46 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. Frávik
E. 2. viðgerð (Orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 3. desember, legði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

 

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 

§ 1

Í løgtinglóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 21. mai 2008, verður gjørd hendan broyting:

 

Í § 2 verður “4%”  broytt til: “3%”. 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar mánaði 2009.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at minka vøksturin í útreiðslunum á almannaøkinum. Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Um uppskotið skal virka frá 1. januar 2009, so er neyðugt, at tað verður lýst í seinasta lagi 12. desember 2008. Hetta fyri at Almannastovan kann fáa broytingina við í teirra skipan til útgjøldini fyri januar mánaða.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Við at minka um árligu javningina úr 4% í 3%, minka útreiðslurnar til almannaveitingar, tá til stykkis kemur, við 4,5 milliónum krónum í 2009. Fyri t.d. ein stakan hægsta fyritíðarpensjónist samsvarar tað við, at pensjónin verður 133 kr. lægri um mánaðin, enn um javnað varð við 4%. Tað samsvarar við eina minking upp á umleið 90 kr. um mánaðin aftaná skatt. Mánaðarliga upphæddin til vanliga barnagjaldið (barnapeningur veittur í forskoti) verður á sama hátt 9 kr. lægri.

 

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Lógarbroytingin hevur við sær, at almannaveitingarnar sambært hesari lóg frameftir verða javnaðar við 3% árliga. 

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð:

Jaspur Vang Bjarni Djurholm Heðin Zachariasen Helgi Abrahamsen
Bjørn Kalsø Jákup Mikkelsen Poul Michelsen Anfinn Kallsberg
Jógvan á Lakjuni Magni Laksáfoss John Johannessen Andrias Petersen
Alfred Olsen Eyðgunn Samuelsen Gerhard Lognberg Mikkjal Sørensen
Óli Breckmann      

1. viðgerð 10. desember 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 11. desember 2008 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 2008, og eftir 1. viðgerð 10. desember 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. desember 2008.

 

Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang, Helgi Abrahamsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen) viðmerkir, at orsakað av tí, at samgongumeirilutin hevur noktað fyri at málið yvirhøvur kundi viðgerast og lýsast, sær minnilutin seg ikki føran fyri, at skriva álit í málinum og staðfestir harumframt at meirilutin við sínum arbeiðshátti hevur suspenderað parlamentarismuna undir núverandi heimastýrisstjórn.

 

Á tingfundi 12. desember 2008 varð atkvøtt um uppskot frá Jákup Mikkelsen, Helga Abrahamsen, Jaspur Vang, Andrias Petersen, Bjarna Djurholm, Alfred Olsen og Eyðgunn Samuelsen um frávik sbr. § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum. Samtykt 18-0-9.

 

2. viðgerð 12. desember 2008. Uppskot frá Jenis av Rana um at beina málið aftur í nevnd fall 8-1-17.Uppskotið  samtykt 18-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 12. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-8. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 106 frá 12.12.2008