48 Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um innflutning og sųlu av rśsdrekka

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Oršaskifti)
E. 3. višgerš (Oršaskifti)

Įr 2008, 3. desember, legši Johan Dahl, landsstżrismašur, fram soljóšandi

Uppskot

 

til

 

lųgtingslóg um at broyta lųgtingslóg um innflutning og sųlu av rśsdrekka

 

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 20 frį 10. mars 1992 um innflutning og sųlu av rśsdrekka, sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 57 frį 16. mai 2006, veršur § 13 oršaš soleišis:

 “§ 13: Landsstżrismašurin įsetur eftir at hava fingiš ummęli frį loyvisnevndini nęrri reglur um śtskeinking av rśsdrekka.

Stk. 2. Landsstżrismašurin įsetur reglur um gjųld fyri višgerš av umsóknum og fyri eftirlit, sum skal śtinnast sambęrt lógini ella reglum, settum viš heimild ķ lógini. Gjaldiš kann eisini verša įsett sum eitt įrligt gjald.”

 

§ 2

Henda lųgtingslógin kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

 

Višmerkingar til lógaruppskotiš

Kap. 1. Almennar višmerkingar

 

1.      Endamįliš viš lógini

Endamįliš viš lógini er at śtvega lógarheimild fyri, at taš kann verša įsett ķ kunngerš, at persónar og felųg, sum hava skeinkiloyvi, skulu rinda eitt gjald ķ sambandi viš veitan av loyvum og eitt įrligt gjald fyri śtreišslur til umsitingina av skeinkiloyvunum.

 

2.      Galdandi lóg

Eftir § 9, stk. 1 ķ lųgtingslóg nr. 20 frį 10. mars 1992 um innflutning og sųlu av rśsdrekka krevst loyvi til at skeinkja rśsdrekka, og er taš loyvisnevndin, sum veitir skeinkiloyvir, iš hava gildi ķ mesta lagi ķ fżra įr.

 

Eftir § 13 ķ galdandi lóg er heimilaš landsstżrismanninum at įseta gjald fyri veitan av loyvum.  

 

Ķ § 5 ķ kunngerš nr. 60 frį 7. mai 1992, sum seinast broytt viš kunngerš nr. 8 frį 13. februar 2007, er įsett, at fyri skeinkiloyvi til ųll slųg av rśsdrekka er gjaldiš kr. 10.000. Og fyri skeinkiloyvi til einans ųl og boršvķn er gjaldiš kr. 5.000. Talan er sostatt um eingangsgjųld, sum verša goldin frammanundan, at loyviš veršur giviš.

 

Loyvisumsitingin fevnir um veitan av nżggjum loyvum, leingjan av galdandi loyvum, herundir eftirlit viš, at loyvishavarin heldur įsetingarnar ķ lógini, įsetingar, settar ķ kunngerš viš heimild lógini og įsetingar ķ loyvinum sjįlvum. Gjųldini, sum verša kravd eftir kunngeršini, fķggja bert partvķst śtreišslurnar til hesa umsitingina.

 

 

3.      Uppskotiš

Ķ stašin fyri at fķggja śtreišslurnar av umsitingini yvir vanliga skattin, veršur skotiš upp, at śtreišslurnar verša fķggjašar viš einum gjaldi, sum veršur įlagt persónum og felųgum, iš hava  skeinkiloyvi, og tķ er neyšugt eisini at hava heimild til at įleggja hetta sum eitt įrligt gjald. Tķlķk gjųld eru vanlig į ųšrum ųkjum t.d. į tryggingarųkinum og fjarskiftisųkinum.

 

4.      Ummęli

 

Kap. 2. Avleišingar av uppskotinum

 

Fķggjarligar avleišingar

 

A. Fyri landiš

Śtreišslurnar til loyvisumsitingina verša ķ 2009 mettar til uml. 250.000 kr. Viš einum loyvisgjaldi fyri heil loyvi upp į kr. 5.000/įr og fyri hįlv loyvi upp į kr. 2.500/įr veršur hetta ein śtreišsluneutral jįttan fyri landskassan.

 

B. Fyri kommunurnar

Ongar avleišingar.

 

C. Fyri vinnuna

Vinnan fęr samlaš ein meirrakstrarkostnaš upp į einar kr. 200.000/ įr.

 

Umsitingarligar avleišingar

Fyri landsumsitingina og vinnuna veršur nakaš av umsiting av innkrevjingini/rindanini av gjaldinum.

 

Umhvųrvisavleišingar

Uppskotiš hevur ongar umhvųrvisavleišingar.

 

Avleišingar fyri serstųk ųki ķ landinum

Uppskotiš hevur ongar avleišingar fyri serstųk ųki ķ landinum.

 

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Uppskotiš hevur ongar avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

 

Sosialar avleišingar

Uppskotiš hevur ongar sosialar avleišingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleišingar

 

Fyri landiš/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri plįss/ųki ķ landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleišingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar višmerkingar

 

Til § 1:

 

Stk. 1.

Įsetingin hevur sama innihald sum § 13, nr. 1 ķ galdandi lóg.

 

Stk. 2.

Skattir skulu hava heimild ķ lóg og kunnu ikki įsetast ķ kunngerš viš heimild ķ lóg. Gjųld fyri  avgreišslur ķ sambandi viš myndugleikaśtinnan kunnu hinvegin įsetast ķ kunngerš viš heimild ķ lóg, men taš krevst, at taš er stašiliga įsett ķ lógini, at gjųld kunnu verša įlųgd ķ kunngerš. Annaš kraviš er, at gjųldini verša įsett soleišis, at tey ikki eru hęgri enn śtreišslurnar av umsitingini.

 

Hesir tingmenn višmęla, sambęrt § 54, stk. 2 ķ tingskipanini, at mįliš kann verša lagt fram og fįa višgerš:

Bjarni Djurholm Hešin Zachariasen Bjųrn Kalsų Helgi Abrahamsen
Jógvan į Lakjuni John Johannessen Gerhard Lognberg Jįkup Mikkelsen
Óli Breckmann Katrin Dahl Jakobsen Poul Michelsen Anfinn Kallsberg
Magni Laksįfoss Eyšgunn Samuelsen Andrias Petersen Mikkjal Sųrensen
Edmund Joensen      

1. višgerš 11. desember 2008.Tingmįlini nr. 48, 49 og 50/2008 vóršu višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ Vinnunevndina, sum tann 16. desember 2008 legši fram soljóšandi

Įlit

 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 3. desember 2008, og eftir 1. višgerš 11. desember 2008 er taš beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 12., 15. og 16. desember 2008.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš umboš fyri Gistingarhśs- og Matstovufelag Fųroya og viš landsstżrismannin ķ vinnumįlum.

 

Frį Gistingarhśs- og Matstovufelag Fųroya hevur nevndin fingiš skriv, dagfest 11. desember 2008, viš višmerkingum til uppskotiš, og į fundinum fekk nevndin eisini tķšindagrein viš heitinum “Iceland Takes Home Gold from Culinary Olympics”.

 

Nevndin hevur bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin ķ nevndini (Katrin Dahl Jakobsen, Bjųrn Kalsų, Kitty May Ellefsen, Bjarni Djurholm, Mikkjal Sųrensen og Kįri P. Hųjgaard) vķsir į, at undir višgeršini er nevndin kunnaš um umstųšurnar, sum matstovuvinnan virkar undir. Serstakliga varš vķst į vįnaligu handilstreytirnar viš keypi gjųgnum Rśsdrekkasųlu Landsins, sum hevur eina so mikiš hųga prķslegu samanboriš viš grannalondini, at t.d. vķniš er eini 80-150% dżrari ķ innkeypi fyri okkara vinnu. Trupult er tķ at leggja seg eftir góšsku og byggja upp eina kappingar- og virkisfųra matstovuvinnu, sum er nżskapandi, sum kann geva afturljóš og gera okkum kend eisini fyri okkara egnu śrdrįttir. Fylgjan av hesum er, at bert fįar kasta nakaš av sęr og treyšugt taš uttan so, at tęr halda seg til taš tradisjonella og bķliga.

 

Nevndin heldur taš ikki vera rętt, at uppskotiš ikki hevur veriš til hoyringar. Fyri at bųta um hendan trupulleika eigur landsstżrismašurin at taka stig til neyšugt samskifti viš vinnuna, įšrenn kunngeršin veršur sett ķ gildi. Hóast krav um loyvisgjųld eru vanlig į so mongum ųkjum og ķ flestu londum, so er altķš neyšugt at taka upp spurningin um rķmiligheitina ķ prķsum ķ mun til veittu tęnastuna, og hvųrt mannagongdir kundu veriš minni bureaukratiskar. Somuleišis spurningin um ymsu vinnurnar eru eins višfarnar og javnt stillašar, tį taš ręšur um kappingarfųri. Nevndin leggur dent į, at taš veršur tryggjaš, at gjųgnumskygni er ķmillum gjųldini og kostnašin fyri tęnastuna.

 

Nevndin metir ikki, at fyriliggjandi uppskot broytir stórt, hvųrki til taš verra ella til bata fyri matstovuvinnuna. Gistingarhśs- og Matstovufelagiš upplżsti nevndina um, at tey eru ķ ferš viš at gera eina ętlan fyri, hvussu til ber at menna hesa vinnu, m.a fųroyska kųkin, śtbśgvingar og tęnastustųšiš til tess at fįa eina buršardygga vinnu. Nevndin metir, at taš er ķ hesum hųpi, at politiska skipanin eigur at taka aktivan lut og veruliga gera mun, so at virkaš veršur fyri, at henda vinna betur fęr ręsur, og at m.a. feršavinnan veršur styrkt. 

 

Viš hesum višmerkingum tekur meirilutin undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

 

Minnilutin ķ nevndini (Bjųrt Samuelsen) višmerkir, at sambęrt uppskotinum kemur matstovuvinnan at gjalda 200.000 tśsund krónur meira, enn hon frammanundan ger fyri at fįa skeinkiloyvi. Einstaki loyvishavarin kemur, umframt at gjalda eitt gjald ķ sambandi viš veitan av loyvinum, at gjalda eitt įrligt gjald upp į 5.000 kr. ķ mun til galdandi eingangsgjald į 10.000 kr. fyri at fįa loyvi, sum er galdandi ķ 4 įr. Ętlaša hękkingin ljóšar kanska ikki av nógvum pengum, men tį talan er um matstovuvinnuna, so tosa vit um eina vinnu, sum frammanundan hevur sera trong fķggjarkor.

 

Loyvisnevndin hevur arbeiši at gera ķ sambandi viš, at loyvi skulu latast og/ella endurnżggjast. Men bert fį skeinkiloyvi verša latin įrliga, og tį loyvini fyrst eru latin, veršur sambęrt loyvishavarunum einki uppfylgjandi arbeiši gjųrt.

 

Landsstżrismašurin upplżsti, at eitt av embętisfólkum hansara ķ Vinnumįlarįšnum nś er sett sum formašur fyri loyvisnevndina. Viš hesum hevur Vinnumįlarįšiš sera góšar fyritreytir fyri at samskipa arbeiši at lata tey fįu įrligu loyvini į ein rasjonellan hįtt, soleišis at neyšugt ikki er at hękka jįttanina til ųkiš. Tį til stykkis kemur, eigur umsitingin av so fįum skeinkiloyvum ikki at kosta eitt heilt įrsverk. Spurningurin er tķ, um taš veruliga er neyšugt at krevja 5.000 kr įrliga frį hvųrjum loyvishavara fyri eitt loyvi, tey longu hava goldiš fyri at fįa? Ķ nevndarvišgeršini er ikki komiš fram, jśst hvussu peningurin veršur nżttur – t.d hvussu nógv višgerš av tķ einstaka skeinkiloyvinum krevur av arbeiši og kostar. Ei heldur er komiš greitt fram, hvķ vinnan brįdliga skal gjalda 200.000 meira fyri eina tęnastu, uttan at taš kemur fram, jśst hvat goldiš veršur fyri.

 

5.000 kr įrliga kann tykjast į einari leiš fyri tey skeinkistųš, sum veruliga forvinna pengar uppį at selja rśsdrekka, tvs skeinkistųš, har taš er skeinkingin, sum er hųvšusinntųkan, og matsųlan er “hjįputur”. Men fyri eina matstovu, sum fyrst og fremst selur mat og bara hevur drekkivųrur afturviš matinum, eru 5.000 kr nógvir pengar, tį hugsaš veršur um, at matstųšini ikki hava stóran umsetning av drekkivųrum. Matstovuvinnan er ein sera tżdningarmikil partur av einari vęl virkandi feršavinnu. Tķverri eru korini hjį matstovuvinnuni ikki góš ķ Fųroyum, og sera fįar matstovur geva lķkinda yvirskot.

 

Minnilutin tekur fult undir viš prinsippinum um, at vinnan rindar fyri tęr tęnastur, taš almenna veitir. Men vinnan skal ikki gjalda eitt įrligt gjald, um taš ikki er vęl dokumenteraš, hvųrja įrliga tęnastu tey gjalda fyri. Harumframt stendur inntųkan av hesi lógarbroyting ikki mįt viš ta misnųgd, iš skapt veršur millum matstovueigarar, sum veruliga strevast fyri at fįa eina matstovuvinnu upp į beinini. Minnilutin kann tķ ikki męla Lųgtinginum til at samtykkja fyriliggjandi lógaruppskot.

2. višgerš 18. desember 2008. Uppskotiš samtykt 25-0-7. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

Frįvik samtykt 21-0-7

 

3. višgerš 19. desember 2008. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 24-0-7. Mįliš avgreitt.

 

Ll.nr. 126 frį 22.12.2008