85 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit

A. Upprunauppskot

Ár 2009, 24. februar, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit

 

§ 1.

Í løgtinglóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit verður gjørd henda broyting:

“Í § 21, stk. 4 verður sett inn eftir “uttanríkistænastu” orðingin “ella uppihalda seg uttanlands í trúboðara ella manngóðum arbeiði””.

 

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi á ólavsøku 2009.

 

Viðmerkingar

Mangir føroyingar eru útsendir í ørindum. Sjómenn kunnu virka stóran part av árinum ymsastaðni í verðini, men teir verða roknaðir til heimafólkið í skrásetingarhøpi. Á sama hátt verða fólk í uttanríkistænastu roknað at vera heimafólk eftir lógini um fólkayvirlit.

 

Við uppskotinum verður skarin av heimafólki víðkaður til at fevna um føroyingar í trúboðara- manngóðum arbeiði.

 

Tørvurin er stórur á hesum, tí hesi fólk eru ofta í stórum vanda fyri at vera verjuleys. Samanborið við fólk, ið fara at arbeiða ella lesa í øðrum londum ella giftast uttanlands, so verða hesi í trúboðara- manngóðum arbeiði vanliga hvørki fevnd av heilsu- og trygdarskipanum í útlandinum ella her heima.