28 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om anvendelse af tvang i psykiatrien"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 4. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

 

 til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anvendelse af tvang i psykiatrien” 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”

 

1. Almennar viðmerkingar

 

Orsøkin til, at uppskotið verður lagt fram, er, at tørvur er at fáa dagført gamla lógarverkið frá 1938 viðvíkjandi tvingsilsnýtslu á psykiatriska økinum.

 

Galdandi lóg um “Sindsyge personers hospitalsophold” er frá 1938 (hereftir nevnd sinninssjúkralógin). Lógin regulerar bert tvingsilsinnleggingar og tvingsilsafturhald av psykiatriskum sjúklingum. Hetta merkir m.a., at treytir fyri at nýta annan tvingsil enn frælsistøku í sambandi við psykiatriska sjúklingaviðgerð, t.d. tvingsilsviðgerð, at verða spentur fastur undir tvingsli o.a. ikki eru neyvt ásettar í Sinnissjúkralógini.

 

Lógin var eisini galdandi í nógv ár í Danmark, men var leingi hildin ikki at vera nøktandi. Serliga varð ført fram, at rættindini hjá sjúklinginum ikki vóru nóg væl tryggjað, og at lógin ikki umfataði aðra nýtslu av tvingsli á psykiatrisku deildunum. Úrslitið av drúgvu viðgerðini í Danmark varð ein nýggj lóg, sum varð samtykt á Fólkatingi í 1989, “ Lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien”,  sum síðani er broytt fleiri ferðir - seinast í 2006.

 

Lógin varð sum sagt ikki sett í gildi í Føroyum, og seinastu árini hava sjúklingar, avvarðandi og fakfólk á Psykiatriska deplinum m.a. í álitinum um “Heildarpsykiatri” frá 2002 víst á, at tað er neyðugt at fáa broytt núgaldandi lóggávu soleiðis, at sjúklingurin fær tryggja síni rættindi, samstundis sum fakfólk fáa eitt nútíðarhóskandi regluverk at arbeiða útfrá.

 

Í viðgerðini av psykiatriskum sjúklingum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum hava tey tó í stóran mun tulkað galdandi lóg samsvarandi teimum betur tíðarhóskandi lógunum, sum eru galdandi í Danmark og hinum Norðurlondunum. Hóast tað ikki í Føroyum eins og í Danmark er lógarfest krav um, at gerast skal ein individuel viðgerðarætlan fyri hvønn sjúklingin, sum sjúklingurin skal hava avrit av, so hava tey valt longu nú at fylgja hesum kravi. Somuleiðis er siðvenja, at føst vakt er hjá sjúklingum, sum eru fastspentir, so sum danska lógin ásetur.

 

Í øðrum førum hevur tað tó ikki verið gjørligt at fara fram samsvarandi teirri tíðarhóskandi siðvenjuni í hinum Norðurlondunum uttan at virka beinleiðis ímóti galdandi lóg frá 1938. Hetta er serliga galdandi í sambandi við tvingsilsinnlegging. Her krevur tann føroyska lógin, at tvingsilsinnlegging einans kann verða framd eftir áheitan frá einum nærskyldum skyldfólki. Hendan ásetingin er torfør at halda, tí hon setur ofta tey avvarðandi í eina ringa støðu – kanska serliga í einum lítlum samfelag sum tí føroyska. Við tí nýggju lógini fer at bera til at fremja tvingsilsinnlegging eftir áheitan frá læknanum hjá viðkomandi

 

Heilsumálaráðið hevur í longri tíð arbeitt við at fáa sett donsku lógina í gildi fyri Føroyar. Ríkislógartilmælið, sum nú fyriliggur, er eitt úrslit av einum samstarvi millum føroyska  Heilsumálaráðið og danska ministeriet for Sundhed og Forebyggelse. Í komandi parti verður greitt frá høvuðsinnihaldinum í Ríkislógartilmælinum.

 

 

2. Ríkislógartilmælið

 

Ríkislógartilmælið er ein samanskriving av fylgjandi lógum:

 

Lov nr. 331 af 24/05/1989. “Lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien”

Lov nr. 389 af 14/06/1995.” Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien”.

Lov nr. 403 af 16/06/1998. “ Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien, retsplejeloven og straffeloven”.

 Lov nr. 1371 af 20/12/2004. “Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien (Indførelse af mulighed for personlige alarm- og pejlesystemer og særlige dørlåse)

Lov nr. 534 af 08/06/2006 “Lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien og retsplejeloven.”( Revision af psykiatriloven, herunder tvangsdefinition, personlig skærmning, aflåsning af døre i afdelingen, øget lægeligt tilsyn og ekstern efterprøvelse, ændret klageadgang.”

 

Harumframt eru tillagingar gjørdar til føroysk viðurskifti. Greitt verður nærri frá hesum tillagingum í partinum “tillagingar til føroysk viðurskifti” 

 

Endamálið við Ríkislógartilmælinum er at bøta um rættarstøðuna hjá psykiatriskum sjúklingum í sambandi við frælsistøku, tvingsilsviðgerð og aðra tvingsilsnýtslu á Psykiatriska deplinum. Ríkislógartilmælið skal somuleiðis tryggja, at sjúklingarnir í so stóran mun, sum til ber, verða tiknir við og fáa ávirkan á viðgerðina og á egin viðurskifti annars.

 

Samanborið við galdandi lóg um uppihald á sjúkrahúsi hjá sinnissjúkum persónum frá 1938, ber lógaruppskotið m.a. í sær, at treytirnar fyri at nýta tvingsil í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á Psykiatriska depilinum verða herdar og nágreiniliga lýstar.

 

Ríkislógartilmælið byggir á tað grundsjónarmið, at tvingsil í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á Psykiatriska depilinum eigur at verða fyribyrgt og sloppið undan í tann mun, tað yvirhøvur ber til, tá ið hugsað verður um lív, heilsu og vælferð hjá sjúklingunum sjálvum ella hjá øðrum. Eftirsum sjálvboðin medvirkan er best hugsandi grundarlag fyri allari viðgerð, verður skotið upp at lógarfesta læknanum eina kunningarskyldu, ið skal tryggja, at sjúklingurin fær neyðuga grundarlagið at taka støðu og geva samtykki útfrá. Í teimum førum, tá ið tað ikki eydnast at fáa sjúklingin at medvirka sjálvboðin, skal støðutakanin hjá sjúklinginum vanliga verða vird við teirri avleiðing, at innlegging ella viðgerð ikki verður sett í verk.

 

Tað er tó ein sannroynd, at tað ikki slepst undan at nýta tvingsil á psykiatriska økinum. Ríkislógartilmælið hevur tískil greiðar ásetingar viðvíkjandi tvingsilsnýtslu av ymiskum slagi. Meginreglan um tað minsta inntrivið verður lógarfest og galdandi fyri allan tvingsil, so at tvingsil ikki verður nýttur meira enn hægst neyðugt til tess at røkka einum ávísum endamáli. Rímiligt lutfall skal somuleiðis vera millum tvingsilin í sær sjálvum og tað, sum ætlast at verða nátt gjøgnum tvingsilin. Sum eina serreglu, ið byggir á meginregluna um tað minsta inntrivið, verður skotið upp at gera reglur um kravdar eftirkanningar av tvingsilsnýtslu við tí fyri eyga at tryggja, at tvingsil ikki verður nýttur meira og í longri tíð enn neyðugt.

 

Ríkislógartilmælið hevur somuleiðis eina røð av ásetingum um treytir og mannagongdir í sambandi við tvingsilsnýtslu á Psykiatriska deplinum. Í kapitli 3, 4 og 5 eru greiðar ásetingar um, nær og hvussu ein sjúklingur kann verða tvingsilsinnlagdur, tvingsilsafturhildin og tvingsilsviðgjørdur. Harafturat er neyvt ásett, hvørjar treytir eru fyri og hvørjar mannagongdir skulu fylgjast í sambandi við fastspenning, læsing av hurðum á Psykiatriska deplinum og eina røð av nýggjari tvingsilsinntrivum á psykiatriska økinum – so sum heimild til at nýta persónligar alarm- og peiliskipanir og serlig hurðalás til sjúklingar, ið eru minnisveikir (dementir) ella eru í einari støðu, ið kann javnmetast við tað.

 

Harumframt verður lógarásett, at øll tvingsilsnýtsla skal skrásetast og fráboðast danska heilsustýrinum, ið hevur eftirlit við føroyska heilsuverkinum. Sjúklingar, ið hava verið undir tvingsli, skulu allir sbrt. nýggju lógini hava tilboð um eftirsamrøður, har møguleiki er fyri at tosa um tvingsilsinntrivið. Somuleiðis verður lógarfest, at Psykiatriski depilin skal gera útskrivingaravtalur ella samskipandi ætlanir fyri sjúklingar, ið hava tørv á tí, tá teir verða útskrivaðir av Psykiatriska deplinum. Avtalurnar innibera, at avvarðandi myndugleikar fastleggja neyðug tilboð so sum framhaldandi viðgerð, bútilboð og dagtilboð til einstaka sjúklingin og skulu tryggja, at sjúklingurin sleppur undan afturvendandi støðum, har neyðugt er við tvingsilsnýtslu.

 

Í staðin fyri verandi skipan við umsjónarverjum verður skotið upp at gera eina skipan við løntum sjúklingaráðgevum, ið skulu tillutast einum og hvørjum, sum verður tvingsilsinnlagdur, tvingsilsafturhildin ella lagdur undir tvingsilsviðgerð, tvingsilsfastspenning, nýtslu av likamligum valdi, verjufastspenning, nýtslu av persónligum alarm- og peiliskipanum og serligum hurðalásum, persónliga vernd, ið uttan steðg varir meira enn 24 tímar og læstum dyr á deildini.

 

Uppgávan hjá ráðgevanum er at leiðbeina og geva sjúklinginum ráð viðvíkjandi øllum viðurskiftum í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á Psykiatriska deplinum. Sjúklingaráðgevin skal somuleiðis hjálpa sjúklinginum at seta í verk og gjøgnumføra møguligar kærur, og sjúklingaráðgevin skal, so vítt til ber, vera til staðar, tá ið kæran verður viðgjørd av psykiatrisku sjúklingakærunevndini.

 

Í tí nýggju lógini verður ásett, at stovnast skal ein psykiatrisk kærunevnd, ið sum fyrsti kærumyndugleiki skal viðgera kærur um tvingsilsinnlegging, tvingsilsafturhald, afturføring, tvingsilsviðgerð, tvingsilsfastspenning, nýtslu av likamligum valdi, verjufastspenning, nýtslu av persónligum alarm- og peiliskipanum og serligum hurðalásum, persónliga vernd, ið uttan steðg varir meira enn 24 tímar, umframt at dyr á deildini verða læstar.

 

Grundgevingin fyri at seta á stovn eina psykiatriska kærunevnd er ynskið um at bøta um rættartrygdina hjá sjúklingunum við einari skjótari og smidligari viðgerð av kærumálum. Serliga í sambandi við nýtslu av tvingsli á psykiatriska økinum verður tað mett at vera av stórum týdningi, at tann, sum kærir, og sjúklingaráðgevin hava høvi til sjálvir at møta á fundi í kærunevndini; og tað er eisini umráðandi, at tað í sambandi við viðgerðina av kærumálum ber til at vitja á Psykiatriska deplinum.

 

Skipanin við sjúklingaráðgeva, viðgerð í sjúklingakærunevnd og reglurnar um skráseting og frágreiðing um tvingsil eru týdningarmiklar nýgerðir á lógarøkinum. Hetta hevur við sær, at uttanfyristandandi í størri mun verða tikin upp í part og fáa størri innlit í psykiatriska økið. Ætlanin við hesum er, umframt at tryggja rættartrygdina hjá sjúklinginum, at fáa opinleika og dialog á psykiatriska økinum, so at tað støðugt kann vera ein dialogur millum sjúklingar, avvarðandi, starvsfólk og umheim. Ein slíkur opinleiki fer at gera sítt til at menna psykiatriska sjúkrahúsverkið til gagns fyri allar partar.

 

3. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar av lógaruppskotinum

 

3.1  Fíggjarligar avleiðingar

Í næsta parti verða fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum gjøgnumgingnar.

 

3.1.1 Fyri landið

Sum nevnt undir teimum almennu viðmerkingunum, hava tey á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum í stóran mun tulkað galdandi lóg samsvarandi teimum betur tíðarhóskandi lógunum, sum eru galdandi í Danmark og hinum Norðurlondunum. Uppskotið til nýggja psykiatrilóg hevur tó við sær, at tað fyrisitingarliga skulu gerast ein røð av nýggjum átøkum á Psykiatrisku deplinum, ið fara at hava við sær fíggjarligar avleiðingar.

 

Eitt av aðalmálunum í lógaruppskotinum er, at tvingsul skal verða nýttur í minst møguligan mun. Í Danmark hevur ein verkætlanarbólkur á sumri 2008 víst á, at ein faktorur, sum hevur við sær avmarkaða nýtslu av tvingsli, er ein miðvís skúling av starvsfólkum í at handfara konfliktir og fyribyrgja valdsnýtslu. Psykiatriski depilin ætlar at skúla starvsfólkini á deplinum, og kostnaðurin av einum miðvísum arbeiði á hesum økinum verður mettur til uml. 650.000 kr. árliga í 2 ár og síðani 500.000 kr. árliga.

 

Uppskotið til nýggja psykiatrilóg ferð somuleiðis at hava við sær, at mannagongdir á deildini skulu broytast vegna økt krøv um skráseting, skjalfesting, kunning, samtalur, húsreglur o.s.fr. Harumframt verður álagt Psykiatriska deplinum at gera útskrivingaravtalur og samskipandi ætlanir viðv. sjúklinginum, tá viðkomandi verður útrskrivaður. Tørvur verður tískil á størri samskipan og tillaging av mannagongdum fyri kommunulæknar, Almannastovuna, Nærverkið og aðrar myndugleikar og stovnar, sum eru í sambandi við psykiatriskar sjúklingar.

 

At tryggja fullfíggjaða íverksetan av nýggju psykiatrilógini og harvið seta í verk omanfyristandandi hevur Psykiatriski depilin ætlanir um at seta í verk eina íverksetanarætlan - har eitt fólk verður sett burturav í eitt 2 ára tíðarskeið at taka sær av íverksetanini. Kostnaðurin av hesum verður mettur til uml. 350.000 kr. árliga í 2 ár.

 

At standa fyri skráseting og neyðugu fráboðanunum, sum ætlanin er at gera gjøgnum Sundhedsstyrelsens Elektroniske Indberetningssystem (SEI), krevst nakað av upplæring og uppfylgjan, eins og fyrisiting av sjúklingavegleiðarum og frásagnir og savning av tilfari í sambandi við kærumál annars verður mett, at hetta kemur at krevja tíð hjá skrivaranum, og tí verður neyðugt at seta hálvt skrivarastarv afturat. Kostnaðurin av hesum verður uml. 140.000 kr. árliga.

 

Sjúklingaráðgevar

Skipanin við sjúklingaráðgevum fer at verða umsitin av Føroya Kærustovni. Hetta merkir, at tað verður Føroya Kærustovnur, sum kemur at seta í starv sjúklingaráðgevar, upplæra teir um viðkomandi lógarverk og lógarbroytingar á økinum umframt arbeiðsuppgávur og skyldur og at hava umsitingina av sjálvari skipanini um hendi. Sjúklingaráðgevar skulu hava samsýning, og mett verður, at talan verður um ein kostnað áljóðandi 80.000 kr. um árið. Kostnaðarmetingin er gjørd við støði í donskum takstum fyri sjúklingaráðgevar og út frá eini meting av, at talan verður um áleið 60 tilnevningar um árið. Tað er Psykiatriski depilin, ið fer at tilkalla sjúklingaráðgevar út frá einum yvirliti, sum Føroya Kærustovnur hevur um hendi, og tað verður Psykiatriski depilin, ið fer at skráseta, hvussu leingi tilnevningin varir. Tískil verður tað Psykiatriski depilin, ið kemur at løna sjúklingaráðgevunum.

 

Psykiatrisk kærunevnd

Tað verður Føroya Kærustovnur sum kemur at hava um hendi psykiatrisku sjúklingakærunevndina. Hetta merkir, at tað verður Føroya Kærustovnur, sum kemur at virka sum skrivstova fyri nevndina og at rinda samsýning til limirnar. Samlaði kostnaðurin av virkseminum hjá Kærunevndini og Føroya Kærustovni verður væntandi 300.000 kr. árliga. Metingin er gjørd við útgangsstøði í, at limirnir í psykiatrisku sjúklingakærunevndini skulu samsýnast, at Føroya Kærustovnur skal seta av starvsfólk at fyrireika málini til støðutakan hjá psykiatrisku sjúklingakærunevndini og at Føroya Kærustovnur skal veita annað skrivstovuhald. Væntast kunnu áleið 10-20 kærur á hvørjum ári. Føroya Kærustovnur skal upplæra kærunevndarlimir um lógarverkið og lógarbroytingar á økinum. Føroya Kærustovnur skal eisini hava um hendi fyrisitingina av sjúklingaráðgevum, eins og Føroya Kærustovnur skal taka sær av upplæring av sjúklingaráðgevum (sí omanfyri). Føroya Kærustovnur skal somuleiðis taka støðu til, hvørt ynskini hjá sjúklingum um at fáa tillutaðan annan sjúklingaráðgeva skulu verða gingin á møti.

 

Samlaðu útreiðslurnar av Ríkislógartilmælinum

Samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av nýggju lógini verða sostatt væntandi uml. 1,6 mió. kr. tvey tey fyrstu árini - og síðani uml. 1 mió. kr. um árið.  Av tí, at lógin ikki kemur í gildi fyrrenn 1. juli 2009, verða væntaðu útreiðslurnar av lógini í 2009 uml. 800.000  kr. Viðmerkjast skal tó, at talan er um leysligar metingar, tí ilt er at siga við vissu, hvussu nógvar tilnevningar av sjúklingaráðgevum tørvur verður á, eins og ilt er at siga nágreiniliga, hvussu nógvar kærur psykiatriska sjúklingakærunevndin kemur at viðgera. Tískil fer landsstýrismaðurin at endurskoða skipanirnar við jøvnum millumbili.

 

3.1.2. Fyri kommunurnar

Ríkislógartilmælið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommurnar.

 

3.1.3 Fyri vinnulívið

Ríkislógartilmælið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnulívið.

 

3.2 Umsitingarligar avleiðingar.

Ríkislógartilmælið hevur við sær, at stovnast skal ein psykiatrisk kærunevnd, og setast skulu sjúklingaráðgevarar við tilknýti til Føroya Kærustovn. Tað verður Føroya Kærustovnur, sum kemur at umsita skipanina við sjúklingaráðgevum og hava um hendi kærunevndina. Tað verður tó Psykiatriski depilin, sum kemur at løna sjúklingaráðgevunum. Uppskotið hevur somuleiðis aðrar umsitingarligar avleiðingar fyri Psykiatriska depilin so sum størri krøv til skráseting av allari tvingsilsnýtslu og fráboðan til danska heilsustýrið, ið hevur eftirlit við føroyska sjúkrahúsverkinum. Ætlanin er, at Psykiatriski depilin skal knýtast at eini elektroniskari skipan, sum danska heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen) áleggur donsku psykiatrisku sjúkrahúsunum at brúka. Hetta fer at hava við sær nakað av fyrisitingarligum uppgávum fyri Psykiatriska depilin, ið eru nærri umrøddar omanfyri undir partinum við fíggjarligu avleiðingunum.

 

Stovnanin av psykiatrisku sjúklingakærunevndini og heimild nevndarinnar at royna avgerðir í Føroya Rætti fer at krevja broytingar í føroysku rættargangslógini. Tað er landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum umsitur rættargangslógina. Heilsumálaráðið hevur tískil heitt á Innlendismálaráðið um at fáa broytt rættargangslógina, so samsvar er millum nýggju psykiatrilógina og rættargangslógina.

 

3.3 Avleiðingar fyri umhvørvið

Ríkislógartilmælið hevur einki árin á umhvørvið.

 

3.4 Avleiðingar fyri økir

Ríkislógartilmælið hevur ongar serligar avleiðingar fyri ávís øki í landinum.

 

3.5 Sosialar avleiðingar

Á eini røða av økjum fer lógin at bøta um viðurskiftini hjá psykiatriskum sjúklingum. Millum annað áleggur lógin, at útskrivingaravtalur skulu gerast við serligar viðbreknar sjúklingar, ið verða skrivaðir út av Psykiatriska deplinum. Í eini útskrivingaravtalu verður ásett, hvør hevur ábyrgd av sjúklinginum viðv. viðgerð og sosialum tilboðum, eftir at viðkomandi er útskrivaður. Hetta fer at hava við sær, at færri psykiatriskir sjúklingar ganga í longri tíð uttan viðgerð, eins og sjúklingurin fær eina hjálpandi hond til at klára seg í gerandisdegnum.

 

3.6 Avleiðingar fyri altjóða reglur og avtalur

Ríkislógartilmælið hevur við sær, at Føroyar fylgja eini røð av tilmælum frá altjóða stovnum, t.d. Evroparáðnum viðvíkjandi viðgerð av psykiatriskum sjúklingum.

 

Tær umsitingarligu og fíggjarligu avleiðingarnar eru settar inn í niðanfyri standandi yvirlit.

 

 

 

Fyri landið/lands

Myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

Ja

 

 

 

 

4. Hoyrdir myndugleikar

 

Ríkislógartilmæli er sent hesum til hoyringar:

Serlæknafelag Føroya, Læknafelag Føroya, Læknaráðnum á Landssjúkrahúsinum, Hjálparlæknaráð Føroya, Psykiatrifelag Føroya, Heilsuhjálparafelag Føroya, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Sjúklingafelagnum, Landssjúkrahúsinum, Landslæknanum, Føroya Landfúta, Kriminalforsorgin, Sjúklingaráðnum, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Sinnisbata, Kommunulæknafelag Føroya, Almanna- og heilsurøktarafelagnum, Ríkisumboðsmanninum, Føroya Kærustovni, Alzheimerfelagnum.

 

4.1 Viðmerkingar frá hoyringspørtunum

Omanfyristandandi hoyringspartar fingu Ríkislógartilmæli til ummælis í góðar 6 vikur og hesir hava nýtt hoyringsrættin:

 

Læknafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Landssjúkrahúsið, Landslæknin, Føroya Landfúti, Kriminalforsorgin, Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Sinnisbati, Kommunulæknafelag Føroya, Almanna- og heilsurøktarafelagið, Ríkisumboðsmaðurin, Føroya Kærustovnur.

 

Allir hoyringspartar mæla einmælt til, at psykatrilógin verður sett í gildi fyri Føroyar. Psykiatriski depilin hevur tó viðmerkt, at nýggja lógin fer at seta størri krøv til psykiatriska depilin - sum longu í ein ávísan mun er farin undir at tillaga seg til hesa skipan. Psykiatriski depilin vísir harumframt á, at nýggja lógin fer at seta størri krøv til politisku myndugleikarnar um at tryggja fíggjarligu karmarnar á tann hátt, at hølisviðurskiftini kunnu nútímansgerast, starvsfólkatilfeingið verður nøktandi og áhaldandi førleikament.

 

 5. Tillaging av lógini til føroysk viðurskifti

Ríkislógartilmælið samsvarar sum heild við ta donsku psykiatrilógina. Á einstøkum økjum hevur tó verið neyðugt at laga lógina til føroysk viðurskifti. Talan er um hesar tillagingar:

 

Viðv. § 18 a og 18 b, § 40, stk. 3 og 4 og § 41 a

Ásetingarnar, sum eru galdandi serstakt fyri “Sikringen i Nykøbing Sjælland”, eru ikki viðkomandi fyri Føroyar og eru tí ikki tiknar við.

 

Viðv. § 21, stk. 4

Sum partur av  kravdu eftirkanningini skulu fastspentir sjúklingar, sambært hesi áseting, hava vitjan av lækna fýra ferðir um dagin. Henda áseting er tillagað, so  sjúklingar í Føroyum skulu hava vitjan 3 ferðir um samdøgrið, av teimum minst eina ferð av einum lækna. Hinar ferðirnar vitjar ein royndur sjúkrarøktarfrøðingur sjúklingin og metir um, hvørt tvingsilsfastspenningin skal verða varðveitt. Hesa vitjan skal onkur annar gera enn tann fasta vaktin, sum altíð skal vera hjá einum tvingsilsfastspentum sjúklingi.

 

Broytingin er gjørd, tí  tann danska ásetingin hevði verið sera torfør at sett í gildi í Føroyum. Í galdandi vaktarskipan endar arbeiðsdagurin hjá læknunum kl. 15. Um einki akutt hendir í tilkallivaktini, møta læknarnir ikki aftur fyrr enn dagin eftir kl. 08:00. Mett verður, at skuldi ásetingin verðið sett í gildi í Føroyum, hevði tað kravt eina hægri normering við upp til 8 læknastørv, alt eftir talinum á tvingsilsfastspenningum. Ein slík uppnormering verður mett at vera órealistisk, bæði tá talan er um  fígging og í samband  við at útvega læknar.

 

 Viðv. § 21, stk. 5

Henda áseting hevur við sær, at ein óheftur lækni metir um, hvørt tvingsilsfastspenningin er neyðug, um hon fer út um 48 tímar. Hesin lækni má ikki vera í starvi á viðkomandi psykiatrisku deild, har tvingsilsfastspenningin fer fram, eins og hann heldur ikki má starvast undir tí læknanum, sum hevur viðgerðina undir hond.

 

Av tí, at tað í Føroyum bert er ein psykiatrisk deild, ber tað ikki til at fáa fatur á øðrum psykiatriskum lækna, sum kann lúka krøvini til at vera óheftur, t.v.s. ikki er í starvi á somu deild og ikki starvast undir  læknanum, sum hevur viðgerðina undir hond. Einasta loysn hevði sostatt verið, at tann óhefta metingin varð gjørd av einum lækna, sum ikki hevði serkunnleika á psykiatriska økinum. Tað verður tó mett at vera ósannlíkt, at t.d. ein skurðlækni fer at vera førur fyri og til reiðar veruliga at eftirkanna og seta spurnartekin við fakligu metingarnar hjá einum serkønum starvsfelaga á psykiatriska økinum. Umhugsað hevur verið, um tann óhefta læknaliga metingin kundi verið knýtt at landslæknaembætinum. At embætið einans fevnir um eitt læknastarv – Landslæknan sjálvan. Hetta merkir, at tað ber illa til at áleggja embætinum eina uppgávu, har tað kann verða neyðugt at vera tøkur allar dagar í árinum, allar tíðir á samdøgrinum og við stuttari ávaring.

 

Við hesum lýstu avmarkingunum í huga – at læknar við teimum røttu fakligu førleikunum, sum samstundis lúka treytirnar um at vera óheftir, ikki eru tøkir – er sannlíkt, at talan einans hevði verið um eina formliga eftirkanning av metingini hjá tí læknanum, sum hevur viðgerðina undir hond. Fyri ein part høvdu hinir læknarnir neyvan sýnt metingini hjá einum serlækna misálit. Fyri ein part hevði týdningurin, sum læknin, ið hevur viðgerðina undir hond, hevði lagt á metingina hjá einum, ið ikki var serkønur, verið avmarkaður, eftirsum tað sambært somu lógargrein verður ásett, at “um tveir læknar hava hvør sína meting av støðuni, er tað metingin hjá tí læknanum, sum hevur viðgerðina undir hond, sum er avgerandi.”

 

Tí verður mett, at tann veruliga rættartrygdin hjá tí føroyska sjúklinginum ikki verður økt, hóast § 21, stk. 5 hevði verið sett í gildi, og tað er tí ikki tikið við.

 

Annars skal viðmerkjast, at ásetingin einans miðar eftir einari óheftari eftirkanning av, hvørt tvingsilsfastspenningin er neyðug. Tann kravda eftirkanningin av tvingsilsfastspenningini er ásett aðrastaðni í lógini.

 

Viðv. §§ 24-29

Hesar ásetingar lýsa eina nýggja skipan, sum við tilnevning av sjúklingaráðgevum skal økja um rættartrygdina hjá teimum psykiatrisku sjúklingunum. Ráðgevararnir – ið eru leikfólk við áhuga á økinum – skulu stuðla við leiðbeining til teir sjúklingar, sum verða undir tvingsli innan fyri karmarnar í hesari lóg. Í donsku lógini er tilnevningin og umsitingin av sjúklingaráðgevingini løgd undir statsumsitingina í økinum. Í  føroysku lógini verður skotið upp at leggja uppgávuna á Føroya Kærustovn, har eisini aðrar kærunevndir eru knýttar at.

 

Hetta tilknýtið verður mett ráðiligt, tí tað samstundis verður skotið upp, at tær umsitingarligu uppgávurnar í sambandi við ta psykiatrisku kærunevndina somuleiðis verða lagdar á Føroya Kærustovn.

 

Viðv. §§ 34-39

Hesar ásetingar snúgva seg um at stovna eina psykiatriska kærunevnd, sum í Danmark er knýtt at statsumsitingini í økinum. Heilsumálaráðið hevur mett, at tað hevði verið natúrligt at lagt skrivstovutænastuna í sambandi við henda kærumøguleika undir Føroya Kærustovn.

 

Í Danmark er stjórin á statsumsitingini formaður í kærunevndini, og hinir báðir limirnir verða tilnevndir av heilsu- og fyribyrgingarráðnum eftir tilmæli frá “Den Almindelige Danske Lægeforening” og frá “De Samvirkende Invalideorganisationer.” Í Føroyum verður skotið upp at seta ein óheftan løgfrøðing sum formann, og at hinir báðir limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá Læknafelagnum og frá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum. Allir limir verða tilnevndir av landsstýrismanninum.

 

Viðv. ávísingum til lógir o.a.

Lógin og viðmerkingarnar eru lagaðar til føroysk viðurskifti, soleiðis at tað einans verður víst til lógir, ið eru galdandi í Føroyum. Víst verður somuleiðis til viðkomandi føroyskar myndugleikar í staðin fyri danskar.

 

6. Tíðarætlan

Umframt sjálva lógina, skal ein røð av donskum kunngerðum setast í gildi í Føroyum, eins og landsstýrismaðurin í heilsumálum skal seta í gildi onkra føroyska kunngerð. Arbeiðið við hesum kunngerðum er í gongd og kunngerðirnar skulu vera liðnar, tá lógin verður sett í gildi. Harumframt skulu sjúklingaráðgevar og sjúklingakærunevndarlimir setast og upplærast eins og starvsfólkið á Psykiatriska deplinum skal upplærast um innihaldið í nýggju lógina. Tískil fer landsstýrismaðurin at heita Løgting um at taka undir við, at ígildiskoman fyri uppskotinum verður sett at vera 1. juli 2009. 

 

Havandi í huga týdningin av, at sjúklingar, avvarðandi, starvsfólk á Psykiatriska deplinum, sjúklingaráðgevar og kærunevndarlimir verða kunnaðir um innihaldið í nýggju psykiatrilógini, hevur Heilsumálaráðið í sambandi við fyrireikingina av Ríkislógartilmælinum valt at samanskriva donsku viðmerkingarnar frá upprunalógini, viðmerkingarnar til broytingar til upprunalógina, ið seinni eru framdar, og tær tillagingar, sum eru gjørdar til føroysk viðurskifti. Samanskrivingin er gjørd á føroyskum og er viðheft sum skjal 7. Ætlanin við føroysku samanskrivingini er at nýta tilfarið til at kunna vanliga føroyingin, sjúklingin og avvarðandi um innihaldið í lógini á føroyskum. Harumframt skal føroyska samanskrivingin brúkast sum amboð hjá sjúklingum, starvsfólki á Psykiatriska deplinum, sjúklingaráðgevum og sjúklingakærunevndarlimum til eitt nú at fáa tvingsilshugtøkini á føroyskum. Tað eru tó tær donsku viðmerkingarnar, sum eru galdandi. Tá talan er um ásetingar, sum eru tillagaðar føroyskum viðurskiftum, eru tær føroysku viðmerkingarnar galdandi.

 

Skjøl:

Skjal 1: “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien”

Skjal 2: “Forslag til lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien” 24/05/1989

Skjal 3: “Forslag til lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien”       

             16/06/1995

Skjal 4: “ Forslag til lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien,

             retsplejeloven og straffeloven” 16/06/1998

Skjal 5: “Forslag til lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien

             (Indførelse af mulighed for personlige alarm- og pejlesystemer og særlig dørlåse”

Skjal 6: Forslag til lov om ændring af lov om frihedsberøvelse og anden tvag i psykiatrien og

             retsplejeloven. (Revision af psykiatriloven, herunder tvangsdefinition, personlig

             skærmning, aflåsning af døre i afdelingen, øget lægeligt tilsyn og ekstern efterprøvelse,

             ændret klageadgang”

Skjal 7: Nærri útgreinaðar viðmerkingar og serligar viðmerkingar til “psykiatrilógina

 

1. viðgerð 14. november 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 11. desember 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2008, og eftir 1. viðgerð 14. november 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 1. desember 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Psykiatrifelag og Psykiatriska Sjúkrøktarfelagið, Alsheimerfelagið og Almanna- og heilsurøktarfelagið. 

 

Landsstýrismaðurin hevur heitt á nevndina um at útseta gildiskomuna frá 1. juli til 1. oktober 2009, tí bert tkr. 400 eru avsetta á fíggjalógaruppskotinum.

 

Nevndin setir tí fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s ko t 

 

 Í § 43 í fyriskipanini (skjal 1) verður " 1. juli 2009" broytt til   "1. oktober 2009" 

 

Við hesi broyting tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 17. desember 2008. Broytingaruppskot frá samdari Trivnaðarnevnd samtykt 25-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið ver soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Frávik samtykt 21-0-7

 

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt