78 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna

A. Upprunauppskot

Ár 2009, 24. februar, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., sum seinast broytt við Ll. nr. 65 frá 18. mai 2006, verður gjørd henda broyting:

1. Í § 2, stk. 1 verður sett inn sum nýtt pkt.: “Onnur almenn løn verður mótroknað”.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir kunngerð.

 

Viðmerkingar.

Landsstýrismenn fáa uppsagnarløn í upp til hálvt ár. Hetta kann sigast vera rímilig skipan, tó at mong eru, ið ikki hava so góðar treytir.

 

Rímiligt er hinvegin ikki, at landsstýrismenn fáa uppsagnarløn afturat aðrari almennari løn. Fleiri fyrrverandi landsstýrismenn hava fingið bæði uppsagnarløn og løgtingsmannaløn – og uppaftur aðra almenna løn (frá landi, kommunu, stati ella øðrum almennum stovni).

 

Tí verður skotin upp tann einfalda broyting, at onnur almenn løn í sama tíðarskeiði verður mótroknað. Hetta merkir, at bert tann hægra lønin verður útgoldin. Landsstýrismaður, ið fer aftur í tingið, fær sostatt bert landsstýrismannaløn í ávíst tíðarskeið (3-6 mánaðir) og ikki bæði landsstýrismannaløn og løgtingsmannaløn.

 

Verða landsstýrismenn sagdir úr starvi áðrenn gildiskomuna, kann sigast, at teirra uppsagnarløn longu er forvunnin og skal tí ikki strikast.

 

Uppskotið fær við sær sparing og betri skil; bara í fíggjarárinum 2008 vórðu brúktar hálv onnur millión krónur í øktari játtan í mun til metingina í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008, tí tvey landsstýri løgdu frá sær í hesum tíðarskeiði.