Fyrispurningur um stuðul - veðhald fiskivinnu

Orðaskifti 26. januar 2000
í sambandi við fyrispurning
frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni,
til JørgenNiclasen, landsstýrismann

løgtingsmál nr. 100-13/1999: Fyrispurningur viðv. lóggávu, ið gevur Føroya landsstýri sera víðar heimildir viðvíkjandi stuðli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum

Tórbjørn Jacobsen:
Lesur viðmerkingarnar upp og leggur afturat:

So skal eg lesa spurningarnar, men nú kann tað síggja út sum, ella tað verður ofta sagt, at eitt býtt spyr meira enn, hvat 10 klók kunnu svara, men spurningarnir vóru ikki so drúgførir, tá eg legði teir inn, tað kann fiskimálaráðharrin ásanna, tá hann eina ferð fær oriðið, men sambært umsitingini í Løgtinginum, so var tað neyðugt at greina teir út á hendan hátt, so at eg fari at byrja frá byrjanini og lesa teir, inntil teir eru lidnir. (so koma spurningarnir)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Harra formaður.
Vit hava eftir førimuni roynt at svara teimum 48 spurningunum, her eru settir út á 11 høvuðsspurningar, og tá so nógvir spurningar koma, so kann bland koma í, og tað, sum er hent, tað er, at, vissi tingmenn høvdu vilja rættað í tí, tað er at tveir av høvuðsspurningunum hava fingið talið 8, so hóast tað í spurninginum sær út, sum teir eru 10 høvuðsspurningar íalt, so skal nokk rætta talið vera 11, av tí at tveir hava fingið talið 8, so í hesum her 48 er bland komið.

Vanliga plagar landsstýrismaðurin at byrja við at lesa spurningarnar upp, men eg haldi, at eg við formansins loyvi kann leypa tað um og lesa sjálvt svarið.

Formaðurin: Tað er í lagi.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Til spurningarnar hava vit roynt summar at svara í einari heild móti endanum, og í øðrum førimuni at svara høvuðsspurningarnar undir einum, og so vóni eg, at spyrjarin og tingið annars eru nøgd við svarið, sum vit eftir førimuni eru komnir við.

Lesur svarið.

Leggur afturat 1. Um landingarprís á sild: ætlanin er heldur ikki at brúka hana.

Leggur afturat 4. Endurnýggjan fiskiskipaflotans: eftir nærri gjøgnumgongd má eg ásanna, at Fiskimálastýrið er komið eftir ......  einum fiskiskipi í 1998, sum nokk er tað seinasta í røðini.

Leggur afturat 11. Ábyrgd fyri fiskamjøli: annars hevur hetta verið ein afturvendandi lóg á hvørjum ári, sum nú ikki kemur aftur.

Tórbjørn Jacobsen:
Eg fari at takka landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyri svarið. Nú var spurningurin so drúgvur, at man hevði kanska ikki roknað við at fingið svar upp á alt, men tað, sum líka sum var kjarnin í spurningunum, ella ætlanin við spurningunum, tað var líkasum fyri at lodda dýpið, um man hevði nakrar ætlanir um at rudda upp í tí lógarjungluni, sum gongur aftur eftir, langt aftur eftir, ikki bara – nú tók man fiskivinnumálini burturúr, men vit kundu ivaleyst farið inn á øll økir í samfelagnum og ruddað upp í lógini, soleiðis at lógir ikki liggja, sum kanska kunnu brúkast politiskt skeivt í einum skeivum samanhangi, og tað næsta, sum var ætlanin at fáa fram, tað var, hvat ið hesar lógirnar høvdu kostað, hvussu nógv tær høvdu kostað landskassanum, og tað er líkasum, at tað verður ikki svarað beinleiðis upp á tað í svarinum hvørt fyri seg. Nú segði landsstýrismaðurin sjálvur oman á svarini, at hann dugdi at síggja tað, at meginparturin av hesum lógunum, líka so væl kundu takast av, tí tær vóru ikki í brúki.

Og tað virkar eitt sindur undarligt, at tann almenna umsitingin, sum bólgnar ár undan ári hesi síðstu nógvu árini, ikki skal vera før fyri at seta tøl á, í hvussu er ein stóran part av hesum her spurningunum, sum eru settir í hesum her. Tað undrar meg eitt sindur, tí tá ið tú gert lógir, so skal tú helst vita so nøkunlunda, hvørjir teir økonomisku konsekvensirnir verða av hesum. Og situr man veruliga og samtykkir lógir bara í – eg hevði nær sagt í fleng her í tinginum og ikki ánar, hvat ið tað kostar, og tað ikki eingongd verður skrásett nakrastaðni, soleiðis at man fær talt tað saman og fingið tær reyðu ávaringarlampurnar at lýsa í góðari tíð, so er ikki heilt væl vorðið í umsitingini í hesum landinum, so tað haldi eg, at vit skulu fara at gera nakað við skjótast gjørligt.

Viðvíkjandi teimum einstøku spurningunum so – ja tann fyrsti spurningurin – ja lat meg fyrst siga tað, at nú hevur Jørgen ikki sitið so leingi í hesum sessinum, so hetta er ikki nøkur ákæra á Jørgen, hvat er hent, hví lógir ikki eru avtiknar, sum hava verið í gildið í 30 ár, og tað fer hann ivaleyst at gera nakað við, men tann fyrsti spurningurin hann er so irrelevantur í dag, sum at ein nevnd skal sita og áseta prísin á sild, also hetta er eitt spøkilsi, sum kundi verið tikið úr Breshnew-doktrinini fyri tann skuld, hetta hevði jú ikki komið upp á tal í dag, fleiri ár aftaná at vit hava fingið uppboðssølur í hesum landinum, tíbetur.

Og tann næsti spurningurin er líka dánur, men tann triðji um serlán til fiskifør, har kemur tað fram aftur um, at man ikki kann svara beinleiðis upp á spurningin, hvussu nógv tað hevur kostað. Man gongur líkasum rundan um spurningin og svarar honum faktisk ikki.

Viðvíkjandi endurnýgging av fiskiskipaflotanum so sigur man tað í svarinum, at nú er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum – also í lógini stóð, at tað var landsstýrið, men síðani stýrisskipanarlógin er komin, so hevur man tulkað tað soleiðis, at nú er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum umsitur lógina um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, so er tað spurningurin, hvør ið hevur tulkað hetta soleiðis, hvar tann tulkingin er, tí vit vita tað, at tað hevur verið nakað av polimikki um hesi gjaldførislánini í fjølmiðlunum nú, og har er tað – og tað er ein lóg, sum er undir hesari her lógini, og har er tað Fíggjarmálastýrið, sum hevur umsitingina, so tað virkar eitt sindur ógreitt, hvør ið situr við ábyrgdini, og hvar.

So stendur í hesum svarinum, at eftir øllum at døma eru tað goldnar 1½ mió.kr. út úr Fiskimálastýrinum til eitt projekt, tað er líkamikið hvat projektið er, tað hevur ongan áhuga her. Og tað hevur eingin játtan verið fyri tí, skal tað skiljast soleiðis? At 1½ mió.kr. er goldin út úr Fiskimálastýrinum, har ið eingin játtan fyrilá á fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg? Tí tað verður sagt í endanum á hesum her, at hetta er eitt mál frá 1998, men tað verður neyðugt at koma við einari eykajáttanarlóg nú í ár 2000 fyri at rætta hetta her uppaftur.

Eitt annað, sum eg ætlaði at fáa fiskimálaráðharran ella landsstýrismannin - nú hava vit ongar ráðharrar enn, tað verður vónandi skjótt – men landsstýrismannin í fiskivinnumálum at siga mær, tað er ein rættiliga víðfevnd veðhaldslóg í lógini um endurnýgging av fiskiskipaflotanum – kann landsstýrismaðurin siga mær, um tað ber til hjá landsstýrismanninum av sær sjálvum at veðhalda óavmarkað frameftir, ella skulu veðhaldini síggjast aftur á landsins fíggjarlóg?

Og síðani er tað upphøggingarstuðulslógin – har er ikki nógv at siga uttan tað, at lógin sum so virkar ikki, tí dugi eg heldur ikki at skilja, hví man ikki avtekur lógina, ella er ætlanin at brúka lógina aftur.

Annars er ikki so nógv at siga um svarini, sum eru komin, uttan tað, at tey kundu verið betri, men landsstýrismaðurin lovar nú, at tað verður orðaður ein fiskivinnupolitikkur sambært samgonguskjalinum, og tað gleða vit okkum almikið til, at har verður alt hetta her sikkurt tikið upp aftur til viðgerðar. Og sum eg skilji á lagnum, so fáa vit ikki svarini upp á tær økonomisku avleiðingarnar av øllum hesum, fyrr enn §-19 nevndin ella hin sokallaða tirvingarnevndin eina ferð kemur fram fyri ljósan dag. Takk fyri formaðurin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður:
Harra formaður.
Tá man hugsar um útgjaldið – tey einstøku tølini á hesum her – so var spyrjarin inni á hesum her, at tað er nógv fyri, at man ikki veit, hvat tann lógin kostar. Nú er tað soleiðis, at í tingskipanini skal tað vísast á, hvat ið lógir kunnu koma at kosta o.s.v., so tað er eingin ivi um, hvat ið man metir, at tingini koma at kosta.

Nakrir av hesum spurningunum, nøkur av svarunum høvdu vit kunna givið í Fiskimálastýrinum upp á tøl, men tað hevði kanska verið uppfattað sum, at man bara tók burtur úr rúgvuni og serveraði nøkur hissini tøl, og tá tað nú er soleiðis, at landsstýrismaður skal geva rættar upplýsingar, so sendu vit fyrispurningin til Føroya Gjaldstovu, sum jú hevur bóking og ger roknskapir o.s.v. – fyri at vit skuldu vera sikrir í, at tað koma tey røttu tølini, og vit fingu øll tølini, men tað mátti also meira tíð til, og tá man annars hugsar um, hvat ið tingini kosta, so hava vit Løgtingsins grannskoðara, sum gongur ígjøgnum allar heimildir og útgjaldingar av øllum slagi og syrgir fyri, at tingini eru í lagi, og har hava vit so eisini løgtingsgrannskoðararnar, so hetta er ikki at skilja soleiðis, at man ikki veit, hvussu tað er, men her eru nógvar rættiliga gamlar lógir, sum tað verður spurt um, og ynskir man at fáa tey ávísu tølini, so kann man hyggja.

Annars kenna allir hagtølini yvir stuðul, sum í 80’unum táttaði í 500 mió.kr. um árið, og leggur tú so árini saman, so blívur tað nógv nullir og nógv siffur, men tað eru hagtøl, man kennir, hvat er útgoldið í stuðli til fiskivinnuna, og tað er so minkað niður í mest sum einki, og hugsar man um veðhald, so – sum tað verður boðað frá frá Gjaldstovuni í her, at §-19 nevndin kemur við neyvum útgreiningum um, hvat ið veðhaldini hava kostað, og hvussu ið støðan er við teimum.

Eg skal svara uppá - viðvíkjandi, tá tað verður spurt um hesi veðhaldini, sum eg nevndi í áðni, so er tað also § 19-nevndin, sum kemur við teimum, fyri at kunna vísa til tað, so verður sagt, eg veit ikki, um tað er svarað nóg neyvt – hetta her við hesum 1,5 mió.kr., um tað er goldið út uttan heimild hetta gjaldførislánið. Tað er soleiðis, at í 98 er játtan á fíggjarlógini, og tá játtar landsstýrið at lata 1,5 mió.kr. fýra ferðir - í fýra ratum, og tað er heimild fyri tí á fíggjarlógini, og 1. ferð verður tað so útgoldið og 2. ferð og 3. ferð, tað er útgoldið 3 ferðir, og tað eru árini, sum farin eru, og tað fjórða, sum man bant seg til í 98, tað var tað, tað skal utgjaldast í ár, tað er ikki útgoldið – 1,5 mió.kr., sum er tað seinasta, og vit eru komnir eftir, at tað er also ikki sett á fíggjarlógina, og tí boða vit frá, at vit koma við einari eykajáttanarlóg fyri at fáa hetta her upp á tað reina, tað er so játtanin, sum er latin í 98, og tá var also játtan á fíggjarlógini.

Og tá ið tað verður spurt um heimildirnar í lógini viðvíkjandi veðhaldum, so fái eg ikki svarað meira presist enn so, at hendan lógin hevur fyri mær verið óvirkin so leingi, eingin peningur er á fíggjarlóg, og eg hevði í hvussu so er hildið uttan at kunna pástanda tað, at heimild ikki er fyri at veðhalda, uttan at tað er – uttan á fíggjarlóg, men tann spurningin kann eg ikki svara heilt eksakt uppá, men tað er í hvussu so er soleiðis, at man hevur uppfatað tað, og annars kann eg ugga við, at skuldi tað upp á nakran máta verið tulkað til nakra heimild, so hevði tað ikki verið veðhildið eftir hesari lógini, tað er so púra víst, men eg meini – mær vitandi er tað í hvussu er so, at heimild ikki er fyri veðhaldi, uttan tað er við játtan á einari fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, tingformaðurin kanska rættar meg í tí.

Annars er tað sum sagt, vit hava ikki svarað upp á presis upp á allar spurningarnar, og viðvíkjandi tølunum hava vit spurt rætta myndugleikan, og ynskir man at fáa tey útgreinaðu tølini upp á hesi, so er tað rætta staðið gjaldstovan at fáa tey røttu tølini, og eftirlitið hava vit so í grannskoðanini.

Takk fyri.

Formaðurin:
So er hesin fyrispurningurin svaraður og avgreiddur.