38 Uppskot til  samtyktar um góðkenning av tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, sum seinast er broyttur við protokol frá 4. apríl 2008

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 25. november, legði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, fram soljóðandi

                                                                                                  Uppskot

 

til

 

samtyktar um góðkenning av tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, sum seinast er broyttur við protokol frá 4. apríl 2008

 

Løgtingið góðkennir tvískattasáttmálan millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, sum seinast er broyttur við protokol frá 4. apríl 2008.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at fáa Løgtingsins góðkenning av tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, sum seinast broyttur við hjáløgdu protokol frá 4. apríl 2008.

 

Tann norðurlendski tvískattasáttmálin - og hartil hoyrandi protokol - varð undirskrivaður tann 23. september 1996.

 

Endamálið við norðurlendska tvískattasáttmálanum er at taka av altjóða tvískatting, sum vanliga íkemur, tá ein persónur ella eitt felag, sum er heimahoyrandi í einum landi, hevur inntøku frá einum øðrum landi.

 

Protokollin frá 4. apríl 2008 hevur í sær fleiri broytingar av sáttmálanum, sum eru neyðugar orsakað av samfelagsgongdini seinastu árini, og sum teir seks partarnir eru vorðnir samdir um.

 

Protokollin broytir grein 18 í sáttmálanum um eftirløn, sum verður goldin frá einum landi til ein persón í einum øðrum landi.

 

Tann galdandi grein 18 hevur við sær, at eftirløn bert kann skattast í tí landi, haðan hon verður útgoldin (undantikið, tá tað snýr seg um Danmark-Føroyar, har eftirlønin bert kann verða skattað, har móttakarin býr). Tað merkir, at um ein persónur, sum býr her í landinum, fær eftirløn úr Finnlandi, Íslandi, Noreg ella Svøríki, sum hava lágan skatt á eftirløn, kunnu Føroyar ikki krevja skatt inn, samsvarandi við munin millum vanligan føroyskan skatt og skattin í hinum landinum. Føroyar kunnu einans taka eftirlønina við í skattagrundarlagið, sum kann hava týdning fyri møguliga aðra inntøku hjá móttakaranum.

 

Tann galdandi grein 18 kann hava við sær óhóskandi avleiðingar, um hitt landið skattar eftirlønina, men við einum lágum skattastigi.   

 

Protokollin broytir tí grein 18, so eftirløn ikki bert kann verða skattað í landinum, har hon verður útgoldin. Broytingin hevur við sær, at til dømis Føroyar kunnu skatta ein persón, sum býr í Føroyum, av eini eftirløn úr einum øðrum Norðurlandi, tó so at føroyski skatturin av hesi inntøku skal lækkast við skattinum, sum er goldin í hinum landinum av hesi inntøku.

 

Protokollin broytir grein 15 í sáttmálanum um skatting av persónum, sum arbeiða umborð á flogførum. Broytingin hevur við sær, at persónar, sum búgva í einum Norðurlandi og arbeiða umborð á einum flogfari í innanríkisferðslu í einum øðrum Norðurlandi, verða viðgjørdir eins og persónar, sum arbeiða umborð á flogfari í altjóða ferðslu.

 

Broytingin hevur við sær, at løn fyri arbeiði umborð á flogfari bert kann verða skattað í landi, har viðkomandi løntakari býr, sjálvt um avvarðandi flogfelag er heimahoyrandi í einum øðrum landi, og uttan mun til, um talan er um arbeiði umborð á flogfari í innanríkisferðslu ella altjóða ferðslu.

 

Harumframt eru fleiri aðrar broytingar av minni týdningi.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Til tess at sáttmálin, sum seinast er broyttur við protokol frá 4. apríl 2008, kann verða útinntur, er neyðugt, at løgtingslóg verður samtykt áðrenn 1. januar 2009.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Avleiðingin av protokollini er avmarkað til tey øki, har ið broytingar verða gjørdar í mun til galdandi tvískattasáttmála.

 

Protokollin ber við sær, at reglurnar í sáttmálanum um eftirløn verða broyttar, so at Føroyar kunnu skatta ein persón, sum býr í Føroyum, av eftirløn úr Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki, tó so at føroyski skatturin av eftirlønini skal lækkast við skattinum, sum er goldin í hinum landinum av hesi inntøku. Broytingin er bert galdandi fyri persónar, sum í framtíðini flyta til Føroyar ella sum í framtíðini fara at fáa eftirløn úr einum øðrum Norðurlandi. Uppskotið fer sum frá líður at hava við sær fíggjarligan vinning. Vinningurin er treytaður av tali av persónum, sum flyta til Føroyar, ella sum byrja at fáa eftirløn úr einum øðrum Norðurlandi, og er tengdur at muninum millum skattaáløguna í Føroyum og skattaáløguna í hinum Norðurlandinum.

 

Afturtøkan av tí serliga frádráttinum upp á 20.000 svenskar krónur fyri eftirlønt fólk, sum eru heimahoyrandi her á landi og verða skattað í Føroyum eftir ásetingini um subsidiera skattaáløgu, fer helst at hava við sær eina lítla inntøkuøking.

 

Protokollin ber eisini við sær eina broyting av skattleggingini av persónum, sum arbeiða umborð á flogfari í innanríkisferðslu, so at teir bert kunnu skattast av lønini fyri hetta arbeiði í landinum, har teir eru heimahoyrandi. Tað eru ikki hagtøl tøk, sum gera tað møguligt at meta um nettoárinið av broytingini, men mett verður, at árinið verður lítið.

 

Hinar broytingarnar í sáttmálanum eru av minni týdningi, og mett verður ikki at tær fáa stórvegis fíggjarligar avleiðingar.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri landið ella kommunurnar.

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið, eins og uppskotið ikki hevur umsitingarligar avleiðingar fyri borgararnar.

 

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Uppskotið hevur heldur ongar sosialar avleiðingar og ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.   

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Skjalayvirlit: 
Skjal 1:
Sáttmáli millum tey norðurlendsku londini at sleppa undan tvískatting, hvat viðvíkur inntøku- og ognarskattum frá 23. september 1996
Skjal 2:
Protokol frá 23. september 1996
Skjal 3: Protokol frá 6. oktober 1997
Skjal 4: Ískoytisavtala frá 1. desember 1999
Skjal 5: Avtala frá 10. august 2005
Skjal 6: Protokol frá 4. apríl 2008

1. viðgerð 2. desember 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 10. desember 2008 legði fram soljóðandi 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 25. november 2008, og eftir 1. viðgerð 2. desember 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 4. desember 2008.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.  

 

2. viðgerð 12. desember 2008. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.