65 Uppskot til  samtyktar um at seta politiskan ráðsbólk

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit

Ár 2009, 27. januar, løgdu tingmenninir Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

Løgtingið tekur undir við, at løgmaður setir ein politiskan ráðsbólk, sum er mannaður við politisku floksformonnunum á Løgtingi og løgmanni. Endamálið er, at bólkurin støðugt skal viðgera fíggjarligu og búskaparligu støðu landsins og leggja fyri Løgtingið uppskot hesum viðvíkjandi, sum allir politiskir flokkar á Løgtingi standa aftanfyri.

 

Viðmerkingar

Endamálið er at skapa breiðar politiskar semjur um neyðug politisk átøk fyri at verja og varðveita vælferðarsamfelagið.

 

Allur heimurin er í fíggjarkreppu, sum í ávísan mun merkist í Føroyum, og eigur Løgtingið tí at finna felags stev og samstarva yvir um siðbundin mørk fyri at koma ígjøgnum ringastu íðurnar. Higartil hava vit sum land knýtt okkum at danskari loysn fyri peningastovnarnar, men eins neyðugt er at finna føroyskar loysnir fyri Føroyar, sum ikki kunnu hugsast at koma uttanífrá, og sum eru serligar fyri okkara samfelag.

 

Siðbundin samgongu- og andstøðupolitikkur heldur uppi teirri javnvág, sum er neyðug í einum fólkaræði, men undantøk finnast. Nú tað sansar at fíggjarliga, og løgtingsfíggjarlógin fyri 2009 vísir hall fyri oman fyri hálva milliard krónur, mugu stór politisk átøk fremjast fyri at halda samfelagnum á kjølinum.

 

Hvør sær hava politisku flokkarnir sjálvandi sína hugsan um, hvørji átøk eru neyðug, og er hetta orsøkin til, at tað í politikki er trupult at fremja breiðar semjur. Men í tíðum sum hesum mugu flokkarnir finna saman á øðrvísi hátt fyri at tryggja komandi ættarliðum eitt eins gott samfelag, sum okkum varð litið í hendur; tað er okkara ábyrgd.

 

Tað mest nærliggjandi hevði verið, at løgmaður er formaður í bólkinum og avger virkisøki og starvsskipan bólksins.

 

Uppskotið er breitt orðað og leggur upp til samráðing um leistin. Høvuðsmálið er at betra um virkisførið í politisku skipanini við atliti at bráðneyðugum politiskum átøkum.

1. viðgerð 10. februar 2009. Málið beintí Fíggjarnevndina, sum tann 24. februar 2009 legði fram soljóðandi 

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 27. januar 2009, og eftir 1. viðgerð 10. februar 2009 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 12. februar 2009.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann. 

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø) vísir á, at landsstýrið hevur ábyrgd av útinnandi valdinum. Um Løgtingið áleggur landsstýrinum at seta ein politiskan fylgibólk, at "bólkurin støðugt skal viðgera fíggjarligu og búskaparligu støðu landsins og leggja fyri Løgtingið uppskot hesum viðvíkjandi, sum allir politiskir flokkar á Løgtingi standa aftanfyri", so leggur Løgtingið seg út í ábyrgdina, ið landsstýrið av røttum hevur. Harvið er ikki sagt, at tað ikki ber til at hava politiskar fylgibólkar í ávísum førum, men tað má verða upp til avvarðandi landsstýrismann at taka støðu til. Løgmaður hevur t.d. fyri nevndini víst á, at hann komandi tíð fer at arbeiða við fleiri stórmálum, har ætlan hansara er eisini at taka andstøðuna við.

 

Men uttan mun til politiskan fylgibólk ella ikki, so er tað framvegis avvarðandi landsstýrismaður, sum hevur ábyrgdina; og tað er upp til hvønn einstakan landsstýrismann at gera av í hvørjum einstøkum føri um, í hvønn mun hann tekur andstøðuna við.

 

Sostatt tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.   

 

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen) mælir tinginum frá at taka undir við uppskotinum til samtyktar við hesi grundgeving:

 

So leingi Føroyar eru eitt danskt hjáland, ber illa til at tosa um Føroyar sum eitt demokratiskt samfelag. Besta prógvið um ringa skilið er, at eina súlan í tríbýtta valdinum fult og heilt er á donskum hondum, nevniliga dómsvaldið, og alt sum haruppi í hongur, og hartil, at partar av útinnandi og lóggevandi valdinum somuleiðis eru í donskum valdi. Oddvitin í heimastýrisstjórn Føroya er formaður í tí flokki, Sambandsflokkinum, ið hevur sum evsta politiska mál at tvíhalda um hesa markleysu ússaligu støðu, at alt vald yvir Føroyum ikki skal leggjast undir ræði føroyska fólksins.

 

Minnilutin skilir uppskotið til samtyktar soleiðsni, at Miðflokkinum ætlar at stúgva oddvita Sambandsfloksins og fylgi hansara so væl av sum gjørligt í Tinganesi, og at umrøddi ráðsbólkur skal ganga hesum sama valdi til handar í eini roynd at lynna undir gott samgongustev hjá ABC-samgonguni.

 

Politiski optikkurin hjá Tjóðveldinum er ein heilt annar. Vit víkja ikki frá óbroyttu stevnu okkara frá 1948, sum er Republikkin Føroyar. Tí hava vit onga ætlan um at gerast partur av einum politiskt paradoksalum eksperimenti, ið hevur til endamáls at halda einum borgarligum og ultrasambandskum heimastýrisregime við valdi, sum diametralt hevur eina aðra kós viðvíkjandi Føroyum, enn vit hava. Okkara val er ein konstruktivur andstøðuleiklutur í verandi støðu.

 

Verandi støða er ikki til eina savningarstjórn og heldur ikki til savningarráðsbólkar, um tey málsøki, sum føroyska politiska skipanin hóast alt ræður yvir. Í londum við hermegi kuppar hermegin, táið fólkaræðið og stovnar tess eru komin á politiskt ørmundarhús, alternativið í londum við ongari hermegi er, at allir politiskir flokkar taka seg saman í eina savningarstjórn.

 

Hermegin, vit hava, er fremmand og undir fremmandum ræði, og politiska støðan í heimastýrissferuni er ikki soleiðis háttað, ikki enn ið hvussu er, at tørvur er á eini savningarstjórn. Tjóðveldi hevur síni greiðu boð um, hvussu samfelagið skal skrúvast saman, bæði nationalt og á øllum samfelagsøkjum annars, og tann leiðin er beint tann øvugta av henni hjá sitandi samgongu, tí meta vit ikki, at uppskotið hjá Miðflokkinum tænir nøkrum endamáli okkum viðvíkjandi. Tíansheldur samfelagnum. Kreppan, sum leikar í Føroyum, hevur enn lítið og onki við heimskreppuna at gera, hon er beinleiðis avleiðing av niðurgangspolitikkinum, sum varð rikin undir fyrru ABC-samgonguni frá 2004-2008. Henda ABC-samgongan heldur fram, har hin slepti, á heldur djúpari vatni, einasti munurin er, at tá var nakað av leiðslu, í hvussu er í monetaristiska skattapolitikkinum, har Bárður Nielsen og Óli Breckmann eirindaleyst undirmineraðu landshúsarhaldið, ið nú er orsøkin til mesta sviðan í sosialu skipanum landsins og drønandi hall fíggjarlógarinnar. Borgarlig umfordeiling undir socialdemokratiskari leiðslu. Nú er bara ongin leiðsla yvirhøvur. Og sum rómverjar plagdu taka til: ”Ein oddviti við ongari kós fær ikki undanvind á nakrari ætt.”

 

Hví tað er so umráðandi fyri Miðflokkin, at Høgni Hoydal, Jenis á Rana og Kári P. Højgaard skulu brúka sína politisku orku til at kíla Kaj Leo Johannessen og hansara non-leiðslu av úti í Tinganesi, er okkum ein stór gáta, og onki í viðgerðini av málinum hevur sannført okkum um tað rætta í, at serlig átøk skulu setast í verk fyri, at Sambandsflokkurin framhaldandi skal stjórna hjálandinum Føroyar, til frama fyri áhaldandi ódemokratiska leiklut dana í Føroyum.

 

Tíðin er ikki til politiska pjøssing í heimastýrinum. Albylpolitikkurin er passé. Tíðin er til eina uppgerð við politiska órættin, vit liva undir. Landinum tørvar eina veruliga leiðslu, og hon finst í løtuni í andstøðuni á Løgtingi ella í einum nýsamansettum politiskum konglomerati, ið sær seg ført fyri at seta eina kós frameftir fyri alt samfelagið. Politiska tjóðskaparliga frælsið er ein sjálvsagdur partur av hesi leið.

 

Minnilutin (Bill Justinussen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Nú fyrstu avleiðingarnar av alheims fíggjarkreppuni so við og við daga undan í føroyska samfelagnum, er neyðugt, at eitt tvørpolitiskt lið finnur saman at viðgera búskaparligu støðu Føroya. Í politisku floksformonnunum eru øll tey politisku sjónarmiðini frá teirra baklandi miðsavnað, og tí vil eitt slíkt formanslið onkursvegna umboða alla ta politisku megi, sum finst í føroyska samfelagnum. Tað er við samfelagsgagni fyri eyga, at uppskotið er sett fram, og ivast minnilutin á ongan hátt í, at hevði slík skipan verið veruleiki, hevði mikið gott komið burturúr.

 

Vandin er, at andstøðan temist í stríðnum at uppihalda eftiransandi leiklutin, sum bara andstøðan kennir ábyrgd fyri. Men samanborið við gagnið, sum tílíkur ráðsbólkur vil fremja, er vandin vandaleysur.

 

Landsstýrið situr við hópin av stórum avbjóðingum í føvninginum. Enn hevur landsstýrið tó ikki víst neyðugt dugnasemi at møta avbjóðingunum. Enn er onki uppskot komið frá landsstýrinum um, hvørji átøk skulu fremjast fyri at betra um búskapin í landinum. Kanska er tað tí, at landsstýrið ikki fær eyga á hóttandi niðurgongdina í búskapinum. Kanska er tað tí, at landsstýrið ikki kann semjast um, hvørjar loysnirnar eru. Ella kanska er tað tí, at ongin í landsstýrinum hevur nakað boð uppá, hvussu vit loysa áleikandi búskaparkreppuna.

 

Tann, sum ferðast í politisku skipanini, veit at siga, at nógv góð hugskot verða køvd av ótta fyri politiska mótpartinum. Um nú allir politiskir mótpartar sita við sama borð og í felag finna skilagóðar loysnir av yvirskipaðum slagi, verður hetta til stórt gagn fyri samfelagið og livikor føroyinga í framtíðini. Vit hava ábyrgd fyri okkara børnum og barnabørnum. Hesa ábyrgd kunnu vit ikki kasta fyri borð, tí víggirdu múrarnir millum andstøðu og samgongu á ongum sinni mugu skalast. Ábyrgd er altíð at gera tað, sum ein heldur vera skilagott, uttan mun til annað.

 

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.