83 Uppskot til  samtyktar um yvirtøku av útlendingamálum

A. Upprunauppskot

Ár 2009, 24. februar, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um yvirtøku av málsøkinum “Útlendingaøki og marknaeftirlit” at koma í gildi 1. apríl 2010, og innan tann dag at fremja hóskandi fyrireikingar og leggja fyri tingið neyðugar fylgilógir.

 

Viðmerkingar:

Sjálvstýrisflokkurin hevur stríðst við útlendingamálinum í rúma tíð.

 

Viðgerðin av fyrispurningum, uppskotum og mongum óformligum tiltøkum hevur víst, at greiða fæst ikki á fløkjuni, fyrrenn málsøkið er yvirtikið.

 

Tí verður heitt á landsstýrið um at seta gongd á málið við at leggja fram ta formligu yvirtøkulógina við passaligari freist, so málið fæst avrikað, tá ið valskeiðið er á leið hálvrunnið. Givið er, at verður ikki yvirtøkan fram innan ta tíð, verður onki av henni fyrrenn eftir komandi løgtingsval.

 

Landsstýriskvinnan hevur í Løgtinginum boðað frá, at arbeitt verður við at yvirtaka málsøki útlendingamál, og at yvirtøkan kann verða framd, hóast alt lógararbeiðið ikki er liðugt, og at tað ivaleyst kann gerast í hesum árinum. Tá málið er viðgjørt í Løgtinginum, hava tingfólk verið positiv fyri at fremja hesa yvirtøku, og at her er ikki talan um eitt andstøðu/samgongumál, men at her er talan um eitt tvørpolitiskt mál, og at her mugu allar góðar kreftir virka saman.

 

Tá Jákup Vestergaard var landsstýrismaður, varð ein tvørpolitiskur fylgibólkur settur at fylgja málinum. Síðan hevur landstýrisskifti tíverri verið meir enn eina ferð, og hetta hevur uttan iva seinkað arbeiðinum. Tí eiga allar árar at verða lagdar í sjógv til tess at fremja hesa yvirtøku, sum breið politisk semja tykist valda um skal fremjast skjótast til ber.

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur orðað sjálvt lógaruppskotið til landsstýrismannin at brúka; vónandi kann nevndarviðgerðin av uppskotinum fáa greiðu á, hvør politiska støða tingflokkanna er, og út frá tí víðari fyrireiking henda.

 

Verður uppskotið samtykt, eigur at bera til at samtykkja sjálva lógina beint eftir ólavsøku, men umsitingin kann beinanvegin fara undir praktiskar fyrireikingar og tryggja, at lógardagføringar og fyrisitingarligar fyrireikingar eru klárar til annan ársfjórðing í komandi ári.

 

Skjøl:

Skjal 1: Útkast til lógartekst

Skjal 2: Galdandi áseting