50 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 2. desember, legði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, verða gjørdar fylgjandi broytingar: 

 

1) Aftaná § 35 verður sett:

“§ 35 a. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um gjald fyri endurrindan av útreiðslum, sum myndugleikar hava í sambandi við umsiting og eftirlit eftir lógini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta krøv um gjald fyri viðgerð av umsóknum og veitan av góðkenningum og loyvum eftir lógini.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at útreiðslur, sum myndugleikin hevur av kanningum, ráðgevaraveitingum, heruppií tænastum frá øðrum myndugleikum, tænastuferðum o.t., verða endurrindaðar eftir rokning.”

2) §§ 35 a – 35 e verða hereftir §§ 34 a – 34 e og verður tvær staðni í § 35 c, stk. 1 og í  35 e ”§ 35 a” broytt til: “§34 a”.

3) Í § 72, stk. 1, nr. 2 tvær staðni og í stk. 3 verður “§ 35 a- 35 e” broytt til: “§34 a  - 34 e” 

 

§ 2 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við at broyta lógina er at geva landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at áseta neyvar reglur um gjøld, sum endurgjald fyri tær útreiðslur, sum myndugleikin hevur av at umsita lógina mótvegis fyritøkum, kommunum, borgarum o.ø.

 

Lógin um umhvørvisvernd er tjúgu ára gomul og er ikki nútímansgjørd í mun til ásetan av gjøldum fyri lógarbundna myndugleikaarbeiðið, sum gerast skal eftir lógini og teimum kunngerðum, sum eru ásettar við heimild í lógini. Tað er í dag vanligt, at myndugleikin fær heimild at krevja inn gjøld til endurrindan av umsitingar- og eftirlitsútreiðslum, ið standast av lógini. Tí verður skotið upp at broyta lógina, soleiðis at landsstýrismaðurin fær heimild í kunngerð at áseta gjøld ájavnt við tað, sum er galdandi í grannalondunum.

 

Ein nútímansgerð av gjaldsheimildunum er eisini viðvirkandi til, at gjørligt verður at gera nakrar uppraðfestingar á umhvørvisøkinum.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið fær fíggjarligar avleiðingar fyri virki, kommunur, borgarar o.o., sum eru ella ætla at fara undir virksemi, sum er fevnt av umhvørvisverndarlógini ella kunngerðum, ásettar við heimild í lógini.

 

Fyri ávísar vinnugreinar, serliga virki, ið eru fevnd av kravinum um umhvørvisgóðkenning eftir kapitli 5 í lógini, er ætlanin at áseta ávíst gjald fyri viðgerð og avgreiðslu av sonevndum kap. 5 góðkenningum. Ætlanin er í kunngerð at gera mun á støddini á gjøldunum, soleiðis at tær mest umsitingarkrevjandi góðkenningarnar rinda mest, og tær minst umsitingarkrevjandi góðkenningarnar rinda minst.

 

Fyri vanligt eftirlit er ætlanin at áseta ein tímasats. Tímasatsurin verður helst hin sami, sum longu er ásettur fyri eftirlit eftir løgtingslóg um havumhvørvisvernd, ið liggur millum 200-800 krónur um tíman alt eftir, hvønn fakbólk eftirlitsfólkið hoyrir til, og á hvørji tíð í døgninum eftirlitið verður útint.

 

Uppskotið fær eisini fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Mett verður, at ásetan av gjøldum í kunngerð fer at geva eina inntøku á umleið 730.000,- krónur árliga fyri umsiting og eftirlit við lógini um umhvørvisvernd.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar annað enn tað, ið fylgir við innkrevjan av gjøldum í sambandi við málsviðgerð og eftirlit.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Mett verður ikki, at heimildin at áseta gjøld hevur nakrar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Mett verður, at uppskotið ikki hevur við sær avleiðingar fyri serlig øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.

 

 

 

Fyri landið/lands-myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/

felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

ja

 

nei

 

 

nei

 

nei

 

 

ja

 

Umsitingarligar avleiðingar

 

nei

 

nei

 

nei

 

nei

 

nei

 

Umhvørvisligar avleiðingar

 

nei

 

nei

 

nei

 

nei

 

 

 

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

nei

 

nei

 

nei

 

nei

 

 

nei

 

Sosialar avleiðingar

 

nei

 

 

nei

 

nei

 

 

nei

 

nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ásetingin í stk. 1 gevur landsstýrismanninum heimild til í kunngerð at áseta reglur um gjøld. Gjøldini skulu ásetast á slíkan hátt, at heimild er hjá myndugleikum at fáa endurgoldið veruligu útreiðslurnar, ið standast av umsiting og eftirliti sambært lógini. Slíkar heimildir eru eisini í eitt nú lógini um verju av havumhvørvinum og í lóg um kolvetnisvirksemi.

 

Í stk. 2 er heimild latin landsstýrismanninum at áseta ávís gjøld fyri viðgerð av umsóknum og veitan av góðkenningum og loyvum eftir lógini. Henda áseting ger tað møguligt at áseta ítøkilig gjøld fyri viðgerð av eitt nú góðkenningum eftir kapitli 5 í lógini. Eisini er gjørligt at gera mun á gjøldunum, soleiðis at hægri gjøld verða kravd fyri góðkenningar, ið krevja drúgva umsiting, og lægri gjøld fyri góðkenningar, ið ikki eru eins krevjandi umsitingarliga. Eisini er heimild til at áseta umsóknargjald longu við innlatan av umsókn. Ein slík regla er eitt nú galdandi eftir kolvetnislógini. Ein slík regla kann m.a. fyribyrgja, at myndugleikin fer undir at viðgera umsóknir, sum ikki eru nóg væl fyrireikaðar av umsøkjaranum og fyri at leggja dent á, at tað er skylda umsøkjarans at útvega allar tær upplýsingar, ið kravdar eru í umsóknini.

 

Í stk. 3 er heimild at áseta, at umhvørvismyndugleikin skal hava endurgoldið útreiðslur eftir rokning í førum, har neyðugt er at leita upp fakliga ráðgeving uttanhýsis fyri at viðgera umsóknir um góðkenning. Hetta er serliga galdandi í førum, har tað snýr seg um stór og fløkt mál, sum bert koma fyri av og á, og har myndugleikin ikki hevur møguleika at byggja upp serfrøði sjálvur. Ein tílík regla er eitt nú eisini galdandi eftir kolvetnislógini.  

 

Til § 2

Ásett er, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Hinvegin kunnu gjøldini ikki krevjast inn, fyrr enn kunngerð um gjøld er ásett við heimild í lógini. Miðað verður eftir, at kunngerðin at krevja gjøld skal koma í gildi 1. januar 2009 ella skjótast gjørligt eftir hetta.

1. viðgerð 11. desember 2008.Tingmálini nr. 48, 49 og 50/2008 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í Rættarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legði fram soljóðandi 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. desember 2008, og eftir 1. viðgerð tann 11. desember 2008 er tað beint Rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 16. desember 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Havbúnaðarfelag og við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Frá Føroya Havbúnaðarfelag hevur nevndin fingið skriv dagfest 14. desember 2008 við viðmerkingum til uppskotið. Frá Innlendismálaráðnum hevur nevndin fingið telduskriv dagfest 16. desember 2008 við yvirliti yvir øll kap. 5 virki, sum eru fevnd av góðkenningarkravinum. Harumframt upplýsir Innlendismálaráðið, at:

 

“Tann størsti einstaki bólkurin, sum skal hava umhvørvisgóðkenning eftir kap. 5 í lógini, eru alibrúkini.

 

Sambært lógini skulu góðkenningar endurnýggjast 5. hvørt ár, og tað kemur fyri, at tað er knípið hjá myndugleikanum at yvirhalda tíðarfreistina vegna væntandi arbeiðsorku.

 

Umhvørvisstovan og Innlendismálaráðið eru tilvitað um, at frástøðan frá miðstaðarøkinum og serliga Tórshavn, har fólkini starvast, ikki skal ávirka útrokningina av gjøldum fyri eftirlits- og góðkenningarvirksemið.

 

Landsstýriskvinnan vil minna á, at hon ætlar sær at taka vinnuumboð við uppá ráð, tá kunngerðin um ásetan av gjøldum verður smíðað.”

 

Ein meiriluti i nevndini (Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen,  Anfinn Kallsberg og Poul Michelsen) heldur, at gjøldini áttu at staðið í sjálvari lógini. Meirilutin tekur tó undir við uppskotinum grundað á, at Landsstýrið ætlar at koma aftur í tingið við uppskoti, har gjøldini verða ásett við lóg.

 

Meirlutin heldur, at tað er av størsta týdningi, at virkir og persónar, sum lógin umfatar, vita hvørjar útreiðslur verða álagdar, og hvat goldið verður fyri í samband við broytingarnar í § 35 a, stk. 3 í lógini.

 

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti i nevndini (Bjørt Samuelsen og Heini O. Heinesen) heldur tað vera átaluvert, at ein røð av avgjøldum á alivinnuna og aðrar vinnur verða løgd fram við so stuttum skotbrái, at hvørki er stundir at hoyra vinnuna nóg væl, og ei heldur hevur politiska skipanin havt møguleika at geva málinum nóg gjølla viðgerð.

 

Tað er rímligt og rætt, at umhvørvisgjøld verða goldin av teimum, ið reka dálkandi vinnu. Tann størsti einstaki bólkurin, sum skal hava umhvørvisgóðkenning eftir kap. 5 í lógini, eru alibrúkini, men ein røð at øðrum fyritøkum verða eisini fevnd av umhvørivgjaldinum.

 

Alivinnan verður neyvan órímiliga meint rakt av hesum gjaldi, ið sambært uppskotinum gevur á leið 730.000 kr í inntøkum. Men, fyriliggjandi uppskot er bert eitt av fleiri avgjaldsuppskotum, ið eru løgd fram í skundi og eru til viðgerðar í fleiri ymiskum nevndum. Tey ymisku gjøldini eiga at verða viðgjørd savnað, so nevndirnar kunnu gera eina kvalifiseraða meting av teirri samlaðu byrðu, ið løgd verður á vinnuna.

 

Avgjøld á vinnuna eiga ongantíð at koma fram brádliga og uttan hoyringar. Eisini eigur vinnan greitt at síggja og skilja, júst hvat goldið verður fyri.

 

Tá hetta er sagt, er umhvørvið sjónliga niðurraðfest øki, og sera avgerandi er, at pengar eru til umhvørvisumsiting, og vísir minnilutin í hesum sambandi á umhvørvislógina frá 1988. Av tí at minnilutin metir tað vera átrokandi neyðugt, at meira pengar verða til umhvørvisumsiting tekur minnilutin undir við uppskotinum at geva landsstýriskvinnuni heimild at áseta gjøld fyri umsiting av umhvørvislógini, við tilvísing til viðmerkingarnar frá meirilutanum. 

 

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 18. desember 2008. Uppskotið samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Frávik samtykt 21-0-7

 

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 128 frá 22.12.2008