35 Uppskot til  samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 14. november, legði Kári á Rógvi, tingmaður, fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heldur, at stig eiga at verða tikin til tess at menna Suðuroynna.

 

Løgtingið heitir tí á landsstýrið um at fyririeka og leggja fram lógaruppskot, ið hevur sum endamál at skipa grunn at gera vakstraravtalu fyri Suðuroynna, og uppskot um játtan á fíggjarlógini við tilsamans 40 mió. kr. við 8 mió. kr. um árið í 2008 – 2012, ið kann tryggja, at vakstraravtalan verður framd í verki.

 

Viðmerkingar

Landsstýrið hevur einaferð játtað helvtina av upphæddini upp á 500.000 krónur, sum skulu nýtast at kortleggja og gera upplegg til vakstrarætlanina fyri Suðuroynna. Hetta bleiv gjørt við eykajáttanarlóg 1-13/2006 tann 4. apríl 2006, og samtykti Løgtingið tá at játta 250.000 kr. til at fara undir hesa ætlan.

 

Tí er eingin ivi um, at Løgtingsins vilji í hesum málinum er, at hendan ætlan skal førast út í lívið, og er tí neyðugt at fáa málið endaliga avgreitt, so farast kann til verka.

 

Landsstýrismaðurin kunnaði Løgtingið um, at fundur hevði verið við kommunurnar í Suðuroynni tann 16. oktober 2006, har allir borgarstjórarnir í oynni undirskrivaðu viljanarskriv, har teir váttaðu kommununnar vilja til at fíggja 10 mió. kr. í grunn til Suðuroyaravtaluna, treytað av at landið var sinnað at rinda aðrar 40 mió. kr.

 

Fundur var aftur í Porkeri tann 15. januar 2008, har umboð fyri kommunurnar, Granskingardepilin fyri økismenning, serfrøði, lokalumboð, vinnubólkar og  politisku flokkarnir vóru umboðað.

 

Niðurstøðan var greitt, at bæði kommunali myndugleikin, landspolitiski myndugleikin og vinnuliga umboðanin vóru á einum máli um, at hendan ætlan skuldi gjøgnumførast skjótast, og neyðuga játtanin frá landinum mátti fáast til vega.

 

Henda ætlan um at menna Suðuroynna við støði í oynni sjálvari hevur síðan á vári 2005 ligið til viðgerðar úti í kommununum og í landsstýrinum, tí má hetta málið nú avgreiðast.

 

Suðuroynni nýtist nýhugsan og nýggjar vinnuligar møguleikar. Tí er ein slík vakstaravtala millum land, kommunur og vinnu sera umráðandi at fáa at virka eftir greiðum leisti frá byrjan.

 

Teir demografisku trupulleikar, sum Suðuroyggin hevur at dragast við, fara, sum frá líður, at raka alt landið, tí er hetta bert byrjanin til vakstarætlanir, sum mugu gerast fyri fleiri øki í landinum.

 

Føroyar eru allar ein stórur útjaðari, og tískil eiga vit at hugsa um, at alt landið skal lyftast upp og mennast, men at byrjast má við teimum mest útsettu økjunum, nevniliga Suðuroynni og Sandoynni.

 

Næsta stigið verður at orða vakstrarætlan fyri Sandoynna, líkari vakstrarætlanini fyri Suðuroynna.

 

Gongdin í fólkatalinum og samansetingin í mun til aldur og kyn hevur í báðum hesum økjum  gingið skeiva vegin í langa tíð, tí er í tøkum tíma, at ítøkilig stig verða tikin at bøta um henda trupulleika og miðvíst venda gongdini.

 

Seinastu tjúgu árini eru 1.020 fólk flutt av oynni, hetta er minking upp á uml. 16 %. Talan er um eitt meðaltal upp á fýra fólk, ella eina heila familju, sum er farin av oynni hvønn mánað í fleiri enn tjúgu ár.

 

Nøkur lylkatøl um gongdina síggjast í hesum arbeiðsritum:

 

Arbeiðsrit 15/2007: Demografisk lýsing av Suðuroy

Arbeiðsrit 14, 2007: Vinnulívið í Suðuroynni í 2006

Arbeiðsrit 11/2006: Arbeiðsmegin á føroysku flaka- og fiskavirkjunum í framtíðini.

Arbeiðsrit 10/2006: Hækkandi oljuprísir, djúpvatnstrolarar og møguligar avleiðingar fyri Suðuroynna.

 

Lutfalsliga størsta fráflytingin er í yngru aldursbólkunum. Upp á seg verða alsamt fleiri eldri fólk í Suðruroynni, og um ikki nakað munagott verður gjørt, verður ikki gjørligt at venda negativu gongdini. Tí er hendan ætlan neyðug og verður gjørd í ellinta tíma.

 

Nevnast kann eisini, at aldursbólkurin yngri enn 20 ár er minkaður við 31,5%, og aldursbólkurin 20-39 ár er minkaður við 25% seinastu tvey ártíggjuni.

 

Alsamt færri kvinnur eru í burðardyggum aldri – meðalaldurin hjá kvinnum í Suðuroynni er 38,6 ár, tískil verða eisini upp á seg fá børn fødd í økinum.

 

Um fimm ella tíggju ár verður tí roknað við negativum burðaravlopi.

 

Grundarlagið fyri at stovna nýggjar fyritøkur í Suðuroynni er veikt við avmarkaðari atgongd til váðafúsan kapital, og fá parta- og smápartafeløg eru, samanborið við miðal fyri alt landið. Oyggin er í eini óndari ringrás, og stórur tørvur er á fjøltáttaðum tilboðum til allar hendur.

 

Frástøðan er ein partur av trupulleikunum, marknaðurin er avmarkaður, og strong fíggjarlig krøv verða sett til vinnulig framtøk.

 

Sambandið um Suðuroyarfjørð er dagført við nýggjum ferðamannaskipi. Hetta er eitt framstig í sjálvum sær -  hetta tekniska framstig eigur og má gagnnýtast nógv betur, hugsað verður her um serlig átøk og ferðavinnuna, sum eigur at mennast nógv meira í økinum.

 

Tað er eyðsæð, at suðuroyingar hava tí ikki líka góðar møguleikar, sum føroyingar flestir at fáa lut í vøkstrinum í miðstaðarøkinum. Hetta er væl lýst í arbeiðsritum og gransking, sum er gjørd av m.a. Dennis Holm og Boga Mortensen um framtíðarútlitini fyri búskaparvøkstri í Suðuroynni, og úrslitini eru døpur.

 

Suðuroyggin er eftirbátur í samfelagsmenningini, og hetta má vendast, áðrenn ov seint er. Stevnast skal eftir, at Suðuroyarøkið aftur skal gerast:

 

• ein áhugaverdur búsetingarvalkostur til høvuðsstaðarøkið,

• íbúgvatalið skal fáast at vaksa aftur

• kappingarførið skal betrast

• vøkstur skal fáast aftur í búskapin

• arbeiðsmegin skal mennast

• virki og størv í kappingargreinum skulu økjast

• dentur skal leggjast á altjóða verkætlanir

• útlendskar íløgur og vitan skulu fáast til økið.

 

Vakstaravtalan, sum var framd í Oulu í Finnlandi, sum er ein sólskinssøga av sínum slagi, hetta økið, sum einans hevði timburdrift og tungvinnu, bleiv broytt til eitt øki við vintanartungum vinnum, og sá virksemið hjá NOKIA innan fartelefon og fjarskifti dagsins ljós sum úrslit av hesi avtalu.

 

Gongdin í fráflyting og einstáttaðum vinnulívi í Oulu var lík henni í Suðuroynni. Orsakað av fáum møguleikum at útbúgva seg og fáa arbeiði, fluttu tey ungu frá økinum fyri at nema sær útbúgving og komu ikki heimaftur, tí einki var at koma heim til.

 

Í Oulu varð avgerð tikin um eina vakstraravtalu, har elektronikkur var eitt vinnuligt tyssi, ið semja var um at leggja seg eftir. Talan var um eina fjøltáttaða vinnu, ið gav arbeiði til nógvar hendur, tilflyting og nýggjar vakstrarmøguleikar.

 

Dømið úr Oulu er eitt kollveltandi eindømi av sínum slagi. Onnur minni, men kortini týðandi dømi kunna eisini gera ein mun, sum merkist, meðan ein miseydnað vakstraravtala fer at verða ein vanlukka.

 

Jógvan Mørkøre og Magni Laksáfoss, sum hava arbeitt við hesi verkætlan, vístu m.a. á í grein í bløðunum at :

”Tað týdningarmesta í øllum hesum var kortini, at skipast skuldi fyri eini tilgongd, ið leiðir fram til eina avtalu. Tilgongd - heldur enn ein frágreiðing - er eitt lyklarorð.

Avtala - heldur enn kanning - er annað lyklarorð.

Í viljanarskrivinum, ið borgarstjórarnir undirskrivaðu, váttaðu teir ”sín vilja at fíggja 10 mió. kr. í grunn til Suðuroyaravtalu fyri árini 2008-2012” [okkara herðing – ml & jm]. Ein týðandi partur hjá landsstýrismanninum at fara víðari við – so skjótt tilsvarandi váttan var fingin til vega frá landsstýrinum - var at skipa fyri einum grunni at umsita tær samanløgdu fimti milliónirnar.

Á fundi umborð á Smyrli 16. oktober í fjør, har landsstýrismaðurin í innlendismálum og borgarstjórarnir í oynni hittust við uppskotsstillararnar at røða nærri um tær 50 milliónirnar, var ongantíð nakar ivi um, at talan var um serligan grunn.

At gera vakstraravtalu er nýtt í Føroyum, men í londunum uttan um okkum hevur tað verið brúkt seinastu 20 árini og væl tað. Stundum við heilt góðum úrslitum.

Ein vakstraravtala er ein avtala millum nakrar aktørar um, hvussu teir ætla at skapa

búskaparvøkstur í einum øki í einum ávísum tíðarskeiði. Í avtaluni verður rættiliga nágreiniliga ásett hvønn leiklut, hvør einstakur aktørur hevur. Tað ber til at hugsa um hetta sum eitt slag av arbeiðsbýti, har partarnir fyrst avtala, hvat skal gerast, og hvør skal gera hvat. Talan er sostatt um eina greiða avtalu, har hvør partur veit, hvat hann skal gera, og hvat hinir partarnir gera. Við at arbeiða út frá eini vakstraravtalu kann soleiðis tryggjast, at arbeitt verður fram ímóti einum vældefineraðum felags máli, har allir partarnir eru samdir um málið, og um hvussu málið skal røkkast.

Tá ein vakstraravtala verður gjørd fyri at skapa búskaparvøkstur í einum øki, er privata initiativið avgerandi. Ein vakstraravtala tekur tí støði í, at privata vinnan skal hava ein sentralan aktivan leiklut í avtaluni. Longu frá byrjan av skal privata vinnan tí við upp í leikin og vera við til at forma avtaluna, soleiðis at hon finnur sín leiklut í avtaluni. Á sama hátt skulu møguligar útlendskar fyritøkur eisini vera við í avtaluni og mugu tí eisini vera við frá byrjan av.

Tað eru sostatt nógvir aktørar í eini vakstraravtalu, men teir mest sentralu aktørarnir eru kommunurnar og landið. Skal ein vakstraravtala kunna gera nakran veruligan mun, krevst ein sterkur vilji og engagement frá hesum báðum aktørunum – teir mugu tí frá byrjan av kunna vísa vilja og áræði.

Um nakað trúvirði skal vera í fyrireikingunum í eini avtalu, er neyðugt fyrst at vita, hvat er til at gera gott við. Um hugskotið einans var at gera eina ætlan, var lætt at gera ein langan lista við háfloygdum ynskjum um, hvat skal gerast.

Men tá ein avtala skal gerast, er neyðugt at vera munandi meira konkretur og gera realistiskar avtalur, sum hava ein veruligan møguleika fyri at verða gjøgnumførdar. Tí er neyðugt at hava eina hóming av, hvat fyri fíggjarkarm ein hevur, soleiðis at avtalurnar verða gjørdar innan fyri fíggjarkarmin. Tað er høpisleyst at gera fastar avtalur við nógvar ymiskar aktørar – privatar og almennar – uttan at hava eina hóming av, hvat endaligi fíggjarkarmurin er. Tí má ein yvirordnað fíggjarramma leggjast tíðliga í tilgongdini, har størstu aktørarnir – í hesum føri land og kommunur

– greitt melda út, hvat teirra fíggjarkarmur er.

Tilgongdin við, at land og kommunur skulu játta pening til eina avtalu, áðrenn nakað meiri nágreiniligt tilfar liggur á borðinum, kann tykjast løgin fyri onkran. Tað var í øllum førum niðurlagið hjá flestu tingmonnum, ið góvu sína hugsan til kennar, tá ið uppskotið um vakstraravtalu var fyri í tinginum í hinari vikuni. Her er vert at endurtaka enn einaferð, at talan er ikki um nakra kanning, men um eina konkreta avtalu, og at tað tí er neyðugt at leggja eina fasta rammu, sum avtalan skal halda seg innanfyri.

Hetta er vanlig tilgongd í øðrum londum, har tílíkar avtalur verða gjørdar. Eisini kenna vit væl hetta frá t.d. rammuavtalunum í E.S., har ein fíggjarkarmur verður settur upp fyri tey serligu málsøkini 1, 2 og 3 fyri ávíst áramál. (Objectives 1-3). Málsøkini 1 og 2 eru fyri serlig geografisk øki við trupulleikum. Ikki fyrr enn karmurin er settur upp, ber til at gera meiri nágreiniligar avtalur við ymisku partarnar um, hvussu peningurin skal brúkast.

Nógv álit og og nógvar ætlanir eru skrivað um støðuna í Suðuroy – økismenningarálitið, ið kom fyri nøkrum árum síðani, er eitt gott dømi um hetta, og júst útkomna ritið frá Granskingardepilinum fyri Økismenning, Vinnulívið í Suðuroynni í 2006, er eitt annað gott dømi, ið lýsir bygnaðartrupulleikarnar í Suðuroy sera væl.

Men fyri tað, at vit í dag hava arbeiði til allar hendur, sum í dag eru í Suðuroy, so eru

bygnaðartrupulleikarnir ikki loystir. Tað er framvegis talan um eina strukturkreppu, sum eingin veruliga hevur gjørt nakað við.

Suðuroyggin er ikki í løtuni í eini kreppustøðu, men bygnaðarligu trupulleikarnir liggja óloystir At gera eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna vil vera at taka av avbjóðingini. Eftir okkara tykki tann einasti mátin hjá politikarum, ið ráða fyri landi og kommunum í Suðuroy, vilja teir liva upp til sína ábyrgd mótvegis hesi avbjóðing.”

 

Uppskotstillarin mælir staðiliga til, at Løgtingið samtykkir fyriliggjandi uppskot.

 

1. viðgerð 2. desember 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 27. januar 2009 legði fram soljóðandi 

 

Álit

 

Kári á Rógvi, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 14. november 2008, og eftir 1. viðgerð 2. desember 2008 er tað beint Vinnunevndini. Tann 12. desember hevur løgtingsformaðurin játtað nevndini longda freist at lata Løgtinginum álit í málinum til 22. januar 2009.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 12. desember 2008 og  19. og 22. januar 2009. Fundurin tann 19. januar varð hildin í gistingarhúsinum í Øravík, har Granskingardepilin fyri økismenning eisini skipaði fyri fundi fyri kommununum í oynni, landsstýrinum og Vinnunevndini, um vakstraravtalu fyri Suðuroynna.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri kommunurnar í oynni, vinnuna í oynni og við landsstýrismenninar í vinnu-, innlendis- og fíggjarmálum.

 

Nevndin hevur útvegað sær tíðindaskriv frá landsstýrinum, dagfest 21. januar 2005, við heitinum ”Landsstýrið gjørt Suðuroyarætlan”. Tíðindaskrivið inniheldur eina ætlan í 10 pkt. sum skal betra um vinnumøguleikarnar í oynni.

 

Nevndin hevur í síni støðutakan til málið býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin í nevndini (Katrin Dahl Jakobsen, Bjørn Kalsø, Heðin Zachariasen, Bjarni Djuholm og Mikkjal Sørensen) heldur ikki, at uppskotið er búgvið til politiska støðutakan. Hóast arbeiðið við vakstrarætlan fyri Suðuroynna hevur 4 ár á baki, eru enn ongar ítøkiligar vinnuligar- ella menningarverkætlanir lýstar so mikið, at tær kundu bent á at verið møgulig satsingsøki.

 

Til tess at koma víðari fram á leið heldur meirilutin, at avvarðandi partar -  land, kommunur og vinna - eiga at  finna saman at skapa eitt innihald í ætlanini, sum síðani verður lagt fyri Løgtingið til støðutakan. Tað er umráðandi fyri Suðuroynna, at nakað ítøkiligt spyrst burturúr bæði fyri verandi virkismøguleikar og frameftir við slíkari vakstrarætlan.

 

Støðan í Suðuroynni hevur í mong ár verið vánalig og er nú so mikið hættislig, at serstøk átøk skulu til bara fyri at steðga fráflytingini úr oynni. Somu gongd síggja vit aðrastaðni í landinum. Hugskotið við eini vakstraravtalu fyri Suðuroynna er gott, og kundi hesin leisturin og eitt slíkt pilotprojekt verið brúkt sum framtíðar økismenningarpolitikkur.

 

Áðrenn støða kann takast til at seta peinig í grunn, er neyðugt at fáa gjørt viðtøkur fyri grunnin um, hvussu hesin skal virka. Somuleiðis eiga møgulig hugskot at verða greinað út, har vinnan fær ein aktivan leiklut saman við landi og kommunum.

 

Sostatt heldur meirilutin seg ikki enn hava nóg  ítøkiligt mál at taka støðu til og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

 

Minnilutin í nevndini (Bjørt Samuelsenog Kári P. Højgaard) halda, at landsstýrið hevur givið suðuroyingum eina grundaða vón um, at setast skuldi á stovn ein Suðuroyargrunnur, har kommunurnar og landið í felag skuldu gjalda ávikavist 10 og 40 milliónir krónur.

 

Á fjølmenta fundinum í Øravík mánadagin 19. januar 2009 hevði Vinnunevndin høvi til at møta umboðum fyri vinnulívið, Granskingardepilin fyri økismenning og kommununum í Suðuroynni. Granskingardepilin fyri økismenning hevur gjørt eitt arbeiði, at greina støðuna í oynni og nevnir nakrar møguleikar fyri menning av økinum. Í hesum sambandi hava tey kunnað seg um viðurskiftini í Íslandi, Bornholm og Finnlandi, har líknandi verkætlanir eru framdar við góðum úrslitið. Tað er spell at ásanna, at vinnan í Suðuroynni higartil hevur verið drigin lítið við í tað neyðuga fyrireikandi arbeiðið at gera eina vakstarætlan, og at hetta arbeiðið ikki er komið nóg langt.

 

Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er júst at fáa landsstýrið at gera neyðugu fyrireikingarnar til vakstaravtalu fyri Suðuroynna soleiðis, at eitt lógaruppskot um at skipa ein vakstargrunn kann leggjast fyri Løgtingið.

 

ABC-landsstýrið hevði eina ætlan í 10 punktum frammi longu í januar 2005. Talan var um føgur orð, men ásannast má, at higartil er einki ítøkiligt komið burtur úr lyftunum.

 

Nú er so langt fráliðið, at ein greið støða má takast í málinum, um ætlanin frá almennari síðu gerst veruleiki, egg ella ungi, og avgerðin fráboðað kommunum og vinnulívinum í Suðuroynni!

 

Tíðirnar eru nógv broyttar seinastu tvey árini og ein viðkomandi spurningur er, hvør partur av landinum er ringast fyri í løtuni. Minnilutin heldur rætt vera, at pengar verða settir av til menning av teimum økjum í landinum, sum eru mest afturúrsigld, og har fólkatalið minkar. Umframt Suðuroynna, er hetta eisini galdandi fyri Sandoynna, og onnur øki við. Landsstýrið eigur tí í tí fyrireikandi arbeiðinum at taka atlit til vinnumenning í útjaðara og útoyggjum sum heild. Við Suðuroyarmenningarætlan sum fyrsta stigi ber til at gera líknandi skipanir fyri aðrar partar av landinum, har økini verða samansjóðað í stórum, sterkum og burðardyggum kommunalum eindum.

 

Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 3. februar 2009. Uppskot til samtyktar fall 12-0-16. Málið avgreitt.