Roknskapur - Fųroya Ķdnašargrunnur 1998

 

53-3  Uppskot til  samtyktar um góškenning av roknskapi fyri Fųroya Ķdnašargrunn fyri 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. 2. višgerš

Įr 2000, 15. februar, legši Hergeir Nielsen, lųgtingsmašur, vegna lųgtingsgrannskošararnar fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar  

Vķsandi til nišanfyristandandi frįgreišing samtykkir Lųgtingiš at góškenna roknskapin hjį Fųroya Ķdnašargrunni fyri fķggjarįriš 1998.

Frįgreišing frį lųgtingsgrannskošarunum:

1. Lógargrundarlag:

Fųroya Ķdnašargrunnur varš settur į stovn viš lųgtingslóg nr. 68 frį 24. september 1970. Vištųkurnar fyri grunnin vóršu įsettar av landsstżrinum viš kunngerš nr. 7 frį 28. aprķl 1971.

2. Endamįl:

Endamįliš viš grunninum er at veita lįn til ķlųgur ķ ķdnašar- og handilsfyritųkur viš tķ ķ hyggju at stušla umskipan til broytt marknašarvišurskifti. Av višmerkingunum sęst, at orsųkin upprunaliga var handilsligu višurskifti Fųroya viš EFTA.

3. Fķggjarvišurskifti:

Grunnurin fekk upprunaliga eitt stovnsfę uppį 4,5 mió.kr. og heimild at taka lįn upp til 20 mió.kr. Landsstżriš hevur viš kunngeršum hękkaš hetta loft stigvķst til 300 mió.kr., til loftiš varš avtikiš ķ 1989, sama įr sum ein lóg varš samtykt, iš heimilaši landsstżrinum at vešhalda upp til 40 mió.kr.

Burtursęš frį stovnsfęnum hevur grunnurin ikki beinleišis fingiš jįttaš pening į fķggjarlógini fyrr enn ķ 1993 og ķ 1994, ķalt 75 mió.kr., sum kapitalinnskot og eftirgeving av skuld. Harumframt hevur grunnurin uttanlandslįn, sum landskassin vešheldur fyri. Hesi eru afturgoldin ķ 1999.

- - - - -

Til tess at kunna lųgtingiš um fķggjarligu gongdina, er gjųrdur ein samandrįttur av roknskapunum fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartųlini fyri įrini 1994-1997 tikin viš:

4. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

wpe4.gif (4208 bytes)

 

5. Yvirlit yvir gongd ķ fķggjarstųšuni 1994-1998:

wpe5.gif (5008 bytes)

 

6. Roknskapargrannskošanin:

Lųgtingsgrannskošararnir hava gjųgnumgingiš įrsroknskapirnar og grannskošanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rętt er fariš fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjį grunninum.

7. Tap uppį śtlįn, bżtt upp į vinnugreinar

Sķšani fķggjarliga afturgongdin av įlvara rakti grunnin fyrst ķ nķtiįrunum eru ongi lįn veitt til nżggjar ķlųgur. Ķ 1989 vóru śtlįnini komin uppį uml. 240 mió.kr. Viš įrslok 1998 vóru śtlįnini komin nišur į 21 mió.kr. Av teimum lįnum, sum eru veitt fųroyska vinnulķvinum, hevur Ķdnašargrunnurin sķšani mišskeišis ķ įttatiįrunum mist umleiš 140 mió.kr. Hesi tap kunnu śtgreinast soleišis:

Handverksvinna og ķdnašur:

mió.kr.

Maskin- og elektronikkķdnašur 15
Skipasmišjur o.l. 14
Tręķdnašur (snikk./timbur) 13
Plast-, glasfibur-, kem.ķdnašur 9
Papp og pappķr 8
Bil- og lastbilaverkstųš 7
Bakiķdnašur 4
Snųris-, neta- og trolvirkir 3
Matvųruvirkir 3
Betong- og grótķdnašur 2
Klędnavųruķdnašur 1
Prentsmišjur o.l. 1
Ymiskt 2 82
Aling 33
Fiskivinna 20
Tęnastuvinna 3
Onnur vinna 2
140

Orsakaš av hesum tapum, jįttaši lųgtingiš ķ 1993 og 1994 ein stušul til grunnin uppį ķ alt 75 mió.kr.

8. Ašrar višmerkingar:

Vķsandi til § 14 ķ lógini samtykti nevndin ķ februar 1999 at męla landsstżrinum til at taka grunnin av. Uppį fyrispurning frį lųgtingsgrannskošarunum hevur landsstżrismašurin upplżst, at hann ętlar at leggja fram lógaruppskot ķ hesum įrinum um avtųku av grunninum.

1. višgerš 17. februar 2000. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš.

2. višgerš 23. februar 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0. Mįliš avgreitt.