54 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2008, 10. desember, legði Johan Dahl, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið tekur støðu til umsóknir um loyvi og prógv eftir Kapitli 5 A, sbr. tó stk. 4.”

2) Í § 6 verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 3 kann landsstýrismaðurin við kunngerð gera av, at annar myndugleiki ella løgfrøðiligur persónur í nærri ásettan mun kann útinna uppgávur eftirlitsins eftir stk. 3. Í hesum sambandi kunnu eisini ásetast reglur um kæru til Vinnukærunevndina, og um møguleikan hjá Fjarskiftiseftirlitinum at gera avtalu um nærri treytir í sambandi við útinnan av uppgávunum. Verður avgerðarmyndugleiki latin privatum eftir pkt. 1, skulu ásetast reglur um kæru til Vinnukærunevndina.”

3) Í § 15 e verður í stk. 1 sum 3. pkt. sett:

“Landsstýrismaðurin kann í hesum sambandi áseta, at bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin frekvensgjaldi.”

4) § 20 verður orðað soleiðis:

§ 20. Kervisveitarar og tænastuveitarar, umframt fólk í tænastu teirra, hava skyldu til at tiga um innihaldið í fjarskiftinum og um nýtslu av fjarskifti. Tað liggur eisini á teimum at seta neyðug tiltøk í verk til tess at fyribyrgja, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingar um innihald ella nýtslu av fjarskifti. Heldur ikki er teimum loyvt at nýta slíkar upplýsingar til óviðkomandi endamál.

Stk. 2. Tagnarskyldan eftir stk. 1 er eisini galdandi fyri Fjarskiftiseftirlitið og Vinnukærunevndina, umframt fólk í tænastu teirra. Er útinnan av ávísum uppgávum løgd til annan myndugleika ella løgfrøðiligan persón, er tagnarskyldan eftir stk. 1 eisini galdandi fyri myndugleikan ella løgfrøðiliga persónin og fyri fólk í tænastu teirra.

Stk. 3. Tagnarskyldan eftir stk. 1 og 2 er galdandi eisini eftir, at persónurin ikki longur er í tí starvi, har hann nam sær upplýsingarnar.

Stk. 4. Innihaldið av radiofjarskifti, sum verður kunnugt hjá øðrum enn tí, sum tað er ætlað, má ikki brúkast, almannakunngerast ella latast óviðkomandi. Eisini skal tað fyri óviðkomandi haldast loyniligt, at slíkt samskifti hevur verið.

Stk. 5. Tagnarskyldan eftir stk. 4 er ikki galdandi fyri radiofjarskifti, sum er ætlað til vanliga nýtslu hjá almenninginum, herundir neyðstøðusignal, navigasjónssignal, áhugavarping (amatørradio) og útvarps- og sjónvarpssendingar.

Stk. 6. Hóast reglurnar um tagnarskyldu eftir stk. 1-5, er loyvt at lata upplýsingar til myndugleikar ella altjóða felagsskapir, um tað er skylda at lata upplýsingarnar eftir hesari ella aðrari lóggávu.

Stk. 7. Reglurnar í borgarligu revsilógini § 152, § 152 a og §§ 152d-152f galda samsvarandi.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tagnarskyldu.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1.      Orsøkin til, at lógaruppskotið verður gjørt

Endamálið við hesum lógaruppskoti er at gera tríggjar broytingar í fjarskiftislógini:

a)    At geva landsstýrismanninum heimild at undantaka bjargingarfeløgum og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingina, frá frekvensgjaldi.

b)   At geva møguleika fyri samstarvi millum Fjarskiftiseftirlitið og aðrar almennar myndugleikar ella løgfrøðiligar persónar um ávísar uppgávur, eitt nú endurnýggjan av radioprógvum.

c)    At áseta tagnarskyldu fyri tær upplýsingar, sum óviðkomandi fáa í sambandi við radiofjarskifti.

 

Til a)

Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg hevur móttikið ókeypis radiosamskiftisútgerð úr Hollandi. Eftir galdandi reglum skal frekvensgjald gjaldast fyri at fáa rætt til at nýta ávísan frekvens til radiosamskifti. Hetta fevnir bæði um eitt stovningargjald og eitt árligt gjald. Av tí, at talan er um sjálvboðið virksemi við stórum týdningi fyri tilbúgvingarskipanina, verður skotið upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta, at bjargingarfeløg og onnur sjálvboðin feløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, ikki skulu gjalda frekvensgjald.

 

Til b)

Fjarskiftiseftirlitið og Skipaeftirlitið hava í eina tíð havt ætlanir um at samstarva um endurnýggjan av sonevndum GOC-radioprógvum. Eftir fjarskiftislógini skal Fjarskiftiseftirlitið endurnýggja hesi radioprógv. Samstundis skal Skipaeftirlitið endurnýggja vinnubrøv eftir IMO-reglum. Tað verður hildið at verða lættari fyri brúkaran, um alt kann endurnýggjast um eina leið, og ætlanin er tí at lata Skipaeftirlitið endurnýggja GOC-radioprógvini fyri Fjarskiftiseftirlitið.

 

Til c)

Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt vart við, at í verandi lóggávu er ikki tagnarskylda fyri radiosamskifti, sum verður kunnugt hjá øðrum enn tí, sum tað er ætlað til. Hetta er annars kravt í reglum hjá International Telecommunications Union (ITU), sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja.

 

§ 37 í ITU-sáttmálanum er soljóðandi:

ARTICLE 37

Secrecy of Telecommunications

184

PP-98

1 Member States agree to take all possible measures, compatible with the system of telecommunication used, with a view to ensuring the secrecy of international correspondence.

185 2 Nevertheless, they reserve the right to communicate such correspondence to the competent authorities in order to ensure the application of their national laws or the execution of international conventions to which they are parties.

 

Í framhaldi av hesum er í § 17 í ITU Radio Regulations ásett:

ARTICLE 17

Secrecy

17.1 In the application of the appropriate provisions of the Constitution and the Convention, administrations bind themselves to take the necessary measures to prohibit and prevent:

17.2 a) the unauthorized interception of radio communications not intended for the

general use of the public;

17.3 b) the divulgence of the contents, simple disclosure of the existence, publication or any use whatever, without authorization of information of any nature whatever obtained by the interception of the radio communications mentioned in No. 17.2.”

 

M.a. sum ein avleiðing av hesum ásetingum verður skotið upp, at galdandi tagnarskyldureglur tí verða víðkaðar, tagnarskylda verður ásett fyri radiofjarskifti, sum verður kunnugt hjá øðrum enn tí, sum tað er ætlað. Frammanundan vóru tað bert kervis- og tænastuveitarar, Fjarskiftiseftirlitið og kærunevndin í fjarskiftismálum, umframt starvsfólk hjá hesum, sum vórðu umfatað av tagnarskyldureglunum. Undantak verður gjørt fyri radiofjarskifti, sum er ætlað almenninginum, herundir neyðstøðusignal, navigasjónssignal, áhugavarping (amatørradio) og útvarps- og sjónvarpssendingar.

 

2.      Ummæli

Lógaruppskotið varð sent til ummælis hjá Fiskimálaráðnum, Fjarskiftiseftirlitinum, Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg, MRCC, Skipaeftirlitinum og Skipara- og Navigatørfelagnum.

 

Onki hoyringssvar er komið frá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg og Skipara- og Navigatørfelagnum. Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki sent hoyringssvar, men uppskotið er gjørt í samstarvi við Fjarskiftiseftirlitið.

 

Fiskimálaráðið og Skipaeftirlitið hava ongar viðmerkingar til uppskotið. MRCC tekur undir við uppskotinum, men hevur ta viðmerking, at frítøkan fyri frekvensgjald eisini átti at verið galdandi fyri MRCC.

 

Vinnumálaráðið hevur ikki broytt uppskotið eftir viðmerkingunum hjá MRCC. Talan er um ein almennan stovn, og um stovnurin slapp undan frekvensgjaldinum, var neyðugt at fáa eina játtan til vega aðra staðni á fíggjarlógini til raksturin hjá Fjarskiftiseftirlitinum. Harafturat eru tað eisini aðrir almennir stovnar, sum virka innan tilbúgvingarøkið, sum gjalda frekvensgjald.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Uppskotið um at undantaka bjargingarfeløg v.m. frá frekvensgjaldi hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Ætlanin er framvegis, at raksturin av Fjarskiftiseftirlitinum skal fíggjast av loyvisgjøldum v.m. Sostatt verða tað onnur loyvisgjøld, sum koma at rinda umsitingarkostnaðin av frekvensum hjá bjargingarfeløgum. Talan er tó um so mikið smáar upphæddir, at tað ikki er vist, at neyðugt verður at tillaga gjøldini.

 

Um Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg skal hava frekvensloyvi til samskiftisútgerðina, skal felagið eftir galdandi reglum rinda fjarskiftiseftirlitinum kr. 38.500 í stovningargjaldi og frekvensloyvi umframt kr. 24.500 í árligum rakstrargjaldi. Hesi gjøld fær Fjarskiftiseftirlitið ikki, um uppskotið verður samtykt.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið kann hava heilt smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, sí viðmerkingarnar undir kap 2, 1 A.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ta umsitingarligu avleiðing, at avgreiðslan av at endurnýggja GOC-radioprógv kann leggjast til Skipaeftirlitið og harvið betra um umsitingarligu samskipanina.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ta avleiðing, at krøvini í ITU-konvensjónini við undirskjølum um tagnarskyldu verða fylgd.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

 

Til 1) og 2) 

Uppskotið gevur møguleika fyri at áseta, at ávísar uppgávur, sum eftir fjarskiftislógini eru lagdar til Fjarskiftiseftirlitið, verða lagdar til aðrar almennar myndugleikar ella til løgfrøðiligar persónar (t.d. privat felag). Uppgávurnar, sum kunnu leggjast til aðrar myndugleikar eru nevndar í kapitli 5A í lógini, og snýr tað seg mest um prógv og loyvi til radiosamskifti.

 

Endamálið við hesari áseting er m.a. at gera tað møguligt at flyta avgreiðsluna av endurnýggjanini av GOC-radioprógvum frá Fjarskiftiseftirlitinum til Skipaeftirlitið. Við lógarbroytingini er eisini í framtíðini møguligt at lata aðrar myndugleikar ella privat feløg v.m. útinna ávísar uppgávur. Tað er tó ikki eftir hesi broytingini møguligt at lata privatum kunngerðarheimild. Verður avgerðarmyndugleiki latin privatum, skulu ásetast reglur um, at tað skal vera kærumøguleiki, í øðrum førum kunnu tílíkar reglur setast..

 

Tað verður tó framvegis Fjarskiftiseftirlitið, sum hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við, at uppgávurnar verða útintar á fullgóðan hátt. Um tað skuldi hent, at umsitingin ikki er nøktandi, kunnu uppgávurnar verða fluttar aftur til Fjarskiftiseftirlitið at umsita. Ætlanin er, at tað framvegis skal verða Vinnukærunevndin, sum virkar sum kærumyndugleiki fyri tær avgerðir, sum aðrir myndugleikar taka, og tí er heimild sett til landsstýrismannin at áseta, at Vinnukærunevndin er kærumyndugleiki, eisini hóast uppgávurnar verða lagdar til myndugleikar, sum eru undir málsræðinum hjá øðrum landsstýrisfólkum.

 

Ætlanin er at lata Fjarskiftiseftirlitið gera avtalu við tann myndugleika ella løgfrøðiliga persón, sum skal útinna uppgávur Fjarskiftiseftirlitisins, sum nærri ásetur treytir í hesum sambandi. Hugsað verður um treytir viðvíkjandi misrøkt av skyldum, um inntøkur og útreiðslur av umsitingini v.m.

 

Til 3)

Heimilað verður at áseta, at bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, verða undantikin frá frekvensgjaldi. Orðið „tilbúgving“ er breitt og fevnir um allar atgerðir, sum verja lív og virði, sum hava týdning fyri samfelagið í breiðari merking. Tað eru tí nógvir felagsskapir, sum virka innan tilbúgvingarøkið. Orðingin gevur tó bert møguleika at undantaka áhugafeløg. Við eitt áhugafelag er serliga at skilja eitt  felag, sum burturav ella í stóran mun er grundað á sjálvboðið arbeiði. Tað er avmarkað, hvussu nógv av slíkum feløgum hava egnar radiosamskiftisskipanir, og í løtuni verður bert roknað við, at hetta er viðkomandi fyri Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg (LFB). Tað er tó møguligt, at tað verður viðkomandi fyri onnur feløg í framtíðini.

 

Tað, at áhugafeløg innan tilbúgvingarøkið verða undantikin frá frekvensgjaldi, kann hava við sær, at frekvensgjøld ella onnur gjøld møguliga kvinka eitt vet upp eftir fyri at fíggja raksturin av Fjarskiftiseftirlitinum. Ætlanin er framvegis, at raksturin av Fjarskiftiseftirlitinum sum høvuðsregla skal vera útreiðsluneutralur fyri landskassan. Talan er tó um so mikið smáar upphæddir, at tað ikki er vist, at neyðugt er at broyta gjøldini.

 

Tað, at áhugafeløg sleppa undan at gjalda frekvensgjald, frítekur ikki hesi feløg fyri aðrar skyldur eftir fjarskiftislógini ella kunngerðir, givnar við heimild í henni, eitt nú loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum at nýta ávísar frekvensir. 

 

Til 4)

Stk. 1 hevur sama orðaljóð sum í verandi lóg. Endamálið við hesari áseting er at áseta tagnarskyldu fyri kervis- og tænastuveitarar og starvsfólk teirra um fjarskifti, og at áleggja teimum at seta tiltøk í verk fyri at fyribyrgja, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingarnar. Forboð er frammanundan í borgarligu revsilógini móti at nýta eitt tól til avlurting av telefonsamrøðum, men tænastu- og kervisveitarar fáa atgongd til nógvar upplýsingar um privat fjarskifti, sum tó ikki er fevnt av ásetingunum í § 263 í revsilógini. Tí verður hildið at vera neyðugt at áseta, at slíkar upplýsingar eru fevndar av tagnarskyldu.

 

Tagnarskyldan fevnir bæði um innihald og nýtslu, t.d. eisini hvønn samskift er við.

 

Í stk. 2 er 1. pkt. í verandi lóg endurtikið, sum áleggur tagnarskyldu til Fjarskiftiseftirlitið og kærunevndina. Tað verður tó við hesum uppskotinum skoytt uppí, at tagnarskyldan eisini er galdandi fyri aðrar myndugleikar og løgfrøðiligar persónar, um ávísar uppgávur við heimild í § 6, stk. 4 eru lagdar til annan myndugleika ella løgfrøðiligan persón at umsita.

 

Ásetingin um, at tagnarskyldan er galdandi eisini eftir, at persónur er farin úr tí starvi, har hann nam sær upplýsingarnar, er flutt í eitt sjálvstøðugt stk. 3, og tilvísing er samstundis gjørd til stk. 1 og 2. Orsøkin til hesa broyting er, at tað verður greiðari, at ásetingin eisini er galdandi fyri persónar, sum hava virkað hjá tænastuveitarum og kervisveitarum.

 

Í stk. 4 verður tagnarskylda ásett fyri radiofjarskifti. Eftir ITU-konvensjónini hava Føroyar skyldu til at tryggja, at radiofjarskifti, sum ikki er ætlað almenninginum, verður hildið loyniligt (sí eisini almennu viðmerkingarnar).

 

Eftir kommenteraðu revsilógini er avlurting av radiosamrøðum við einum tóli neyvan vart av § 263 í revsilógini, um talan er um samrøður, sum ikki tekniskt eru tryggjaðar móti avlurting. Í øllum førum fevnir henda áseting í revsilógini ikki um ta støðu, har onkur av tilvild ella av øðrum ávum yvirhoyrir eina radiosamrøðu millum tveir aðrar persónar.

 

Skotið verður tí í stk. 4 upp at seta forboð móti at brúka, almannakunngera ella lata til óviðkomandi upplýsingar um innihaldið í og eksistensin av radiofjarskifti, sum er vorðið kunnugt hjá øðrum enn tí, sum tað var ætlað. Hetta merkir, at um persónur sjálvur hoyrir ella á annan hátt fær kunnleika til radiofjarskifti, ætlað øðrum, er tagnarskylda galdandi fyri bæði innihaldið av samskiftinum og eisini fyri upplýsingar um, at nakað radiofjarskifti yvirhøvur hevur verið.

 

Orsøkin til, at tað er ásett, at upplýsingar ikki mugu gevast til óviðkomandi, er, at tað ikki við hesum ásetingum eigur at verða forðað fyri at lata upplýsingar, sum myndugleikar hava rætt til at fáa, t.d. í sambandi við kæruviðgerð ella sambært hesari ella aðrari lóggávu (sí eisini stk. 6).

 

Í stk. 5 er ásett, at tagnarskyldan fyri radiofjarskifti ikki er galdandi fyri radiofjarskifti, ætlað almenninginum, eitt nú fráboðanir um neyðstøðu, navigasjónssignal, og útvarps- og sjónvarpssignal, ætlað almenninginum. Tað, sum her er reksað upp, er ikki ein fullfíggjaður listi.

 

Í stk. 6 er presiserað, at tagnarskyldan eftir stk. 1-5 ikki forðar fyri at lata upplýsingar til myndugleikar ella altjóða felagsskapir, um tað eftir fjarskiftislógini ella øðrum rættarreglum er krav um, at slíkar upplýsingar skulu latast. T.d. er stundum neyðugt at lata upplýsingar til Vinnukærunevndina og onnur í sambandi við kæruviðgerð.

 

Í stk. 7 er ásetingin í stk. 3 í verandi lóg endurtikin, at reglurnar í § 152 og §§ 152d-f í borgarligu revsilógini viðvíkjandi tagnarskyldu eru galdandi samsvarandi. Tó er í mun til verandi orðing gjørd tann broyting, at § 152a í revsilógini er tikin við í uppreksanina av viðkomandi ásetingum í revsilógini. Henda áseting snýr seg um tagnarskyldu fyri persónar, sum eftir avtalu við almennan myndugleika røkja ella hava røkt uppgávur fyri myndugleikan, t.d. uppgávur sum verða loystar av privatum fyritøkum. Eisini fevnir ásetingin um persónar, sum virka við telefyritøku, góðkend av tí almenna. Hetta fevnir sambært kommenteraðu revsilógini um eina og hvørja fyritøku, sum hevur fingið konsessjón til at veita tráðbornar ella tráðleysar teletænastur.

 

Í stk. 8 er heimild hjá landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um tagnarskyldu. Hetta er endurtøka av stk. 4 í verandi lóg. 

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Galdandi lóg samanborin við uppskotið um nýggja orðing.

Skjal 2: Avrit av ummælisskrivi frá Fiskimálaráðnum, Skipaeftirlitinum og MRCC.

 

1. viðgerð 20. januar 2009. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 27. januar 2009 legði fram soljóðandi 

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. desember 2008, og eftir 1. viðgerð tann 20. januar 2009 er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 22. januar 2009.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin biðið Vinnumálaráðið greiða frá, hvørjar upphæddir MRCC rindar í ymiskum avgjøldum og linju kostnaðum fyri at samskifta, sum nevnt í hoyringsskrivi frá MRCC til Vinnumálaráðið, dagfest 18. september 2008.

 

Frá Vinnumálaráðnum hevur nevndin fingið upplýst, at teir hava fleiri loyvir á deild 3000 íalt kr. 28.500,00 MVG frí + konsessjónsloyvi kr. 2.500,00 v/ MVG. Einki er upplýst um linju kostnaðir.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 3. februar 2009. Uppskotið samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 10. februar 2009. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.