53 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2009, 20. januar, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðrilsmørk, Heini O. Heinesen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Hergeir Nielsen, Bjørt Samuelsen og Sjúrður Skaale vegna Tjóðveldi, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul

 

§ 1. Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul verður § 12, stk. 2 orðað soleiðis:

Stk. 2. Studningsupphæddin til umsøkjara, ið fær serligt ískoyti til einsamallar uppihaldarar sambært 2a. parti í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., er tað dupulta av hægra studninginum sbr. § 7, stk. 1.” og stk. 2-4 verða hereftir stk. 3-5.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar  

Endamálið við lógaruppskotinum er at bøta um korini hjá støkum uppihaldarum, sum fara undir útbúgving, og at eggja enn fleiri teirra at fara undir útbúgving. Málið verður rokkið við, at støku uppihaldararnir fáa dupultan útbúgvingarstuðul undir útbúgvingini.

 

Stakir uppihaldarar eru í flestu førum kvinnur. Kvinnur, sum fegnar vilja hava eina útbúgving, verða sjálvbjargnar og góðar fyrimyndir hjá børnum sínum millum annað við at fáa eina útbúgving.

 

Vit vita, at løn og arbeiðsviðurskifti sum heild eru best, um fólk hava eina útbúgving. Tí er umráðandi at geva støku uppihaldurunum ein rímiligum møguleika fyri størri javnvág millum familju og arbeiðslív undir og eftir útbúgving.

 

Tá stakir uppihaldarar festa røtur í øðrum londum, børnini eru fallin væl til, og familjan fíggjarliga hevur tað betri í øðrum londum, kunnu grundgevingarnar fyri at flyta heim aftur gerast færri. Og um kvinnan finnur nýggjan maka uttanlands, er sjáldsamt, at hon kemur heim aftur.

 

Vit vita eisini – sambært kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum um, hví føroyingar velja at búseta seg í Danmark – at fleiri velja Føroyar frá, tí at sosialu skipanirnar her eru ov vánaligar.

 

Vitanarsamfelagið er vegurin fram - eisini í Føroyum. Tað er tí meiningsleyst at fasthalda støkum uppihaldarum, sum hava áræði og hug at fara undir útbúgving, í forsorg, ella gera tað ómøguligt hjá teimum at fáa eina útbúgving. Lógaruppskotið fer at eggja teimum til at fáa sær eina útbúgving, og harvið enn betri møguleika fyri at gerast sjálvbjargin.

 

Vit hava ikki lestraríbúðir ella sámuligar leigu-/lutaíbúðir til teirra, og tí kundi ein ábót verið, at støku uppihaldararnir fingu dupultan lestrarstuðul. Tó so, at vit eisini skulu virka fyri, at onnur viðurskifti koma í rættlag.

 

Nógvir stakir uppihaldarar hava havt á orði, at uttan stuðul frá foreldrum høvdu tey mangan farið svong í song.

 

Almannastovan hevur gjørt vart við, at støku uppihaldararnir eru millum tey, sum hava tað truplast í Føroyum.

 

Tá stakir uppihaldarar hava vent sær til Almannastovuna til tess at fáa peningaliga hjálp, er tað ikki ein møguleiki so leingi, sum tey eru undir útbúgving – uttan so, at talan er um endurbúgving. Fleiri ferðir er sagt, at einasta ráðið, málsviðgerðin á Almannastovuni kann geva, er at siga, at kor teirra, hjálp og stuðul eru nógv betri í Danmark. Tí har fáa tey bæði lestraríbúð, ískoytið til leigu umframt serligt ískoyti.

 

Tá einasta orsøkin til, at støku uppihaldararnir, eru noyddir at velja útbúgvingina frá, er peningalig, er sjálvsagt, at málið ikki hoyrir heima á Almannastovuni. Støku uppihaldararnir eru ikki ein sosialur trupulleiki og skulu tískil ikki ”klientiserast”. Tey skulu harafturímóti hava rímiligan útbúgvingarstuðul, so tey eftir loknan lestur hava betri inntøku og kunnu forsyrgja sær og sínum.

 

Vit hava sæð fleiri dømi um, at stakir uppihaldarar velja at fara av landinum til tess at fáa eina útbúgving, tí tað var ómøguligt peningaliga her heima at vera lesandi sum stakur uppihaldari. Tá júst hesin bólkurin, staki uppihaldarin við barni/børnum, fer av landinum, er tað ein stórur missur. Stakir uppihaldarar eru í flestu førum kvinnur, og undirskotið av kvinnum í bestu árum gerst enn størri.

 

Hugsa vit um børnini, er eyðsæð, at tey eisini hava gagn av at vaksa upp í Føroyum – her eru bæði foreldrini hóast alt, hóast tey ikki eru par, umframt familja og netverk. Júst tað, ið staki uppihaldarin og børnini hava stóran tørv á  – ikki minst í lestrartíðini.

 

Í kunngerðini um stuðul til lesandi er mangt at fegnast um. Bæði foreldrini verða javnsett og hava møguleika fyri at fara í barnsburðarfarloyvi, og lesandi foreldur fáa 622 kr afturat í útbúgvingarstuðli um mánaðin. Alt gott um tað, men eingin ivi er um, at støku uppihaldararnir hava tørv á serligum stuðli, um teimum skal verða lív lagað í Føroyum.

 

Eisini kunnu vit fegnast um, at CHE-samgongan samtykti, at stakir uppihaldarar kunnu fáa 500 kr. skattafrítt mánaðarliga fyri hvørt barnið. 807 børn í Føroyum hava fyribils fingið gagn av hesum.

 

Men um familjurnar við støkum uppihaldarum skulu verða lív lagað herheima í mun til at fáa eina útbúgving, er neyðugt at bøta meir um støðuna.

 

Týdningarmikið er, at barnafamiljurnar – eisini tær, har talan er um stakar uppihaldarar – kenna seg raðfest. Kenna, at vit ynskja, at tey skulu vera verandi her, trívast og verða lív lagað her. Hetta uppskotið vendir sosialt rætt og gevur fleiri føroyingum møguleikan fyri einari útbúgving.

 

Tað hevur ikki verið gjørligt at fáa greiðu á, hvussu nógv lesandi eru stakir uppihaldarar, og enn minni, hvussu nógv høvdu valt at farið undir útbúgving, um tey fingu dupultan útbúgvingarstuðul. Sigast kann tó, at hægri lestrarstuðulin í dag er 3.737 kr. Tað er við øðrum orðum 3.737 kr. x 2, sum er ætlaða upphæddin til lesandi stakar uppihaldarar.

 

Tí ber ikki til at siga, hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum eru.

 

Gildiskoman fyri uppskotinum er skjótast gjørligt.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

§ 12 inniheldur serligar ásetingar um stuðul til lesandi við børnum. Nýggja ásetingin í stk. 2 hevur við sær, at lesandi, ið fáa serligt ískoyti til einsamallar uppihaldarar sambært 2a. parti í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., fáa eina stuðulsupphædd, sum samsvarar við tað dupulta av hægra studninginum sbr. § 7, stk. 1.

 

Hetta merkir, at lesandi, ið eiga barn/børn, og einsamøll hava forsyrgjara- /uppihaldsskyldu av barni/børnum í lestrartíðini, fáa eina stuðulsupphædd, sum samsvarar við tað dupulta av hægra studninginum sbr. § 7, stk. 1. Stuðulin sambært hesi nýggju áseting kemur í staðin fyri stuðulin sambært § 7, stk. 1, og er stuðulin tann sami, um tann lesandi hevur eitt ella fleiri børn. Barnastudningur sambært tí verandi § 12, stk. 2 verður tó veittur umframt stuðulin eftir tí nýggju § 12, stk. 2.

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 3. februar 2009. Málið beint í Mentanarnevndina