52 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 3. desember, løgdu Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Sjúrður Skaale, Heini O. Heinesen og Hergeir Nielsen vegna Tjóðveli fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll 


§ 1.

 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

1)      § 6, litra a verður orðað soleiðis: „a. Ferðagóðs, t.v.s. klæðir og aðrir ferðalutir, sum ferðafólk hava í viðføri, tá ið tollvaldið heldur, at nøgd og slag er sovorðið, at ferðafólkið kann ætlast at hava tað til egna nýtslu á ferðini, ella talan er um smálutir, sum ferðafólk hevur við sær, tá ið tollurin lítið og einki hevur at týða. Tann eftirlitsansan, ið tørvur er á, verður sett av landsstýrinum.“

2)      Aftaná § 6 verða settar inn nýggjar §§ 6a-6j, sum verða soljóðandi:

”§ 6a Markið fyri, hvat er at meta sum smálutir eftir § 6, litra a og neyvari reglur fyri innflutninginum og eftirlitinum, er ásett í §§ 6b-j.

 

§ 6b Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til egna nýtslu:

1)  Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol.

2) Heitvín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2 litrar.

3) Øl: í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) hægst 5,8 rúmprosent alkohol.

 

§ 6c Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:

Sigarettir:

í mesta lagi 200 stk., ella

Sigarillos:

í mesta lagi 100 stk., ella

Sigarir:

í mesta lagi 50 stk., ella

Tubbak:

í mesta lagi 250 gr.

 

§ 6d Ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt:

1)

Luktilsi:

 

í mesta lagi 50 gr.

2)

Rakivatn:

 

í mesta lagi 25 cl.

3)

Sukurlátuvørur:

 

í mesta lagi 3 kg.

4)

Sodavatn:

 

í mesta lagi 10 litrar.

Stk. 2. Ferðandi kunnu, umframt nevndu vørur, flyta inn toll- og avgjaldsfrítt aðrar vørur, sum tilsamans hava virði, ið ikki er hægri enn 2.500 kr.

 

§ 6e Vøra, ið hevur hægri virði enn 2.500 kr., kann ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt, men skal tollast í síni heild av samanlagda virðinum.

 

§ 6f Vøra, ið hoyrir saman sum ein eind, kann ikki innflytast partvíst av einum ella fleiri ferðandi toll- og avgjaldsfrítt, sjálvt um virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr.

 

§ 6g Toll- og avgjaldsfríur innflutningur av omanfyrinevndu vørum verður bert játtaður einum ferðandi einaferð um samdøgrið.

Stk. 2. Treytin fyri toll- og avgjaldsfríum innflutningi er, at vørurnar eru til egna nýtslu og ikki til sølu ella annað vinnuligt endamál, og at hin ferðandi hevur vørurnar hjá sær í sínum persónliga viðføri, soleiðis at vørurnar verða vístar fram til tollviðgerð á staðnum.

Stk. 3. Vørur, ið havdar verða fyri onnur ella verða sendar sum ferðagóðs, lúka ikki treytirnar fyri toll og avgjaldsfríum innflutningi.
Stk. 4. Vørur, ið koma inn í landið sum ferðagóðs og síðani verða sendar aftur til seljaran uttanlands til umbýting o. a., skulu gjalda toll- og avgjøld, tá ið vøran kemur aftur til Føroyar.

 

§ 6h Ferðandi, ið taka við sær vørur, umframt tær omanfyri nevndu, ella aðrar vørur, ið hava hægri virði enn 2.500 kr., hava skyldu óbiðin at siga tollvaldinum frá.

 

§ 6i Tollvaldið hevur rætt at kanna persónar, viðføri og flutningsfør, sum koma og fara. Ferðandi skulu, tá ið tollvaldið krevur tað, uppgeva navn og bústað.

 

§ 6j Ferðandi skulu sjálvi steðga upp til eftirlit, og tá ið tað verður kravt, pakka upp og aftur, tað sum kravt verður til eftirlit, og hava skyldu til at geva upp fyri tollvaldinum allar lutir og vørur, sum tey hava við sær úr útlondum, eins og tey hava skyldu til at siga frá øllum av týdningi fyri tollviðgerðina.”

3)      Í § 31, stk. 1 verður sett inn nýtt nr. 7 sum verður soljóðandi:

„7. Fremur brot á reglurnar í §§ 6a-6j.

 

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 103 frá 1. desember 2008 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya.

 

Almennar viðmerkingar

Føroyingar hava í dag eina tollfría vinnu, sum er ein týðandi partur av rakstrargrundarlagnum hjá flutningsfeløgunum og hjá ferðavinnuni sum heild.

 

Sambært tolllógini kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gjøgnum kunngerðarheimild einsamallur gera av, hvørjar vørur, ið ferðafólk, sum koma til landið, tollfrítt kunnu hava við sær.

 

Hetta gevur landsstýrismanninum alt ov víðar heimildir og kann máa støðið undan tollfrívinnuni, við tað at hann frá degi til dags kann taka burtur ymiskar vørur burtur úr tollfrí-úrvalinum.

 

Til tess at tryggja, at neyðug skotbrá verður at viðgera størri inntriv í grundarlagnum hjá eini heilari vinnugrein, eigur tað at vera Løgtingið, ið ásetir og viðger slíkar broytingar.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ad. 1) Heimildin hjá landsstýrismanninum at geva loyvi til frían innflutning av smálutum, sum ferðafólk hevur við sær, tá ið tollurin lítið og einki hevur at týða, verður tikin av. Í staðin verður ásett beinleiðis í lógini, at slíkir lutir eru undantiknir tolli.

 

Ad. 2) Í sambandi við, at heimildin hjá landsstýrismanninum at geva loyvi til frían innflutning av smálutum verður tikin av, er neyðugt at gera neyvari ásetingar um markið fyri, hvat er at meta sum smálutir eftir § 6, litra a og neyvari reglur fyri innflutninginum og eftirlitinum. Hetta er tilskilað í § 6a.

 

Í §§ 6b-j verður galdandi rættarstøða, sum í dag er ásett við kunngerð nr. 103 frá 1. desember 2008 um, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya, lógarfest.

 

Ad. 3) Brot á ásetingar í kunngerðini verða í dag revsaðar við sekt. Við hesi ásetingini verða brot á §§ 6a-6j revsaðar við sekt, um tær eru framdar við tilætlan ella av grovum ósketni.

 

Ì hesum sambandi er viðkomandi at viðmerkja, at § 31, sum er, ásetir revsing við sekt, til tey sum:

1)      Ikki boða tollvaldinum frá vørum, ið verða fluttar inn á ella av tolløkinum, ella vørur, ið verða fluttar inn á ella frá fríhavn, ella frígoymslu á tolløkinum, tá ið hetta er ásett í fyriskipan smb. hesi lóg.

2)      Burturflyta vørur, ið eru undir tollstongsli, ella sum eru á transitgoymslu.

3)      Brúka ótollaðar vørur, jbr. tó § 33.

4)      Brúka vørur, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld eftir § 8.

5)      Selja ella á annan hátt avhenda vørur, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld smb. § 8, móti teimum fyri toll- og avgjaldsfrítøkuni ásettu treytum.

6)      Taka vørur frá flutningsfari ella á annan hátt afturhalda vørur, ið eru givnar upp til útflutnings móti endurrindan av ella frítøku fyri toll og avgjøldum, ella móti fráskriving í upplag uttan at geva tað upp til tollvaldið.

 

Til § 2

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer kunngerðin, sum ásetir, hvat ferðandi kunnu flyta inn toll- og avgjaldsfrítt til Føroya, úr gildi.

1. viðgerð 17. desember 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina