56 Uppskot til  lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ (Orđaskifti)

Ár 2008, 10. desember, lřgdu Hřgni Hoydal, Tórbjřrn Jacobsen, Annita á Fríđriksmřrk, Heini O. Heinesen, Bergtóra Hřgnadóttir Joensen, Hergeir Nielsen, Bjřrt Samuelsen og Sjúrđur Skaale vegna Tjóđfeldi fram soljóđandi

Uppskot

 

til

 

lřgtingslóg um broyting í lřgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

 


 

§ 1. Í lřgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt viđ lřgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verđa gjřrdar hesar broytingar:

1)      § 1, nr. 7 verđur strikađ.

2)      § 10, stk. 3 verđur strikađ og stk. 4 verđur hereftir stk. 3.

3)      § 14, stk. 4 verđur strikađ.

 

§ 2. Henda lřgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjřrd og hevur virknađ fyri skatt av kapitalvinningi, sum verđur álíknađur fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2009 ella seinni.

Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áđrenn 1. januar 2010, og sum stavar frá lántřku, iđ er tikin áđrenn framlřgudagin í Lřgtinginum av hesum lógaruppskoti.

 

 

Kap. 1. Almennar viđmerkingar

Í 2006 gjřrdi ein meiriluti í Fíggjarnevndini (Anfinn kallsberg, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen) eitt broytingaruppskot til lógina um kapitalvinningsskatt, sum gevur ein serligan skattafyrimun til privatfólk, um tey lána sćr pening at keypa partabrřv fyri. Tey fingu nú mřguleika at draga renturnar av lánum frá.

 

Hóast andstřđan og onkur einstakur samgongulimur ávarađu stađiliga ímóti hesi óviđgjřrdu broyting, varđ hon samtykt viđ atkvřđunum hjá samgonguflokkunum.

 

Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru ongar, men grundgevingarnar ímóti eru greiđar:

 

  1. Talan er um eina almenna tileggjan til lánsfíggjađa spekulasjón. Heldur enn at nýta av eginpeningi og uppsparing, iđ kann gagna fíggingarmřguleikum og elva til váđaspjađing í búskapinum, verđa privatfólk og fíggingarstovnar eggjađir til at taka og geva lán til partapening. Hetta minnir ikki sřrt um skipanirnar í 80’unum, tá reiđarí og felřg tóku lán til eginpening, iđ síđani skuldu útloysa studning og veđhald frá landinum.

 

  1. Talan er um greiđan sosialan ójavna. Somu skattafyrimunur verđa ikki givnir til privatfólk og familjur, iđ skulu lána pening til annađ neyđugt virksemi ella nýtslu. Og tey, iđ fáa fyrimun av hesum skattafrádrátti, fáa óbeinleiđis stuđul til ađra privatnýtslu. Fyri tey, iđ hava fleiri lán og fleiri kapitalpostar, er mřguleikin at draga rentur frá í kapitalvinningi střrri, tí flytast kann ímillum ymsu postarnar.

 

  1. Skattafyrimunurin hevur onga búskaparliga og fíggjarpolitiska grundgeving. Hugurin at seta pening í partabrřv krevur onga ađra tileggjan enn hana, at roknađ verđur viđ, at talan er um skilagóđa ílřgu. Og at eggja til lánsfíggjađa spekulasjón er ábyrgdarleysur búskapar- og fíggjarpolitikkur. Og hetta minnir heldur ikki sřrt um spekulasjónina í 80’unum, har tađ orsakađ av rentuskattalógini loysti seg at lána pengar uttanlands, seta teir í fřroyskar peningastovnar, og síđani tjena upp á ein nćrum óskattađan rentuvinning í Fřroyum.

 

  1. Búskaparliga hevur hendan broytingin saman viđ ógrundgivnu skattalćttunum í árunum 2004-2008 og teimum nýggju lánsmřguleikunum frá peningastovnunum viđ avdráttarskáa v.m. veriđ drívmegi í at yvirhita búskapin, hćkka kostnađarstřđiđ og máa střđiđ undan haldfřrum vřkstri.

 

  1. Nú fíggjarkreppan um allan heim hevur avdúkađ, at ílřgur og lán til at keypa partabrřv, sum ikki hava reelt virđi, eru hřvuđsatvold til kreppu og niđurgongd, stendur avgerđ undanfarnu ABC-samgongunnar í sera ábyrgdandi ljósi. Ikki bert hevur landsstýriđ forsřmt at broyta skipanir og hava eftirlit viđ fíggjarmarknađinum, men tađ hevur harafturímóti eggjađ til og spćlt viđ í óhaldfřru fíggjargongdini.

 

  1. Landsstýrismađurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 lćntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virđisbrřv fyri eftir hesi nýggju reglu.

 

Samanumtikiđ:

-         Hetta hevur veriđ ringt fyri fíggjarmarknađin og fyri eitt burđardygt vinnulív og haldfřrar ílřgur.

-         Tađ hevur veriđ ringt fyri búskapin.

-         Ringt fyri landskassan.

-         Ringt fyri samhaldsfesti í samfelagnum.

-         Og tađ hevur veriđ ringt fyri tey, iđ hava sett seg í skuld at keypa partabrřv, sum nú hava mist virđiđ og mugu realiserast. Og her er ikki bara talan um múgvandi fólk, men vanlig fólk viđ međalinntřku, sum av landsstýrinum og fíggingarstovnunum hava veriđ eggjađ til at seta seg í hesa skuld.

 

Tí verđur mćlt til at rćtta skeivleikan beinanvegin og strika henda mřguleika frameftir. Fyri tey, iđ longu hava sett seg í skuld og eru komin í trupulleikar av hesum politikki undanfarna landsstýrisins, verđur tó ikki lóggiviđ aftureftir.

 

Serligar viđmerkingar

 

Til § 1

Ad. 1 og 2) Viđ broytingini fer ikki longur at bera til at mótrokna rentur av lánum, iđ eru tikin í sambandi viđ keyp av virđisbrřvum, í kapitalvinningi. Víst verđur tó til viđmerkingarnar til skiftisregluna í § 2, stk. 2.

 

Ad. 3)  Samstundis, sum mřguleikin dettur burtur at mótrokna rentuútreiđslur í kapitalvinningi í sambandi viđ keyp av virđisbrřvum, verđur eisini mřguleikin at framflyta rentútreiđslur til mótrokning í kapitalvinningi 5 ár fram tikin av. Hetta er tó ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin. Víst verđur í hesum sambandi til viđmerkingarnar til skiftisregluna í § 2, stk. 2.

 

Tá eingin onnur heimild er í lógini at mótrokna rentur í kapitalvinningi, enn ásetingin í § 10, stk. 3, sum mćlt verđur til at strika, hevur ásetingin í § 14, stk. 4 einki sjálvstřđugt innihald longur.

 

Til § 2

Gildiskoman er sett til dagin eftir, at lógin er kunngjřrd, og hevur lógin virknađ fyri skatt av kapitalvinningi, sum verđur álíknađur fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2009 ella seinni. Hetta er neyđugt, fyri ikki at áleggja umsitingini óneyđugt arbeiđi viđ periodisering av kapitalvinningsskatti í einum skattaári. Um útlit ikki eru til, at lógin verđur samtykt og kunngjřrd áđrenn 1. januar 2009, má spurningurin um, nćr lógin skal hava virknađ, takast upp í Lřgtinginum. Ígildisásetingin kemur tó ikki í andsřgn viđ § 41, stk. 2 í Stýrisskipanarlógini, iđ ásetir, at: “Beinleiđis ella óbeinleiđis skattur kann ikki verđa álagdur fyri inntřkur, innflutning, útflutning, sřlu, gjald ella tílíkt, sum er fariđ fram í tíđini, áđrenn lřgtingslógaruppskot um hetta varđ lagt fyri Lřgtingiđ.”

 

Skiftisreglan inniber, at ásetingarnar, sum skotiđ verđur upp at strika viđ hesum uppskotinum, framhaldandi verđa galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áđrenn 1. januar 2010, og sum stavar frá lántřku, iđ er tikin áđrenn framlřgudagin í Lřgtinginum av hesum lógaruppskoti. Gildi er tó avmarkađ til tey 5 árini aftaná 1. januar 2010, sum eru nevnd í § 14, stk. 4. Tađ er ikki av tilvild at orđiđ rentuskuld er nýtt í ásetingini í stađin fyri orđiđ renta. Skiftisreglan fevnir nevniliga bert um rentuskuld og ikki um rentur, sum eru íkomnar eftir 1. januar 2010, hetta hóast hesar stava frá lántřku, iđ er tikin áđrenn framlřgudagin í Lřgtinginum av hesum lógaruppskoti. Ikki íkomnar rentur, iđ fólk kunnu sleppa sćr undan viđ at rinda lánini aftur áđrenn 1. januar 2010, kunnu sostatt ikki mótroknast í kapitalvinningi eftir 1. januar 2010.

1. viđgerđ 20. januar 2009. Máliđ beint í Fíggjarnevndina