29 Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Skjal 5
ARBEIÐSEFTIRLITIÐ |
Trygd Heilsa Trivni |
Tórshavn, tann 15. november 1999
Til:
Almanna- & Heilsumálastýrið
att. Súsanna Nolsøe
Viðvíkjand lógaruppskoti fyri dagstovnar o.l.
Sum umrøtt í telefon d.d. kundu vit hugsa okkum, at viðmerkingarnar til § 7, stk 3 í lógarupp-skotinum síðu 11 bleiv orðað soleiðis:
Uppgávan hjá Arbeiðseftirlitinum er m.a. at kanna um dagstovnar, dagrøktir ella døgnstovnar lúka galdandi reglur.
Í hesum sambandi skal Arbeiðseftrilitið hava projektið til ummælis, áðrenn slík bygging verður framd. Ummælið verður gjørt sambært reglunum í løgtingslóg nr 58 um arbeiðaravernd frá 24. mai 1974 við seinni broytingum og reglugerð nr. R-A001-1 um bygging og innrætting av virkjum í Føroyum og galdandi normum og standardum og við atliti til "Bygningsreglementet" og krøvini frá landslæknanum.
Tá bygningurin er klárur at taka í nýtslu, og fyri bygningar sum eru í nýtslu, kannar Arbeiðseftirlitið arbeiðsumhvørvið sum eina heild, herundir alla tøkniliga útgerð m.a. ventilatiónsútgerðina.
Talan kann eisini verða um mátingar av inniluftini og óljóði v.m..
Fyri at kanna um luftskifti í einum rúmi er nóg gott, verður innihaldið av koldioxid í luftini mátað. Viðvíkjandi óljóði verður hugt eftir afturljóðstíðini í uppihaldsrúmunum.
Aðrar umstøður við atliti til arbeiðsumhvørvið kunna eisini koma uppá tal.
Vinarligast
ARBEIÐSEFTIRLITIÐ
Eli Davidsen