Roknskapur - Menningargrunnur Ķdnašarins 1998

 

53-2  Uppskot til  samtyktar um góškenning av roknskapi fyri Menningargrunn Ķdnašarins fyri fķggjarįriš 1998

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. 2. višgerš

Įr 2000, 15. februar, legši Hergeir Nielsen, lųgtingsmašur, vegna lųgtingsgrannskošararnar fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar  

Vķsandi til nišanfyristandandi frįgreišing samtykkir Lųgtingiš at góškenna roknskapin hjį Menningargrunni Ķdnašarins fyri fķggjarįriš 1998.

Frįgreišing frį lųgtingsgrannskošarunum:

1. Lógargrundarlag:

Lógargrundarlagiš var upprunaliga Ll. nr. 37 frį 26. juni 1973 um menningargrunn fyri ķdnaš, handverk og tęnastufyritųkur, viš seinni broytingum.

Henda lóg fór śr gildi 31. desember 1995, sambęrt lųgtingslóg nr. 82 frį 13. juni 1995, men grunnurin varš endurstovnašur viš lųgtingslóg nr. 51 frį 20. mei 1996 viš gildi frį 1. januar 1996. Landsstżriš velur nevnd grunsins og nevndin setur starvsfólk.

Viš kunngerš nr. 13 frį 18. februar 1997 hevur landsstżriš, vķsandi til heimild ķ § 4 ķ lógini, įsett nżggjar vištųkur fyri grunnin.

2. Endamįl:

Sambęrt nżggju lógini er einasta uppgįva hjį nevnd og starvsfólki at skipa fyri innkrevjing av śtlįnum grunsins og fyri afturgjalding av lįnum grunsins. Heldur nevndin, at endamįl grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmęli til landsstżriš um at taka grunnin av.

- - - - -

Til tess at kunna lųgtingiš um ta fķggjarligu gongdina, er gjųrdur ein samandrįttur av roknskapinum hjį Menningargrunni Ķdnašarins fyri 1998, og til samanberingar eru roknskapartųlini fyri 1994-1997 tikin viš.

3. Yvirlit yvir rakstur 1994-1998:

wpe3.gif (4878 bytes)

 

4. Yvirlit yvir gongd ķ fķggjarstųšuni 1994-1998:

 

5. Roknskapargrannskošanin:

Lųgtingsgrannskošararnir hava gjųgnumgingiš įrsroknskapirnar og grannskošanarprotokollirnar til tess at vissa seg um, at rętt er fariš fram bókhaldsliga og roknskaparliga hjį grunninum. 

6. Tap uppį śtlįn, bżtt upp į vinnugreinir

Sķšani 1991 hevur Menningargrunnurin so at siga ongi nżggj lįn veitt. Grunnurin er nś undir avtųku, og einasta endamįliš er at krevja inn tey lįn, iš eftir eru. Viš įrslok 1998 vóru śtlįnini komin nišur į 4 mió.kr. Ķ įttatiįrunum veitti grunnurin nógv lįn til fųroyska vinnulķviš. Ķ 1989 vóru śtlįnini komin upp į umleiš 330 mió.kr. Ķ hesum tķšarskeiši vóru ikki nógv tap stašfest ķ roknskapunum, men fyrst ķ nķtiįrunum vóru tapini sera stór, og ķ 1992 og 1993 veitti lųgtingiš grunninum 140 mió.kr. ķ stušuli. Samlaši stušulin śr landskassanum sķšani 1980 er uml. 280 mió.kr.

Av teimum lįnum, sum vóršu veitt fųroyska vinnulķvinum, hevur Menningargrunnurin mist umleiš 320 mió.kr. Hesi tap kunnu śtgreinast soleišis:

Ķdnašur:

mió.kr.

Matvųruķdnašur 26
Klędnaķdnašur 24
Byggiķdnašur 18
Maskinķdnašur 15
Plastķdnašur 14
Papp- og pappķrsķdnašur 12
Skipasmišjuķdnašur 10
Annar ķdnašur 4 123
Smoltstųšir, sķla- og laksaaling 95
Fiskiķdnašur 55
Handverk 33
Tęnastufyritųkur 14
320

7. Ašrar višmerkingar:

Sambęrt eykajįttanarlųgtingslóg fyri desember 1998 fekk landsstżrismašurin ķ vinnumįlum heimild til at selja hśsaognina hjį Menningargrunninum til Undirvķsingar- og Mentamįlastżriš, og bygningurin er sķšani seldur.

Vķsandi til § 7 ķ lógini samtykti nevndin ķ aprķl 1998 at męla landsstżrinum til at taka grunnin av. Uppį fyrispurning frį lųgtingsgrannskošarunum hevur landsstżrismašurin upplżst, at hann ętlar at leggja fram lógaruppskot ķ hesum įrinum um avtųku av grunninum.

1. višgerš 17. februar 2000. Mįliš beint beinleišis til 2. višgerš.

2. višgerš 23. februar 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0. Mįliš avgreitt.