Ólavsøkurøða løgmans 2000


101-01  Frágreiðing frá løgmanni á ólavsøku 2000

 

Innihaldsyvirlit

Innihaldsyvirlit *

PARTUR I *

Framløga løgmans *

Búskapur *

Sjálvstýrismálið *

Løgmál *

Uttanríkisviðurskifti *

Kommunu- og útoyggjaviðurskifti *

Vinna *

Fiskivinnna *

Oljuvinna *

Umhvørvi *

Almanna- og heilsuviðurskifti *

Útbúgving, gransking og mentan *

 

PARTUR II *

Uttanlandsmál *

Norðuratlantiska bryggjan *

Starvsfólkapolitikkur *

Kommunumál *

Útoyggjanevndin *

Sjálvstýrismál *

Fíggjarligu karmar Føroya *

Gongdin í fullveldismálinum *

Samráðingargongdin *

Løgmál *

Lógarforum og herd krøv til lógarsmíð *

Øll lóggáva á internetið *

Skrásetingarlóggáva *

Navnalóggáva *

Veddingarlóggáva *

Útlendingalóggáva *

Løgreglumál *

Norðurlandamál *

Fíggjar- og búskaparmál *

Búskapargongdin *

Fiskivinnumál *

Heildarætlan *

Fiskivinnusamráðingar *

Sjóvinnumál *

Vinnumál *

Vinnuframi *

Kapping *

Føroyar sum tænastu- og tilfeingisdepil *

Handil, ídnaður og tænastuvirksemi *

Alivinna *

Landbúnaður *

Tryggingarmál *

Samskifti *

Arbeiðsmarknaður *

Gransking innan bioteknologi og kunningartøkni *

Almennir karmar *

Oljumál *

Stór samfelagslig avbjóðing *

Oljuumsiting *

Umhvørvismál *

Menning á umhvørvisøkinum *

Umhvørvið og oljuvinnan *

Almanna- og heilsumál *

Barnaforsorgarøkið *

Trivnaðar- og heilsuráð *

Eldrarøkt og bústaðarmøguleikar hjá teimum eldru *

Viðvíkjandi umstøðunum hjá rørslu og menningartarnaðum *

Barnagarðsøkið *

Fyribyrging *

Pensjónsøkið *

Húsalánsgrunnurin *

Heilsumál *

Heilsutænastur í samband við oljuvinnuna *

Undirvísingar- og mentamál *

Fólkaskúlin *

Miðnám *

Hægri útbúgvingar og gransking *

Mentan og list *

 

PARTUR III *

Løglisti *

Løgmansskrivstovan *

Fíggjarmálastýrið *

Fiskimálastýrið *

Vinnumálastýrið *

Oljumálastýrið *

Almanna- og Heilsumálastýrið *

Undirvísingar- og Mentamálastýrið *

 

PARTUR I

 

 

Framløga løgmans

Harra formaður.

Skeiðið hjá hesi samgonguni er nú hálvrunnið, og haldi eg, at vit kunnu siga, at úrslitini higartil hava verið nøktandi.

Tað miðvísa politiska arbeiði seinastu árini, og tað, at vit hava verið vælsignaði við góðum fiskiskapi og góðum fiskaprísum, hevur havt við sær stóra framgongd fyri okkara samfelag á flest øllum økjum.

Tey politisku úrslit, sum serliga hava sett dám á hesi tvey árini, og sum hava fingið eina góða loysn, eru m.a.

Øll hesi úrslit hava við sær, at vit eru vorðin betur fyri at taka við teirri fullu ábyrgdini av okkara landi, og eru komin nærri einum sjálvstøðugum Føroyum.

At vit taka við teirri fullu ábyrgdini av landinum, er tað yvirskipaða málið hjá samgonguni, og samráðingarnar um hetta hava eisini sett dám á hetta valskeiðið.

Hesar samráðingar hava ikki gingið so væl sum vónað, men eisini her vænta vit kortini at koma á mál.

Tað er neyðugt, at hetta eydnast, um vit sjálvi skulu leggja okkara framtíð til rættis í samsvari við okkara mentan, okkara virði og okkara tørv.

Allur heimurin broytist, og Føroyar broytast eisini. Vit mugu sjálvi gera av, hvussu okkara samfelag skal menna seg, hvørja ábyrgd vit sum tjóð vilja taka í heiminum, og hvønn arv vit skulu geva okkara eftirkomarum.

Hvussu tryggja vit, at Føroyar altíð eru á ovastu rók í tøknifrøðiligu menningini, hvussu tryggja og stimbra vit okkara mentanarliga førning, hvussu umsita vit okkara náttúruríkidømi, og hvussu taka vit við teirri veldugu avbjóðingini tað verður, tá vit um stutta tíð geva fyrstu loyvini til at bora eftir ráevnum í undirgrundini.

Hetta eru spurningar, sum okkara politiska arbeiði eigur leggjast til rættis eftir og arbeiða út frá.

 

Búskapur

Búskapurin er framvegis í stórum vøkstri. Vøksturin í lønargjaldingunum hevur verið stórur, virksemið í landinum er stórt, og skrásetta arbeiðsloysið er komið niður á 3 - 4%. Eisini í framleiðsluni hevur verið vøkstur. Hóast fiskiskapurin hevur verið minni í ár, hava prísirnir hildið sær, so tað framvegis hevur verið stórur vøkstur í lønarútgjaldingunum í fiskivinnuni og í útflutningsvirðinum.

Henda gongdin sæst aftur í stórum inntøkuvøkstri bæði hjá landskassanum og kommununum. Í landsroknskapinum fyri 1999, sum er lagdur fyri Løgtingið, var avlop landskassans 648 mió. kr., og saman við avlopinum hjá kommununum verður samlaða avlopið helst oman fyri 850 mió. kr. Til sammetingar kann nevnast, at blokkstuðulin úr Danmark á fíggjarlógini í 1999 var 933 mió. kr.

Vøksturin í búskapinum hevur lagt stórt trýst á handilsjavnan, ið er ávirkaður av stóra vøkstrinum í innflutninginum, sum stavar frá stóru íløgunum í framleiðsluvinnuni og økta innflutninginum til privata nýtslu.

 

Tó er enn avlop á handilsjavnanum, gjaldsjavnin hevur framvegis stórt avlop, og samlaða nettouttanlandsskuldin er burtur.

Politikkur landsstýrisins er at arbeiða fram í móti einum varandi sjálvberandi føroyskum búskapi, og munandi stig eru tikin á hesi leið. Hóast stór avlop hava verið á fíggjarlógini seinastu árini, er neyðugt at fara varðisliga fram, tá tann stóri umvælingar- og íløgutørvurin skal nøktast. Verður alt gjørt samstundis kollrenna vit búskapin, tí stórt virksemi er í landinum í løtuni. Landsstýrið ætlar framhaldandi at reka ein varnan fíggjarpolitikk.

Neyðugt er at raðfesta íløgurnar, og landsstýrið arbeiðir við at gera eina langtíðar íløguætlan saman við kommununum. Endamálið er at sleppa undan teimum stóru búskaparsveiggjunum, og heldur at brúka almenna virksemið til at stýra búskaparligu gongdini í samfelagnum.

Tað verður hildið ráðiligt í løtuni, at landsstýrið byggir fyri 160 – 170 mió. kr. um árið, og roynt verður at leggja íløgurnar har í landinum, sum virksemið ikki er so stórt.

Neyðugt er eisini at halda aftur í almennu lønarútreiðslunum, og landsstýrið miðar eftir at reka ein varnan lønarpolitikk. Vert er at leggja til merkis, at vøksturin í lønarútgjaldingunum í fyrra hálvári í ár er lægstur hjá tí almenna. Almennu lønarútreiðslurnar eru 6% hægri enn somu tíð í fjør, meðan vøksturin í samlaðu lønarútgjaldingunum er 10%. Úrslitið av rikna politikkinum er, at tað almenna er ein minni partur av samlaða búskapinum. Hetta er eitt politiskt mál, sum samgongan hevur sett sær.

Í samgonguskjalinum er ásett, at politiski málsetningur landsstýrisins er at lækka skattirnar. Hetta eigur at verða gjørt við atliti til lønarafturhald og harvið bøttum kappingarføri.

Á øðrum økjum verður arbeitt við at styrkja búskaparliga umhvørvið, herundir at stovna ein virðisbrævamarknað, sum skal gera tað meira áhugavert at gera íløgur í vinnulívið. Fyrireikingarnar eru komnar so mikið áleiðis, at stig eru tikin til at stovna eitt partafelag, sum skal reka hetta marknaðarplássið fyri partabrøv, íløgubrøv og lánsbrøv. Teir ymsu áhugabólkarnir í sambandi við ein virðisbrævamarknað skulu eiga felagið saman við landsbankanum og landsstýrinum.

Ein vælvirkandi virðisbrævamarknaður hevur týdning, um tað almenna heilt ella lutvíst ynskir at selja almennar fyritøkur, herundir fyritøkur, sum tað almenna kom at eiga í sambandi við kreppuloysnirnar í 90-árunum. Landsstýrið hevur í hyggju at seta nevnd at virðismeta stovnar og partafeløg, sum landið eigur. Nevndin skal gera uppskot um, hvørjar av hesum ognum landið hóskandi eigur at selja, nær tað eigur at verða gjørt og í hvørjari raðfylgju.

 

 

Sjálvstýrismál

Seinasta árið er nógv orka løgd í fyrireikingarnar til at skipa Føroyar sum eitt stjálvstøðugt land. Samráðingarnar við donsku stjórnina hava ikki gingið so væl og skjótt, sum landsstýrið hevði ætlað og vónað, og serliga tann búskaparligi parturin er trupul. Danska stjórnin hevur sett fram uppskot um avtøku av øllum yvirføringum frá Danmark til Føroya, har stuðulin lækkar við 20% um árið 2001-2006. Hetta uppskot er ikki til samráðingar, og tí ultimativt. Heldur ikki vil danska stjórnin útgreina, hvussu hon lýkur treytirnar í sáttmálanum frá juni 1998 um, at danska stjórnin skal viðvirka til eina skiftisskipan, sum stuðlar undir ein sjálvberandi føroyskan búskap.

Tað verður tí neyðugt hjá okkum sjálvum at skipa ta fíggjarligu skiftistíð, sum er neyðug fyri at skapa tryggleika fyri Føroya fólk í framtíðini.

Við Hvítubók, øðrum fyrireikingum og á samráðingarfundunum er staðfest, at ongar formligar, løgfrøðiligar, tekniskar ella umsitingarligar forðingar eru fyri at fremja fullveldisætlanina, ið samgongan stakk út í kortið, og sum Løgtingið tók undir við í samtyktini á heysti 1998.

Arbeiðið við at gera uppskot til føroyska grundlóg og føroyska rættarskipan er komið væl áleiðis, og á øllum øðrum økjum er farið undir fyrireikingar til sjálvstøðuga føroyska lóggávu.

Landsstýrið leggur stóran dent á at fyrireika føroyska samfelagið í eini skiftistíð til fult sjálvbjargni. Í hesi tingsetuni verður uppskot lagt fyri Løgtingið um ein búskapargrunn. Grunnurin skal geva landsstýrinum og løgtinginum møguleika fyri at leggja okkara egnu, tryggu skiftistíð til rættis yvir eitt ávíst áramál.

Landsstýrið fyrireikar eitt uppskot at leggja fyri Løgtingið um at víðka føroysku stuðulsskipanina til allar lesandi føroyingar uttanlands. Landsstýrið fer at skjóta upp, at útbúgvingarstuðulin verður á sama stigi sum danski útbúgvingarstuðulin.

Landsstýrið hevur biðið um, at næsti samráðingarfundurin við donsku stjórnina verður í Føroyum skjótast gjørligt eftir summarfrítíðina. Stjórnin hevur boðað frá, at hon ikki hevur møguleikar at koma til Føroya til samráðingar áðrenn fólkaatkvøðuna í Danmark í september.

Landsstýrið miðar eftir, at á komandi samráðingarfundi verða samráðingarnar gjørdar lidnar um teir partar av sáttmálanum, sum verulig samráðing hevur verið um. Landsstýrið arbeiðir somuleiðis við at útvega eitt óheft búskaparligt grundarlag, sum kann nýtast sum grundarlag fyri eini politiskari semju um eina rímiliga búskaparliga skiftistíð.

 

Løgmál

Í sambandi við fullveldisætlanina er løgdeildin á Løgmansskrivstovuni farin undir at fyrireika eina sjálvstøðuga føroyska útlendingalóggávu og -umsiting. Hetta arbeiðið fevnir eisini um uppskot til ein føroyskan útlendinga- og flóttarfólkapolitikk.

Í farnu tingsetu samtykti Løgingið við ríkislógartilmæli at seta galdandi donsku útlendingalógina við smærri broytingum í gildi fyri Føroyar. Hetta var ein fyribils loysn, tí galdandi danska útlendingalógin er ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu vera við í Schengen-samstarvinum um passfrælsi. Væntandi verður Schengen-sáttmálin lagdur fyri Løgtingið seint í ár ella fyrst í komandi ári.

 

 

Uttanríkisviðurskifti

Verandi rættarstøða Føroya sum danskur ríkislutur hevur havt við sær, at Føroyar hava sera avmarkaðar møguleikar fyri sjálvstøðugt at vera við í altjóða samstarvi. Møguleikarnir hava verið avmarkaðir til sjálvstøðugar tingingar um handilssáttmálar og fiskirættindasáttmálar. Hesar samaráðingar eru farnar fram í samstarvi við danska uttanríkisráðið, og sjálvt á hesum øki hava Føroyar skerdar møguleikar.

Tá Danmark fór upp í EF í 1973, fóru Føroyar saman við Danmark burtur úr EFTA. Føroyar hava síðan ikki havt møguleika fyri at luttaka í eitt nú EBS-samstarvinum millum ES og EFTA, ella í fríhandilssáttmálunum sum EFTA hevur gjørt við londini í Eysturevropa og annars uttan fyri Evropa.

Til tess at bøta um verandi støðu Føroya fer landsstýrið at taka samstarvið við ES upp til nýggja viðgerð. Landsstýrið fer væntandi í heyst at leggja fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at biðja um nýggjar samráðingar við ES.

Tekur Løgtingið undir við hesum, fer løgmaður til Brússel seint í heyst at handa formanninum í ES nevndini eina áheitan um samráðingar samsvarandi grein 35 í handilssáttmálanum, og gongst sum ætlað, kann vónandi verða farið undir samráðingar einaferð seint næsta ár.

Samráðingarnar við Russland og Lettland um sínámillum fríhandilssáttmálar eru um at vera loknar. Sáttmálin við Russland verður væntandi ein fullkomin fríhandilssáttmáli við ongum avmarkingum fyri vøruhandil.

Undir heitinum The Northern Periphery verður í næstum skipað eitt økispolitiskt samstarv millum Føroyar, Grønland, Ísland, Skottland, Noreg, Svøríki og Finnland. Samstarvið, ið er íkomið í ES, hevur til endamáls at fremja samvinnu, sum kann hava við sær búskaparliga og samfelagsliga samanrenning millum londini, umframt menning av viðkomandi samstarvsøkjum.

Landsstýrið leggur stóran dent á at gera Føroyar sjónligari og virknari í norðurlendskum politikki. Í hesum sambandi hevur landsstýrið skotið upp, at samstarvið hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharrastovninum við grannaøkini verður víðkað til eisini at fevna um grannaøkini hjá Útnorðurlondunum. Hetta eru Hetland, Orkneyoyggjar, Hebridurnar, Skotland, Írland og Kanadisku økini vestanfyri.

 

Kommunu- og útoyggjaviðurskifti

Nýggja kommunustýrislógin, sum Løgtingið samtykti í vár, kemur í gildi, tá nývaldu kommunustýrini taka við eftir valið í heyst. Hetta er fyrsta stigið at nýskipa kommunala økið, og endamálið er at styrkja kommunala sjálvræðið.

Ætlanin er eisini at gera smærri broytingar í kommunuvallógini, og í hesi tingsetuni fer landsstýrið at leggja fram uppskot til løgtingslóg um samanlegging av kommunum, ið skal fara fram á sjálvbodnum grundarlagi. Hildið verður somuleiðis fram við arbeiðinum at fáa eitt greiðari býti millum land og kommunur.

Útoyggjanevndin, sum fór til verka í apríl í ár, skal gera ítøkilig menningarhugskot, ið kunnu tryggja virksemi og trivnað á útoyggunum við atliti til tað serliga umhvørvið, sum eyðkennir hesi støð.

Nevndin fer at lata løgmanni eitt álit síðst í hesum árinum, og ætlanin er, at tað skal vera grundarlag fyri einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um útoyggjapolitikk.

 

Vinna

Innan vinnumál arbeiðir landsstýrið við broytingum og nýskipanum á fleiri økjum.

Í heyst verður lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um avtøku av Menningargrunninum, Ídnaðargrunninum og Veðhaldsgrunninum, samstundis sum grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál verður gjørdur eksternur grunnur burturav.

Hóast Kappingarráðið enn bert hevur virkað í stutta tíð, so er greitt, at munagott kappingareftirlit hevur stóran týdning fyri at styrkja virkisføri í framleiðslu og handli av vørum og tænastum. Í sambandi við eina endurskoðan av kappingarlógini skal støða takast til, um lógin skal byggja á forboðsmeginregluna, og um skipast skal eitt samanleggingareftirlit.

Føroyska alivinna hevur ment seg til at vera sera kappingarfør. Hon er í stórum vøkstri og stendur nú fyri einum triðingi av føroyska útflutningsvirðinum. Mett verður støðugt um karmarnar, sum vinnan hevur at virka undir, og í framtíðini verður stórur dentur lagdur á fyribyrging og niðurberjing av sjúkum.

Á landbúnaðarøkinum er ein bólkur við umboðum úr fyrisitingini og vinnuni settur at orða ein landbúnaðarpolitikk.

Føroya Lívstrygging er í ár umskipað til eitt partafelag. Í løtuni verður arbeitt við at endurskoða lóggávuøkið fyri lívstrygging.

Á samferðsluøkinum er farið undir at orða ein samferðslupolitikk og at kanna møguleikarnar fyri at gera neyðugar umskipingar á økinum. Landsstýrið fer eftir ætlan at leggja fram tilmælir og lógaruppskot í hesi tingsetuni.

Postverk Føroya hevur ikki kunna fylgt við teimum broytingum, sum eru hendar á postverksøkinum í øðrum londum, og stovnurin hevur støðugt havt truplari við at nøkta tey krøv, ið verða sett einum nútímans postverki. Arbeitt verður við at gera løgtingslóg um postvirksemi, og at umskipa Postverk Føroya til eitt partafelag eftir nøkrum árum.

Á fjarskiftisøkinum er útlit til, at kapping gerst veruleiki í framtíðini. Í høvuðsstaðarøkinum eru nú tveir internetveitarar, og fyrstu samflutningsavtalurnar eru gjørdar um nýtslu av kervinum hjá Føroya Tele. Seint í heyst kann roknast við kapping bæði á uttanlands- og innanlandssamrøðum, og seinni í ár er ætlanin at veita loyvir innan fartelefoni. Henda tilgongd er sera týdningarmikil fyri at tryggja borgarunum og vinnuni betri og bíligari tænastur.

Á flogferðsluøkinum tók prískapping seg upp í vár millum flogfeløgini, og tey ferðandi fingu fleiri og bíligari tilboð enn vanligt. Landsstýrið hevur sett í verk kanning av, hvussu best er at skipa hesa kapping, og um tað ber til at veita føroyska flogfelagnum fríari ræsur at flúgva upp á onnur lond.

Arbeiðið at skipa tilbúgvingina á sjógvi og landi í Føroyum gongur eftir ætlan. Ætlanin er at koma á mál við ætlanini seint næsta ár, men hetta er treytað av góðum samstarvi millum partarnar við ábyrgd fyri tilbúgvingini í teimum ymisku stýrunum.

 

Vinnumálastýrið, Ferðaráðið og umboð frá vinnuni hava í felag orðað ein ferðavinnupolitikk. Ætlanin er at dagføra løgtingslógina frá 1990 um Ferðaráð Føroya við støði í ferðavinnupolitikkinum og orðaskiftinum, sum verður í Løgtinginum um hetta málið.

Á arbeiðsmarknaðarøkinum er nevnd sett at gera uppskot um barnsburðargrunn, sum eftir ætlan skal fara at virka komandi ár. Eisini er nevnd sett at endurskoða lóg um seming. Nýggja lógin skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og hon skal hóska til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og siðvenju.

 

Fiskivinnna

Arbeiðið við at orða ein greiðan fiskivinnupolitikk heldur fram, og landsstýrið miðjar eftir at leggja eitt uppskot fram í hesi tingsetuni.

Reguleringartiltøkini skulu tryggja endamálsorðingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, so fiskastovnarnir undir Føroyum verða gagnnýttir burðardygt við fiskidøgum, stongdum økjum og friðingum á gýtingarleiðum.

Fiskidagaskipanin verður sum stýringsamboð endurskoðað á hvørjum ári. Skipanin tænir sínum endamáli, men veiðitrýstið er enn ov stórt. Landsstýrið má tí eins og áður fráboðað seta í verk tiltøk, sum hava til endamáls at laga veiðitrýstið til tað, ið fiskastovnarnir undir Føroyum tola.

Framhaldandi verður neyðugt at skapa fyritreytir fyri at gera fiskirættindi meira umsetilig, og at skapa rúmari ræsur í veiðiliðunum.

Fiskiveiðiavtalurnar við onnur lond fyri 2000 geva nakað minni av botnfiski, samstundis sum útlendsk veiðirættindi á føroysku landleiðini eru skerd. Størsta niðurgongdin í botnfiskakvotunum stavar frá niðurskurðinum í Barentshavinum. Við teimum góðu fiskaprísunum eru tó útlit til, at hetta árið hjá fiskivinnuni verður eins gott og undanfarna ár.

Byggingin av nýggja vaktarskipinum gongur eftir ætlan, og skipið verður í Føroyum fyrst í oktober mánaði. Við tveimum stórum skipum verður Fiskiveiðieftirlitið og Bjargingartænastan nógv betri. Arbeitt verður við at samskipa tyrlutænastu til bjarging, sjúkraflutning og ferðaflutning. Eftirlitið á sjónum skal eisini fevna um ta víðkan, sum NEAFC og NAFO hava sett í verk.

Í sambandi við komandi tilbúgvingarætlanina fyri Føroyar, er ætlanin at skipa eina støð, ið skal standa fyri bjargingini á sjónum. Vaktar- og Bjargingartænastan skal hava leiðsluna av støðini, og skal sum frá líður, yvirtaka leiðsluna á hesum øki frá Færøernes Kommando.

Nevndin, sum landsstýrið setti at fyrireika eina yvirtøku av skipaeftirlitinum, fer í næstum at leggja uppskot fram. Landsstýrið skal síðani taka støðu í málinum. Lóggávan fer at fevna um tryggleikan á sjónum og tær uppgávur, sum eru í sambandi við hetta.

 

Oljuvinna

Leiting eftir olju á føroyska landgrunninum byrjar í næstu framtíð. Tá freistin at lata inn umsókn var úti 17. mai í ár, vóru 22 umsóknir um leitingarloyvi í fyrsta útbjóðingarumfari komnar inn frá 17 oljufeløgum. Landsstýrismaðurin í oljumálum hevur í hesum døgum samráðingar við oljufeløgini. Viðgerðin av umsóknunum hevur gingið skjótari enn væntað. Landsstýrið vónar at kunna lata fyrstu leitingarloyvini um tvær til tríggjar vikur. Roknað verður við, at fyrstu boringarnar verða í komandi ári.

Landsstýrið leggur dent á, at føroyskar fyritøkur fáa lut í oljuvirkseminum, soleiðis at tær kunnu menna seg gjøgnum samstarv og veitingar til hesa altjóða vinnu. Tað er greitt, at virksemið verður avmarkað fyrstu árini, men tað er týdningarmikið, at føroyskt vinnulív, sum hevur brynjað seg væl til leitingarskeiðið, longu nú fer undir at fyrireika seg til avbjóðingarnar, sum liggja fyri framman, um leitingin gevur úrslit.

Í treytunum, sum verða settar loyvishavarum á føroyskum øki, er ásett, at føroyskar fyritøkur í kapping við aðrar skulu hava veruligar møguleikar fyri at veita vørur og tænastur í sambandi við oljuvirksemið, og at skipast skal fyri førleikamenning av føroyskum vinnulívi. Krøv verða sett viðvíkjandi útbúgving av fólki í føroyskum vinnulívi og í umsitingini. Eisini skulu loyvishavarar lata føroyskt vinnulív og føroyskar granskingarstovnar taka lut í granskingar- og menningarætlanum.

Arbeitt verður framhaldandi við at seta karmarnar um kolvetnisvirksemið komandi árini. Kunngerðir viðvíkjandi heilsu, umhvørvi og trygd á landgrunninum verða væntandi settar í gildi seinni í ár og fyrst í komandi ári.

Landsstýrið fer at leggja eina frágreiðing um oljumál fyri Løgingið, tá loyvini at leita eftir og at framleiða kolvetni eru givin í heyst, og ætlanin er, at frágreiðingin, sum verður liðug umleið 1. november, skal verða grundarlag undir einum aðalorðaskifti um oljumál.

 

Umhvørvi

Landsstýrið hevur tikið ítøkilig stig til at lýsa støðuna á umhvørvis- og náttúruverndarøkinum. Síðan løgtingslógin um umhvørvisvernd varð samtykt í 1988, hevur eingin verulig politisk viðgerð verið av umhvørvismálum. Heldur ikki hevur verið sett av nøktandi fíggjarlig ella fyrisitingarlig orka til umsitingina av hesum málsøkinum.

Ein arbeiðsbólkur skal lýsa støðuna á økinum og kanna, hvør tørvur er á broytingum. Ætlanin er, at frágreiðingin skal verða grundarlag undir einum aðalorðaskifti um umhvørvismál komandi vár. Síðan verður farið undir at gera ítøkiligar broytingar í umhvørvislóggávuni.

 

 

Almanna- og heilsuviðurskifti

Á almanna- og heilsuøkinum verður eisini arbeitt við fleiri lógaruppskotum. Ætlanin er í hesi tingsetuni at leggja uppskot fyri Løgtingið um nýggja barnaforsorgarlóg og uppskot um eitt trivnaðar- og heilsuráð. Ráðið skal gera tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu vit skipa okkara almanna- og heilsuøki í framtíðini.

Talið á pensjónistum økist lutfalsliga í mun til samlaða fólkatalið, og tað er eyðsæð, at verandi pensjónsskipan í longdini ikki fer at megna at geva okkara pensjónistum nøktandi veitingar. Tí er neyðugt, at eisini hin einstaki í størri mun tryggjar sín egna aldurdóm. Her ætlar landsstýrið at bróta upp úr nýggjum, við at seta í gildi eina eftirlønarskipan, sum áleggur øllum lønmótakarum at tekna egna pensjónsuppsparing. Samráðingar eru við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um, hvussu vit tryggja, at tær skipanir, sum ein stórur partur av verkamannafeløgunum longu hava skipað fyri, samsvara við ætlanir landsstýrisins.

Á henda hátt tryggja vit, at tað almenna eisini í framtíðini verður ført fyri at tryggja eina samhaldsfasta fólkapensjónsskipan.

Eisini verður arbeitt við eldrarøkt og bústaðarmøguleikunum hjá teimum eldri. Fyrr í ár varð settur ein arbeiðsbólkur, sum skal lýsa eldraøkið sum heild, og hvussu tað skal skipast í framtíðini.

Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal gera eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu vit tryggja umsorgan og røkt av gomlum, hvussu ábyrgdin skal býtast millum landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar, og hvussu vit tryggja neyðugt samstarv millum tær skipanir, sum eru. Arbeiðsbólkurin skal eisini koma við einum tilmæli um, hvussu vit skulu skipa ellis- og røktarheimsøkið, og hvussu vit nøkta íbúðartørvin sum heild í framtíðini. Miðað verður eftir, at tilmælið verður handað landsstýrismanninum, áðrenn fíggjarlógin fyri ár 2001 verður liðugt viðgjørd.

Annars verður arbeitt við at fyrireika bygging av einum ellis- og røktarheimi í Norðurstreymoy, og møguliga verður eitt uppskot um fíggingarmynstur lagt fyri Løgtingið í heyst.

Arbeitt verður framhaldandi við at betra um heilsutænastuna, og útbyggingin á Landssjúkrahúsinum heldur fram. Neyðugt verður at samskipa veitingarnar á sjúkrahúsøkinum, til tess at fáa eina betri og meiri fjøltáttaða tænastu fyri játtanirnar á økinum.

Við tí endamáli at fáa í lag eitt alment orðaskifti um framtíðar heilsuverk Føroya, er ætlanin at skipa fyri aðalorðaskifti í Løgtinginum um sjúkrahúspolitikk.

 

Útbúgving, gransking og mentan

Stórar broytingar og avbjóðingar liggja fyri framman á undirvísingar- og mentanarøkinum.

Kunningartøknin hevur leingi verið spádd at gerast grundarlag fyri teirri næstu stóru samfelagskollveltingini eftir ídnaðarkollveltingina. Henda framtíðarmynd er nú um at gerast veruleiki.

Føroyar eiga at seta sær fyri at taka við og taka lut í hesi avbjóðing, soleiðis at føroyingar kunnu gerast millum fremstu tjóðirnar á kunningartøkniøkinum. Til tess krevst ein sterkur mentanarpolitikkur, og at mentan, undirvísing og gransking verða mett sum týdningarmestu íløguøkini hjá føroyska samfelagnum komandi árini.

 

Undirvísingar- og mentamálastýrið fer í hesi tingsetuni í samstarvi við Vinnumálastýrið, Oljumálastýrið og Fiskimálastýrið at gera ítøkiligt uppskot um at stovna ein mentanar-, útbúgvingar- og granskingargrunn, ið kann tryggja fíggjarligt støði undir íløgunum komandi árini.

Álitið "Føroyskur førleiki", ið Útbúgvingarpolitikknevndin lat úr hondum, var fyrsta stigið til at gera ein útbúgvingar- og granskingarpolitikk fyri einar sjálvstøðugar Føroyar. Nevndin hevur gjørt uppskot til eina yvirlýsing frá landsstýrinum um gransking, tøkni og menning, og hon verður løgd fyri Løgtingið í heyst.

Eftir tann drúgva arbeiðssteðgin hjá sáttmálasettum lærarum í vár, er skjøtil settur á at fáa loyst ósemjurnar um fólkaskúlan og at fáa allar tættirnar í nýggju fólkaskúlalógini settar í verk í samstarvi millum politisku myndugleikarnar, fakfeløg, skúlaleiðslur, lærarar, foreldur og næmingar.

Ein nevnd við umboðum fyri nógv ymisk áhugamál innan fiski- og alivinnuna fór í vár undir at kanna útbúgvingartørvin innan fiskivinnuútbúgvingar. Hon skal gera eitt tilmæli um, hvussu hesin tørvur kann nøktast á besta hátt. Nevndin fer ætlandi at handa landsstýrismanninum eitt álit 1. desember. Tað verður grundarlagið undir arbeiðinum við einum lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin miðar ímóti at leggja fram í komandi ári.

Altjóða krøv gera, at neyðugt er við áhaldandi menning innan sjóvinnuútbúgvingarnar. Arbeiðsbólkar eru farnir undir at endurskoða útbúgvingarnar og ætlanin er, at uppskot til nýggja løgtingslóg fyri navigatiónsútbúgvingarnar verður løgd fyri Løgtingið í heyst, og væntandi verður uppskot til nýggja løgtingslóg fyri maskinmeistaraútbúgvingarnar løgd fyri Løgtingið til várs.

Arbeitt verður við einum heildarpolitikki á mentanarøkinum, ið skal verða gjørdur ítøkiligur við virkisætlanum. Hesar virkisætlanir fara at fevna eitt nú um skapandi og útinnandi list, tiltøk fyri børn og ung, varðveiting av mentanararvinum, ítrótt og um stuðul til áhugafelagsskapir og annað sjálvboðið frítíðar- og mentanarvirksemi.

 

Fyrsta virkisætlanin fevnir um skapandi og útinnandi list, og verður ætlanin løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í heyst. Í hesi ætlan verða sett nøkur mentanarpolitisk mál fyri tíðarskeiðið 2000-2005, og lýst verður, hvussu vit skulu røkka hesum málum.

Løgtingslógin um kringvarp hevur virkað í góð tvey ár. Gongdin hevur víst, at neyðugt er at gera broytingar, so lógin kann fremjast í tí anda, hon varð ætlað. Landsstýrið fer at skjóta upp, at bæði Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipað sum sjálvstøðugar, almennar fyritøkur, ið verða stjórnaðar av nevndum. Í hesum sambandi verður eisini skotið upp at tryggja eitt fíggjarligt støði undir fyritøkunum, so tær óheftar kunnu røkja sínar mentanarpolitisku uppgávur til fulnar.

 

Harra formaður.

Tað hevur eydnast at venda búskaparligu gongdini nógv skótari enn politikarar, búskaparfrøðingar og vanligi føroyingurin høvdu ímyndað sær.

Harvið er ikki sagt, at henda samgongan eigur allan heiðurin. Tær ofta illa dámdu avgerðirnar, sum skiftandi landsstýri tóku seinast í 80’unum og í 90-árunum, og sum vóru neyðugar at fremja, hava skapt grundarlagið, og borgararnir hava borið tungar byrðar.

Tær ytru umstøðurnar hava eisini verið sera góðar. Skipini hava fiskað nógv, fiskaprísirnir hava verið sera høgir, og rentustigið hevur verið metlágt. Hetta eru alt viðurskifti, sum vit hava lítla ella onga ávirkan á, og vit mugu gera okkum greitt, at hesar góðu umstøður fara ikki at standa við í allari framtíð.

Tað krevur breiðar herðar at bera góðar tíðir, og umráðandi er, at vit taka við læru av fortíðini og framhaldandi reka ein varnan búskaparpolitikk, ikki bert í restini av hesum valskeiðnum, men eisini í árunum, sum koma. Tað er av avgerandi týdningi, at tað er breið undirtøka í Løgtinginum fyri hesum politikki, og at fólkið somuleiðis sær tað skilagóða í einum varnum búskaparpolitikki og tekur undir við honum.

Ein stór ábyrgd hvílir á okkum sum politikarar. Vit kunnu velja at leita eftir trupulleikum og leggja hvør eftir øðrum í endaleysum brigsli. Tá er víst, at vit lata ábyrgdina í hendurnar á tilvildini, og at heimurin kring okkum tekur allar avgerðirnar fyri okkum.

Vit kunnu hinvegin eisini velja at taka tøkini saman, sum vit hava gjørt áður – hóast vit eru ósamd politisk á nógvum økjum. Tað er við hesi vón at eg ynski øllum eina mennandi tingsetu og øllum eina góða ólavsøku.

 

 

PARTUR II

 

Uttanlandsmál

Størsta uttanlandsmálið, sum landsstýrið arbeiðir við, eru samráðingarnar við Danmark um føroyskt fullveldi. Hesar samráðingar verða umrøddar undir sjálvstýrismálum. Eitt annað uttanlandsmál er fiskirættindasamstarv við onnur lond. Tað verður viðgjørt undir fiskivinnumálum.

Á trygdarpolitiska økinum arbeiðir landsstýrið við at gera nærri útgreiningar av støðu Føroya undir kalda krígnum. Hetta fer fram í rannsóknum, sum søgufrøðingar gera í USA, Bretlandi, Danmark, Týsklandi og Russlandi. Eftir er at gera kanningar í Týsklandi og Russlandi, áðrenn ein fullfíggjað frágreiðing er greidd úr hondum. Landsstýrið ger harumframt kanningar av framtíðar trygdarpolitiska týdningi Føroya. Hesar kanningar fara seinni væntandi at verða grundarlag undir einum trygdarpolitiskum orðaskifti á Løgtingi.

Rættarstøða Føroya sum danskur ríkislutur hevur havt við sær, at Føroyar hava havt sera avmarkaðar møguleikar fyri altjóða samstarvi. Tað samstarv, sum hóast alt er komið undan, er avmarkað til at fevna um ávíst samstarv innan karmarnar av fríhandilssáttmálum og fiskirættindasáttmálum. Men eisini her eru týðiligar avmarkingar.

Tá ið Danmark fór upp í EF í 1973, fór landið samstundis úr EFTA, og Føroyar fylgdu við. EFTA hevur í dag eitt sera tætt og umfevnandi samstarv við ES í tí sokallaðu EBS skipanini umframt fríhandilssáttmálar við øll tey Eysturevropisku londini. Harumframt er EFTA í ferð við at gera fríhandilssáttmálar við lond uttan fyri Evropa, ið hava týdningarmiklar innmarknaðir við stórum handilsmøguleikum.

Sum EFTA limur høvdu Føroyar av sær sjálvum luttikið í nevnda samstarvi. Føroyar eru sum danskur ríkislutur uttan fyri EFTA ikki áhugaverdar hjá øðrum londum at gera fríhandilssáttmálar við, uttan í teimum førum, har sergrundir eru fyri samstarvi.

Til tess at bøta um støðu Føroya í samstarvinum í Evropa fer landsstýrið, sum áður boðað frá at taka samstarvið við ES upp til nýggja viðgerð.

Av tí, at Føroyar ikki hava møguleika fyri at samstarva innan karmin av EBS skipanini, hava eyguni verið vend móti øðrum møguleikum. Herfyri gjørdu Sveis og ES sínámillum sjey sáttmálar, sum í høvuðsheitum fevna um innihaldið í EBS skipanini. Tað vil siga, at hetta samstarv fevnir um tey fýra frælsini, har vørur, tænastur, kapitalur og persónar hava frítt at fara um landamørk. Í EBS skipanini er eisini sokallað vatnrætt samstarv, ið er knýtt afturat teimum fýra frælsunum. Vatnrætta samstarvið fevnir millum annað um mentanarligt samstarv, vinnuligt samstarv, umhvørvissamstarv og mangt annað.

Tann mannagongd, sum tykist rættast í hesum føri at nýta, er at leggja uppskot fyri Løgtingið til samtyktar um at boða ES til samráðingar. Hetta verður væntandi gjørt í heyst. Um Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir samráðingar við ES um eina nýggja skipan, fer løgmaður til Brússel seint í heyst at handa formanninum í ES nevndini eina áheitan um samráðingar samsvarandi grein 35 í handilssáttmálanum. Sostatt, um alt gongur eftir ætlan, verður farið undir samráðingar einaferð seint í komandi ári.

Nýgjørdi heilsufrøðiligi ískoytissáttmálin við ES er gjørdur sambært grein 35 í handilssáttmálanum. Tí er henda mannagongd longu nýtt á ein úrslitagóðan hátt.

Samráðingarnar við ávikavist Russland og Lettland um sínámillum fríhandilssáttmálar, eru um at vera loknar. Seinni og seinasti samráðingarfundur við Russland verður eftir ætlan í Tórshavn tann 30. august. Sáttmálin við Russland verður eftir samráðingartilgongdin at døma ein fullkomin fríhandilssáttmáli við ongum avmarkingum fyri vøruhandil. Triðji samráðingarfundur við Lettland verður væntandi í oktober mánaði í Riga.

Aðrar samráðingar um fríhandil við onnur lond eru ikki í løtuni. Løgmansskrivstovan arbeiðir saman við danska uttanríkisráðnum við at fáa í lag samráðingar við eysturevropisku londini umframt ávís týðandi lond uttan fyri Evropa.

Undir heitinum The Northern Periphery verður í næstum eitt økispolitiskt samstarv skipað millum Føroyar, Grønland, Ísland, Skottland, Noreg, Svøríki og Finnland. Endamálið við samstarvinum, ið er íkomið í ES, er at fremja eina samfelda, javnvigandi og burðadygga menning. Við hesum í huga verður miðað eftir einum samstarvi, ið hevur við sær búskaparliga og samfelagsliga samanrenning millum londini umframt menning av viðkomandi samstarvsøkjum. Listin yvir samstarvsøki verður gjørdur liðugur um stutta tíð.

Eftir marknasáttmálan við Bretland í fjør stendur spurningurin um miðlinjuna millum Føroyar og Íslands eftir sum einasti óloysti marknaspurningurin hjá Føroyum innan fyri 200 fjórðingar. At hesin spurningur framvegis stendur óloystur, er í longdini hvørki nøktandi fyri Føroyar ella Ísland. Samband hevur verið við Ísland um málið.

Nú ágangurin móti grindadrápi aftur er í hæddini, hevur landsstýrið sett eina miðvísa kunning í verk, ið serstakliga er ætlað útlendingum. Eitt av tiltøkum landsstýrisins á hesum sinni er ein heimasíða á alnótini, sum í høvuðsheitum viðger allar spurningar viðvíkjandi grind.

 

Norðuratlantiska bryggjan

"Den Nordatlantiske Brygge" – er ein miðdepil fyri norðuratlantiska mentan, gransking og vinnu, sum ætlanin er at skapa á Grønlendska Handilsplássinum í Keypmannahavn.

Føroyingar fáa møguleika fyri at gerast partur av hesari verkætlan, sum hevur til endamáls at skapa ein depil:

Føroyingum stendur í boði at fáa 4. hædd í húsinum, sum er umleið 1000 fermetrar.

Tað fer at kosta 102 mió. kr. at keypa og umvæla bygningin. Danski staturin hevur latið bygningin, sum hevur eitt virði upp á 40 mió. kr. A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond hevur latið 20 mió kr., útnorðurlondini gjalda tilsamans 22,5 mió kr. - Føroyar 4,5 mió. kr., Grønland 6,75 mió. kr. og Ísland 11,25 mió kr. Restin verður fíggjað við 17 mió. kr. í lánum og 2,5 mió. kr. úr almennum grunnum.

 

 

Starvsfólkapolitikkur

Sum kunnugt verður samfelag okkara støðugt meira samansett. Lógarverk og aðrar fyrisitingarreglur hava ein miðsavnandi leiklut bæði í samfelagnum sum heild og fyri tann einstaka borgaran.

Støðugt størri krøv verða sett til starvsfólk okkara, sum skulu sita fyri tí fyrisitingarliga partinum, so borgarin fær ta viðgerð, sum hann hevur rætt til.

Starvsfólkapolitikkurin hevur í hesum sambandi ein sera týdningarmiklan leiklut, og mál okkara er, at starvsfólkini í fyrisitingini støðugt mennast og trívast, so tey kunnu fremja besta avrik.

Arbeiðið við at orða og seta í verk almenna starvsfólkapolitikkin er nú komið væl áleiðis, og í dag hava vit almennar leiðreglur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvispolitikki, bygnaðarbroytingum, rúsevnapolitikki, setanarpolitikki, starvsfólkasamrøðum, uppsagnarpolitikki og útbúgvingarpolitikki.

Arbeitt verður framhaldandi við at orða einstakar partar av starvsfólkapolitikkinum.

Arbeitt verður eisini við at fáa eina ábending um starvsfólkapolitisku støðuna í almennu fyrisitingini.

 

 

Kommunumál

Løgtingið samtykti í vár nýggja kommunustýrislóg, sum kemur í gildi, tá nývaldu kommunustýrini taka við eftir valið í heyst. Nýggja kommunustýrislógin er fyrsta stigið til at nýskipa kommunala økið. Endamálið er at styrkja kommunala sjálvræðið.

Við nýggju kommunustýrislógini sleppa kommunurnar í nógv størri mun enn áður at stýra egnum viðurskiftum. Eftirlitið við kommununum verður tá meira eitt løggildiseftirlit. Ætlanin er, at allar neyðugu kunngerðirnar skulu verða lýstar, áðrenn kommunustýrislógin kemur í gildi. Eisini er ætlanin at gera smærri broytingar í kommunuvallógini, og í hesi tingsetuni fer landsstýrið at leggja fram uppskot til løgtingslóg um samanlegging av kommunum. Talan verður um sjálvbodna samanlegging.

Farið er undir at savna alla kommunuumsitingina á einum stað í miðfyrisitingini, og verður hetta arbeiðið liðugt í heyst. Samstundis er ætlanin at styrkja fíggjarliga eftirlitið við kommununum.

Eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur er stevnumiðið hjá landsstýrinum, og eru fyrstu stigini tikin á hesum øki. Lógin um býtið av almannaútreiðslum er sett úr gildi, og barnaansingarøkið er vorðið eitt reint kommunalt málsøki.

Í heyst verður, í tøttum samstarvi við kommunufeløgini, farið undir at gera nærri reglur um kontoskipan, fíggjarætlan, bókhald, ársroknskap, grannskoðan og avgerðir um viðmerkingar til grannskoðanina og tílíkt. Eisini er ætlanin at halda fram við arbeiðinum at fáa eitt greiðari býti millum land og kommunur.

 

Útoyggjanevndin

Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum. Sum kunnugt, er hetta grundarlag ikki til staðar á øllum útoyggjunum, og tí hevur løgmaður sett eina útoyggjanevnd at arbeiða við hesum viðurskiftum.

Útoyggjarnar eru í hesum føri tær smáu oyggjarnar, sum ikki hava fast samband við meginøkið. Hesar eru: Fugloy, Svínoy, Kallsoy, Mykines, Nólsoy, Hestur, Koltur, Skúvoy og Dímun. Av tí, at einki vegasamband er til Gásadals, er bygdin eisini umboðað í nevndini.

Útoyggjanevndin fór til verka í apríl í ár. Aðalmálið hjá nevndini er at orða uppskot til ein útoyggjapolitikk, ið kann gera sítt til at tryggja, at útoyggjunum verður lív lagað.

Álitið verður latið løgmanni síðst í hesum árinum, og ætlanin er at nýta hetta sum grundarlag fyri einum aðalorðaskifti um útoyggjapolitikk í Løgtinginum.

Til tess at tryggja at sjónarmiðini og serkunnleikin hjá útoyggjafólki er tann berandi parturin í hesum arbeiði, er nevndin skipað soleiðis, at flestu limirnir í nevndini umboða útoyggjarnar.

Eitt stórt arbeiði er lagt í at kunna og taka bygdafólkið við í ráðum, tá upplýsingar og hugskot skulu savnast inn.

Nevndin skal gera ítøkilig menningarhugskot, ið kunnu tryggjað virksemi og trivna á útoyggjunum, við atliti til tað serliga umhvørvið, sum eyðkennir hesi støð.

At samfelagsbroytingarnar hava stóra ávirkan á lívsgrundarlagið í útjaðaranum, er ikki nakað nýtt, og onki serføroyskt fyribrigdi. Okkara grannalond hava drúgvar royndir við at skapa karmar fyri framgongd í útjaðaranum. Hesar royndir ganga heilt aftur til fyrstu 50-árini, og í álitinum fer nevndin eisini at gera nýtslu av royndunum, sum grannalondini hava við útoyggjapolitikki.

 

 

Sjálvstýrismál

Seinasta árið eru allar fyrireikingar til føroyskt fullveldi komnar so langt áleiðis, at nú liggur málið á politiska samráðingarborðinum millum landsstýrið og donsku ríkisstjórnina. Eftir tríggjar fundir í Keypmannahavn er greitt, at um partarnir nýta neyðuga orku og tíð upp á realitetssamráðingar, kann sáttmálin gerast liðugur, so hann kann leggjast fyri Løgtingið og Føroya fólk til støðutakan.

Eftir at Hvítabók varð almannakunngjørd og viðgjørd í september 1999, er eitt ítøkiligt samráðingarrit og sáttmálauppskot viðgjørt í uttanlandsnevnd løgtingsins, og tríggir fundir hava verið millum landsstýrið og ríkisstjórnina um sáttmálauppskot landsstýrisins.

Arbeiðið við at gera uppskot til føroyska grundlóg og føroyska rættarskipan er samstundis komið væl áleiðis, og á øllum øðrum økjum er farið undir at fyrireika sjálvstøðuga føroyska lóggávu, umsiting og fígging. Talan er serliga um hesi øki, sum í dag verða heilt ella lutvís umsitin av donskum myndugleikum:

Við Hvítubók, øðrum fyrireikingum og á samráðingarfundunum er staðfest, at ongar formligar, løgfrøðiligar, tekniskar ella umsitingarligar forðingar eru fyri at fremja fullveldisætlanina, sum samgongan setti sær fyri, og sum Løgtingið tók undir við í samtyktini á heysti 1998. Gerast skal ein sáttmáli eftir íslendska fordøminum frá 1918 um ein javnbjóðis felagsskap millum Føroyar og Danmark sum tvey sjálvstøðug lond, har føroyingar taka fulla politiska og búskaparliga ábyrgd av øllum viðurskiftum og samstarva við Danmark um felags kongshús, felags gjaldoyra, felags rættindir fyri danir og føroyingar hvør hjá øðrum og umsitingarligt samstarv á ymsum økjum.

Landsstýrið hevur hildið allar avtalur og samtyktir út í æsir um samráðingarnar, meðan landsstýrið tíverri má staðfesta, at danska ríkisstjórnin hevur ikki hildið avtalurnar. Tí hava samráðingarfundirnir í stóran mun verið at líkna saman við eitt valstríð mótvegis danska og føroyska veljaranum gjøgnum fjølmiðlarnar, heldur enn veruligar og virðiligar samráðingar. Danska heildarveitingin til Føroya hevur verið høvuðsamboðið í hesum valstríði, sum tíverri hevur vent kikaranum móti óneyðugum trupulleikum og fordómum, og hevur lýst føroyingar sum krevjandi móttakarar frá danska skattgjaldaranum, heldur enn at lýsa teir stóru møguleikar og avbjóðingar, sum standa fyri framman í einum sjálvstøðugum Føroyum.

Hetta staðfestir, at føroyingar ikki hava nakra politiska javnstøðu í altjóða fólkarætti. Tí lýsir samráðingargongdin júst tørvin á, at føroyska tjóðin nú fær evsta valdið og fulla ábyrgd fyri egnum viðurskiftum.

Landsstýrið er sannført um, at tað fer at eydnast at koma burturúr teirri óvirðiligu støðuni í samráðingunum og miðar eftir at fáa samráðingarnar um sáttmálauppskot landsstýrisins lidnar, so úrslitið kann leggjast fyri Løgtingið og til fólkaatkvøðu, eftir at sáttmálin er undirskrivaður. Landsstýrið hevur biðið um samráðingarfund við stjórnina í Føroyum skjótast gjørligt eftir summarfrítíðina.

Tær mongu skeivu útleggingar av landsstýrisins ætlanum og sáttmálauppskotinum eiga tá at broytast frá partapolitiskum stríði til eina realitetsviðgerð um framtíðarmøguleikar Føroya.

Samstundis, sum samráðingarnar verða gjørdar lidnar, brúkar landsstýrið miðvíst orku til at fyrireika føroyska samfelagið til eina skiftistíð og til fult sjálvbjargni. Millum onnur verða hesi stig tikin fyrst í tingsetuni:

Uppskot um ein búskaparligan skiftisgrunn verður lagt fyri Løgtingið. Grunnurin skal hýsa teimum upphæddum, sum skulu nýtast í skiftistíðini. Grunnurin kann samskipast við tann búskapargrunnin, sum uppskot er um í Hvítubók, og sum ætlanin er at stovna í sambandi við møguligar inntøkur av ráevnisvinnu.

Í fyrsta umfari er tó talan um ein beinleiðis skiftisgrunn, ið fer at geva landsstýri og løgtingi møguleika at legga eina egna, trygga skiftistíð til rættis yvir eitt ávíst áramál.

Uppskot um at víðka føroysku útbúgvingarstuðulsskipanina til allar lesandi føroyingar uttanlands verður lagt fyri Løgtingið. Landsstýrið skjýtur upp, at útbúgvingarstuðulin verður á sama stigi sum danski SU-stuðulin.

 

Fíggjarligu karmar Føroya

Ein sera týdningarmikil sannroynd er komin á borðið eftir seinasta samráðingarfund í Keypmannahavn 17. mars. Á fundinum varð greitt sagt, at um danska stjórnin metir, at føroyska livistøðið mált í bruttotjóðarúrtøku pr. íbúgva verður hægri enn í amtum í Danmark, so verður heildarveitingin til Føroya minkað. Á fundinum vísti stjórnin somuleiðis á, at Føroyar, eftir hesum máti, longu eru ájavnt ella á hægri stigi enn eitt nú Bornholms Amt.

Henda upplýsing, sum framsøgumaðurin hjá danska javnaðarflokkinum síðani hevur endurtikið í donsku fjølmiðlunum, er sera týdningarmikil. Hann sigur okkum, at valið stendur ikki millum fullveldi við hørðum búskaparligum krøvum, mótvegis einum heimastýri við donskum peningaveitingum.

Valið hjá føroyingum stendur hinvegin ímillum:

  1. Fulla ábyrgd og fult sjálvræði við einum sáttmála um búskaparliga skiftistíð fyri danskar peningaveitingar til Føroya.
  2. Ella framhaldandi heimastýri uttan fult sjálvræði og uttan fulla ábyrgd, har skiftistíðin verður framd av donskum myndugleikum, uttan at vit hava ræðið á gongdini.

Búskaparnevndin í Hvítubók vísti á, at føroyingar undir øllum umstøðum skulu laga seg búskaparliga til eitt samfelag uttan blokkstuðul úr Danmark, tí hetta kann skapa ein sjálvberandi og tryggari búskap. Tað sama siga flestu danskir búskaparfrøðingar.

Tí er tað sostatt bert ein spurningur um, hvussu vit semjast um at seta sáttmálauppskot landsstýrisins í verk, soleiðis at føroyski veljarin kennir seg tryggan at taka við avbjóðingini.

 

Gongdin í fullveldismálinum

Landsstýrið varð skipað við einum samgonguskjali, sum púra greitt ásetti, at Føroyar skuldu skipast sum suverenur statur – sum fullveldisríki. Hetta skuldi gerast samsvarandi íslendsku skipanini frá 1918 til 1944 – í eini kongs- og gjaldoyrasamgongu við Danmark, har ríksiborgarar hjá báðum pørtum høvdu full rættindi hvør hjá øðrum.

Landsstýrið fór til samráðingar um bankamálið í juni 1998, har landsstýrið gjørdi stjórnini greitt, at uppgerðin um bankamálið bert var ein partur av eini politiskari heildarætlan um fult føroyskt sjálvstýri. Tí varð í grein 9 í avtaluni ásett – eftir langa politiska togtogan - at vit skuldu samráðast um eitt upplegg frá landsstýrinum um føroyskt fullveldi, og at vit harundir skuldu samráðast um eina búskaparliga skiftisskipan, ið miðaði eftir einum sjálvberandi føroyskum búskapi.

Landsstýrið legði í august 1998 uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, sum skuldi tryggja undirtøkuna fyri landsstýrisins arbeiði í sjálvstýrismálinum.

Landsstýrið royndi á fleiri fundum við andstøðuna at fáa eina semju um eitt uppskot, sum var ein prinsippavgerð um at samráðast um fult føroyskt sjálvræði.

Løgtingið samtykti uppskotið um samráðingarnar við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti.

Uppskotið varð samtykt soljóðandi:

"Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið fer undir at fyrireika og taka upp samráðingar við ríkisstjórnina um ein sínámillum sáttmála millum Føroyar og Danmark soleiðis, at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi. Sáttmálin skal áseta karmarnar fyri samstarvinum millum londini frameftir. Landsstýrið leggur úrslitið av fyrireikingunum fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina."

Síðani setti landsstýrið allar neyðugar útgreiningar í verk við arbeiðinum í Hvítubók – har nevndirnar eisini kannaðu onnur uppskot.

Stjórnin legði síðani á fleiri fylgjandi fundum millum landsstýrið og ráðharrar dent á, at landsstýrið skuldi gera uppleggið, og at hon ikki vildi veita nakra hjálp á embætisstigi til útgreiningar og kanningar. Hon vildi ikki leggja seg út í føroysku avgerðina, varð sagt.

Eftir at Hvítabók varð viðgjørd í Løgtinginum, varð farið undir at smíða eitt ítøkiligt samráðingargrundarlag, sum síðani varð viðgjørt á óformligum fundum millum allar flokkar á Løgtingi.

Síðani varð samráðingaruppleggið latið uttanlandsnevnd løgtingsins, har allir flokkar gjørdu viðmerkingar til samráðingargrundarlagið. Allir flokkar í uttanlandsnevndini søgdu seg vilja hava evsta vald til Løgtingið.

Eitt ítøkiligt sáttmálauppskot varð gjørt, júst soleiðis sum avtalað varð við stjórnina.

Samstundis gjørdi landsstýrið eitt uppskot til samráðingarkarmarnar og tíðarætlan fyri samráðingarnar – sum avtalað varð millum stjórnina og landsstýrið.

Landsstýrið hevur sent stjórnini alt tilfar – Hvítubók, samráðingarupprit og annað - og sendi eisini stjórnini sáttmálauppskot og tíðarætlan fyri samráðingarnar.

Landsstýrið mælti til fyrst at samráðast um allar teir partar av sáttmálanum, sum ikki viðgjørdu búskapin, og síðani at viðgera búskaparpartin seinast í samráðingunum.

Landsstýrið legði dent á, at neyðugt var at samráðast í trúnaði, og at báðir partar eftir hvønn fund samdust um at gera niðurstøðurnar.

Serliga legði landstýrið dent á at samráðast um búskaparpartin í trúnaði, tí hetta evnið kundi skjótt elva til mikið rok og ótryggleika, sum kann hava stóra ávirkan á føroyska búskapin. At samráðast í trúnaði er vanlig mannagongd allastaðni í heiminum, sjálvt tá samráðst verður um eitt nú minni handilssáttmálar.

 

Samráðingargongdin

Landsstýrið er sera ónøgt við samráðingargongdina, tí hon hevur víst eina sera skeiva samráðingarstøðu millum partarnar. Av trimum fundum er tað bert ein fundur, har talan hevur verið um realitetsviðgerð av sáttmálauppskoti landsstýrisins. Á hinum fundinum hevur meira verið talan um útmeldingar til fjølmiðlarnar. Serliga er tað ónøgtandi, at ongin samráðing er farin fram um búskaparligu skiftistíðina, men einvegis útmeldingar til fjølmiðlarnar eru endurtiknar.

Niðanfyri verður stutt greitt frá gongdini á teimum trimum fundunum.

 

1. fundur, 17. mars 2000:

 

2. fundur, 2.mai 2000:

 

 

3. fundur, 15. juni 2000:

 

Komandi fundur:

 

 

Løgmál

Landsstýrið hevur ásannað, at alt ov nógv lógaruppskot, sum eru løgd fyri Løgtingið seinastu árini, hava ikki verið nóg væl viðgjørd. Hetta ger seg galdandi fyri politisku eins væl og umsitingarligu viðgerðina.

Eitt nú hevur politiska endamálið við lógaruppskotinum í nógvum førum ikki verið nóg væl lýst.

Tað sama hevur ofta gjørt seg galdandi viðvíkjandi fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingunum av uppskotunum.

Úrslitið av hesum er ofta, at spurningurin um, hvussu lógirnar skulu tulkast, er meira ógreiður enn neyðugt, og er hetta ein trupulleiki við atliti til rættartrygdina hjá borgarunum.

 

Lógarforum og herd krøv til lógarsmíð

Seinasta heyst gjørdi landsstýrið tí av at tilevna ein lógarpolitikk.

Ein bólkur av embætisfólki umboðandi Løgmansskrivstovuna og øll aðalstýrini varð settur at viðgera løgfrøðilig mál í miðfyrisitingini – eitt sonevnt "lógarforum". Eitt nú hevur bólkurin viðgjørt spurningar sum krøv til lógarsmíð og fyrisitingarrættarligar spurningar.

Fyribils er úrslitið av arbeiðinum hjá embætismannabólkinum eitt rundskriv um krøv til viðmerkingar til lógaruppskot, sum verða løgd fyri Løgtingið.

Í krøvunum verður ásett, at øll lógaruppskot skulu viðgera fíggjarligar, búskaparligar, umsitingarligar og umhvørvisligar avleiðingar av lógaruppskotinum. Hesar avleiðingar skulu lýsast og metast í mun til:

Rundskrivið, sum er galdandi fyri tey lógaruppskot, ið landsstýrið ger, kemur í gildi frá hesi tingsetuni.

Ætlanin er, at embætismannabólkurin framhaldandi skal arbeiða við at menna løgfrøðiliga arbeiðið í miðfyrisitingini.

Viðvíkjandi menningini av føroyskari løgfrøði annars verður víst til arbeiðið hjá grundlógarnevndini, har stig eru tikin til at seta løgfrøðisgransking og útbúgving á stovn í Føroyum.

 

Øll lóggáva á internetið

Eitt annað, ið kann betra munandi um rættartrygdina hjá borgarunum, er møguleikin á lættasta hátt at fáa kunnleika til lóggávuna, sum er galdandi í Føroyum.

Løgmansskrivstovan hevur tí seinastu tvey árini arbeitt við at gera alla galdandi føroyska lóggávu teldutøka.

Úrslitið av hesum er, at galdandi føroyska lóggávu væntandi verður á internótini um stutta tíð.

Arbeitt verður framhaldandi við at menna skipanina soleiðis at hon, umframt at fevna um tað, ið verður kunngjørt í Kunngerðasavninum, eisini skal fevna um dómar og prinsippiellar umsitingarligar avgerðir.

 

Skrásetingarlóggáva

Landsstýrið setti sær fyri í samgonguskjalinum at endurskoða lógirnar um edv-skráir.

Hetta arbeiðið verður nú gjørt liðugt, og uppskot til nýggja løgtingslóg um skráseting verður væntandi løgd fyri Løgtingið í heyst.

Í arbeiðinum við at endurskoða lógirnar um edv-skráir hevur útgangsstøðið verið tikið í royndunum hjá Skrásetingareftirlitinum av skráseting í Føroyum, umsitingarligu royndunum av almennari skráseting í Føroyum, og nýggjum avbjóðingum innan lóggávu, eftirlit og umsiting í sambandi við kunningartøkni og í samband við alnótina.

 

Navnalóggáva

Landsstýrið hevur eisini arbeitt við at endurskoða navnalógina, og er hetta arbeiðið komið so væl áleiðis, at uppskot til broytingar í lógini kunnu leggjast fyri Løgtingið í heyst.

Í arbeiðinum at endurskoða navnalógina hevur útgangsstøðið verið tikið eitt nú í spurningum, um reglurnar um fornøvn eiga at verða broyttar soleiðis, at eisini onnur fyrilit enn bert tey málfrøðiligu skulu havast í huga, tá avgerð um góðkenning av nøvnum verður tikin. Eisini er dentur lagdur á, at reglurnar um vard eftirnøvn verða orðað nágreiniliga, og at lógin skal gerast umsitingarliga lættari at arbeiða við.

 

Veddingarlóggáva

Landsstýrið metir, at veddingarlóggávan eigur at verða endurskoðað.

Í hesum sambandi er ætlanin at seta nevnd at endurskoða lóggávuna og skipanina viðvíkjandi føroyskari vedding.

Í arbeiðssetninginum fær nevndin til uppgávu at koma við uppskoti um, hvussu føroysku veddingarnar kunnu skipast sum ein føroysk landsvedding.

 

Útlendingalóggáva

Løgtingið samtykti í farnu tingsetu ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar galdandi donsku útlendingalóg við smærri broytingum.

Landsstýrið metir ikki, at skipanin á økinum er nøktandi, men valdi at leggja málið fyri Løgtingið, tí at galdandi danska útlendingalógin er ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu verða við í Schengen-samstarvinum um passfrælsi.

Væntandi verður Schengen-sáttmálin lagdur fyri Løgtingið seint í ár ella fyrst í komandi ári.

Samstundis er løgdeildin í sambandi við fullveldisætlanini farin undir at fyrireika sjálvstøðuga, føroyska útlendingalóggávu og umsiting.

Hetta arbeiðið fevnir eisini um eina neyva viðgerð við uppskoti til ein føroyskan útlendinga- og flóttafólkapolitikk.

 

Løgreglumál

Løgdeildin fyrireikar somuleiðis, hvussu ein sjálvstøðug føroysk løgregla skal umsitast. Í hesum sambandi hevur millum annað verið fundur millum landsstýrismannin og Føroya Politistafelag.

 

 

Norðurlandamál

Landsstýrið hevur lagt stóran dent á at gera Føroyar sjónligari og meira virknar í norðurlendskum politikki.

Landsstýrismaðurin hevur skotið upp, at samstarvið hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharrastovninum við grannaøkini verður víðkað til eisini at fevna um grannaøkini hjá Útnorðurlondunum. Hetta eru Hetland, Orkneyoyggjar, Hebridurnar, Skotland, Írland og Kanadisku økini vestanfyri.

Í hesum sambandi eru fyrireikingar gjørdar til eina stóra ráðstevnu í Føroyum um havumhvørvi og burðardygga tilfeingisnýtslu í Norðuratlantshavi, sum skal vera í juni 2001. Fiskimálaráðharrar og umhvørvismálaráðharrar úr øllum norðurlondum og londunum kring Norðuratlantshav verða bordnir at luttaka.

Á fundum millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar hevur løgmaður skotið upp, at Norðurlandaráðið stuðlar eini granskingarætlan um veðurlagsbroytingar og streymviðurskiftir í havinum. Føroyski granskarin Bogi Hansen hevur gjørt uppskotið, og pengar eru nú játtaðir til hesa ætlan, sum eigur at hava høvuðsstøð í Føroyum.

Landsstýrið fer at gera uppskot um, at Føroyar gjalda sín lutfalsliga part til norðurlendska samstarvið. Talan er um eina árliga upphædd upp á millum eina og tvær milliónir krónur.

 

 

Fíggjar- og búskaparmál

Føroyski búskapurin er framvegis í stórum vøkstri. Tí er tað, sum mangan er víst á, neyðugt at fylgja neyvt við gongdini í búskapinum. Tað vísir seg, at tann størsti vøksturin í virkseminum og serliga í byggivirkseminum er í miðstaðarøkinum.

Tað er av alstórum týdningi, at rikin verður ein strammur fíggjarpolitikkur, og at almennu íløgurnar ávirka virksemið í landinum sum minst.

 

Búskapargongdin

Fólkatalið

Fólkatalið veksur alsamt, og mett verður, at umleið 800 fólk koma afturat í ár, so fólkatalið við árslok 2000 fer upp um 46.000. Tann størra helvtin av fólkavøkstrinum stavar frá nettotilflytingini. Fyrstu 5 mánaðirnar í ár var vøksturin í fólkatalinum 339. Nettotilflytingin var 199 fólk, og burðaravlopið 140 fólk. Øll økir uttan Sandoy og Suðuroy hava havt burðaravlop.

 

Arbeiðsloys

Arbeiðsloysið minkar støðugt, og er nú komið niður á 3-4% av arbeiðsmegini.

 

Lønarútgjaldingar

Vøksturin í lønarútgjaldingunum hesi seinastu árini hevur verið millum 7% og 10%. Hesin vøksturin sær út til at standa við. Fyrra hálvár í ár eru samlaðu lønarútgjaldingarnar 10% hægri enn sama tíðarskeið í 1999.

Í meðal hava framleiðsluvinnurnar havt ein lønarvøkstur upp á 11% í fyrra hálvári í 2000, sammett við sama tíðarskeið í 1999.

Lønarútgjaldingarnar í fiskiskapinum fullu frá 1998 til 1999 við 7%, men í fyrra hálvári í ár er aftur ein vøkstur upp á 9% sammett við sama tíðarskeið í 1999. Vøksturin í lønarútgjaldingunum í fiskivinnuídnaðinum og ídnaði annars heldur fram, og er ávikavist 11% og 19% hægri í fyrra hálvári í ár enn sama tíðarskeið í 1999.

Størsti vøksturin í lønarútgjaldingunum er tó í byggivirksemi, sum í fyrra hálvári í ár var 27% hægri enn fyrra hálvár í fjør.

Minsti vøksturin var í lønarútgjaldingum til almennar tænastur, sum vuksu við 6%, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

Innflutningurin

Rættiliga stórur vøkstur hevur verið í innflutninginum seinastu árini. Innflutningurin vaks frá 1997 til 1998 við 10% og frá 1998 til 1999 við 16%.

Tøl eru enn bert tøk fyri 1. ársfjórðing í ár, og tey vísa, at samlaði innflutningurin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár er 32% størri enn somu tíð í fjør. Størsti vøksturin er í innflutninginum av brennievni v.m., sum 1. ársfjórðing í ár er vaksin við 101 mió. kr. ella 131% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin av skipum var 1. ársfjórðing 68 mió. kr. ella 118% størri enn sama tíðarskeið í fjør.

Taka vit hesar bólkarnar burtur úr, er samlaði innflutningurin 15% hægri 1. ársfjórðing í 2000 enn somu tíð í fjør.

Annars heldur tann stóri vøksturin fram í innflutninginum av tilfari til byggivinnuna, aðra framleiðslu og av maskinum, har vøksturin var ávikavist 21%, 16% og 16%.

Innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaks frá 1998 til 1999 við 6%, meðan vøksturin í fyrsta ársfjórðingi í 2000 var 16% størri enn í somu tíð í fjør. Harafturímóti sær út til, at tann stóri vøksturin í innflutninginum av bilum er steðgaður. Innflutningurin av persónbilum var 7% minni í 1. ársfjórðingi í ár, sammett við somu tíð í fjør.

 

Útflutningurin

Útflutningurin uttan skip hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini. Útflutningurin vaks frá 1997 til 1998 við 14% og frá 1998 til 1999 við 11%. Útflutningurin fyrstu 5 mánaðirnar í 2000 er 10% hægri enn sama tíðarskeið í 1999.

Sum kunnugt, hevur fiskiskapurin verið góður og prísirnir høgir, og enn er rættiliga stórur vøkstur í útflutningsvirðinum.

Fyrstu 5 mánaðirnar í 2000 er útflutningsvirðið av ísaðum og frystum fiski minkað við 9% sammett við sama tíðarskeið í fjør, meðan fryst og ísað fiskaflak er vaksið við 19%, og her er tað serliga virðið av flaki í smápakningi, sum er vaksið við heilum 27%.

Vert er at leggja til merkis tann stóra vøksturin í útflutninginum av laksi. Í 1997 var útflutningurin av laksi og sílum 402 mió. kr., í 1998 450 mió. kr. og í 1999 882 mió. kr. Útflutningurin 5 teir fyrstu mánaðirnar í ár er tann sami sum somu tíð í fjør.

Tey fiskasløgini, sum telja niðureftir í útflutningsvirðinum fyrstu 5 mánaðirnar eru serliga rækjur og ídnaðarfiskur. Tað stóra fallið í ídnaðarfiskinum var frá 1998 til 1999, tá útflutningsvirðið minkaði við 68%. Men tann ógvusliga minkingin í útflutningsvirðinum av ídnaðarfiski sær nú út til at vera steðgað.

Kappingarførið hjá útflutningsvinnuni er munandi batnað seinastu árini. Tað er av týdningi, at gongdin í lønarhækkingum verður hóvlig tey komandi árini, so kappingarførið ikki aftur versnar sammett við tey lond, sum okkara útflutningsvinna kappast við.

 

Handilsjavnin

Yvirskot hevur verið á handilsjavnanum øll 90-árini, men hart trýst hevur verið á handilsjavnanum seinastu árini. Búskaparvøksturin hevur verið stórur, og hóast útflutningurin er vaksin, er innflutningurin vaksin meira. Innflutningurin til beinleiðis nýtslu hevur verið stórur, men serliga er tað innflutningur til byggivinnuna og aðra vinnu, sum hevur verið serliga stórur. Harafturat eru fleiri stór skip komin í flotan, og oljuinnflutningurin er vorðin meira enn dupult so dýrur.

Úrslitið er, at avlopið er minkað. Í 1. ársfjórðingi í ár eru tó 68 mió. kr. í avlopi á handilsjavnanum, tá skip ikki eru tald við. Verða skipini tikin við, er avlopið 11 mió. kr.

 

 

Landskassin

Ferðin á búskapinum sæst aftur í inntøkum landskassans. Í 1999 var yvirskotið á fíggjarlógini 648 mió. kr., og broytist verandi gongd ikki stórvegis, kann roknast við einum minst líka stórum yvirskoti í 2000. Bæði skatturin og avgjøldini eru higartil í ár væl hægri, enn mett á fíggjarlógini fyri 2000.

Fyribilsskatturin hjá landskassanum í fyrra hálvári í 2000 er 61 mió. kr. ella 13% hægri enn sama tíðarskeið í 1999.

 

Búskaparpolitikkur

Fíggjarpolitikkurin hevur stórt sæð verið at halda aftur í vøkstrinum í útreiðslunum á fíggjarlógini.

Íløgutørvurin hevur verið og er stórur, men hóast tað og stóran búskaparvøkstur hevur borið til at halda aftur í almennu íløgunum. Arbeitt verður við eini langtíðaríløguætlan fyri landskassan, sum skal samskipast við eina langtíðaríløguætlan hjá kommununum. Ætlanin er at gera eina 10 ára ætlan fyri landskassan og eina 5 ára ætlan fyri kommunurnar.

Endamálið er at sleppa undan teimum stóru búskaparsveiggjunum og meira brúka almenna virksemið til at stýra búskaparligu gongdini í samfelagnum.

Tað verður hildið ráðiligt í løtuni at byggja fyri 160 – 170 mió. kr. um árið, og roynt verður at leggja íløgurnar har í landinum, sum virksemið ikki er so stórt. Tó verður neyðugt, hóast tað stóra byggivirksemi í Suðurstreymi at byrja umvælingarnar á Landssjúkrahúsinum.

Búskaparligu umstøðurnar skifta. Tí er ætlanin, at løgulætlanin skal endurskoðast hvørt ár.

Men tað er umráðandi, sjálvt um tølini verða broytt eftir umstøðunum, ikki at víkja frá sjónarmiðnum um at brúka løguætlanina sum eitt amboð at stýra búskapinum, so tað almenna ikki er við til at skumpa undir eina skeiva búskapargongd.

Almennu útreiðslurnar eru ikki minkaðar í krónum seinastu árini. Men vøksturin hevur verið minni enn vøksturin í inntøkunum. Tað hevur eydnast at økja yvirskot landskassans ár undan ári, og hevur landskassin í dag eitt sera gott gjaldføri.

Samlaða nettouttanlandsskuldin er burtur. Skuldin hjá landskassanum til danska statin er framvegis 4,5 mia. kr., men nettoskuld landskassans er umleið 3 mia. kr., tá innistandandi í Landsbankanum verður tikið við. Nettoskuld landskassans er væl lægri, um peningur, sum liggur í grunnum og virðið av Føroya Banka verður tikið við.

Eitt úrslit av rikna politikkinum er, at tað almenna er ein minni partur av samlaða búskapinum. Hetta er eitt politiskt ynski, sum hevur staðið frammarlaga hjá samgonguni.

Í hesi tingsetuni verður uppskot lagt fyri Løgtingið um ein búskaparligan skiftisgrunn, sum skal fáa sítt stovnsfæ frá danska blokkstuðlinum og ávísum serstøkum inntøkum hjá landskassanum. Grunnurin skal geva landsstýri og løgtingi møguleika fyri at leggja okkara egnu, tryggu skiftistíð til rættis yvir eitt ávíst áramál.

Nú kolvetnisskattalógin og kolvetnisskattafyrisitingarlógin eru samtyktar í Løgtinginum, er stórarbeiði gjørt liðugt á skattaøkinum. Aðrar broytingar, ið eru gjørdar á skattaøkinum, eru broytingin í avskrivingarlógini, sum skuldi rúmka um hjá vinnuni, og lækkingin av partafelagsskattinum úr 27% niður í 20%.

Hesar broytingar eru liðir í vinnuskattaábótunum, sum samgongan setti sær fyri at fremja. Tveir arbeiðsbólkar vórðu settir at arbeiða við ávikavist skatta- og avgjaldslóggávuni, og í løtuni verður mesta orkan løgd í at fyrireika broytingar í skattingini av kapitalvinningi. Endamálið er, at skatting av kapitalavkasti av íløgum verður eins uttan mun til, um íløga verður gjørd í partabrøv, lánsbrøv ella kontantan pening og uttan mun til, um kapitalavkastið verður útgoldið, so hvørt ella sum vinningur við sølu av avkastgevandi ogn.

Arbeitt verður við at seta á stovn ein virðisbrævamarknað í Føroyum. Endamálið við einum slíkum marknaði er at menna búskaparliga umhvørvið, soleiðis at uppspararin fær møguleikar fyri eisini at seta sín tøka pening í vinnuna, og á tann hátt vónandi fáa meira burtur úr. Hinvegin fær vinnan betri møguleika fyri at útvega sær eginpening.

Fyrireikingarnar eru komnar so mikið áleiðis, at Landsbanki Føroya hevur tikið ítøkilig stig til at seta á stovn eitt partafelag, ið skal reka eitt marknaðarpláss fyri partabrøv, íløguprógv og lánsbrøv. Marknaðarplássið skal skipast sum løggildur marknaður sambært lóg um virðisbrævahandil.

Partafelagið verður stovnað av einum áhugabólki, sum umboðar:

1. Virðisbrævahandlararnar (peningastovnarnar)

2. Fyritøkur (Umboð fyri fyritøkuáhugamál t.d. arbeiðsgevarafeløg og Framtaksgrunnurin)

3. Íleggjarar (Umboð fyri íleggjaraáhugamál t.d. tryggingarnar og arbeiðstakarafeløg)

4. Landsbankan/Føroya Landsstýri

Ein væl virkandi virðisbrævamarknaður hevur týdning, um tað almenna heilt ella lutvíst ynskir at selja almennar fyritøkur, herundir fyritøkur, sum tað almenna kom at eiga í sambandi við kreppuloysnirnar í 90-árunum. Landsstýrið hevur í hyggju at seta eina nevnd til at virðismeta stovnar og partafeløg, sum landið eigur. Nevndin skal gera eitt uppskot um, hvørjar av hesum ognum landið hóskandi eigur at selja, nær tað eigur at verða gjørt og í hvørjari raðfylgju.

 

 

Fiskivinnumál

Eins og undanfarnu ár verður rikin ein varin fiskivinnupolitikkur. Farið er undir at orða ein greiðan fiskivinnupolitikk, og landsstýrið miðjar ímóti at leggja eitt uppskot fram í hesi tingsetuni.

Reguleringartiltøkini skulu tryggja endamálsorðingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, so fiskastovnarnir undir Føroyum verða gagnnýttir burðardygt við fiskidøgum, stongdum økjum og friðingum á gýtingarleiðum.

Fiskidagaskipanin sum stýringsamboð verður endurskoðað á hvørjum ári í tí arbeiði, sum Skipanarnevndin ger. Skipanin tænir sínum endamáli, men veiðitrýstið er enn ov stórt. Landsstýrið má tí, eins og áður fráboðað, seta í verk tiltøk, sum hava til endamáls at laga veiðitrýstið til tað, sum fiskastovnarnir undir Føroyum tola.

Í stýringini av fiskivinnuni verður dentur lagdur á samstarvið millum veiðiliðið, framleiðsluliðið og søluliðið, økismenningina, arbeiðsumhvørvið, góðskukrøv og hagreiðingarskipanir. Framhaldandi verður neyðugt at skapa fyritreytir fyri at gera fiskirættindi meira umsetilig og at skapa rúmari ræsur í veiðiliðinum.

Fiskiveiðiavtalurnar við onnur lond fyri 2000 geva nakað minni av botnfiski, samstundis sum útlendsk veiðirættindi á føroysku landleiðini eru skerd. Størsta niðurgongdin í botnfiskakvotunum stavar frá niðurskurðinum í Barentshavinum. Fiskimøguleikarnir eftir uppsjóvarfiskasløgum eru enn góðir, men vísindaliga ráðgevingin vísir, at fleiri av ferðandi uppsjóvar fiskastovnunum eru á lægri stigi enn higartil mett, serliga norðhavssildin og svartkjaftastovnurin. Makrelfiskiskapurin er komin í eina tryggari legu eftir avtaluna millum strandalondini, og lodnustovnarnir eru støðugir.

Skipanin, ið skal forða fyri, at ov nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, hevur virkað væl. Allur fiskur, sum fer óvirkaður av landinum, skal hava verið boðin út alment í Føroyum. Landsstýrið fylgir væl við hesi gongd og hevur sum ein liður í hesi skipan víðkað møguleikarnar hjá øllum keyparum í Føroyum at bjóða upp á fiskin.

Við teimum góðu fiskaprísunum eru útlitini fyri fiskiveiðuna hjá føroyingum í 2000 enn eins góð sum í undanfarna ári. Samlaðu veiðinøgdirnar eru nakað minni, men virðið er hækkað. Fiskastovnarnir undir Føroyum eru á einum burðadyggum stigi, og umráðandi er, at hetta heldur fram, hóast ráðgevingin heldur, at upsastovnurin er verri fyri, enn fiskimenn halda, og veiðan veruliga vísir.

 

Heildarætlan

Lógin um vinnuligan fiskiskap

Lógin um vinnuligan fiskiskap er broytt. Fiskirættindi eru meira umsetilig, og veiðiloyvi verða løgd saman. Ognaðarviðurskiftini eru nú greiðari, og strangari tiltøk eru sett í verk til tess at tryggja føroysk áhugamál. Landsstýrið fer framvegis at koma við nýggjum uppskotum, ið kunnu bøta enn meira um viðurskiftini hjá vinnuni, kunnu tryggja betri eftirlit, og bøta um tryggleikan á sjónum við fylgisveinaeftirliti.

 

Burðardygd

Landsstýrið fer framvegis at reka ein varnan fiskivinnupolitik, har fiskivinnan kann bera seg við tí tilfeingi, ið grunnarnir á Føroyaleiðini og avtalur við onnur lond geva. Fiskastovnarnir undir Føroyum skulu gagnnýtast burðadygt. Hetta verður gjørt við at varðveita skipanirnar við fiskidøgum, stongdum økjum og friðingum á gýtingarleiðum. Málið er, at skipanin er so liðilig sum gjørligt, og at veiðitrýst og tilfeingið samsvarar so væl, at allir partar kunnu røkka tí besta lønseminum.

 

Fiskidagaskipanin

Fiskidagaskipanin hevur nú virkað í nøkur ár, og skipanin verður á hvørjum ári eftirkannað. Skipanin tænir sínum endamáli og er ein betri skipan enn kvotaskipanin, sum var galdandi fyri 1996. Dentur má leggjast á at fylgja væl við skipanini, so veiðitrýstið ikki veksur.

 

Veiðiflotin

Veiðiflotin skal hava møguleika fyri at endurnýggja seg. Ávísar endurnýggingar eru gjørdar, serstakliga í uppsjóvar- og rækjuflotanum. Hjá feskfiskaflotanum gongur nakað seinni, men samanlegging av veiðiloyvum verður ein gongd leið í framtíðini. Endamálið er, at veiðiflotin verður endurnýggjaður og verður settur soleiðis saman, at hann ber seg fíggjarlig við tí tilfeingi, sum er tókt.

 

Veiðitrýst

Veiðitrýstið á landleiðunum er ov stórt og kann tað bert minkast, um veiðiloyvi verða løgd saman og fiskirættindini verða meira umsetilig. Eisini kann trýstið minkast, um skip fáa alternativar møguleikar sum veiðu eftir gullaksi og aðrari veiðu á djúpum vatni.

Havt eigur at vera í huga, at flestu av teimum veiðimøguleikum og kvotum, sum føroysk skip hava uttan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið, sambært fiskiveiðuavtalunum við onnur lond, verður býtt um við tilfeingið á landleiðunum. Avtalurnar við onnur lond ávirka tí eisini føroysku fiskimøguleikarnar í føroyskum øki.

 

Kunningartøkni í fiskivinnuni

Tað er av stórum týdningi, at ein fiskivinnutjóð altíð hevur góð veiðihagtøl, tað verið seg avreiðingar, fiskidagar ella útlendsk veiða í føroyskum sjógvi. Til tess at bøta um støðuna á hesum øki, er farið undir at laga veiðihagtalsskipanina til nútíðar kunningartøkni, og hetta arbeiðið heldur fram, til ein haldgóð loysn er funnin.

 

Almennur stuðul

Almenni stuðulin til fiskivinnuna er nógv minkaður seinastu árini. Útreiðslukrevjandi skipanir eru broyttar, serstakliga tær sum elva til ovurorku. Framvegis eru tó skipanir, sum kunnu gerast útreiðslukrevjandi, um fiskiskapurin minkar í framtíðini. Landsstýrið fer tó at varðveita neyðuga inntøkutrygd og aðrar tíðaravmarkaðar skipanir, sum føra til menning og nýskapan.

Stuðulin til fiskivinnuna á landi er tó varðveittur. Dentur er lagdur á at stuðla skipanum við innaneftirliti og skeiðvirksemi í fiskivinnuni á landi umframt íløgur í nýskapan og innfluttan fiski.

Úrslitið hjá vinnuni er munandi betri, og hevur henda gongdin tí verið á rættari leið. Skipanin má nú takast upp til nýggja viðgerð við tí fyri eygað, at stuðulin til virking á landi minkar og síðan verður tikin heilt burtur.

 

Fiskivinnusamráðingar

Fiskiveiðisamráðingarnar í 2000 hava gingið rímiliga væl. Eitt sindur striltið gekk at fáa í lag fiskiveiðiavtaluna millum Føroyar og ES, tí ES ikki beinanvegin vildi geva størri atgongd til at fiska makrel, eins og Føroyar fingu í avtaluni við Noreg. Hetta varð kortini greitt seinni, og samanlagt hevur hetta økt um virðið av makrelveiðu okkara í útlendskum sjógvi.

 

Botnfiskakvoturnar í Barentshavinum eru minkaðar, og fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og Baltisku londini eru ikki endurnýggjaðar í 2000. Samstundis eru útlendsk skip nógv skerd í føroyskum sjógvi.

 

Grønland

Fiskiveiðiavtalan við Grønland verður meira spennandi í framtíðini, serstakliga um toskurin kemur aftur í grønlendskan sjógv. Royndarveiðan eftir svartkalva í Vesturgrønlandi er víðkað.

 

Noreg

Botnfiskakvotan er lækkað, men lodnan er við aftur í avtaluna. Veiðimøguleikarnir eftir makreli eru nógv øktir. Føroysk skip hava fingið atgongd til at fiska føroysku makrelkvotuna eisini í norskum sjógvi. Avtalað er gjørd um fylgisveinaeftirlit fyri føroysk skip í norskum sjógvi og norsk skip í føroyskum sjógvi.

 

 

Svalbard

Veiðirættindini við Svalbard eftir rækjum eru óbroytt. Botnfiskakvotan er tó lækkað í mun til MLV-ið.

 

 

Russland

Í sáttmálanum við Russland eru botnfiskakvoturnar fyri tosk og hýsu eisini minkaðar. Somuleiðis eru flatfiskakvotan og rækjukvotan lækkaðar. Føroysk skip kunnu nú aftur veiða lodnu í russiskum øki, og ein partur av hesi kvotu kann verða fiskaður í norskum sjógvi. Russland fær minni av svartkjafti í føroyskum sjógvi, og makrelveiðan er avmarkað við kvotu.

 

ES

Fiskivinnusamráðingar við ES broyttu ikki býtið millum partarnar, og kvoturnar eru tær somu sum í 1999. Tó kunnu føroysk skip nú veiða eina ávísa nøgd av føroysku makrelkvotuna í ES-sjógvi. Avtala er gjørd um fylgisveinaeftirlit fyri føroysk skip í ES sjógvi og ES skip í føroyskum sjógvi.

 

Strandalond

Samráðingar um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2000 vóru millum strandalondini Russland, Noreg, ES, Ísland og Føroyar, grundað á tilmæli frá ICES. Eftir fleiri samráðingarumfør eydnaðist eisini at gera avtalu millum strandalondini Føroyar, ES og Noreg um umsitingina av makrelstovninum í Norðuratlantshavinum.

Enn er ongin semja gjørd millum strandalondini um svartkjaftafiskiskapin, og samráðingarnar halda fram. Fiskiskapurin eftir svartkjafti er ov stórur, og tí mugu strong tiltøk setast í verk í framtíðini, um stovnurin skal varðveitast á núverandi stigi.

 

NEAFC

Fyri fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum í Norðeysturatlantshavinum eru gjørdar viðtøkur um eftirlit við fiskiskapi á víðum havi eftir sild, svartkjafti og kongafiski. Eisini er avtala gjørd um at samskipa innsavningina av veiðihagtølum. Ásetingarnar eru gjørdar við støði í havrættarsáttmálanum, ST-avtaluni um vernd og umsiting av millumøkjastovnum og víðferðandi fiskastovnum og FAO avtaluni um fiskiskap við ábyrgd.

NEAFC ásetti fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir norðhavssild og makreli fyri fiskiárið 2000, grundað á strandalandaavtaluna. Heildarveiðan av svartkjafti varð eisini ásett samsvarandi tilráðingini frá ICES.

NEAFC ásetti eisini heildarveiðina eftir kongafiski í Irmingarhavinum, men her er ikki semja millum strandalondini Føroyar, Grønland og Ísland um hesa skipan. Neyðugt er at gera framhaldandi kanningar av hesum stovni, so staðfestast kann, um tað er sami kongafiskur, sum er á djúpum vatni í Irmingarhavinum og á landgrunninum hjá strandalondunum.

Fiskiskapurin á djúpum vatni varð eisini viðgjørdur, og samtykt varð at gera eina betri fráboðanarskipan fyri hesa veiði.

 

NAFO

Fyri NAFO skipanarøkið í Norðurvesturatlantshavinum eru viðtøkur ásettar um fiskiskapin uttan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið hjá strandalondunum Kanada og Grønlandi.

 

Fyri Føroyar hevur rækjuveiðan størsta týdningin, og nú verður roynt at tálma ta vaksandi veiðuna. Hetta verður møguliga gjørt við at áseta MLV og kvotur á økinum komandi ár. Toskabann er framvegis á Flemish Cap. Svartkalvakvotan er óbroytt í mun til 1999.

NAFO hevur ásett reglur um tiltøk móti londum, sum veiða í økinum, og sum ikki eru limir í NAFO. Eisini eru reglur um tekniskar reguleringar, fiskiveiðieftirlit, reglur um fylgisveinaeftirlit og eygleiðaraskipan, reglur um trætur og mótmæli móti ásetingum, um fyrivarni í fiskiskapinum, kvotuáseting og áseting av fiskirættindum og um langtíðarleigu av skipum.

 

NASCO

Støðan hjá laksastovnunum í Norðuratlantshavinum er sera vánalig, og veiðan hevur ongantíð verið so lítil sum nú. Vísindaliga tilráðingin er at halda veiðuni á so lágum stigi sum gjørligt, og sera nógv tiltøk eru sett í verk til tess at verja laksastovnin. Føroyar og Grønland hava gingið á odda í arbeiðinum at verja laksastovnin og at halda veiðuna á so lágum stigi sum gjørligt.

Nógvar orsøkir eru til, at laskastovnarnir eru so illa fyri. NASCO samtykti á seinasta ársfundinum at fyrireika eitt 5-ára kanningararbeiði, ið serliga skal fevna um kanningar av laksi á sjónum, og sum øll limalondini skulu seta í verk.

Føroyar vildi ikki ganga við til ein niðurskurð aftur í 2001, og tí hevur NASCO ikki eins og undanfarnu árini ásett eina kvotu fyri føroyska laksafiskiskapin. Eingin semja fekst um hetta, og kunnu føroysk skip nú fiska tað, sum verður mett at verða burðadygt fyri stovnarnar í føroyskum sjógvi og eftir tilráðingini hjá ICES. Føroyskir myndugleikar kunnu tí áseta ta veiðu, sum eftir fyrivarnisregluni verður mett at vera skynsom at veiða í føroyskum sjógvi.

 

Baltisku londini

Striltið gongur at fáa nakrar veruligar avtalur við baltisku londini, tí tey hava ikki skip til fiskiskap í føroyskum sjógvi. Partarnir høvdu eitt samráðingarumfar fyri 1999, men onki veruligt innihald er í avtalunum. Semja er tó um, at rammuavtalurnar skulu vera í gildi, og at sáttmálar skulu gerast á hvørjum ári, so møguleikarnir standa opnir, tá fiskastovnarnir í Eystursjónum gerast lívfrøðiliga betri fyri.

 

Uppsjóvarveiða

Veiðimøguleikarnir eru teir somu eftir uppsjóvarfiskasløgum sum norðhavssild, svartkjafti og lodnu. Tó kann roknast við, at sildafiskiskapurin og svartkjaftafiskiskapurin fer at minka, men at lodnuveiðan verður størri við teimum víðkaðu veiðimøguleikunum í norskum og russiskum sjógvi. Veiðivirðið av uppsjóvarfiskasløgum og ídnaðarfiski er rímuliga støðug, og tá ein vaksandi partur fer til matnað, eru útlitini rímulig.

 

NAMMCO og hvalaveiðimál

Støðan hjá landsstýrinum er, at súgdjór í havinum eiga at verða gagnnýtt á burðardyggan hátt, og landsstýrið virkar fyri øktum samstarvi við aðrar tjóðir á hesum øki. Dentur verður lagdur á viðurskifti, sum ávirka hval og kóp.

Føroyska millumlandasamstarvið um burðardygga umsiting av súgdjórum í Norðuratlantshavi fer fram í NAMMCO, sum ásett í havrættarsáttmálanum. Harumframt er karmur gjørdur um vísindaligt samstarv, sum skal tryggja burðardygga gagnnýtslu av súgdjórum í føroyskum sjóøki. NAMMCO hevur í 1999 samtykt at seta kanningar í verk í hesum árinum um nebbafisk og sildreka. Føroyar eru við í hesum kanningum í samstarvi við Noreg og Ísland. Haraftrat verða kanningarnar víðkaðar í 2001 við hvalateljingum og kanningum av hvessingi og springara, ið verða veiddir á føroyskum øki.

Grindahvalurin er ikki hóttur, og grindadráp heldur fram. Støða eigur at vera tikin til, um Føroyar skulu fara undir at veiða smáhval sum døgling og sildreka, tá tað er vísindaliga staðfest, at hesir stovnar ikki eru hóttir í Norður Atlantshavi. Kanningarnar, sum eru settar í verk, fara at gera sítt til, at ein skilagóð avgerð fæst í hesum máli.

 

Onnur veiða

Føroysk skip fáa aftur í ár royndarloyvi at veiða tunfisk í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi. Hetta kann gerast eitt gott ískoyti til búskapin, um hesin fiskiskapur veruliga kann fara fram einar 4 mánaðir um árið. Skipanin við avmarkaðari royndarveiðu við útlendskum skipum í føroyskum sjógvi verður avmarkað. Samstarv er avtalað við Ísland um at loyva avmarkaðari royndarveiði í ávikavist føroyskum og íslendskum sjógvi.

 

Fiskiveiðieftirlit

Byggingin av nýggja vaktarskipinum á Myklebust Mekaniske Verksted í Noreg hevur gingið eftir ætlan, og verður skipið handað 2. oktober í ár. Skrokkurin, sum er bygdur á Klevens skipasmiðjuni í Noreg, var liðugur seinast í apríl í ár, og verður skipið bygt liðugt á Myklebust skipasmiðjuni. Skipið verður væl útgjørt til eftirlit og bjarging. Tað hevur, sum tað fyrsta, eitt hitasøkjandi leititól, sum við infrareyðum strálum kann leita eftir fólki og lutum á sjónum. Við tveimum stórum skipum verður fiskiveiðieftirlitið og bjargingartænastan munandi betri. Arbeitt verður við at samskipa tyrlutilbúgvingina til bjarging, sjúkraflutning og ferðaflutning.

Frá 1. januar 2000 skuldu føroysk skip, sum fiska í ES og norskum øki og norsk og ES skip í føroyskum sjógvi, verða undir fylgisveinaeftirliti. Somuleiðis skulu føroysk skip í russiskum sjógvi verða við í hesi skipan frá 1. juni í ár. Ætlanin er at víðka hesa skipan til at fevna um øll føroysk skip á øllum økjum.

 

Tilbúgving á sjónum

Síðani verkætlanin um tilbúgving fyri Føroyar varð sett í verk, hevur arbeiðið verið skipað av einum stýrisbólki, ið er mannaður við aðalstjórunum í Fiskimálastýrinum, Heilsumálastýrinum, Vinnumálastýrinum, løgmansstjóranum og landfútanum, einum verkætlanarbólki við umboðum fyri Vinnumálastýrið, Løgmansskrivstovuna og Brunaumsjón Landsins og 3 katalysatorbólkum. Katalysatorbólkur 2 snýr seg um skip, ferjur og bátar. Deildarstjórin fyri Fiskiveiðueftirlitið hevur verið formaður í hesum bólkinum, og hinir limirnir hava umboðað áhugapartarnar innan øll økini við atliti at tilbúgvingarætlanini.

Arbeiðið við at fyrireika tilbúgvingina á sjónum er komið so mikið ávegis, at landsstýrið hevur viðgjørt málið og tikið støðu til leiðslubygnaðin fyri MRCC (Maritime Rescue Coordination Center). Henda støðin verður í Fiskimálastýrinum undir leiðslu av Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Skipanin verður víðkað til eisini at fevna um havumhvørvi og uppgávur í sambandi við oljudálking v.m. Verkætlanin fyri MRCC skal gerst liðug. Ásetast skal, hvør skal manna skipanina, hvat málið er, og ein tíðarætlan skal gerast.

Verkætlanin má taka fyrivarni fyri, at oljuboringin kann byrja, tí hetta er tengt at loyvunum til oljufeløgini. Tá má eitt MRCC undir føroyskari leiðslu vera skipað við neyðugari manning og útgerð, og neyðug tilbúgving á sjónum og tyrlutilbúgving má vera tøk til endamálið. Fiskimálastýrið hevur í dag neyðug skip og útgerð, men spurningurin um tyrlutilbúgvingin er ikki endaliga greiddur. Haraftrat mugu avtalur gerast við londini kring okkum um eina skiftistíð og um samstarvið í framtíðini.

Verandi MRCC í Føroyum byggir á eina avtalu millum landsstýrið og donsku myndugleikarnar, og er samstarvið nærri ásett í eini avtalu millum Færøernes Kommando og Fiskimálastýrið. Henda skipan er undir ábyrgd landsstýrisins, men hon er løgd til Færøernes Kommando at leiða. Skipanin snýr seg um leiðslu av sjóbjarging við verandi útgerð. Vaktar- og Bjargingartænastan er partur av hesi skipan.

Verkætlanarbólkurin, herundir katalysatorbólkur 2, mælir til, at Fiskimálastýrið (fiskiveiðieftirlitið, herundir vaktar- og bjargingartænastan) skal hava leiðsluna av eini komandi MRCC í Føroyum. Somuleiðis verður mælt til, at skipanin verður víðkað til eisini at fevna um kolvetnisvirksemi á føroyskum sjóøki, og at neyðugar íløgur verða gjørdar í bygningar, manning og útgerð samsvarandi nýggja tørvinum.

Í nýggja bygnaðinum skal Vaktar- og Bjargingartænastan hava leiðsluna av MRCC, meðan Færøernes Kommando skal verða partur av samstarvinum. Í fyrstani er tó neyðugt, at hildið verður fram við verandi leiðsluformi, til høli og manning eru fingin til støðina. Neyðugt er tí, at avtalur verða gjørdar millum føroyskar og danskar myndugleikar um eitt framhaldandi víðkað samstarv. Í hesum sambandi skal eisini havast í huga, at Færøernes Kommando ætlandi flytir niðan í Mjørkadal á heysti 2001.

Sjóvinnumál

Fyri nøkrum árum síðan varð ein skipan við leiguskráseting (bareboat chartering) sett í verk. Endamálið er at menna kappingarførið hjá handilsskipum og at veita føroyskum og útlendskum fiskiskipum við føroyskum áhugamálum lættari atgongd til fiskikvotur. Føroysk skip, sum eru skrásett undir fremmandum flaggi, hava verið við til at gagnnýta ónýttar fiskikvotur, og hetta hevur givið eitt gott íkast til føroyska búskapin. Dentur hevur verið lagdur á at loyva leiguskráseting, har fiskiveiðimøguleikarnir ikki verða fullnýttir.

Fyri at lúka nýggju krøvini hjá IMO, og tað vaksandi eftirlitið við handils- og fiskiskipum, eru broytingar framdar í manningarlógini og tilhoyrandi fyriskipanum. Eisini eru komnar nýggjar reglur um vaktarhald á skipum, og serlig útbúgvingarkrøv verða sett teimum, ið sigla við ferðamannaskipum. Skipanin um trygdarskeiðum fyri sjómenn er sett í verk, og við nýggju trygdarmiðstøðini í Klaksvík er málið, at allir sjómenn innan apríl 2001 hava tikið hetta skeið.

 

Føroyska altjóða skipaskrásetingin (FAS)

Ávísar broytingar eru gjørdar í FAS-skipanini. Áhugi er fyri at skráseta útlendsk skip undir føroyskum flaggi til eitt nú frálandavinnuna. Skipanin kann gerast uppaftur betri, um ávísar ábøtur verða framdar í skatta- og avgjaldstreytunum.

 

Skipaeftirlit

Landsstýrið setti sær sum mál í mai 1998 at yvirtaka skipaeftirlitið. Ein nevnd hevur síðani arbeitt við at gera uppskot um, hvussu hetta kann gerast. Nevndin fer at leggja uppskot fram í summar, og landsstýrið skal síðan taka støðu í málinum. Lóggávan fevnir um tryggleikan á sjónum og tær uppgávur, sum eru í sambandi við hetta. Eisini verður gjørd ein skipan um føroyskan limaskap í altjóða havfelagsskapinum IMO.

 

 

 

Vinnumál

Í vinnupolitikkinum verður sagt frá, at orðaður verður vinnugreinapolitikkur fyri tey ymisku økini í neyvum samstarvi við vinnuna og onnur áhugað. Orðaður er vinnugreinapolitikkur fyri alivinnuna, og Vinnumálastýrið er júst liðugt at orða ein ferðavinnupolitikk, sum verður lagdur fyri Løgtingið til orðaskifti. Eisini er komið væl ávegis við at orða ein kunningartøknipolitikk.

 

Vinnuframi

Í heyst verður lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um avtøku av ymiskum grunnum - Menningargrunninum, Ídnaðargrunninum og Veðhaldsgrunninum - samstundis sum grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál verður gjørdur rættur eksternur grunnur. Tá verður møguleiki fyri so hvørt at raðfesta tey økir, sum hildin vera at hava størsta týdningin fyri menningina av føroyskari vinnu.

Hildið verður fram við miðvísa arbeiðinum at menna føroyskan útflutning m.a. gjøgnum styrktu Menniningarstovuna.

 

Kapping

Í 1997 varð ein kappingarlóg samtykt, og Kappingarráð varð valt. Kappingarráðið hevur, tað stuttu tíð tað hevur virkað, havt ein týðandi leiklut í at fremja kapping. Hetta er gjørt við tiltøkum ímóti skaðiligum kappingaravmarkingum. Sjálvt um føroyski marknaðurin er lítil, er greitt, at munagott kappingareftirlit hevur stóran týdning fyri at styrkja virkisførið í framleiðslu og handli av vørum og tænastum.

Kappingarlógin er eitt týðandi vinnupolitiskt amboð, og verður lógargrundarlagið endurskoðað og støða tikin til, um føroyska kappingarlógin skal byggja á forboðsmeginregluna, og um skipast skal fyri einum samanleggingareftirliti.

 

Føroyar sum tænastu- og tilfeingisdepil

Kommunur gera íløgur í dýping og nýgerð av havnum, og privatir gera íløgur í frystigoymslur og onnur virkir. Føroyar verða tí framhaldandi mentar sum ein týðandi tænastu- og tilfeingisdepil í Norðuratlantshavinum.

 

Handil, ídnaður og tænastuvirksemi

Handil, ídnaður og tænastuvirksemi er í vøkstri og innan hesar vinnugreinar fer fram týðandi menning, umframt at føroyskar fyritøkur nú alt meira eru førar fyri at gera seg galdandi á útlendsku marknaðunum.

Føroyski marknaðurin er sera avmarkaður, og tí er neyðugt, at hendan menningin heldur fram. Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur dent á, at karmarnir fyri útflutningi verða so frægir sum møguligt.

 

Alivinna

Føroyska alivinnan er framvegis í stórum vøkstri og stendur nú fyri einum triðingi av føroyska útflutningsvirðinum. Frá 1998 til 1999 vaks útflutningurin av alifiski og vørum úr alifiski úr 450 mió. kr. upp í 882 mió. kr. Alivinnan klárar seg væl í kappingini og gevur stóra virðisøking.

Vinnan hevur árini síðan stóra skrædlið í byrjanini av nítiárunum havt støðugar karmar at virka undir. Mett verður støðugt um hesar karmar, og í framtíðini verður stórur dentur lagdur á fyribyrging og niðurberjing av sjúkum.

Seinnu árini er stór orka løgd í at bøta um føroysku laksaættina, og hildið verður fram við hesum arbeiði. Eisini er farið undir at menna kalvaaling, so hetta kann gerast eitt bein afturat hjá føroysku alivinnuni at standa á. Harumframt verða royndir gjørdar fyri at finna nýggj aliøkir og at menna nýggja tøkni, so alast kann á minni vardum økjum.

Menningin av føroysku alivinnuni seinnu árini hevur havt við sær, at tað verða alsamt fleiri føroyskir veitarar bæði av vørum og tænastum til alivinnuna. Eisini gera fleiri av hesum veitarum seg galdandi á marknaðum uttan fyri Føroyar, og verður hædd tikin fyri hesum í sambandi við arbeiðið hjá Menningarstovuni at menna føroyskan útflutning.

Orðaskiftið hevur seinnu tíðina verið um ognarviðurskiftini innan føroysku alivinnuna. Løgtingið hevur sagt sína áskoðan um, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í einum føroyskum felagi, sum hevur loyvi at ala. Hinvegin er ongin áseting í lógini, um hvussu stóran part av alingini eitt einstakt felag kann eiga. Vinnumálastýrið fer at taka henda spurningin upp í samstarvi við alivinnuna.

 

Landbúnaður

Í vár var orðaskifti á Løgtingi um tilmælið landsstýrismansins um framtíðar landbúnað. Grundað á hetta orðaskiftið og við støði í vinnupolitikki landsstýrisins og áður gjørdum álitum og mannagongdum hevur landsstýrismaðurin sett bólk við umboðum úr fyrisitingini og vinnuni at orða ein landbúnaðarpolitikk.

 

Tryggingarmál

Føroya Lívstrygging er í ár umskipað til eitt partafelag. Í løtuni verður arbeitt við at endurskoða lóggávuøkið fyri lívstrygging.

 

Samskifti

Í fjør varð gjørd ein sonevnd samferðsluætlan, har tær størru íløgurnar innan samferðsluøkið vórðu raðfestar. Nú er gjørd ein langtíðaríløguætlan fyri allar landsins íløgur, og eru íløgurnar á samferðsluøkinum partur av hesi ætlan.

Framhaldandi verður neyðugt at gera eftirmetingar og broytingar í slíkum íløguætlanum alt eftir, hvussu samfelagsbúskapurin broytist, og um nýggir ella broyttir tørvir á íløgum vísa seg.

 

Strandfaraskip Landsins

Tá tað í vár varð biðið um eykajáttan til Strandfaraskip Landsins, boðaði landsstýrismaðurin frá, at farið verður undir at orða ein samferðslupolitikk og at kanna møguleikarnar fyri at gera neyðugar umskipingar.

Eitt slíkt arbeiði fer at fevna um at endurskoða løgtingslógina um fólka- og farmaflutning, at gera løgtingslóg um útbjóðingar á samferðsluøkinum, at kanna ymiskar rakstrarformar, og at lýsa virksemið hjá Strandfaraskipum Landsins.

Nakað av arbeiðinum er longu gjørt, og væntandi fer landsstýrismaðurin í komandi tingsetu at leggja fram tilmælir og lógaruppskot um tey evnir, sum arbeiðið snýr seg um. Møguligar umleggingar fáa væntandi ikki stórvegis ávirkan á raksturin hjá Strandfaraskipum Landsins í hesum árinum. Hinvegin kann roknast við, at umleggingar kunnu síggjast aftur í rakstrinum í komandi fíggjarári.

 

 

Fjarskifti

Útlit eru til, at kappingin innan fjarskiftisveitingar gerst veruleiki í framtíðini. Í miðstaðarøkinum ber nú til at velja ímillum tveir internetveitarar. Aðalendamálið við tilgongdini á hesum sera týdningarmikla øki er at tryggja borgarum og vinnu betri og bíligari tænastur.

Í mai mánað í ár vórðu fyrstu samflutningsavtalurnar undirskrivaðar. Hesar áseta prísir og treytir annars, sum eru galdandi, tá kappingarneytarnir nýta kervið hjá Føroya Tele. Roknast kann við kapping á bæði uttanlands- og innanlandssamrøðum seint í heyst. Neyðugt er við einfaldum og greiðum reglum, sum áseta treytirnar fyri samflutningi. Vinnumálastýrið ætlar at leggja fram uppskot til broyting í fjarskiftislógini, so "best practice" hátturin verður brúktur, tá samflutningsprísir skulu ásetast. Hesin háttur er einfaldur og tryggjar, at príslegan fyri samflutningstænastur í Føroyum er á sama stigi sum í grannalondum okkara.

Seinni í ár er eisini ætlanin at fara undir at veita loyvir innan fartelefoni, so kapping eisini verður á hesum økinum. Fjarskiftiseftirlitið arbeiðir við at gera útbjóðingartilfar, sum væntandi verður klárt í heyst.

 

Postvirksemi

Arbeitt hevur verið við at gera løgtingslóg um postvirksemi og at umskipa Postverk Føroya til eitt partafelag eftir nøkrum árum. Lógaruppskot vórðu gjørd um hesar broytingar, men tey fingu ikki undirtøku frá øllum samgongutinglimunum.

Virksemið á postverksøkinum í øðrum londum er vorðið frælsari, men Føroyar hava ikki fylgt við á hesum øki. Hetta hevur havt við sær, at postverkið í Føroyum er støðugt meira afturúrsiglt, og stovnurin hevur alsamt størri trupulleikar við at nøkta tey krøv, ið sett verða einum nútímans postverki. Postverkið hevur havt ein sera tungan rakstur í nógv ár, og hevði komið í gjaldføriskreppu í summar, um stovnurin ikki fekk hjálp.

Í vár varð komið ásamt um, at finna eina loysn á bráfeingis gjaldføristørvinum hjá postverkinum. Hetta er fyrsta stigið til at skipa Postverk Føroya sum eina sjálvstøðuga almenna fyritøku, ið seinni kann verða skipað sum eitt partafelag. Strandfaraskip Landsins og Postverk Føroya fara samstundis undir eina verkætlan, sum skal útgreina møguleikarnar fyri at samstarva um flutning.

 

Flogferðslupolitikkur

Tað hevur ikki verið vanligt, at feløgini, sum flúgva upp á Føroyar, hava kappast um prís. Í vár tók ein ávís kapping seg upp millum feløgini, og tey ferðandi fingu fleiri og bíligari tilboð enn vanligt.

Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin sett í verk eina kanning av, hvør skipan er mest hóskandi á hesum øki, og um tað ber til at veita føroyska flogfelagnum fríari ræsur at flúgva upp á onnur lond.

 

Tilbúgving

Arbeiðið at skipa tilbúgvingina á sjógvi og landi í Føroyum gongur eftir ætlan. Vónandi verður komið á mál við ætlanini seint næsta ár, men hetta er treytað av góðum samstarvi millum partarnar við ábyrgd fyri tilbúgvingini í teimum ymisku stýrunum.

Í sambandi við tilbúgvingarætlanina er neyðugt at dagføra og samskipa lóggávu í hesum sambandi. Eisini skal støða takast til, hvør skal hava høvuðsábrygdina av tilbúgvingarskipanini.

 

 

Ferðsla

Í síðstu tingsetu vórðu víðfevndar broytingar samtyktar í verandi ferðslulóg. Tað kann vera óheppið, at langt er ímillum, at broytingar verða framdar í lógini, og at broytingarnar tí verða víðfevndar, tá lógin verður broytt. Landsstýrismaðurin ætlar tí at heita á nevndina, sum gjørdi uppskotið um broytingar í ferðslulógini um at halda fram við nýggjum arbeiðssetningi.

 

Ferðavinna

Vinnumálastýrið, Ferðaráðið og umboð frá vinnuni hava í felag orðað ein ferðavinnupolitikk. Í honum eru ítøkilig uppskot um, hvussu Føroyar kunnu skipast og mennast sum ferðamannaland, so ferðavinnan verður ein meiri týðandi táttur í samfelagsbúskapinum.

Ætlanin er at dagføra løgtingslóg um Ferðaráð Føroya frá 1990 við støði í ferðavinnupolitikkinum og orðaskiftinum, sum verður í Løgtinginum um málið.

 

Arbeiðsmarknaður

Nevnd er sett at gera uppskot um barnsburðargrunn. Hann verður væntandi skipaður soleiðis, at:

Eftir ætlan skal grunnurin fara at virka í komandi ári.

Eisini er nevnd sett at endurskoða lógina um seming. Nevndin skal gera uppskot um, at lógin skal fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og skal hon hóska til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og siðvenju.

 

Gransking innan bioteknologi og kunningartøkni

Ein avgerandi treyt fyri, at vinnulívið kann mennast og hava stóra virðisøking, er at vinnan sjálv granskar ella fær atgongd til granskingarúrslit og vitan annars. Fyri at menna føroyska matvøruframleiðslu er avgjørt miðvíst at menna granskingina á virkisøkinum hjá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, herundir eisini í livtøkni.

Eisini er avgjørt at fara undir kanningar, um hvussu farast kann undir miðvísa gransking innan kunningartøkni. Henda granskingin fer væntandi at liggja hjá Fróðskaparsetri Føroya.

 

Almennir karmar

Avtala varð síðsta ár gjørd við ES um, at Føroyar kunnu gerast partur av heilsufrøðiliga samstarvinum í ES. Fyrst í árinum varð avtalað, at Føroyar skulu skipa sína lóggávu samsvarandi ES-lóggávu og seta reglur í verk samsvarandi ES-reglum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt 1. februar 2001.

Í hesum sambandi er neyðugt at skipa umsitingina og eftirlitið á heilsufrøðiliga økinum soleiðis, at sum mest fæst burtur úr tilfeinginum.

 

 

Oljumál

Farið varð undir at fyrireika fyrsta útbjóðingarumfarið til oljuleiting, tá sáttmálin um landgrunsmarkið millum Føroyar og Bretland varð undirskrivaður í fjør. Lógaruppskot varð lagt fyri Løgtingið seinast í november í fjør, og løgtingslógin um fyrsta útbjóðingarumfar varð samtykt 8. februar í ár. Sjálvt útbjóðingarumfarið varð sett í verk 17. februar, og tá freistin at lata inn umsókn var úti 17. mai í ár, vóru 22 umsóknir komnar inn frá 17 oljufeløgum. Umsóknirnar fevna um umleið eina helvt av økinum, sum varð boðið út.

Landsstýrið er væl nøgt við talið av umsóknum, sum vísir, at munandi áhugi framvegis er fyri føroyska økinum hóast rembingarnar, sum hava verið í oljuídnaðinum seinnu árini.

Viðgerðin av innkomnu umsóknunum hevur gingið skjótari enn væntað, og landsstýrismaðurin í oljumálum vónar at kunna lata fyrstu leitingarloyvini um einar tvær til tríggjar vikur.

Høvuðsendamálið hjá landsstýrinum er at fáa í lag eina munadygga leiting eftir kolvetnum á føroyska landgrunninum. Hetta er einasti háttur at staðfesta, um undirgrund okkara veruliga goymir oljukeldur, sum tað loysir seg at gagnnýta fíggjarliga, og tí er hesin parturin avgerandi fyri allari menning á føroyska oljuøkinum næstu árini.

Landsstýrið metir, at góðir møguleikar eru fyri at fáa eina skilagóða leiting setta í verk, og roknað verður við, at fyrstu boringarnar verða komandi ár.

Tað er ov tíðliga enn at siga nakað við vissu um, hvussu víðfevnd oljuleitingin verður komandi árini, og nógv veldst uttan iva eisini um, hvørji úrslit spyrjast burtur úr fyrstu boringunum. Útlit eru kortini til, at gjørdar verða nakrar leitiboringar tey næstu árini, og fara hesar at hava við sær nakað av øktum virksemi tað tíðarskeiðið, sum borað verður.

 

Stór samfelagslig avbjóðing

Verður olja funnin í nøgdum, sum tað loysir seg at framleiða, verður talan um munandi og støðugt virksemi, sum kann gerast ein rættilig avbjóðing fyri aðrar vinnugreinar og allan samfelagsbúskapin. Umráðandi er, at vit ætla um hesar avbjóðingar í góðari tíð, soleiðis at vit ikki verða tikin av bóli, tá ið farið verður undir møguliga oljuframleiðslu.

Fyribils verður talan um oljuleiting, og eisini hetta skeiðið í oljuvinnuni gevur føroyskum vinnulívi nýggjar møguleikar. Verður leitiskeiðið gagnnýtt til fulnar, kann talan verða um eina burðardygga førleikamenning, ið kemur at lætta um atgongdina hjá føroyskum fyritøkum, tá ið tær søkja sær marknaðir uttan fyri Føroyar.

Hóast virksemið í leitiskeiðinum verður avmarkað, leggur landsstýrið dent á, at føroyskar fyritøkur fáa møguleikar at taka lut í oljuvirkseminum, soleiðis at tær kunnu menna seg ígjøgnum samstarv og veitingar til hesa altjóða vinnu.

Í treytunum, sum verða settar loyvishavarum á føroyskum øki, er tí ásett, at føroyskar fyritøkur í kapping við aðrar skulu hava veruligar møguleikar fyri at veita vørur og tænastur í sambandi við oljuvirksemið, og at skipast skal fyri førleikamenning í føroyskum vinnulívi. Krøv verða eisini sett viðvíkjandi útbúgving av fólki í føroyskum vinnulívi og í umsitingini. Eisini skulu loyvishavarar lata føroyskt vinnulív og føroyskar granskingarstovnar taka lut í granskingar- og menningarætlanum.

Ætlanin við treytunum um førleikamenning er at skipa fyri einum miðvísum førleikaflutningi frá útlendskum feløgum til føroyskt vinnulív. Føroyskar fyritøkur skulu kunna byggja upp førleika og tøknifrøðiligan serkunnleika ígjøgnum samstarv við útlendskar fyritøkur. Hetta fer at geva føroyskum fyritøkum royndir og tilvísingar gjøgnum samstarv og samhandil við altjóða fyritøkur. Hesar tilvísingar kunnu leggja støði undir menning av føroyskum fyritøkum og hjálpa teimum inn á nýggjar marknaðir í øðrum londum.

Fleiri føroyskar fyritøkur eru farnar undir at fyrireika seg til nýggju avbjóðingarnar. Nakrar fyritøkur hava m.a. fingið góðskustýringsskipanir eftir ISO 9000-leistinum, og dømi eru um, at føroyskar fyritøkur longu nú arbeiða í bretsku og norsku oljuvinnuni. Hendan gongdin vísir, at føroyskt vinnulív tekur við møguleikunum, sum nýggja vinnan gevur.

Landsstýrið metir, at hetta kann hava eina fjøltáttan og altjóðagerð av føroyskum vinnulívi við sær, og oljuvinnnan kann tí gerast ein týdningarmikil liður í at fremja vinnupolitikkin hjá landsstýrinum í verki.

 

Oljuumsiting

Oljumálastýrið varð sett á stovn í fjør, m.a. fyri at vísa umheiminum, at føroyskir myndugleikar taka avbjóðingina, sum oljuvinnan setir føroyska samfelagnum, í størsta álvara. Sum liður í framhaldandi menningini av føroysku kolvetnisumsitingini er Jarðfrøðisavnið nú skipað sum sjálvstøðugur stovnur undir landsstýrismanninum í oljumálum. Jarðfrøðisavnið, sum hevur havt ein avgerandi leiklut í fyrireikingini av oljuleiting við Føroyar, fer eisini í framtíðini at veita Oljumálastýrinum jarðfrøðiliga ráðgeving. Nýggi bygnaðurin fer at lætta um dagliga arbeiðið og at styrkja munandi um jarðfrøðiliga partin av oljuumsitingini.

Arbeitt verður framhaldandi við at skipa karmarnar um kolvetnisvirksemið komandi árini. Kunngerðir viðvíkjandi heilsu, umhvørvi og trygd á landgrunninum verða væntandi settar í gildi seinni í ár og fyrst í komandi ári.

Landsstýrið leggur dent á gott samskiftið millum fiskivinnuna og oljuvinnuna, og skipaði landsstýrismaðurin í oljumálum fyri kunnandi fundi við bæði reiðara- og manningarfeløg, áðrenn uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfarið varð latið Løgtinginum. Ætlanin er seinni í heyst at skipa fyri líknandi fundi, har greitt verður frá, hvørjar avleiðingar leitiboringar og intensivur seismikkur, kann hava fyri fiskiskap á leiðunum, har leitað verður. Somuleiðis fer Oljumálastýrið at taka stig til, at endurgjalds- og skaðabótanevndin, ið skal setast sambært kolvetnislógina, verður mannað, áðrenn farið verður undir fyrstu leitiboringarnar.

 

Sum fráboðað, tá løgtingslógin um fyrsta útbjóðingarumfar varð viðgjørd, fer landsstýrið at leggja eina frágreiðing um oljumál fyri Løgtingið, tá loyvini at leita eftir og framleiða kolvetni eru veitt. Ætlanin er, at frágreiðingin, ið skal verða grundarlag undir einum aðalorðaskifti um oljumál, verður liðug umleið 1. november.

 

 

Umhvørvismál

Síðan løgtingslógin um umhvørvisvernd varð samtykt í 1988, hevur eingin verulig politisk viðgerð verið av umhvørvismálum. Heldur ikki hevur verið sett av nøktandi fíggjarlig ella fyrisitingarlig orka til umsitingina av hesum málsøkinum.

Stórar broytingar eru farnar fram innan umhvørvislóggávu og -fyrisiting í okkara grannalondum, og samstundis verða krøvini til umhvørvisvernd alsamt herd gjøgnum norðurlendskt og altjóða samstarv.

Fyri at tryggja, at Føroyar ikki í enn størri mun gerast eftirbátur á hesum øki, hevur landsstýrið sett ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa støðuna á umhvørvis- og náttúruverndarøkinum við støði í verandi umsiting og galdandi lóggávu.

Arbeiðsbólkurin skal kanna, hvør tørvur er á broytingum og koma við hugskotum um, hvussu tilmæltu broytingarnar kunnu fremjast í verki. Ætlanin er somuleiðis, at bólkurin skal lýsa nøkur hugtøk og rák í altjóða umhvørvispolitikki, m.a. hugtakið "burðardygg menning", ið oftast verður lýst sum evnini at nøkta nútíðartørvin, uttan at minka um møguleikarnar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørv.

Ætlanin er, at frágreiðingin hjá arbeiðsbólkinum verður grundarlag undir einum aðalorðaskifti um umhvørvismál komandi vár. Tá aðalorðaskiftið hevur verið, verður við støði í orðaskiftinum og altjóða krøvum farið undir at gera ítøkiligar broytingar í umhvørvislóggávuni.

 

Menning á umhvørvisøkinum

Samstundis, sum lunnar verða lagdir undir arbeiðið at dagføra lóggávuna á umhvørvisverndarøkinum, verður farið undir at menna umhvørvisdeildina á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, soleiðis at nøkur av átroðkandi málunum, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum seinastu árini, verða loyst sum skjótast. Serliga verður hugsað um, at tað ikki er nøktandi, at nógv virksemi fer fram uttan ta góðkenning og eftirlit, sum umhvørvisverndarlógin ásetir. Eitt er, at virðingin fyri umhvørvisverndarlógini viknar, verri er, at fatanin av Føroyum sum eitt reint og ódálkað øki verður máað burtur.

Tað eru eisini øki, har umhvørvisatlit verða havd í huga. Alivinnan, sum framleiðir á sundum og firðum, gerst ein alsamt størri partur av føroyskum vinnulívi. Skal vøksturin halda fram, er avgjørt neyðugt, at trýstið á umhvørvið ikki gerst ov stórt. Hetta veit vinnan best sjálv, og hevur hon tí í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna skipað fyri regluligum kanningum av botninum kring alistøðirnar. Slíkar kanningar stuðla vinnuni í at finna eitt støði, har hon veruliga kann sigast at vera umhvørvisliga burðardygg.

Umhvørviseftiransing er skipað hesi seinastu árini, og ætlar landsstýrið at tryggja, at hetta arbeiðið heldur fram í eini fastari skipan, soleiðis at vit støðugt hava neyva vitan um dálkingina í okkara umhvørvi. Eitt úrslit av hesum arbeiði er bóklingurin "Føroya umhvørvi í tølum", sum Fiskirannsóknarstovan, Náttúrugripasavnið, Náttúruvísindadeildin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan herfyri góvu út á øðrum sinni.

Umhvørvismál eru eisini týðandi táttur í virkseminum hjá kommununum. Síðani 1996 hava kommunurnar framhaldandi arbeitt við at greiða síni spillivatnsviðurskifti. Hetta er í mongum førum kostnaðarmikið, men við skilagóðum tíðarætlanum fáast eisini hesi viðurskiftini í rættlag. Innsavning og burturbeining av burturkasti er somuleiðis ein kommunal uppgáva, men landsstýrið fylgir gongdini á hesum økinum, har vaksandi nøgdirnar av burturkasti seta stór krøv til kommunalu brennistøðirnar. Heldur verandi gongd fram, er vandi fyri, at brenniorkan verður ov lítil komandi árini, og tekur landsstýrið tí undir við ætlanunum um at endurvinna meira av burturkastinum.

Løgtingið samtykti á heysti 1998 millumtjóða sáttmálan um vernd av landnyrðingspartinum av Atlantshavinum (OSPAR-sáttmálin), og sum framhald av hesum vóru í fjør gjørdar broytingar í donsku fyriskipanini um verju av havumhvørvinum m.a. soleiðis, at fyrisitingin av reglunum um verju av havumhvørvinum í sambandi við frálandavinnu varð løgd til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Í heyst er so ætlanin at seta eina røð av kunngerðum í gildi við heimild í fyriskipanini um verju av havumhvørvinum. Kunngerðirnar koma at áseta ítøkiligar reglur fyri, hvussu farast skal fram umborð á skipum og á boripallum.

 

Umhvørvið og oljuvinnan

Í sambandi við at loyvi verða latin til leitiboringar á føroyska landgrunninum, verður stórur dentur lagdur á, at hetta kann gerast á ein so tryggan og umhvørvisvinarligan hátt sum gjørligt. Dentur verður lagdur á, at oljufeløg, ið søkja um leitingarloyvi, hava grundleggjandi vitan um umhvørvið í økinum, har ætlanin er at fara undir leitiboringar, og at tey gera nøktandi metingar av, hvørjar avleiðingar kolvetnisvirksemið kann hava fyri umhvørvið.

Tá mett verður um umsøkjararnar, verður eisini tryggjað, at boringar fara fram eftir eini vælvirkandi innaneftirlitsskipan, t.d. umhvørvisstýring eftir ISO 14001. Nógvar upplýsingar um umhvørvið á økinum, sum er boðið út í fyrsta útbjóðingarumfarinum, eru fingnar til vega ígjøgnum GEM-samtakið, ið er eitt samstarv millum oljufeløg og vísindaligar stovnar í Føroyum. Eftir ætlan verður ein heildarlýsing av umhvørvinum og møguligum umhvørvisárinum fyri alt útboðsøkið tøk tíðliga komandi ár, soleiðis at einstøku loyvishavararnir kunnu fara undir at gera neyvari lýsingar av júst teirra loyvisøki, soleiðis sum fyriskrivað er í kolvetnislógini.

Støðið undir viðgerðini av virkseminum í frálandavinnuni er tað reglugrundarlag, sum serliga er ásett í millumtjóða avtalum, t.d. OSPAR-sáttmálanum. Føroyskir myndugleikar miða tí eisini ímóti einari virknari luttøku í millumtjóða arbeiðnum innan OSPAR-felagsskapin, har umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fyrstu ferð tóku lut í juni mánaði í ár. Landsstýrið hevur higartil serliga lagt dent á, hvussu útleiðingar til luft og hav av serliga dálkandi evnum kunnu avmarkast. Hetta kann gerast við t.d. at steðga nýtsluni av teimum evnum, sum skapa hesa eiturdálking.

Eitt av teimum økjum, sum ætlanin er at fáa betrað, nú reglurnar innan havumhvørvisverndina verða greiðari, er innheinting av burturkasti frá skipum. Í nógvum havnum eru longu góðar umstøður til at taka ímóti burturkasti frá skipum, men stórur tørvur er framvegis á upplýsing um, hvussu farast skal fram umborð, soleiðis at burturkast, ið er dálkandi fyri havið, verður ført til lands og viðgjørt.

Umhvørvisdálking kennir eingi landamørk. Evni, ið verða latin út í náttúruna á einum stað, kunnu hava ringa ávirkan á viðurskifti í heilt øðrum londum. Hetta kenna vit alt ov væl til, m.a. frá støðuni hjá grindahvalinum. Sæð í mun til heimsumfatandi dálkingina er okkara partur kanska lítil og týdningarleysur, men vit eiga okkara part av hesi dálking, og honum eiga vit at taka okkum av.

 

 

Almanna- og heilsumál

Á almannaøkinum verður arbeitt við at fullfíggja lógarverkið, so tað verður lagað til føroysk viðurskifti. Endamálið er, at vit í framtíðini skulu hava eitt sterkt og haldgott lógargrundarlag undir einum vælferðarsamfelagi, har sínámillum ábyrgdin millum borgaran og myndugleikan eins væl og samhaldsfestið millum øll verður sett í hásæti.

 

Barnaforsorgarøkið

Ætlanin er í hesi tingsetuni at leggja uppskot fyri tingið um nýggja barnaforsorgarlóg. Rættindi barnanna skulu tryggjast, og endamálið er at fáa eina lóggávu, sum tryggjar at avgerðir verða tiknar á einum fakligum væl grundaðum støði.

Neyðugt verður at minka um talið av barnaverndarnevndum, at tryggja eina betri samskipan og at útbyggja teir møguleikar, ið eiga at standa børnum og ungum sum tørva hjálp í boði. Landsstýrið leggur dent á at hoyra so nógv sum møgulig, ið varða av økinum.

Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir í løtuni, saman við fakfólkum í Føroyum, við at tilevna uppskotið. Umsitingin hevur eisini kunnað seg um, hvussu onnur norðurlond hava skipað seg á hesum øki. Bæði lóggávan og útinnandi fyrisitingin á økinum skal hava til endamáls at seta viðskiftafólkið í miðdepulin og at seta karmar soleiðis, at serliga tey veiku í samfelagnum kenna seg trygg og fáa ta hjálp, sum er neyðug.

 

Trivnaðar- og heilsuráð

Landsstýrið fer í summar at leggja fyri Løgtingið uppskot til lóg um eitt trivnaðar- og heilsuráð. Ætlanin er, at hetta ráð skal gera tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu vit skulu skipa okkara almanna- og heilsuøki í framtíðini.

Innan karmarnar hjá trivnaðar- og heilsuráðnum eigur at verða skipað fyri breiðum orðaskifti um, hvørjar vælferðartænastur vit skulu veita í Føroyum á almanna- og heilsuøkinum, á hvørjum stigi tær skulu vera, og hvussu vit forða fyri dupultumsiting.

Í arbeiðinum við at orða eina nýggja trivnaðarlóg, ið skal loysa av galdandi forsorgarlógina, ætlar landsstýrið at hava neyvt samstarv og samskifti við heilsu- og trivnaðarráðið, ið verður sett júst til tess at lýsa og gera metingar um hesi viðurskifti.

 

Eldrarøkt og bústaðarmøguleikar hjá teimum eldru

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur fyrr í ár sett ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa eldraøkið sum heild, og hvussu tað kann skipast í framtíðini. Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin skal gera eitt tilmæli til landsstýrismannin um, hvussu vit tryggja umsorgan og røkt av gomlum, hvussu ábyrgdin skal býtast millum landsmyndugleikar og kommunalar myndugleikar, og hvussu vit tryggja neyðugt samstarv millum skipanirnar. Arbeiðsbólkurin skal eisini koma við einum tilmæli um, hvussu vit skipa ellis- og røktarheimsøkið og íbúðartørvin sum heild í framtíðini.

Miðast skal eftir, at uppgávu-, heimildar- og ábyrgdarbýtið fylgjast, tá avgerð skal takast um, hvør skal hava ábyrgdina av uppgávuni. Tað er av stórum týdningi, at arbeiðsbólkurin metir um, hvussu vit forða fyri dupultumsiting og øðrum dupult ella fleirfaldum fyriskipanum, sum kunnu gera tænastunar dýrari enn neyðugt.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum metir, at spurningurin um, hvussu vit skipa eldraøkið í framtíðini, er ikki bara ein spurningur um, hvør hevur ávísar fíggjarligar og fyrisitingarligar ábyrgdir. Tað snýr seg fyrst og fremst um dygd í tænastuni, og at skapa virðiligar karmar fyri fólk, sum hava lagt lunnar undir samfelagið, sum tey yngru ættarliðini skulu búleikast í. Tað er av týdningi, at vit hava skipanir, sum byggja á meginreglur um virðing og møguleika fyri sjálvur at vera við at velja, innan teir karmar, sum samfelagið hevur møguleika fyri at veita tænastur.

Breið semja tykist vera um, at virkað eigur at verða fyri, at frástøðan millum borgara og myndugleika er so stutt sum møguligt, at borgarin kennir seg viðurkendan sum tann, ið best veit um egnan tørv, og at borgarin veit um tey rættindi, sum hann hevur.

Miðað verður eftir, at tilmælið verður handað landsstýrismanninum áðrenn fíggjarlógin fyri ár 2001 verður liðugt viðgjørd.

Sum greitt varð frá undir fíggjarlógarviðgerðini, verður arbeitt við at fyrireika bygging av einum nýggjum ellis- og røktarheimi í Norðurstreymoy. Endalig støða er ikki tikin til, hvussu fíggingarmynstrið skal vera, men møguliga verður lógaruppskot um hetta lagt fyri Løgtingið í heyst.

 

Viðvíkjandi umstøðunum hjá rørslu og menningartarnaðum

Spurningurin um at menna og endurskapa førleika og arbeiðsumstøður hjá rørslu- og menningartarnaðum hevur verið viðgjørdur í Almanna- og Heilsumálastýrinum hetta seinasta árið. Uppskot er gjørt um, hvussu vit kunnu skipa eina væl virkandi økisterapi, í fyrstu atløgu á royndarstigi. Í ár verður farið undir eina royndarskipan í Eysturoynni, um fíggjarligar umstøður loyva tí.

 

Barnagarðsøkið

Fyrr í ár varð barnagarðslóg samtykt í Løgtinginum, sum ásetir faklig og námsfrøðilig stevnumið, eins og greiða er fingin á uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunu. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum metir, at henda lóggáva er eitt stórt framstig, tí eingin serstøk lóggáva hevur frammanundan sett karmarnar fyri, hvussu børn okkara eiga at verða ansað. Somuleiðis hevur henda lóg givið kommununum møguleika til at loysa tann stóra tørvin á barnaansingarøkinum. Sambært lógini fer Almanna- og heilsumálastýrið at skipa fyri námsfrøðiligari ráðgeving, og ætlanin er, at henda ráðgeving skal fara at virka sum skjótast.

 

Fyribyrging

Løgtingið hevur í ár samtykt eina lóg um fyribyrgingarráð. Rættiliga stórt arbeiði verður gjørt og nógvur peningur verður játtaður til at bøta um skaðan sum ovurnýtsla av rúsevnum elvir til. Men lítið og einki verður gjørt til tess at upplýsa um vanda og skaða ið stendst av eitt nú royking. Sum lógin er orðað, skal komandi fyribyrgingarráðið hava eitt vakið eyga við teimum viðurskiftum, ið kunnu darva heilsu, trivnaði og vælferð borgarans, og seta fram uppskot um neyðug fyribyrgjandi tiltøk.

Tubbaksráðið hevur tann 31. mai í ár handað landsstýrismanninum eitt tilmæli um tiltøk, ið eiga at verða sett í verk til tess at minka um skaðan, íð stendst av tubbaksnýtsluni í Føroyum. Mælt verður til at leggja fyri tingið lógaruppskot um avmarking av tubbaksnýtslu á almennum støðum, eins og mælt verður til, at roykipolitikkur sum verjir rættin hjá teimum, sum ikki roykja eins og rættin hjá børnum, verður orðaður.

 

Pensjónsøkið

Fyrsta stigið til at bøta um fólkapensjónina varð tikið, tá ið nýggja pensjónslógin og ásetingarlógin kom í gildi í ár. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum ætlar framhaldandi at virka fyri at bøta um inntøkugrundarlagið hjá pensjónistum. Í hesum sambandi verður neyðugt at taka upp aftur til viðgerðar umstøðurnar hjá fyritíðarpensjónistunum, sum framvegis fáa ymiska pensjón í mun til hjúnarbandsstøðuna. Landsstýrismaðurin fer at samstarva við heilsu- og trivnaðarráðið, tá treytirnar fyri pensjónsútrokningum hjá fyritíðarpensjónistum skulu ásetast.

Landsstýrið arbeiðir við, at gera eitt uppskot sum tryggjar, at allir pensjónistar - bæði fyritíðar- og fólkapensjónistar - fáa pensjón, sama um teir búgva heima, á stovni, røktarheimi ella í sambýli. Samstundis verður eisini arbeitt við spurninginum um, hvussu føroyska samfelagið eisini í framtíðini skal megna at tryggja føroyingar fíggjarliga á ellisárum.

Talið á pensjónistum økist lutfalsliga í mun til samlaða fólkatalið, og tað er eyðsæð, at verandi pensjónsskipan í longdini ikki fer at megna at geva okkara pensjónistum nøktandi veitingar. Tí er neyðugt, at eisini hin einstaki og arbeiðsmarknaðurin í størri mun tryggjar inntøkugrundarlagið á ellisárunum. Her ætlar landsstýrið at bróta upp úr nýggjum, og at seta í gildið eina eftirlønarskipan, sum tryggjar eina munandi størri uppsparing til ellisárini hjá tí einstaka. Samráðst verður við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um, hvussu vit tryggja, at tær skipanir, sum ein stórur partur av verkamannafeløgunum longu hava skipað fyri, samsvara við ætlanir landsstýrisins.

Á henda hátt tryggja vit, at tað almenna eisini í framtíðini verður ført fyri at tryggja eina samhaldsfasta fólkapensjónsskipan.

 

Húsalánsgrunnurin

Við broytingum í lóggávuni fyri Húsalánsgrunnin verður arbeitt við at skipa ein føroyskan íbúðarpolitikk, ið skal hava til endamáls at veita møguleika fyri at byggja íbúðir og neyðug býli til tey, sum ikki búgva í egnum sethúsum. Tryggjast má eisini, at politikkur Húsalánsgrunsins er í samsvari við fíggjar- og búskaparpolitikk landsins.

 

Heilsumál

Eftir nógv ár við ósemju og samstarvstrupulleikum á Landssjúkrahúsinum um leiðslubygnaðin, hevur tað eydnast at koma fram til eina semju um ein bygnað, sum allir partar taka undir við. Enn eru ikki øll størvini sett, men mett verður, at komið verður á mál við hesum um stutta tíð.

Arbeitt verður framhaldandi við at betra um heilsutænastuna, og hildið verður fram við ætlaðu útbyggingini á Landssjúkrahúsinum, soleiðis sum greitt varð frá í verandi fíggjarlóg. Samlaða útbyggingar- og umvælingarætlanin á Landssjúkrahúsinum verður mett at kosta uml. 500 mió. kr., og mælt verður til, at fremja hesa íløgu í eitt 10 ára skeið. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fer at virka fyri, at henda verkætlan verður framd sum ætlað, til tess at tryggja, at heilsutænastur okkara fara fram innan tryggar og góðar karmar.

Menningin innan sjúkrahúsøkið gongur sera skjótt, og neyðugt verður at menna heilsuverkið tøknifrøðiliga og og at skapa fyritreytir fyri gransking.

Til tess at fáa eina betri og meiri fjøltáttaða tænastu fyri játtanir á økinum verður neyðugt at samskipa veitingarnar á sjúkrahúsøkinum.

Í komandi tingsetu verður skipað fyri orðaskifti í Løgtinginum um sjúkrahúspolitikk, til tess at fáa í lag eitt alment orðaskifti um framtíðar heilsuverk Føroya. Í hesum sambandi verður dentur lagdur á at lýsa viðurskiftini hjá teimum sálarsjúku, eins og at taka støðu til, hvussu vit tryggja, at hetta økið verður ment. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum metir, at júst viðurskiftini hjá teimum sálarsjúku eiga at mennast, og at neyðug játtan eigur at verða fingin til vega til endamálið.

 

Heilsutænastur í samband við oljuvinnuna

Í sambandi við arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, er talan um at seta ein SAR-miðdepil (Search and Rescue) á stovn í Føroyum.

Føroyska heilsuverkið eigur at tryggja, at tað kann veita neyðuga læknaliga tænastu í Føroyum í sambandi við tilbúgvingarskipanir hjá oljuvinnuni Arbeitt verður tí við at fyrireika og uppbyggja eina felags medisinska tænastu til komandi oljuvinnuna og til sjófólkið.

 

 

Undirvísingar- og mentamál

Stórar broytingar og avbjóðingar liggja fyri framman á undirvísingar- og mentanarøkinum.

Kunningartøknin hevur leingi verið spádd at gerast grundarlag fyri teirri næstu stóru samfelagskollveltingini eftir ídnaðarkollveltingina. Henda framtíðarmynd er nú um at gerast veruleiki:

Búskaparliga er kunningartøknin og vinna, ið hevur beinleiðis samband við kunningartøkni, í stórum vøkstri um allan heim, og hetta hevur seinast verið umrøtt á toppfundi millum G-7 londini. Okkara norðurlendsku grannalond hava øll raðfest stóra orku til at taka lut í hesi vinnuligu gongd. Innan undirvísing og gransking er kunningartøkni langt síðani vorðin týdningarmesta amboðið. Sosialt og mentanarliga gerst kunningartøknin og internetið ein sjálvsagdur partur av hvørjum einstøkum húsarhaldi og gerandislívinum hjá hvørjum einstøkum.

Kunningartøknin og tann samfelagsgongd, ið verður rópt "altjóðagering", kann elva til mentanarliga einstátting, búskaparliga miðsavning og stórar sosialar munir millum tey, ið taka lut í kunningarsamfelagnum og tey, ið ikki hava møguleikar til tess. Hetta er bæði galdandi millum lond og tjóðir eins og millum samfelagsbólkar í hvørjum einstøkum landi.

Hinvegin kann kunningartøknin eisini gerast ein stórur fyrimunur og menningarmøguleiki fyri føroyingar, føroyska mentan og føroyskan búskap, um vit reka ein sjálvstøðugan og miðvísan politikk á økinum. Endamálið eigur at vera, at kunningartøknin skal standa øllum í boði uttan mun til sosiala støðu, bústað ella útbúgving, og at føroyskt mál og mentan eigur at styrkjast gjøgnum kunningartøknina og mennast sum ein javnbjóðis partur millum heimsins mentanir.

Umframt framtøk og íløgur í sjálvt samskiftiskervið, sum eitt nú Vinnumálastýrið hevur arbeitt við, krevst m.a.:

Føroyar eiga at seta sær fyri at taka við og taka lut í hesi avbjóðing, soleiðis at føroyingar kunnu gerast millum fremstu tjóðirnar á kunningartøknisøkinum. Til tess krevst ein sterkur mentanarpolitikkur, og at mentan, undirvísing og gransking verða mett sum týdningarmestu íløguøkini hjá føroyska samfelagnum komandi árini.

 

Ein komandi oljuleiting og ein møgulig komandi oljuvinna undir Føroyum fer somuleiðis at krevja ítøkilig stig á undirvísingar-, granskingar- og mentanarøkinum.

Politiska endamálið er, at ein møgulig nýggj og umfatandi vinna sum oljuvinna, ikki dregur bæði mentanina, búskapin og alt samfelagið á ein einstáttaðan bógv, men at hon kann gerast eitt høvi at menna okkara førleika á øðrum økjum. Tí er neyðugt, at vit politiskt raðfesta íløgur í:

Tað fer at taka fleiri ár at røkka hesum málum. Men longu nú eru ávís stig tikin, og fleiri eru á veg, sum greitt verður frá niðanfyri.

Eitt avgerandi stig er, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið í samstarvi við Vinnumálastýrið, Oljumálastýrið og Fiskimálastýrið fer at gera ítøkiligt uppskot í hesi tingsetuni um at stovna ein mentanar-, útbúgvingar- og granskingargrunn, ið kann tryggja fíggjarligt støði undir íløgunum komandi árini.

Ongin ivast longur í, hvussu týdningarmikil gransking og útbúgving eru fyri eitt og hvørt samfelag. Útbúgvingarpolitikk-nevndin umrøður m.a. hetta í sínum áliti "Føroyskur førleiki", sum var fyrsta stigið til at gera ein útbúgvingar- og granskingarpolitikk fyri einar sjálvstøðugar Føroyar.

Nevndin hevur gjørt uppskot til eina yvirlýsing frá Føroya Landsstýri um gransking, tøkni og menning, sum verður løgd fyri løgtingið í heyst. Ætlanin við hesi yvirlýsing er at fáa munandi gongd á granskingina her á landi, so vit kunnu fáa meira burturúr okkara tilfeingi, samstundis sum vit kunnu verða við til at víðka um okkara eintáttaða búskap. Granskingartilfeingið verður eisini samskipað í størst møguligan mun. Málið er at økja um tann partin, sum fer til gransking og menning við minst 10% um árið tey næstu 10 árini. Hetta skuldi havt við sær, at Føroyar nærkast tí stigi, sum hini Norðurlondini eru á.

 

Fólkaskúlin

Eftir tann drúgva arbeiðssteðgin hjá sáttmálasettum lærarum í vár, er skjøtil settur á at fáa loyst ósemjurnar um fólkaskúlan og at fáa allar tættirnar í nýggju fólkaskúlalógini settar í verk í samstarvi millum politisku myndugleikarnar, fakfeløg, skúlaleiðslur, lærarar, foreldur og næmingar.

 

Løgtingslógin um fólkaskúlan

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur sett ein arbeiðsbólk til at geva landsstýrismanninum tilmæli innan 1. januar 2001 um ymisk viðurskifti í sambandi við at seta í verk løgtingslógina um fólkaskúlan.

 

Skúlastýrir

Uppskot um broytingar í løgtingslógini um fólkaskúlan verður lagt fyri Løgtingið fyrst í hesi tingsetu, so at valreglurnar til komandi skúlastýrisval kunnu verða lýstar við heimild í nevndu løgtingslóg.

 

Skúlavegleiðaraskipanin

Skúlavegleiðaraskipan fyri 7. - 9. skúlaár og 10. flokk er sett í verk í fólkaskúlanum til komandi skúlaár. Landið er skipað í 20 skúlavegleiðaradømi.

 

Telduvørðir í fólkaskúlanum

21 lærarar eru farnir undir eina eftirútbúgving til telduvørð í fólkaskúlanum. Ætlanin er, at lærararnir, sum nú eru farnir undir seinna árið í eftirútbúgvingini, skulu hava um hendi telduvarðauppgávuna í skúladømum um alt landið.

 

Arbeiðstíð læraranna í fólkaskúlanum

Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag hava avtalað at seta arbeiðsbólk at viðgera spurningin um nýggja arbeiðstíðarskipan fyri lærarar í fólkaskúlanum. Miðað verður eftir at seta í verk eina royndarskipan um arbeiðstíðina á ávísum skúlum frá 1. august 2001.

 

Handaverk og list

Tað hevur stóran týdning, at vit menna føroyskt handaverk og føroyska list við atliti at umhvørvi, tilfeingi og siðaarvi okkara. Føroyingar hava ígjøgnum øldir drúgvar royndir í handaligum virksemi av ymiskum slagi og í ymiskum listagreinum.

Arbeiðsbólkur er settur at viðgera og at lýsa spurningin um eina grundútbúgving í handaligum greinum við atliti at einari samskipan av ymiskum handaligum og listaligum greinum, har arbeiðsbólkurin m.a. skal kanna, um ein møgulig grundútbúgving á økinum kann verða samskipað við undirvísingina tað seinasta árið í fólkaskúlanum. Arbeiðsbólkurin er biðin um at geva tilmæli um málið til heystar.

 

Kunningartøkni

Arbeitt hevur verið við at menna kunningartøknina (KT) í fólkaskúlanum. So at siga allir 7.200 næmingarnir í fólkaskúlanum hava fingið sína egnu teldupostadressu. Sama er galdandi fyri teir 650 lærararnar í fólkaskúlanum. Tá ið ár 2000 er um at verða runnið, hava allir lærarar í fólkaskúlanum fingið eitt sonevnt KT-kort, ið veitir teimum ein grundleggjandi nýtslu- og pedagogiskan førleika.

Telduvørðaútbúgvingin hevur til endamáls at geva góðan førleika innan tað tøkniliga og tað pedagogiska. Telduvørðarnir fara at verða ein hornasteinur í framhaldandi menningini av KT í fólkaskúlanum. Talið av nýtímans teldum er økt munandi í fólkaskúlanum tey seinastu árini. Í desember í ár er talið av næmingum í miðal umleið 5 fyri hvørja teldu í teimum fólkaskúlunum sum hava 200 næmingar ella færri. Í teimum skúlum, sum hava fleiri enn 200 næmingar, er talið 9 næmingar fyri hvøjra teldu.

 

Skúlin í Sernámsdeplinum

Fleiri ivamál eru reist viðvíkjandi lógargrundarlagnum fyri virkseminum hjá skúlanum í Sernámsdeplinum. Uppskot er gjørt til eina kunngerð fyri virkseminum, sum hevur verið til hoyringar hjá avvarðandi pørtum. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at seta nevnd at endurskoða lógargrundarlagið og at viðgera samskipanina millum sernásmfrøðiliga virksemið, heilsu- og almannaverkið. Politiskt er endamálið greitt, at umframt sernámsfrøðiligu tilboðini á skúlanum og barnagørðunum kring landið skulu vera tilboð um skúla og barnagarð fyri serligan tørv.

 

Miðnám

Fiskivinnuútbúgvingar

Ein nevnd, sum umboðar nógv ymisk áhugamál innan fiski- og alivinnuna, fór í vár undir at kanna útbúgvingartørvin og at gera eitt tilmæli um, hvussu hesin tørvur kann nøktast á besta hátt.

Útbúgvingarnar skulu síggjast innan ein felags karm, sum tænastur, vørumenning og verkætlanir fyri vinnuna eisini eru partar av. Endamálið er, at útbúgving og skeiðsvirksemi fær eina so verkliga og yrkisrættaða tilgongd sum møguligt, men samstundis eigur lestrarførleikin at verða mentur samsvarandi.

Nevndin fer ætlandi at handa landsstýrismanninum eitt álit 1. desember. Tað verður grundarlagið undir arbeiðinum við einum lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin miðar ímóti at leggja fram í komandi ári.

 

Námsfrøðilig útbúgving fyri miðnáms- og vinnuskúlalærarar

Undirvísingar- og Mentamálastýrið byrjaði fyri einum ári síðani eina felags námsfrøðiliga útbúgving fyri lærarar, ið starvast á teimum ymsu miðnáms- og vinnuskúlunum. Útbúgvingin hevur ein ástøðiligan part, sum er farin fram í farna skúlaári og er endaður við próvtøku, og ein verkligan tátt, har viðkomandi lærarar so hvørt fara í starvsvenjing í øðrum landi í eitt 2-mánaða skeið.

Lagt er upp til námsfrøðiliga nýhugsan við útbúgvingini, sum 34 lærarar í fyrstu syftu taka lut í. Hugsað verður millum annað um nýggjar lærutilgongdir, lærugreinasamstarv, kunningartøkni í undirvísingini, umframt menningararbeiði og skúlamenning. Útbúgvingin er skipað við støði í føroyskum viðurskiftum, og tað er fyrstu ferð, at undirvísingarverkið hevur stílað fyri eini serligari føroyskari námsfrøðiligari útbúgving.

Úrslitini higartil vísa, at felags útbúgvingin hevur verið væleydnað, og at góðar vónir tí kunnu vera um, at hon fer at menna skúlarnar og útbúgvingartilboð teirra. Hildið verður tí fram eftir sama leisti, so hvørt tørvur er á at útbúgva fleiri lærarar.

 

Sjóvinnuútbúgvingar

Altjóða krøv gera, at neyðugt er við áhaldandi menning innan sjóvinnuútbúgvingarnar. Arbeiðsbólkar eru farnir undir at endurskoða útbúgvingarnar, og ætlanin er, at uppskot til nýggja løgtingslóg fyri navigatiónsútbúgvingarnar verður løgd fyri Løgtingið í heyst, meðan uppskot til nýggja løgtingslóg fyri maskinmeistaraútbúgvingarnar væntandi verður løgd fyri Løgtingið til várs.

Arbeiðið við at gera dygdarmenningarskipanir, sum er altjóða krav til stovnar við sjóvinnuútbúgvingum, er komið væl áleiðis, og fyrsta uttanhýsis eftirmeting av skipanunum verður í oktober.

Stórt trot er á maskinmeistarum, men torført hevur verið hjá næmingum uttan sveinabræv at fáa praktikktíðina, sum krevst fyri at sleppa inn á skúlan. Fyri at loysa henda trupulleika hevur verið arbeitt við at gera uppskot um kunngerð um praktikkpláss á skipum fyri maskinatstøðingar. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og skipanin verður sett í verk í næstum.

Um- og útbyggingin á Føroya Sjómansskúla verður liðug í heyst. Fíggjarligi stuðulin frá vinnulívinum hevur ruddað slóð fyri, at útgerðin á skúlanum er tøkniliga framúrskarandi. Við hesi nýbygging lýkur Føroya Sjómansskúli øll nútímans krøv til at veita bestu undirvísing. Møguleikarnir gerast nú eisini nógv betri at fara undir at bjóða umfatandi eftirútbúgving av okkara sjómonnum.

 

Bókasavnsskipan

Undirvísingar- og Mentamálastýrið setti á vári 2000 ein bólk at kanna bókasavnsviðurskiftini á vinnu- og miðnámsskúlunum soleiðis, at okkara bókasavnsorka verður gagnnýtt á besta hátt.

Hugsað verður m.a. um samstarv millum ymsar stovnar og skúlar og uppbygging av eini felags leiti- og útlánsskipan. Bólkurin lat álit frá sær fyrst í juli, og arbeitt verður við at kanna, hvussu ein nýggj bókasavnsskipan ítøkiliga kann setast í verk.

 

Oljuútbúgvingar

Oljuútbúgvingarsamtakið, ið fevnar um Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Tekniska Skúlan í Klaksvík, Tekniska Skúlan í Tórshavn, Maskinmeistaraskúlan og Føroya Sjómansskúla, varð á vári 2000 víðkað við Føroya Handilsskúla í Tórshavn.

Á fíggjarlógini í 2000 eru 300.000 kr. settar av til oljuútbúgvingartiltøk, og Oljuútbúgvingarsamtakið hevur fingið 400.000 kr. í stuðli frá einum oljufelagi til útbúgvingarendamál. Oljuútbúgvingarsamtakið fer í samstarvi við ymisk feløg og stovnar í Føroyum eins og uttanlands at gera sítt til at fyrireika føroyska vinnulívið eins og einstaklingar til komandi oljuvirksemi í føroyskum øki.

Samtakið hevur gjørt av at leggja dent á hesi útbúgvingartiltøk í heyst:

 

 

Hægri útbúgvingar og gransking

Menningin fram móti vitanarsamfelagnum setir stór krøv til hægri útbúgving og gransking. Granskingin er í dag spjadd á ymiskar stovnar undir ymsum stýrum. Í frágreiðingini frá útbúgvingarpolitikknevndini "Føroyskur Førleiki", sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum legði fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í fjør, vóru nógv uppskot um tiltøk til tess at styrkja gransking sum heild, eins og ávís øki vóru tikin fram og gjølla umrødd.

Frágreiðingin er fyrsta royndin at skipa ein heildarpolitikk á granskingarøkinum, og hon prógvar, at stórur tørvur er á samskipan og miðvísum ætlanum á bæði náttúruvísindaliga økinum og á samfelags- og hugvísindaøkinum. Ætlanin er at leggja fyri Løgtingið uppskot til "Yvirlýsing um gransking, tøkni og menning", og hendan yvirlýsing skal mynda meginreglurnar fyri tí granskingarpolitikki, sum tað almenna við støði í útbúgvingarpolitikkálitinum skal reka tey næstu mongu árini.

 

Fróðskaparsetur Føroya

Lógin um Fróðskaparsetur Føroya verður í hesum sambandi endurskoðað við atliti at tí kós, ið er sett í útbúgvingarpolitikkálitinum. Menningarætlan er gjørd fyri Fróðskaparsetur Føroya, har sett er út í kortið, hvussu lærdi háskúli okkara skal mennast tey komandi árini. Millum annað skal lógin heimila at stovna deplar undir Fróðskaparsetrinum, so hægri útbúgving og gransking kann fara fram kring landið.

 

Altjóða skrivstova

Altjóðagerðin á útbúgvingarøkinum ger, at størri tørvur er á vitan um útbúgvingar, stuðulsmøguleikar og liviumstøður í øðrum londum, soleiðis at vit eru før fyri at geva lesandi nøktandi leiðbeining og møguleikar.

Harumframt er neyðugt at samskipa útbúgvingaravtalur við aðrar hægri lærustovnar í heiminum. Tí er gjørt av at seta á stovn eina altjóða skrivstovu á Fróðskaparsetrinum, sum burturav tekur sær av hesum uppgávum í samstarvi við lestrarvegleiðararnar á miðnámsskúlunum. Játtan er tøk og skrivstovan verður stovnað í næstum.

 

Føroya Læraraskúli

Ein góður og vælvirkandi læraraskúli er fortreytin fyri einum góðum fólkaskúla, og harvið fyri grundstøðinum undir øllum útbúgvingarverkinum. Lógin um Føroya Læraraskúla er ótíðarhóskandi, og er ætlanin tí at leggja uppskot fyri Løgtingið um dagførda og broytta lóggávu fyri løgtingið til várs.

 

Sjúkrasystraskúli Føroya

Sjúkrasystraskúli Føroya flutti sum málsøki frá Almanna- og Heilsumálastýrinum til Undirvísingar- og Mentamálastýrið 1. januar 2000, og samstundis vórðu almanna- og heilsumálaútbúgvingarnar formiliga settar á stovn við støði í løgtingslóg nr. 44 frá 23. apríl 1999 um almanna- og heilsuútbúgvingar.

Arbeitt verður við at gera reglur fyri og seta karmar um almanna- og heilsuútbúgvingarnar, eins og at gera av, hvar útbúgvingarnar skulu fara fram. Arbeiðið hevur tikið somikið drúgva tíð, at útbúgvingin neyvan verður byrjað fyrr enn umleið 1. januar 2001. Søkt er eftir rektara, deildarleiðara við undirvísingarskyldu til almanna- og heilsuútbúgvingarnar og deildarleiðara við undirvísingarskyldu til sjúkrasystraútbúgvingina.

 

Mentan og list

Arbeitt verður við einum heildarpolitikki á mentanarøkinum, ið skal verða gjørdur ítøkiligur við virkisætlanum. Hesar virkisætlanir fara at fevna eitt nú um skapandi og útinnandi list, um tiltøk fyri børn og ung, um varðveiting av mentanararvinum, um ítrótt og um stuðul til áhugafelagsskapir og annað sjálvboðið frítíðar- og mentanarvirksemi.

 

Fyrsta virkisætlanin fevnir um skapandi og útinnandi list, og verður ætlanin løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í heyst. Í hesi ætlan verða sett nøkur mentanarpolitisk mál fyri tíðarskeiðið 2000-2005, og lýst verður, hvussu vit skulu røkka hesum málum.

Á barna- og ungdómsøkinum er endamálið, at børn og ung skulu hava bestu fortreytir at mennast í frítíð teirra kring alt landið. Undirvísingar- og Mentamálastýrið fer í næstum at seta ein hugskotsbólk, mannaður av fólkum, sum dagliga eru virkin innan barna- og ungdómsarbeiðið. Hesin bólkur skal gera uppskot til eina barna- og ungdómspolitiska virkisætlan, ið vónandi verður klár at leggja fram fyri almenningin um eitt ár ella so.

 

Sjónvarp og Útvarp

Løgtingslógin um kringvarp hevur virkað í góð tvey ár. Gongdin hevur víst, at neyðugt er at gera broytingar, so lógin kann fremjast í tí anda, hon var ætlað. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at bæði Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya verða skipað sum sjálvstøðugar, almennar fyritøkur, ið verða stjórnaðar av nevndum, ið bæði hava fíggjarliga og programmpolitiska ábyrgd. Í hesum sambandi verður eisini skotið upp at tryggja eitt fíggjarligt støði undir fyritøkunum, so tær óheftar kunnu røkja sínar mentanarpolitisku uppgávur til fulnar.

 

Mentanararvurin

Arbeitt verður við uppskoti um økt samstarv millum stovnar á mentanarøkinum - í fyrsta umfari landsbókasavn, landsskjalasavn, fornminnissavn og listasavn. Hetta arbeiðið er partur av virkisætlan fyri tað økið, ið fevnir um mentanararvin. Harumframt er tørvur á dagføringum av lóggávu á nøkrum økjum, meðan tørvur er á meira djúptøknum lógarbroytingum á øðrum økjum.

Ætlan er at dagføra alla bókasavnslóggávuna og at koma við uppskoti til nýggja fornminnislóggávu, har tørvur er á rættiliga stórum broytingum.

Uppskot um eitt føroyskt mentanet er handað landsstýrismanninum. Í álitinum verður mælt til at stovna Mentanetið, ið er eitt tøkniligt net, har allir almennir mentanarstovnar, umframt mentanarlig feløg o.t. verða íbundin. Mentanetið fer við nýggjastu kunningartøknini at gera tað sera lætt atkomiligt hjá landsins borgarum at fáa samband við almennar mentanarstovnar og –tænastur. Arbeiðið er partur av eini norðurlendskari ætlan.

Mentanarlig samstarvsavtala millum Føroyar, Íslands og Grønlands er undirskrivað 29. november 1999. Hon fevnir um mentan og ítrótt fyri ár 2000. Í hesum sambandi er ítróttasamstarv farið í gongd landanna millum. Økt fíggjarligt ískoyti frá veddingarpeningi kemur væntandi ítróttini til góða í næstu framtíð.

Norðurlendska mentanarsamstarvið verður framvegis útbygt, og Føroyar fara eins og Grønland og Áland væntandi longu frá 1. januar 2001 at fáa fastan lim í stýrið fyri Nordisk Kulturfond.

Undirvísingar- og Mentamálastýrið arbeiðir ítøkiliga við at orða ein orðabókapolitikk, sum løgtingið hevur ynskt tað, soleiðis at føroyingar fara at fáa orðabøkur tøkar í og úr fremmandum máli. Í hesum sambandi verður arbeitt við at gera eina skipan, soleiðis at arbeiðið, sum í dag fer fram innan hetta økið, verður samskipað.

 

Økismenning

Løgtingið samtykti undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri ár 2000 at nevnd skuldi setast at viðgera økismenning fyri Føroyar. Nevndin er sett og hevur fingið til uppgávu at lýsa støðuna í teimum ymsu økjunum í landinum við neyvum hagtølum, sum ikki hava verið gjørd áður. Hartil skal nevndin gera ítøkilig uppskot til, hvørjar fortreytir skulu skapast viðvíkjandi samferðslu, útbúgvingarmøguleikum, mentanararbeiði og umsiting í økjunum til tess at fremja ein veruligan økismenningarpolitikk. Nevndin, ið hevur limir úr øllum høvuðsøkjum í landinum, skal samskipa sítt arbeiði við útoyggjanevndina, og skal vera liðug við arbeiði sítt í hesum árinum. Úrslitið av nevndararbeiðnum verður grundarlag undir einum aðalorðaskifti á Løgtingi um økismenning.

 

 

 

 

 

PARTUR III

 

 

Løglisti

 

 

Løgmansskrivstovan

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur (kommunuvallógin)

Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn

Uppskot til løgtingslóg um edv-skráseting

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í lógini um fyrisitingarlóg/personalesager

Uppskot til kongliga fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar lóg nr. 940 frá 20. desember 1999 um rættarhjálp til at føra kærumál við altjóða kærustovnar sambært mannarættindasáttmálum

Uppskot til løgtingslóg um sivila tilbúgving

Uppskot til samtyktar um samráðingar við Evropasamveldið um nýggja samstarvsskipan

Uppskot til ríkislógartilmæli um 12 fjórðinga umveldismark

Frágreiðing frá løgmanni um trygdarmál

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg um vedding

Uppskot til ígildissetan fyri Føroyar av Schengensáttmálanum

Føroysk útlendingalóggáva

Frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál

 

Fíggjarmálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov nr. 199 af 2. april 1974 om banker og sparekasser med senere ændringer"

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov nr. 1072 af 20. december 1995 om værdipapirhandel m. v. med senere ændringer"

Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov nr. 348 af 9. juni 1993 om forebyggende foranstaltninger mod hvidvaskning af penge"

Uppskot til kongliga fyriskipan um ígildissetan fyri Føroyar "lov nr. 414 af 31. maj 2000 om viss betalingsmidler".

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av vinningi í samband við sølu av virðisbrøvum

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentuskatt

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.

 

Fiskimálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Yvirtøka av skipaeftirlitinum (álit og aðalorðaskifti). Uppskot um nýggja lóggávu

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um telefonstuðul

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd

Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslógum um mynstring og um sjómenn

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skipaskráseting

Uppskot til løgtingslóg um tyrlutilbúgving

Frágreiðing frá landsstýrismanninum um fiskivinnupolitikk

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg um bjarging á sjónum

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

Vinnumálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg um avtøku av Menningargrunni Ídnaðarins, Føroya Ídnaðargrunni, Vakstrarhúsgrunninum og Ábyrgdargrunninum og til løgtingslóg um vinnuframagrunn

Uppskot til løgtingslóg um vinnu

Uppskot til løgtingslóg um seming

Uppskot til løgtingslóg um barnsburðargrunn

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjaldsgrunn alivinnunar.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti

Uppskot til løgtingslóg um útbjóðingar á samferðsluøkinum

Uppskot til løgtingslógir ella broytingar í løgtingslógum soleiðis at tey 16 ES-direktivini kunnu setast í gildi í.s.v. heilsufrøðiliga samstarvið við ES

Frágreiðing frá landsstýrismanninum um ferðavinnupolitikk

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi og umlegging av Postverki Føroya

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski

 

Oljumálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Frágreiðing frá landsstýrismanninum um oljumál

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Frágreiðing frá landsstýrismanninum um umhvørvismál

 

Almanna- og Heilsumálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.a

Uppskot til løgtingslóg um eftirlønarskipan

Uppskot til løgtingslóg um Arbeiðsskaðatryggingarlóg

Uppskot til løgtingslóg um dagpening

Uppskot til løgtingslóg um trivnaðar- og heilsuráð

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunnin

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einsamallar uppihaldarar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ansingarsamsýning til eldri og óhjálpin heima

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening

Uppskot til løgtingslóg um avmarking av tubbaksnýtslu

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot til løgtingslóg um barnaforsorg

Uppskot til løgtingslóg um forsorg

Uppskot til løgtingslóg um "heilsufyriskipanir fyri børn og ung"

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrakassar

Frágreiðing frá landsstýrismanninum um sjúkrahúspolitikk

 

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

Mál, ið ætlanin er at leggja fram í ár:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

Uppskot til løgtingslóg um handaverk og list

Uppskot til løgtingslóg um navigatørútbúgvingar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Granskingarráð Føroya

Uppskot til løgtingslóg um Leikpall Føroya

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsbókasavn

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um megin-/ fólka- og skúlabókasøvn

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

Frágreiðing frá landsstýrismanninum um mentanarpolitiska virkisætlan

 

Mál, ið ætlanin er at leggja fram næsta ár:

Uppskot um løgtingslóg um skúlabókaútgávu

Uppskot um løgtingslóg um fólkaupplýsing

Uppskot til løgtingslóg um maskinmeistaraútbúgvingar

Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskivinnu og havbúnað

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um friðing av fornminnum.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi

Frágreiðing frá landsstýrisamanninum um økismenning