Frágreiðing um norðurlendska ætlan fyri burðardygga menning


101-5  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um norðurlendska ætlan fyri burðardygga menning


Ár 2001, 20. apríl, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Við hesum verða send Løgtinginum fimti eintøk av norðurlendsku ætlanini um burðardygga menning, Bæredygtig udvikling – En ny kurs for Norden til aðalorðaskiftis.

Bakstøði

Í november 1998 samtyktu politisku leiðararnir og leiðararnir fyri sjálvstýrandi økini í Norðurlondum eina yvirlýsing, um at gera eina felags norðurlendska heildarætlan fyri burðardygga menning. Semja var eisini um, at hetta arbeiði skuldi verða raðfest høgt næstu árini.

Um heystið 1999 varð ein samráðingarbólkur hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum stovnaður við umboðum úr øllum norðurlondum, eisini úr Føroyum. Samráðingarbólkurin arbeiddi við at orða heildarætlanina fyri burðardygga menning sambært yvirlýsingini frá 1998. Bólkurin helt tilsamans 9 fundir í Keypmannahavn millum desember 1999 og oktober 2000 undir danska formansskapinum í samstarvi við umhvørvisdeildina í norðurlendska ráðharraráðnum.

Úrslitið av hesum arbeiði er heildarætlanin Bæredygtig udvikling – En ny kurs for Norden. Ætlanin er gjørd á donskum, og er hon nú eisini tøk á íslendskum og enskum, og ein stutt útgáva er eisini á enskum, donskum, finskum og íslendskum. Allar útgávurnar eru eisini at finna á vevsíðuni hjá norðurlendska ráðharraráðnum www.norden.org.

Tilgongd og høvuðsmál

Heildarætlanin Bæredygtig udvikling – En ny kurs for Norden leggur dent á at greina út felags norðurlendsk mál og raðfestingar fyri umhvørvisvernd, og búskaparliga og samfelagsmenning tvørtur um serøkini. Roynt verður sum mest møguligt at vísa bæði á møguleikar fyri norðurlendska gagnið í samstarvinum um burðardygga menning, og samstundis at nýta "løftestangs princippet" tvs. at miða ímóti á ávísum økjum tí hægsta ambitiónsstigi millum norðurlondini, sum fyrimynd bæði nationalt og internationalt.

Ætlanin byrjar við fimm tvørgangandi raðfestingarøkjum. Hesi eru veðurlag; vistfrøðilig fjøltáttan; havumhvørvið; kemikaliur; og matvørutrygd. Tvørgangandi økini umboða avbjóðingar á umhvørvisliga, heilsuliga, sosiala og búskaparliga økinum, har londini noyðast at arbeiða saman tvørtur um landamørk.

Harafturat verða seks serlig tiltaksøki viðgjørd, har umhvørvisfyrilit og fyrilit fyri burðardyggu menningina skulu samanrenna. Økini, ið vald eru út, eru týdningarmikil fyri norðurlond, hóast øll økini ikki eru av týdningi fyri øll londini. Hesi økini eru orka, ferðsla, landbúnaður, ídnaður, havtilfeingi (fiskiskapur, aling og veiði) og skógnýtsla.

Londini hava skrivað samráðingaruppkøst til kapittlarnar um tey økini, sum tey kenna best. Í hesum sambandi hava Føroyar samstarvað við Ísland um at skriva um havtilfeingið (kap. 11), meðan Grønland skrivaði uppkast um veiðu til sama kapittul. Uppskotini til tekst um havtilfeingi vóru síðani grundarlagið undir rættliga drúgvum og truplum samráðingum í bólkinum, orsakað av, at Svøríki ikki kundi taka undir við raðfestingum um burðardygga gangnýslu av havsúgdjórum. Hetta hevði við sær umfevnandi tillagingar í tekstinum, í einari roynd at finna semju um ein tekst, ið øll norðurlond kunnu taka undir við. Hóast eykafundir og eykaroyndir um trupulleikarnar hjá Svøríki, kom kortini í seinasta løtu tað einasta fyrivarni í ætlanini við í endaliga tekstin– nevnliga fyrivarnið hjá Svøríki móti øllum tí, sum snýr seg um hval (og hervið eisini kóp) í kapittul 11 (sí fotnota á síðu 119 í ætlanini). Hetta harmaðust øll hini londini um, sum umboðað vóru í bólkinum.

Afturat tí serliga arbeiðnum við at orða kapittulið um havtilfeingi, hava hinir partarnir av ætlanini so vítt gjørligt, eisini verið til viðmerkingar hjá viðkomandi stýrum og stovnum í Føroyum.

Sum liður í tilgongdini at gera felagsætlanina so almenna og viðkomandi sum gjørligt, fingu umleið 200 sjálvbodnir felagsskapir møguleika at koma við sínum sjónarmiðum til ætlanina, umframt at koma við uppskotum til, hvussu teirra felagsskapur kundi vera við til at fremja ætlanina í verki. Nøkur av innkomnu uppskotunum eru tikin við í ætlanina, og ein samandráttur av øllum er at finna í einum fylgiskjali til ætlanina. Felagsskapirnir í Føroyum, sum fingu ætlanina beinleiðis frá Norðurlendska Ráðharraráðnum til ummælis, vóru: Býarfelagið, Kommunufelagið, Reiðarafelagið, Fiskimannafelagið, Bóndafelagið, Vinnuhúsið og Føroya Nátturu- og Umhvørvisfelag (FNU).

Ætlanin inniheldur haraftrat eisini partar, ið snúgva seg um at betra um almennu luttøkuna, at styrkja um Lokal Agenda 21 arbeiðið, at menna vitanargrundarlag, stýringsevni og tilfeingiseffektivitetin, umframt ein part, sum snýr seg um eina serstaka íløgu í mun til norðurlendsku nærøkini.

Ætlanin inniheldur mál og tiltaksraðfestingar á øllum økjum fyri tíðarskeiðið 2001 – 2004 og langtíðar mál fyri eina burðardygga menning í Norðurlondum fram til 2020.

Íverksetan og ábyrgd

Norðurlond hava høvuðsábyrgdina av at fremja ætlanina. At fremja ætlanina skal fyrst og fremst fíggjast við, at stjórnirnar í teimum einstøku londunum hava innlendis ábyrgdina av at halda eyga við, at ætlanin verður framd. Á teimum økjum, sum ábyrgd landanna ikki fevnir um, hevur Norðurlendska Ráðharraráðið fíggjarligu ábyrgdina av, at ætlanin verður framd. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur harafturat ábyrgd av kunning, fráboðan, meting og endurskoðan um og av ætlanini.

Ætlanin verður framd og uppfylgd innan karmarnar av Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri forsætisráðharrar, samstarvsráðharrar og ráðharraráðnum fyri tey ymsu málsøkini. Samstarvsráðharrarnir hava høvuðsábyrgdina av, at Norðurlendska Ráðharraráðið útinnir ætlanina.

Ætlanin skal endurskoðast í 2004 og leggjast fyri forsætisráðharrarnar og teir politisku leiðararnar í teimum sjálvstýrandi økjunum, umframt samstarvsráðharrarnar og umhvørvisráðharrarnar. Áðrenn ætlanin verður endurskoðað skal metast um úrslit og royndir fyrsta tíðarskeiðið, har ætlanin varð framd.

Ætlanin hevur verið til viðgerðar á einum temafundi í Norðurlandaráðnum í Oslo 2-3 apríl í ár. Samstarvsráðharrarnir fara at leggja eitt uppskot til samtyktar um verksetanina av ætlanini fyri Norðurlandaráðið á fundinum í Svøriki í juni í ár.

Samanumtikið

Hendan norðurlendska felagsætlanin gevur okkum eitt gott høvi til at hyggja nærri at, hvussu vit í Føroyum best kunnu sameina búskapar- og samfelagsmenning við atliti at okkara dýrbara umhvørvi og náttúrutilfeingi. Við ætlanini Bæredygtig Udvikling – En ny kurs for Norden eru rammurnar lagdar fyri, hvussu vit kunna leggja langtíðar ætlanir, sum miða ímóti einari sjálvberandi og ábyrgdarfullari gagnnýtslu av øllum tilfeinginum, bæði á landi og í havinum, heldur enn at loysa trupulleikarnar, tá teir eru komnir.

Nú tá dagurin nærkast fyri eftirmetingina Rio +10, sum verður í 2002 eiga Føroyar, júst sum øll onnur lond, at samskipa og leggja fram føroysk sjónarmið um hvat ið "burðardygg menning" merkir fyri okkum sum tjóð, bæði heima hjá okkum sjálvum og sum partur av altjóðasamfelagnum.

Aðalorðaskifti var fríggjadagin 27. apríl 2001.