58 Uppskot til  løgtingslóg um gjaldførislán frá Føroya Landsstýri til Ríkisstjórn Íslands

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. 2. viðgerð (Orðaskifti)
D. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 10. desember, legði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um gjaldførislán frá Føroya Landsstýri til Ríkisstjórn Íslands


 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita Ríkisstjórn Íslands gjaldførislán upp á 300 milliónir DKK.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Landsstýrið fer við hesum uppskoti at biðja Løgtingið um heimild at veita íslendsku stjórnini eitt gjaldførislán upp á 300 mió. DKK.

 

Endamálið er at medvirka til, at íslendska tjóðin kann vinna á íkomnu fíggjar- og búskaparkreppuni. Ætlanin er at læna íslendingum okkara kredittvirði við at veita eitt lán, har lánstreytirnar verða tær, sum Føroya landsstýri kann læna fyri.

 

Tílíkt átak er sjálvandi stuðul til íslendska fólkið, men er eisini álit á framtíðarmøguleikarnar hjá íslendingum og á, at føroyingar hava neyðugu styrkina til at medvirka í átakinum.

 

Á fundi í Reykjavík 18. november í ár undirskrivaðu íslendski fíggjarmálaráðharrin, Árni M. Mathiesen, og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fyribils lánsavtalu “Letter of Intent”.

 

Í fyribilsavtaluni er avtalað, at lánsupphæddin skal verða 300 mió. DKK., at rentan verður ásett árliga til sama rentustig, sum Føroya landsstýri sjálvt lænir til, og at lánið verður avdráttarfrítt fyrstu 5 árini. Tá 5 ár eru liðin, verður avdráttarprofilurin avgjørdur. Rentustigið 1. árið verður 5,25%. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið við tað, at landsstýrið við hesum uppskoti fær heimild frá Løgtinginum at veita íslendsku stjórnini eitt gjaldførislán upp á 300 mió. DKK. Fyrstu árini fær landið bert rentu av láninum, men eftir 5 árum verður avtala gjørd um avdráttarprofil.

 

B. Fyri kommunurnar

Ongar avleiðingar.

 

C. Fyri vinnuna

Ongar avleiðingar.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki stórvegis umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Áseting um lánsupphædd.

 

Til § 2

Áseting um ígildiskomu.

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í Tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð:

Høgni Hoydal Heðin Zachariasen Rodmundur Nielsen John Johannessen
Jógvan á Lakjuni Katrin Dahl Jakobsen Kári P. Højgaard Gerhard Lognberg
Jenis av Rana Karsten Hansen Kári Petersen Helgi Abrahamsen
Bjørn Kalsø Jaspur Vang Bergtóra Høgnadóttir Joensen Heini O. Heinesen
Jákup Mikkelsen Annita á Fríðriksmørk    

 

1. viðgerð 12. desember 2008. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð

2. viðgerð 17. desember 2008. Uppskotið samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Frávik samtykt 21-0-7

 

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 1 frá 22.12.2008