77 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot

Ár 2009, 24. februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 7. juni 2007, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 14, stk. 5 verður orðað soleiðis:  “Stk. 5. Landsstýrismaðurin skipar  fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og  náttúru og tøkni í 4. og 6. flokki eftir nærri ásettum reglum. Landsstýrismaðurin kunnger miðalúrslitið fyri landið í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni í 4. og 6. flokki. Royndarúrslitini hjá einstaka næminginum, sbr. tó stk. 8,  flokkinum  ella skúlanum, eru í trúnaði. Starvsfólk skúlans o.o., sum taka ímóti ella viðgera úrslitini í landsroyndini, hava tagnarskyldu um hesar upplýsingar.”

 

2)      § 14, stk. 8 verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Næmingar og foreldur, sbr. § 65, skulu regluliga fáa at vita skúlans áskoðan um, hvat næmingarnir fáa burtur úr skúlagongdini. Foreldur og næmingar skulu verða kunnað um úrslitini í lands- og støðuroyndum. Mentamálaráðið sendir einstøku skúlunum úrslitini hjá teirra næmingum í landsroyndini. Tað áliggur skúlaleiðaranum at viðgera úrslitini frá landsroyndini saman við einstøku lærarunum og leggja eina ætlan fyri, hvussu neyðugar ábøtur skulu fremjast. Skúlaleiðarin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at skúlin hevur fingið royndarúrslitini, senda Mentamálaráðnum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk og ætlanir úrslitini í landsroyndini hava elvt til.”

 

3)      § 50, stk. 2, nr. 1) verður orðað soleiðis:
 “1) 2 kommunustýrisumboð og 2 persónlig varaumboð, sum taka sæti í skúlastýrinum, tá ið kommunuumboði berst frá. Kommunustýrið velur umboð og varaumboð á fundinum, har nývalda kommunustýrið skipar seg.”

 

4)      § 50, stk. 3 verður orðað soleiðis:  “Stk. 3. Í skúlum, ið hava færri enn 20 næmingar og bert ein lærara, eru limir tess skúlaleiðarin, tvey foreldraumboð, eitt komunustýrisumboð og eitt varaumboð, sum tekur sæti í skúlastýrinum, tá ið kommunustýrisumboðnum berst frá. Kommunustýrið velur umboð og varaumboð á fundinum, har nývalda komunustýrið skipar seg.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

 

Stk. 2. Varakommunustýrisumboð sbrt. § 50, stk 2, nr. 1) og § 50, stk. 3 skulu í verandi valskeiði veljast í seinasta lagi ein mánað eftir, at lógin er komin í gildi.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við landsroyndini er, at hon skal vera eitt eftirmetingaramboð hjá myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum til at fáa at vita, hvussu fakliga støðið er, hvat næmingarnir megna væl, og hvørji øki bøtt eigur at vera um. Samstundis skulu úrslitini frá landsroyndini vera partur av grundarlagi skúlans til at leggja undirvísingina hjá einstaka næminginum og flokkinum til rættis eftir.

 

Í verandi lóggávu sbrt. § 14, stk. 8 í lógini eru bara ásetingar um, at foreldrini skulu verða kunnað um, hvørji úrslit børn teirra hava fingið í landsroyndini. Í ráðleggingararbeiði skúlans er neyðugt, at skúlin viðger royndarúrslitini í samstarvi við næmingar og foreldur í sambandi við, at undirvísingin hjá einstaka næminginum verður løgd til rættis, tí verður í § 14, stk. 8 skotið upp, at eisini næmingar og skúlin fáa úrslitini frá landsroyndini. Skúlarnir eiga eisini at fáa at vita, hvønn førleika teirra næmingar hava í mun til landsúrslitið, tí eru ásetingar gjørdar um, at landsstýrismaðurin almannakunnger landsmiðaltalið í hvørjari lærugrein í ávikavist 4. og 6. flokki.

 

Skotið verður upp, at úrslitini hjá einstøkum næmingum, flokkum og skúlum eru í trúnaði, tí um hetta ikki verður gjørt, fer tað at hava við sær, at anonymiteturin hjá næmingum í einstøkum skúlum ikki verður vardur.

 

Í okkara grannalondum verða hesi úrslit ikki almannakunngjørd, tí tað er vísindaliga staðfest í nógvum kanningum, at sosiala og mentanarliga viðførið, sum hvør einstakur næmingur hevur við sær heimanífrá, er ógvuliga avgerandi fyri, hvat næmingurin fær burturúr síni skúlagongd, og hetta hava skúlarnir onga ávirkan á. Um royndarúrslit skulu gerast almenninginum kunnug, eiga hesar umstøður at verða tiknar við fyri at hava rætt samanberingargrundarlag, og vit hava ikki sum er, hvørki amboð ella granskingarúrslit til at umrokna førleikan hjá einstaka næminginum  í mun til hansara sosialu og mentanarligu støðu.

 

Eitt annað vandamál er, at fokus verður flutt frá endamálinum við kanningini, tí almenna umrøðan av úrslitunum hjá einstøku flokkunum og skúlunum uttan iva fer at snúgva seg um, hvør er best og hvør er ringast, uttan at hugsa um, at ein slík samanbering gevur eina skeiva mynd av veruleikanum, um serligar umstøður ikki verða havdar í huga.

 

Eisini er ymiskt, hvussu næmingatilfeingið er í ymsu skúlunum t.e. í summum skúlum eru lutfalsliga fleiri næmingar við trupulleikum/serligum tørvi enn í øðrum. Heldur ikki hetta hava skúlarnir stórvegis ávirkan á. Spurningurin verður tí helst, í hvønn mun veiku næmingarnir skulu luttaka í royndunum, og hetta er heldur ikki rætt, tí veiku næmingarnir eiga at fáa møguleika at luttaka í mun til sín førleika, sjálvt um hetta lækkar miðaltalið í flokkinum. Endamálið við landsroyndini er at kunna bøta um støðuna hjá øllum næmingum.

 

Landsroyndin í fjør vísti, at lesiførleikin hjá næmingunum er ikki nøktandi. Tað sama vísa aðrar kanningar, sum NSR - tænastan og Ph.D- lesandi hava gjørt. Neyðugt verður tí at útbúgva  serlærarar, sum í samstarvi við leiðslu skúlans kunnu seta átøk í verk í einstaka skúlanum at menna lesiførleikan hjá næmingum, ið hava lesitrupulleikar.

Til tess at tryggja, at einstaki skúlin viðger royndarúrslitini og setur neyðug átøk í verk, er umráðandi, at landsstýrismaðurin, sum sbrt. § 57, stk. 1 hevur yvirumsjónina við fólkaskúlanum, fær fráboðan um átøkini og kann fylgja við, at endamálið við landsroyndini verður rokkið bæði sum eftirmetingaramboð og grundarlag fyri ábótum í undirvísingini.

 

Av tí at eingin nágreinilig áseting er í fólkaskúlalógini um, nær kommunuvaldu skúlastýrisumboðini skulu verða vald, verður skotið upp, at valið fer fram á sama fundi, sum nývalda kommunustýrið skipar seg.

 

Heldur ikki eru ásetingar um, at varakommunustýrisumboð skulu verða vald í skúlatýrið. Tað hevur fleiri ferðir komið fyri, at kommunustýrisumboði hevur borist frá, eisini hava kommunustýrisumboð havt gegnistrupulleikar í sambandi við setanarmál. Skotið verður tí upp, at varaumboð verða vald fyri kommunustýrisumboðini í skúlastýrunum, og at hesi verða vald á sama fundi sum kommunustýrisumboðini. 

 

Kap. 2.  Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

Neyðugt kann verða at útvega játtan í fígjarárinum 2010 til at halda fram við  serlæraraútbúgving, sum væntandi verður sett í verk í verandi fíggjarári.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar

Kommunur kunnu fáa eyka útreiðslur til at útvega skúlunum undirvísingarmiðlar og  hølisumstøður til lesimenningararbeiðið.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar

Uppskotið inniber økta umsiting í Mentamálaráðnum.

 

 

Fyri

Landið/lands

myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri

Pláss/ øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar

 avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Kommunusamskipan Føroya

Føroya Kommunufelag

Føroya Lærarafelag

Dátueftirlitinum

 

Hoyringarsvar eru komin frá Kommunusamskipan Føroya og Dátueftirlitinum, sum ongar viðmerkingar hava til uppskotið, og frá Føroya Lærarafelag, sum  skjýtur upp at strika seinasta petti í § 1, 2) sum er soljóðandi: ”Skúlaleiðarin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at skúlin hevur fingið royndarúrslitini, senda Mentamálaráðnum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk og ætlanir úrslitini í landsroyndini hava elvt til.” Eftir at hoyringarfreistin var úti, fekk Mentamálaráðið hoyringarsvar frá Føroya Kommunufelag. Hoyringarsvarið er lagt hjá  sum skjal.

 

Spurningurin um at velja varakommunustýrisumboð í skúlastýrið hevur tó ikki verið til hoyringar.

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar:

 

Til § 1, nr. 1

Fyrsta petti í § 14, stk. 5 er óbroytt í mun til galdandi ásetingar. Nýggju ásetingarnar í stk. 5 fata um í  hvønn mun  úrslitini frá landsroyndini kunnu almannakunngerast, hvørjar upplýsingar eru í trúnaði  og tagnarskylda hjá starvsfólkum o.ø. í sambandi við úrslitini í landsroyndini. Sambært uppskotinum eru tað bara miðalúrslitini í hvørjari lærugrein fyri allar skúlarnar í landinum undir einum, sum verða almannakunngjørd. Starvsfólk o.o., sum taka ímóti  ella viðgera upplýsingar, hava tagnarskyldu, undantikið er tó, tá ið foreldur og næmingar skulu kunnast um royndarúrslitið sambært § 14, stk. 8 í lógini.

 

Til § 1, nr. 2

Fyrsta petti í § 14, stk. 8 er óbroytt. Fyri at røkka endamálinum við landsroyndini sum eftirmetingaramboð eru nýggjar ásetingar gjørdar í stk. 8 um, at næmingar og skúlin skulu verða kunnað um úrslitini í landsroyndunum, at skúlin viðger royndarúrslitini,  og at skúlin innan  3 mánaðir eftir, at skúlin hevur fingið royndarúrslitini, sendir Mentamálaráðnum eina frágreiðing um, hvørji tiltøk og ætlanir skúlin hevur sett í verk.

 

Til § 1, nr. 3 og 4

Eingin nágreinilig áseting er í fólkaskúlalógini um, nær kommunuvaldu skúlastýrisumboðini skulu veljast. Skotið verður tí upp, at valið fer fram á fundinum, tá ið nývalda kommunustýrið skipar seg. 

 

Í galdandi lóg er eingin áseting um, at kommunustýrini skulu velja varakommunustýrisumboð. Skotið verður upp, at kommunustýrini eisini velja persónlig varakommunustýrisumboð í skúlastýri, sum taka sæti í skúlastýrinum, tá kommunustýrisumboði berst frá at møta á fundi, ella tá kommunustýrisumboð er ógegnugt sambært løgtingslóg um almenna fyrisiting. Viðvíkjandi varakommunustýrisumboðum í verandi valskeiði verður víst til viðmerkingarnar til § 2.

 

Sambært §  50 stk. 8 í fólkaskúlalógini er valskeiðið hjá  kommunuvaldu umboðunum í skúlastýrunum valskeiðið hjá kommunustýrinum. Sambært § 12 stk. 1 í kommunustýrislógini skal nývalda kommunustýrið skipa seg innan árslok í valárinum. Umboðið ella umboðini, sum kommunustýrið skal velja í skúlastýrið, verða vald eftir reglunum í § 35, stk. 1 sbrt. §§ 2 og 3 í kommunustýrislógini.

 

Til § 2

Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi, dagin eftir at hon kunngjørd.

 

Skotið verður upp, at varakommunustýrisumboðini í skúlastýrunum sum skiftisskipan verða vald fyri tað, sum eftir er av verandi valskeiði, og at kommunustýrini velja varaumboð í skúlastýrið í seinasta lagi ein mánað eftir, at lógin er komin í gildi. 

 

+ Fylgiskjøl

1.      Ummæli frá Kommunusamskipan Føroya

2.      Ummæli frá Føroya Lærarafelag

3.      Ummæli frá Dátueftirlitinum

4.      Ummæli frá Føroya Kommunufelag