32 Uppskot til  løgtingslóg um viðgerð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 14. november, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, vegna Sjálvstýrisflokkin, fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi

   


 

§ 1. Lógin hevur til endamáls at tryggja, at øll,  ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi verða líka viðfarin.

Stk. 2. Hóast ásetingar í fyrningarlógini, lov nr. 274 frá 22. desember 1908 om forældelse, og aðrar fyrningarreglur, fyrnast ikki krøv um endurrindan av meirviðirsgjaldið, ið av órøttum er roknað og kravt av skrásetingargjaldi.

Stk. 3. Tá ið endaligur dómur er sagdur um spurningin, hava landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og TAKS skyldu at tryggja øllum skattgjaldarum somu viðferð, serliga at finna og boða øllum skattgjaldarum frá støðuni og rinda aftur møguliga ov nógv kravt meirvirðisgjald, antin beinleiðis ella umvegis bilasølu.

 

§ 2. Lógin kemur í gildi dagin eftir kunngerð.

 

Viðmerkingar

Í øllum førum í tíðarskeiðnum frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava skattamyndug­leikarnir helst kravt ov nógv frá føroyskum borgarum við uttan heimild at hava lagt meirvirðisgjald oman á skrásetingargjald.

 

Hetta er staðfest í avgerð hjá hægsta fyrisitingarmyndugleika á økinum, Skatta- og avgjaldskærunevndini, í úrskurði 25. oktober 2006 (mál 06-03-31-40).

 

Tó at TAKS hevur endurrindað ólógliga kravda gjaldið í tí einstaka ítøkiliga málinum, hevur stovnurin ikki viljað viðfarið tað  líka á líkan hátt – og noktar tí hundraðtals fólkum somu viðferð.

 

TAKS eigur sjálvsagt at royna málið í rættarskipanini, um mett verður, at niðurstøðan hjá kærunevndini er skeiv. Men slík prinsippviðgerð eigur at fara fram eftir góðum fyristingarsiði: 1) við at øll fráboðaði mál verða uppfylgd við fyrivarni um eftirkrav og við at bjóða hesum borgara frían rættargang, 2) við at allir borgarar í somu støðu fáa greitt at vita, at tá ovasti dómstólur dóm hevur felt, verða allir borgarar viðfarnir líka.

 

Men TAKS hevur fingið átalu frá Skatta- og avgjaldskærunevndini í úrskurði 26. mars 2008 (mál 07-03-33-16) fyri órímiliga at draga út og steðga viðgerð av málum.

 

TAKS hevur í tíðindaskrivi, dagfest 15. apríl 2008, sagt, at farið verður fram eftir 5-ára fyrning. Hetta merkir, at um hálvt annað ár verða øll krøv, ið ikki eru løgd fyri sum kæru- ella rættarmál, fyrnað.

 

Talan er um fleiri túsund borgarar, ið mugu velja antin at missa endurrindingarkrøv síni ella at byrja kæru- ella rættarmál.

 

Uppskotið tekur ikki støðu til endurrindingarkravið – tað verður rættarskipanin at siga dóm um – men tryggjar, at allir borgarar verða javnsettir og líka viðfarnir.

 

Uppskotið ger seg hvørki inn á valdsbýti millum valdanna, nevnd í § 1 í Stýrisskipanarlógini, ella millum felagsmála og sermála eftir heimastýrisskipanini. Dómstólarnir døma um innihaldsliga spurningin óheft av hesum reglum, og vanligu fyrningarreglurnar verða standandi.

 

Vanliga er ikki neyðugt at leggja uppskot fram um javna og líka viðferð av líkum fyrisitingarligum málum. Vanliga geva fyrisitingarstovnar seg undir, at sama prinsippiella tulking skal galda fyri øll lík mál. Men TAKS hevur í hesum máli hildið uppá, at øll málini eru ymisk og hevur roynt ymsar grundgevingar fyri at sleppa undan at taka øll málini upp til viðgerðar, t.d. eru fólk, ið hava keypt bilar beinleiðis úr útlondum, víst til at venda sær til bilsøluna heldur enn til TAKS.

 

Tá ið ongin fráboðan og ongin vegleiðing er komin frá TAKS um somu viðferð av øllum hesum málum, verður hetta uppskot lagt fram – sum neyðugt eftirlit hjá Løgtinginum við, at tann undirgivna útinnandi fyrisitingin fylgir tulkingum hjá dómstólum av lógum tingsins.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið ber ikki í sær nakra játtan. Uppskotið tryggjar bert, at um endaligur dómur staðfestir afturrindingarskyldu, verður ongin borgari settur eftir. Hetta merkir, at afturgjaldið av møguliga ólógliga kravdum skatti verður størri. Hinvegin verða útreiðslurnar av, at túsundtals kæru- ella rættarmál skulu stovnast, nógv minni.

 

Tøl sum 120 milliónir eru nevnd í meting av møguliga útgjaldinum. Men ásannast má, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum má søkja um økta útreiðslujáttan.

 

Rættargrundreglur siga, at tá ið dómstólar døma landið at gjalda, verður goldið, uttan at játtan er frammanundan, men fíggjarlógin verður konsekvensrættað skjótast til ber.

 

1. viðgerð 25. november 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 10. desember 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. november 2008, og eftir 1. viðgerð 25. november 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  4. desember 2008.  

 

Nevndin heldur, at talan er um ein fyrisitingarligan spurning, sum Løgtingið ikki eigur at taka støðu til. Løgtingið hevur viðtikið lógir á økinum, og er tað upp til avvarðandi myndugleikar at fyrisita lógir landsins. Eru borgarar ónøgdir við fyrisitingina, hevur Løgtingið harumframt við lóg skipað kærumøguleikar á økinum.

 

Ein samd nevnd tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

2. viðgerð 12. desember 2008. Uppskotið fall 2-2-23. Málið avgreitt.