64 Uppskot til  samtyktar um at verja ozonlagið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð

Ár 2009, 17. februar, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fram soljóðandi 

 

Uppskot 

til 

samtyktar

 

Løgtingið góðkennir, at landsstýrið mælir ríkismyndugleikunum til at strika fyrivarni fyri Føroyar til tær broytingar í Montrealprotokollini frá 16. september 1987 um evni, ið bróta niður ozonlagið, sum vóru samtyktar í Montreal tann 17. september 1997 og  í Beijing tann 3. desember 1999.

 

Viðmerkingar

Wien - sáttmálin um verju av ozonlagnum í miðhválvinum (stratusferuni) varð samtyktur á Løgtingi hin 23. mars 1987 (løgtingsmál nr. 13/1987).

 

Montreal - sáttmálin um evni, ið bróta niður ozonlagið, varð samtyktur á Løgtingi hin 21. apríl 1995 (løgtingsmál nr. 85/1994). Sáttmálin er settur í gildi fyri Føroyar við “bekendtgørelse nr. 115 af 09.10.1997”. Formliga eitur sáttmálin : “Bekendtgørelse nr. 82 af 09.08.1990 af den til Wienerkonventionen af 22. marts 1985 om beskyttelse af ozonlaget knyttede Montrealprotekol af 16. september 1987 om stoffer, der nedbryder ozonlaget.”

 

Sáttmálin er fyrst broyttur við “bekendtgørelse nr. 52 af 21.09.2000 af Montrealprotokollen af 16. september 1987 om stoffer, der nedbryder ozonlaget, som ændret ved parternes efterfølgende møder den 29. juni 1990 (London) og 25. november 1992 (København)”, og síðani við “bekendtgørelse nr. 6 af 19.02.2004 om Danmarks godkendelse af Montrealprotokollen af 16. september 1987 om stoffer, der nedbryder ozonlaget, som ændret ved parternes efterfølgende møder den 17. september 1997 (Montreal) og 3. december 1999 (Beijing)”.

 

Tá ið sáttmálin var góðkendur á Løgtingi í 1995, varð hann samtyktur við orðingini “við seinni broytingum”. Hetta er eisini tað, sum landsstýrið hevur boðað ríkismyndugleikunum frá, seinast endurtikið í juni 2007. Ríkismyndugleikarnir hava síðani í “bekendtgørelse nr. 2 af 24. april 2008 om Danmarks tilbagetrækning af territorialt forbeholdt for så vidt angår Færøerne vedrørende ændring af 29. juni 1990 og ændring af 25. november 1992 af Montrealprotokollen af 16. september 1987 om stoffer, der nedbryder ozonlaget” kunngjørt, at hetta fyrivarni er tikið aftur við gildi frá 24. oktober 2007 (Kunngerðarblaðið B frá 27. juni 2008 bls. 295). Sostatt eru broytingarnar frá 17. september 1997 ( Montreal) og 3. december 1999 (Beijing) eftir at fremja.

 

Montreal broytingin inniheldur broytingar/herðingar í protokollini sum:

 

·        Bann móti handli við methylbromid (CH3Br) við lond, ið ikki eru partar í Montreal protokollini, og partar, ið ikki hava sett í gildi Montreal broytingina.

·        Bann móti útflutningi av nýttum evnum, sum eru á fylgiskjalinum til protokollina, til lond, ið ikki eru partar í Montreal protokollini.

·        Stovnseta góðkenningarskipan fyri inn- og útflutningi av evnum, ið eru skaðilig fyri ozonlagið.

 

Yvirskipaða endamálið við Montreal broytingini er at tryggja, at methylbromid (CH3Br) verður regulerað um allan heim, og at regulera flutningin av ozonlags niðurbrótandi evnum millum lond.

 

Beijing broytingin inniheldur broytingar/herðingar í protokollini sum:

 

·        Fastlæsur framleiðsluna av hydrochlorfluorcarbonir (HCFC) í ídnaðarlondum frá 2004 og menningarlondum frá 2016.

·        Handilsbann við HCFC og bromchlormethan, ið nýliga er eyðmerkt sum skaðiligt fyri ozonlagið, við lond, ið ikki hava sett í gildi Beijing broytingina.

·        Tvungin frágreiðing um mongdir av methylbromid, sum verða nýttar til ”karantæne- og førafsendelsesformål”.

 

Endamálið við Beijing broytingini er at herða útfasingina av HCFC, at banna nýliga eyðmerktum evnum sum bromchlormethan, umframt at skapa yvirlit yvir methylbromidnýtsluna til ”førafsendelsesformål”.

 

Samsvarandi § 52 í stýrisskipan Føroya skal landsstýrið boða frá, at samtykt sáttmálans hevur við sær lógarbroytingar. Talan er um løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og løgtingslóg nr. 126 frá 3. oktober 1988 um freonnýtslu.

 

Løgmálaráðið og Fiski- og tilfeingismálaráðið eru hoyrd og hava havt málið til ummælis hjá  Náttúru-, umhvørvis- og lendisfyrisitingini, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Skipaeftirlitinum, Vinnuhúsinum og Føroya Reiðarafelag.

 

Náttúru-, umhvørvis- og lendisfyrisitingin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísa á, at tað krevur umsitingarliga orku at gera lógir og kunngerðir, eins og tað krevst fíggjarorka at fáa frágreiðingar og hagtøl til vega. Eisini krevst ein góðkenningarskipan, sum hevur við sær fíggjarligar avleiðingar.

 

Vinnan hevur gjørt vart við, at um fyrivarni fyri broytingunum ikki verður tikið burtur, er bannað at selja HCFC til Føroyar. Soleiðis er støðan í dag. Hetta er sera óheppið, tí køli- og frystianlegg nýta hetta evnið. Stjórnarráðini mæla til at seta broytingarnar í gildi.

Víst verður til hjáløgdu fylgiskjøl.

 

Fylgiskjøl

Skjal: 1: “Bekendtgørelse nr. 6 af 19/02/2004 om Danmarks godkendelse af Montrealprotokollen af 16. september 1987 om stoffer, der nedbryder ozonlaget, som ændret ved partenes efterfølgende møder den 17. september 1997 og 3. desember 1999.” (Montreal 1997 broyting og Beijing 1999 broyting).

 

Skjal 2: ”Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EF) nr. 2037/2000 af 29. juni 2000 om stoffer, der nedbryder ozonlaget.” http://europa.eu.int/eur-lex/

1. viðgerð 24. februar 2009. Máli beint í Uttanlandsnevndina