30 Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C.
Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð
Ár 2000, 4. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
§ 1. Løgtingslóg nr. 125 frá 21. mai 1993 um býtið av almannaútreiðslum v.m. verður tikin av.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2000.
Viðmerkingar
Í juli mánaði í ár fekk landsstýrismaðurin handað eitt álit frá einum
arbeiðsbólki, sum landsstýrismaðurin hevði sett at koma við einum tilmæli um eitt
greiðari býti millum land og kommunu, og hvussu uppgávu-, fíggjar- og ábyrgdarbýtið
skuldi verða frameftir.
Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at barnaansingarøkið frá ár 2000 skuldi leggjast út til kommunurnar. Fyri at kompensera kommunurnar fyri tær meirútreiðslur, sum standast av hesum, skuldi løgtingslógin um býtið av almannaútreiðslum takast av, soleiðis at landskassin frameftir skuldi rinda allar tær útreiðslur, sum fyrr vóru, sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum v.m. við einum ávísum prosentbýti, býtt millum land og kommunu. Undantiknar vóru tó tær útreiðslur, sum standast av umsitingini av teimum kommunalu sosialu deildunum sambært forsorgarlógini og ásetingunumarnar um, at kommunurnar útvega hølir til heimarøktina og skúlalæknaskipanina. Hesar seinnu ásetingirnar eru við í eini lógarbroyting í lógini um almenna forsorg, sum eisini verður løgd fyri Løgtingið í hesum árinum.
Fíggjarligu avleiðingarnar
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar, sí útrokningarnar niðanfyri.
Yvirlit yvir, hvat kommunurnar rinda sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum, yvir meir- og minni útreiðslur hjá kommununum, um lógin verður tikin av og, barnaansingin verður løgd út til kommunurnar
Tølini eru roknskapartøl fyri 1998.
Kommuna | Býtið Almannaútreiðslunum 1998 |
Býtið av komm. parti av ellisheimunum 1998 |
Tilskot úr landskassanum barnaansing 1998 |
Meirútreiðsla fyri kommunurnar 1998 |
Navn |
||||
Bíggjar kommuna | 62.342 |
61.673 |
-124.015 |
|
Eiðis kommuna | 722.247 |
204.061 |
394.935 |
-531.373 |
Elduvíkar kommuna | 89.977 |
21.599 |
-111.576 |
|
Fámjins kommuna | 128.969 |
36.575 |
-165.544 |
|
Fuglafjarðar kommuna | 1.539.526 |
426.475 |
2.565.327 |
599.326 |
Fugloyar kommuna | 48.565 |
12.388 |
-60.953 |
|
Funnings kommuna | 106.527 |
29.738 |
-136.265 |
|
Gjáar kommuna | 72.611 |
21.844 |
-94.455 |
|
Gøtu kommuna | 1.005.419 |
292.460 |
564.571 |
-733.308 |
Haldórsvíkar kommuna | 272.309 |
53.356 |
123.592 |
-202.073 |
Hests kommuna | 49.667 |
7.315 |
-56.982 |
|
Hósvíkar kommuna | 244.174 |
0 |
354.612 |
110.438 |
Hovs kommuna | 132.245 |
39.341 |
-171.586 |
|
Húsar kommuna | 63.311 |
13.684 |
-76.995 |
|
Húsavíkar kommuna | 155.626 |
65.241 |
-220.867 |
|
Hvalbiar kommuna | 763.030 |
237.277 |
-1.000.307 |
|
Hvalvíkar kommuna | 340.556 |
0 |
164.551 |
-176.005 |
Hvannasunds kommuna | 452.098 |
138.877 |
72.893 |
-518.082 |
Kirkjubøar kommuna | 216.597 |
33.145 |
731.485 |
481.743 |
Klaksvíkar kommuna | 4.830.164 |
1.517.663 |
2.751.935 |
-3.595.892 |
Kollafjarðar kommuna | 941.288 |
53.356 |
809.949 |
-184.695 |
Kunoyar kommuna | 141.833 |
42.986 |
-184.819 |
|
Kvívíkar kommuna | 602.755 |
0 |
697.635 |
94.880 |
Leirvíkar kommuna | 865.205 |
243.419 |
523.578 |
-585.046 |
Miðvágs kommuna | 978.207 |
482.149 |
451.652 |
-1.008.704 |
Mikladals kommuna | 78.959 |
13.510 |
-92.469 |
|
Mykines kommuna | 15.530 |
20.050 |
-35.580 |
|
Nes kommuna | 1.157.630 |
328.878 |
794.904 |
-691.604 |
Nólsoyar kommuna | 231.316 |
36.539 |
-267.855 |
|
Oyndafjarðar kommuna | 168.647 |
45.040 |
50.155 |
-163.532 |
Porkeris kommuna | 374.553 |
111.262 |
89.191 |
-396.624 |
Runavíkar kommuna | 2.458.100 |
652.183 |
1.901.498 |
-1.208.785 |
Saksunar kommuna | 28.640 |
0 |
-28.640 |
|
Sandavágs kommuna | 694.781 |
381.785 |
324.878 |
-751.688 |
Sands kommuna | 534.982 |
235.450 |
306.776 |
-463.656 |
Sjóvar kommuna | 1.002.291 |
269.720 |
508.275 |
-763.736 |
Skála kommuna | 650.480 |
175.371 |
-825.851 |
|
Skálavíkar kommuna | 175.877 |
66.878 |
-242.755 |
|
Skopunar kommuna | 500.454 |
208.885 |
141.532 |
-567.807 |
Skúvoyar kommuna | 78.368 |
0 |
-78.368 |
|
Sumbiar kommuna | 420.023 |
130.625 |
-550.648 |
|
Sunda kommuna | 492.559 |
141.885 |
744.487 |
110.043 |
Svínoyar kommuna | 58.834 |
13.942 |
-72.776 |
|
Sørvágs kommuna | 997.733 |
403.147 |
666.192 |
-734.688 |
Tórhavnar kommuna | 17.959.603 |
4.163.494 |
33.932.482 |
11.809.385 |
Tvøroyrar kommuna | 1.887.991 |
552.314 |
2.299.776 |
-140.529 |
Vágs kommuna | 1.414.854 |
442.068 |
549.844 |
-1.307.078 |
Vestmanna kommuna | 1.225.402 |
108.758 |
584.897 |
-749.263 |
Viðareiðis kommuna | 318.449 |
104.003 |
110.250 |
-312.202 |
Tilsamans | 47.751.305 |
12.640.409 |
53.211.852 |
-7.179.862 |
Almannaútreiðslur sambært lógini um býtið av almannaútreiðslum
Sambært fíggjarári 2000, kann kommununnar partur av almannaútreiðslunum útgreinast soleiðis:
Upphædd í mió. kr. | Alt ár 2000 |
1. ársfj. 2000 |
2.-4. ársfj. 2000 |
Almannapensjón | 32,293 |
8,073 |
24,220 |
Barnaforsorg | 2,247 |
562 |
1,685 |
Vanlig forsorg | 6,357 |
1,589 |
4,768 |
Heimarøktin & heilsusystrar | 3,901 |
975 |
2,926 |
Einkjubarnastyrkur & alimentatión | 90 |
23 |
68 |
Røktar,- ellis- og vistarheim | 19,312 |
4,828 |
14,484 |
Eldrarøkt í Sandoynni x) | 1,315 |
329 |
986 |
Vard Verkstøð | 882 |
220 |
661 |
Kommunurnar at gjalda íalt | 66,397 |
16,599 |
49,798 |
Dagstovnaøkið
Sambært fíggjarári 2000, kann kommununnar partur (30%) av barnaansingini útgreinast soleiðis:
Upphædd í mió. kr. | Alt ár 2000 |
1. ársfj. 2000 |
2.-4. ársfj. 2000 |
Húsaútreiðslur | 9,095 |
2,274 |
6,821 |
Rakstur/løn | 39,498 |
9,874 |
29,624 |
Kommunurnar at gjalda íalt | 48,593 |
12,148 |
36,445 |
Sambært fíggjarári 2000 kann landskassans partur (40%) av barnaansingini útgreinast soleiðis:
Upphædd í mió. kr. | Alt ár 2000 |
1. ársfj. 2000 |
2.-4. ársfj. 2000 |
Húsaútreiðslur | 13,643 |
3,411 |
10,232 |
Rakstur/løn | 52,664 |
13,166 |
39,498 |
Landskassin at gjalda íalt | 66,307 |
16,577 |
49,730 |
Avleiðingin fyri ár 2000, um lógin verður sett í gildi 1. apríl, verður:
Tað er torført at siga, hvussu tær endaligu fíggjarligu avleiðingarnar koma at síggja út. Á fíggjarlógini fyri ár 2000 eru 59.266,- mió. kr. settar av. Útrokningarnar vísa, at við verandi virksemi við eini lønarhækking uppá 3%, og at landið frá 1. januar 2000 skal rinda 40% av rakstrinum, kostar dagstovnaøkið 66.307,- mió. kr. Tá er ikki íroknað møguligt nýtt virksemi í ár 2000.
Verður barnaansingarøkið lagt út til kommunurnar at umsita 1. apríl 2000, og verður lógin um býtið av almannaútreiðslum v.m. tikin av 1. apríl 2000, so minkar játtanin á løgtingsfíggjarlógini til barnaansing við uml. 42.689,- mió. kr., og útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini til almannamál vaksa við uml. 49.786,- mió. kr. Tað merkir, at hesar lógarbroytingar koma at kosta landskassanum uml. 7 mió. kr. í ár 2000.
Tað er torført at meta um, hvussu stórar útreiðslurnar verða innan almannamál. Roknað verður við, at í einum ársfjórðingi verða útreiðslurnar 3/12, men tá hugt verður at roknskapartølunum, sær tað út til, at meiri verður bókað síðst í árinum. Ein partur er periodiseringar, men tað kunnu eisini verða aðrar orsøkir. Harumframt broytast lógabundnar útreiðslur munandi frá mánaði til mánað.
Í teimum førum, har ivi stendst um, hvørt ein útreiðsla skal rindast av kommununi ella landinum, tí at lógin um býtið av almannaútreiðslum verður tikin av 1. apríl 2000, sum er mitt í árinum, skal landið rinda útreiðsluna. Hetta kann hava við sær meirútreiðslu fyri landskassan.
1. viðgerð 15. februar 2000. Løgtingsmálini nr. 29, 30, 31, 32, 33 og 34 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2000, og eftir 1. viðgerð 15. februar 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið lutvíst saman við løgtingsmáli nr. 29/1999, og verður sum heild víst til almennu viðmerkingarnar í hesum máli.
Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar. Gildiskomudagurin má tó verða hin sami sum fyri dagstovnalógina í lm. 29/1999. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Í § 2 verður "1. apríl 2000" broytt til "1. juli 2000."
Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskoti landsstýrisins og hevur hesar viðmerkingar:
Uppskotið er at fata sum endurgjald til kommunurnar, tí hesar við lógaruppskotinum um dagstovnar og dagrøkt átaka sær at rinda tann partin av kostnaðinum, ið landskassin higartil hevur goldið sambært barnaforsorgarlógini.
Minnilutin kann ikki góðtaka, at landsstýrið, bara tí at tvær upphæddir minna um hvørja aðra, onnur ein inntøka og hin ein útreiðsla, á henda hátt uttan fyrilit strikar hesar á fíggjarlógini mitt í einum fíggjarári.
Uppskotið er ikki í tráð við ásetingarnar í tingskipanini um, at upplýsast skal um fíggjarligu avleiðingarnar av løgtingslógaruppskotum og lógum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur landsstýrið, at ivi kann standast av, hvørt ein útreiðsla er kommunal ella landskassans, orsakað av at lógin verður tikin av í fíggjarárinum, men at landskassin so er til reiðar at bera henda eykakostnað. Hetta verður ført fram uttan fíggjarligar metingar av, hvat hesin ivi kann kosta landskassanum.
Tað ódámliga við hesum uppskoti er, at tær kommunur, ið higartil hava raðfest barnaansingarøkið, verða straffaðar, meðan tær, ið ikki hava raðfest økið ella ikki ætla sær undir barnaansing, fáa pening útgoldnan.
Sum dømi kunnu nevnast, at avleiðingin fyri Tórshavnar kommunu verður, at kommunan kemur at fáa meiri enn 15 mió. kr. í meirútreiðslum árliga. Kirkjubøar kommuna, ið er ein lítil kommuna, men sum hóast hetta hevur raðfest barnaansingina ovarlaga, fær eina eykaútreiðslu upp á meiri enn ½ mió.kr. árliga. Fuglafjarðar kommuna fær eina eykaútreiðslu upp á 0,6 mió.kr., og Sunda kommuna og Kvívíkar kommuna fáa eisini eykaútreiðslur frameftir, um uppskotið verður samtykt.
Tað "brotsverkið", ið hesar kommunur hava gjørt seg sekar í, og sum tær nú skulu straffast fyri, er, at tær hava allar raðfest barnaansingarøkið.Var skil í sosialpolitisku tilvitanini hjá samgonguni, so áttu hesar kommunur heldur at fingið herðaklapp fyri at raðfesta trivnaðin hjá smábarnafamiljum.
Minnilutin heitir á løgtingslimir um at fella uppskotið, sjálvt um hesir koma úr kommunum, sum við hesum uppskotinum koma at fáa pening útgoldnan.
Hesin ábyrgdarleysi mátin at lóggeva uppá, kann ið øðrum førum skjótt gerast løtuvinningur, hjá teimum kommunum, ið við hesum uppskotinum halda seg gera kvettið.
Eitt rímiligt minsta krav til hetta lógaruppskotið er, at tað sum útgangstøði átti at verið útreiðsluneutralt fyri kommunurnar og tikið støði í verandi virksemi á barnaansingarøkinum.
Ein minniluti (Finnur Helmsdal) vísir á, at arbeiðsbólkurin, sum í heyst handaði landsstýrismanninum álit viðvíkjandi framtíðini á barnagarðsøkinum, mælti í álitinum til, beinanvegin at fara undir at fyrireika útlegging av eldraøkinum til kommunurnar. Landsstýrismaðurin kunngjørdi tá, at hon fór at taka áheitanina til eftirtektar og seta nevnda arbeiðsbólk.
Nú fyrst í mai mánaði er einki hent hesum viðvíkjandi, og má tað metast óheppið, at útleggingin av eldraøkinum ikki er við í myndini, nú vit samtykkja at taka av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslunum.
Varð eldraøkið eisini lagt út nú, høvdu vit fingið eina millumrokning, sum hevði verið meira í samsvari við verandi útreiðslubýti.
2. viðgerð 4. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 15-0-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-12. Málið avgreitt.
Lms.j.nr. 687-24/99
Ahs.j.nr. 0.21-9901560
Ll.nr. 79 frá 17.05.2000