45 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. Frávik
E. 2. viðgerð (Orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 3. desember, legði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007, verður aftaná § 12a sett inn:

 

§ 12b. Stuðul verður veittur pensjónistum til útreiðslur í sambandi við keyp av heilivági.

Stk. 2. Stuðulin fevnir bert um heilivág, sum er heimilaður tilskot frá sjúkrakassunum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um, hvussu stuðulin verður veittur, her undir reglur um egingjald.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Almannamálaráðið er komið eftir, at lógarheimild ikki er fyri teirri stuðulsskipanini, sum verður nýtt í dag at veita pensjónistum stuðul til heilivág. Endamálið við lógaruppskotinum er tí at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

 

Stuðul til útreiðslur í sambandi við keyp av heilivági verður í dag veittur eftir kunngerð nr. 100 frá 20. desember 1999 um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini og almannapensjónslógini. Kunngerðin hevur heimild í § 18 í forsorgarlógini og § 12 í almannapensjónslógini.

 

Sambært § 2 í kunngerðini, kann Almannastovan eftir umsókn veita persónum, ið eru avlamnir, varandi sjúkur ella ellisbrekaðir, stuðul til ávísan heilivág. Stuðulin verður veittur, um heilivágurin er neyðugur til tess, at viðkomandi fær arbeitt, kann bøta munandi um brekið ella kann lætta munandi um dagligu tilveruna. Sambært § 6 í kunngerðini er ásett eitt egingjald, soleiðis at umsøkjarin sjálvur rindar tær fyrstu 400 kr. hvønn ársfjórðing; stuðul verður so givin til restina.

 

Talan skal vera um læknafyriskipaðan heilivág/útgerð sambært § 1. Stuðul verður sambært § 4 bert veittur til útreiðslur, sum ikki kunnu verða rindaðar av sjúkrakassa ella trygging. Sambært § 5 verður stuðul heldur ikki veittur til heilivág, sum er keyptur, áðrenn umsókn er latin Almannastovuni.

 

Sambært § 3 í kunngerðini, kunnu pensjónistar fáa stuðul til heilivág eftir § 12 í almannapensjónslógini sum persónliga viðbót. Í § 7 í kunngerðini eru ásett nøkur inntøkumørk, sum gera, at egingjaldið hjá pensjónistunum verður ávikavist 200, 400 ella 600 kr. um ársfjórðingin. Eru umstøðurnar serliga truplar, kann egingjaldið verða niðursett ella detta burtur.

 

Viðvíkjandi pensjónistunum, er skipanin tann, at Almannastovan letur Apotekinum upplýsingar um, hvørji fólk eru pensjónistar, og hvørja inntøku tey hava. Tá ein pensjónistur kemur at innloysa resept, virkar skipanin á tann hátt, at hann bert rindar eina upphædd samsvarandi við egingjaldið, sum inntøka hansara leggur upp til. Allar útreiðslur oman fyri hesa upphædd verða rindaðar av Almannastovuni. Skipanin er automatisk og virkar væl, men hon livir ikki upp til heimildarreglurnar.

 

Fyri tað fyrsta, kann stuðul sambært § 12 í almannapensjónslógini bert latast, um viðkomandi hevur serliga trupul kor. Til tess at staðfesta hetta, krevst ein ítøkilig viðgerð (meting) av støðuni hjá pensjónistinum í hvørjum einstøkum føri. Hetta er ein umsitingarliga tung skipan. Men tá Almannastovan ikki fær nakra umsókn frá tí einstaka pensjónistinum, verður hetta als ikki gjørt.

 

Allir pensjónistar fáa nú stuðul til alt, sum stendur á reseptini, tá upphæddin fer upp um egingjald teirra. Landsgrannskoðanin hevur í fleiri førum víst á, at alt eftir, hvussu lagaligir læknarnir eru at skriva reseptir, verður stuðul eisini latin til ymiskt, sum ikki er reseptskyldugur heilivágur, t.d. kostískoyti, vitaminir og aðrar handkeypsvørur.

 

Vísandi til stóra talið av pensjónistum (bæði fólka- og fyritíðarpensjónistum), hevði tað umsitingarliga verið vónleyst at viðgjørt hvønn einstakan pensjónist, sum fær heilivág á resept, fyri at kanna, um hann hevur serliga trupul kor, og harvið rætt til stuðul. Skipanin, sum verður nýtt í dag, er tí skilagóð sæð úr einum umsitingarligum sjónarhorni, men spurningur kann sjálvandi setast við, um hon er rættvís og rímilig.

 

Ein annar trupulleiki, sum Landsgrannskoðanin hevur víst á, er skipanin við egingjaldi fyri hvønn ársfjórðing sær. Støðan er tann, at fólk keypa heilivág inn undir seg, soleiðis at skilja, at tey keypa heilivág til 2 ársfjórðingar í sama ársfjórðingi, og sleppa sostatt undan egingjaldinum fyri seinna ársfjórðingin. Landsstýrismaðurin ætlar at áseta reglur í kunngerð um egingjaldið, soleiðis at hetta ikki skal vera fyri hvønn ársfjórðing, men fyri eitt ár í senn. Á hendan hátt kann trupulleikin minkast.

 

Hetta lógaruppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

Lógarbroytingin hevur ikki avleiðingar fyri umsitingina av skipanini. Hinvegin hevur broytingin fíggjarligar avleiðingar fyri landið og teir pensjónistar, sum hava fingið stuðul til annað enn heilivág, sum er fevndur av tilskotsskipanini hjá sjúkrakassunum. Sambært frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini til Løgtingsgrannskoðararnar í mars 2005, eru í fyrru helvt av 2004 latnar umleið 640.000 kr. í stuðli til pensjónistar fyri náttúruheilivág og vanligar apoteksvørur. Almannamálaráðið kennir ikki í løtuni, hvussu stór hendan útreiðslan er í dag.

 

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Við hesari lógarbroytingini verður heimild fingin fyri at lata pensjónistum stuðul til heilivágsútreiðslur eftir teirri smidligu skipan, sum verður nýtt í dag.

 

Í § 12b, stk. 2 verður heilivágurin, sum stuðul kann latast til, avmarkaður til bert at fevna um tað, sum eisini er fevnt av tilskotsskipanini hjá sjúkrakassunum. Sostatt verður ikki longur møguleiki at fáa stuðul til náttúruheilivág og aðrar apoteksvørur, sum ikki eru fevndar av tilskotsskipanini.

 

Í § 12b, stk. 3 verður heimild givin landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um, hvussu umsitingin av stuðli skal skipast, umframt reglur um egingjald hjá pensjónistunum.

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð:

Helgi Abrahamsen Bjarni Djurholm Heðin Zachariasen Jaspur VangAndrias Petersen
Karsten Hansen Jákup Mikkelsen Poul Michelsen Anfinn Kallsberg
Jógvan á Lakjuni Alfred Olsen Bill Justinussen Magni Laksáfoss
Bjørn Kalsø John Johannessen Eyðgunn Samuelsen Gerhard Lognberg
Jenis av Rana      

1. viðgerð 10. desember 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina,  sum tann 11. desember 2008 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 2008, og eftir 1. viðgerð 10. desember 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. desember 2008.

 

Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang, Helgi Abrahamsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen) viðmerkir, at orsakað av tí, at samgongumeirilutin hevur noktað fyri at málið yvirhøvur kundi viðgerast og lýsast, sær minnilutin seg ikki føran fyri, at skriva álit í málinum og staðfestir harumframt at meirilutin við sínum arbeiðshátti hevur suspenderað parlamentarismuna undir núverandi heimastýrisstjórn.

 

Á tingfundi 12. desember 2008 var atkvøtt um uppskot frá Jákup Mikkelsen, Helga Abrahamsen, Jaspur Vang, Andrias Petersen, Bjarna Djurholm, Alfred Olsen og Eyðgunn Samuelsen um frávik sbr. § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum. Samtykt 18-0-10.

 

2. viðgerð 12. desember 2008. Uppskot frá Jenis av Rana um at beina málið aftur í nevnd fall 9-2-16. Uppskotið samtykt 18-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 12. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-8. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 108 frá 12.12.2008