29 Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Skjal 1
Klaksvíkar Kommuna
Almanna- og Heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Stílað: Súsanna Nolsøe / Birita Petersen
Telefax nr. 34 40 45
Your Ref. Our Ref. Klaksvík, 9. november 1999
Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar o.l. - fyribils viðmerkingar.
Vísandi til telefonsamrøðu verða hjálagd sendar fyribils viðmerkingar til uppskotið, sum gjørt er í umsitingini.
Dentur skal leggjast á, at hetta mál enn onga politiska viðgerð hevur fingið, og tí verða viðmerkingarnar latnar við tí fyrivarni.
B. v.
Steinbjørn O. Jacobsen
varaborgarstjóri
/John Færø
býráðsskrivari
UPPSKOT TIL LØGTINGSLÓG UM DAGSTOVNAR O.L.
DAGFEST 4/11-1999 - VIÐMERKINGAR / SPURNINGAR
§3 - Viðvíkjandi nærri reglum um virksemið á dagstovnum.
Stk. 5: Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið á dagstovnum.
Viðmerking:
Onkur brúkari av verandi dagstovni hevur gjørt vart við, at hann saknar eitt
nú reglur fyri, hvat ein dagstovnur kann hava húsdjór í búri. Sambært viðkomandi
brúkara, so hava danskir stovnar ikki loyvi til at hava slík innandura, meðan onkrir
stovnar her heima hava tey inni á sjálvum stovunum, har børnini dagliga búleikast,
spæla, eta o.s.fr.. Hann ger vart við, at hetta er alt annað enn gott fyri
ovurviðkvæmi, sum í dag er ógvuliga vanligt millum børn.
Væl vitandi at hetta so avgjørt er ein smálutur í løgtingslógarhøpi, verður hetta
kortini borið upp á mál, so eisini hesin (umhvørvis)parturin verður tikin við í
tað samlaðu viðgerðina av málinum.
Koma viðurskifti sum hesi undir tær í hesi grein nevndu reglur, ella hvussu ?
§4 - Viðvíkjandi upptøkureglum fyri dagstovnar.
Stk. 4: Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av
landsstýrismanninum.
Viðmerking:
Her er tað óiva heppi, um antin kommunufeløgini og/ella Almanna- og
Heilsumálastýrið lata gera eitt uppskot til slíkar upptøkureglur.
§7, stk. 2 - Viðvíkjandi stovnsetan av dagstovnum:
Dagstovnar kunnu stovnsetast av øðrum enn kommununi, t.d. fyritøkum og
stovnum, treytað av, at krøvini í hesi lóg verða fylgd og góðkenning fingin til
vega frá landsstýrismanninum.
Viðmerkingar:
Í løtuni tykist møguleikin, at onnur enn kommunan stovnseta dagstovn, sera
lítil, tí tað er jú kommunan, sum sambært lógini skal rinda meginpartin av stovnsins
útreiðslum. Sum gjald-ari er kommunan av sær sjálvum ein góðkennandi myndugleiki
Kortini hevði tað verið upp á sítt pláss, at tað stóð í hesi
"góðkenningargreinini", at bæði landsstýrismaðurin OG KOMMUNAN skulu
góðkenna stovnsetan av slíkum stovnum. Tað hevði eisini verið fult í tráð við
§10, stk. 1, sum ásetir, at "kommunurnar hava eftirlit við dagstovnaøkinum í
kommununi sambært hesi lóg".
§9 - Viðvíkjandi val av ráði fyri hvønn einstakan dagstovn:
Stk. 1: Fyri allar dagstovnar, IÐ ERU GÓÐKENDIR SAMBÆRT HESI LÓG, skal
veljast eitt ráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing viðvíkjandi
námsfrøðiliga innihaldinum og stevnumiðunum á stovninum. Ráðið skal eisini
arbeiða fyri at bøta og styrkja um sam-starvið ímillum foreldrini og stovnin.
Spurningur:
Verður henda lógargrein GALDANDI FYRI ALLAR DAGSTOVNAR? - Tvs. eisini teir
verandi stovnarnar, sum frammanundan eru góðkendir sambært øðrum reglum.
Óiva er tað "ruddiligast", at allir stovnarnir virka undir somu lóg, men
hinvegin krevur hetta helst onkra bygnaðarbroytin hjá onkrum av verandi stovnum - ella
hvussu ? - Skal ráðið sambært hesi lógargrein avloysa tey stýri, sum frammanundan
sita á stovnunum, ella er her talan um nakað, sum einans er ráðgevandi, ið kemur
afturat??
§9 - Viðvíkjandi longd av tíðarskeiði, sum ráðslimir verða valdir.
Stk. 2: Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.
Stk. 3: Ráðið hevur 5 limir, sum verða valdi fyri tvey ár í senn. Fyri hvønn
nevndarlim verður ein varalimur valdur.
Viðmerking:
Ikki tí tað hevur tann stóra týdningin, men vanlig siðvenja higartil hevur
verið at velja slíkar nevndir og ráð FYRI 4 ÁR Í SENN AFTANÁ HVØRT KOMMUNUVAL.
Kortini letur hin hátturin seg sjálvsagt væl gera.
§9 - Viðvíkjandi viðtøkum fyri ráðsvirksemi.
Stk. 4: Kommunan ger viðtøkur fyri virksemið hjá ráðum.
Viðmerking:
Her er tað óiva heppi, um antin kommunufeløgini og/ella Almanna- og
Heilsumálastýrið lata gera eitt uppskot til slíkar viðtøkur.
§9 - Viðvíkjandi samsýning av ráðslimum.
Stk. 5: Stovnurin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum
reglum.
Viðmerking:
Her eru lokalir persónar, sum frammanundan hesi lóg sita í slíkum nevndum her
í økinum, ósamdir um rættleikan í at rinda limum samsýning fyri fundir v.m..
Sjálvur havi eg ilt við at mótmæla hesi reglu, tí talan er um eitt ráð, sum verður
kravt eftir dygdargóðum ráðum, og sum kunnugt eru "góð ráð dýr", tvs.
tey eru nógv verd.
Klaksvík tann 9. november 1999
John Færø, býráðsskrivari