natúrligur partur av politisku viðgerðini, - politiska orðaskiftinum. Hetta kann ivaleyst fremjast ymsar vegir. M.a. við eini ársfrágreiðing sum hini donsku, ella eini skipaðari økisráðgeving og eitt so ítøkiligt uppskot sum ein útjaðaraskrivstova, verður eisini nevnd í álitinum. Líkamikið hvussu barnið annars kemur at eita, so er tað altavgerðandi, at økini kring landið gerast ein integreraður partur av politisku og fyrisitingarligu skipan landsins. Bólkurin, sum hevur latið álitið úr hondum, heitir beinleiðis á myndugleikarnar um at taka ítøkilig stig til eina hóskiliga skipan, ið kann og skal fremja áhugamálini hjá tí fyribrigdinum, sum vit í dag kalla fyri útjaðaran. 

Einstaki samfelagsborgarin í miðdepilin !

Í Útbúgvingarálitinum, sum ein bólkur lat Mentamálastýrinum í 1999 og sum aðalorðaskift var um á Føroya Løgtingi hetta sama árið, stendur ein snøgg orðing, ið upprunaliga er skrivað í sambandi við skúla- og granskingarviðurskifti. Tað er ikki ov nógv sagt, at hesi orðini eru líka so viðkomandi í einum meiri almennum samanhangi, - har ið tann einstaki samfelagsborgarin verður settur í miðdepilin:

Málsetningurin omanfyri byggir á sunnan burðardyggan og fólkaræðiligan hugburð. Fyrsti setningurin "Endamálið er at geva øllum í Føroyum bestu møguleikar at mennast persónliga og til at liva í einum demokratiskum og livandi samfelag, sum alla tíðina er ført fyri at laga seg til broyttar umstøður og nýggjar møguleikar samstundis sum føroyski samleikin verður styrktur" er heilt greitt ein málsetningur, sum er verdur at taka til eftirtektar, - spurningurin er bara, hvussu ið vit bera okkum at við at fylgja hesum vísdómsorðum. 

Tillaging til broyttar umstøður

Latum okkum byrja við brotinum: "…..sum alla tíðina er ført fyri at laga seg til broyttar umstøður og nýggjar møguleikar." Hugsanin er eyðsýniliga hon, at samfelagið stendur ikki í stað, broytingar henda støðugt og áhaldandi í og í kring samfelagið, - status quo hugtakið er deytt, og tí eru hugsjónirnar um samfelagsins frama framvegis so ljóslivandi. Ein íslendskur fólkasangari segði tað kanska meiri rámandi enn nakar annar: "Teir, ið ongar hugsjónir hava, eru helst sannførdir um, at eydnan er ein fylgja av tí, at samfelagið stendur í stað." Eitt eydnuhugtak, sum byggir á eina falsaða sannføring sum hesa, ber ikki boðini. Tað er eingin ivingur um, at vit, sum eru valdir at leggja framtíðarætlanir fyri samfelagsmenningina yvirhøvur, verða noyddir at taka støði í hesum veruleika, at samfelagið ikki er statiskt, men hinvegin at tað alla tíðina er í broyting.

Tað er í stóran mun búskaparliga virksemið í einum samfelag, í einum og hvørjum tíðarskeiði, sum er avgerandi fyri, hvørjir partar av landinum vera fyri tí størstu menningini. Í dag er støðan hon, at altjóðagerðin, tøkniliga menningin og hitt altjóða búskaparliga rákið yvirhøvur seta treytirnar fyri, hvørjum økjum lív verður lagað, - og hvørjum ikki.

Í einum tíðarskeiði í Føroya søgu var tað vinnu- og búskaparliga skilagott at búgva t.d. í Gásadali, í Mykinesi ella á Slættanesi. Seinni kravdi vinnumenningin betri havnaløg, og harvið flutti fólkið til teir bestu firðirnar og vágirnar í landinum, eitt nú Klaksvíkar, Tvøroyrar, Vágs, Vestmannar og Skálafjørðin. Fiskivinnusamfelagið setti krøvini, menti samfelagið og ávirkaði í stóran mun tess bygnað.

Hvørjar eru so tær broytingar, sum okkara samfelag stendur fyri í dag? Hvussu stórar ið avbjóðingarnar eru, sum nú standa fyri durum, kunna niðanfyri nevndu orðini (í tilvildarligari raðfylgju) geva okkum eina greiða ábending um:

Tá ið hugt verður eftir avbjóðingunum omanfyri, má tað verða einum og hvørjum greitt, at tað vildi verið ábyrgdarleyst ikki at tikið hesar broytingarnar, sum eru í væntu, í fullum álvara. Tað er onki at taka seg aftur í, at hesi ymsu rákini, hesar ymsu broytingarnar, koma at hava avgerandi týdning fyri livilíkindini hjá flestøllum føroyingum, - uttan mun til hvar í landinum teir annars búleikast. 

Persónlig menning og eitt fólkaræðiligt samfelag

Latum okkum síðani hyggja nærri at fyrsta partinum av málsetninginum: "Endamálið er at geva øllum í Føroyum bestu møguleikar at mennast persónliga og til at liva í einum demokratiskum og livandi samfelag…………." Hetta eru av sonnum stór orð, men tey eru rættiliga viðkomandi og eiga at vera havd fremst í huga, tá ið vit tosa um eina samfelagsliga menning í einum fólkaræðiligum samfelag. Vit eiga ikki og skula heldur ikki lata okkum tøla av tí veruleika, at talan her er um ein málsetning og eina avbjóðing, sum samfelagsskipanin neyvan nakrantíð megnar at fremja til fulnar, neyvan nakrantíð kemur á mál við, hinvegin eigur hetta at vera ein bjartur viti, ið vit áhaldandi eiga at miða okkum eftir. Eitt ýtið, sum tjóðin og politiska skipanin eiga at hava sær sum stavnhald í allari framtíð. Tann veruleikin, at ein samfelagsskipan neyvan nakrantíð kann koma endaliga á mál við hesum málsetningi, eigur hinvegin ongantíð at doyva okkara samfelagssinni somikið, at vit góðtaka eitt uppbýtið í samfelagnum í "a-klassa-borgarar", sum búgva í miðstaðarøkinum og "b-klassa-borgarar", sum eru búsitandi í tí, vit í dag kalla útjaðara landsins. 

Føroysk mentan og samleiki

Taka vit seinasta partin av málsetninginum "………og samstundis styrkja føroyska samleikan", tá eru vit komnir inn á grundleggjandi fyritreytirnar fyri, at vit føroyingar yvirhøvur kenna okkum sum eitt fólk og sum eina tjóð. Eingin ivingur man vera um, at árinini frá m.a. altjóðagerðini og eini komandi oljuvinnu fara at verða ein avgerandi avbjóðing fyri okkara føroyska samleika.

Í komandi tíðum fer føroysk fólkamentan at koma undir ókent trýst uttaneftir, sum sjaldan áður, og hetta fer sjálvandi at broyta hana á sama hátt, sum væntandi, at kalla, øll onnur føroysk samfelagsviðurskifti. Alt er relativt, og alt hongur saman onkursvegna. Tað er ógjørligt at skilja vinnu- og búskaparpartin frá hinum mentanarliga partinum av samfelagnum. Verður landið ikki stýrt soleiðis, at felagskenslan ímillum føroyingar allatíðina og áhaldandi verður stimbrað, so skal heldur eingin vænta, at úrslitið verður ein felags mentan og ein felags føroyskur samleiki. Lagnan hjá móðurmáli okkara man vera besta dømi um, hvussu tað kann vignast hjá einum fólki, sum stríðist fyri eini góðari felagssøk. Eitt tjóðskaparligt akker, ið dregur okkum aftur á beint, táið hóttafall onkuntíð kemur á.

Mentanin og samleikin eru sostatt treytaði av, hvussu samfelagið annars verður skipað, og verður tað skipað soleiðis, at hin sokallaði útjaðarin t.d., als ikki megnar at fylgja við vakstrarøkjunum, tá verður støðan eyðvitað hon, at samfelagið verður meiri spjatt, og fer tað so sjálvandi at hava við sær, at kenslan av at vera føroyingur ikki verður sama felagskensla ímillum allar føroyingar, men hinvegin ein samleiki, sum er treytaður av, hvar ið borgarin býr í landinum. Harvið er økismenning heldur ikki bara ein búskaparligur spurningur, men heldur ein fyritreyt fyri, at vit eisini frameftir kunna tosa um hugtøkini føroyska mentan og føroyskan samleika. 

Búskaparliga rákið

Bæði í Føroyum og á altjóðastigi er gongdin hon, at tað verður munandi truplari, at draga til sín íløgur, nýggj arbeiðspláss og búskaparligan vøkstur. Altjóðarákið er ógvuliga sjónskt og greitt. Virksemið, sum ikki gevur búskaparligt avkast eftir marknaðartreytum, og hesar hvessast við tíðini, fer helst ongantíð at gerast ein veruleiki.

Hin "gamla" tíðin, tá ið pláss var fyri patriotismu og líknandi hugtøkum, í vinnu- og búskaparsamanhangi, er helst farin í stóran mun, og frameftir verða tað økini, sum eru áhugaverd búskaparliga, ið koma at kenna vøkstur og framburð. Og økini, sum ikki standa seg í kappingini eftir marknaðartreytunum, ja, har kann bara væntast, at uppaftur færri framtíðaríløgur verða gjørdar.

Rákið ber harvið í sær, at um vit vilja varðveita búseting í øllum oyggjum, so er ein politikkur neyðugur, sum ger, at tað eisini er búskaparliga áhugavert at fáast við øki uttanvert miðstaðarøki, serliga nú táið røddirnar harðna, sum vilja eina møguliga privatisering av lyklafyritøkum sum t.d. Føroya Tele, Strandaraskipum Landsins, Postverki Føroya og Føroya Fiskavirking. Fyri kortum frættist í fjølmiðlunum, at stjórin í Føroya Tele ikki væntaði, at teir framyvir høvdu orku til at røkja útjaðaran á ein nøktandi og virðiligan hátt. Hetta er heilt greitt ein ræðumynd, sum politiska skipanin má fyrihalda seg til. Takið verður at skilmarkað, hvørjar tær almennu og tær privatu uppgávurnar eru. Verður tað differentiera í m.a. hinum elektroniska infrastrukturinum, tá verða fyritreytirnar hjá vinnu og kapitali, og harvið trivnaði á so mongum øðrum økjum eisini, ymiskar. Og ein hin fyrsta treytin fyri at útjaðarin skal verða javnsettur er burtur. Tað er í tøkum tíma, at eitt mál sum hetta verður tikið upp til nágreiniliga viðgerð.

Vit standa á so mangan hátt á einum vegamóti. Gamla tíðin hevur lagt kongin, og fólkið er sett av nýggjum. "Politiska dimensiónin", har ið íløgur oftani vórðu gjørdar, ikki fyri avkastið ella tí at tað loysti seg peningaliga, men meiri sum ein avleiðing av nøkrum samfelagsligum valdsskipanum, er ikki longur so avgerandi fyri íløgumøguleikunum hjá teimum ymsu pørtunum av landinum. Harvið er tað í dag rættiliga umráðandi hjá einum og hvørjum øki í landinum, áhaldandi, at leita sær eftir nýggjum kunnleika, fyri at laga sær sín egna leiklut í tí vit kunna rópa hin "nýggja" samfelagsskipanin.

Í hesum sambandi eigur tað at áliggja landsins myndugleikum, at skipa soleiðis fyri, at lyklaviðurskifti sum atkoman til kunnleika og fígging, ikki einans eru nøktandi fyri miðstaðarøkið, men at allar Føroyar verða javnsettar. Økismenningarálitið prógvar í ólukku máta, at hesi viðurskifti als ikki eru nøktandi í dag. Og í undirstøðukervinum fyri rullandi eindir eru allir fløskuhálsarnir alkendir: Hvalbiartunnilin, Hovsegg, Vágs Havn, Leirvíksfjørður, tunnlarnir á Borðoynni, tunnilin vestur í Havnir á Svínoynni, Gjáartunnilin, Strandavegurin (alternativt, tunnil ímillum Saltnes og Strendur), Oyravegurin o.s.fr. 

Ein miðvís langtíðarætlan er neyðug fyri útjaðaran

Økini hava, hvørt í sínum lagi, tørv á eini ambitión (t.e. eini strategi/ætlan um, hvussu ið økið ætlar sær at vinna í dystinum um framtíðaríløgur og arbeiðspláss, sum verða grundarlagið undir framtíðar trivnaði á plássinum), sum skal byggja á eina langtíðarætlan fyri, hvønn leiklut økið ætlar sær frameftir. Givið er, at tað gerst ein avgerandi avbjóðing, fyri hvørt økið sær, at staðfesta egnan strategiskan leiklut í mun til umheimin. Í hesum samanhangi er tað sera umráðandi, at økini hvørt í sínum lagi, byggja sínar framtíðarætlanir á núverandi førleika í nærumhvørvinum. Tað er væl ikki ov nógv sagt, at klaksvíkingar higartil hava verið greiðastir í definitiónini av ambitiónini, tá ið teir valdu oljuútgerðarhavnina frá, sum framtíðarmál, og heldur valdu tað sum teir týðiliga hava prógvað sín dugnaskap og menningarførleika í, - ymiskt starv í fiskivinnuhøpi og annan íðnað. Tað sama kann sigast um eina so lítla bygd sum Oyri í Eysturoy, sum hvørki hevði samband vesturyvir ella eysturyvir, tá ið vinnan tók dik á seg av álvara. Ein tátíðar útjaðari. Men ambitiónin var greið, og í dag eiga teir eina av landsins størstu útflutningsfyritøkum. Ein nissja, sum teir við hegni hava hildið ájavnað við tíðarinnar og altjóða krøv. Hetta hóast almenna undirstøðukervið ikki er nøktandi í økinum. Hesi bæði nevndu dømini eru tilvildarliga vald burturúr so mongum.

Ein miðvís satsing er neyðug, og einki lokalt øki skal gera sær vónir um framburð og menning, um henda tilgongdin ikki byggir á núverandi førleika og fyritreytir, og harvið er spurningurin ógvuliga greiður: Hvat duga vit lokalt, sum umheimurin (t.v.s. øll frá granna til fjarskotnasta marknað í heiminum) hevur tørv á? Tørvurin á eini langtíðarætlan, sum byggir á tilvitað val og ætlanir, verður eisini undirstrikaður av tí veruleika, at í flestøllum økjum í landinum eru núverandi vinnusamanseting og førleiki beinleiðis knýtt at meiri ella minni "tilvildarligum" viðurskiftum, sum t.d. hvørji virki hitt almenna partafelagið Føroya Fiskavirking nú einaferð valdi at lata aftur.

Dømi um eina miðvísa langtíðarætlan, har ið landsins myndugleikar í samstarvi við lokalar kreftir kunna leggja lunnar undir nýtt virksemi, er at gera Sandoynna til miðdepil fyri komandi royndir- og verkætlanir á landbúnaðarøkinum og ein raðfesting av ítøkiligum, nýggjum vinnumøguleikum í Suðuroynni hevði eisini verið eitt dømi um skilagóða og miðvísa langtíðarætlan. 

Menningargrundarlag

Grundarlagið fyri menning í einum og hvørjum øki er og skal sjálvandi vera núverandi lokal viðurskifti, sum t.d. støða, "image", undirstøðukervi, útbúgvingarstigið hjá arbeiðsstyrkini, kommunala tænastustigið, vinnusamansetingin, serligur vinnuførleiki og síðani teir útbúgvingarstovnar, sum møguliga eru í økinum.

Tað er ein eyðsæddur lokalur veikleiki, um støðan í einum øki er soleiðis, at undirstøðukervið ikki er røkt og/ella yvirhøvur ikki er nøktandi fyri virksemið í økinum (eisini eitt møguligt virksemi). Hvussuleiðis og í hvønn mun eitt lokalt øki er "tyngt" av vinnugreinum, sum eru í miðvísari afturgongd, er avgerandi fyri menningarmøguleikarnar í økinum – serliga í stutttíðar høpi.

Skeivur hugburður og snævurskygni eru helst størsta forðingin fyri eini menning, har ið lokalsamfelagið miðvíst, sjálvt, arbeiðir við at staðfesta sær sín leiklut í framtíðarsamfelagnum, men tað finnst eingin vegur uttanum eina miðvísa tillaging til núverandi og komandi viðurskifti, um eitt lokalt øki skal gera sær nakrar vónir um búskaparligan framburð í komandi tíðum.

Besta dømið um eitt øki sum hevur tikið av hesi avbjóðing og megna hana, er sunnari parturin av Eysturoynni. Hon hevur fast samband við miðstaðarøki, lutfalsliga gott undirstøðukervi og hartil ein sjaldsama góðan fjørð, sum er vælegnaður til vinnulig endamál. Sjálvandi hava hesar fyritreytir stimbra gongdini rætta vegin, men hinvegin er tað eingin ivingur um, at góða úrslitið fyrst og fremst er ein avleiðing av skilagóðum og miðvísum arbeiði hjá lokalu myndugleikunum. Og ikki í minni mun er hetta einum dyggum vinnulívið fyri at takka. Tað er lítið sum bendir á, at plaseringin sum granni hjá høvuðsstaðarøkinum, er fyritreytin fyri positivu gongdini, heldur eru tað tær ymsu lokalu fyritreytirnar, ið hava lynt undir eina menning, sum framvegis stendir í fullum blóma. 

Skatta- & avgjaldsinntøkur og almenna tænastustigið

Fleiri skattainntøkur hava við sær møguleikan fyri einum hægri tænastustigi, og hetta fer, líkamikið hvussu víkir og vendir, at gera tað meiri liviligt í einum øki. Somuleiðis eru fleiri skattainntøkur fyritreytin fyri at skapa røttu karmarnar um vinnuligt virksemi, og eigur hesin veruleikin at verða grundarlagið undir umrøðuni av framtíðar vinnu- og búskaparmenningini kring landið.

Er eitt øki ikki ført fyri at draga fólk til sín, tá fær hetta stórar avleiðingar fyri inntøkugrundarlagið og harvið eisini skattainntøkurnar hjá kommununi. Økið kemur í eitt slag av eini óndari ringrás, sum ber við sær, at tað verður sera trupult at hækka almenna tænastustigið í økinum.

Almenna tænastustigið fær alt størri týdning fyri menningarmøguleikarnar hjá einum øki. Hetta er ímillum fremstu viðurskift,i ið hugt verður eftir, tá ið fólk taka avgerðina um, hvar ið setast skal í búgv, ella hvar ið eitt vinnuvirki møguliga skal leggjast. Í sambandi við búseting, er eftirhondini vorðið rættiliga greitt, at eitt lágt tænastustig í sambandi við t.d. barnaansing, hevur tað við sær, at barnafamiljur, hóast fyritreytirnar annars eru ájavnar, vraka økið, tá ið avgerðin, um hvarið húskið skal búsetast, verður tikin. 

Búsetingarmynstrið

Bæði viðvíkjandi búseting og arbeiði eru barnafamiljurnar ímillum tær mest flytbaru. Serliga táið talan er um familjur við børnum undir skúlaaldri. Oftani hava hesar familjur ikki tikið hina endaligu støðuna til búsetingarspurningin, og oftast búsetast tey ha,r sum tey "samanlagt" kunna fáa mest burturúr. Av hesi orsøk verður spurningurin um barnaansing ofta avgerandi fyri endaliga valið, bæði tá ið talan er um ansingarmøguleikar yvirhøvur og kostnaðin av hesum.

Hjá barnafamiljum eru útreiðslurnar til barnaansing ímillum tær størstu yvirhøvur. Kanningar vísa eisini, at barnaansingin er ímillum tey øki, sum serligur dentur verður lagdur á, tá ið talað verður um kommunala tænastustigið í kommunalum høpi. Eldrarøktin er í hesum samanhangi meiri at líkna við eitt "tvíeggja svørð". Samstundis sum góð viðurskifti á hesum øki, uttan iva, eru við til at gera eitt øki meiri áhugavert sum búsetingarpláss, er sama støða samstundis við til at økja munandi um útreiðslurnar í eini kommunu, og harvið verður trýstið eisini væl størri á skattaprosentið í økinum.

Búsetingarmynstrið er eisini ein avgerandi faktorur, tá ið vinnulívið ger íløgur. Økti eftirspurningurin eftir tí "røttu" arbeiðsmegini ger, at fyritøkur alt meiri síggja tað kommunala tænastustigið, sum eitt parametur fyri, hvussu áhugavert eitt ávíst øki er í sambandi við ætlaðar íløgur. Í ávísum økjum er búsetingin tó meiri avgerandi enn tað, at draga vinnulívsíløgur til sín. Hendan støðan er galdandi, táið fólk hava møguleika at pendla til og frá arbeiði. 

Styrkt útjaðaraøki – einari sterkari Føroyar

Er politiski viljin á Føroya Løgtingi, at útjaðarin eisini skal hava ein virknan leiklut í framtíðarmenningi av føroyska samfelagnum, tá er tað als ikki nøktandi, at bara onkur hendinga króna verður latin til einstakar verkætlanir ella at onkur hissini skúli verður fluttur út á bygd. Veruleikin er tann, at uttan munandi nýhugsan verður útjaðarin ikki førur fyri at gerast ein partur í eini komandi samfelagsmenning, sum eisini setur stór krøv til hin einstaka samfelagsborgaran.

Í dag verður tosað um eitt nýtt fyrisitingarligt býti ímillum land og kommunur. Henda nýhugsan tykist byggja á eina staðfesting av, at eitt meiri hóskandi ábyrgdarbýti má finnast ímillum mál, sum skula loysast sentralt, og so tey sum eiga at verða loyst lokalt. Hetta er m.a. neyðugt, fyri at optimalar loysnir eisini kunna finnast á spurningum, ið eru neyvt knýttir at ávísum lokaløki.

Økismenningarbólkurin dylir í álitinum ikki fyri, at hann tekur fult undir við hesi grundhugsan, men tað er alneyðugt, at eitt slíkt nýbýti samstundis byggir á eina broyting av verandi fyrisiting, sum er funktionelt uppbygd, t.e. at hon fyrst verður skeklað sundur í ávísar funktiónir og síðani í øki. Í framtíðini mega vit fáa eina skipan, har ið økini koma fyrst, og síðani funktiónirnar, soleiðis at dagliga fyrisitingin verður kring landið, ímeðan høvuðssamskipanar- og eftirlitsfunktiónirnar verða varðveittar sentralt.

Ein grundleggjandi staðfesting er hon, at fyritreytirnar eru altavgerandi. Tað er neyðugt at tengja hugtakið fyritreytir uppí alt kjakið um desentralisering av ábyrgd og fyrisiting. Tað gevur t.d. onga meining at tosa um at skapa karmar fyri trivnað, útbúgving og vinnulív, um kommunurnar samstundis eru bundnar á hond og fót av stórari kommunuskuld. Tað gevur heldur onga meining, at loyva lítlum kommunum at gera, sum tær vilja, um eingin peningur er at gera nakað fyri, orsakað av lítlari og ongari kommunalari skattainntøku. Alt tos um, at fyrisitingarligar uppgávur skula leggjast út, er sostatt treytað av eini skipan, sum ger tað gjørligt hjá økjunum, til fulnar, at taka við hesi ábyrgd. 

Orka og førleiki

Til tað, at skapa fyritreytir fyri eini skipan, har ið avgerðir verða tiknar á einum hóskandi nærleikastigi, leggur álitið upp til, at Føroyar fyrisitingarliga verða býttar sundur í 3 ymisk nærleikastig. Hesi eru ávíkavist land, øki og kommunur. Hesin bygnaður er væl kendur í londunum í kring okkum. Í Noregi verða slíkar eindir nevndar "Fylki" og í Danmørk verða tær kallaðar fyri "Amt".

Felags fyri dømini omanfyri er, at talan er um eina fyrisitingarliga skipan, har ið tørvur er á munandi orku og førleika. Í londunum í kring okkum er tað soleiðis, at eindir av hesum slagi hava fyrisitingarligu ábyrgdina av størri samfelagsuppgávum sum t.d. sjúkrahúsverkinum(DK). Talan er um uppgávur, sum eru ov tungar at leggja á kommunalu herðarnar, men hinvegin eru tað ofta lokal viðurskifti, sum gera at tað ikki er nøktandi, at landið sentralt tekur sær av hesum uppgávum (smb. Spurninginum um hóskandi nærleikastig).

Tað er eingin sum helst ivingur um, at eitt hugtak sum "umhvørvið", í sera breiðum týðningi, krevst fyri at fáa fólk við góðari útbúgving at støðast uttan fyri miðstaðar- ella rættari høvuðsstaðarøkið. Nýggja skipanin við størri felagsfyrisitingum, kring landið, er ein av fyritreytunum fyri yvirhøvur, at kunna fáa skapt tílík "umhvørvi" í útjaðaranum. Eitt betri lokalt umhvørvi fer at draga fólk við góðari útbúgving til sín, og júst hesi fólkini kunna verða við til at styrkja umhvørvið í útjaðaranum uppaftur meiri. Hervið verður ein ónd ringrás brotin og ein frægari skapt. Hesin trupulleiki hevur verið nevndur m.a. á fundi í Eysturoyar Vinnuráð. Hátekniska arbeiðsmegin hevur oftani ilt við at støðast, tá ið tilboðini til hjúnarfelagar v.m. ikki eru til ella ikki eru nøktandi. Dráttarmegin frá almennu umsitingini í høvuðsstaðarøkinum sýgur alt til sín og er harvið ein forðing fyri økismenningarætlanum. 

Hví størri felagsfyrisitingar

Endamálið við at skapa lutfalsliga stórar felagsfyrisitingar fyri tey ymisku økini byggir á nakrar staðfestingar og grundleggjandi niðurstøður, sum Økismenningarbólkurin er komin til, og eru hesar í høvuðsheitum, at ongin burðardygg økismenning gerst veruleiki uttan so:

Sterkar felagsfyrisitingar er tað sama sum ein sterkari útjaðari, og ein sterkari útjaðari er tað sama sum einar sterkari Føroyar. Tað vildi neyvan verið rætt, í einum framløguriti sum hesum, endaliga at staðfest, hvørji málsøki skula loysast av eini komandi felagsfyrisiting, men listin niðanfyri gevur eina greiða ábending um, hvørji málsøki skula umhugsast sum partur av eini neyðugari miðspjaðing av fyrisitingar- og ábyrgdarøkjum:

 

Í nógvum økjum er ofta eitt landafrøðiligt býti ímillum býir/størri bygdir og so tær smáu bygdirnar, tá ið vit tosa um arbeiðspláss, skúla og heilsutilboð. Tað er ein sannroynd, at Vágur og Tvøroyri eru miðdeplar fyri bygdirnar í ávíkavist sunnaru og norðaru helvt av Suðuroynni, og í Eyturoynni kann tað sama sigast um eystara armin á Skálafjørðinum í mun til fleiri av bygdunum nærhendis Skálafirði. Økisloysnir skula hjálpa uppá felags økistrupulleikar og/ella felagsuppgávur/avbjóðingar.

Skipanin við felagsfyrisitingum kring landið kann bæði gerast "glíðandi", har ið m.a. núverandi kommunuskipan verður varðveidd, og sum ein partur av einum nýggjum býti ímillum ta sentralu fyrisitingina og økini kring landið, har ið eisini sjálv kommunuskipanin verður broytt samstundis. Økismenningarbólkurin metti tó ikki, at tað lá innan fyri teirra arbeiðssetning, at viðgera kommunusamanlegging sum serskilt mál. Verður farið undir hesar broytingar er tað av avgerandi týdningi, at hin "samlaða" fyrisitingin ikki veksur í vavi, men heldur at hon verður rationaliserað og minkar. Broytingarnar eru somikið stórar og umfevnandi, at skil og hógv má ráða, táið farið undir tær.

Uttan mun til, hvat ið verður av nógv umtalaðu kommunusamanleggingini, so kann tað sláast fast við sjeytummaseymi, at tað hevur alstóran týdning fyri alt framtíðar lív í oyggjunum, at størri fyrisitingarligar eindir verða skipaðar kring um landið, serliga um vit vilja, at føroyska samfelagið í felag skal mennast tey komandi árini. Privatiseringin, sum tað verður róð so dúgligani framundir í hesum døgum, av samfelagsins lyklafunktiónum sum t.d. fjarskifti og samferðsla, men eisini oljuvinnan, fjarskiftissamfelagið og altjóðagerðin yvirhøvur, ja, øll hesi viðurskifti fara at krevja, at vitan, ábyrgd og avgerðarrættur verða ein natúrligur partur av tí at liva og virka í útjaðaranum. Hesum slepst ikki undan, um líkindini fyri einum liviligum lívi, eisini frameftir og framhaldandi, skula verða kring alt Føroya land.

Sum sagt omanfyri, so er tað av avgerandi týdningi fyri skipanina við størri eindum, at tað ikki verður talan um "eitt lið afturat" í føroyskari fyrisiting. Skipanin eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at felagsfyrisitingarnar fáa uppgávur og ábyrgd frá bæði núverandi sentral- og kommunalfyrisiting. Heldur enn at leggja eitt lag afturat føroyskari fyrisiting, skal nýggja skipanin taka tvey løg burtur. Sum sagt eigur kommunala umsitingin framyvir at taka sær av ítøkiligum lokalum spurningum. Hinvegin skal landsmyndugleikin hava eftirlitsfunktiónina og syrgja fyri, at fyrisitingarligar uppgávur verða samskipaðar og loystar til lítar av felagsfyrisitingunum kring landið. 

Samanumtikið – økismenning, tiltøk og politikkur

Sterkar og veikar síður innan fólkatalsfrøði, trivnað, kostnaðarstig, arbeiðsmarknað og vinnu geva okkum eina ábending um, hvørjir ið møguleikarnir eru fyri menning í einum øki. Fyri at økja um møguleikan fyri menning í einum øki er neyðugt at styrkja tær veiku síðurnar, samstundis sum grundarlag verður lagt undir at varðveita og menna tær sterku síðurnar.

Í Økismenningarálitinum eru tilmæli gjørd um, hvussu ið ein fær styrkt um tær veiku síðurnar í teimum einstøku økjunum. Tilmælini eru í mongum førum serstøk fyri tey einstøku økini, og kunna hesi tilmæli heldur verða rópt økismenningartiltøk heldur enn økismenningarpolitikkur.

Økismenningarbólkurin metir í sínum tilmælum, at tað er sera átrokandi, at fremja hesi tiltøk alt fyri eitt, fyri at bøta um ringa standin, ið er á ymiskum økjum í teimum ymisku landspørtunum. Bólkurin metir eisini, at nógv av hesum nevndu tiltøkum ikki kunna orðast sum ein serstakur "politikkur", táið ein slíkur oftani gerst somikið stirvin, at lítið og onki kemur á skaftið.

Tiltøkini eru meira liðilig og hava størri møguleika at skapa skjótar loysnir fyri tað einstaka økið enn politikkur, ið oftast fevnir um heildina. Avgerðin um at leggja Almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri er kanska eitt dømi um hetta, varð bíðað eftir einum heildarpolitikki á økinum, er tað eingin sum helst ivingur um, at hann varð lagdur í miðstaðarøkinum. Men hinvegin metir Økismenningarbólkurin eisini, at tað er alneyðugt at orða ein økismenningarpolitikk fyri alt landið.

Lýsingin av teimum einstøku økjunum í Økismenningarálitinum gevur eina greiða ábending um, at tey økini, ið liggja næst miðstaðarøkinum og tey økini, har ið fólk hevur lætt við at ferðast til og frá hesum sama øki, hava ment seg meiri enn økini, ið liggja langt og longst frá miðstaðarøkinum. Hetta gevur greiðar ábendingar um, at ein politiskur málsetningur má vera at útbyggja undirstøðukervið í Føroyum. Og tá verður ikki bara hugsað um havnir, tunlar, vegir o.t., men eisini um elektroniska undirstøðukervið, sum verður alt avgerandi í framtíðarsamfelagnum, sum í alt størri mun kemur at byggja síni livilíkindi á vitan og vitanarflutning.

Á henda hátt verða skaptir møguleikar, sum kunnu steðga ella allarhelst venda fólka-flytingini úr bygd í bý, betra kappingarførið hjá vinnuni í øllum landinum og ikki minst, verða grundarlagið undir eini miðspjaðing av almennum arbeiðsplássum. Hetta seinasta skapar møguleikar fyri miðspjaðin av loysnum og avgerðum, sum í nógvum førum verða meiri skilvísar og skapandi enn tær, ið vera framdar í dag.

Um vit skula fáa ein burðardyggan økismenningarpolitikk, er neyðugt at byggja á tey viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, at øki kunna varðveitast og mennast, bæði sum bústaðarøki og vinnuøki, hetta til gagns fyri land og fólk. 

Endið

Táið økismenning verður havd á lofti, hellir tjakið oftani tann vegin, at teir ið tosa fyri at menna økini, ikki kunna verða annað enn ímóti mistaðarøkinum og serliga høvuðsstaðarøkinum. Men hetta uppáhaldið hevur ongan botn í veruleikanum. Sjálvandi skal Havnin hava tær funktiónir, sum allir høvuðsstaðir hava. Miðfyrisitingin skal sjálvandi liggja har, og táið Føroyar um fá ár verða ein republikk, javnsett við øll onnur sjálvstøðug lond í heiminum, tá verða tað nógvar funktiónir sum leggjast til, bæði okkara egnu og fremmandar, so sum umboðsstovur v.m.

Økismenningin er sjálvandi ein háttur at lynna undir soleiðis, at økini kring landið eisini gerast ein integreraður partur av tí føroysku politisku og fyrisitingarligu skipanini. Eisini kann hon verða ein háttur at lætta um trýstið á høvuðsstaðin, ið skjótt kann administrera seg sjálvan og alt samfelagið í "hel". Eitt vælkent fyribrigdi aðrastaðir. Í grundini snýr tað seg bara um at gera enda á hugtakinum útjaðari, sum oftani verður umrøtt í einum negativum og destruktivum samanhangi. At fremja hugburðsbroytingina. Takið verður at javnseta fyritreytirnar í øllum økjunum, og at flyta almennar stovnar út í økini, sum ikki neyðturviliga eiga at liggja uppat miðfyrisitingini. Tá ið gróðrarlíkindini verða tey somu kring alt landið, verður hetta samfelagið skjótt ein skansi, sum ongar trupulleikar hevur av at standa á egnum beinum, í einum heimi, har ið ferðin á menningini bara økist fyri hvønn dag ið gongur.

Vit eru ikki ov seinir á sjóvarfallinum, men ongin ivingur er um, at tað er í tøkum tíma, at politiska skipanin fer til verka á hesum øki. Framvegis verða t.d. 83% av lønunum í framleiðsluvinnuni goldnar og skaptar uttanfyri høvuðsstaðin, men tað eru øki, har ið byrjandi hóttafall er. Avbjóðingin er stór og neyðugt er at taka hana í størsta álvara. Økismenningarálitið eigur ikki at drukna í flottum parolum undir einum aðalorðaskifti, verk má setast aftanfyri orðini, tað er heilaga skyldan hjá teimum, ið koma at stjórna landinum tey næstu árini. 

Máltal: 14101/010205/12 -/SE

Aðalorðaskifti var 26. apríl 2001. Málið avgreitt.