82 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2009-2
Ár 2009, 25. ferbruar, løgdu tingmenninir Anfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss, Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen og Annita á Fríðriksmørk fram soljóðandi
til
eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2009-2
§ 1. Løgtingið
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan - - -
Løgtingið - -
1.10.1. Løgtingið............................................... -800 -
1.10.2. Stovnar knýttir at Løgtinginum ............ 800 -
B. Játtanir
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
1.10.1. Løgtingið
10.1.03. Løgtingsarbeiði (Rakstrarj.) J: 30.741 -
EYJ: -800 -
1.10.2. Stovnar knýttir at Løgtinginum
10.2.01. Landsgrannskoðanin (Rakstrarj.) J: 5.478 -
EYJ: 500 -
10.2.07. Løgtingsins umboðsmaður (Rakstrarj.) J: 2.880 -
EYJ: 300 -
Viðmerkingar:
Formannskapurin hevur lagt eykajáttanaruppskot fyri Løgtingið, har Landsgrannskoðanini og Løtingsins umboðsmanni verða veitt ávikavist 500 og 300 tús. kr. í eykajáttan.
Limir Fíggjarnevndarinnar vísa á, at uppskot
Formansskapsins lýkur ikki meginregluna um, at eykajáttan eigur at vera
útreiðsluneutralt.
Einasta høvuðskonto undir grein 1, har til ber at gera sparingar, er á konto 10.1.03. Løgtingsarbeiði. Limir Fíggjarnevndarinnar hava tí lagt verandi uppskot fram, soleiðis at Løgtingið hevur møguleika at taka støðu til uppskot Formanskapsins, ið lúkar meginregluna um, at eykajáttan eigur at vera útreiðsluneutral.