29 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð  (Einki orðaskifti)

Ár 2008, 14. november, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 3 verður orðað soleiðis:

“§ 3. Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi 3 ár og fer fram á einum ella tveimum hóskandi støðum í Føroyum. Næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 10 á hvørjum skeiði.”

 

2) Í § 6, stk. 3 verður orðið “royndarskipanina” broytt til “skúlatilboðið”.

 

3) Í § 8, stk. 1 verður orðið “Royndarskipanin” broytt til “Skúlatilboðið”.

 

4) § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at gera avtalu og bera útreiðslur til leigu av hølum og øki ella at byggja/ keypa høli til endamálið.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2009.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar 

Í sambandi við fyrireikingarnar at seta á stovn skúlatilboð til ung við breki var komið til ta niðurstøðu, at tørvur var á einum slíkum tilboði til næmingar, sum í ein ávísan mun eru sjálvhjálpnir, og sum ikki hava tørv á persónligum stuðli.

 

Vìst varð í hesum sambandi til ”Álitið um, hvussu ein eftirskúli til menningartarnað kann verða skipaður í Føroyum”. Á bls. 9  verður sagt um málbólkin:

 

 ” Nøkur menningartarnað, ”sum eru betur fyri”, og sum kundu verið arbeiðsfør, hava vánaligar møguleikar fyri at fáa arbeiði, partvís av tvørrandi stimbran og vantandi vinnuútbúgvingarmøguleikum. Hesum bólki av menningartarnaðum átti skúlin eisini at kunnað givið eitt tilboð, sum gjørdi tey betur før fyri at fáa og gera eitt arbeiði.”

 

Málbólkurin gjørdist tí í fyrsta umfari ung við breki, sum eru eldri enn 18 ár, og sum eru hampiliga vælvirkandi, og komið var til ta niðurstøðu, at tørvur var á einum skúlatilboði til ein bólk av næmingum beinanvegin ( 6-8 næmingar), og síðan til ein ella helst tveir bólkar um 2-3 ár.

 

Skúlatilboðið til ung við breki í Runavík byrjaði virksemi sítt í august 2004. Eini sethús vóru keypt og umbygd til endamálið. Játtan til hetta virksemið er á fíggjarlógini. Í lógini um skúlatilboð til ung við breki  er heimild fyri at stovnseta eitt tilboð aftrat. Verður hetta  veruleiki, so fer hetta at hava við sær øktar útreiðslur á fíggjarlógini. 

 

Gongdin síðan hevur víst, at tørvurin á tilboðum til menningartarnað, sum eru farin upp um undirvísingarskyldugan aldur, bæði í hesum málbólki og í øðrum, støðugt er vaksin.

 

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum

 

  1. Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar.

     

  1. Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

  1. Uppskotið fær ongar fíggjarligar avleiðingarnar fyri vinnuna.

 

  1. Uppskotið fær ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

  1. Uppskotið  hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar, ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

  1. Uppskotið hevur jaliga ávirkan á tørvin á tilboðum  til menningartarnað, sum eru farin um undirvísingarskyldugan aldur

 

  1. Lógaruppskotið áleggur ikki landinum skyldur í mun til millumtjóða sáttmálar og áleggur heldur ikki aðrar skyldur ella bindingar.

     

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Ja 

 

 

Hoyring

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1

Ásetingin um, at skipanin skuldi vera ein royndarskipan um skúlatilboð til ung við breki, verður við hesum gjørd til eina varandi skipan.

 

Til § 1, nr. 2 og 3

Orðið royndarskipan verður broytt til skúlatilboð.

 

Til § 1, nr. 4: Orðini “alt royndarskeiðið” verða strikað.

 

Til § 2

Vanlig áseting um gildiskomu.

 

1. viðgerð 25. november 2008. Málið beint í Mentanarnevndina, sum tann 3. desember 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. november 2008, og eftir 1. viðgerð tann 25. november 2008 er tað beint Mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. november og 2. desember 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri ráðgevandi bólkin, ið er settur sambært § 6, stk. 1 í lógini, umframt við landsstýrismenninar í almannamálum og mentamálum.

 

Eftir tí, sum nevndin hevur fingið upplýst, er skipanin við skúlatilboði til ung við breki nú ein vælvirkandi skipan, ið tørvur framhaldandi er á.

 

Eisini er greitt, at trupulleikarnir, ið hava verið við at fáa í lag eitt tilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið, eru loystir fyri tey, sum nú hava lokið teirra skúlaskeið. Ein av orsøkunum til, at hetta hevur tikið so drúgva tíð, er, at ynski hevur verið frá teimum ungu um at finna eina loysn, ið kundi tryggja, at tey framhaldandi kundu búgva saman. Nevndin væntar, at fyrireikingin at finna eitt tilboð til tey ungu, sum nú byrja nýtt skúlaskeið, eftir at hetta skúlaskeiðið er lokið, byrjar í góðari tíð og í neyðugum samskifti millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið.

 

Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 10. desember 2008. Uppskotið samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 12. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 115 frá 18.12.2008