39 Uppskot til  samtyktar um koppseting móti lívmóđurhálskrabba

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ (Orđaskifti)
C. Álit
D. 2. viđgerđ (Orđaskifti)

Ár 2008, 25. november, lřgdu tingmenninir Bjřrt Samuelsen, Bergtóra Hřgnadóttir Joensen, Annita á Fríđriksmřrk, Hergeir Nielsen og Tórbjřrn Jacobsen, vegna Tjóđveldi fram soljóđandi

 

Uppskot

 

til

 

samtyktar

 

Lřgtingiđ heitir á landsstýriđ um sum skjótast at fyrireika og leggja fram fyri Lřgtingiđ uppskot til neyđugar lógarbroytingar, til tess at geva ungum gentum mřguleika til ókeypis at koppseta seg móti lívmóđurhálskrabba.

 

Viđmerkingar:

Vit meta tađ vera av alstórum týdningi, at koppsetingarskráin verđur víđkađ til eisini at fevna um koppseting móti lívmóđurhálskrabba.

 

Heilsumyndugleikarnir hava góđkent nýtt koppingarevni, iđ gevur góđa verju móti ávísum krabbaslřgum í lívmóđrini. Til ber at keypa hetta koppingarevni, men tađ er sera kostnađarmikiđ – á leiđ 4.000 kr. fyri samlađu koppsetingina. Tađ kann gera, at familjur, iđ ikki eru vćl fyri fíggjarliga, ikki hava ráđ at lata břrnum sínum hesa krabbafyribyrging. Vit meta ikki, at tađ skal vera ein řkonomiskur spurningur, hvřrt ung verđa koppsett, og mćla tí til, at lívmóđurhálskrabbakoppseting verđur partur av almennu skránni fyri koppseting av břrnum/ungum, og sostatt verđur ókeypis.

 

Orsřkin til, at okkara grannalond taka hesa koppseting til sín, er, at hon gevur nćstan fulla verju móti ávísum krabbaslřgum.

 

Nýggja koppsetingin kann, saman viđ skipađum kanningum (screening), so at siga útrudda lívmóđurhálskrabba, og meta vit tí tađ vera av sera stórum týdningi, at fřroysk ung - og serstakliga genturnar - fáa hetta tilbođ.

 

Lívmóđurhálskrabbi rakar javnan ungar kvinnur. Í Fřroyum fáa á leiđ 18  kvinnur árliga stađfest lívmóđurhálskrabba, á leiđ helvtin teirra, eru kvinnur yngri enn  45 ár. Besta verjan er, um gentan verđur koppsett, áđrenn hon verđur seksuelt virkin.

 

Lívmóđurhálskrabbi stendst aloftast av virusi viđ felagsheiti human pappilomavirus - HPV. Hesi virus eru sera vanlig millum bćđi kvinnur og menn - serliga millum ung - og smittar viđ kynsligari samveru. Í okkara grannalondum verđur roknađ viđ, at á leiđ 80 % av řllum, iđ eru kynsliga virkin, fyrr ella seinni í lívinum verđa smittađ viđ HPV. Smittan gevur vanliga eingi sjúkueyđkenni, og tí eru mong, sum bera smittuna, uttan at vera greiđ yvir tađ.

 

Lřgtingiđ heitir á landsstýriđ um sum skjótast at fáa tikiđ neyđug stig at fáa samtykt lógarásetingar soleiđis, at ungar fřroyskar kvinnur fáa í bođi ókeypis at lata seg koppseta móti lívmóđurhálskrabba.

 

Landsstýrismađurin eigur eisini at umhugsa, um tilbođiđ skal vera galdandi fyri dreingir, fyri á henda hátt at bróta smittuketuna. 

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at danskar gentur 13-15 ár (fřddar 1993, 94 og 95) frá 1. oktober í ár hava fingiđ ókeypis tilbođ um koppseting, og at hetta verđur galdandi fyri allar 12-ára gamlar gentur (fřddar 1996 ella seinni) frá 1. januar 2009.

 

Fíggjarligar avleiđingar

Ókeypis koppsetingin móti lívmóđurhálskrabba fer at kosta landinum í mesta lagiđ 1,4 mió. kr., um so er, at allar fřroyskar 12-ára gamlar gentur verđa koppsettar. Í fyrstu syftu verđur útreiđslan tó hćgri, tí rćttast er at lata tilbođiđ fevna um ein breiđari aldursbólk. 

1. viđgerđ 3. desember 2008. Máliđ beint í Trivnađarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legđi fram soljóđandi

Álit 

 

Tjóđveldi hevur lagt máliđ fram tann 25. november 2008, og eftir 1. viđgerđ 3. desember 2008 er tađ beint Trivnađarnevndini.

 

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundum tann 11. og 15. desember 2008.

 

Ein meiriluti í nevndini (Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen) viđmerkir, at landsstýrismađurin longu hevur heimild at geva ungum gentum ókeypis koppseting ímóti lívmóđurhálskrabba. Meirilutin sćr tí onga orsřk til at gera nakrar lógarbroytingar á řkinum. Meirilutin vćntar, at peningur verđur avsettur á fíggjarlógini, soleiđis at koppseting kann byrja í komandi ári.

 

Viđ hesum viđmerkingunum tekur meirilutin ikki undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum frá at samtykkja uppskotiđ.

 

Ein minniluti (Karsten Hansen, Tórbjřrn Jacobsen og Bergtóra Hřgnadóttir Joensen) tekur undir viđ uppskotinum til samtyktar. Viđ hesi samtykt ger tingiđ landsstýrismanninum greitt, at tađ er átrokandi neyđugt, at fyribyrgjandi koppsetingarnar til 12 ára gomlu genturnar ímóti lívmóđurhálskrabba gerst veruleiki frá 1. januar 2009.

 

Koppsetingin kann fyribyrgja álvarsligari sjúku og í ringasta fřri deyđa. Saman viđ screening kann koppsetingin nćrum útrudda ávís slřg av lívmóđurhálskrabba fyri eina lutfalsliga lítla upphćdd. Serliga samanboriđ viđ tađ, langtíđarsjúka - sum lívmóđurhálskrabbamein - kostar familjunum og samfelagnum sum  heild. Třl vísa, at fřroyskar kvinnur fáa stađfest lívmóđurhálskrabba tvífalt so ofta sum í londunum rundan um okkum. Eisini er vert at nevna, at tađ oftast eru tćr kvinnurnar, sum eru ringast fyri sosialt, sum fáa lívmóđurhálskrabba. Hesar kunnu vera fíggjarliga illa fyri og hava tí ikki pening til koppsetingina.

 

Minnilutin heldur, at skipađ eigur at verđa fyri skiftisskipan, so at eisini gentur í aldrinum 13-14 ár fáa tilbođiđ í 2009.

 

Viđ hesum viđmerkingunum tekur minnilutin undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

 

2. viđgerđ 20. januar 2009. Uppskotiđ fall 12-0-16. Máliđ avgreitt.