43 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 2. desember, legði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 22. mai 2008, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 2, stk. 2, nr. 1 verður “10,00” broytt til: “8,45”. 

2)      Í § 2, stk. 2, nr. 2 verður “17,50” broytt til: “14,75”. 

3)      Í § 2, stk. 2, nr. 3 verður “24,00” broytt til: “20,25”.

4)      Í § 2, stk. 2, nr. 4 verður “30,00” broytt til: “25,35”. 

5)      Í § 2, stk. 2, nr. 5 verður “35,00” broytt til: “29,60”. 

6)      Í § 2, stk. 2, nr. 6 verður “40,00” broytt til: “33,80”. 

7)      Í § 2, stk. 2, nr. 7 verður “45,00” broytt til: “38,00”. 

8)      Í § 2, stk. 2, nr. 8 verður “50,00” broytt til: “42,25”. 

9)      Í § 2, stk. 2, nr. 9 verður “55,00” broytt til: “46,50”. 

10)  Í § 2, stk. 2, nr. 10 verður “60,00” broytt til: “50,70”. 

11)  Í § 2, stk. 3, nr. 1 og 4 verður “10,00” broytt til: “8,45”. 

12)  Í § 2, stk. 3, nr. 2 og 3 verður “20,00” broytt til: “16,90”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2009.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur tikið stig til at endurskoða løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur. Orsøkin er, at útreiðslur landskassans til stuðul til ferðaútreiðslur eru munandi øktar frá 2007 til 2008.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landið. Mett verður, at landskassans útreiðslur í 2009 koma at verða uml. 2,5 mió. kr. lægri, enn mett var í fíggjarlógaruppskotinum, ið lagt var fram 30. september. Hetta samsvarar við eina lækking upp á góð 15 %. Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri teir samfelagsbólkar, ið eru fevndir av uppskotinum, við tað at stuðul til ferðaútreiðslur verður lækkaður.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

 

Til § 1

Stuðulsupphæddirnar verða lækkaðar við góðum 15 prosentum.

 

Til § 2

Áseting um ígildiskomu

Hesir tingmenn viðmæla sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann verða lagt fram og fáa viðgerð

John Johannessen Eyðgunn Samuelsen Mikkjal Sørensen Gerhard Lognberg
Katrin Dahl Jakobsen Bjarni Djurholm Óli Breckmann Heðin Zachariasen
Poul Michelsen Helgi Abrahamsen Andrias Petersen Jógvan á Lakjuni
Jákup Mikkelsen Anfinn Kallsberg Jaspur Vang Bjørn Kalsø
Edmund Joensen Magni Laksáfoss    

1. viðgerð 10. desember 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 18. desember 2008 fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. desember 2008, og eftir 1. viðgerð 10. desember 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 16. desember 2008.

 

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Tórbjørn Jacobsen, Magni Laksáfoss, Bjørn Kalsø og Bill Justinussen) heldur tað ikki vera rætt at lækka gjaldið lutfalsvís eins nógv frá øllum bólkum, men heldur, at lækkingin eigur at verða býtt við somu upphædd fyri øll og hevur tí broytt uppskotið frá landsstýrinum soleiðis, at allar upphæddirnar, sum ásettar eru í lógini, verða lækkaðar við kr. 4,50, og setir tí fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      Í § 1, nr. 1 verður ”8,45” broytt til ”5,50”.

2)      Í § 1, nr. 2 verður ”14,75” broytt til ”13,00”.

3)      Í § 1, nr. 3 verður ”20,25” broytt til ”19,50”.

4)      Í § 1, nr. 4 verður ”25,35” broytt til ”25,50”.

5)      Í § 1, nr. 5 verður ”29,60” broytt til ”30,50”.

6)      Í § 1, nr. 6 verður ”33,80” broytt til ”35,50”.

7)      Í § 1, nr. 7 verður ”38,00” broytt til ”40,50”.

8)      Í § 1, nr. 8 verður ”42,25” broytt til ”45,50”.

9)      Í § 1, nr. 9 verður ”46,50” broytt til ”50,50”.

10)  Í § 1, nr. 10 verður ”50,70” broytt til ”55,50”.


Soleiðis broytt tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

Ein minniluti (Annita á Fríðriksmørk) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Frávik samtykt 21-0-7

2. viðgerð 19. desember 2008. Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini, Anfinni Kallsberg, Tórbjørn Jacobsen, Magna Laksáfoss, Bjørn Kalsø og Bill Justinussen samtykt 23-0-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-6. Málið avgreitt.

Ll.nr. 125 frá 22.12.2008