61 Uppskot til  samtyktar um brúkaranøgdsemiskanning av almennari fyrisiting

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit

Ár 2009, 20. januar, løgdu Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, tingmenn vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á løgmann um at taka stig til og samskipa eina brúkaranøgdsemiskanning av allari almennari fyrisiting. Somuleiðis eigur ein óvildug kanning at verða gjørd av telefontænastuni hjá hesum somu stovnum og ráðum.

 

Viðmerkingar                                                                                                                                                   

Atfinningarsamar røddir hoyrast regluliga, ið finnast at telefontænastuni og tænastuveitingini, vanligi brúkarin fær frá almennu umsitingini.

 

Avgerandi fyri okkum, sum varða av politisku skipanini er:

·        at  borgarum okkara verður veitt ein góð tænastu                                                                                                                                    

·        at almenni sektorurin virkar eftir ætlan,                                                                                                                                    

·        at almenn starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður og mannsømilig kor at virka undir 

·        at mest møgulig nytta fæst fyri hvørja alment nýtta  krónu                                                                                  

·        og at brúkarin kennir, at hann verður virdur og hoyrdur.

Tað er ikki nøktandi, at øll almenn umsiting í fjølmiðlunum verður koyrd í stórapott og stemplað sum óvirkin og vánalig. Heldur ikki kunnu vit sláa okkum til tols við, at alt er gott og ljósareytt í almenna virkseminum, har alt virkar til fulnar. Ein brúkaranøgdsemiskanning kann geva nakrar ábendingar um, hvussu brúkarar uppliva tænastuna. Um stór ónøgd valdar um ein ávísan stovn ella ráð, kann tað vera grundað á manglandi arbeiðsorku, skeivan leiðslu-/arbeiðshátt ella okkurt heilt annað, sum kann og má rættast.

 

Hvussu lætt er tað at fáa fatur í rætta viðkomandi, tá ringt verður til alment ráð ella stovn, og hvussu skjótt fæst eitt nøktandi svar. Slíkar kanningar átti at verðið framdar regluliga, til tess at afturvísa ella staðfesta um ónøgdin, ið mangan valdar millum brúkararnar, er grundað.

 

Vit skylda almennu starvsfólkunum, at tey hava virðilig kor at virka undir, og at tey ikki alment ógrundað verða happað í miðlunum fyri ódugnaskap. Tí er neyðugt, um komast skal víðari, at vit fáa staðfest í kanning, hvussu støðan í almennari fyrisiting er fyri at kunna rætta skeivleikarnar.

1. viðgerð 27. januar 2009. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 24. februar 2009 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 20. januar 2009, og eftir 1. viðgerð 27. januar 2009 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 12. februar 2009.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann. 

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss og Bjørn Kalsø) vísir á, at landsstýrismenn hava á hvørjum málsøki sær ábyrgdina av almennari fyrisiting. Við hesari ábyrgd eiga teir innanfyri teir karmar, sum lóggávan og ráðini eru til tað, at skapa eina tænastu, sum er so góð sum gjørligt. Um løgtingsmenn eru áhugaðir í at vita, hvussu almenna umsitingin virkar, hava teir møguleika at seta landsstýrismonnum fyrispurning, ið landsstýrismenn hava skyldu til sannførandi at svara uppá. Um landsstýrismenn í sínum svari ynskja at nýta eina brúkaranøgdsemiskanning sum skjalprógv, er upp til teirra at meta, um upplýsingarnar í eini slíkari standa mátt við útreiðslurnar. At Løgtingið skal heita á løgmann um at skipa fyri eini slíkari brúkaranøgdsemiskanning av allari almennari fyrisiting, tykist at seta eitt arbeiði í gongd, har einki samanhang er millum úrslit og kostnað.

 

Sostatt tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen) mælir tinginum frá at taka undir við uppskotinum til samtyktar við hesi grundgeving:

 

Agi er eitt gyrðið hugtak. Tað veldst um eygað, sum sær, og um hvørji mál ein hevur sett sær viðvíkjandi ávísum átøkum. Í uppskotinum verður róð frammundir, at agin í almenna geiranum ikki er nøktandi. Pr. definisjón vita tingfólk onki um hesi viðurskifti. Amennir stovnar og funksjónir verða skipað samsvarandi politiskum semjum, Løgtingið játtar tað fíggjarfæ, sum hildið verður, at tørvur er á, og síðan er tað eitt mál fyri útinnandi valdið at røkja almennu ódnirnar, sum Løgtingið hevur skipað og fíggjað. Tí verður farið yvir um mark við hesum uppskotinum. Løgtingið mælir við hesum til detailstýring inni í útinnandi geiranum, og vandin við slíkum átøkum kann vera, at ábyrgdarbýtið gerst ógreitt.

 

Málið kom í, eftir at ein tingmaður Javnaðarfloksins yvir ein kamb legði eftir starvsfólkum í almenna geiranum. Ongin ivi var um hansara fatan av effektivitetinum hjá starvsfólki á almennum stovnum. Sjálvstýrisflokkurin man hava hildið tað verið partapolitiskt lukrativt at leggja seg í kjalarslóðina hjá Gerhardi Lognberg, og tað er helst einasta orsøkin til, at uppskotið hevur sæð dagsins ljós.

 

Sum heild man tað vera misjavnt, hvussu starvsfólk roynast í virki teirra, eisini á almennum arbeiðsplássum. Hesum hava stovnsleiðarar og í seinastu syftu teirra landsstýrisfólk ábyrgdina av. Tí stendur kjarni málsins millum Løgtingið og viðkomandi landsstýrisfólk, um hildið verður, at ov nógv slendrian er á almennum arbeiðsplássum. Amboðini til tað, at steðga hesum, eru fleiri. Eitt nú at skrúva fyri heita vatninum, tá ið játtanir verða samtyktar, og ultimativt, at brúka misálitisvápnið.

 

Tjóðveldi tekur ikki undir við uppskotinum, og halda uppskotsstillararnir, at eitthvørt skal gerast við málið, mæla vit teimum heldur til at brúka tey amboð, sum longu finnast í politisku skipanini. 

 

Minnilutin (Bill Justinussen) hevur hesar viðmerkingar:

 

Tað eru altíð tey, sum finnast at almennu umsitingini. Mangan er grundarlag undir atfinningunum, men eins mangan eru atfinningarnar ógrundaðar.

 

Ongin ivi er um, at starvsfólk í almennu umsitingini eru eins ymisk, sum fólk eru í øðrum størvum uttanfyri almenna geiran. Øll starvsfólk kunnu hava ein ringan dag ella meir, og tí eigur at vera rúm fyri. Ongin kann krevja, at menniskju hava eina ómenniskjaliga atferð; og tað er ómenniskjaligt at líkjast einum tólmenni, sum altíð er eins uttan mun til umstøður.

 

Uppskot Sjálvstýrisfloksins snýr seg um at kanna, um afturvendandi atfinningarnar umboða ein breiðan hóp av fólki. Ein slík kanning kann uttan iva gerast ódýr og eftir stuttari tíð. Minnilutin heldur, at kanningin møguliga kann afturvísa ógrundaðum atfinningum. Er tað so, fara tey atfinningarsomu helst ikki hoyrast so væl frameftir. Vísir kanningin hinvegin, at nøgdsemið millum brúkararnar er lítið, eigur landsstýrið beinanvegin at taka neyðug stig at betra um almennu tænasturnar. Tað hevði verið ein náttúrlig avleiðing.

 

Taka landsstýrisflokkarnir ikki undir við uppskotinum, sleppur ivin um tænastustøði hins almenna at liva víðari, og tá kunnu atfinningarnar harafturat vendast móti landsstýrinum og samgonguni.

 

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum.