31 Uppskot til  samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 14. november, løgdu tingmenninir Alfred Olsen, Jákup Mikkelsen, John Johannessen, Sjúrður Skaale, Kári á Rógvi og Jenis av Rana  fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

samtyktar

Løgtingið samtykkir at seta nevnd sbr. § 25 í Tingskipanini at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006.

Uppskotið skal hava ásetingar um stýriskipan, valdsbýti og grundleggjandi rættindi og skyldur borgaranna. Somuleiðis skal uppskotið hava ásetingar um fólkatkvøðu um uppskotið, áðrenn Løgtingið tekur endaliga støðu til tað.

 

Í nevndina verða valdir tíggju tingmenn. Tveir tingmenn, umboðandi hvønn av teimum fýra stóru flokkunum, og ein tingmaður, umboðandi hvønn av teimum báðum smáu flokkunum.

 

Nevndin skal vera liðug við arbeiði sítt innan 1. november  2009.

 

Viðmerkingar:

Í løgtingsmáli nr. 115/2006 legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd.

Endamálið var hetta: Við álitinum um Stjórnarskipan Føroya hava vit fingið eitt gott grundarlag fyri einum uppskoti til Stjórnarskipan Føroya.

Til tess at tryggja, at uppskotið til Stjórnarskipan Føroya í nevnda áliti verður nóg greitt at leggja fyri Løgtingið, verður skotið upp, at meirviðgera tað í serligari tingnevnd.”

Uppskotið varð samtykt, og § 25 nevndin varð vald   7. mai 2007. Nevndin náddi at hava  2 fundir, áðrenn nýtt tingár byrjaði á ólavsøku 2007. Av ymsum orsøkum var nevndini ikki sett av nýggjum í tingárinum 2007, og verður tí skotið upp, at nevndin nú verður sett av nýggjum til tess at gera arbeiðið liðugt.

 

Sum nevnt í uppskotinum, skal arbeiðið vera liðugt innan 1. november 2009, og um nevndin ikki er liðug við arbeiði sítt  í hesi tingsetuni,  má nevndin setast av nýggjum eftir ólavsøku 2009.

 

Skjal: Álit um Stjórnaskipan Føroya, sum var handað løgmanni 18. desember 2006

 

1. viðgerð 25. november 2008. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

 

2. viðgerð 2. desember 2008. Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.