Endurskoðaður løglisti
Løgmansskrivstovan
Løgmansritarin |
Tórshavn, tann 31-01-00
J.Nr.:
(Tilskila í svari)
Viðgjørt: jr
Tygara skriv
Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður
Løgtingið
E. Jalsgøta 6
FO-100 Tórshavn
Endurskoðaður løglisti
Til tín kunnleika verður hervið sendur ein endurskoðaður løglisti yvir tey mál,
sum landsstýrið ætlar at leggja fram, tað, ið eftir er av hesi tingsetuni.
Vinarliga
Anfinn Kallsberg
løgmaður
/
Marjun Hanusardóttir
løgmansstjóri
Løglisti endurskoðaður mál at leggja fram hesa tingsetuna
Løgmansskrivstovan
- Uppskot til løgtingslóg um kommustýri
- Uppskot til løgtingslóg um EDV í tinglýsingini
- Uppskot til løgtingslóg um rentuendurgjald til Vestmanna kommunu
- Frágreiðing til aðalorðaskifti um herðnaðarmál
- Frágreiðing til aðalorðaskifti um lóggávupolitikk
Fiskimálastýrið
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fiskivinnuráð
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flutningsstuðul
- Altjóða sáttmáli um vernd og umsiting av millumøkjastovnum og víðaferðandi
fiskastovnum
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
- Uppskot til løgtingslóg um Mentunargrunn Føroya Løgtings
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn
- Uppskot til løgtingslóg um eftirskúla
- Uppskot til løgtingslóg um frískúlar
Vinnumálastýrið
- Uppskot til løgtingslóg um postvirksemi og umlegging av Postverki Føroya
- Uppskot til løgtingslóg um vatn í undirgrundini
- Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av
rúsdrekka
- Frágreiðing til aðalorðaskifti um landbúnaðarmál
- Frágreiðing til aðalorðaskifti um Caragata álitið
Fíggjarmálastýrið
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
- Frágreiðing til aðalorðaskifti um fíggjar- og búskaparpolitikk
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Almanna- og heilsumálastýrið
- Uppskot til løgtingslóg um Vanlukkutrygging
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um einsamallar uppihaldarar
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ansingarsamsýning til eldri
og óhjálpin heima
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Kærunevnd í Almannamálum
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um royndarskipan innan eldrarøkt
í Sandoynni
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tubbak
- Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð