Skúlin á Trøðni

Latið tingmonnum 13. juni 2000

UTTAN HEIMILD 

INNGANGUR

Síðan Skúlin á Trøðni til fíggjarárið 1998 varð niðurlagdur sum ein sjálvstøðugur undirvísingarstovnur og gjørdur til part av ráðgevingarskipanini hjá landsskúlafyrisitingini undir felags heitinum Sernámsdepilin, hevur støðan á skúlanum verið ógvuliga ógreið.

Tí samstundis sum næmingar í fólkaskúlaldri framvegis hava verið innskrivaðir at ganga í skúlanum, og starvsfólkini á "gamla" Skúlanum á Trøðni framvegis hava verið og eru tænastumenn í føroyska fólkaskúlanum, so hevur fólksskúlalógin ikki verið fylgd.

Eingin reglugerð hevur verið fyri Sernámsdepilin, so hann hevur higartil verið bæði undirvísingarstovnur og ráðgevingarstovnur í senn, hóast greiður munur er í fólkaskúlalógini millum hesar báðar skipanir.

Starvsfólkini hava verið ógvuliga ótrygg við støðuna, og fyri einum ári síðani sendu vit út Frágreiðing um Sernámsdepilin. Vit vónaðu at fáa okkurt andsvar, so skipað viðurskifti kundu fáast.

Men eingin læt við seg koma, fyrr enn Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, fyri jól 1999 setti landsstýrismanninum í skúlamálum nakrar spurningar viðv. Sernámsdeplinum. Svarini frá landsstýrismanninum vóru ógvuliga ógreið, sama var við einum skrivi frá Hensari Ellingsgaard deildarleiðara, til nevndina í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni.

Tá ið so uppskot til Kunngerð um sernámsfrøðiligt virksemi varð send út til hoyringar, gjørdi nevndin í lærararáðnum av at taka málið uppaftur.

Vit sendu nakrar viðkomandi spurningar til Føroya Lærarafelag og heittu á felagið at biðja í minsta lagi tveir løgfrøðingar svara teimum.

Her er úrslitið. Vónandi er støðan nakað greiðari viðv. Sernámsdeplinum. 

Skúlin á Trøðni

Skúlin a Trøðni var danskur sjálvsognarstovnur, til hann kom yvir á føroyskar hendur í 1988.

Í 1989 heitti Føroya Landsstýri á landsskúlastjóran um at seta niður nevnd at gera uppksot um nýggjar lógarreglur og skipan fyri Skúlan á Trøðni.

Einki lógaruppskot spurdist burturúr, men úrslitið gjørdist ein ivasom kunngerð, kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving, ið varð lýst 17. okt. 1990.

Í 1990 fingu "donsku" starvsfólkini á Skúlanum á Trøðni tilboð um nýggj setanarskriv frá Føroya Landsstýri. Í teimum stendur:

"Føroya Landsstýri" avgjørdi á sumri 1990 at broyta støðu skúlans frá at vera ein sjálvsognarstovnur til at vera ein almennur skúli innan fólkaskúlan - og samsvarandi hesum bjóðar landsstýrið tygum at verða tænastumaður í føroyska fólkaskúlanum frá 1. avgust 1990 at rokna."

Flestu starvsfólkini tóku av, men nøkur vórðu verandi - og eru framvegis - danskir tænastumenn.

Fyrisitingarliga var skúlin nú komin undir landsskúlafyrisitingina eins og allir aðrir skúlar í Føroyum, og lógargrundarlagið fyri virkseminum var kap. 4 í fyrisitingarlógini frá 1978, Aðrir almennir skúlar.

Í 1992 fingu starvsfólkini sendandi frá landsskúlafyrisitingini Reglugerð fyri lærararáðið á Skúlanum á Trøðni. Henda reglugerð hevði heimild í § 28 í fyrisitingarlógini (á hvørjum almennum skúla......verður skipað eitt lærararáð).

Miðskeiðis í 90 árunum varð nevnd sett at lýsa stjórastarvið á Skúlanum á Trøðni. Nevndin kom til hesa niðurstøðu:

"Skúlaleiðslan á Skúlanum á Trøðni hevur eins og á øðrum skúlum ta fyrisitingarligu og tað námsfrøðiligu ábyrgdina, og skúlaleiðslan hevur í hesum sambandi skyldur mótvegis foreldrum, starvsfólki og hægri myndugleika, soleiðis sum hesar eru ásettar eftir galdandi lóg, kunngerðum og rundskrivum."

Hóast vantandi lógarreglur hevur skúlin tó verið ein náttúrligur partur av føroyska skúlaverkinum, og í forarbeiðinum til fólkaskúlalógina, Álit til nýggja fólkaskúlalóg, verður skúlin nevndur við navni í sambandi við tvær lógargreinar.

Fyrru ferð er í sambandi við §27, 3. stk.:

".....tað er henda lógargrein, sum m.a. heimilar tilvísing av næmingum til undirvísing í Skúlanum á Trøðni, ........"

Og viðmerkingar til §66 ljóða (í álitinum er hetta §70):

"Nevndin heldur, at Skúlin á Trøðni er dømi um almennan undirvísingarstovn undir landinum, ......"

Fólkaskúlalógin varð samtykt á Føroya Løgtingi á sumri 1997.

Øll árini frá 1988 og fram til fíggjarárið 1998 hevði Skúlin á Trøðni egna játtan á fíggjarlógini, í 1989 16,5 mió. og í 1998 12,2 mió. krónur. 

Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin

Skúlin á Trøðni hevur ikki verið einasta tilboð innan erundirvísing í Føroyum.

Landsskúlafyrisitingin hevur í mong ár havt sína egnu ráðgevingarskipan innan serundirvísing, Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin kallað (SNR).

Í fólkaskúlalógini frá 1997 stendur:

"Kommunustýrið hevur, um foreldrini ynskja, at børn verða skrivað inn í fólkaskúlan, skyldu at skipa so fyri, at øll hesi børn, sum búgva í øki skúlamyndugleikans, fáa undirvísing í hesum øki...., og at teimum kann verða veitt sernámsfrøðilig hjálp, smb. §4, 3. og 4. stk."

§4 3. stk. sigur:

"Skúlum verður veitt sernámsfrøðilig ráðgeving og næmingum sernámsfrøðiligur stuðul."

Føroya Løgting skilir sostatt greitt ímillum tvær skipanir: Um foreldrini ynskja, at barn teirra skal verða skrivað inn í heimliga skúlan, so skal Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin á Landsskúlafyrisitingini síggja til, at barnið fær sernámsfrøðiliga hjálp. Vilja foreldrini ikki hetta, so skal teimum standa í boði at kunna senda barn teirra á serskúla (Skúlan á Trøðni).

Føroya Løgting hevur ongantíð tikið politiska avgerð um, at hetta skal gerast ein og sama skipan.

Gongdin í 90 árunum

Landsskúlafyrisitingin hevur tó øll hesi árini havt ætlanir um at gera Skúlan á Trøðni til ein part av ráðgevingarvirkseminum hjá fyrisitingini.

Í 1991 avgjørdi landskúlastjórin, at SNR (sernámsfrøðiliga ráðgevingin á Landsskúlafyrisitingini) skuldi flyta inn í Skúlan á Trøðni at hava skrivstovur.

90 árini vóru hereftir merkt av sera ótryggum viðurskiftum á Skúlanum á Trøðni. Hesum er nærri greitt frá í Frágreiðing um Sernámsdepilin frá mai 1999.

Uppritið

Á heysti 1997 vórðu starvsfólkini á Skúlanum á Trøðni kallað til fundar har m.a. landsstýrismaðurin í skúlamálum og aðalstjórin í Mentamálastýrinum luttóku. Á hesum fundi fingu starvsfólkini handað Upprit um Sernámsdepilin.

Hetta upprit var ein ætlan, sum Landsskúlafyrisitingin hevði gjørt. Ætlanin gekk út uppá at leggja Skúlan á Trøðni saman við Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina. Samanlagdi stovnurin skuldi eita Sernámsdepilin. Ein stjóri skuldi hereftir hava alla ábyrgd av øllum sernámsfrøðiliga virkseminum í Føroyum.

Orsøkirnar til uppskotið um samanlegging síggjast á síðu 5 og 6 í Upprit um Sernámsdeplin:

"Í sambandi við, at bæði skúlastjórin og inspektørurin á Skúlanum á Trøðni høvdu sagt frá, at teir ætlaðu at fara frá á sumri 1997 við eftirløn, varð spurningurin veruliga um samskipan av sernámsfrøðiliga virkseminum í eina eind tikin uppaftur, og m.a.hevur arbeiðsbólkur við umboðum frá Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini, leiðsluni á Skúlanum á Trøðni og Landsskúlafyrisitingina viðgjørt málið.

Semja varð í arbeiðsbólkinum um, at ein nýggjur bygnaður, har alt tað sernámsfrøðiliga virksemið er skipað í eina eind, hevði bøtt munandi um tænasturnar til viðskiftafólkini og um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum starvast innan økið. Hesi sjónarmið hava verið førd fram fyri landsstýrismanninum m.a. á fundi 29. april 1997.

Í skrivi, dagfest 9. mai 1997, heitir landsskúlastjórin á landsstýrismannin um, "at fremja ætlanina um at skipa sernámsfrøðiliga virksemið í eina fyrisitingarliga-, námsfrøðiliga- og fíggjarliga eind.

Landsstýrismaðurin tók undir við uppskotinum frá landsskúlastjóranum um at skipa sernámsfrøðiliga virksemið í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind og heitti á skúlafyrisitingina um at gera uppskot til, hvussu virksemi innan hetta økið kann skipast.

Skúlafyrisitingin mælir til, sum fyrsta stigið fyri endaligari samanlegging av virkseminum innan hetta økið, at seta á stovn ein Sernámsdepil."

Her sæst týðuliga, at tað er ikki Føroya Løgting, men landsskúlafyrisitingin, sum rekur politikk. Uppgávan hjá fyrisitingini er annars ásett í kap. 7 í fólkaskúlalógini, har §57, stk. 1 ljóðar:

"Landsstýrismaðurin (fyrisitingin) hevur ta yvirskipaðu leiðsluna og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og at ásettar fyriskipanir verða settar í verk."

Í hesum føri má sigast, at fyrisitingin hevur yvirtulkað sín leiklut.

Landsstýrismaðurin spurdi heldur ikki Føroya løgting, hvat tingið helt um ætlaninar. Heldur ikki foreldur, næmingar, lærarar, áhugafeløg (Javni, MBF o.o.) vórðu spurd, hvat tey hildu um ætlanina.

Sum áður víst á, so er her talan um tvær heilt ymiskar skipanir, sum verða lagdar saman: Øðrumegin ein undirvísingarstovnur, sum hevur ábyrgdina av innskrivaðum børnum bæði undir og í skúlaaldri og hinumegin ein ráðgevingarstovnur, ið skal veita stuðul og ráðgeving til børn undir og í skúlaaldri, børn, sum heimligi barnagarðurin ella skúlin hevur ábyrgdina av.

Eftir uppritinum skuldi "gamli" skúlin á Trøðni halda fram sum ein deild av Sernámsdeplinum við egnum deildarleiðara. Bæði skúlin og barnagarðurin vóru partar av hesi deild.

So at síggja til var alt við tað gamla.

Men verður lisið á síðu 6, "Endamálið við Sernámsdeplinum", so sæst, hvørjar veruligu ætlaninar eru. Har stendur:

"Sernámsdepilin skal vera felags starvsstað hjá øllum teimum, sum virka innan sernámsfrøðiligu ráðgevingina bæði sentralt og lokalt, ....."

Ætlaninar eru sostatt at gera Sernámsdepilin til ein ráðgevingarstovn. Og sum víst varð á í fyrra brotinum úr uppritinum, so er samanleggingin bert fyrsta stigið í hesi ætlan.

Landsstýrismaðurin tók undir við ætlanini hjá fyrisitingini, og í des. 1997 fingu starvsfólkini í Skúlanum á Trøðni bræv frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, har sagt varð, at nú var starvsstarvsstaðurin broyttur frá Skúlanum á Trøðni til Skúlan í Sernámsdeplinum.

Og hetta hevði skund, tí millum jóla og nýggjárs skuldi fíggjarlógin fyri 1998 samtykkjast.

Og í hesa fíggjarætlan kemur fyri fyrstu ferð rakstrarjáttan til Sernámsdepilin.

Lýst varð eftir stjóra til Sernámsdepilin. Ein umsøkjari var, og leiðarin fyri SNR á Landsskúlafyrisitingini fekk starvið. Í starvslýsingini stendur m.a. , at stjórin skal hava ta námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av Sernámsdeplinum og sernámsfrøðiliga virkseminum í undirvísingarverkinum.

Stjórin fyri Skúlan á Trøðni, sum fram til 31. des. 1997 hevði havt fulla ábyrgd av skúlanum, gjørdist nú deildarleiðari uttan ábyrgd í Sernámsdeplinum.

Tvístøðan millum undirvísingarstovn øðrumegin og ráðgeving (fyrisiting) hinumegin gerst nú beinanvegin sjónlig. Fólkaskúlalógin er sera greið, tá ið hon í §55, stk. 2 sigur, at skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum.

Hetta, at ein skúlastjóri gerst ein deildarleiðari uttan ábyrgd, er tí í beinleiðis andsøgn til fólkaskúlalógina, sum Føroya Løgting samtykti á sumri 1997.

Broytingar

Umskipanin fram móti eini ráðgevingarskipan burturav fór beinanvegin í gongd.

Einasti lærarin, ið var ikki tænastumaður, varð sagdur úr starvi, og síðani eru fleiri lærarar farnir frá, uttan at nakar er settur aftur í staðin. So taktikkurin er, at skúlin skal minka burtur í einki av sær sjálvum, uttan at almenningurin veit, hvat gongur fyri seg.

Serbarnagarðurin, sum hevur verið partur av Skúlanum á Trøðni síðani einaferð í 60 árunum, varð á sumri 1998 niðurlagdur og gjørdur til ein ráðgevingar- og eygleiðingarbarnagarð. Tað er ikki longur møguligt at hava innskrivað børn í føstum stovnsplássi í serbarnagarðinum í Sernámsdeplinum.

Leiðslan sigur, at heimild er ikki longur fyri hesum. Og heimildin hjá fyrisitingini umfatar jú bara stuðul og ráðgeving, so tað er rætt, at fyrisitingin ikki sjálv kann reka serbarnagarð.

Men fólkaskúlalógin í sjálvum sær forðar ikki fyri hesum.

Í notatið til foreldraráðið á Skúlanum á Trøðni, dagfest 15. mai 2000, sigur Sigmund Poulsen adv.:

"Sjálvt um §26, stk. 1, 2. punktum ásetir, at fólkaskúlin skal hava tilboð um sernámsfrøðiliga hjálp til øll undir 18 ár, so forðar hendan áseting ikki fyri, at Sernámsdepilin skrivar inn børn undir skúlaaldur, um foreldrini ynskja tað. Sostatt er eisini heimild til at hava serbarnagarð ella líknandi á Sernámsdeplinum við heimild í fólkaskúlalógini."

Barnagarðslærararnir, sum starvaðust í serbarnagarðinum, gjørdust eisini tænastumenn í føroyska fólkaskúlanum, tá ið Skúlin á Trøðni gjørdist almennur skúli innan fólkaskúlan. Teir starvaðust tá sum undirvísandi barnagarðslærarar.

Síðani fyrisitingin niðurlegði barnagarðin á sumri 1998, hevur teimum verið álagt eygleiðingar- og ráðgevingarvirksemi.

Hevur fyrisitingin heimild at broyta grundarlagið undir teirra tænastumannastarvi, uttan at starvstreytirnar verða broyttar?

Hetta at serbarnagarðurin er niðurlagdur, hevur Føroya Løgting ongartíð fingið at vita. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 stóð undir virksemisyvirlitinum hjá Sernámsdeplinum framvegis barnagarður og eygleiðing, hóast bara seinna virksemið fór fram.

Frágreiðing um Sernámsdepilin

Starvsfólkini á Skúlanum á Trøðni hava verið sera ótrygg viðv. stóru broytingunum og ógreiðu viðurskiftunum, og á vári 1999 samtykti 90% av limunum í lærararáðnum at senda út eina frágreiðing um viðurskiftini á staðnum. Frágreiðingin, Frágreiðing um Sernámsdepilin, varð send øllum løgtingslimum, landsstýrismanninum í skúlamálum, MBF, Javna o.ø. við áhuga í málinum.

Men eingin - hvørki politikkarar ella avvarðandi - læt við seg koma, og tí hendi ikki meira í málinum.

Í Løgtingsfíggjarlógini fyri ár 2000 stóð framvegis barnagarður og eygleiðing.

Spurningar á tingi

Men fram ímóti jólum 1999 boðaði løgtingslimurin Rúna Sivertsen frá nøkrum spurningum til landsstýrismannin í skúlamálum viðv. Sernámsdeplinum.

Svarini frá landsstýrismanninum vóru merkt av uttanumtosi, og Rúna Sivertsen góðtók tey ikki. Spurningarnir vórðu settir av nýggjum í Løgtinginum, men tá ið svarini komu, vóru tey sera ógreið og enn einaferð merkt av uttanumtosi. Rúna Sivertsen sigur í viðtalu við blaðið hjá Javna, at hon umhugsar at fara til løgmans við málinum

Ein av upplýsingunum, sum landsstýrismaðurin kom við, var, at Sernámsdepilin er ein stovnur í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Viðv. hesum sendi lærararáðsnevndin fyrispurning, og vit fingu tveir mánaðar seinni eitt sera fløkt svar frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum undirskrivað av Hensari Ellingsgaard, deildarstjóra.

Um hetta mundið hoyrdist, at nú var reglugerð fyri Sernámsdepilin ávegis.

Og 26. apríl varð Kunngerð um sernámsfrøðiligt virksemi send MBF til umælis. Nakrar dagar seinni fekk Føroya Lærarafelag kunngerðina. Møguligar viðmerkingar skuldu vera Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í hendi 22. mai 2000.

Vit sótu nú við fleiri skrivum, ið viðgjørdu Sernámsdepilin. Fyrst vóru tað svarini frá Signari á Brúnni til Rúnu Sivertsen, síðani svarið frá Hensari Ellingsgaard til lærararáðsnevndina, og nú eisini uppskot til kunngerð. Samanlagt góvu hesi skriv eina sera fløkta og ógreiða mynd av okkara starvsstaði.

Nevndin í lærararáðnum gjørdi tí av, at nú skuldi greiða fáast á viðurskiftunum. Nakrir spurningar vórðu tí orðaðir, og nevndin bað Føroya Lærarafelag heita á í minsta lagi tveir løgfrøðingar um at koma við løgfrøðiligum niðurstøðum. Lærarafelagið bað Bjørn á Heygum og Hans Trygva Teirin gera sínar metingar. Samstundis hevði forelddraráðið á Skúlanum á Trøðni heitt á Sigmund Poulsen, og hann er eisini komin við einum notati viðv. Sernámsdeplinum.

Heimildir fyri Sernámsdeplinum

Viðv. spurninginum, hvørjum lógargrundarlagi Skúlin á Trøðni var undir í 90 árunum, og hvørja lógarheimild landsstýrismaðurin hevði til at gera skúlan til part av fyrisitingini (Sernámsdeplinum), svarar Signar á Brúnni í Løgtinginum:

"Skúlin á Trøðni var ein fyrisitingarlig eind beinleiðis undir meginfyrisitingini og Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin var eisini ein partur av meginfyrisitingini. Tað krevst tí ikki nakað ávíst lógargrundarlag fyri at leggja hesar báðar partarnar saman í eina eind."

Her villleiðir landsstýrismaðurin løgtingið, tí hann roynir at fáa tað at tykjast, eins og Skúlin á Trøðni altíð hevur verið ein partur av landsskúlafyrisitingini. Men hetta er ósatt. Um so var, hvussu ber tað tá til, at sami landsstýrismaður fyrst í 90 árunum gav starvsfólkunum á Skúlanum á Trøðni tilboð um at gerast tænastumenn í føroyska fólkaskúlanum, tí landsstýrið hevði avgjørt, at Skúlin á Trøðni skuldi gerast almennur skúli innan fólkaskúlan? Um skúlin altíð hevur verið partur av fyrisitingini, hví fingu starvsfólkini ikki tilboð um starv í fyrisitingini í staðin?

Hensar Ellingsgaard er ikki samdur við sín egna landsstýrismann. Hann sigur í svari til nevndina í lærararáðnum, at Skúlin á Trøðni "bert kundi koma undir reglurnar í kap. 4 í lógini um fyrisiting av skúlaverkinum sum almennur skúli."

Í uppskoti til kunngerð stendur, at Sernámsdepilin er stovnur við trimum deildum. Tríggir deildarleiðarar skulu vera, men yvir teimum verður ein stjóri við allari ábyrgd.

Men var nøkur heimild at niðurleggja Skúlan á Trøðni og gera hann til part av einum Sernámsdepli?

Hvat siga løgfrøðingarnir?

Sigmund Poulsen:

"Heimildina til at umskipa skúlan til ein undirskipaðan part av einum nýggjum stovni, síggi eg ikki beinleiðis í fólkaskúlalógini ella aðrari lóg, og spurnartekin kann møguliga eisini setast við heimildargrundarlagið til yvirhøvur við tí ætlaðu kunngerðini at skipa ein nýggjan stovn sum Sernámsdepilin."

Hans Trygvi Teirin:

"Heimildargrundarlagið undir Sernámsdeplinum er ógreitt."

Bjørn á Heygum:

"Einki stendur um stovnseting av nøkrum Sernámsdepli, sum skal taka sær av hesi ráðgeving ella undirvísing og enn minni stendur nakað um ein serligan leiðslubygnað fyri henda sjálvstøðuga stovn."

Heimildirnar fyri skúlanum í Sernámsdeplinum

Í Skúlanum í Sernámsdeplinum eru framvegis innskrivaðir uml. 30 næmingar í fólkaskúlaaldri. Landsstýrismaðurin upplýsti í løgtinginum:

"Heimildirnar til virksemi í Sernámsdeplinum eru í §4,stk.3, 4 og 5. í løgtingslógini frá 1997 um fólkaskúlan."

Hetta eru sum áður nevnt heimildirnar hjá fyrisitingini at veita skúlum og næmingum ráðgeving og stuðul. Eisini segði hann:

"Skúlaleiðarin og stjórin í Sernámsdeplinum eru báðir settir av landsstýrismanninum og eru partar av fyrisitingini."

Har aftur at upplýsti landsstýrismaðuri:

"Í skúlanum í Sernámsdeplinum er skúlaleiðari, hvørs heimildir ikki eru ásettar í lóg ella kunngerð. Starvið er tí ikki skipað á sama hátt sum eitt skúlaleiðarastarv í fólkaskúlanum."

Hervið staðfestir hann, at skúlin í Sernámsdeplinum ikki er partur av fólkaskúlanum.

Hensar Ellingsgaard sigur í svari til lærararáðsnevndina:

"Í grannalondum okkara er tað ikki ein óvanligur fyrisitingarligur bygnaður, at stovnar og skúlar verða stýrdir beinleiðis av fyrisitingini,...."

Men hvussu er so við lógarheimildum fyri hesum í Føroyum?

Í uppskoti til nýggja kunngerð stendur, at skúlin í Sernámsdeplinum er deild fyri seg ( ein av trimum). Ein deildarleiðari skal hava leiðsluna av skúlanum undir ábyrgd stjórans í Sernámsdeplinum.

Avgerðandi spurningurin er: Finst nøkur heimild í áðurnevndu lógargreinum fyri, at fyrisitingin kann reka ein skúla, sum har aftur at ikki fylgir fólkaskúlalógini?

Hvat siga so løgfrøðingarnir?

Sigmund Poulsen, advokatur:

"Tað framgongur annars ikki heilt klárt, um Skúlin á Trøðni við tí ætlaðu kunngerðini í veruleikanum ikki er skúli longur í lógarinnar merking, men ein serlig deild av einum stovni, sum nevnist Sernámsdepilin.

Men um so er, at ætlanin við kunngerðini er, at talan ikki longur skal vera um ein skúla, sum t.d. ikki er umfataður av skúlafyrisitingarlógini, so er tað mín fatan, at landsstýrismaðurin hevur ikki fingið heimild í teimum omanfyri nevndu ásetingum í fólkaskúlalógini at skipa Skúlan á Trøðni sum annað enn ein skúla. Tí er skúlin umfataður av skúlafyrisitingarlógini og møguligum øðrum ásetingum um skúlar yvirhøvur."

Bjørn á Heygum, advokatur:

"Einki stendur um at veita hesa tænastu út frá eini sjálvstøðugari fyrisitingarligari eind uttan fyri fólkaskúlan.

Undir teimum fortreytum og tí samanhangi nevndu lógargreinir eru orðaðar verður niðurstøðan, at landsstýrismaðurin ikki hevur eina nóg greiða heimild til, at fyrisitingin kann fara undir at reka ein slíkan skúla.

Greið heimild til slíkan rakstur finst ei heldur aðrastaðni í fólkaskúlalógini.

(....)

Eingin ivi er um, at skúli og lærarar skulu fylgja ásetingunum í fólkaskúlalógini, og annars skipa seg undir tann leiðslubygnað, sum fólkaskúlalógin fyriskrivar."

Heimildirnar hjá skúlaleiðsluni

Sum áður nevnt sigur fólkaskúlalógin (§55, stk.2), at "skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum".

Men landsstýrismaðurin upplýsti í løgtinginum, at "í skúlanum í Sernámsdeplinum er skúlaleiðari, hvørs heimildir ikki eru ásettar í lóg ella kunngerð. Starvið er tí ikki skipað á sama hátt sum eitt skúlaleiðarastav í fólkaskúlanum. (...). Skúlaleiðarin hevur útint virki sítt, soleiðis at tað starvsliga sæð í mest møguligan mun samsvarar við skúlaleiðarum fólkaskúlans"

Og Hensar Ellingsgaard upplýsti fyri lærararáðsnevndini, at "stovnsetingin av Sernámsdeplinum hevði við sær, at ein partur av heimildunum hjá skúlanum var fluttur til stjóran í Sernámsdeplinum.

Her fara bæði landsstýrismaðurin og Hensar Ellingsgaard ógvuliga lætt um sannleikan. Sum áður nevnt í hesum skrivi varð í jan. 1998 lýst eftir stjóra til Sernámsdepilin. Og í lýsingini stóð, at stjórin fekk ta námsfrøðiligu-, fyrisitingarligu- og fíggjarligu ábyrgdina av Sernámsdeplinum. Deildarleiðarin (skúlaleiðarin) hevur í dag onga ábyrgd yvirhøvur.

Hetta verður eisini staðfest í uppskoti til kunngerð, har §10, stk. 1 sigur: " Undir ábyrgd stjórans í Sernámsdeplinum hevur skúlaleiðarin leiðsluna av øllum viðurskiftum viðvíkjandi skúlanum."

Men hvat siga løgfrøðingarnir?

Bjørn á Heygum, advokatur:

"Eingin ivi er um, at skúli og lærarar skulu fylgja ásetingunum í fólkaskúlalógini, og annars skipa seg undir tann leiðslubygnað, sum fólkaskúlalógin fyriskrivar.

(...).

Sum alt annað í kunngerðini er talan um sera ivasamar heimildir og hvørt skúlaleiðarin virkar við ella uttan ábyrgd og mótvegis hvørjum kann bert staðfestast út frá sjálvari lóggávuni......

(..)

§10 í Kunngerðini er sostatt ikki í tráð við ásetingina í §55, stk.2 um, at skúlaleiðarin hevur ábyrgd av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum, sum ikki kann vera stjórin á Sernámsdeplinum......"

Heimildirnar fyri virkseminum

Løgfrøðingar meta ikki, at fyrisitingin hevur heimild at reka ein skúla í Sernámsdeplinum.

Hensar Ellingsgaard man sjálvur ivast í, um heimildarnar eru í lagi, tí í svarinum til lærararáðið skrivar hann, at "neyðugt er at skilja heimildina fyri virksemi í skúlanum og heimildina fyri sjálvan skúlan sundur." Og seinni skrivar hann, at tað er "ikki tørvur á lógarheimild fyiri skúlan, um bert heimildirnar fyri virkseminum eru í lagi."

Men hvat siga løgfrøðingarnir?

Bjørn á Heygum, advokatur:

"Tað er greitt, at lógarheimild skal fyrst og fremst vera fyri virkseminum og er hetta eisini grundarlagið fyri fólkaskúlalógini, har einstøku skúlarnir ikki verða nevndir. Hinvegin ásetir fólkaskúlalógin greiðar karmar kring hetta virksemið og eingin kann vera í iva um, hvussu hetta frálæruvirksemið er skipað.

(.....)

Niðurstøðan verður sostatt, at tað finst bert lógarheimild fyri næmingar, sum eru innskrivaðir í fólkaskúlanum og móttaka serundirvísing haðani, meðan lógarheimildin fyri at vera innskrivaður og móttaka undirvísing á einum sonevndum Sernámsdepli fullkomuliga vantar."

Heimildir at rinda løn

Sum áður nevnt fingu "donsku" tænastumenninir tilboð um at gerast tænastumenn í føroyska fólkaskúlanum. Tey starvsfólk, ið tóku av, eru framvegis tænastumenn í føroyska fólkaskúlanum. Einki er broytt í teirra starvstreytum hesi árini, hóast tænastustaðurin er fulkomuliga broyttur. Sum landsstýrsmaðurin upplýsti fyri Føroya Løgtingi, so er Sernámsdepilin ein partur av fyrisitingini ( Undirvísingar- og Mentamálastýrinum). Men partur av starvsfólkunum á gamla Skúlanum á Trøðni eru hóast hetta framvegis lønt sum tænastumenn í fólkaskúlanum, sjálvt um tað nú eru hálvttriðja ár síðan, at tænastustaðurin varð niðurlagdur.

Seinasti spurningurin frá nevndini í lærararáðnum á Skúlanum á Trøðni til løgfrøðingarnar var, um tað framhaldandi er heimild at rinda tænastumonnunum løn.

Og hvat siga løgfrøðingarnir?

Bjørn á Heygum, advokatur:

"Viðmerkjast skal, at her haltar aftur í stórum við heimildunum, tá tænastumenn við fólkaskúlan bert kunnu fáa útgoldna løn, so leingi teir virka við fólkaskúlan. Hetta er sjálvt grundarlagið undir teirra tænastumannastarvi og kann ikki einvíst broytast av fyrisitingini. Tískil er tað ikki sambarligt við teirra starvsøkið at virka uttanfyri fólkaskúlan sum partur av sernámsdepli ella øðrum skúla, uttan at starvstreytirnar verða broyttar samb. galdandi reglur."

1. jan. 1998 varð Skúlin á Trøðni ikki longur partur av fólkaksúlanum, men fyrisitingini. Hóast hetta hava uml. 20 tænastumenn í fólkaskúlanum fingið løn útgoldna nú í skjótt hálvttriðja ár.

Har aftur at eru sjey "danskir" statstænastumenn, hvørs tænastustaður ikki er føroyski fólkaskúlin, men Skúlin á Trøðni og bert hann. Teirra tænastustaður er niðurlagdur.

Hetta svarið frá Bjørn av Heygum staðfestir eisini, at undirvísandi barnagarðslærarunum ikki kann verða álagt eygleiðingar- og ráðgevingaruppgávur av fyrisitingini.

Hans Trygvi Teirin samdur

Vit nevndu tveir løgfrøðingar, Bjørn á Heygum og Hans Trygva Teirin, ið skuldu svara spurningunum frá lærararáðnum. Orsøkin til at Bjørn á Heygum einsamallur er nevndur, er tann, at í svarinum frá Hans Trygva Teirin verður sagt:

"Eg havi kannað umrøddu kunngerð og eisini lisið svarið hjá Bjørn á Heygum adv., har hann viðger spurningarnar hjá lærarunum frá 8. mai 2000. Eg havi eisini lisið notat, dagfest 15. mai 2000, hjá Sigmundi Poulsen adv. til Foreldrafelagið á Skúlanum á Trøðni.

Nú, tá ið bæði Bjørn á Heygum og Sigmund Poulsen hava latið frá sær síni kanningarúrslit, er ikki neyðugt hjá mær at endurtaka, í hvussu er tey meginsjónarmið, semja er um."

Men Hans Trygvi Teirin kemur inn á tveir spurningar, ið møguliga partvís kunnu legalisera tær broytingar, ið fyrisitingin hevur framt viðv. Skúlanum á Trøðni.

Játtaninviðurskiftini

Tann fyrri er játtanarviðurskiftini. Her meinar hann við, at í tí sannroynd, at Løgtingið hevur játtað pening til Sernámsdepilin, íroknað Skúlan á Trøðni, liggur ein løgfrøðislig ikki týdningarleys viðurkenning ella góðkenning av "tingernes tilstand".

Til hetta er at siga, at Føroya Løgting hevur ongantíð samtykt at niðurleggja einasta serskúla og serbarnagarð í Føroyum. Og einki í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotini, hvørki í 1998, 1999 ella 2000 bendir á, at ætlanin er at niðurleggja nakað. Tí halda løgtingslimir sjálvandi, at støðan er óbroytt.

Men landsstýrismaðurin hevur alla tíðina vitað, at eingin heimild er fyri barnagarði og skúla. Hann hevur vitað, at barnagarðurin er niðurlagdur, og at eingin heimild er fyri skúlanum.

Tað, at Hensar Ellingsgaard sigur, at "ikki er neyðugt við heimild fyri skúlan, bert heimildin fyri virkseminum er í lagi", vísir jú, at fyrisitingin allatíðina hevur ivast í heimildinum fyri tí, ið fram er farið. Og hevði fyrisitingin gjørt sær tann ómak at spurt løgfrøðing, so hevði Sernámsdepilin neyvan sæð dagsins ljós.

Føroya Løgting hevur jú eisini í fólkaskúlalógini ásett (§57), at "landsstýrismaðurin hevur ta yvirskipaðu leiðsluna og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og at ásettar fyriskipanir verða settar í verk. Tí er ikki so løgið, at Føroya Løgting samtykkir eina fíggjarlóg, har ein játtan eitur "Sernámsdepilin" við bæði serskúla og barnagarði sum undirpørtum.

Løgtingslimir mugu sjálvandi hava álit á, at tær broytingar,. ið landsstýrismaðurin kemur við í tingið, hava lógarheimildir.

Men í hesum føri eru heimildirnar fyri skúla í Sernámsdeplinum ikki til staðar. Og hóast fyrisitingin hevur niðurlagt serbarnagarðin, framgongur hetta ikki á fíggjarlógini.

Spurningurin er tí, um ikki Føroya Løgting hevur játtað pening til Sernámsdepilin undir skeivum fortreytum.

Leiðslurættur

Seinni spuriningurin er við orðunum hjá Hans Trygva Teirin tað, sum á donskum máli verður rópt "organisationsmagt".

Hesin umsitingarligi leiðslurættur hevur við sær, at fyrisitingarvaldið sum meginreglu skipar sín bygnað sjálv - bara hetta ikki beinleiðis stríðir ímóti nøkrum lógarásetingum.

Til hetta kann sigast, at her er jú ikki talan um umsiting burturav. Vit tosa um ein almennan skúla innan fólkaskúlan, sum uttan heimild er gjørdur til part av fyrisitingini. Og støðan er ongantíð avklárað, við tað at stórur partur av starvsfólkunum í hesum fyrisitingarstovni framvegis eru tænastumenn í fólkaskúlanum. Tí tosa vit ikki um ein fyrisitingarbygnað burturav, men heldur um eina ógreidda fløkju millum fólkaskúlan og fyrisitingina.

Og annars er tað vorðið staðfest - m.a. av Hans Trygva Teirin sjálvum - at bæði Sernámsdepilin og stórur partur av virkseminum har annaðhvørt hava ógvuliga ivasamar heimildir ella eisini stríða beinleiðis ímóti lógarásetingunum.

Vit kunnu enda við orðunum hjá Bjørn á Heygum, og sum Hans Trygvi Teirin er samdur við honum í:

"Hinvegin má ásannast, at tað allanvegin haltar við heimildunum og av tí sama er partvís talan um endurtøkur av reglunum í fólkaskúlalógini, viðhvørt beinleiðis andsagnir og aðrastaðir sjálvstøðugar fyriskipanir, sum ikki finnast í fólkaskúlalógini."

Endi

Henda ólógliga støða kann ikki halda fram. Føroya Løgting má sleppa at siga sína hugsan um framtíðina hjá Skúlanum á Trøðni.

Fyrisitingin hevur alla tíðina vilja gingið uttan um Løgtingið, allarhelst tí tey hava væntað, at tingið kundi seta seg ímóti ætlanunum.

Men nú gongur tað ikki longur. Foreldrini, sum hava síni børn innskrivað at ganga í skúla í Sernámsdeplinum, mugu beinanvegin hava at vita, hvønn skúlamøguleika teirra børn hava aftan á summarfrítíðina. Tí undir verandi umstøðum hava tey ikki heimild at halda fram í Sernámsdeplinum.

Lættasti háttur at loysa trupulleikan er at gera eina serlóg fyri Skúlan á Trøðni, sum almennan undirvísingarstovn undir landinum. Tá er heimild eftir § 66 í fólkaskúlalógini at velja stýri o.a. til henda stovn, ið síðan aftur kann fara at virka sum ein serskúli og serbarnagarður

Hvussu fyrisitingin so skipar sítt ráðgevingarvirksemi er upp til landsstýrismannin at finna fram til.

Hans Trygvi Teirin endaði sítt notat við hesum orðum:

"Saman um tikið haldi eg, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevði gjørt ruddiligast við at gjørt uppskot til serliga lóg um virksemi úti á Trøðni ella gjørt broytingaruppskot til verandi fólkaskúlalóg, soleiðis at ógreiðu viðurskiftini fáast í rættlag."

Hvør kemur við uppskoti, ið ruddar upp, vita vit ikki, men at vænta, at tað verður fólkaskúladeildin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum er rættuliga bjartskygt. Tí tað er júst fyrisitingin, ið øll hesi ár hevur arbeitt ímóti Skúlanum á Trøðni.

Tórshavn 8. juni 2000 

Vegna læraráðið á Skúlanum á Trøðni

Osvald Jacobsen, form. Jan Christiansen, næsf. Solmundur Joensen, skr.