Mótmæli ímóti SEV

Innkomið løgtingið 7. september 1999

Hetta skriv verður sent til

Anfinn Kallsberg, løgmann
Føroya løgting, Finnboga Ísakson, formann
Finnboga Arge, vinnumálaráðharra
Eyðun Elttør, umhvørvismálaráðharra

Mótmælisskriv ímóti útbyggingini hjá SEV í Eysturoynni.

Bygdarfólkini í Funningsfirði fara hervið at mótmæla útbyggingini hjá SEV í Eysturoy.

Í løtuni eru SEV í ferð við at taka allar áirar inn eftir vestara armi av Funningsfirði og inn til Barkhellu, sum tann loyvda Eiði-3 verkætlanin fevnir um.

Vit meta, at hendan útbyggingin kemur til at hava so mikið stór árin á okkara nærumhvørvi, at vit undir ongum umstøðum kunnu góðtaka, at teir fáa loyvi til at taka nakra á afturat, í heilatikið. Serliga ikki Vesturdalsá, og harvið Fjarðará, sum vit meta at vera eina serliga týdningarmikla á fyri okkara heimbygd.

Vit, sum búgva i Funningsfirði, vilja gera vart við, at vit mugu metast at vera tey, sum ávírkast mest av hesi verkætlan, og áttu tí at verið eftirspurd, áðrenn farið var undir at gera hetta arbeiõi. Soleiðis høvdu vit havt møguleika til at mótmælt áðrenn farið var undir at gera hesa skemdargerð imóti okkum og náttúruni her a leiðini.

Hetta hevði eisini verið í tráð við tað, sum Føroyar hava bundið seg til at halda í tí norrøna millumlanda sáttmálanum (Den Nordiske Miljøstrattegi 1996-2000).

(citat úr seinasta reglubrotinum í stk. 3.3 í sáttmálanum) : "Forvaltningen og planlægningen af landskabet må tage udgangspunkt i miljøkonsekvensvurderinger og en udbygget folkelig deltagelse". (citat slut.)

Vit stúra fyri teimum fylgjunum, tað fer at hava fyri fjørðin, og fyri okkara nærumhvørvi annars.

Vit fara at heita á tykkum um, at bera so í bandi, at SEV verður steðga í hesi ætlan.

Vinarligast

33 undirskriftir

 

wpe3.gif (15986 bytes)