51 Uppskot til  lųgtingslóg um at hųvušsumvęla, śtbyggja og nśtķšargera Landssjśkrahśsiš

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Oršaskifti)
E. 3. višgerš (Oršaskifti)

Įr 2008, 3. desember, legši Hans Pauli Strųm, landsstżrismašur, fram soljóšandi

 

Uppskot

 

til

 

lųgtingslóg um at hųvušsumvęla, śtbyggja og nśtķšargera Landssjśkrahśsiš

 

§ 1. Landsstżrismanninum veršur heimilaš at gera avtalur um at hųvušsumvęla, śtbyggja og nśtķšargera  Landssjśkrahśsiš. Śtreišslurnar fyri verkętlanina kunnu ķ mesta lagi verša 150 mió. kr.

 

§ 2. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. januar 2009 og fer śr gildi 31. desember 2012.

 

Kap. 1. Almennar višmerkingar

 

Endamįliš viš lógini

Endamįliš viš lógini er framhaldandi at tryggja hųvušsumvęling, śtbygging og nśtķšargerš av Landssjśkrahśsinum.

 

Harnęst er henda lóg ķ samsvari viš jįttanarskipanina, har meginreglan er, at fyri stųrri ķlųgur, iš fevna um meira enn eitt fķggjarįr, skal lógaruppskot leggjast fyri Lųgtingiš.

 

Talan er um eina ętlan ķ fleiri stigum, sum ķ įrunum 2009 – 2015 veršur mett til einar 350 mió. kr. ķ nśtķšar krónum. Nęsta byggistig er mett til einar 150 mió. kr. Lógin er galdandi ķ 4 įr, men mišaš veršur ķmóti, at nęsta byggistig varar ķ trż įr, og eru višmerkingarnar ķ hesi lóg lagašar hareftir.

 

Hetta lógaruppskotiš fevnir um nęsta stigiš. Ķ višmerkingunum veršur greitt frį allari ętlanini, tó viš neyvari lżsing av ųšrum stigi.

 

Umrįšandi er, at ętlanin veršur sęš sum ein heildarętlan. Taš er neyšugt at halda įfram eftir fyrsta og annaš byggistig, fyri at rųkka į mįl sambęrt tķ, iš greitt er frį og nęrri śtgreinaš ķ endurskošašu byggiętlanini frį 2005, sķ fylgiskjali 1.

 

Stutt innlit ķ mįliš

Arbeišiš viš at śtbyggja Landssjśkrahśsiš varš tikiš upp aftur ķ 1998, tį landsstżrismašurin ķ almanna- og heilsumįlum gjųrdi av, at farast skuldi undir eina śtbygging av Landssjśkrahśsinum, iš hevši sķn uppruna ķ eini stųrri ętlan frį 1991, sum stešgaši upp ķ kreppuni ķ nķtiįrunum. Sķšani hevur veriš arbeitt framhaldandi viš verkętlanini. G-bygningurin varš lišugur ķ 2004 og er bundin saman viš B-bygningin viš nżggjari forhųll, móttųku og kafeteria. B2 er umbygt til nżggja skopideild og sterilsentral. Nżtt kirurgiskt ambulatorium er gjųrt į B3.

 

Ovastu 5 hęddirnar ķ B-bygninginum eru umvęldar innan, soleišis at medisinskar seingjadeildir hava fingiš betri umstųšur į B6, B7 og B8. Barnadeildin hevur fingiš tķšarhóskandi hųlir į B5, mešan oyra-, nęsa- og hįlslęknin eins og tannlęknin, hava fingiš nżumvęld hųlir į B4.

 

Arbeišiš at gera nżggjar śtsķšur og tak į B-bygningin er projekteraš, og veršur vęntandi bošiš śt į heysti 2008.

 

Ķ tķšarskeišinum1999 til 2004 varš arbeitt viš G-bygninginum og sķšani hevur fyrst og fremst veriš arbeitt viš at umbyggja og umvęla B-bygningin innanveggja.

 

Rśmd hevur tķ ikki veriš fyri umvęling av ųšrum bygningum, hóast hetta er meira įtrokandi enn nakrantķš.

 

Meginparturin av verandi bygningum skal eftir hųvušsumvęlingina framvegis virka sum partur av Landssjśkrahśsinum.

 

Tó vera tveir bygningar mettir sum óegnašir til at verša nżttir til sjśkrahśsendamįl. Her er talan um Barakkina (E-bygningurin) fram viš J. C. Svabosgųtu og C-bygningin (tann bygningurin, iš rųkkur frį B-bygninginum og nišan ķmóti J. C. Svabosgųtu). 

 

Tķšarętlan

Ķlųguętlanin umfatar śtinningina av endurskošašu byggiętlanini hjį Landssjśkrahśsinum ķ tķšarskeišinum frį 2009 til 2015.

 

Nęsta stig ķ ętlanini

Talan er um eina yvirskipaša rašfesting, har taš er stųrri vissa um ętlaša virksemiš ķ 2009 – 2011. Ķlųguętlanin skal endurskošast įrliga, og mųguliga veršur rašfest ųšrvķsi, um tųrvur er į tķ.

 

Rašfestingar ķ tķšarskeišinum 2009 – 2011

 

  1. Endurnżggjan av śtsķšum og tekju (klimaskerminum) į B-bygninginum
  2. Śtbygging av B-bygninginum og  nišurtųka av C-bygninginum
  3. Fyrireiking av nżbygging av Psykiatriska deplinum umframt įtrokandi umvęlingar
  4. Neyšugar umvęlingar av bygningum annars hjį Landssjśkrahśsinum
  5. Įvegis umvęlingar og flytingar av verandi funksjónum

 

Samanumtikiš kann sigast um hesar rašfestingar:

 

1.      Endurnżggjan av śtsķšum og tekju (klimaskerminum) į B-bygninginum

Ķ nógv įr hava trupulleikar veriš av lekum og gjóstri ķ B-bygninginum. Royndir hava veriš at umvęla brekini, men uttan nųktandi śrslit, og avgjųrt er tķ at klęša bygningin av nżggjum viš at skifta vindeygu og leggja nżtt tak į.

 

Munandi upphęddir eru brśktar til innandura umvęlingar, iš kunnu fara fyri skeyti, um einki veršur gjųrt uttan.

 

Klędningurin og bjįlvingin fer vęntandi at minka munandi um rakstarśtreišslurnar ķ mun til ķ dag.

 

Arbeišiš er av slķkum slagi, at taš kemur at órógva verandi virksemi į Landssjśkrahśsinum. Hędd mį takast fyri hesum ķ mįtanum, arbeišiš veršur gjųrt uppį, soleišis at taš er til minst mųguligan ampa fyri bęši sjśklingar og starvsfólk.

 

2.      Śtbygging (vķškan) av B-bygninginum, herundir nišurtųka av C-bygninginum

Tį fariš varš undir at byggja G-bygningin, varš longu greitt, at hesin ikki kom at nųkta akutta tųrvin, iš var, men av fķggjarligum įvum varš neyšugt at velja nųkur ųkir frį ķ fyrsta umfari.

 

Sera įtrokandi er nś at finna eina varandi loysn į hųlistrupulleikunum innan ųkini, sum einki enn er gjųrt viš. Nišanfyri er śtgreinaš, hvussu ein komandi śtbygging av B-bygninginum kemur at įvirka deildirnar.

 

Eygnadeildin

Deildin hśsast ķ lųtuni ķ endanum av Barakkini, og skal hava nżggj hųli, tį gamla Barakkin, iš er ķ sera vįnaligum standi, veršur nišurtikin. Deildin er ķ stųšugari menning, sum setur krųv til betri umstųšur.

 

Uppvenjing

Sum vķst į ķ “Įlit um endurvenjing fyri fólk viš fųrleikatarni”[1], Almanna- og heilsumįlarįšiš november 2007, er tųrvur į einum tvųrfakligum tilboši til brįšfeingis sjśkrahśsendurmenning į Landssjśkrahśsinum. Skipast skal ein seingjardeild viš tilhoyrandi uppvenjingarumstųšum (venjingarhųlum, hyli, vištalum). Umstųšurnar ķ lųtuni hjį fysio- og ergoterapi, sum hśsast ķ kjallaranum į gamla sjśkrahśsinum, eru vįnaligar, og als ikki nųktandi til verandi virksemi. Plįsstrot er, og hųlini eru sera lįg.

 

Gynękologi/obstetri (Kvinnusjśkuųkiš)

Verandi hųli eru alt ov trong og óegnaš til virksemiš. Eisini eru tey ķ vįnaligum standi. Neyšugt er viš nżggjum hųlum, um deildin skal fasthalda og menna stųšiš, sum er nįtt, viš einum góšum rakstri. Deildin umfatar seingjarplįss, fųšistovurnar, ambulant virksemi og stovu til ov tķšliga fųdd bųrn.

 

Skopiin

2. hędd į B2 er umbygd ķ 2008, og frameftir skal skopiin hśsast har. Skopiin skal gerast endaliga lišug og riggast til. Hetta skal fremjast ķ fyrru helvt av 2009.

 

Rųntgen

Stór menning er innan myndadiagnostikk. Ķ lųtuni er ikki gjųrligt at skipa hóskandi virksemi til innlagdar sjśklingar, ambulantar sjśklingar og skašatilburšir.

 

Veršur talan ķ framtķšini um almennar screenkanningar og mammugrafikanningar, er hetta ikki gjųrligt innan fyri verandi karmar. Ein komandi śtbygging kemur at loysa henda trupulleika.

 

Seingjadeildir

Tęr umvęlingar, sum eru framdar į medisinsku seingjardeildunum ķ tķšarskeišinum frį 2006-2008 (B5-B8 ķ hųvušsbygninginum), hava gjųrt umstųšurnar munandi betri, jśst sum endamįliš viš umvęlingunum var. Bęši sjśklingar og starvsfólk fegnast um śrslitiš. Talan er tó ikki um eina endaliga loysn, har taš hava veriš tikin rakstrarlig atlit ķ mun til, hvussu virksemiš į deildunum kann skipast viš samskipašum vaktum og felagsfunksjónum.

 

Ķ londunum uttan um okkum er gongdin tann, at munandi śtbyggingar verša gjųrdar innan sjśkrahśsųkiš. Hesar verkętlanir hava so gott sum bara einastovur viš baš, į seingjardeildum.

 

Skulu vit bjóša somu tęnastur, skal roknast viš tķlķkum deildum her eisini.

 

Barnadeildini tųrvar broyttar umstųšur, so taš slepst beinleišis śt ķ frķska luft.

 

Sjśklingahotell

Landssjśkrahśsiš hevur ikki mųguleika innan fyri verandi fysisku karmar at hava eitt sjśklingahotell, har til ber at hżsa fólki, sum klįra seg sjįlvi, men sum hava tųrv į at vera tętt at sjśkrahśsinum ķ sambandi viš t.d. uppfylgjandi kanningum, ella har avvaršandi ķ styttri tķš kunnu hżsast. Ętlanin er, at hetta eisini veršur tikiš viš ķ eini śtbygging av hųvušsbygninginum ķ sambandi viš umskipan av seingjardeildunum.

 

Seingjarvask

Verandi hųlir til seingjarvask lśka ikki arbeišsheilsuligu treytirnar, sum eru galdandi fyri tķlķkt virksemi. Taš hevur uttan śrslit veriš roynt at hjįlpa upp į umstųšurnar viš at betra um luftingina, men luftin inni ķ hųlunum er ikki nóg góš. Hųlini eru myrk og taš ber ikki til at fįa dagsljós inn ķ hųlini.  

 

Rakstrarligir fyrimunir

Ķ eini śtbygging av hųvušsbygninginum er ętlanin at umskipa verandi virksemi į t.d. seingjardeildunum og fųši-/barnadeildini, soleišis at deildirnar fįa ein meira skynsaman rakstur enn viš verandi fysisku karmum. Sum fysisku karmarnir eru nś, ber ikki til at samskipa raksturin av seingjardeildunum, soleišis at til ber at hava fęrri vaktir at dekka fleiri deildir ķ tķšarskeišum viš lįgum virksemi (t.d. į nįttartķš og ķ vikuskiftum). Viš eini tķlķkari umskipan ber eisini til at hava eitt sjśklingahotell sum ein virknan part ķ einum samlašum bķligari rakstri.

 

Ķ framhaldandi śtbyggingini skal eisini kannast, ķ hvųnn mun rakstrarligir fyrimunir verša av at flyta kųkin tęttari upp at sjśkrahśsvirkseminum. Kųkurin er nišurslitin og er óhóskandi til at veita eina góša tęnastu.

 

Hųlini, sum fyrisitingin hśsast ķ, skulu hųvušsumvęlast. Ķ sambandi viš śtbyggingina av hųvušsbygninginum skal kannast, um fyrisitingin viš fyrimuni kann flytast nęrri kjarnuvirkseminum į Landssjśkrahśsinum.

 

3.   Fyrireiking av nżbygging av Psykiatriska deplinum, umframt įtrokandi umvęlingar

Ķ endurskošašu byggiętlanini frį 2005 varš lagt upp til at rašfesta hųvušsumvęlingina av verandi bygningum hjį Psykiatriska deplinum frammarlaga. Taš er sķšani gjųrd ein psykiatrifaklig tilrįšing, sum hevur vķst į, at ręttast er at byggja ein nżggjan psykiatriskan depil.

 

Ķ mun til eina mųguliga nżbygging av Psykiatriskum depli, koma at ganga eini 3 įr, įšrenn til ber at byrja at byggja. Av tķ at fyrireikingararbeišiš til śtbyggingina av hųvušsbygninginum er komiš so vęl įleišis, veršur mett, at ķ tķšarskeišinum fram til byggingin av Psykiatriska deplinum kemur ķ hęddina, ber til at fįa meginpartin av śtbyggingini av hųvušsbygninginum lidnan.

 

Til ber at seta projekteringina ķ gongd į Psykiatrisku deplinum ręttiliga skjótt. Men taš kann ikki vęntast, at taš ber til at gera annaš į hesum ųkinum komandi tvey įrini ella meira. Į tann hįtt ber til at nżta fyrireikingartķšina til nżggjar psykiatriskar deildir, til at fįa framt ašrar verkętlanir, sum eru nevndar ķ langtķšarętlanini – her serstakliga śtbyggingina av hųvušsbygninginum.

 

Mišaš veršur ķmóti, at allir innlagdir sjśklingar į Psykiatriska deplinum skulu hava egiš kamar viš baš/WC (nakaš sum į einum nśtķšar hotelli). Hųlisumstųšurnar hava tżdning fyri ta fakligu góšskuna, fyri at tann innlagdi kennir seg vęl og ikki gerst óvirkin av stovnsdįmi. Į ųllum deildum er tųrvur į undirvķsingar- og kanningarrśmi. Ambulanta virksemiš krevur serstųk kanningar- og višgeršarrśm. Skermaša (afturlętna) deildin er tann einasta, sum skal tryggjast. Hašani skal sleppast śt ķ tśn til vęl innrętta frķųki. Ķ hesi tilgongdini viš umvęling og tillaging av fysisku karmunum, veršur mišaš ķmóti at gera hųlisumstųšurnar ķ verandi hųlum sųmilig fyri sjśklingarnar.

 

Ķ eini seinni tilgongd viš eini hųvušsumvęling og śtbygging, eiga allar deildir at hava frķųki til uppihald og rųrslu. Uppvenjingin skal skipast viš uppvenjingarmųguleikum į ųllum deildum og eini felags uppvenjingardeild. Uppvenjing er lišur ķ heildarvišgeršini. Depilin veitir nógva ambulanta višgerš, sum er vaksandi.

 

4.   Neyšugar umvęlingar av bygningunum annars hjį Landssjśkrahśsinum

Tęnastubygningar, kųkur og vaskarķ

Ķ langtķšarķlųguętlanini er lagt upp til, at tęr neyšugu įbųturnar sambęrt stųšumetingini frį 1999 verša framdar so hvųrt, sum rśmd er fyri tķ ķ mun til jįttanina.

Tęnastubygningarnir hjį Landssjśkrahśsinum hava leingi veriš ķ ringum standi, og įbųtur verša alsamt meira įtrokandi. Ętlandi veršur partur av jįttanini komandi įrini nżttur til hetta endamįl. Umframt byggitųkniligar umvęlingar kann nevnast, at kųkurin eigur at dagfųrast, so raksturin gerst meira skynsamur. Goymsluhųlini liggja illa fyri, og inniluftin ķ vaskarķnum og seingjarreingeršini er vįnalig.

 

Vaskarķnum tųrvar ķlųgur ķ tųkni, so raksturin gerst skynsamari og tryggari, umframt at tųrvur er į at umvęla hųlini sum heild.

 

5.   Įvegis umvęlingar og flytingar av verandi funksjónum

Mešan arbeitt veršur viš klęšing og vķškan av B-bygninginum, veršur neyšugt at flyta starvsfólk og sjśklingar ķ fleiri umfųrum. Eisini veršur neyšugt at gera nakrar fyribils tillagingar ķ innręttingini ķ tķ sambandi. Hetta veršur gjųrt, fyri at virksemiš į Landssjśkrahśsinum kann halda fram so ótarnaš sum gjųrligt, mešan byggingin fer fram.

 

Fķggjarętlan

Vķst veršur til hjįlagda yvirlit, sum vķsir, hvussu jįttanin uppį 50 mió. kr. hvųrt įriš veršur nżtt.

 

Nęstu stigini ķ ętlanini

Ętlanin umfatar fleiri byggistig. Hetta lógaruppskotiš umfatar nęsta stigiš, og veršur talan um eitt trišja og eitt fjórša stig ķ ętlanini. Nišanfyri er henda ętlanin lżst undir einum, og endalig stųša er ikki tikin til, hvųrjar rašfestingar eru umfatašar av trišja og fjórša stigi. Sum įšur nevnt, skulu rašfestingarnar sķggjast sum ein partur av eini heildarętlan og eru tengdar at hvųrji ašrari ķ sķni heild.

 

Rašfestingar ķ 2012 – 2015

  1. Śtbygging av B-bygninginum (lišuggerš), herundir nišurtųka av Barakkini
  2. Nżbygging (lišuggerš) av  Psykiatriska deplinum
  3. Umvęlingar og umbyggingar av bygningum annars hjį Landssjśkrahśsinum
  4. Uttandura arbeiši (vegir, kloakkir v.m.)

 

Omanfyri nevnda er ķ hųvušsheitum rašfestingin, men sum įšur nevnt, er talan um eina yvirskipaša rašfesting. Stųrri vissa er um rašfestingarnar frį 2009 til 2011, enn fyri tķšarskeišiš 2012 – 2015, tó skal sigast, at rašfestingarnar ķ ein įvķsan mun eru tengdar at hvųrji ašrari, soleišis at partvķst gjųrd arbeiši ķ fyrra skeišinum ķ flestum fųrum mugu halda fram ķ tķ seinna.

 

Tęr stóru verkętlanirnar undir pkt. 1. og pkt. 2 koma at halda fram, til tęr eru lidnar.

 

Stųrri orka veršur lųgd ķ umvęling og umbygging av tęnastubygningunum.

 

Bųtast skal um vegir og ųkiš annars kring Landssjśkrahśsiš. Uttandura kloakkirnar eru ķ ringum standi og skulu skiftast śt.
 

Kap. 2. Avleišingar av uppskotinum

 

Fķggjarligar avleišingar fyri alt tķšarskeišiš, gjųrt upp ķ 2008 prķsum:

 

Talva 1: Langtķšarętlan yvir ķlųgur, sum gjųrdar eiga at verša į Landssjśkrahśsinum komandi įrini (t.kr)

 

2009

2010

2011

2012

2013

2014

2015

Tilsamans

B-bygn.

renovering uttan

       31.000

       9.220

 

 

 

 

 

   

40.220

Klįrgering

av skopideild

 

2000

 

 

 

 

 

 

 

2000

2. śtbygging (B+)

       13.000

      36.780

    46.000

    36.000

    20.000

    18.000

 

 

  171.780

Psykiatrisku deildirnar

         2.000

       2.000

     2.000

    12.000

    26.000

    28.000

    35.000

 

107.000

Ymsar umvęlingar

og umbyggingar

         2.000

       2.000

     2.000

     2.000

     4.000

     4.000

    15.000

  

 31.000

 

Tilsamans

       50.000

      50.000

    50.000

    50.000

    50.000

    50.000

    50.000

 

  350.000

Kelda: Bygginevndin

 

Talan er um eitt sera umfatandi arbeiši, sum er bęši torgreitt og ķ hįtųkniligum umhvųrvi. Torfųrt er at fara ķ smįlutir, og verša verkętlanirnar lagdar til ręttis og prosjekterašar so hvųrt. Eisini er talan um at arbeiša į ųki, har sjśkrahśsvirksemiš skal kunna fara fram, mešan umvęlingar verša framdar.   

 

Ein ķlųguętlan varš gjųrd ķ 2005, iš tók stųši ķ, at einar 35 mió. kr. ķ 2005-krónum, skuldu nżtast til endamįliš tey nęstu 10 įrini. Ķ alt 350 mió. kr. fram til 2015. 105 mió. kr. verša nżttar ķ tķšarskeišinum frį 2006-2008 ķ samsvari viš verklagslógina, sum er galdandi fyri hesi įrini. Ķ hųvušsheitum eru hesi arbeišir gjųrd sķšani 2006, har seinasti parturin eftir ętlan veršur gjųrdur seinni ķ įr: Ovastu 5 hęddirnar ķ B-bygninginum eru umvęldar innan, so at medisinskar seingjardeildir hava fingiš munandi betri umstųšur į trimum teimum ovastu hęddunum, Barnadeildin hevur fingiš tķšarhóskandi hųlir į B5, mešan oyra-, nęsa- og hįlslęknin eins og tannlęknin, hava fingiš nżumvęld hųlir į B4. B2 er umbygt til nżggja skopideild og nżggjan sterilsentral, og nżtt kirurgiskt ambulatorium er gjųrt į B3. Harumframt er arbeišiš viš at gera nżggjar śtsķšur og tak į B-bygninginum prosjekteraš og veršur vęntandi bošiš śt į heysti 2008.

 

Fķggjarligar avleišingar fyri ętlanina 2009-2011

Ķ tķšarskeišinum frį 2009-2011 er ętlanin at nżta einar 150 mió. kr. ķalt. Einar 40 mió. kr. verša nżttar til ein klimaskerm til B-bygningin (klędningur, skifta vindeygu v.m.). Einar 6 mió. kr. verša nżttar til neyšugar umvęlingar av bygningum annars hjį Landssjśkrahśsinum. Ętlanin er at nżta einar 172 mió. kr. tilsamans til at byggja ein nżggjan bygning og at rķva nišur teir bygningar, iš eftir ętlanini ikki skulu umvęlast (C-bygningurin og svarta Barakkin). Ķ hesum tķšarskeiši skulu nżtast 96 mió. kr. til endamįliš, ķroknaš arbeišiš viš nišurrķving av C-bygninginum og prosjektering av nżggja bygninginum, og 2 mió. til skopiina. Verkętlanin viš hųvušsumvęling og umbygging av psykiatrisku deildunum kemur ķ hesum tķšarskeiši at kosta einar 6 mió. kr.

 

Fķggjarligar avleišingar fyri nęstu stigini ķ ętlanini 2012-2015

Ķ tķšarskeišinum 2012 til 2015 er ętlanin at nżta einar 200 mió. kr. ķ alt. Tey fyrstu trż įrini fara 74 mió. kr. til  framhald og lišugtgerš av byggingini av nżggja bygninginum fyri gamla og nišurrivna C-bygningin og Barakkina, sum veršur tikin nišur ķ hesum tķšarskeišinum. Ķ tķšarskeišinum verša ętlandi nżttar 101 mió. kr. til psykiatrisku deildirnar. Einar 25 mió. kr. fara at verša nżttar til umbyggingar og umvęlingar av bygningum annars hjį Landssjśkrahśsinum, umframt ymisk uttandura arbeišir (kloakkir, vegir o.a.).

 

Umsitingarligar avleišingar

Umsitingarliga fer lógin at gera taš mųguligt at gera bindandi avtalur tvųrtur um fķggjarįr, har krųvini til jįttan eru kend frammanundan. Taš fęst tķskil ein stųrri trygd fyri, at framhaldandi arbeiši at hųvušsumvęla og nśtķšargera Landssjśkrahśsiš, ikki stešgar upp. 

 

Umhvųrvisligar avleišingar

Tųrvur er į parkeringsųki, umframt at onnur uttandura ųki krevja įbųtur. Neyšugt veršur at gera nżggjar feršslukanningar fyri at lżsa višurskiftini ķ dag, og annars at taka ųll feršsluvišurskiftini upp av nżggjum, so višurskiftini į Landssjśkrahśsinum gerast best mųgulig. Tķ er ręttast at fįa ķ lag feršslukanningar ķ samstarvi viš Tórshavnar kommunu, so at ein heildarętlan kann gerast fyri hųvušsumvęlingarnar į Landssjśkrahśsinum ķ mun til feršsluvišurskiftini. Hetta fer, tį ųll umvęlingin er lišug, at frķška um ųkiš uttan um Landssjśkrahśsiš til gleši fyri borgarar og starvsfólk, umframt at bųtt veršur um feršsluvišurskiftini.

 

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Uppskotiš hevur ongar avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur. Viš at gera neyšugar tillagingar į Psykiatriska deplinum eigur at vera gjųrligt at lśka krųvini, iš sett eru ķ barnasamtyktunum hjį ST, so sleppast kann undan trupulleikanum, sum er ķ dag, har akuttar innleggingar av bųrnum og ungum eru į deildum saman viš vaksnum.

 

Sosialar avleišingar

Tį Landssjśkrahśsiš er hųvušsumvęlt og nśtķšargjųrt, hevur taš vęntandi positivar sosialar avleišingar fyri borgarar ķ sķni heild, av tķ at uppskotiš hevur viš sęr, at kanningar-/višgeršartilbošini og trygdin/komfort veršur į einum hęgri stųši. Stųšiš veršur taš sama sum ķ  londum uttan um okkum, sokallaš noršurlendskt stųši.  

 

Talva 2: Yvirlit yvir avleišingar

 

 

Fyri
landiš/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ landinum

Fyri
įvķsar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Ja

Nei

(Ja)

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar

 

 

 

(Ja)

 

Kelda: Bygginevndin

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar višmerkingar

 

Til § 1:

Ķ lógargreinini veršur heimilaš landsstżrismanninum at gera avtalur um at hųvušsumvęla, śtbyggja og nśtķšargera Landssjśkrahśsiš fyri ķ mesta lagi 150 mió. kr.

 

Undir višmerkingunum er greitt frį um ętlanina, at talan er um nęsta stig av eini heildarętlan ķ trimum stigum. Ętlanin ķ hesum lógaruppskotinum fevnir um įrini 2009 – 2012, eitt fżra įra tķšarskeiš, og veršur tųrvurin į fķgging į leiš tann sami ķ hvųrjum av hesum fķggjarįrunum. Ętlanin er ķ fleiri stigum, sum ķ įrunum 2009 – 2015 veršur mett til einar 350 mió. kr. ķ nśtķšar krónum. Nęsta byggistig er mett til einar 150 mió. kr. Lógin er galdandi ķ 4 įr, men mišaš veršur ķmóti, at nęsta byggistig varar ķ trż įr.

 

At hųvušsumvęla, śtbyggja og nśtķšargera inniber eisini at rķva nišur gamlar bygningar og seta nżtt ķstašin.

 

Til § 2:

Gildiskoma

 

Skjųl:

Skjal 1: Byggiętlan fyri Landssjśkrahśsiš

 

[1] Liggur į heimasķšuni hjį Heilsumįlarįšnum

 

Hesir tingmenn višmęla, sambęrt § 54, stk. 2 ķ tingskipanini, at mįliš kann verša lagt fram og fįa višgerš:

Mikkjal Sųrensen Jįkup Mikkelsen Bill Justinussen Bjųrt Samuelsen
Sjśršur Skaale Gerhard Lognberg Jaspur Vang Eyšgunn Samuelsen
John Johannessen Andrias Petersen Helgi Abrahamsen Alfred Olsen
Bergtóra Hųgnadóttir Joensen Jógvan į Lakjuni Kįri P. Hųjgaard Kįri Petersen
Tórbjųrn Jacobsen      

1. višgerš 11. desember 2008. Mįliš beint ķ Trivnašarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legši fram soljóšandi 

Įlit 

 

Landstżriš hevur lagt mįliš fram tann 3. desember 2008, og eftir 1. višgerš 10. desember 2008 er taš beint Trivnašarnevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 11. og 16. desember 2008.

 

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš landsstżrismannin ķ heilsumįlum.

 

Nevndin hevur fyri landstżrimanninum greitt frį, at hon fer komandi įr at kalla landsstżrismannin ķ samrįš fyri at fįa neyvari rašfesting av byggiętlanini.

 

Ein meiriluti ķ nevndini (Jįkup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

 

Ein minniluti ķ nevndini (Karsten Hansen, Tórbjųrn Jacobsen og Bergtóra Hųgnadóttir Joensen) tekur undir viš uppskotinum viš hesum broytingum. Taš er neyšugt at śtbyggja og nśtķšargera Landssjśkrahśsiš. Umrįšandi er, at Lųgtingiš og serstakliga trivnašarnevndarlimir verša vęl kunnašir og fįa tķš at višgera eitt sovoršiš uppskot. Minnilutin heldur taš vera illa handfariš, at uppskotiš er til 1 višgerš 10. desember og bert lķtil tķš hevur veriš ķ Trivnašarnevndini til at višgera uppskotiš, og harviš eisini rašfestingarnar. Tķskil ynskir minnilutin at tryggja sęr, at landsstżrismašurin kemur aftur ķ Lųgtingiš viš eini nęrri śtgreining av, hvat 2. byggistig fevnir um. Minnilutin heldur ikki, at nóg vęl er grundgiviš fyri rašfestingunum. Serliga ķ mun til at psykiatriski depilin veršur seinkašur og trygd fyri at alt nżbyggjarķ lśkar nśtķmans krųv til umhvųrvisvinarligt og orkusparandi byggjarķ. 

 

Viš hesi grundgeving męlir minnilutin til, at uppskotiš veršur broytt soleišis, at upphęddin veršur lękkaš til 45 mió, sum er taš sum landsstżrismašurin vęntar at brśka komandi įr. Harumframt veršur męlt til at broyta uppskotiš soleišis at lógin skal fara śr gildi 31. desember 2009 heldur enn 31. desember 2012. Hetta inniber, at landsstżrismašurin noyšist at koma ķ tingiš ķ góšari tķš fyri at tryggja sęr at lógin ikki fer śr gildi og upphęddin veršur įsett samsvarandi śtgreinaša kostnašartųrvinum til 2. byggistig.

 

Viš hesum višmerkingunum setir minnilutin fram soljóšandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      Ķ § 1 veršur ”150 mió. kr.” broytt til ”45 mió. kr.”.

2)      Ķ § 2 veršur ”31. desember 2012” broytt til ”31. desember 2009”.

 

Viš hesum broytingaruppskotinum tekur minnilutin undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 18. desember 2008. Broytingaruppskot frį minnilutanum ķ Trivnašarnevndini, Karsten Hansen, Tórbjųrn Jacobsen og Bergtóru Hųgnadóttir Joensen fall 9-0-17. Uppskotiš samtykt 26-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

Frįvik samtykt 21-0-7

 

3. višgerš 19. desember 2008. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 31-0-0. Mįliš avgreitt.

 

Ll.nr. 129 frį 22.12.2008