Nr. 14
Komið til tingið 25.021.2000
VÁGS KOMMUNA
FO-900 Vágur - Tlf. 373024 - Telefax 373539 - Føroyar (Faroe Islands)
Vágur, tann 24. februar 2000
Føroya Løgting
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn
Málið hevur skund , og eigur at koma løgtinginum í hendi áðrenn kl. 11.00 í dag.
Viðv. uppskoti til
løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn
Vágs kommuna hevur á fundi umrøtt "Uppskot til kommunalan láns- og
veðhaldsgrunn" og samtykt, um enn í seinra lagi, at venda sær til Løgtingið,
við áheitan um at víðka lógaruppskotið til eisini at stuðla Vágs- og Skopunar
kommunum.
Stuðulin hugsað verður um, eru tær upphæddir, ið hesar kommunur fingu útgoldnar úr grunninum í ringastu krepputíðini, og sum nú skulu gjaldast, tá ið kreppan er av hjá flestu kommununum, og gjørt verður upp. Allar flestu kommunur fáa sítt innskot afturgoldið, nakrar fáa omaná stuðul. Upphæddirnar, sum hesar kommunur hava fingið úr grunninum, eru Vágur 5.133.000,00 kr. og Skopun 3.540.682,00 ella tilsamans 8.673.682,00.
Áheitanin er grundað á støðuna, hesar báðar kommunurnar komu í í krepputíðini, tær vóru lagdar lamnar av arbeiðsloysi, og hava tí verri við at vinna á kreppuni enn tær kommunur, ið ikki vórðu so meint raktar av arbeiðsloysi.
Áheitanin er eisini grundað á tann stuðul, ið sbrt. § 6 verður veittur rímuliga "vælstillaðum" kommunum.
Tað, at vit nevna Skopun afturat okkara kommunu, er, at hesar kommunur koma í eina serstøðu aftaná eina saneringsuppgerð, sum ger, at hesar kommunur aftur verða ringast fyri í landinum
Virðiliga
K.v.
sign Jógvan Krosslá
Býráðsformaður